Teknisøguverksmiðja í Norðurlandahúsinum

Teknisøguverksmiðja í Norðurlandahúsinum við íslendska listamanninum Bjarna Hinrikssyni

24. oktober letur teknisøguframsýningin Gisp! upp í Norðurlandahúsinum við teknirøðum úr Danmark, Íslandi, Finnlandi, Svøríki og Føroyum.

Ein teirra, sum sýnir fram, er íslendski Bjarni Hinriksson. Bjarni er teknisøguhøvundur og stovnandi limur í íslendska listafólkakollektivinum Gisp! Bjarni hevur gingið í tekniseriulistaskúla í Frankaríki, gevur út egnar teknisøgur, undirvísir á listaháskúla í Reykjavík og ger grafiskar uppgávur fyri íslendska kringvarpið.

Leygardagin 25. oktober hava øll, sum hava hug at royna seg sum tekniseriuteknara høvi at luttaka í verksmiðju. Í fýra tímar verður arbeitt við egnum hugskotum kring felagsevnið dreymar. Tá dagurin endar, hava luttakararnir framleitt eina tekniseriu á A4 arki, har teir eiga søguna, og Bjarni hevur vegleitt og lagt lag á, hvussu tú fert frá hugskot til lidna søgu.

Royndir eru ikki kravdar, men verksmiðjan er ætlað vaksnum. Dreymin taka luttakararnir sum skrivaða søgu, við, áðrenn byrjað verður.

Tilmeldingar verða gjørdar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin fyri fýra tímar verksmiðju er einans 100 kr, men Norðurlandahúsið ger vart við, at talið av luttakarum er avmarkað.

Í sambandi við, at tekniseriuframsýningin Gisp! varpar ljós á teknisøgur sum listagrein, hevði Peter Madsen eina verksmiðju fyri listafólk í Norðurlandahúsinum í september. Verksmiðjan við Bjarna Hinrikssyni í oktober er næsta í røðini og er ætlað áhugalistafólkum. Í november verður verksmiðja við Barð Oskarssyni og Malin Biller (SE), sum er fyri børn og ung. Øll tekningarskjøl, skrá og frágreiðing liggja á nlh.fo.

Í vikuni uppundir fernisering og verksmiðju vitjar Bjarni Hindriksson framhaldsdeildir kring landið í verkætlanini Listaleypurin. Har arbeiða næmingarnir við evninum Dagdreymar.