Framløga av nýggju bókini hjá Carl Jóhan Jensen

Tað var sum á Ólavsøku í Steinprenti í gjár, fult av fólki og sannur veitslurómur. Tað allarbesta var, at hópin av bókum vóru seldar, eitt heilt bókafjall ella næstan. Her eru myndir frá tiltakinum, sum Jan Andersson og John Dalsgarð tóku.

Skaldið í køkinum í Steinprenti

Skaldið í køkinum í Steinprenti

Carl Jóhan Jensen las upp úr nýggju bókini

Forleggjarin, Jonhard Mikkelsen greiðir frá http://sprotin.fo/show_news.php?NewsId=343

Jonhard Mikkelsen var stuttligur

Jonhard Mikkelsen var stuttligur

og álvarsligur

og álvarsligur

Listafólk og aðrir gestir

Listafólk og aðrir gestir

Tey lurta

Jóhan Fríðrikur spældi og Kate ornaði fyri

Eg tosaði um bókina

Tvær fróðar damur

Bókafjallið

Fólk práta 

Carl Jóhan Jensen lesur Eg síggi teg betur í myrkri

Eitt fransbreyð, eitt hálvt rugbreyð og bløðini


Í gjár bórust bestu tíðindi, sum hava verið at hoyrt leingi. Dimmalætting, sum fór á húsagang í fjør, verður endurreist av fýra monnum, Sveini Tróndarson, Leif Láadal, Emil L. Jacobsen og Georg L. Petersen saman við eigaranum av blaðnum, hugsjónarmanninum, Pól Hansen. Ætlanin er at gera eitt vikuskiftisblað, sum fer í dýpdina við áhugaverdum málum, bæði politikki, vinnulívi og øðrum. Sambært Sveini Tróndarson er ætlanin eisini at geva mentanini pláss í blaðnum, sum harafturímóti ikki í serliga stóran mun fer at snúgva seg um ítrótt. - "Vit mangla ein viðgerandi privatan miðil, sum torir at leggja trýst á, og tann leiklutin taka vit á okkum", lovar Sveinur Tróndason og heldur fram: "Journalistiskt skal blaðið byggja á herðarnar á gomlu Dimmu, og lutvíst eisini hvat innihaldi viðvíkur".

Hetta er alt samalt søtur musikkur í oyrunum á undirritaðu, sum gleðir seg at spáka oman í Keypsamtøkuna onkran leygarmorgun í nærmastu framtíð og keypa eitt fransbreyð, eitt hálvt rugbreyð og bløðini bæði tvey, takk!

 

Ein stór skaldsøga við ferð á inn í myrkrið

Myndina tók Randi Ward

Steinprent verður í dag karmur um eina sanna stórhending innan føroyskar bókmentir, tá nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” kemur út og verður framløgd. Liðin eru níggju ár síðani síðsta skaldsøga hansara kom út, men hetta tíðarskeiðið hevur Carl Jóhan Jensen umframt at skriva skaldsøguna, tikist við ymiskt annað, m.a. hevur hann skrivað politiskar viðmerkingar og hugleiðingar, sum vórðu givnar út undir heitinum “Apuvit og heimastýrið” og hann hevur eisini útgivið síni sonevndu nýskjaldur, sum hann hevur framført nógva staðni. Við Hinum Føroyska Skjaldraveldinum fann hann uppá eitt slag av politiskari internetsatiru, sum ikki er sæð hvørki fyrr ella síðani. Harumframt hevur hann latið úr hondum eitt framúrskarandi yrkingarsavn “September í bjørkum, sum kanska eru bláar”. Tað var í 2005, at tann mikið umrødda mega-skaldsøgan “Ó - Søgur um–djevulskap” kom út. Høvundin útnevndi hana sjálvur til frægastu bók í áratíggjur og burtur úr hesum kom sum væntað eitt sindur av tí rokilsi, sum høvundin hevði ætlað. Í fleiri ár var Ó eitt slag av akademiskari lakmus-roynd her heima og spurningurin “Hevur tú lisið Ó?” varð ofta havdur á lofti saman við smáum kekkspurningum um Mattias Danielsen og hini ó-fólkini.

 

Og føroyski trúboðin, Mattias Danielsen er ein av mongum í ørgrynnuni av hjápersónum í nýggju bókini, sum tó væl kann lesast sjálvstøðugt. Tað er altso ikki neyðugt at hava lisið Ó fyri at kunna lesa “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik”. Eini onnur gleðiboð fyri tey, ið hava miklan lesiskund, kann eg kunngera alt fyri eitt og tað er, at ongar notur eru í nýggju bókini. Í staðin eru átta innskot, har ymiskt verður viðmerkt og diskuterað.

 

Skaldsøgan er stuttlig í støðum, t.d. í byrjanini, tá tveir menn, sum ikki kunnu torga hvønn annan, møtast, men sum heild er talan um eina ógvuliga dapra søgu, her er eingin hóming av fjálgum og uppbyggiligum fyribrigdum sum eydnu, kærleika, hugna, hita, gleði og vinarlagi. Høvuðspersónur er Benedikt Einarsson, íslendskt skald við áhuga fyri teirri siðbundnu, formføstu listini heldur enn kyknandi modernismuni við øllum hennara ómentaða villskapi. Hann er staddur umborð á einum skipi, s/s Lyru, á veg til Føroya og liggur, sum tað eitt sindur stuttliga eitur í tíðindaskrivinum frá Sprotanum, “og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini”.

 

Í onkrum bókmentaáhugaðum veitslupráti herfyri harmaðist onkur um, at høvuðspersónurin í hesi eftirstundaðu bókini var íslendingur heldur enn føroyingur og hetta kritikkpunktið er kanska meira skiljandi enn mann skuldi hildið. - Tí bíða vit ikki øll eftir teirri stóru skaldsøguni, sum gongur fyri seg her í Føroyum í okkara tíð við føroyskum høvuðspersónum, ein samtíðarskaldsøga, sum kann greina okkum sjálvi og okkara tíð? Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen er hvørki lokal ella national, hon er í grundini nógv størri enn spurningurin um úr hvørjum landi ella landsparti vit koma. Hetta er søgan um hvussu óndskapur, girnd og óreinska undir røttum fortreytum og kærleikatroti fær brotið sær veg gjøgnum ússaligar lagnur og menniskjaligan veikleika til at gerast ein heil skipan, sum er grundað á viljan til at gera gott fyri tey nógvu, men sum er gjøgnumperverterað av múgvumentalitetinum og trongd múgvunnar at finna onkran at skylda uppá.

 

Hetta er ein stór, altjóða søga, ein ferð inn í myrkrið sum hjá Joseph Conrad í hansara Heart of Darkness, sum hjá Lars von Trier í Europa-triologiini og í Breaking the Waves ella í 1900 hjá Bernardo Bertolucci. Men at talan er um eitt avrik hjá Carl Jóhan Jensen, kann eingin lesari ivast í. Málið er óvanligt og ríkt, skaldsøgan er ómetaliga samansett. Veruleiki og fiktión er blandað saman og fragmentariska, kaleidoskopiska árinið hevur við sær, at hesin lesarin í løtum endi eitt ávíst lyndi á sær til hugspjaðing og uppvask. Men nú veit eg, at meira tú lesur og longur tú kemur inn í bókina, jú minni letur tú teg ørkymla av tí formliga. Eg ætli mær als ikki undir at greina alt innihaldið í bókini her – bókin er ov drúgv og kompleks til tað, og tó at eg havi lisið hana, eru helst nógvar bókmentaligar og søguligar tilsipingar, sum eg ikki havi fingið við í fyrsta umfari. Hetta er ein bók, sum kann lesast fleiri ferð. Eg rokni við, at kjak verður um kvinnuskoðanina í bókini og tá er umráðandi at minnast til, at kvinnuskoðanin í bókini bæði hevur við tað lýsta tíðarskeiðið at gera og at hugburðurin í sær sjálvum er eitt týdningarmikið lyndiseyðkenni hjá fleiri persónum í bókini. Tað er ikki lukkuligt sum konurnar eru óreinar og ljótar allar sum ein. Teirra lív snýr seg um menn so ella so, og tær eru allar avmarkaðar í konu- móður ella frillu-líki. Høvuðspersónurin er sum ein annar Edvard Munch, hann ræðist kvinnuna og hennara lokkandi evni til at tendra kærleikans einstaklingaupploysandi megi. Lesarin skilir spakuliga, at tað av sonnum er sum hjá Munch, at eisini Einarson er fullkomiliga uppslúktur og hugtikin av kvinnum, og at tað er m.a. óeydnusamur kærleiki, sum leiðir hann yvir í anstygdina. Sum heild er Benedikt Einarson yvirhøvur ikki ein høvuðspersónur, ið er lættur at halda av, ein sjálvhátíðarligur kvinnuhatari, ein ótrúgvur, ábyrgdarleysur persónur, sum rótar seg út í alt møguligt merkiligt. Og sjálvt um vit í skaldsøguni fáa allar hansara grundir lýstar væl og virðiliga, er lesarin neyvan serliga harmur um morfinsproytuna, sum ger enda á honum. Samstundis er Benedikt Einarson ómetaliga væl lýstur sum persónur, menniskjansliga sjálvsøknið og girndin tykist næstan ítøkilig í bókini, eg veit meg heldur ikki hava lisið so um somu tíð detaljeraðar og í grundini óbehagiligar lýsingar av mannligum seksualiteti áður. Fleiri staðni í bókini, mátti eg leggja bókina eina løtu fyri at sodna brot, antin tí tey eru so óhugnalig ella tí tey eru skelkandi væl skrivað, hetta er t.d. galdandi fyri ta blóðdryppandi lýsingina av upplivingum, yvirsjónum og perversiónum, sum ein eysturríksk femme fatale, Jora Thal er úti fyri, ið minna um lýsingar hjá týsku ekspressionistunum, Ernst Kirchner m.a. Hetta eru sansandi og kaleidoskopiskar myndir við grellum litum, sum eru fullar av líðing, aggressión og disharmoni. Myndir, ið sum heild eru daprar og fullar av iva mótvegis tilveruni. Samanumtikið er “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” ein bókmentaliga og listarliga sæð sera ambitiøs bók, hon er poetisk og filosfisk og háfloygd, men við stuttligum trivialbókmentaligum sprelli, damum og kulørtum nazistum, har s/s Lyra gerst átøk eini Orientekspress. Tað sigur seg sjálvt, at nazistunum dámar siðbundna stílin hjá Benedikt Einarsson og at okkurt áhugavert kann koma burturúr hesum. Eg veit ikki um tað ber til at lesa undirheitið sum eitt lyfti um ein tveyara, kemur hann, er hesin lesarin til reiðar.

 

Bókin “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” verður løgd fram á almennari móttøku í Steinprenti í dag, 29.august klokkan fimm.

 

Kinna Poulsen

Teir krógvaðu krossin...

Bergur Jacobsen hevur skrivað eitt innlegg, sum snýr seg um innrættingina av Christianskirkjuni við serligum atliti til glasmosaikkmyndina hjá Ulriku Marseen, sum bara sæst uttanífrá.

 

Teir krógvaðu krossin, hin upprisna og glæmuna frá páskamorgni!

Ein skuldi trú at henda ábreiðslan var vend móti onkrum heidnum felagsskapi, men so er ikki!

Nú ein dagin kom eg av tilvild á rásini DR3, framm á eitt brot frá vígsluni av Christianskirkjuni. Hettar var eitt rættuliga stutt brot, men har sá eg millum annað tveir hugnaligar menn sita og práta á eini brík, gamla Jóan Karl Høgnesen uttan av Oyri og Ólavur hjá Húsapóli. Og knappliga sá eg eisini runda vindeyga í vesturskjøldrinum, sum danska listakvinnan Ulrika Marseen gjørdi til kirkjuna, eftir áheitan frá Statens Museum for Kunst. Stóri glasmosaikkurin hjá henni avmyndar krossin, páskasólina og uppreisnina.

Tey, sum hava vitjað tær stóru gomlu kirkjunar úti í heimi – t.d. Nidarosdomin – vita at í hesum kirkjunum er eysturskjøldurin við háaltarinum mangan prýddur við føgrum glasmosaikkum, ella prýðiligum altarskurmyndum, og at vesturskjøldurin somuleiðis hevur eina «rosettu» - eitt litfagurt glasvindeyga við einum ella fleiri andaligum motivum. Soleiðis hevur Peter Koch, sum teknaði Christianskirkjuna, óivað eisini ímyndað sær kirkjuna sum ein stóran og verdugan bygdakatedral úti í Atlantshavinum, við hini stóru kvøldmáltíðini í eysturskjøldirinum, og páskaundrinum, sum eina lýsandi mynd í hinum endanum.

Í Christianskirkjuni hava tey annars verið hyggin um andaligu listina. Stóra altartalvan hjá Skovgaard er sett í stand fyri milliónir, og í kirkjukjallaranum hava listamenninir Fuglø og Sólstein gjørt listaverk um lív Jesusar, sum verða róst uppum skýggjini. Og stóra tøkk skulu tey hava fyri tað!

Men, samstundis hava tey, Guð hjálpi mær, fjalt eitt stórt listaverk, sum var partur av upprunaætlanini hjá Peter Koch arkitekti við kirkjuni. Onkur av okkum halda, at tað er eitt slag av brotsverki ímóti teirru arkitektonisku heildini, sum kirkjan upprunaliga var. At lata eitt listarligt tól, sum orglið jú er, fjala eitt annað listaverk, tað er onkusvegna eitt slag av vandalismu, sum kanska hevur sínar røtur í heimføðisligheit og væntandi vitan?

Í dag eru tey fá, sum vita, at tað finnst ein stórur glasmosaikkur í vesturskjøldrinum í Christianskirkjuni – og tað kann vera, at listarliga elitan í Føroyum, ið onkuntíð hevur hildið hánt um myndina hjá Skovgaard, fegnast um, at myndin hjá Ulriku Marseen nú er fjald; meðan onnur halda at placeringin av orglinum, beint frammanfyri litfagra rútinum, er ein háðan móti listakvinnuni og gávuni frá Statens Kunstfond. Myndin skal ikki síggjast uttanífrá við kunstigum ljósi – men, hon er ætlað at verða sædd innananífrá, við øllum teimum variatiónum og ljósspæli, sum dagsljósið og árstíðirnar geva!

Tá eg í byrjanini nevndi teir báðar Jóan Karl og Ólavur, so er tað tí at teir minntu meg á ein annan gamlan mann, ið var sera góður við og túfastur móti Christianskirkjuni. Hesin gamli maðurin var alt annað enn fegin um, at orglið kom at standa, har tað stendur. Hann elskaði orgultónleik og eisini orglið hjá Jensen og Thomsen, men tað var honum eitt stórt vónbrot, at tey settu orglið júst har á ovasta lofti, beint frammanfyri myndina hjá Marseen.

Sjálvur segði hann fleiri ferðir soleiðis frá: Í fyrstani tá eg fór at ganga til altars í kirkjuni var tað soleiðis, at tá eg reisti meg aftur frá altarinum, eftir at hava fingið Jesu likam og blóð, og skuldi omanaftur á pláss í kirkjuni, so sá eg krossin, og páskasólina og uppreisnina skína í móti mær úr vesturskjøldrinum – tað var eitt satt upplivilsi! Men, nú hava teir Guð hjálpi mær, krógva krossin, páskasólina og hin upprisna!

Eg havi ikki hoyrt nakran annan av hannsara ættarliði gramt seg um placeringina av orglinum! Men, hann hevði eina ónøgd afturat! Hann segði at: « Upprunaliga hevði arkitekturin ætlað at rekkverkinini framm við loftunum í kirkjuni, skuldu vera myrk, eins og trórið og veggirnir. Men tað vildi kirkjuráðið ikki. Tað koma tey at angra, tí viðurin blívur deyður og keðiligur, sum frálíður. Kirkjan hevði verið munandi vakri og hugnaligari, um rekkverkini einisi vóru døkk, eins og loftið og veggirnir!» Soleiðis segði hann.

Tað er ikki heilt vandaleyst at sita við fjarstýraranum og zappa ein morgum í gloparegni, og síggja brot úr sending um Føroya søgu, tí soleiðis verða grenjini gitin!

 

Grafisk sambond - Grafiske forbindelser

Í Steinprenti hava tey í tvey ár arbeitt við einari stórari verkætlan, ið hevur fingið heitið Grafisk Sambond ella Grafiske Forbindelser, tí í fyrsta umfari snýr tað seg um at savna saman nøkur av teimum bestu donsku samtíðarlistafólkunum, fáa tey til Føroya, har tey hava havt arbeiðsuppihald í Steinprenti. 

Steinprent, Grafiski Verkstaður Føroya á Skálatrøð hevur í fimtan ár knýtt gróðrarmikil grafisk sambond millum Føroyar og Norðurlond. Í einum landafrøðiliga avmarkaðum landi er Steinprent undir leiðslu av Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku vorðin ein ómissandi mentanarstovnur, har føroysku listafólkini hava høvi at hitta starvsfelagar úr hinum Norðurlondunum og at arbeiða við grafikki, serliga steinprenti á høgum støði. Allur hesum viðburður er sjálvandi eisini treytaður av teimum mongu evnaríku norðurlendsku listafólkunum, sum hava stóran áhuga fyri steinprentstøkninum.

Jonas Hvid Søndergaard og tey gulu prentini

Tað var eftir hugskoti frá listamanninum Jonas Hvid Søndergaard, at Steinprent fór undir eina stóra verkætlan, sum í fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum. Ætlanin er kortini, at verkætlanin skal halda fram soleiðis, at framsýningin við steinprentum hjá donskum listafólkum verður tann fyrsta í eini norðurlendskari framsýningarrøð av litografiskum verkum hjá ávikavist íslendskum, finskum, svenskum, norskum, álendskum, grønlendskum og føroyskum listafólkum. Ætlanin er at framleiða eina bók við myndum og teksti til hvørja framsýning sær, tey verða at enda savnað saman í eini upprunagrafiskari boks.

Julie Sass á verkstaðnum

Hugskotið við verkætlanini er at rannsaka steinprentið og leita fram óuppdagaðar møguleikar við tøkninum og at breiða út kunnleikan til stóru spennivíddina og ríku visuellu møguleikarnar, sum tøknið er merkt av. Í eitt longri tíðarskeið hava listafólk havt arbeiðsuppihald í Steinprenti. Øll listafólkini arbeiða við stórari stødd, og tað verða hesi nýframleiddu verkini, sum mynda ta fyrstu framsýningina. Luttakandi listafólkini fevna um fleiri ættarlið og teirra list er sera ymisk og fjølbroytt. Summi av listafólkunum eru roynd, meðan tað fyri onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Síðan steinprentið varð uppfunnið í 1798 hevur tað hugtikið fleiri ættarlið av listafólkum fram til í dag, ikki minst tí tað hevur givið teimum høvið at arbeiða nógv meira spontant enn innan fyri onnur eldri prenttøkni. Litografi er um somu tíð sera einfalt og ógvuliga komplekst tøkni, sum í fleiri ár hevur verið í stórari menning í Steinprent orsakað av dugnaligum og krevjandi listafólkum og einum grafiskum verkstaði, sum hevur royndir og tað áræði, ið skal til at ganga nýggjar leiðir.

Grafisk Sambond er ein framsýning við steinprentum, ið eru framleidd til høvið í Steinprenti av listafólkunum: Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Katrine Ærtebjerg. Framsýningin byrjaði í Vendsyssel Kunstmuseum 28.november 2014, Í Kastrupgaard letur hon upp 17.juni 2015, og í Norðurlandahúsinum í Havn verður hon at síggja frá 24.oktober 2015. 

 

John Kørner arbeiðir

 Grafiske Forbindelser

Grafiske Forbindelser er en vandreudstilling med litografier, der er produceret i Steinprent i Tórshavn af billedkunstnerne: Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Katrine Ærtebjerg. Udstillingen starter i Vendsyssel Kunstmuseum 28.november i år, senere kan den ses i Kastrupgaard og i Nordens Hus i Tórshavn.

Zven Balslev i gang med at skære i linoleum

Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted ligger ved havnen i Tórshavn, hvor det i mange år har fungeret som grobund for grafiske forbindelser mellem Færøerne og resten af norden. I et geografisk set isoleret øland har Steinprent fået karakter af at være en kulturudvekslingscentral, hvor man har formået at vende den isolerede beliggenhed til egen fordel, og hvor de færøske billedkunstnere har fået mulighed for at arbejde med grafiske processer, heraf især litografi, på et kvalitativt højt niveau, ligesom de på værkstedet jævnligt kommer i kontakt med kunstnere fra andre lande. I Steinprent, som er et af Europas mest velansete litografiske værksteder, arbejder man med genuine litografiske sten fra Solnhofen. Værkstedet har nu eksisteret i 15 år og anses som en uundværlig del af færøsk og nordisk kulturliv, hvilket hænger sammen med Jan Anderssons og Fríða Matras Brekkus mere end kompetente ledelse af såvel værksted som det tilhørende galleri. Succésen er selvfølgelig også betinget af en stor og god talentmasse inden for nordisk samtidskunst, samt en øget interesse blandt billedkunstnerne for litografi.

Svend-Allan Sørensen

Initieret af billedkunstneren Jonas Hvid Søndergaard, har Steinprent de sidste par år været i gang med et ganske omfangsrigt projekt, der i første omgang omfatter en række fremtrædende danske samtidskunstnere, der har haft arbejdsophold på værkstedet i Tórshavn. Tanken er imidlertidig at fortsætte projektet, således, at udstillingerne med de danske kunstneres litografier bliver den første i en række nordiske udstillinger med henholdsvis islandske, finske, svenske, norske, ålandske, grønlandske og færøske kunstnere. Til hver udstilling er det meningen at fremstille en bog med billeder og tekst, som slutteligt samles i en originalgrafisk kassette. Ideen bag udstillingsprojektet, Grafiske forbindelser er at udforske stentrykkets endnu uopdagede potentialer og udbrede kendskabet til mediets spændvidde og visuelle gennemslagskraft. Frem til udstillingerne, hvoraf de første er planlagt til at finde sted hhv. i efteråret 2014 og i foråret 2015, har billedkunstnerne et arbejdsophold i Steinprent, hvor de får mulighed for at fordybe sig i stentrykket og afsøge dets muligheder. Kunstnerne arbejder alle i stort format, og udstillingen kommer til at bestå af de nyproducerede værker, som er blevet til under deres ophold og er lavet specielt til dette projekt. De udvalgte kunstnere spænder over flere generationer og vidt forskellige udtryk ud fra et ønske om at anlægger flere undersøgelsesflader og perspektiver på stentrykket, så udstillingen samlet kommer til at afspejle mediets mangfoldighed. Nogle af kunstnerne har allerede mange års erfaring med stentrykket, mens det for andre er første gang, de stifter bekendtskab med teknikken og dens kunstneriske muligheder. Siden dets opfindelse i 1798 har stentrykket fascineret generationer af billedkunstnere frem til i dag, ikke mindst fordi det har givet dem mulighed for at arbejde langt mere spontant, end de tidligere kendte trykteknikker tillod. Som teknik er det på en gang en elementær og kompleks proces. Motivet, der tegnes på stenen, overføres direkte til papiret, hvilket kræver stor koncentration, håndværksmæssig kunnen og præcision af den enkelte kunstner. Yderligere er selve trykprocessen ofte uforudsigelig og afhængig af et indgående materialekendskab samt indsigt i både kemiske og fysiske realiteter, hvorfor den oftest udføres i samarbejde med en professionel litograf, der mestrer den vanskelige trykketeknik. 

 

Claus Carstensen

Claus Carstensen


Tóroddur Poulsen fær gott pláss í altjóða viðurkendum tíðarriti

WLT (Sept. 2014) TOC.jpg

Í september-oktober blaðnum hjá bókmentatíðarritinum World Literature Today sleppur føroyski høvundurin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen at breiða seg yvir heili tríggjar síður við yrkingum og myndum úr Planks, sum Randi Ward týddi, umframt, at hann eisini er serstakliga væl plaseraður í innihaldsyvirlitinum omanfyri. 

http://www.worldliteraturetoday.org/blog/coming-september-issue-wlt#.U_tvh_ldWoM

 

AVE: Kensluborin mannfólkapláta av bestu skuffu

UMMÆLI: Frá allarfyrsta stilla gittaratóna, sum ljómar undan nálini og allan vegin í gjøgnum bæði síðu B og P, má hetta sigast at vera ársins fjálgasta pláta. Hon kemur út um mánaðarskifti og er sum gjørd til hesa árstíðina, sjálvt um teir fyrstu sangirnir longu vóru at hoyra í vár og í summar. Meðan hann dregur á luftina og ljósið blaðar hugfarsligt í teimum heystligu bløðunum, er gott at tendra eitt kertuljós, skonkja sær eitt krúss av onkrum góðum ókompliseraðum bygdate við mjólk í og síðani njóta hesa organisku, musikalsku og kenslubornu heildina hjá teimum báður Petur Pólsson og Benjamin Petersen, sum saman kalla seg AVE. Og hvørki mjólkatemunnurin ella øll heimsins vinaligastu lýsingarorð merkja tað sama sum, at plátan í sínum fjálga rundleika er vandaleys, tí tað er hon als ikki. Har er dýpd og hjartablóð og í summum førum er tað eins og sjóðar ein botnleys avgrund av hjartasorg undir uppgerðarorðunum.  

Benjamin Petersen leggur út við einari svalligari, ópretentiøsari og einfaldari kærleiksvísu, men heldur fram við Oyðin, sum er mín yndissangur í løtuni, vakur, dramatiskur og dynamiskur. Benjamin Petersen dugir ómetaliga væl at syngja á ein hátt sum tykist púra ómakasleysur, lættur, samstundis sum hann ber fram eina ørgrynnu av kenslunuansum. Petur Pólsson er ikki nakar stórur sangari, men tað leggur hann heldur ikki upp til. Eisini hesum viðvíkjandi er plátan heildarmerkt. Hon er upptikin live í Studio Bunkarin, har teir tykjast hava raðfest huglag, vinarlag og innileika framum t.d. tónareinleika. Tónamyndin kennist gjøgnumskygd so at skilja, at tey ymsu ljóðførini hoyrast frá hvørjum øðrum, ljóðið er í sær sjálvum ótrúliga behagiligt. Og sjálvt um eg nú sigi, at plátan tykist eitt sindur low tech akustisk, so er altso einki low yvir hvørki tónleikarum ella framleiðsluni sum heild. Ein ørgrynna av framúrskarandi tónleikarum er við á plátuni og Dave Collins, ið hevur mastrað, er sera royndur og kendur maður innan mastring. Rustikt vakri, einfaldi og feminint maskulini plátuhúsin hjá Jón Sonna Jensen rakar fullkomiliga huglagið í tónleikinum. Húsin er matt gráur við einum ávikavist bláum og grønum rundum, dekorativum blómumyntstri, ið snarar seg kring nøvnini á teimum báðum AVE monnunum.

Vit vita av, at Petur Pólsson skrivar góðar sangtekstir og at hann hevur ein sannførandi dramatiskt dapran patos, tá hann ber teir fram t.d. í deydningapolkaini Lík líkum, sum eina løtu fekk meg at hugsa um tónleikabólkin Kaizers Orchestra, men AVE halda takk og lov ikki heilt líka nógvan gang sum teir herligu norsku jassarnir, ið góvu undirritaðu ein nokk so strævnan ýlitóna í oyrað á sinni, tá teir spældu á G. Síðsta lagið á síðuni hjá Peturi Pólsson er eitt vakurt sálma- og countrykent lag, har mælt verður til at leggja allar byrðar frá okkum. Uppbyggiligi teksturin brýtur eitt sindur frá og bloytir upp tað annars nokk so náttarmyrka tekstuniversið, har deyðin hevur ein eyðsýndan høvuðsleiklut, antin tað er deyðans symfoni, deyðin í grøvini ella tað er vit livandi deyðu, sum alt lívið halda kós móti grøvini, sum hann lýsir.

Arr eitur fyrsti sangurin, sum eg hoyrdi á útgávuni, hann er síðst á síðu B – hetta er næstan eitt slag av tribute to Tinganest-sangi, tvs. ein hugnaligur, countryklingandi, bygdasligur felagssangur millum vinmenn, niðurlagið minnir kanska serliga nógv um lagið Annan sang hjá Tinganest. Nú skrivi eg vinmenn heldur enn vinfólk, tí sjálvt um onkur yndislig kvinnurødd hoyrist á plátuni, haldi eg í grundini, at AVE er ein ordans mannfólkaútgáva við mannligum sjónarhorni, mannligum hugsunarhátti, mannfólkasangi og mannfólkakórum. Og tá tað verður gjørt so væl og so sjarmerandi sum her, er tað líka til at blíva mannfólkafjeppari av. Í fleiri av tekstunum hómast ein vilji til uppgerð og sjálvtilvitan. Arr er einasti felagssangur á útgávuni, teir báðir Benjamin Petersen og Petur Pólsson syngja saman tekstin, har talað verður til ein fyrrverandi maka: “Virði meg sjálvan meir enn so enn at dragast í tínari øsku,  hangi ikki mína tilveru uppá tín knaga...”. Í sanginum Oyðin ljóðar tað speiskliga ”eg  haldi ikki tú merkir nógv” um ta kensluleysu lokkagentuna, sum svíkur og lýgur. Í sanginum Títt sanna andlit stendur: “eg havi sæð at tú ert ongin eg havi kent tín andadrátt eg havi sæð títt sanna lyndi eg havi kent tann tú ert// hevði tú roknað við at eg fór í knús tá tú tveitti meg út helt tú eg gekk til grundar nei eg eri sterkari nú enn tá eg sá teg..”.

AVE er kenslur, kantur og dýpd. Allir tekstirnir eru føroyskir og í grundini rættiliga sjáldsamir, tá vit hugsa um uppgerðarhugin og áðurnevnda mannliga sjónarmiðið og tað er altso ómetaliga frískligt at uppliva okkurt, ið minnur um eitt kynstilvitað slag av maskulinari feminismu innan føroyskan tónleik. 

AVE: Petur Pólson, Benjamin Petersen, Mikael Blak, Knút H.Eysturstein, Jan Rúni Poulsen, Per I.Højgaard Petersen, Uni Árting, Jákup Zachariassen, Niels A.Galàn, Bartal Augustinussen, Líggjas Olsen, Teitur Lassen, Óluva Dam, Niclas Thorsteinsson, Mikael Johan Heinesen, Magnus Johannesen, Haukur Grondal, Uni L.Hansen, Jan Lamhauge, Sunneva H.Eysturstein. Framleiðsla: Benjamin Petersen. Mastering: Dave Collins. Húsi Jón Sonni Jensen. Útgáva: Tutl. 

Listaleygardagur

Henda fjórða leygardag eftir Ólavsøku, endin á Hundadøgum, byrjanin á skúlaárinum, er hugurin savnaður um listina. Í Reykjavík er mentanarnátt, og føroysk list tekur lut, eitt nú verða glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson fagnaðir, har teir hanga í Hørpu. Orka fer at spæla í kvøld og filmurin True Love hjá Heiðriki á Heygum verður sýndur og mangt annað. Men eisini í Føroyum er ovmikið av list at síggja og fara til, í Ribarhúsi í Fuglafirði ber inntil 26.aug. til at síggja ljósskygdar myndir hjá Zachariasi Heinesen.

Men tað ber eisini til at njóta listina við hús, beint nú havi eg t.d. fingið eina undurvakra plátu, sum eg um eg gleði meg at lurta eftir og skriva um. Eg fekk eisini heimsins besta pakka í gjár við einum elalítlum nelli av einari mynd hjá Hanna Bjartalíð og aftanfyri myndina,  hevði hann lagt mær eina deiliga fjøl, eina blondinu av einum træfiguri, sum eg gleði meg at fáa uppá veggin. Og hon er so deiliga lítil, at eg í grundini fer at bera til at fáa hana upp á okkara myndavtaglaða vegg. Eftirhondini eigi eg fleiri skøltamyndir hjá Hanna Bjartalíð, sum eg haldi vera millum míni mest lívsjáttandi listaverk. Og so siti eg mitt í dramatisku, stóru skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen, sum gjøgnum gjølligar persónslýsingar málar eina stórsligna mynd av óndskapinum í Europa fram móti øðrum veraldarbardaga. Eg gleði meg at lesa víðari, men fyrst kemur her ein deiliga heystlig yrking úr frálíka savninum Eg eri næstur (2013) hjá Oddfríði M.Rasmussen, sum eg júst havi lisið umaftur.

 

Glopp

 

Meðan bløðini troystarleys falla til jarðar

og regnið tyngir ferð teirra móti oyðandi gapum,

 

flúgva feigir fuglar í minni mínum.

Eg bukki meg fyri tí farna.

 

Leggi meg niður í gylta grasið

At lurta eftir urinum,

 

ið gongur í tómgongd.

Meðan bløðini og droparnir

 

soleiðis

falla niður á munnin,

 

verður skrokkur mín borin

burtur av túsund skríðandi tankaormum,

 

sum fara við mær,

sum sólin fer við døggini.



AVE og Tuxedo Rebels í Sirkus

Í summar hevur serliga ein tónleikaútgáva verið nógv spæld í útvarpinum, ella í hvørt fall havi eg í serligan mun lagt merki til hesa einu útgávuna hjá Petur Pólsson og Benjamin Petersen, sum kallast AVE, har teir hava hvør sína síðu við fimm sangum umframt ein sang í felag. Teir sangirnir, sum eg hava bitið merki í, hava okkurt serligt, sum eg fyribils havi eitt sindur ilt við at seta orð á, men sum lurtari følir tú, at her eru kenslur uppá spæl. At hoyra nýggjar, áhugaverdar, kenslubornar føroyskar sangtekstir - tað hendir hóast ikki á hvørjum degin inna føroyskan popptónleik. - Arr eitur fyrsti sangurin, sum eg hoyrdi á útgávuni - tað er næstan eitt slag av Tinganest-sangi, tvs. ein hugnaligur, countryklingandi, bygdasligur felagssangur millum vinir, niðurlagið minnir kanska serliga nógv um okkurt lag hjá Tinganest (Annan sang). Men har er kantur og dýpd í hugnanum, tí teksturin er rættiliga álvarsamur og í grundini sjáldsamur, serliga hugsað frá einum mannligum sjónarmiðið. Talan er næstan um eitt maskulint slag av feminismu, ein hug til uppgerð og sjálvtilvitan. Tað eru teir báðir Benjamin Petersen og Petur Pólsson syngja saman tekstin, har talað verður til ein fyrrverandi maka: “Virði meg sjálvan meir enn so enn at dragast í tínari øsku,  hangi ikki mína tilveru uppá tín knaga...”. 

AVE - mynd Christa Reynheim

Í kvøld fara Tuxedo Rebels av hava konsert í Sirkus, men AVE verður eisini á skránni, tí har umskarast bólkarnir báðir hjá Petur Pólsson, Benjamin Petersen og Knút Háberg Eysturstein, sum framføra saman við øðrum musikalskum monnum. Tuxedo Rebels hava í summar givið plátu út og spælt á G! Festival, á Vestanstevnu, á F'ljóð konsert, í Tutl handlinum og sum partur av AVE REBELS Á FERÐ konsertferðini í Havn, Gøtu og Mykinesi farna vikuskifti. Eitt stað stendur eftir óvitjað. Tað er Rebellunum kært, og tískil verður síðsta konsertin hetta summarið spæld í Sirkus hóskvøldið kl 21.


Manning:
Petur Pólson: sang
Knút H. Eysturstein: sang, gittar, tangentar
Benjamin Petersen: gittar, mandolin, kór
Per I. Højgaard Petersen: trummu, percussion
Karl Andrias Stórá: bass

Konsertin er ókeypis.




Improvisatión og spontanitetur við Teitur Lassen og Kresten Osgood

 

teitur-osgood_top415.jpg

Tá eg spyrji Teitur Lassen um skránna til midnáttarkonsertina 1.november, tá hann og Kresten Osgood fara at spæla saman, fær hann ikki svara mær heilt neyvt, men eingin ivi er um, at konsertin verður spennandi. –“Eg var gestur hjá Kresten Osgood Og hvad er klokken á Jazz festival í Køge í summar. Tá var avgjørt hvat ið vit spældu ca. 5 áðrenn vit fóru á pallin. Rokni við at tað verður í tí andanum. Tað skal vera farligt, stuttligt og nýtt. Tað er nokkso nógv tað, sum Kresten umboðar. Nógv improvisation og spontanitetur.”. Teitur Lassen heldur nógv av Kresten Osgood, sum hann sigur hevur inspirerað seg. Báðir tónleikararnir byrjaðu sína tónlistaleið á Holstebro Musikskole. Kresten Osgood er kendur danskur jazztónleikari, hann spælir trummur, men hevur eisini onkuntíð tikið kjansin sum smakkdómari í DR mentanarsendingini við sama heiti. Kresten Osgood er tað slagið av tónleikara, sum tú leggur merki til, tí hann tykist so ómetaliga nærverandi, intensur og musikalskur. Tað sama kunnu vit jú siga um Teit Lassen og tí kann konsertin ikki gerast annað enn góð. Tað kundi verið upplagt hjá Norðurlandahúsinum at bjóða teimum báðum heim at halda konsertina har eisini.

Scene: Skuespilhusets foyer

Titel: Teitur & Kresten Osgood 
Kunstart: Midnatskoncert 
Spilleperiode: 01. nov. 2014 - 23:59 
Varighed: Ukendt (opdateres) 
Pris: 195kr 
Spilledatoer: 
01/11 

 http://kglteater.dk/det-sker/forestillinger/sason-2014-2015/koncert/midnatskoncert-teitur-og-osgood

 

In search of lost time - áhugaverd framsýning í Galleri Specta

Daniel Svarre           ©

http://www.specta.dk/

In Search of Lost Time : Nel Aerts, Eva Steen Christensen, Peter Holst Henckel, Andreas Schulenburg, Daniel Svarre, Svend-Allan Sørensen

Fríggjadagin verða nógvar ferniseringar í Keypmannahavn. Ein teirra verður á gallarínum Specta, sum eg loyvi mær at viðmæla frammanundan, tí har plagar at vera áhugaverd samtíðarlist á skránni. Og so kenni eg eisini tveir av listamonnunum, Svend-Allan Sørensen og Andreas Schulenburg, sum báðir fleiri ferð hava arbeitt og framsýnt í Steinprenti. Í fjør hevði hann eina ta stuttligastu og bestu listaframsýningin, sum eg havi sæð í Føroyum Afturvendandi á framsýningini vóru amboð úr gerandisdegnum, sum tóktust brúkt á skeivan hátt, t.d. var eitt skrúvublað parað við einum seymi, eins og blóðspor vóru á teirri stóru tøvdu køkurulluni, hobbyknívinum osfr. Eg upplivdi mótsetningarnir millum tað mjúka, tøvda tilfarið og tey hvøssu myndevnini hugtakandi. Verkini hjá Andreas Schulenburg eru løtt at avlesa, myndevnini eru einføld og litirnir eru bjartir, so at tey á yvirflatuni minna um popplist ella um samfelagskritiska list frá sjeytiárunum, men tú skalt ikki hyggja serliga leingi, fyrr enn tú leggur til merkis politiskt ókorrekta skálkabrosið, ta óuppbyggiligu absurdismuna og óítøkiliga fleirtýdnið.

Svend Allan Sørensen             ©

Svend-Allan Sørensen fekk fyri kortum ta stóru Queen Sonja Art Award. Hetta er eitt satt bragd, sum merkir, at hann verður mettur at vera bestur innan norðurlendskan grafikk. Steinprent og Føroyar hava fingið ómetaliga stóran týdning fyri Svend-Allan Sørensen, og hann kemur aftur at arbeiða í Steinprenti í vetur. Hann følir seg heima í ráu føroysku náttúruni, sigur hann og á verkstaðnum spríkja verk frá hansara hond, sum eru til stóran lblástur - ikki minst hjá føroyskum listafólkum og áskoðarum, sum í teimum síggja nakað øðrvísi. Svend-Allan Sørensen er nevniliga konseptlistamaður, ið arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ikki sjáldan involvera orð. Í einum træprenti stendur til dømis við stórum, skornum, skeivum bókstavum "Ca caw motherfuckers". Útbrotið er eyðkent fyri tann coola og stuttliga stílin hjá listamanninum, sum ofta sameinir skálkabrosið við djúpum og inniligum álvara og ikki sjálvdan tykist sjónarmiðið vera í fuglahædd. Á framsýningini í Specta hevur Svend-Allan Sørensen prent frá Schäefer Grafiske Værksted trý portrett, sum hann gjørdi í Steinprenti og sum vóru við á framsýningini Ordbilled Billedord í Norðurbryggjuni herfyri.


Nýggja framsýningin í Galleri Specta eitur In Search of Lost Time, og hon snýr seg altso um tíð. - Tíð er um somu tíð ítøkilig fortreyt og eitt abstrakt hugtak, tíðin gongur frameftir ongantíð hinvegin og allíkavæl kunnu minni og upplivingar ávirka tíðarkensluna. Upplating verður fríggjadagin 22.august klokkan 17.

Prentið gjørdi Andreas Schulenburg í Steinprenti fyri tveimum árum síðani              ©

Prentið gjørdi Andreas Schulenburg í Steinprenti fyri tveimum árum síðani              ©

Rustur sum viður og vindur - nýggj prosabók hjá Tóroddi Poulsen

Fyri bókaelskarar og mentanaráhugað annars er heystið ein glæsilig árstíð. Áðrenn vit vita av ýðir í spennandi framsýningum, sjónleikum, konsertum (sum summarið eisini hevur verið fult av), og ikki minst er hetta tíðin, tá bøkurnar koma, m.a. hendan bókin hjá Tóroddi Poulsen, sum er ein nýggj prosabók. Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur út. Tóroddur Poulsen hevur sjálvur gjørt ta vøkru bókapermuna

Harrarnir Vitandi og Alvitandi skoða eina kópakonu


Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen er komin og verður løgd fram í Steinprenti 29.aug. kl 17, tað vil siga komandi fríggjadag og øll eru vælkomin til bókaframløguna. Meðan vit bíða, kunnu vit stytta okkum stundir við at flenna at smáu tekstunum, sum høvundurin hevur skrivað í síni ógvuliga originalu reklamukampanju. Higartil eru tveir tekstir komnir og nú hesin aftrat.

-Hm…
-Hm, hvat?
-„Dreymsins tröllvaxna sorg á knæbóndans framhoknu herðum…“
-Knæbóndi, hann forgroni meg…handan boppudiddan…ein knæbóndi…
-Eg sipaði nú til Ezra Pound, gjørdi eg…
-Essa hvønn…
-Ezra segði eg, Ezra Pound, tá ið hann sang har suðuri í Pisa eftir kríggið og var…
-Eg veit so bara um ein Essa og hann sang ikki nakrastaðni…síðst av öllum í Pisa…
-Men Pound, veitst tú, hann var eitt víðgitið amerikanskt skald…modernistur par excellence sum tey siga…
-Ja, tað kann eg ætla… og gera kópakonur til knæbóndur, tað er yrking við lít…at halda skattaborgarans góða skil fyri tað turra spott… tað eigur at vera ein lystig list….
-Isi nú hann sjálvur, isi…tað var nú bara tað, at eg kom soleiðis hissini at hugsa um hina standmyndina…í Havn…Traðarmannin uttan fyri ráðhúsið….tað ímyndina av einum slitmanni…
-Nei, salt komi í reyvarskinnið sum tú altíð skalt fáa alt til Havnar, títt spring-hövd…ímynd av einum slitmanni..suðuri í Havn…hvat hevur nakrantíð tyngt háls og axlar á nökrum Havnarmanni uttan í mesta lagið slips og innifrakki…tú…
-Eg meinti nú við føroyingin sum heild, ha? Arbeiðstrælin gjögnum öldirnar…á sjógvi og landi, í fjöru og haga…Pound hevur empati, sært tú…samkend við teimum trælkaðu, hann vísir á, hvussu sögan vil fara við teimum stórmennum, sum taka handskan upp fyri smámannin, ha…tey hava verið krossfest, húðflett, hongd upp eftir hælunum og…
-Eg leggi ikki ein lakasaltaðan lort í, hvønn sögan hongur upp eftir halanum... vit fletta so bara skinn av seyði her norðuri, gera vit, og konufólkið, tær klára at lata seg úr sjálvar, saktans, og gera tað glaðar, hvat handa vinstraræstnaða rak-lippan so bloggar úr Sørvági…
-Men var ikki okkurt um hatta hjá henni alllíkavæl…at kópakonan átti at hugt til havs…
-Til havs?
-Haðani hon kom…
-Kom..hon kom til búgvið borð, gjørdi hon…
-Men sögnin…
-Ja, rak-lippan kann hagreiða sögnina sum hon vil, tað ger okkum ongan mun her…
-Jú, men tað er nettupp tað eg royni at siga, ha… standmyndin er ikki öðrvísi enn tíðarandin hevur snarað sögnini…hon vendir líkasum broddin móti móti tí trælkaða føroyinginum, móti innlögumanninum…óbeinleiðis ið hvussu er…og soleiðis verður kallkynið alt sum tað er ímyndin av einum belsmanni og einum konubukara…eg meini, samanum tikið, er hetta ikki serliga væl úthugsað list …ha…
-Hetta er okkara list, tú…soleiðis vilja vit síggja her norðuri…og tað hvörki í myrkri ella mjörka, tað kann eg forsalta tær fyri, hin gamli….
-Altso en d'autres termes…list fyri hoi polloi…
- Hoy-polla tær sjálvum, kanst tú, tín turrsaltaði Kinnu-dandari…tú og hasin hattamaðurin hjá tær…
-Álvaratos…hoi polloi er nú bara griskt og tað merkir…
-…at ganga við hattinum kíkaðum niður fyri eyguni og billa sær inn at síggja betur enn onnur…gud forsalti seg, tað sigi eg bara…
-Og kortini ætlar tú tær í Steinprent fríggjadagin í komandi viku…
-Tað kanst tú marinera tær pillið uppá…onkur norðingur má til, skal glotti vera í myrkrinum har suðuri…
-Men so minnist tú, meðni, at tað er klokkan seytjan tiltakið byrjar…
-Ja, forturkað.

Gull úr goymsluni

Listafólk og fólk í list

20. august letur framsýningin Listafólk og fólk í list upp á Listasavni Føroya. Úr listagoymsluni eru dýrgripir funnir, ið mynda menniskju.

 Goymslan á Listasavni Føroya er á tremur við list – fleiri enn 2000 listaverk. Á framsýningini Listafólk og fólk í list eru verk leitað fram, ið øll hava menniskjalýsing til felags.

Framsýningin fevnir millum annað um andlitsmyndir, strikumyndir og sjálvsmyndir. Alskyns sløg av fólki eru at hitta í verkunum, bæði børn, abstraktar kvinnumyndir og hábærsligir menn. Á framsýningini er eitt breitt úrval av verkum og listafólkum umboðað – alt frá tekningum til bringumyndir, frá S.J. Mikines til Bárð Oskarsson.

Verkini sýnast fram eftir myndevni, soleiðis at møguleiki verður at uppliva ymisku teknikkirnar, listafólkini og samtíðarrákini í einum dynamiskum samanhangi.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

 

 

 

 

 

I Am a Painting - Nýggju myndirnar hjá Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy Frank Dodd                                                                                                                                      ©

Rannvá Kunoy tók lut á Ólavsøkuframsýningini 2014 við trimum málningum, ið onkursvegna brutu frá tí sera fjølbroyttu heildini, og at kalla skaptu sítt egna rúm í framsýningini. Hesir málningarnir vitja okkum á veg til Biel, har teir verða partar av einari stórari framsýning í listahøllini Centre PasquArt. Tað er ikki ofta, vit uppliva myndirnar hjá Rannvá Kunoy, sum longu við debutframsýning síni í Listasavninum í 1999 sýndi serligt format. Framsýningin  bar boð um eina serstaka listakvinnu, ið longu á ungum aldri heldur enn fegin vaðar út í tað djúpa og sum á ongan hátt ræðist tað listarligt ekstrema. Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, men hevur í nógv harrans ár búð í London, har hon nam sína listarligu útbúgving. Vit kunnu siga, at hennara fyrsta serframsýning á ein hátt varð íblást av somu hugsanum, sum sóust í konseptlistini hjá ungu listafólkunum (Young British Artists) í bretskari list í nítiárunum, men kunnu samstundis ásanna, at Rannvá Kunoy longu tá, 24 ára gomul fann fram til byrjanina til sítt serstaka myndamál, sum nú stendur í fullum og sjálvstøðugum blóma. Eftir ta stórfingnu byrjanina gekk drúgv tíð áðrenn vit aftur sóu nakað til verkini hjá Rannvá Kunoy og soleiðis hevur gongdin verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum. Verkini hjá henni eru avbjóðandi - har tað í amerikanskari fagurfrøði hevur ljóðað: What you see is what you get, kunnu vit kanska siga tað øvugta um myndirnar hjá Rannvá Kunoy. Tí her loysir tað seg veruliga at vera tolin og hyggja leingi Tá sært tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær. Málningurin Frank Dodd er úr røðini “I Am a Painting”, sum snýr um málarí á tremur í tilsipingum til listasøguna hjá málarínum. Framman fyri hesari myndini kemur áskoðarin í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan royndum áskoðarans av definera. Og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonala flatu. Hetta kemst m.a. av teimum nógvu, tunnummálingaløgum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini, og haraftrat skínur málingin út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina. Hetta ger hon við rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan so sanniliga er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Bygnaðurin í myndini er ógvisligur og avgjørdur, samstundis sum hann hevur ómetaliga fínligan og kenslubornan dám. Blái liturin í Frank Dodd og í hinari minnu myndini er ógvuliga serstakur og skyggjandi, í onkrum ljósi gerst hann næstan violettur og aðrastaðni gerst hann meira gráur, men allastaðni er hann følin, tað er greitt, at listakvinnan brúkar litir við atliti til kenslur. Myndaheitini hjá Rannvá Kunoy hava sína heilt egnu søgu, sjálv heldur listakvinnan, at teir eru eins og køkuglasurur. Verkini klára seg uttan glasur, men glasururin ger kanska upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Heitini hjá Rannvá Kunoy minna um reklamuslogan, sum tíðum fáa eina løgna vend. Heitið Frank Dodd sipar til eina amerikanska lóg, sum var gjørd við teirri ætlan, at sonevndir whistleblowers lættari skuldu kunnu avdúka korruptión og ólógligan handil í bankaheiminum. Men nógv vilja vera við, at henda lógin í veruleikanum var eitt slag av múlabandi, ein atgerð, sum í roynd og veru loyvir brotsmonnunum sjálvum at rudda upp í egnum brotsgerðum. Tó at frástøðan millum fíggjarheimin og nonfigurativa málningin kann tykjast long, so eru hesar atgerðir, ið verða framdar og sum ávirka mong menniskju, óítøkiligar á sama hátt sum flatin á myndunum hjá Rannvá Kunoy er tað. Upprunaliga stavar heitið Dodd Frank frá tveimum persónum og hetta hevur sjálvandi eisini við sær, at áskoðarin av sær sjálvum leitar eftir einum andliti ella eini frásøgn í myndini. Heitið á teirri minnu bláu myndini er Pentobarbital, sum er evnið, ið summir amerikanskir statir brúka í sambandi við deyðarevsing. Aftur uppliva vit eina greiða andsøgn millum ta undurvøkru dreymamyndina við kensluborna bláa rúminum og tað óhugnaliga harða heitið, hesa doyvandi sproytuna, sum í lógarinnar navni tekur lívið av menniskjum. - Le Nationaliste er eitt ógvuliga øðrvísi verk við meira grafiskum litárini, reytt, blátt og hvítt sum í føroyska Merkinum ella amerikanska Stars and Stripes. Men samstundis sum myndirnar sostatt minna um fløgg, sum vit assosiera við makt, greiðar reglur og landamørk, er aftur okkurt flótandi yvir hesari myndini, sum fær áskoðaran at ivast. Heitið tykist ikki serliga positivt og av tí, at tað ljóðar sum um talan er um ein persón, fær tað aftur áskoðaran at leita eftir einum menniskjaskapi í myndini. Hesar tríggjar myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru á so mangan hátt óítøkiligir eins og visiónir, ið appellera til okkara tankar og assosiatiónir. Samstundis eru teir ítøkilig dømi um ein føroyskan málara á altjóða stigi, sum júst í hesum árum er í ferð við at leggja okkurt nýtt aftrat málningalistasøguni. 

Rannvá Kunoy: Le Nationaliste                                                                                                                                  ©

Ólavsøkuframsýningin 2014


 

Móti við listarligari dýpd

Tað má sigast at ganga serstakliga væl hjá Barbaru í Gongini, hvørs design nú av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendska avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Niðast er t.d. ein fín grein, sum stendur at lesa í Fashion Forum, ið hevur verið backstage meðan sýningin hjá Barbaru í Gongini læt upp donsku mótavikuni herfyri. Í greinini verður upplatingarshowið lýst sum ein sameining millum listarliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Tað er av sonnum áhugavert at síggja hvussu væl Barbara í Gongini torir at bróta vanliga mótaformin bæði í sínum klædnasniði, men kanska serliga í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, um at tora at stinga út og vera øðrvísi og á tann hátt koma framum. Tá tvær modellir hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd, har áskoðarin fær eina kenslu av teim mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Eg eri púra samd við greinaskrivaranum í, at showið hjá Barbaru í Gongini er gandakent. Úr mínum egna føroyska sjónarhorni, kann eg leggja aftrat, at tað er frálíkt at síggja hvussu føroysk list blómar á nýggjum og øðrvísi crossover pallum. 

fashionforum.dk/2014/08/19/barbara-i-gongini-modeshowet-er-magisk/

 

www.youtube.com/watch?v=lGesXeWLpow

 

Sandoyarstevnan 2014

Janus Kamban og Hansina Iversen - Listasavnið á Sandi er altíð vert eina vitjan

Skráin 22. – 24. August

Fríggjadagur 22. august 2014

14:00-16:00     Listasavnið er opið - (kostn. 50,-)

18:00-21:00     Tivoli – Tombola/Fiskibrunnur

18:00-21:00     Tivoli – Hoppiborgir - (armband, kostn. 30,-)

18:00-21:00     Tivoli – Tarvaríðing/Sumowrestling - (kostn. 30,- vaksin, 10,- børn)

18:00-04:00     Kafé/Barr í Virkinum

18:00-20:00     Biografurin undir Gøtuni 10 sýnir tríggjar stuttfilmar hjá Sakaris Stórá. Sýning byrjar 20. hvønn minutt. Filmarnir eru: Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun - (kostn. Hvør sýning: 30,-)

18:00-21:00     Málningaframsýning í Virkinum – Listafólk úr Sandoynni: Turid Olsen, Hanus Johannessen,

Randarsól Kristiansdóttir, Annika Joensen, Arnold Ludvig og Annika Hjalt Edvardsdóttir

21:00-22:00     Konsert í Virkinum við MonkeyRat Band ft. Elin Heinesen - (kostn. 90,-)

22:30-02:30     Blacksheep spælir á Kafé/Barr í Virkinum - (kostn. 50,-)

 

Leygardagur 23. august 2014

10:00-12:00     Morgunmatur – Sands Kommuna bjóðar ókeypis morgunmat á ovaru hædd í Bókasavninum.

12:00-15:00     Barnatiltøk á sandinum – Kapping: Bygg flottasta slottið úr sandi - (ókeypis)

NB! Klárt er at byggja frá kl 9.00!  Vinningur: Bowlingtúrur fyri 4 børn.

Børn koyra traktor, jollurtúrar í ánni - (kostn. 20,-), Skattajakt - (kostn. 40,-) –

Eisini verða spøl til tey minstu.

Matpakkasøla - vit fylla tær mateskjuna fyri 40 kr

14:00       Stevnan verður sett – Brandur Sandoy ber fram røðu uttan fyri Virkið

14:00-16:00     Listasavnið er opið - (kostn. 50,-)

14:00-16:00     Kunningarstovan hevur opið.  Myndaframsýning av gongdini, tá bundið var uppá Rættarsteinin.

14:30-22:00     Tivoli – Tombola/Fiskibrunnur

14:30-22:00     Tivoli – Hoppiborgir - (armband, kostn. 60,-)

14:30-22:00     Tivoli – Tarvaríðing/Sumowrestling - (kostn. 30,- vaksin, 10,- børn)

14:30-21:00     Málningaframsýning í Virkinum – Listafólk úr Sandoynni: Turid Olsen, Hanus Johannessen,

Randarsól Kristiansdóttir, Annika Joensen, Arnold Ludvig og Annika Hjalt Edvardsdóttir

14:30-23:00     Matsøla í Virkinum – við fjølbroyttari matskrá

14:30-04:00     Kafé/Barr í Virkinum

15:00-15:30     Listasavnið: Solo Bass konsert við Arnold Ludvig

15:00-18:00     Fornminnissavnið Í Koytu er opið

15:00-18:00     Framsýning av gomlum myndum í Akselsa Handli

15:00-20:00     Biografurin undir Gøtuni 10 sýnir tríggjar stuttfilmar hjá Sakaris Stórá. Sýning byrjar hvønn 20. minutt. Filmarnir eru: Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun - (kostn. Hvør sýning: 30,-)

15:00-23:00     “Hoyløðan” undir Gøtuni er opin. Smurt breyð og okkurt at drekka til sølu

15:30       Steypadystur: B71 vs B68 Inni í Dal

16:00       Túrur til Rættarstein v/ Hannu á Reynatúgvu –

(kostn. 50,- vaksin, ókeypis fyri børn undir 12 ár v/ vaksnum)

17:00-18:00     Fótbóltsdystir á lítlavølli:

17:00       Kvinnur vs Kvinnur – Tippast kann um vinnaran / úrslitið - (kostn. 20,- pr. seðil)

        Vinningar: Gávukort frá Ellubitanum (Virði kr 200,-) / Atgongumerki til dansin (Virði kr 175,-)

17:30       B71 Old Boys vs B71 Dreingir 14  – Tippast kann um vinnaran / úrslitið - (kostn. 20,- pr. seðil)

        Vinningar: Gávukort frá Rólant Vidtfeldt (Virði kr. 200,-) / Atgongumerki til dansin (Virði kr. 175,-)

18:00       Útimøti við Frelsunarherinum

18:00-00:00     Grillað íslendskt lambskjøt - (kostn. 100,-)

00:00       Midnáttarrøða á Ljósafløtti.  Poul Klementsen ber fram røðu – felagssangur verður aftaná

00:30-04:00     Dansur verður í Virkinum við Terja, Eyðun, Kim & Arnold - (kostn. 175,-)

 

Heimasandsvegur verður stongdur ímillum Eldhús og Bank Nordic leygardagin frá kl. 13:00 til 01:00.

 

Sunnudagur 24. august 2014

12:00       Guðstænasta í Sands kirkju við Jákup Reinert Hansen Presti