Eitt fransbreyð, eitt hálvt rugbreyð og bløðini
/Í gjár bórust bestu tíðindi, sum hava verið at hoyrt leingi. Dimmalætting, sum fór á húsagang í fjør, verður endurreist av fýra monnum, Sveini Tróndarson, Leif Láadal, Emil L. Jacobsen og Georg L. Petersen saman við eigaranum av blaðnum, hugsjónarmanninum, Pól Hansen. Ætlanin er at gera eitt vikuskiftisblað, sum fer í dýpdina við áhugaverdum málum, bæði politikki, vinnulívi og øðrum. Sambært Sveini Tróndarson er ætlanin eisini at geva mentanini pláss í blaðnum, sum harafturímóti ikki í serliga stóran mun fer at snúgva seg um ítrótt. - "Vit mangla ein viðgerandi privatan miðil, sum torir at leggja trýst á, og tann leiklutin taka vit á okkum", lovar Sveinur Tróndason og heldur fram: "Journalistiskt skal blaðið byggja á herðarnar á gomlu Dimmu, og lutvíst eisini hvat innihaldi viðvíkur".
Hetta er alt samalt søtur musikkur í oyrunum á undirritaðu, sum gleðir seg at spáka oman í Keypsamtøkuna onkran leygarmorgun í nærmastu framtíð og keypa eitt fransbreyð, eitt hálvt rugbreyð og bløðini bæði tvey, takk!