Listaleygardagur

Henda fjórða leygardag eftir Ólavsøku, endin á Hundadøgum, byrjanin á skúlaárinum, er hugurin savnaður um listina. Í Reykjavík er mentanarnátt, og føroysk list tekur lut, eitt nú verða glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson fagnaðir, har teir hanga í Hørpu. Orka fer at spæla í kvøld og filmurin True Love hjá Heiðriki á Heygum verður sýndur og mangt annað. Men eisini í Føroyum er ovmikið av list at síggja og fara til, í Ribarhúsi í Fuglafirði ber inntil 26.aug. til at síggja ljósskygdar myndir hjá Zachariasi Heinesen.

Men tað ber eisini til at njóta listina við hús, beint nú havi eg t.d. fingið eina undurvakra plátu, sum eg um eg gleði meg at lurta eftir og skriva um. Eg fekk eisini heimsins besta pakka í gjár við einum elalítlum nelli av einari mynd hjá Hanna Bjartalíð og aftanfyri myndina,  hevði hann lagt mær eina deiliga fjøl, eina blondinu av einum træfiguri, sum eg gleði meg at fáa uppá veggin. Og hon er so deiliga lítil, at eg í grundini fer at bera til at fáa hana upp á okkara myndavtaglaða vegg. Eftirhondini eigi eg fleiri skøltamyndir hjá Hanna Bjartalíð, sum eg haldi vera millum míni mest lívsjáttandi listaverk. Og so siti eg mitt í dramatisku, stóru skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen, sum gjøgnum gjølligar persónslýsingar málar eina stórsligna mynd av óndskapinum í Europa fram móti øðrum veraldarbardaga. Eg gleði meg at lesa víðari, men fyrst kemur her ein deiliga heystlig yrking úr frálíka savninum Eg eri næstur (2013) hjá Oddfríði M.Rasmussen, sum eg júst havi lisið umaftur.

 

Glopp

 

Meðan bløðini troystarleys falla til jarðar

og regnið tyngir ferð teirra móti oyðandi gapum,

 

flúgva feigir fuglar í minni mínum.

Eg bukki meg fyri tí farna.

 

Leggi meg niður í gylta grasið

At lurta eftir urinum,

 

ið gongur í tómgongd.

Meðan bløðini og droparnir

 

soleiðis

falla niður á munnin,

 

verður skrokkur mín borin

burtur av túsund skríðandi tankaormum,

 

sum fara við mær,

sum sólin fer við døggini.