Ein stór skaldsøga við ferð á inn í myrkrið
/Myndina tók Randi Ward
Steinprent verður í dag karmur um eina sanna stórhending innan føroyskar bókmentir, tá nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” kemur út og verður framløgd. Liðin eru níggju ár síðani síðsta skaldsøga hansara kom út, men hetta tíðarskeiðið hevur Carl Jóhan Jensen umframt at skriva skaldsøguna, tikist við ymiskt annað, m.a. hevur hann skrivað politiskar viðmerkingar og hugleiðingar, sum vórðu givnar út undir heitinum “Apuvit og heimastýrið” og hann hevur eisini útgivið síni sonevndu nýskjaldur, sum hann hevur framført nógva staðni. Við Hinum Føroyska Skjaldraveldinum fann hann uppá eitt slag av politiskari internetsatiru, sum ikki er sæð hvørki fyrr ella síðani. Harumframt hevur hann latið úr hondum eitt framúrskarandi yrkingarsavn “September í bjørkum, sum kanska eru bláar”. Tað var í 2005, at tann mikið umrødda mega-skaldsøgan “Ó - Søgur um–djevulskap” kom út. Høvundin útnevndi hana sjálvur til frægastu bók í áratíggjur og burtur úr hesum kom sum væntað eitt sindur av tí rokilsi, sum høvundin hevði ætlað. Í fleiri ár var Ó eitt slag av akademiskari lakmus-roynd her heima og spurningurin “Hevur tú lisið Ó?” varð ofta havdur á lofti saman við smáum kekkspurningum um Mattias Danielsen og hini ó-fólkini.
Og føroyski trúboðin, Mattias Danielsen er ein av mongum í ørgrynnuni av hjápersónum í nýggju bókini, sum tó væl kann lesast sjálvstøðugt. Tað er altso ikki neyðugt at hava lisið Ó fyri at kunna lesa “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik”. Eini onnur gleðiboð fyri tey, ið hava miklan lesiskund, kann eg kunngera alt fyri eitt og tað er, at ongar notur eru í nýggju bókini. Í staðin eru átta innskot, har ymiskt verður viðmerkt og diskuterað.
Skaldsøgan er stuttlig í støðum, t.d. í byrjanini, tá tveir menn, sum ikki kunnu torga hvønn annan, møtast, men sum heild er talan um eina ógvuliga dapra søgu, her er eingin hóming av fjálgum og uppbyggiligum fyribrigdum sum eydnu, kærleika, hugna, hita, gleði og vinarlagi. Høvuðspersónur er Benedikt Einarsson, íslendskt skald við áhuga fyri teirri siðbundnu, formføstu listini heldur enn kyknandi modernismuni við øllum hennara ómentaða villskapi. Hann er staddur umborð á einum skipi, s/s Lyru, á veg til Føroya og liggur, sum tað eitt sindur stuttliga eitur í tíðindaskrivinum frá Sprotanum, “og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini”.
Í onkrum bókmentaáhugaðum veitslupráti herfyri harmaðist onkur um, at høvuðspersónurin í hesi eftirstundaðu bókini var íslendingur heldur enn føroyingur og hetta kritikkpunktið er kanska meira skiljandi enn mann skuldi hildið. - Tí bíða vit ikki øll eftir teirri stóru skaldsøguni, sum gongur fyri seg her í Føroyum í okkara tíð við føroyskum høvuðspersónum, ein samtíðarskaldsøga, sum kann greina okkum sjálvi og okkara tíð? Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen er hvørki lokal ella national, hon er í grundini nógv størri enn spurningurin um úr hvørjum landi ella landsparti vit koma. Hetta er søgan um hvussu óndskapur, girnd og óreinska undir røttum fortreytum og kærleikatroti fær brotið sær veg gjøgnum ússaligar lagnur og menniskjaligan veikleika til at gerast ein heil skipan, sum er grundað á viljan til at gera gott fyri tey nógvu, men sum er gjøgnumperverterað av múgvumentalitetinum og trongd múgvunnar at finna onkran at skylda uppá.
Hetta er ein stór, altjóða søga, ein ferð inn í myrkrið sum hjá Joseph Conrad í hansara Heart of Darkness, sum hjá Lars von Trier í Europa-triologiini og í Breaking the Waves ella í 1900 hjá Bernardo Bertolucci. Men at talan er um eitt avrik hjá Carl Jóhan Jensen, kann eingin lesari ivast í. Málið er óvanligt og ríkt, skaldsøgan er ómetaliga samansett. Veruleiki og fiktión er blandað saman og fragmentariska, kaleidoskopiska árinið hevur við sær, at hesin lesarin í løtum endi eitt ávíst lyndi á sær til hugspjaðing og uppvask. Men nú veit eg, at meira tú lesur og longur tú kemur inn í bókina, jú minni letur tú teg ørkymla av tí formliga. Eg ætli mær als ikki undir at greina alt innihaldið í bókini her – bókin er ov drúgv og kompleks til tað, og tó at eg havi lisið hana, eru helst nógvar bókmentaligar og søguligar tilsipingar, sum eg ikki havi fingið við í fyrsta umfari. Hetta er ein bók, sum kann lesast fleiri ferð. Eg rokni við, at kjak verður um kvinnuskoðanina í bókini og tá er umráðandi at minnast til, at kvinnuskoðanin í bókini bæði hevur við tað lýsta tíðarskeiðið at gera og at hugburðurin í sær sjálvum er eitt týdningarmikið lyndiseyðkenni hjá fleiri persónum í bókini. Tað er ikki lukkuligt sum konurnar eru óreinar og ljótar allar sum ein. Teirra lív snýr seg um menn so ella so, og tær eru allar avmarkaðar í konu- móður ella frillu-líki. Høvuðspersónurin er sum ein annar Edvard Munch, hann ræðist kvinnuna og hennara lokkandi evni til at tendra kærleikans einstaklingaupploysandi megi. Lesarin skilir spakuliga, at tað av sonnum er sum hjá Munch, at eisini Einarson er fullkomiliga uppslúktur og hugtikin av kvinnum, og at tað er m.a. óeydnusamur kærleiki, sum leiðir hann yvir í anstygdina. Sum heild er Benedikt Einarson yvirhøvur ikki ein høvuðspersónur, ið er lættur at halda av, ein sjálvhátíðarligur kvinnuhatari, ein ótrúgvur, ábyrgdarleysur persónur, sum rótar seg út í alt møguligt merkiligt. Og sjálvt um vit í skaldsøguni fáa allar hansara grundir lýstar væl og virðiliga, er lesarin neyvan serliga harmur um morfinsproytuna, sum ger enda á honum. Samstundis er Benedikt Einarson ómetaliga væl lýstur sum persónur, menniskjansliga sjálvsøknið og girndin tykist næstan ítøkilig í bókini, eg veit meg heldur ikki hava lisið so um somu tíð detaljeraðar og í grundini óbehagiligar lýsingar av mannligum seksualiteti áður. Fleiri staðni í bókini, mátti eg leggja bókina eina løtu fyri at sodna brot, antin tí tey eru so óhugnalig ella tí tey eru skelkandi væl skrivað, hetta er t.d. galdandi fyri ta blóðdryppandi lýsingina av upplivingum, yvirsjónum og perversiónum, sum ein eysturríksk femme fatale, Jora Thal er úti fyri, ið minna um lýsingar hjá týsku ekspressionistunum, Ernst Kirchner m.a. Hetta eru sansandi og kaleidoskopiskar myndir við grellum litum, sum eru fullar av líðing, aggressión og disharmoni. Myndir, ið sum heild eru daprar og fullar av iva mótvegis tilveruni. Samanumtikið er “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” ein bókmentaliga og listarliga sæð sera ambitiøs bók, hon er poetisk og filosfisk og háfloygd, men við stuttligum trivialbókmentaligum sprelli, damum og kulørtum nazistum, har s/s Lyra gerst átøk eini Orientekspress. Tað sigur seg sjálvt, at nazistunum dámar siðbundna stílin hjá Benedikt Einarsson og at okkurt áhugavert kann koma burturúr hesum. Eg veit ikki um tað ber til at lesa undirheitið sum eitt lyfti um ein tveyara, kemur hann, er hesin lesarin til reiðar.
Bókin “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” verður løgd fram á almennari móttøku í Steinprenti í dag, 29.august klokkan fimm.
Kinna Poulsen