AVE og Tuxedo Rebels í Sirkus

Í summar hevur serliga ein tónleikaútgáva verið nógv spæld í útvarpinum, ella í hvørt fall havi eg í serligan mun lagt merki til hesa einu útgávuna hjá Petur Pólsson og Benjamin Petersen, sum kallast AVE, har teir hava hvør sína síðu við fimm sangum umframt ein sang í felag. Teir sangirnir, sum eg hava bitið merki í, hava okkurt serligt, sum eg fyribils havi eitt sindur ilt við at seta orð á, men sum lurtari følir tú, at her eru kenslur uppá spæl. At hoyra nýggjar, áhugaverdar, kenslubornar føroyskar sangtekstir - tað hendir hóast ikki á hvørjum degin inna føroyskan popptónleik. - Arr eitur fyrsti sangurin, sum eg hoyrdi á útgávuni - tað er næstan eitt slag av Tinganest-sangi, tvs. ein hugnaligur, countryklingandi, bygdasligur felagssangur millum vinir, niðurlagið minnir kanska serliga nógv um okkurt lag hjá Tinganest (Annan sang). Men har er kantur og dýpd í hugnanum, tí teksturin er rættiliga álvarsamur og í grundini sjáldsamur, serliga hugsað frá einum mannligum sjónarmiðið. Talan er næstan um eitt maskulint slag av feminismu, ein hug til uppgerð og sjálvtilvitan. Tað eru teir báðir Benjamin Petersen og Petur Pólsson syngja saman tekstin, har talað verður til ein fyrrverandi maka: “Virði meg sjálvan meir enn so enn at dragast í tínari øsku,  hangi ikki mína tilveru uppá tín knaga...”. 

AVE - mynd Christa Reynheim

Í kvøld fara Tuxedo Rebels av hava konsert í Sirkus, men AVE verður eisini á skránni, tí har umskarast bólkarnir báðir hjá Petur Pólsson, Benjamin Petersen og Knút Háberg Eysturstein, sum framføra saman við øðrum musikalskum monnum. Tuxedo Rebels hava í summar givið plátu út og spælt á G! Festival, á Vestanstevnu, á F'ljóð konsert, í Tutl handlinum og sum partur av AVE REBELS Á FERÐ konsertferðini í Havn, Gøtu og Mykinesi farna vikuskifti. Eitt stað stendur eftir óvitjað. Tað er Rebellunum kært, og tískil verður síðsta konsertin hetta summarið spæld í Sirkus hóskvøldið kl 21.


Manning:
Petur Pólson: sang
Knút H. Eysturstein: sang, gittar, tangentar
Benjamin Petersen: gittar, mandolin, kór
Per I. Højgaard Petersen: trummu, percussion
Karl Andrias Stórá: bass

Konsertin er ókeypis.