Hanus Kamban hugleiðir um Regin Dahl
Nýtt frá Tóroddi Poulsen
/Tostatræsmálningin málaði Tóroddur Poulsen
Á blogginum hjá Tóroddi Poulsen ella hjá Bloggoddi, sum hann kallast í blogghøpi, koma javnan nýggjar yrkingar og nýggjar myndir. Til dømis hendan kerliga yrkingin um støv. Fylgið við her: http://bloggoddur.blogspot.com/
STØV
klichéin sigur
at vit verða
til støv
men eg vil ikki
verða ein kliché
so eg vil
heldur verða
til ein kust
ella ein
støvsúgvara
ella bara
ein lítlan
støvklút
í hondini
á frúnni
í húsinum
Nevember
/Fríggjadagin 2. november 2018 gevur plátufelagið Kervið út fyrstu útgávuna hjá Hús “Nevember“.
Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið er best kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel. Tónleikurin hjá Hús verður í tíðindaskrivi lýstur sum ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sofia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av 'Nevember' varð skrivaður.
Eg havi googlað orðið Nevember og Google sigur, at “Nevember may be misspelled”, tó tað rokni eg ikki við. Heldur kann talan vera um eitt samansett orð ella ein hybrid millum heitið á núverandi mánaðinum og okkurt annað? Nevember kann t.d. sipa til noktandi orðið Never og letur hetta upp fyri nógvum tulkingarmøguleikum - kanska snýr atmosferiski tónleikurin seg um ein óveruligan november onkrastaðni í hugans neverland? Í øllum førum tykist noktandi orðingin hóska væl saman við tónleikinum, sum í stóran mun myndast av brakandi óljóðum og øðrum negatiónum. Sjálv heildin er somuleiðis í stóran mun myndað av ljóðum, sum verða skrúvað niður/mjútað. Kirstin Helgadóttir gjørdi tað fína, minimalistiska/grafiska videolagið, ið sæst her:
Emma í eygsjón
/Loksins eru boðini komin um, at Emma er í eygsjón.
Emma er kelinavn hjá bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens, sum í dag verður umrødd í fleirtali, tí fleiri virðislønir verða latnar á hvørjum ári. Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verða virðislønirnar handaðar á føðingardegi M.A.Jacobsens og tað er eitt sindur síðani; 17. september. Men vit gleða okkum til virðislønirnar verða handaðar í næstum..
“Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum. Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein”. (Kelda: wikipedia)
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 8. november kl. 17. Øll eru vælkomin og handanin plagar at verða send beinleiðis í útvarpinum.
Bárður Oskarsson vann
/Fotomynd: Jan Andersson
Bárður Oskarsson fekk í kvøld ta stóru Norðurlandavirðislønina í barna- og ungdómsbókmentum á 350.000 krónur, sum kendi rithøvundurin, Gunilla Bergström handaði Niels Jákupi Thomsen vegna Bárð Oskarsson. Grundgevingin hjá Dómsnevndini ljóðar soleiðis:
I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris
Bárður Oskarsson er føddur í Tórshavn í 1972 og hevur búð í Keypmannahavn í 22 ár. Hann hevur serliga tikist við at tekna. Var blaðungur tá ið hann byrjaði at tekna í Barnablaðnum. Fyrsta bókin, hann myndprýddi, var tann hjá abbanum Oskari Hermannsson Undir tussafjøllum.
Síðan 2004 hevur Bárður givið bøkur út, sum hann bæði hevur myndprýtt og skrivað sjálvur. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru týddar til fleiri mál. Tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria og Slovenia.
Útgávur:
2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús
2007 Pól, hin kuli giraffurin
2007 Beinið
2011 Flata kaninin
2012 Stríðið um tað góða grasið
2016 Wilbert
2017 Træið
Stuðul og heiður
2005 Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
2006 "White Raven" (Special Mention) í Deutscher Jugendbibliotek fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús
Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
2007 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs
2013 White Raven (Special mention) í Deutsche Jugendbibliothek fyri Stríðið um tað góða grasið
LUCHS-prísurin fyri Fløtu kaninina frá Radio Bremen og Die Zeit
2014 Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókaprísin hjá Útnorðurráðnum
Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókaprísin fyri Fløtu kaninina
2016 Í uppskoti til Ibby Pan-priset fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús
Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri Stríðið um tað góða grasið
White Raven frámerkið fyri Wilbert
2017 MGIP Book Award fyri Træið
Gylta Peran, Slovenia fyri Fløtu kaninina
Silver Award frá ICMA - International Creative Award For Books fyri Træið
2018 Í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaprísin
White Raven frámerki fyri Træið
Barna- og ungdómsbókaprís Útnorðurráðsins fyri Træið
Norðurlandavirðislønin í Barna- og ungdómsbókum
KELDA: bfl.fo
Hvør vinnur?
/Í morgin verða virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum handaðar. Virðislønarhandanin verður í operuni í Oslo og gallashowið verður sent í almenna kringvarpinum í øllum norðurlondum. SVF hevur handanina á skrá í annaðkvøld klokkan 19-20.40, men tað ber eisini til at síggja handanina beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá kvf. Virðislønirnar eru uppá 350.000 krónur.
Til bókmentavirðislønina er føroyska uppskotið yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen. Hetta er sættu ferð, at Jóanes er innstillaður til virðisløn Norðurlandaráðsins. Í grundgevingini stendur millum annað: Tú sansar eina serliga frásøgugleði í yrkingunum, ið næstan minna um smáar samandrignar skaldsøgur við stórum søgum og lívsáskoðanum frá eini farnari tíð, tó at persónarnir tykjast sjáldsama til staðar her og nú.
Til Barna- og ungdómsvirðislønina er Bárður Oskarsson tilnevndur fyri myndabókina "Træið" frá 2017. Hetta er triðju ferð, at Bárður er tilnevndur til Barna- og ungdómsvirðislønina.
Í grundgevingini stendur millum annað: Myndabøkurnar hjá Bárði Oskarssyni eru einfaldar og naivistiskar, men samstundis sniðfundigar. Hann letur síni djór, ið øll hava menniskjansligar eginleikar og kenslur, brótast við etiskar avbjóðingar og tilveruspurningar – uttan tó at koma við einføldum svarum. Rakel Helmsdal er hartil eisini tilnevnd til barna- og ungómsvirðisløn, men tað sermerkta er, at hon er tilnevnd úr Íslandi fyri bókina "Skrímsli í vanda" frá 2017, sum hon hevur gjørt saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler. Í grundgevingini stendur millum annað: søgan vekir væl kendar kenslur hjá bæði børnum og vaksnum, men hon hevur so mong løg, at lesarin upplivir og skilir søguna út frá egnum royndum og búnaskapi. Myndir og tekstur ganga upp í eina hægri eind.
Til tónleikavirðislønina er tónleikabólkurin Hamferð er tilnevndur fyri útgávuna Támsins likam. Í grundgevingini verður sagt, at orkestrið nær hugtakandi tónlistaligar og tekniskar hæddir, sum tala til ein nógv breiðari skara enn tey, ið vanliga lurta eftir sonevndum doom-tónleiki. Hartil hevur útgávan, ið hevur seks skeringar, men tó skal fatast sum ein heild, fingið sera góð altjóða ummæli.
Til umhvørvisvirðislønina er felagið Green IQ úr Hvalvík tilnevnt fyri serligu skipana, ið kann skilja olju frá vatni umborð á skipi. Skipanin, nevnd Green Arc, tekur oljuna úr lensivatninum uttan at nýta kemikaliu ella filtur.
Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur millum annað, at henda skipanin minkar bæði um útreiðslurnar og um freistingina at lata oljudálkað vatn á sjógv. Skipanin kann til dømis eisini nýtast til oljudálking í havnum, har eitt einstakt fólk við hesi skipanini kann steðga eini størri oljudálking. Green IQ eru eitt gott dømi um, at smá norðurlendsk feløg kunnu koma við góðum loysnum til ein av stóru náttúrutrupulleikunum í heiminum.
Sofía Nolsøe stóran høvuðsleiklut í leikinum Dancer in the Dark
/Foto: Stine Rasmussen
Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen spælir høvuðsleiklutin sum Selma í sjónleikinum, sum gjørdur er við støði í kenda filminum hjá Lars von Trier, Dancer in the Dark, og sum verður framførdur á Aarhus Teater Scala.
Jyllandsposten hevur í hesum sambandi stóra grein um Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum kann lesast her:
https://jyllands-posten.dk/aarhus/ECE10953213/hun-saetter-baade-lyd-og-poesi-paa-det-at-vaere-blind?fbclid=IwAR2-c4VUSo_CVoUdyAKc86XBOyYxsl3yZmJU588UUxV0L_JlYLU8YbB_-bU
DANCER IN THE DARK
Aarhus teater Scala. Dancer in the Dark. Premiere tirsdag 30. oktober. Kan ses til 8. december.Musikforestillingen er baseret på Lars von Triers film af samme navn. Medvirkende: Sofia Nolsøe, Christian Hetland, Nanna Bøtcher, Anders Baggesen, Luise Skov, Holger Østergaard, Lise Lauenblad, Christoffer Hvidberg Rønje, Marie Koldkjær Højlund (musiker) og Steffen Lundtoft Jensen (trommeslager). Desuden Aarhus Teaters kor
https://www.aarhusteater.dk/forestillinger/forestillinger/saeson-1819/dancer-in-the-dark/
Lyst og kritiskur mentanarjournalistikkur.
/Foto: Lars Skaaning
Nú er nýggjur Kringvarpsstjóri loksins settur, og er valið, eftir mínum tykki, sera heppið. Eitt av tí, ið nýggi KVF-stjórin segði, er at kritiski journalistikkurin skal útbyggjast. Og her skal sigast, at eg eri ein teirra, ið taki heilt og fult undir við borandi journalistikki. Men tað grundleggjandi við slíkum er at eitt mál SKAL lýsast frá fleiri síðum. Og her hevur haltað alvorliga í tveimum innsløgum í mentannarsendingini Lyst.
Eitt var í síðstu viku um KODA-grunnin Føroyar, ið letur pening til tónleikatiltøk í Føroyum. Tað er nevndin í Felagnum Føroysk Tónaskøld, ið býtur peningin út. Hin var eitt innslag fríggjakvøldið um nýggju Listafólkalønirnar hjá Mentannargrunninum. Tað var týðiligt at verturin, í báðum førum, royndi at varpa ljós á gegnistrupulleikar í einum lítlum samfelag sum Føroyum. Og tað er heilt í ordan. Men tað skein eisini ígjøgnum, at í fyrra førinum, varð roynt at insinuera, at nevndarlimirnir í Felagnum Føroysk Tónaskøld FFT, og serliga formaðurin Kristian Blak, sótu og deildi peningin til tiløk hjá hvørjum øðrum. Kristian Blak dugdi tó væl at greiða frá mannagongdunum hesum viðvíkjandi. At nevndarlimir viðgjørdu als ikki sínar egnum umsøknir. Nevndararbeiði í FFT er ólønt, og tað er sera ringt at fáa fólk í nevndina um mann ikki kann søkja pening úr KODA-grunninum.
Sagt varð í innslagnum at Kristian Blak hevði fingið nógvan stuðul til festivalin Summartónar. Summartónar er stovnað av FFT í 1992, fyri at føroysk tónaskøld skuldu fáa ein pall at virka á. Fyrst var bert "klassiski" tónleikurin umboðaður, men tá ið Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues festivalur steðgaði, komu hesar sjangrur eisini við í Summartónar, ið framvegis er festivalurin hjá FFT. Tvs ein vinnarastøða hjá teimum skapandi tónlistafólkunum í Føroyum, ið verða spæld og fáa meira royalty fyri sínar konsertir, ið førir við sær at føroyski KODA-grunnurin eisini fær fleiri pengar. Men Kristian Blak fær ikki meira pening enn onnur, ið fáa tónleikin spældan á Summartónum, men hann er og hevur verið drívmegin handan Summartónar og mong, mong onnur feløg.
Í hinari sendingini royndi verturin at fáa forkvinnuna í Mentannargrunninum MG, at definera hugtakið yrkislistafólk. Her kláraði forkvinnan eisini væl at svara fyri seg.
Skal upplýsa at undirritaði var í faknevndini í tónleiki, og vóru vit, umboðini í faknevndini, á fundi við forkvinnuna í Mentannargrunninum fyri m.a. at fáa innlit í almennu gegnisleiðreglurnar. Men eftir stendur at lýsingin av hesum báðum málum er sera einsíðug. Serliga innslagið um KODA-grunnin. Her kundi verturin komið inn á leiðreglur um gegnisspurningin. Spurt KODA um tey hava leiðreglur hvussu hesin peningur skal býtast sambært gegnisspurninginum, og um KODA-grunnurin í Føroyum fylgir hesum leiðreglum. Men so var ikki, tíverri.
Verturin í Lyst plagar at nevna um hann hevur ein gegnistrupulleika í samband við evnini hann viðgerð. Men í førinum við KODA-grunn Føroyar gloymdi hann at nevna at orkestrið hjá honum hevur fingið 3000 kr í 2008 og 3000 kr í 2012. Vónandi verður Lyst ein framtíðar mentanarsending við sama verti, men vónandi fer sendingin at lýsa síni kritisku evnir meira breitt enn nevndu innsløgini bera brá av.
Sunleif Rasmussen
ARKITEKTURISMA - Arkitekturardagurin 2018
/TÍÐINDASKRIV: Ferðavinnan hevur stóran týdning innan vinnumenning, men setir eisini nýggjar avbjóðingar, bæði tá tað snýr seg um umstøður til tey ferðandi og fyri umhvørvið, sum tey koma til. Tað er tí av týdningi at taka hesi viðurskifti upp í einum breiðari høpi.
Tí er evnið fyri Arkitekturardagin í ár Arkitekturisma.
Arkitekturdagurin 2018 verður skipaður saman við Fólkafundinum, sum verður í Tórsgøtu (Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Perlutorgið) í Havn fríggjadagin 26. og leygardagin 27. oktober.
Hetta verður skipað sum framsýningar og fyrilestrar. Eisini verður opið hús á eini teknistovu, sum hevur gjørt ymsar verkætlanir innan ferðavinnuna.
Í Tórsgøtu fara teknistovur at sýna fram projektir til innivist fyri ferðafólk.
Elin Maria Nolsøe Joensen fer at greiða frá um Neysting. Elin Maria hevur arbeitt við einum hátti at nýta gomlu neystini til nýtt virksemi, ítøkiliga til innivist til ferðafólk, á ein nýggjan og spennandi hátt. Hesin fyrilestur verður í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.
Kristján Örn Kjartansson arkitektur úr Íslandi fer at greiða frá um Norðurlendska Slóðin (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways), m.a. um eitt inspiratiónsatlas at nýta í sambandi við at uppstiga ferðavinnukervið í Íslandi. Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá um náttúrumargfeldi og ferðavinnu. Hesar fyrilestrar verða í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.30.
SNA, Selmar Nielsen Arkitektar hava opið hús á teknistovuni hjá teimum, Landavegur 9, Tórshavn (gamli Málingahandilin), fríggjadagin og leygardagin kl. 15-18. Her verða sýnd fram projektir innan ferðavinnu: summarhús, hotel, íbúðarhús, flogvøll og aðrar verkætlanir. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.
Arkitektafelagið vónar við hesum at fáa nýggj íkast til kjakið um ferðavinnu í Føroyum.
Eitt sindur um Kristján Örn Kjartansson arkitekt og virki hansara:
Kristján Örn Kjartansson er viðstovnari og partnari í arkitektavirkinum KRADS, sum hevur støðir í Reykjavík, Århus og Keypmannahavn.
Verkætlanin Norðurlendskar Slóðir (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways) er eitt samstarv millum teknistovurnar KRADS (ÍS/DK) Reiulf Ramstad Arkitektar (NO), Boris Brorman (DK) og COASTARC, Rasmus Hjorsthøj (DK). Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er at fáa til vega eitt meira robust, burðardygt og upplivilsisríkt infrakervi í Íslandi. Norðurlendskar Slóðir er hugsað sum eina idéstafett fyri eitt felags norðurlendsk framtak, ið við støði í einum staðsettum, felagsligum og alment atkomiligum arkitekturi roynir at loysa ein ítøkiligan samfelagsligan spurning.
Myndir frá framsýning hjá Øssuri Johannesen
/Sissal Clemmensen tók fotomyndirnar
Øssur Johannesen: framsýning og dupultfløga
/Øssur Johannesen hevur í hesum døgum listaframsýning á Psykiatrisk Center Amager, og samstundis er útkomin bóklingur við teimum 38 verkunum á framsýningini og ein dupultfløga, Inner Self, har Øssur Johannesen spælir saman við Karsten Vogel og Hans Karl Hansen. Eitt innslag er í Nón um hetta (byrjar 54.38) - her eru nakrar av myndunum, sum talan er um. http://kvf.fo/non?sid=86527
Tónleikaligt innlit
/Philolog er heitið á eini podcast hjá tónleikarunum í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil, har tey tosa um tónleikin, sum er á skránni. Hugskotið er gott og tekur støði í tí serliga tónlistarliga innliti, sum tónleikararnir í einum orkestri hava og teim upplivingum, tey hava við tónleikinum. Her tosa Signe Haugland og Jákup Lützen um Carl Nielsen symfoni no 4 Det uudslukkelige, um Mendelssohn / Meeresstille und glückliche Fahrt og Brahms / Violinkoncert
https://copenhagenphil.dk//podcast
Do you?
/Svend-Allan Sørensen
Í Steinprenti er ein nýggj framsýning hongd upp við grafiskari list og málningum hjá føroyskum og norðurlendskum listafólkum. Tey eru: Tróndur Patursson, Tóroddur Poulsen, Svend-Allan Sørensen, Erik Heide, Marius Olsen, Fríða Matras Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Anna Seppälä, Poul Janus Ipsen og Peter Carlsen.
Tróndur Patursson og Tóroddur Poulsen
Hesi fingu Listafólkaløn
/Í ár verða 3 listafólkalønir latnar, og avgerð er tikin um at lata Brandi Patursson, myndlist, Búa E. Dam, leiklist, og Katrini Ottarsdóttir, bókmentir, listafólkalønina fyri 2018. Endamálið við Listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig ella faklig dygdareyðkenni.
40 umsóknir komu inn, og 5 faknevndir vóru settar at gera tilmæli til nevndina. Hesi vóru umboðini í faknevndunum:
Bókmentir: Ann Ellefsen og Bergur Djurhuus Hansen. Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen. Tónleikur: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen. Leiklist: Kristina Sundar Hansen og Páll Danielsen. Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.
Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins hevur avgjørt at fylgja tilmælunum frá trimum faknevndum. Her eru brot úr grundgevingum frá nevndunum til tey trý listafólkini:
Brandur Patursson innan myndlist Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi og metalli, installatiónum, ljós- og videolist. Listin hjá honum eru slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum men eisini í altjóða høpi. Seinastu árini hevur Brandur Patursson víst, at hann hevur skapandi megi á høgum stigi. Hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Samstarvið við kend glaslistafólk úti í heimi boðar frá spennandi møguleikum og úrslitum, bæði fyri Brand sum listamann og fyri føroyska listaheimin.
Búi E. Dam innan leiklist. Verkætlaninar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttar og ymiskar, men allar eru ítøkiligar og grundaðar á dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska áskoðaran eins væl og leikararnar. Hetta megnar hann, tí verkætlaninar, sum Búi hevur gjørt farnu árini, og tær nýggju, sum hann í onkrum førum longu er farin í holt við, loysir hann bæði við at arbeiða einsamallur, tó mest saman við øðrum. Alla tíðina er dygdargóða leiklistin fyri eyga, og lýkur Búi Egason Dam tí krøvini um, at verkætlaninar røkka væl og virðiliga til øll 3 komandi árini. Bæði føroyska áskoðaranum og føroyska sjónleikinum at frama.
Katrin Ottarsdóttir innan bókmentir. Umsøkjarin hevur drúgvar royndir sum yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í føroyskari filmslist. Seinastu uml. 15 árini hevur hon lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Hennara yrkingasøvn og stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn og 43 bagatellir hava verið nógv lisin og eru skrivaði á einum løttum og fangandi føroyskum máli. Ivaleyst ber eisini til at siga, at bæði yrkingar og stuttsøgur hava viðgjørt viðurskifti millum m.a. børn og foreldur á ein bersøgnan og originalan hátt, sum hevur kenst frískligur í føroyska bókmentaumhvørvinum
London Symphony Orchestra framførir føroyskt tónleikaævintýr
/Komandi ár verður eitt føroyskt tónleikaævintýr á skránni hjá víðagitna symfoniorkestrinum, London Symphony Orchestra.
Talan er um Veiða vind við teksti eftir Rakel Helmsdal, tónleiki eftir Kára Bæk og við tekningum hjá Janusi á Húsagarði, sum Føroya Symfoniorkestur framførdi í 2011, og sum síðani tá er framført í Íslandi. Sambært Kára Bæk er tað hollendski fagottleikarin Joost Bostijk úr London Symphony Orchestra, sum hevur skotið verkið upp fyri tónleikanevnd LSO´s. Joost Bosdijk hevur føroyskan unnusta, hann hevur samstarvað við Føroya Symfoniorkestur og hevur eisini havt tónleikaframførslur í Føroyum saman við tónleikafelagum úr London.
London Symphony Orchestra framførir tónleikaævintýrið Veiða vind á einari familjukonsert 27.januar 2019 og tveimum skúlakonsertum 4.mars 2019.
Bárður Oskarsson vunnið virðisøn
/Tann føroyska bókin, Træið, eftir Bárð Oskarsson hevur vunnið barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurránum í 2018. Tað varð almannakunngjørt í dag á Mýrin, altjóða barna- og ungdómsbókmnentafestivalurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Soleiðis grundgevur dómsnevndin: ”Dómsnevndin hevur valt Træið, tí at bókin hevur einfaldar og skemtingarsamar tekningar, við dámligum huglagi. Søgan, sum er samansett av teksti og myndum, hevur eina heimspekiliga dýpd, sum koma til sjóndar í fleiri løgum.”
Hesi vóru tilnevnd:
Føroyar: Bárður Oskarsson, Træið, myndabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2017.
Grønland: Maja-Lisa Kehlet, Kammagiitta! Vil du være min ven?, myndabók, Milik, 2017.
Ísland: Kristín Ragna Gunnarsdóttir, Úlfur og Eddaog dýrgripin, skaldsøga, Bókabeitan, 2016.
Virðislønin verður handað annaðhvørt ár. Tær ymisku dómsnevndirnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi velja eina bók frá hvørjum landi. Ein útnorðurlendsk dómsnevnd, sum er mannað við formonnunum úr dómsnevndunum frá londunum í útnorðri, velur eina av teimum trimum bókunum. Oddfríður Marni Rasmussen umboðar føroysku dómsnevndina Hildur Ýr Ísberg ta íslendsku Erika Baadh Nielsen ta grønlendsku. Virðislønin er á 60.000 krónur.
Væl eydnað tekstilverk á Glasi
/Sum kunnugt er meginparturin av listprýðingini á Glasi stødd í brandtrappunum, men verkini hjá tveimum av teimum sjey avvarðandi listafólkunum verða stødd inni í hitanum ella skulu vit siga í kuldanum, tí har er eitt sindur kalt í støðum á Glasi, og her hugsi eg ikki um tann sera svingandi temperaturin í bygninginum, men um tað arkitektfagnaða glas- og betongtilfarið, ið er flott, modernað og skínandi, men sum tilfarsliga tykist hart, kalt og kontrollerað. Eitt sindur av listarligum villskapi, hita og kolorismu hevði ivaleyst klætt Glasi.
Tvey av listafólkunum í Glasir-verkætlanini hava verk inni í sjálvum høvuðsbygninginum; verkið hjá Hanna Bjartalíð er úr træi meðan prýðingin hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er úr føroyskari ull. Verkið hjá Hanna Bjartalíð fer at verða sett upp á fjórðu hædd og verkini hjá Ragnhild H.Højgaard eru hongd upp niðast í bygninginum har sum auditoriini eru. Har er eitt sindur rokaligt enn við betongdusti osfr., men allíkavæl ber til at uppliva tekstilverkini, ið eru serstakliga væl eydnað.
Í øllum tí slætta og blanka Glasirbygninginum er taktila, ullinta tilfarið hjá Ragnhild H.Højgaard eins og ein fjálg opinbering, ið tú sum áskoðari fært hug at balla teg í. Myndevnisliga minnir grafiska mynstringin partvíst á eitt landslag eins og hon eyðsýnliga sipar til bygningin, til arkitektoniskar staklutir, trappur o.a. og fær áskoðaran at ivast í hvørt myndateppini eru gjøgnumskygd ella ikki. Hetta er sera elegant gjørt - tað er abstrakt, men við hópin av figurativum assosiatións-møguleikum. Litirnir eru einfaldir. Í tí minna fyrilestrarsalinum hevur listakvinnan brúkt helvt um helvt av ljósagráum og myrkagráum. Og í størra hølinum hevur hon brúkt hvítt og ljósamorreytt. Sambært Ragnhild H.Højgaard stavar mynstringin upprunaliga frá eini viðgjørdari fotomynd, ið hon síðani hevur umskrivað til talgildar vevifílar. Endaliga úrslitið er maskinvovið í samstarvi við eina vevstovu í Litava.
Amatøroyar – eitt kempiproblem
/Amatøroyar er argandi heitið á eini sera væl umtóktari skemtipodcast, sum snýr seg um fermenteraða amatørlandið Føroyar. Men hugtakið kann tíverri eisini brúkast eitt sindur meira álvarsliga í eini marrukendari framtíðarvisión av Føroyum við oyggjum avtaglaðum av turistlist, altso standmyndum av misjavnari dygd av risum og kellingum, huldufólkum, marmenlum, nykum osfr.
Amatøroyar er stuttlig, fjákut, men eisini hvøss satira, sum tveir lesandi útsetar, Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen standa fyri. Fyrstnevndi er vistnokk bæði liðugt lisin og fluttur heim fyri kortum. Men teir royna kortini at halda fram, hóast teir enn ongan stuðul hava fingið frá Atlantsflogi; hesin lamenterandi óstuðul er nú vorðin fastur táttur av satiruni. Tað gongur nokk - gorlakkarnir eru so mikið populerir, at teir verða crowdfundaðir. Tað føroyskdanska perspektivið í sendingini er nokk so serføroyskt við tað, at fatanin av Danmark er avmarkað til tað staðið í landinum, sum avvarðandi føroyingur lesur, og sum altso ofta er København. Teir báðir vertirnir roksa og fnisa eina rúgvu, og viðgera stórt sum smátt við einum serligum forkærleika fyri løgnum matuppskriftum sum Mr. Lee-salat og Høsnarunga í cola (???!!!) Prátið er live on tape uttan faktakekk og aðrar fínheitir. Tað hevur við sær, at løgin ting sum t.d. ein grundleggjandi misfatan av optiska hugtakinum “bygningsfeilur” ikki verður klipt burtur, men í og við, at sendingin er merkt av eini í føroyskum miðlahøpi sjáldsamari nærveru, aktualiteti og timing, lurti eg eftir Amatøroyar og njóti láturin og ta politisku ókorrektheitina. Eg ógvist, tá navngivnir persónar verða viðmerktir og flentir at, men fegnist altso eisini um erligheitina og viljan at risikera nakað. Hetta er befríandi at lurta eftir.
Kring landið alt í býar- og bygdastýrum, stórum sum smáum verður arbeitt áhaldandi til tess at fáa part av skinandi turistgullinum, sum floymir yvir Føroyar. Tíðirnar eru jú góðar, búskapurin rúkandi heitur og pengar eru sum kunnugt alt – tá ferðafólk til dømis eru til ampa fyri fugl og náttúru, ja so eitur kuranta loysnin brúkaragjald. Og spurningin hvørt fuglurin fær nakað burtur úr hesum pengunum, er bara ikki áhugaverdur at spyrja so leingi sum pengarnir rulla í kassan. Gev fólkinum skíðlyftir!
Ein av mátunum at tiltrekkja ferðafólk hevur við list at gera. Í Mikladali lótu tey gera standmynd av Kópakonuni, ið síðan hevur verið ein veritabul ferðafólkamagnet. Sameiningin millum lokalu søgnina, ta naknu, eiggiligu bronsukvinnuna og dramatisku náttúruna, brimið, mjørkan, sólina og fjøllini hevur víst seg at vera júst tað, sum øll ferðafólk ynskja at síggja. Tískil spríkja nú fram allahanda standmyndir á vøkrum plássum í Føroyum, ein nykur á Vatnsoyri, ein marmenlastandmynd skal setast upp í Elduvík og suðuri í Vági er Toftaregin í gerð.
Tað er kanska ikki lætt at skilja hvussu allur hesin standmyndaaktiviteturin kann gerast ein trupulleiki fyri Føroyar, men tað kann hann av fleiri orsøkum og minst til, at standmyndir í Føroyum umboða okkum øll. Fyrsta orsøkin hevur við misjøvnu listaligu dygdina at gera, og sum eisini er tengd at sjálvari bíleggingini. Eitt er tey anakronistisku krøvini so sum, at standmyndin skal vera figurativ og at hon innihaldsliga skal ímynda eina lokala søgn. Eisini er brúkið av amatørum ein trupulleiki, ið gongur út yvir dygdina; standmyndin endar ofta við at vera kostnaðarmikil, sjálvt um tann, sum hevur gjørt standmyndina einki fær. Tí tilfar og uppseting er dýrt og tað er ein trupulleiki fyri kommunukassan, ið heilt vist kundi brúkt peningin til okkurt annað skilagott.
Her er so mangt, vit kundu spurt okkum sjálvi um í hesum sambandi. Til dømis kunnu vit spyrja um okkara firðir, lendingar og klettar hava tørv á at verða “pyntaðar” við “autentiskum” standmyndum / ítøkiliggjørdari yvirtrúgv. Verður talan ikki bara um eina tivoliseraðar Amatøroyar við hópin av ótíðarsvarandi kitsch uttan sans fyri listaligari dygd, hvørs meginynski er at tekkjast ferðafólkum? Og er tað ikki eitt kempiproblem?
Himnahyljar - Hymnur millum heims og heljar
/Ein hymna er ein lovsongur ella ein sálmur, sum í átrúnaðarligum høpi plagar at vera stílað til Guðs. Talan er tó um eina sjangru, ið er nógv eldri enn kristindómurin. Í grikskari fornøld hava tey eisini brúkt hymnur, ið vórðu stílaðar til Apollon, Afrodite og Demeter, og sum granskarar halda hava verið eitt slag av innleiðslu í framførsluni av episkum yrkingum. Onkrar hymnur fáa politiska ávirkan. Hymn to Freedom skrivaði Oscar Peterson í 1962 við støði í siðbundnum afro-amerikanskum sálmasangi/negro spiritual – henda hymna er vorðin tjóðsangur hjá mannarættindarørsluni. Í sínari hymnu til tað vakra, sum er partur av yrkingasavninum Les Fleurs du Mal frá 1857, spyr franski yrkjarin Charles Baudelaire sjálvan fagurleikan, hvaðan hann kemur og hvørt tað er av himni ella úr helviti: “Viens-tu du ciel profond/ ou sors-tu de l'abîme/ O Beauté? ton regard, infernal et divin..”. Heitið á hesi yrkingini hjá Baudelaire er Hymne à la Beauté og eg komi í tankar um hana orsakað av nýyrðinum, ið myndar heitið á eini føroyskari bók, sum Tóroddur Poulsen skrivaði eini hundraðogeinogtrýss ár seinni. Nú er nakað síðani, yrkingasavnið, Himnahyljar kom út, men Jógvan Isaksen ummælti tað mikudagin í Nón, sum til alla lukku er byrjað aftur – vónandi verða hópin av ummælum at hoyra har í heyst/vetur (- eingin grund til fullkomiliga at strika ummælarasamrøðuformatið; variatión er sum kunnugt gott á øllum økjum). Himnahyljar er eitt einastandandi vakurt og fleirtýtt bókaheiti, sum kann fatast á so ymiskan hátt frá teirri ítøkiligu grundmyndini av speglingini av himmalhválvinum í hyljum. Himnahyljar ljóðar rættiliga hymnukent; tað er bara ein spurningur um at býta um uppa seinna og fyrra i í orðsamansetingini. Í fyrstu yrkingini í savninum eru vit stødd onkrastaðni millum veitslusúpanina leygarkvøld og sálmasangin sunnumorgun. Sálmarnir hjá Tóroddi Poulsen eru um einsemið, um vindin, um dirvið og um nýggja og gamla heimstaðin. Tá tað um Havnina ræður, tykist sjónarhornið tvíbýtt; nútíðareygleiðingarnar tykjast hvassari enn fortíðarperspektivið. Minnini mýkja útsýnið. Frá byrjan fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur Tað er annars nógv frammi í løtuni við sjálvsævisøguligari lesing og eg hugsi eisini, at lesarin fleiri staðnum hómar persónin Tórodd í reglunum, t.d. tá hann og systirin gleða seg til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey í sjónleikarhúsið at síggja Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri yrkingar í Himnahyljum eru eins og hendan skrivaðar í barnahædd við innliti í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”. Sum vant hjá Tóroddi Poulsen eru tær mest einføldu eygleiðingarnar samstundis tær djúpastu, ofta eru teir smáu bátarnir fullir av yrkingum. Tankar um yrkingar, um list og um skapan er ein aðaltáttur í verkinum hjá Toroddi Poulsen – eisini longsilin eftir at flyta seg gjøgnum tað ítøkiliga, gjøgnum fatanina og upp í ljósið. Í nýggja savninum síggja vit á heitinum, at himmalin er togaður niður á jørðina, tað sama er galdandi fyri upprunastaðin hjá yrkingunum, ið verður lýstur eins og eitt rættiliga jarbundið paradís.
Stór lítil og lítil stór list í Kbh
/'Big Art', Jeppe Hein, 'Modified Social Bench' (2012), Victor Ash 'Car Mountains' (2018). Installationview, Kunsthal Charlottenborg, 2018. Photo by Anders Sune Berg.
Í sambandi við ein fyrilestur á Norðurbryggjuni um samtíðarlist í Føroyum havi eg verið nakrar dagar í Keypmannhavn har eg hostandi av stórbýardusti í kjalarvørrinum av storminum, Knúti, kundi staðfesta, at heystið í roynd og veru er komið til danska høvuðsstaðin. Harvið er ein ørgrynna av listaframsýningum latin upp, sum eg havi sæð – ikki allar, men nakrar góðar og onkra minni góða.
Eg fór fyrst ein túr á Charlottenborg at síggja framsýningina BIG ART. Søguligi framsýningarskálin hevur síðani 1883 verið karmur um framsýningar knýttar at kongaliga listaakdeminum, og hevur síðani 2007 itið Kunsthal Charlottenborg. Síðani staðið varð stovnað sum listahøll, hevur tað verið rikið við skiftandi eydnu og nógvar hava diskussiónirnar verið hvørt tað var rætt at tveita listafólkafelagsskapirnir fyri dyr.
Síðstu trý árini hevur Michael Thouber sitið í stjórastólinum og tað er hann, sum stendur aftanfyri ambitiøsu framsýningina og samstarvið við kenda danska arkitektin, Bjarke Ingels, sum vit í Føroyum ikki minst kenna frá Glasi.
Við inngongdina til framsýningarhølið verður hugskotið við framsýningini lýst. M.a. verður greitt frá samstarvinum millum arkitektar og listafólk og týdningarmiklu menningini av listarliga hugskotinum innan arkitektonisku karmarnar. Eg standi eina løtu og undrist og hugsi um vantandi samansjóðing av list og byggilist á Glasi, har listin fyri tað mesta er skúgvað til viks út í trappuuppgongdirnar, sum jú ikki eru sjónligar inni í bygninginum. Her lekur eyðsýniliga millum teori og praksis hjá BIG. Ummælini av framsýningini BIG ART taka sum heild undir við henni. Eg lesi í portrettgrein í Politiken 23.sept.2018 (Manden der kom ind fra højre eftir Camilla Stockmann), at Michael Thouber upprunaliga tóktist vera outsidari í Keypmanna-havnska listalívinum, tí hann er føddur og uppvaksin á Fjóni, og tí hann politiskt er høgravendur. -Men í dag kunnu vit jú væl siga, at hann hoyrir til fleirtalið í Danmark, tí landið er borgarligt og hamskift í mongum. So sterkt er høgrarákið, at sjálvt tann danski javnaðarflokkurin/ Socialdemokratiet tykist flyta seg tann vegin. Eftir at hava sæð framsýningina, undrist eg á orsøkina til hví framsýningin BIG ART er so væl umtókt sum hon er við hópin av gestum, jaligum ummælum osfr. Framsýningin er sensatiónsstór, gamaní, eins og hon er larmandi og popput uttan at fáa serliga nógv burtur úr støddini, óljóðinum og slætta smartleikanum.
Framsýningin fevnir um samstarv millum BIG og nítjan kend listafólk: A Kassen, Victor Ash, Douglas Coupland, Es Devlin, Shepard Fairey, Peter Funch, Julie Edel Hardenberg, Jeppe Hein, HuskMitNavn, John Kørner, Benoit Maire, Tomás Saraceno, Kaspar Astrup Schröder, Snarkitecture, SUPERFLEX, Martin de Thurah, Lars von Trier, Andrew Zuckerman og Ai Weiwei. Tað er Michael Thouber, ið hevur kuraterað framsýningina saman við BIG-Bjarke Ingels Group. Og sjálvsagt er okkurt hendingagott verk at síggja á framsýningini, t.d. grafittiverkið og installatiónina hjá Victor Ash við ítøkiligum bilvrakum og einum útstappaðum úlvi, ið stendur ovast á einum bilvraki eins og sigrandi máttur í einum kaotiskum heimi aftan á civilisatiónina.
Eg var til fleiri aðrar framsýningar, ið tó, at tær vóru smærri, høvdu meira uppá seg og í hvussu er fingu mítt hugflog á ferð. Eitt nú surrealismuframsýningin á Kunstforeningen Gammel Strand, har nógvar góðar skitsur og verk eru at síggja hjá trimum listakvinnum, ið av ymsum orsøkum vóru gloymdar og ikki hava fingið ta staðseting í danskari listasøgu, sum tær hava uppiborið. Talan er um Franciska Clausen, Rita Kernn-Larsen og Elsa Thoresen, ið allar fingu íblástur frá avantgardulistini í 1920´unum og sum funnu saman við surrealistunum í 1930´unum. Heitið á framsýningini er Kvindernes Surrealisme, og tískil er dentur lagdur á surrealistisku verkini hjá teimum trimum listakvinnunum, ið eru sera ymiskar, og sum á ymsan hátt skpa droymandi, surrealistisk verk. Tað er áhugavert (og ein orsøk til at viðmæla framsýningina), at fleiri av verkunum tykjast væl nýggjari enn tey eru. Tú verður í heilum bilsin, tá tú sært árstalið saman við heitinum á verkunum.
Franciska Clausen: Skrúvan (1926)
Rita Kernn-Larsen: Veitslan (1935)
Else Thoresen: Klassiskt landslag (1937)
Í Classensgade 7 liggja eina eini stór, gul hús, ið síðani 1980 hava verið listafólkahús í løtuni við starvsstovum hjá 19 listafólkum. Onkuntíð hava tey opið hús, so at til ber at síggja hvat hesi fólkini fáast við, men húsini hava eisini verið karmur um ymiskt framsýningarvirksemi; eitt nú hevur Svend Danielsen havt sínar framsýningar í tí sonevnda Svends Bibliotek her. Leygardagin var endabrestur/finissage á retrospektivu endaframsýning í kjallaranum í D7, har hópin av listafólkum taka lut undir leiðslu av listakvinnuni og kuratorinum Melou Vanggard. Og sjálvt um talan er um eina endaframsýning, og at framsýningarstaðið altso letur aftur, var gott lag. Blíði fyriskiparin vísti mær runt í framsýningini og tað var áhugavert - og so beint øvugt av øllum, sum eg hevði sæð á Charlottenborg. Hesi kjallarahølini eru rá og slitin, myrk og dustmikil, men við hópin av spælandi verkum og listafólkum, ið duga at taka atlit til tey øðrvísi hølini. Ikki minst stuttligt var tað, tá Vanggard fór at greiða mær frá verkinum hjá Claus Carstensen við løgnu áskriftini “Miðfingurin til Miðflokkin”, sum eg helst skilti betri enn hon, sum greiddi mær frá. Gott var allíkavæl at tiga og lurta eftir tí nógva, mær var sagt. Í kataloginum hevur Claus Carstensen skrivað áhugaverd fororð, ið snúgva seg um listafólkastýrd framsýningarstøð.
Claus Carstensen: Miðfingurin til Miðflokkin
Andreas Schlaegel - The Star Show D7 - ein standmynd og dupultstólur úr skúrisvampum