Komandi ár verður eitt føroyskt tónleikaævintýr á skránni hjá víðagitna symfoniorkestrinum, London Symphony Orchestra.
Talan er um Veiða vind við teksti eftir Rakel Helmsdal, tónleiki eftir Kára Bæk og við tekningum hjá Janusi á Húsagarði, sum Føroya Symfoniorkestur framførdi í 2011, og sum síðani tá er framført í Íslandi. Sambært Kára Bæk er tað hollendski fagottleikarin Joost Bostijk úr London Symphony Orchestra, sum hevur skotið verkið upp fyri tónleikanevnd LSO´s. Joost Bosdijk hevur føroyskan unnusta, hann hevur samstarvað við Føroya Symfoniorkestur og hevur eisini havt tónleikaframførslur í Føroyum saman við tónleikafelagum úr London.
London Symphony Orchestra framførir tónleikaævintýrið Veiða vind á einari familjukonsert 27.januar 2019 og tveimum skúlakonsertum 4.mars 2019.