Amatøroyar – eitt kempiproblem

amatøroyar 2.jpg

Amatøroyar er argandi heitið á eini sera væl umtóktari skemtipodcast, sum snýr seg um fermenteraða amatørlandið Føroyar. Men hugtakið kann tíverri eisini brúkast eitt sindur meira álvarsliga í eini marrukendari framtíðarvisión av Føroyum við oyggjum avtaglaðum av turistlist, altso standmyndum av misjavnari dygd av risum og kellingum, huldufólkum, marmenlum, nykum osfr.

Amatøroyar er stuttlig, fjákut, men eisini hvøss satira, sum tveir lesandi útsetar, Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen standa fyri. Fyrstnevndi er vistnokk bæði liðugt lisin og fluttur heim fyri kortum. Men teir royna kortini at halda fram, hóast teir enn ongan stuðul hava fingið frá Atlantsflogi; hesin lamenterandi óstuðul er nú vorðin fastur táttur av satiruni. Tað gongur nokk - gorlakkarnir eru so mikið populerir, at teir verða crowdfundaðir. Tað føroyskdanska perspektivið í sendingini er nokk so serføroyskt við tað, at fatanin av Danmark er avmarkað til tað staðið í landinum, sum avvarðandi føroyingur lesur, og sum altso ofta er København. Teir báðir vertirnir roksa og fnisa eina rúgvu, og viðgera stórt sum smátt við einum serligum forkærleika fyri løgnum matuppskriftum sum Mr. Lee-salat og Høsnarunga í cola (???!!!) Prátið er live on tape uttan faktakekk og aðrar fínheitir. Tað hevur við sær, at løgin ting sum t.d. ein grundleggjandi misfatan av optiska hugtakinum “bygningsfeilur” ikki verður klipt burtur, men í og við, at sendingin er merkt av eini í føroyskum miðlahøpi sjáldsamari nærveru, aktualiteti og timing, lurti eg eftir Amatøroyar og njóti láturin og ta politisku ókorrektheitina. Eg ógvist, tá navngivnir persónar verða viðmerktir og flentir at, men fegnist altso eisini um erligheitina og viljan at risikera nakað. Hetta er befríandi at lurta eftir.

Kring landið alt í býar- og bygdastýrum, stórum sum smáum verður arbeitt áhaldandi til tess at fáa part av skinandi turistgullinum, sum floymir yvir Føroyar. Tíðirnar eru jú góðar, búskapurin rúkandi heitur og pengar eru sum kunnugt alt – tá ferðafólk til dømis eru til ampa fyri fugl og náttúru, ja so eitur kuranta loysnin brúkaragjald. Og spurningin hvørt fuglurin fær nakað burtur úr hesum pengunum, er bara ikki áhugaverdur at spyrja so leingi sum pengarnir rulla í kassan. Gev fólkinum skíðlyftir!

Ein av mátunum at tiltrekkja ferðafólk hevur við list at gera. Í Mikladali lótu tey gera standmynd av Kópakonuni, ið síðan hevur verið ein veritabul ferðafólkamagnet. Sameiningin millum lokalu søgnina, ta naknu, eiggiligu bronsukvinnuna og dramatisku náttúruna, brimið, mjørkan, sólina og fjøllini hevur víst seg at vera júst tað, sum øll ferðafólk ynskja at síggja. Tískil spríkja nú fram allahanda standmyndir á vøkrum plássum í Føroyum, ein nykur á Vatnsoyri, ein marmenlastandmynd skal setast upp í Elduvík og suðuri í Vági er Toftaregin í gerð.

Tað er kanska ikki lætt at skilja hvussu allur hesin standmyndaaktiviteturin kann gerast ein trupulleiki fyri Føroyar, men tað kann hann av fleiri orsøkum og minst til, at standmyndir í Føroyum umboða okkum øll. Fyrsta orsøkin hevur við misjøvnu listaligu dygdina at gera, og sum eisini er tengd at sjálvari bíleggingini. Eitt er tey anakronistisku krøvini so sum, at standmyndin skal vera figurativ og at hon innihaldsliga skal ímynda eina lokala søgn. Eisini er brúkið av amatørum ein trupulleiki, ið gongur út yvir dygdina; standmyndin endar ofta við at vera kostnaðarmikil, sjálvt um tann, sum hevur gjørt standmyndina einki fær. Tí tilfar og uppseting er dýrt og tað er ein trupulleiki fyri kommunukassan, ið heilt vist kundi brúkt peningin til okkurt annað skilagott.

Her er so mangt, vit kundu spurt okkum sjálvi um í hesum sambandi. Til dømis kunnu vit spyrja um okkara firðir, lendingar og klettar hava tørv á at verða “pyntaðar” við “autentiskum” standmyndum / ítøkiliggjørdari yvirtrúgv. Verður talan ikki bara um eina tivoliseraðar Amatøroyar við hópin av ótíðarsvarandi kitsch uttan sans fyri listaligari dygd, hvørs meginynski er at tekkjast ferðafólkum? Og er tað ikki eitt kempiproblem?