Sum kunnugt er meginparturin av listprýðingini á Glasi stødd í brandtrappunum, men verkini hjá tveimum av teimum sjey avvarðandi listafólkunum verða stødd inni í hitanum ella skulu vit siga í kuldanum, tí har er eitt sindur kalt í støðum á Glasi, og her hugsi eg ikki um tann sera svingandi temperaturin í bygninginum, men um tað arkitektfagnaða glas- og betongtilfarið, ið er flott, modernað og skínandi, men sum tilfarsliga tykist hart, kalt og kontrollerað. Eitt sindur av listarligum villskapi, hita og kolorismu hevði ivaleyst klætt Glasi.
Tvey av listafólkunum í Glasir-verkætlanini hava verk inni í sjálvum høvuðsbygninginum; verkið hjá Hanna Bjartalíð er úr træi meðan prýðingin hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er úr føroyskari ull. Verkið hjá Hanna Bjartalíð fer at verða sett upp á fjórðu hædd og verkini hjá Ragnhild H.Højgaard eru hongd upp niðast í bygninginum har sum auditoriini eru. Har er eitt sindur rokaligt enn við betongdusti osfr., men allíkavæl ber til at uppliva tekstilverkini, ið eru serstakliga væl eydnað.
Í øllum tí slætta og blanka Glasirbygninginum er taktila, ullinta tilfarið hjá Ragnhild H.Højgaard eins og ein fjálg opinbering, ið tú sum áskoðari fært hug at balla teg í. Myndevnisliga minnir grafiska mynstringin partvíst á eitt landslag eins og hon eyðsýnliga sipar til bygningin, til arkitektoniskar staklutir, trappur o.a. og fær áskoðaran at ivast í hvørt myndateppini eru gjøgnumskygd ella ikki. Hetta er sera elegant gjørt - tað er abstrakt, men við hópin av figurativum assosiatións-møguleikum. Litirnir eru einfaldir. Í tí minna fyrilestrarsalinum hevur listakvinnan brúkt helvt um helvt av ljósagráum og myrkagráum. Og í størra hølinum hevur hon brúkt hvítt og ljósamorreytt. Sambært Ragnhild H.Højgaard stavar mynstringin upprunaliga frá eini viðgjørdari fotomynd, ið hon síðani hevur umskrivað til talgildar vevifílar. Endaliga úrslitið er maskinvovið í samstarvi við eina vevstovu í Litava.