Tann føroyska bókin, Træið, eftir Bárð Oskarsson hevur vunnið barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurránum í 2018. Tað varð almannakunngjørt í dag á Mýrin, altjóða barna- og ungdómsbókmnentafestivalurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Soleiðis grundgevur dómsnevndin: ”Dómsnevndin hevur valt Træið, tí at bókin hevur einfaldar og skemtingarsamar tekningar, við dámligum huglagi. Søgan, sum er samansett av teksti og myndum, hevur eina heimspekiliga dýpd, sum koma til sjóndar í fleiri løgum.”
Hesi vóru tilnevnd:
Føroyar: Bárður Oskarsson, Træið, myndabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2017.
Grønland: Maja-Lisa Kehlet, Kammagiitta! Vil du være min ven?, myndabók, Milik, 2017.
Ísland: Kristín Ragna Gunnarsdóttir, Úlfur og Eddaog dýrgripin, skaldsøga, Bókabeitan, 2016.
Virðislønin verður handað annaðhvørt ár. Tær ymisku dómsnevndirnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi velja eina bók frá hvørjum landi. Ein útnorðurlendsk dómsnevnd, sum er mannað við formonnunum úr dómsnevndunum frá londunum í útnorðri, velur eina av teimum trimum bókunum. Oddfríður Marni Rasmussen umboðar føroysku dómsnevndina Hildur Ýr Ísberg ta íslendsku Erika Baadh Nielsen ta grønlendsku. Virðislønin er á 60.000 krónur.