Nevember

a2450599936_10.jpg

Fríggjadagin 2. november 2018 gevur plátufelagið Kervið út fyrstu útgávuna hjá Hús “Nevember“. 

Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið er best kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel. Tónleikurin hjá Hús verður í tíðindaskrivi lýstur sum ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sofia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av 'Nevember' varð skrivaður. 

Eg havi googlað orðið Nevember og Google sigur, at “Nevember may be misspelled”, tó tað rokni eg ikki við. Heldur kann talan vera um eitt samansett orð ella ein hybrid millum heitið á núverandi mánaðinum og okkurt annað? Nevember kann t.d. sipa til noktandi orðið Never og letur hetta upp fyri nógvum tulkingarmøguleikum - kanska snýr atmosferiski tónleikurin seg um ein óveruligan november onkrastaðni í hugans neverland? Í øllum førum tykist noktandi orðingin hóska væl saman við tónleikinum, sum í stóran mun myndast av brakandi óljóðum og øðrum negatiónum. Sjálv heildin er somuleiðis í stóran mun myndað av ljóðum, sum verða skrúvað niður/mjútað. Kirstin Helgadóttir gjørdi tað fína, minimalistiska/grafiska videolagið, ið sæst her: