Stór lítil og lítil stór list í Kbh
/'Big Art', Jeppe Hein, 'Modified Social Bench' (2012), Victor Ash 'Car Mountains' (2018). Installationview, Kunsthal Charlottenborg, 2018. Photo by Anders Sune Berg.
Í sambandi við ein fyrilestur á Norðurbryggjuni um samtíðarlist í Føroyum havi eg verið nakrar dagar í Keypmannhavn har eg hostandi av stórbýardusti í kjalarvørrinum av storminum, Knúti, kundi staðfesta, at heystið í roynd og veru er komið til danska høvuðsstaðin. Harvið er ein ørgrynna av listaframsýningum latin upp, sum eg havi sæð – ikki allar, men nakrar góðar og onkra minni góða.
Eg fór fyrst ein túr á Charlottenborg at síggja framsýningina BIG ART. Søguligi framsýningarskálin hevur síðani 1883 verið karmur um framsýningar knýttar at kongaliga listaakdeminum, og hevur síðani 2007 itið Kunsthal Charlottenborg. Síðani staðið varð stovnað sum listahøll, hevur tað verið rikið við skiftandi eydnu og nógvar hava diskussiónirnar verið hvørt tað var rætt at tveita listafólkafelagsskapirnir fyri dyr.
Síðstu trý árini hevur Michael Thouber sitið í stjórastólinum og tað er hann, sum stendur aftanfyri ambitiøsu framsýningina og samstarvið við kenda danska arkitektin, Bjarke Ingels, sum vit í Føroyum ikki minst kenna frá Glasi.
Við inngongdina til framsýningarhølið verður hugskotið við framsýningini lýst. M.a. verður greitt frá samstarvinum millum arkitektar og listafólk og týdningarmiklu menningini av listarliga hugskotinum innan arkitektonisku karmarnar. Eg standi eina løtu og undrist og hugsi um vantandi samansjóðing av list og byggilist á Glasi, har listin fyri tað mesta er skúgvað til viks út í trappuuppgongdirnar, sum jú ikki eru sjónligar inni í bygninginum. Her lekur eyðsýniliga millum teori og praksis hjá BIG. Ummælini av framsýningini BIG ART taka sum heild undir við henni. Eg lesi í portrettgrein í Politiken 23.sept.2018 (Manden der kom ind fra højre eftir Camilla Stockmann), at Michael Thouber upprunaliga tóktist vera outsidari í Keypmanna-havnska listalívinum, tí hann er føddur og uppvaksin á Fjóni, og tí hann politiskt er høgravendur. -Men í dag kunnu vit jú væl siga, at hann hoyrir til fleirtalið í Danmark, tí landið er borgarligt og hamskift í mongum. So sterkt er høgrarákið, at sjálvt tann danski javnaðarflokkurin/ Socialdemokratiet tykist flyta seg tann vegin. Eftir at hava sæð framsýningina, undrist eg á orsøkina til hví framsýningin BIG ART er so væl umtókt sum hon er við hópin av gestum, jaligum ummælum osfr. Framsýningin er sensatiónsstór, gamaní, eins og hon er larmandi og popput uttan at fáa serliga nógv burtur úr støddini, óljóðinum og slætta smartleikanum.
Framsýningin fevnir um samstarv millum BIG og nítjan kend listafólk: A Kassen, Victor Ash, Douglas Coupland, Es Devlin, Shepard Fairey, Peter Funch, Julie Edel Hardenberg, Jeppe Hein, HuskMitNavn, John Kørner, Benoit Maire, Tomás Saraceno, Kaspar Astrup Schröder, Snarkitecture, SUPERFLEX, Martin de Thurah, Lars von Trier, Andrew Zuckerman og Ai Weiwei. Tað er Michael Thouber, ið hevur kuraterað framsýningina saman við BIG-Bjarke Ingels Group. Og sjálvsagt er okkurt hendingagott verk at síggja á framsýningini, t.d. grafittiverkið og installatiónina hjá Victor Ash við ítøkiligum bilvrakum og einum útstappaðum úlvi, ið stendur ovast á einum bilvraki eins og sigrandi máttur í einum kaotiskum heimi aftan á civilisatiónina.
Eg var til fleiri aðrar framsýningar, ið tó, at tær vóru smærri, høvdu meira uppá seg og í hvussu er fingu mítt hugflog á ferð. Eitt nú surrealismuframsýningin á Kunstforeningen Gammel Strand, har nógvar góðar skitsur og verk eru at síggja hjá trimum listakvinnum, ið av ymsum orsøkum vóru gloymdar og ikki hava fingið ta staðseting í danskari listasøgu, sum tær hava uppiborið. Talan er um Franciska Clausen, Rita Kernn-Larsen og Elsa Thoresen, ið allar fingu íblástur frá avantgardulistini í 1920´unum og sum funnu saman við surrealistunum í 1930´unum. Heitið á framsýningini er Kvindernes Surrealisme, og tískil er dentur lagdur á surrealistisku verkini hjá teimum trimum listakvinnunum, ið eru sera ymiskar, og sum á ymsan hátt skpa droymandi, surrealistisk verk. Tað er áhugavert (og ein orsøk til at viðmæla framsýningina), at fleiri av verkunum tykjast væl nýggjari enn tey eru. Tú verður í heilum bilsin, tá tú sært árstalið saman við heitinum á verkunum.
Franciska Clausen: Skrúvan (1926)
Rita Kernn-Larsen: Veitslan (1935)
Else Thoresen: Klassiskt landslag (1937)
Í Classensgade 7 liggja eina eini stór, gul hús, ið síðani 1980 hava verið listafólkahús í løtuni við starvsstovum hjá 19 listafólkum. Onkuntíð hava tey opið hús, so at til ber at síggja hvat hesi fólkini fáast við, men húsini hava eisini verið karmur um ymiskt framsýningarvirksemi; eitt nú hevur Svend Danielsen havt sínar framsýningar í tí sonevnda Svends Bibliotek her. Leygardagin var endabrestur/finissage á retrospektivu endaframsýning í kjallaranum í D7, har hópin av listafólkum taka lut undir leiðslu av listakvinnuni og kuratorinum Melou Vanggard. Og sjálvt um talan er um eina endaframsýning, og at framsýningarstaðið altso letur aftur, var gott lag. Blíði fyriskiparin vísti mær runt í framsýningini og tað var áhugavert - og so beint øvugt av øllum, sum eg hevði sæð á Charlottenborg. Hesi kjallarahølini eru rá og slitin, myrk og dustmikil, men við hópin av spælandi verkum og listafólkum, ið duga at taka atlit til tey øðrvísi hølini. Ikki minst stuttligt var tað, tá Vanggard fór at greiða mær frá verkinum hjá Claus Carstensen við løgnu áskriftini “Miðfingurin til Miðflokkin”, sum eg helst skilti betri enn hon, sum greiddi mær frá. Gott var allíkavæl at tiga og lurta eftir tí nógva, mær var sagt. Í kataloginum hevur Claus Carstensen skrivað áhugaverd fororð, ið snúgva seg um listafólkastýrd framsýningarstøð.
Claus Carstensen: Miðfingurin til Miðflokkin
Andreas Schlaegel - The Star Show D7 - ein standmynd og dupultstólur úr skúrisvampum