Heystlist í Steinprenti
/Nú heystódnirnar so smátt hava brett upp um armar og eru farnar í gongd við at halda levint og gang, meðan myrkrið ger seg út til at myrkna, hvat er tá frægari at gera enn at savnast kring ta góðu listina?
Ein nýggj framsýning við nýggjari og eldri grafiskari list, vatnlitsmálningum og tusjtekningum er latin upp í Steinprenti. Framsýnd verða verk hjá Tróndi Patursson (FO), Hanna Bjartalíð (FO/FIN), Julie Sass (DK), Inge Lise Westmann (DK), Fríðu Matras Brekku (FO) og Anna Seppälä (FIN).
Trónd Patursson kenna tey flestu. Hann er við á framsýningini uppá tveir mátar; sum listamaður og model, tí hann er myndevnið á fína silvurprentinum hjá Fríðu Matras Brekku. Tróndur hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti í nakrar vikur, har hann hevur gjørt sjey prent, harav tey fimm verða framsýnd. Myndevnini eru tey ikonisku við einum sterkt bláum, reyðum, grønum ella gulum botni og so einum organiskum svørtum kalligrafiskum mynstrið omaná. Millum svarta mynstrið og bjarta lithavið kyknar eitt veldugt rúm við ímyndanini av kosmos millum himmal og hav.
Hjá Inge Lise Westmann snýr tað seg somuleiðis um náttúruna, men perspektivið tykist eksistentialistiskt – í øllum førum bera hesar myndir brá av menniskjasporum í náttúruni. Hanni Bjartalíð hevur teknað vakrar tusjtekningar av rúmum við figurum og lutum, sum verða framsýndar saman við trimum prentum av eini plantu, sum sæst eins og eitt myrkt mynstur upp móti eini einlittari bakgrund. Og sjálvt um lýsingin av hesum myndum kundi líkst lýsingini av myndunum hjá Tróndi, er stórur munur á teimum. Hjá Hanna Bjartalíð er eingin lutur ov lítil ella ov týdningsleysur til at gerast myndevni – her er tað ikki stórbært og øgiligt, men meira inniligt og heimligt við plássi fyri vakurleikanum í tí, sum er kring okkum.
Á framsýningini hongur ein framúrskarandi svørt mynd hjá Julie Sass, sum hevur arbeitt nógv í Steinprenti og hevur t.d. gjørt fleiri bøkur í samstarvi við Steinprent. Fyri stuttum kom bókin JULIE SASS: Temporary Constellation út við tekstum hjá nógvum ymiskum høvundum, ið øll skriva um einstøk verk hjá Julie, t.d. Mikkel Bogh, Dina Vester Feilberg, Barry Schwabsky og undirritaða, Kinna Poulsen.
Myndevnið hjá Anna Seppälä er fyrst og fremst menniskjað – eisini tá myndirnar hava heiti, ið sipa til uttanjarðligar vitverur. Hygg bara eftir hasum grøna dronginum, sum kagar út millum bløðini á eini pottaplantu; góðan dagin harra Livingstone - er tað í tí fremmanda, vit møta okkum sjálvum?
Kuraterað framsýningina hevur Louise Aakerman Nielsen. Steinprent er opið mánadag til fríggjadag frá 9-17 og leygardag frá 11-16.
Kinna Poulsen
Føroysk bók um minnissvinn vinnur barnabókavirðisløn
/Mynd: Norðurbryggjan
Dánial Hoydal og Annika Øyrabø hava vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", ið snýr seg um ein abba, sum broytist og er farin at gloyma. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út bókina í 2021, sum longu hevur vunnið M.A.Jacobsens Barnamentanarvirðisløn.
Útnorðurráðið lýsir í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis:
Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarhorninum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði.
Tað sær út til at ganga rættiliga væl fyri føroyskar barnabókmentir fyri tíðina, hurrá og hjartaliga til lukku!
Hesar tríggjar bøkurnar vóru í uppskoti at vinna Vestnordisk Råds Børne- og ungdomslitteraturpris 2022
Listaverk til Margretu drottning tekur skap
/Í morgun vóru tær tríggjar listakvinnurnar, Jessie Kleeman úr Grønlandi, Gudrun Hasle úr Danmark og føroyska Hansina Iversen í morgunsendingini hjá TV2. Hetta var viðvíkjandi listaverkinum, sum tær gera til Margreta drottning í sambandi við hennara 50 ára jubileum. Hátíðarhaldið er fleiri ferð útsett og var eisini í gjár eitt sindur tálmað av, at starvsfelagin, drottning Elisabet í Bretlandi nú fór í annað ljós, men kortini var gallasýning í kongaliga teatrinum leygarkvøldið. Margreta drottning er sjáldsama listáhugað og hetta munnu tey hava havt í huga í sambandi við hátíðarhaldið. Í januar í ár avdúkaði danski statsministarin, Mette Frederiksen, at gávan til drottningina frá fólkatinginum var ein listagáva, eitt listaverk við støði í ríkisfelagsskapinum.
Hansina Iversen greiddi í samrøðu við vertin á morgunsendingini frá, at uppgávan var bundin og opin í senn, og at verkið onkursvegna skuldi snúgva seg um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, sum tær tríggjar umboða. Grundarlagið í verkinum verður vatn ella tann sjógvurin, sum bæði skilir og bindur okkum saman. Jessie Kleeman arbeiðir við fiskum og eggum sum myndevni, Gudrun Hasle avmyndar hagasóljur, meðan Hansina Iversen arbeiðir abstrakt við støði í teimum átjan oyggjunum, ið mynda Føroyar. Skapini hjá henni minna um gimsteinar og stjørnur - her hevur hon eitt nú hugsað um stjørnurnar sum vegvísarar. Jørð, hav og himmal eru sostatt umboðað í verkinum, sum verður staðsett við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn.
Gávan til drottningina á 50 ára føðingardegnum var ein røð av prýðisteppum, sum Bjørn Nørgaard gjørdi
Jessie Kleeman, Hansina Iversen og Gudrun Hasle - fotomyndir TV2
Stál – blómur – gips - poesi
/Herfyri læt ein framsýning við samtíðarlist upp í Listaskálanum – ein av framsýnarunum er Jóhan Martin Christiansen, ið júst er heimkomin úr Bulgaria.
Ein ísakaldan hásummardag fór eg ein túr í Hoydalar at hitta listamannin Jóhan Martin Christiansen fyri at fregnast um verkætlanina, sum hann var í holtur við og sum er partur av framsýningini í Listasavni Føroya Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati. Í Hoydølum hevur Jóhan Martin arbeitt inni í tí gula, grafittiskrýdda skúrinum, sum einaferð í tíðini varð brúkt sum roykirúm. Nú er hesin skúrur partur av listafasilitetunum, sum verða fyrisitin av Listafólkasambandi Føroyar, LISA.
- Viðtal við Jóhan Martin Christiansen
Virkisleið
Jóhan Martin Christiansen er Havnamaður – føddur í 1987. Tó at hann er ungur, hevur hann longu havt eina lutfalsliga drúgva virkisleið. Hann byrjaði tíðliga og slóg sítt navn fast á føroyska og danska listpallinum við búnum framsýningum á gallaríum og stovnum. Hann arbeiðir tilfarsliga fjølbroytt við m.a. gipsi, tekstil, steinprenti, performance, video og stáli, men fruktir, greinar, ljós, blómur, poesi umframt eitt úrval av readymades lutum kunnu eisini vera partar av hansara verkum. Jóhan Martin Christiansen er útbúgvin á akademinum í Malmö, har hann var liðugur sum Master of fine arts innan myndlist í 2014. Hann hevur tikið lut á nógvum blandaðum framsýningum í Føroyum og uttanlands, eins og hann hevur havt serframsýningar í eitt nú Steinprenti, Listasavni Føroya, Víngarðinum, Norðurbryggjuni, Møstings Hus og í Listahøllini saman við Hansinu Iversen.
Giotto: Hvítusunna 1306
Byggivirksemi
Tá eg tríni út úr bilinum uttan fyri gomlu Gentukostdeildina síggi eg alt fyri eitt hví skúrurin í Hoydølum er hóskandi verkstaður til nýggju verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Tey eru rættiliga stór í vavi, hesin eini parturin av verkinum, sum hann arbeiðir uppá, meðan eg vitji í Hoydølum, er ein avlong kassakonstruktión úr reyðum stáli, sum mann kann ganga inn í og sum í stundini fær meg at hugsa um myndkonstruktiónirnar hjá italska listamanninum Giotto di Bondone. Tað sama hendir ofta, tá eg hyggi at verkum hjá Silju Strøm, men hetta hevur einki við stílsligar líkleikar ella eftirgerð at gera. - Tað er bara eitt slag av fruktagóðum assosiatiónsvirksemi, sum hendir av sær sjálvum, tá mann sær áhugaverda list. Um eg hugsi meg um, hevur eitt ávíst brá av konstruktivum byggivirksemi verið partur av listini hjá Jóhan Martini leingi og í øllum førum líka síðani framsýningina, hann hevði í Galleri Henningsen fyri tíggju árum síðani, sum m.a. varð myndað av rustaðum rionet-stáli. Í nógvum myndum hjá Giotto, málar hann persónarnar inn í ymisk løgin rúm við gjøgnumskygdum veggjum. Tað vil siga, at tað bara er sjálv konstruktiónin, sum sæst. Listfrøðingar vísa ofta á ymsar perspektiviskar skeivleikar í hesum konstruktiónum til tess at staðfesta, at hesar myndir eru málaðar áðrenn centralperspektiviski spurningurin var rætt loystur av renesansulistafólkum. Eg ímyndi mær kortini, at har var annað og meir uppá spæl fyri Giotto enn bara perspektiviskar fintur. Strukturarnir mynda eitt rúm ella okkurt slag av rammu kring figurararnar, sum av tí sama koma tættari saman inni í rúminum. Kanska leggur listamaðurin við hesum dent á nærleika og kærleika millum persónarnar, sum hann málar inni í rúminum. Møguliga gerst rúmið eisini eitt heilagt stað t.d. í teirri løtu, tá heilagi andin kemur yvir lærusveinarnar ella tá teir eta seinasta náttaran saman við Jesusi. Rúmið kann eisini vera eitt intimt rúm eins og klivarnir, listakvinnan Louise Bourgeois byrjaði at skapa í 1989. Hon gjørdi yvir trýss av hesum verkunum Structures of Existence: The cells, ið eru ítøkilig smá og størri rúm úr stáli ella træi við ymsum lutum, innbúgvi og skulpturellum skapum, sum eru sett upp eins og sálarfrøðilig mikrokosmos við persónligum tilverusøgum, ið eru universalar og venda sær til øll menniskju.
Louise Bourgeois Cell (You better grow up) 1993
Tilfar
Eg byrji samrøðuna við at spyrja um tilfarið í installatiónunum, sum minnir um okkurt av verkunum, ið Jóhan Martin framsýndi á Tell It To My Heart framsýningini í Steinprenti í fjør og sum var gjørt úr sama slagi av stáli við ljósarmaturum.
KP: Hví brúkar tú tílíkt byggitilfar, hvat er tað serliga við tí?
JMC: Grundleggjandi snýr tað seg um eina fascinatión av tilfari og ikki minst um at flyta tilfar úr einum samanhangi til ein annan. Talan er ofta um tilfar, sum ikki er so vanligt í listaligum høpi. Eg leiti eftir tilfari, sum er einfalt í sínum úttrykki. Tað er rættiliga líkatil – har er pláss hjá mær at skapa. Júst hetta stálið, sum eg brúki til verkini á Brot framsýningini, og sum eg havi brúkt til aðrar framsýningar, fann eg av tilvild. Eg hevði tað liggjandi á atelierinum í eini tvey ár áðrenn eg gjørdi nakað burturúr tí, men so kom gongd á; eg fann eitt úttrykk, har tilfar og formur spælir saman. Skapini kunnu líkjast onkrum fragmentum úr t.d. býarrúminum, ið er sett upp fyribils. Stálið er í sær sjálvum eitt hart tilfar, tað umboðar nakað ávíst, sum vit seta í samband við verksmiðjur, byggjarí og annað líkandi. Stálið verður so sett saman við øðrum tilfari, t.d. ljósi og forgeingiligum tilfari, blómur og fruktir. Ein samanrenning av tilfari, sum er so óvæntað, at nýggjar merkingar spretta í samansetingini og í millumrúmunum.
KP: Á framsýningini Spor var ein nokk so stórur partur myndaður av gips- og tekstilverkum. Hvussu er – Ert tú hildin uppat við hesum tilfarum?
JMC: Ja og nei. Eg arbeiði enn nógv við gipsrelieffum, men kanska ikki so nógv við tekstilverkum í løtuni. Til dømis sýni eg nøkur gipsrelief fram saman við stálskulpturum á eini serframsýning í gallarínum Heerz Tooya í Veliko Turnovo, Bulgaria. Eg kann eisini nevna, at eg skal gera nøkur nýggj relieff til eina serframsýning í Danske Grafikeres Hus komandi ár. Verk í stórum skala, ið eru eins og rúm at kava inn í. Og so er eisini framsýning við gipsrelieffum í Víngarðinum í oktober. So samanumtikið haldi eg, at tað er heilt nógv gips í løtuni.
Tú ert eitt blomstur…
KP: Hetta nýggja verkið til framsýningina í Listasavninum - hvat snýr tað seg um?
JMC: Tú er eitt blomstur og um veturin sakni eg teg er eitt spildurnýtt verk, sum ikki er lætt at seta orð á, tí tað er so feskt. Men grundleggjandi er hetta eitt verk í fimm pørtum. Tað er myndað úr reyðlittum stáli frá MEST og minnir um eitt byggistillass, ið skapar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari, sitrónum, blómum í ymiskum løgum osv. sum standa á grálittum glashillum. Her hugsi eg um kyrrlutamyndir úr listasøguni, tað barokka, har matur, blómur, tímagløs, skøltar og alt møguligt annað er ein allegori, sum minnir okkum á, at lívið er forgeingiligt. Men eg havi so roynt at dagføra hetta eitt sindur. Á verkini havi eg fest ljósrør, sum gevur teimum eitt grafiskt skap, samstundis sum hetta er ljóskeldan til sjálv verkini av tí, at ljósið í loftinum er sløkt. Av tí at verkið er so stórt og í fleiri pørtum, kann tað kennast sindur sum at ganga og mala um náttina í býarrúmum, framvið neonljósi og inn í skýmlig skot – tað er næstan sum í einum filmi, bara uttan eina ítøkiliga søgugond.
Frá bulgarsku framsýningini hjá Jóhan Martini Christiansen
KP: Hevur format ella stødd nakað at siga í tínum verkum?
JMC: Ja, tað hevur týdning. Sum eg nevndi, so er ofta samanhangur millum stødd, proportión osfr. á verkum, og tað rúmið uttanfyri, sum tey eru sprottin úr og peika á. Til dømis so havi eg roynt at skapa nýggja verkið til Listaskálan í einum 1:1 skala, at tað vit uppliva í skálanum er næstan sum at uppliva veruleikan. At kroppurin onkursvegna merkir støddina, skala osv. Bæði um talan er um smá ella stór verk hevur tað týdning, at tað verður etablerað eitt kropsligt samband millum verk og áskoðara. Verkini taka sum nevnt ofta útgangsstøði í einum formi sum longu finnist, t.d. eru relieffini avstoypingar av pappi eg finni, og fyri tað mesta geri eg ikki annað við tað enn at gera eina avstoyping av pappinum.
Framsýningarheitið
KP: Heitið á verkinum tykist bæði poetiskt og banalt sum ein kærleikspoppsangur, kanst tú greiða frá heitinum og leiklutinum sum heild hjá einum heiti?
JMC: Popløg liggja ofta á markinum til kitsch. Men verða tey flutt inn í ein annan samanhang og kanska eisini umsett, so skifta tey ham, tey verða innilig. Til dømis Tell It To My Heart, sum verður til Sig tað við mítt hjarta á føroyskum. Eg havi einki einfalt svar, men ofta eru míni verkheiti brot úr sangum, har eitt eg og eitt tú luttaka. Eg og tú kunnu skiljast bæði heilt ítøkiligt, men talan kann eisini vera um eina innaru rødd, sum tosar við seg sjálva. Ella tilfar, sum tosa saman og hevur tvey sjónarmið. Heitið er bæði ítøkiligt, men eisini abstrakt, fleirtýðugt soleiðis, at tað kann skiljast í fleiri løgum.T.d. er ”Tú er eitt blomstur” ein nokkso banalur setningur, men hinvegin eri eg greiður yvir hetta, at tað líkasum er meiningin at tað skurrar eitt sindur. Tað er eisini ein innbygdur longsul í heitinum: ”um veturin sakni eg teg”. Hvat er hetta fyri ein longsul? Er talan um kærleika, ella er tað kanska kenslan av at kenna seg fremmandagjørdan, at vera millum støð og at royna at balansera í øllum hesum. Heitið er ikki ein forkláring, men heldur ein viðmerking, eitt perspektiv, sum kann lata ein javnfjaran heim upp.
KP: Onkur av verkunum á framsýningini Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati vóru við á framsýningin Samrøður um mjørka. List í Føroyum í 21.øld, sum yvirritaða kurateraði á Norðurbryggjuni í 2020, men ikki tíni verk, hvar eru hesi í grundini stødd nú?
Samrøður um mjørka
JMC: Eitt av hesum verkunum, tað ið kallast Flip Flop er í løtuni á tour. Tað er við á eini bólkaframsýning, sum kallast Down Иorth – North Atlantic Triennal, ið fyrst lat upp í Portland Museum of Art í Maine, USA, síðani í Listasafn Reykjavíkur - Hafnarhús í oktober og at enda í Bildmuseet í Umeå, Svøríki næsta ár.
Samanhangir
KP: Tey verkini vóru bæði skapt in situ á staðnum í framsýningar-rúminum á Norðurbryggjuni. Verkini mintu um hvønn annan og bóru brá av bæði undirgangi og føðing eins og strukturar í ferð við at lata seg upp ella aftur. Hesi verkini mintu aftur eitt sindur um eitt verk á framsýningini Lonely Hearts (2018) á Skipasmiðjuni, sum eisini var eitt skap, ið tóktist lata seg upp ella lata seg aftur eins og ein ostra. Í hesum verkinum lógu sitrónir og úlnaðu og fóru so spakuliga at lukta av forfalli og undirgangi eins og ein barokk memento mori áminning um tað stokkuta lívið. Hesi verkini haldi eg hava týdning í tínum samlaða verki higartil, men tey tykjast kortini rættiliga øðrvísi enn hetta nýggja verkið – er nakar samanhangur heldur tú og kanst tú lýsa hann?
Lonely Hearts
JMC: Eg haldi avgjørt at tað er ein samanhangur millum øll míni verk, sama um tey eru tvey- ella trýdimensionell. Flestu av mínum verkum eru borin av einum minimalum úttrykki, ikki at skilja sum minimalisma, men tað, at tey eru still verk, sum ikki oysa um seg við frágreiðingum. Áskoðarin skal brúka og skerpa sínar sansir. I verkunum liggja hjátýdningar, sum so við og við lata seg upp, um ein er opin. Í nýggju verkunum, bæði tað sum verður víst í Listaskálanum og tað á Heerz Tooya eru blómur og fruktir partur av installatiónini. Tú nevnir onkrar møguleikar so sum forfall og vakurleika alt í einum. Mær dámar væl tað tvítýdda, at hesi spegla sær í hvørjum øðrum, samstundis sum talar er um kontrastir. Í nýggju verkunum eru til dømis proteindrykkir og haldfør mjólk, sum vísa til nútíð og fortíð, men sum bæði snúgva seg um onkra roynd at leingja um eittt avmarkað haldføri.
Maskulin list?
KP: Ja, forfall, undirgangur og spor eru afturvendandi temu í tínari list, men her er eisini nakað kropsligt og intimt í verkunum, sum eg eisini haldi vera sera maskulin. Ert tú tilvitaður um kyn í sambandi við tína list?
JMC: Kroppur og kyn, eisini seksualitetur, er heilt sikkurt partur av mínum verkum uttan at verkini sum so snúgva seg beinleiðis um tað. Ella jú, tað kroppsliga er nokkso ítøkiligt til staðar, tí at verkini eru so fysisk, tey eru úrslit av míni kropsligu handfaring. Men tað, at verkini bæði kunnu vera tað vit kalla feminin og maskulin samstundis, ella okkurt stað mitt ímillum, ella alt í senn, haldi eg vera eina styrki.
KP: Tú ert í løtuni við á eini føroyskari samtíðarframsýning í Listasavni Føroya – hvat heldur tú um støðuna – eru vit afturúrsigld enn?
JMC: Eg haldi at tað eru nógv spennandi føroysk listafólk, og at tað henda spennandi ting. T.d. eru listarligu tiltøkini á G! nakað av tí mest spennandi og listaliga granskandi, sum hendir í løtuni. Vit mangla heilt vist eitt stað til samtíðarlistina í Føroyum, eina listahøll, har føroysk og útlendsk cutting edge list verður víst, hetta hevði kanska eisini bøtt sindur um almennu vitanina um tað, ið gongur fyri seg innan listina.
KP: Hevur tað havt týdning fyri teg at kunna arbeiða við tínum verkum í Hoydølum?
JMC: Ja! Nú havi eg sjálvur verið við sum partur av nevndini í LISA í arbeiðinum fyri at skapa arbeiðskarmar til listaligt virksemi í Hoydølum - tað er framvegis stórur tørvur á arbeiðshølum. Tað er heilt fantastiskt at sleppa at arbeiða har eitt tíðarskeið við hesari konkretu verkætlanini. Hoydalar er eitt perfekt stað til slíkt virksemi. Eg droymi enn um eitt stórt kreativt umhvørvi í Hoydølum, har ymiskar listagreinar gera burtur úr sær og og samstarva. Og kanska, at ein residency listafólkabústaðarskipan verður har. Hesum roynir LISA eisini at arbeiða fyri.
Eg takki fyri samrøðuna og fari til hús hugsandi sum so ofta áður, at tað grør um gangandi fót innan føroyska samtíðarlist. Eg gleði meg at síggja Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati – fotomyndirnar her í greinini eru ikki tiknar á framsýningini í Listasavninum – meira um hana seinni.
Vetrarlistin í Víngarðinum
/Í Víngarðinum hava vit skift framsýning og takka fyri stóra áhugan fyri hesari 15.framsýningini hjá okkum, ið hevði heitið “Hetta merkiliga lýsið...” við verkum eftir Zacharias Heinesen og Anker Mortensen.
Nú dagarnir styttast, ætla vit at gera ymiskt burturúr bæði matliga og listaliga. Vit hava sett saman eina dygdargóða og progressiva skrá við listaframsýningum í heyst og vetur. 15.oktober letur upp framsýning við spildurnýggjum verkum eftir Jóhan Martin Christiansen. 3.desember verður tað Julie Sass, ið letur upp framsýning við nýggjum verkum. Vit gleða okkum til framsýningarnar, eisini tær í 2023, tá er foto, málningar og glaslist á skrá - meira um hetta seinni.
Nýggja framsýningin í Víngarðinum, sum er opin frá í dag, 2.sept. eitur LIST ÚR SAVNINUM og ber brá av bæði sorgblídni og lívsgleði. Her eru fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, m.a. ein av Tindhólmi, sum hevur eitt melankolskt romantiskt brá, sum fotografurin ikki bert hevur fingið fram við at taka myndina, men eisini í eftirviðgerð í myrkakamarinum. Fína akvarelmálaða steinprentið hjá Fríðu Matras Brekku av Nólsoynni í gráum og í ljósareyðum támi hevur sama slag av sorgblídni yvir sær nú vit siga summarinum farvæl. Landslagið er eisini afturvendandi myndevni hjá Mariusi Olsen, sum ofta leggur eina serliga, dupulta myndatulking yvir sínar myndir, so at vit varnast landslagið á annan hátt enn vit plaga. Tær báðar vatnlitsmyndirnar hjá Onnu Seppälä eru eyðkendar fyri hesa sermerktu listakvinnu, sum í síni list er eins einastandandi original og hon er inniliga humanistisk. Hon hevur málað ein monumentalan vasa ella krukku, ið er prýdd við teimum fínastu reyðu, bláu og violettu blóðæðrunum. Myndirnar hjá Mariusi Olsen hevur hann gjørt í Steinprenti, har fleiri av hinum framsýndu verkunum hjá m.a. Zven Balslev, Hanna Bjartalíð og Tóroddi Poulsen eisini eru framleidd. Hesa ferð hava vit ikki fernisering, men tit eru øll vælkomin inn á gólvið at hyggja at framsýningini. Tá kvøldið kemur og sól fer í kav er tað ikki so galið at fáa sær eitt glas afturvið góðari list.
Markleys surrealisma
/Surrealistaskápið hjá Marcel Jean
Síðsta vikuskiftið var seinasti kjansur at vitja vitskuvíðkandi framsýningina, Surrealism Beyond Borders, sum Tate Modern í London fyriskipaði saman við The Metropolitan Museum í New York. Kuratorar eru Stephanie D´Alessandro og Matthew Gale.
Listarák ella ismur eru sum kunnugt eitt slag av listasøguligum kassum, ætlaðir eins og praktisk amboð til almenna fatan av listini í ávísum tíðarskeiðum og høpum. Allýsingin av surrealismuni hevur verið lutfalsliga smøl um eitt listarák, sum kyknaði í flóðalduni hjá modernismuni í Europa, tað vil siga í París umleið 1924, eitt rák, sum við denti á tað psykologiska og við støði í dreymum og dreymatýðing hjá Freud og Jung legði dent á at lýsa tá ótilvitaða á symbolskan hátt. Salvador Dali, René Margritte, Meret Oppenheim og Frida Kahlo eru kendir surrealistar, men tað eru so ómetaliga nógv listafólk, hvørs verk hava verið og eru surrealistisk.
Ein sinnisstøða
Eitt ávíst lyndi sæst í okkara tíð til, at framsýningarátøk og útgávur gera upp við ella víðka gamlar listsøguligar allýsingar og júst hetta er galdandi fyri framsýningina á Tate Modern og The Metropolitan Museum, sum víðkar surrealismuhugtakið innihaldsliga, stílsliga og landafrøðiliga. Longu tá vit trína inn í framsýningina fáa vit at vita, at surrealisma í roynd og veru ikki er eitt stílslag men ein sinnisstøða, sum vendir veruleikanum við. Ein sinnisstøða við atliti til at varpa ljós á okkurt óunniligt í gerandisdegnum og á okkara ótilvitaðu trá soleiðis sum hon til dømis kemur fram fyri okkum í dreymum. Tá eitt stílslag verður til eina sinnisstøðu, verður tað av sær sjálvum nokk so markleyst - tá kundu tey eisini framsýnt føroyska list hjá t.d. Tóroddi Poulsen, Silju Strøm, Anný Djurhuus Øssursdóttir ella onkrum øðrum av okkara samtíðarlistafólkum, sum framleiða verk við einum surrealistiskum brá.
Dreymurin dregur
Dreymar hava sjálvandi altíð verið til og als ikki bara í París í 1920´unum. Um vit gáa eftir, eru dreymar framvegis í okkara huga hvønn tann einasta morgun, tá vit vakna, summir marrukendir av strongd og tvingsilsatferð, aðrir flúgvandi poetiskir við djúpari vitan. Á framsýningini síggja vit dømi um surrealismu úr t.d. Buenos Aires, Cairo, Lissabon, Prag, Seoul og Tokyo úr fyrru øld frá tjúgunum til hálvfjersini við denti á ikki bara tað psykologiska, men eisini tað politiska, uppreistrarsinnaða lyndið hjá surrealistum, ið vilja seta seg upp móti øllum autoritetum og definitiónum. Og hvør veit um ikki tað er júst hetta, sum ger, at áhugin er so stórur fyri surrealismu, sum hann er í løtuni – Framsýningin Another Surrealism læt upp í Den Frie í danska høvuðstaðnum síðsta hósdag. Aja, júst sum mann helt, at Freud gamli var væl og virðiliga niðurgrivin og yvirstaðin, er tað hann, mann kemur í tankar um í heilum. Hvussu var tað, Rói Patursson skrivaði? - “Dreymurin dregur Sigmund svevur”. Eins og í hálvfjersunum seta vit í dag spurningar, sum eru skilagóðir, summir. Og vit vita øll, at tað einki nyttar at standa í stað, tosar tú sum lærari um penisøvund og ødipuskompleks ert tú næstan líka perverterað sum tann fyri neyðini detroniseraði Spies rejs og vær glad. Alt sum er fast loysnar, eisini ismuhugtøk – tey kunnu toyggjast, men bara til eitt vist. Tað kann henda, at tú gongur á eini framsýning sum hesari og hugsar: Ja, spennandi, men hví hava tey ikki handan og hasa við eisini og hví í grundini steðga í hálvfjersunum? Svarið er møguliga tað sjálvsagda, at sjálvt um surrealisman er markleys, er veruleikin tað ikki. Har er ikki pláss til meira enn eitt vist – sjálvt í Tate Modern. Men har rúmast nógv á framsýningini, sum er býtt upp í evni og persónar. Markleys surrealisma, Poetisk objekt, Tað óheimliga í tí gerandisliga, Dreymar, Uppreistur fyrst og fremst, Samanrenning í París, Heimurin undir surrealismuni, Kollektivir samleikar, Samanrenning í Haiti, Martinique og Cuba, Eugenio Granell, Ted Jonas, Út um vit og skil, Surrealisma og sex, Samanrenning í Cairo, Samanrenning í Mexico City, Alternativar skipanir, Automatisma.
Hurðar
Framsýningin er stór og væl disponerað í fleiri rúmum, sum eru litsett við vøkrum myrkagráum, myrkabláum og myrkareyðum litum, ið hóska saman og mynda ein samanhangandi karm kring verkini. Framsýningin er fjølbroytt, hølini eru nokk so ymisk, summastaðni eru mest málningar, meðan montrur, fullar av bókum, faldarum, ritum og bløðum eru aðrastaðni. Fyrsta verkið á framsýningini, sum verður sitandi í huganum á mær er framúrskarandi klári og gátuføri málningurin hjá Marcel Jean, Armoire Surréaliste (Surrealistiskt klædnaskáp). Tað er ein sonevndur trompe l´æil málningur, sum á superrealistiskan hátt er meinlíkur einum monumentalum skápi við hurðum, sum gloppa, so at vit hóma eitt landslag aftanfyri hurðarnar. Eg kom alt fyri eitt at hugsa um The Doors og altso ikki bara sýruta tónleikin hjá hálvfjersarabólkinum og heldur ikki bókina hjá Aldous Huxley, The Doors of Perception, sum so, men um sitatið hjá William Blake: “If the doors of perception were cleansed, every thing would appear to man as it is, Infinite. For man has closed himself up, till he sees all things thro' narrow chinks of his cavern.” Málningurin er metalistaligur og snýr seg í stóran mun um surrealismuna, ið summi halda vera óv ítøkiliga og figurativa, men kortini eru fleiri dømi um abstrakta surrealismu á framsýningini t.d. ein málningur hjá Juan Miró.
Max Ernst
Tað kenda ókenda
Í fyrsta framsýningarhølinum eru fleiri surrealistisk høvuðsverk sum t.d. hummaratelefonin hjá Salvador Dali og kenda myndin hjá René Magritte av einum toki, sum kemur guvandi út úr eini kamin, men har er so nógv at síggja, eisini nógv, sum eg ikki havi sæð áður, t.d. einastandandi verkið hjá Max Ernst frá 1924 við heitinum, Deux enfants sont menacés par un rossignol (Tvey børn eru hótt av einum náttargali), sum MoMa eigur. Hetta er um somu tíð ein lítil, glógvandi, yndisligur málningur við turkisbláum himmali og einum fittum húsum við einum reyðum portri, sum røkkur ítøkiliga út úr myndini. Ovarlaga á myndaflatanum sæst ein lítil fuglur, á tekjuni á húsunum rennur ein gráur figurur avstað við einari gentu, onkur er dottin og liggur svímaður, ímeðan gentan vinstrumegin veipar við einum risastórum knívi. Hetta verkið sameinir á hugtakandi hátt okkurt kent og hugnaligt við tað ókenda. Kenslan minnir um hana, mann kann fáa av summum verkum hjá Hanna Bjartalíð, tá mann fær ein varhuga av tómleika og skeivleika, onkrum løgnum í tí kenda og fitta. Og tað er avgjørt ikki einastu ferð, eg á hesi framsýning komi í tankar um týska hugtakið “unheimlich”, ið merkir óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini grein hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar um tað íheimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum “heimlich” og “unheimlich”. Freud ger vart við, at orðini ikki hava øvugta merking, sum mann skuldi trúð og at unheimlich jú er myndað av tí heimliga. Ein orsøk kann vera, at størsti óhugni sum kunnugt kann finnast í tryggasta umhvørvinum og tað er tá tað er tryggast, at óhugnin er minst væntaður – ikoniska senan í brúsubaðnum í Psycho er eins og nógvir aðrir filmar hjá Alfred Hitchcock grundaðir á hesa sannroynd. Framsýningin er yvirhøvur full av verkum, sum kløkka áskoðaran, tí tey gera nakað óvæntað soleiðis sum t.d. áðurnevndi hummarin hjá Dali. Men tað er eisini sera áhugavert at síggja hvussu væl nógv av teimum framsýndu verkunum halda sær – fleiri eru útivið hundrað ára gomul og hava kortini eitt ómetaliga modernað brá, sum saman við tí stóra og vælgjørda kataloginum gera framsýningini til eina framúr uppliving. Hon liggur leingi á.
Dorothea Tanning Eine kleine nachtmusiik 1943
Ein áskoðari hyggur at bókum í eini montru
Rita Kernn-Larsen Atomer 1944
Enrico Baj Bodysnatchers 1959
Pierre Alechinsky Central Park 1965
Juan Miro Mai 68 1968-1973
Tarsila do Amaral Býur (Gøta) 1929
Verkið vísir til fotomynd hjá Man Ray, sum var at síggja í tí fyrsta tíðarritinum av La Révolution Surréaliste 1924
Asger Jorn Uttan heiti 1957
Samtíðarlist í Listasavni Føroya
/Silja Strøm, Quiet Ordinary Things, 2021. Eigari: Føroya Politi og Bygningsstyrelsen.
Í tíðarskeiðinum 26.08.2022 – 15.01.2023 verður stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya. Framsýningin ”Brot” leggur dent á føroyska samtíðarlist í stórum vavi. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Heitið sipar harumframt eisini til frambrot, nýbrot, og tað at bróta frá siðvenjum.
Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar við olju á lørifti, ið koma til hugs, av teirri góðu orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni og hevur verið sterk siðvenja í Føroyum í øldir. Í 1960´unum og 1970´unum flyta vit okkum tó longri og longri frá naturalistiska málninginum og afturkenniliga myndevninum og nærkast abstraktiónini við slóðbrótarum sum Jack Kampmann og Ingálvi av Reyni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni?
Listaverkini á framsýningini hava tað í felag, at tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni, ella nýtt tilfar, og at tann siðbundna, naturalistiska endurgevingin av einum ítøkiligum myndevni er slept. Øðrvísi tilfar so sum byggiskúm, mylar, mjólkarpakkar og mangt annað er at síggja á framsýningini, meðan meira siðbundið tilfar so sum oljumáling og ull verður nýtt á ein hátt, ið víkur frá føroysku siðvenjuni.
Verkini á framsýningini koma inn á fleiri øki og viðgera fjøltáttað evni. Evni sum til dømis tað kropsliga, sambond og burðardygd verða tikin upp, umframt at fleiri av verkunum sipa til rák í alheimslistasøguni. Hóast verkini eru sera fjølbroytt, fáa tey ein felagssamanhang í framsýningarhølinum. Tey tosa saman og siga okkum nakað um tað, sum rørir seg í samtíðarlistini og í samfelagnum í Føroyum í dag.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.
Til minnis um Amariel Norðoy
/Í dag, 14.august 2022 andaðist listamaðurin Amariel Norðoy á Hvidovre Hospital – hesum boðaði dótturin, Kristianna frá umvegis Facebook. Amariel Norðoy varð føddur 9.oktober í 1945 í Klaksvík. Hann var útlærdur skipstimburmaður, men byrjaði á Kunstakademinum í Keypmannahavn 1977 og hevði har Sven Dalsgaard, Knud Nielsen og Robert Jacobsen sum professarar. Amariel Norðoy var liðugur í 1983 og var longu tá væl dámdur millum listáhugaðar danir og føroyingar. Hann var sera aktivur í mong ár og framsýndi mangan einsamallur og saman við øðrum - tað munu vera mong heim, sum hava Amarielmálningar hangandi. Hann er serliga kendur fyri sínar koloristisku landslagsmyndir, málningar og litografi, sum ofta avmynda hav við litsprongdum flykrandi myndaflatum, men Amariel arbeiddi eisini meira eksperimenterandi við eitt nú surrealistiskum readymades m.a. Hansara verk eru ogn hjá m.a. Listasavninum og fleiri bøkur og hefti eru útgivin um listamannin.
Tey seinnu mongu árini málaði hann javnan ein serligan bát, sum heilt ítøkiliga lívbjargaði honum og familjuni, tá hann var barn - heitið á hesum verkunum var tessvegna ofta Útróðrarbørn. Undirritaða var og vitjaði Amariel á atelierinum í 2011. Tað er altíð áhugavert at vitja listafólk í umhvørvinum, har tey skapa. Á vegginum í atelierinum hingu hópin av skitsum, postkortum og fotomyndum og herímillum ein lepi við onkrum, sum Bergur Jacobsen, prestur hevur skrivað um barnaárini í Klaksvík: "Vit vóru útróðrarbørn - havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum havið var lívið!... vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjali Petur, var ein trygd fyri morgindegnum... Vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru... havið gevur og havið tók.. og vit gleddu okkum til at fara á støð... har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong. Vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfyglja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí ta eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur... vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!".
Mikladalur 1997
Manslýsing 1993
Manslýsing 1997
Surrealisturin í Gøtu 60
/Í dag 11.august 2022 fyllir ein av okkara mest sermerktu samtíðarlistafólkum seksti ár. Tað er Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum er ógvuliga fjøltáttaður listamaður, tó at hann er eyðkendur sum teknari, málari, skulptør, installatiónslistafólk konseptlistafólk, fotograf, snikkari og annað mangt.
Hann hevur tikið lut á hópin av framsýningum í Føroyum og uttanlands t.d. var hann á Arken í Ishøj DK við einum serstøkum bili, sum hann hevði málað eitt føroyskt landslag á. Tummas Jákup Thomsen hevur fleiri ferð tikið lut á Lista-G! og hevur skapt fleiri prýðingar, m.a. eina sonevnda pílabygd í Norðragøtu – hann prýddi eisini Gøtu Skúla í 2011.
Kanska er listamaðurin mest kendur fyri sínar surrealistisku blýantstekningar – ofta í ovurstødd – har landsløg og onnur figurativ element verða sett saman við klingrutum mynstrum, sum geva landsløgunum ein surrealistiskan dám av endaloysi. Á eini Heystframsýning fyri mongum árum síðani framsýndi hann ein einastandandi rørandi málning/tekning, sum var gjørdur út frá einari svarthvítari fotomynd av listamanninum, tá hann var smádrongur - hetta verkið hevði ein góðvarnan tóna, men rakti kortini við tað serliga einsemið, sum eyðmerkir ta opnu og ódefineraðu barnatilveruna. Tummas Jákup kann eisini vera stuttligur, speiskur og nokk so langt úti viðhvørt. Hansara intergalaktiska perspektiv víkir frá aðrar føroyskari list. Á Várframsýningini í Listasavninum herfyri sýndi hann fram eina stóra installatiónstekning, hvørs arkitektoniska skap var átøkt eini papyrusrullu, sum áskoðarin kundi fara inn í. Eitt tílíkt verk er eyðkent fyri Tummas Jákup Thomsen, tí tað er hugfarsligt, fyndugt og øðrvísi hugsað og skapt eins og tað heilt ítøkiliga tekur áskoðaran inn í verkið. Tummas Jákup Thomsen er sera produktivur og arbeiðir javnt og samt - seinastu árini hevur hann við virðing og kærleika endurskapt og bøtt Húsini hjá Karli í Norðragøtu - tað er eitt veldugt bragd - heimbygdin hevur gjørt eitt satt kvett at varðveita hesi fantastisku, listaligu húsini. Fyri nøkrum árum síðani skrivaði vinmaðurin, listamaðurin Øssur Johannesen eina bók um Tummas Jákup Thomsen og Tummas Jákup er eisini umrøddur í fleiri øðrum listabókum, eins og hansara verk eru ogn hjá ymiskum søvnum. Nú vantar bara ein stór, retrospektiv og samtíðarlig - gjølliga kuraterað framsýning við verkunum hjá honum -hjartaliga til lukku, Tummas Jákup.
Slóðbrótarin Flora Heilmann 150 ár
/Flora Heilmann - landslagsmálningur frá 1897
Á Landsbókasavninum er í løtuni ein framsýning við tekningum hjá listakvinnuni, Floru Heilmann, einum myndlistaligum slóðbrótara, sum er meira ella minni burturgloymd.
Myndirnar, ið verða framsýndar eru á leið trýss í tali – listakvinnan gav sjálv bókasavninum hesar myndir fyri 91 árum síðani, tá savnið kallaðist Føroya Amt Bókasavn. Í 1945, tað var árið eftir, at Flora Heilmann doyði vóru pengar savnaðir saman til tess at ramma inn tær síðstu myndirnar, sum enn ikki høvdu fingið rammu – millum tey, sum tá lótu pengar, vóru Petra og Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus og Rigmor Lützen.
Flora Heilmann hevði nógv sera góð vinfólk í Føroyum, m.a. Janus Djurhuus, sum skrivaði eina yrking, ið var vígd henni. Tekningarnar hjá Floru Heilmann eru nú vakurt rammaðar inn á nýggjum og kunnu síggjast á Landsbókasavninum 150 ár eftir, at listakvinnan var fødd. Av tí, at innrammaðu myndirnar verða framsýndar í glasmontrum, er eitt sindur ríkiliga nógv av glasi ímillum mynd og áskoðara, men framsýningin er kortini áhugaverd av tí, at talan er um verk hjá einum av okkara listaligu grundleggjarum.
Verk í Føroyum
Í mongum føroyskum heimum hanga myndir, sum Flora Heilmann hevur málað. Hetta eru kanska serliga heima hjá ikki heilt ungum fólkum úr gomlum mentaðum heimum og í summum førum eru listaverkini arvað ella keypt. Av tí, at Flora Heilmann búleikaðist í Føroyum í mong ár, eru nokk so nógv av hennara verkum tøk her um leiðir, ikki bara á Landsbókasavninum.
Frú Heilmann og frk Taylor
Um hugt verður eftir í okkara listsøgubókum, fyllir Flora Heilmann ikki tað stóra, men í bókini hjá Bárði Jákupsson Myndlist í Føroyum stendur kortini, at Heilmann var virkin málari og at mangt bendir á, at bæði hon og vinkona hennara, amerikanska listakvinnan, høvundurin og ferðakvinnan Elizabeth Taylor hava ”gjørt sítt til, at fyrstu málarar okkara fóru í gongd og sum skilst fekk Mikkjal av Ryggi eisini myndlistaligan íblástur frá somu keldu. Seinni í bókini verður Jógvan Waagstein endurgivin soleiðis: ”Tað sindrið av vitan, eg havi um málarí, havi eg fingið frá frú Heilmann og frk. Taylor”. Elizabeth Taylor búði eitt tíðarskeið á Eiði, har hon fekk stóran listaligan týdning fyri Niels Kruse. Sum kunnugt var Jógvan Waagstein tónleikari, men han verður eisini mettur sum ein av teimum trimum stovnarunum av føroyskari myndlist, sum umframt teir nevndu eisini telur Kristin í Geil.
Flora Rosalia Heilmann
Flora Heilmann, fødd Hermansen (1872-1944) var donsk listakvinna, dóttur Oluf August Hermansen og Marie Nicoline Mathilde Andersen – pápin var listamaður, sum serliga legði seg eftir at mála blómu- og fruktmálningar – og tað tykist sum hesin florali áhugi sæst endurspeglaður í blómandi navninum hjá dóttrini, Floru Rosaliu og hennara myndevnisvali. Flora var í 1896 varð gift Lorentz Peter Heilmann presti. Tey fluttu sama ár til Viðareiðis, har hann varð prestur. Prestahjúnini búðu í prestagarðinum í Ónagerði inntil 1906, tá tey aftur fluttu til Danmarkar. Flora Heilmann framsýndi fleiri staðni í DK – m.a. hevði hon myndir við á vár- og heystframsýningum á Charlottenborg frá 1913 til 1924. Sambært upplýsingum, sum verða endurtiknir ymsastaðni á netinum, hevði Flora Heilmann onga útbúgving sum so sæð burtur frá undirvísing, sum hon fekk frá sjálvum Frederik Vermehren. Hetta skal hava verið í 1917, men er altso sjey ár aftaná, at kendi listamaðurin, professarin Vermehren doyði, so har er okkurt komið skeivt fyri ella hevur sonurin, sum eisini æt Frederik Vermehren og var lækni, undirvíst Floru Heilmann.
Konubrot
Tað er einki at ivast í, at leikluturin, sum Flora Heilmann og Elizabeth Taylor høvdu fyri føroyska myndlist kundi verið gjølligari granskaður, men sum skilst hevur Landsbókasavnið fleiri brøv til frú Heilmann, sum kundu verið áhugaverd í hesum sambandi. Okkurt bræv er við á framsýningini og umboðað á yvirlitstíðarrøðini við myndum og tekstbrotum, sum hongur á framsýningini – har er m.a. eitt bræv frá myndahøggaranum, Janusi Kamban, har hann eggjar frú Heilmann til at framsýna í Føroyum. Flora Heilmann var jú prestafrúa – tað var tá í tíðini ein positión, ið kundi hava við sær nógvar skyldur. At megna yvirhøvur at tekna og mála í eini slíkari støðu er í sjálvum sær eitt bragd. Sum flestum kunnugt var leikluturin hjá kvinnum skerdur ella samfelagsdefineraður til at ganga fyri seg í heiminum, halda hús og ansa børnum. Kunstakademi var eittans til mannfólk tá í tíðini. Hetta var m.a. orsakað av croquistekningini, tí tað sømdi seg ikki hjá kvinnum at tekna eftir nakinmodel, hildu teir. Í 1876 varð ein privatur danskur Tegne- og Kunstindustriskole for Kvinder stovnaður av Vilhelm Klein, sum samstundis staðfesti tað, sum øll hildu seg vita: ”At kvinder har samme Ævner som Mændene, vil næppe nogen paastaa”.
Blómumálningar
At blómu- og fruktmálningar gjørdust vanligasta myndevni hjá listakvinnum varð treytað av, at hesar myndir mintu um brodering, sum var góðkent húspjak hjá konunum í borgaraskapinum. Í fleiri tekstum á netinum, t.d. gravsted.dk og wikipedia, men eisini í biografi hjá Weilbach Kunstnerleksikon verður dentur lagdur á, at Flora Heilmann ikki fekst við list í Føroyum ella at hon byrjaði aftur, tá hon flutti til Danmarkar. Hetta kundi verið ein orsøk til, at hon ikki verður tikin uppí, tá vit tosað um stovnararnar av føroyskari myndlist. Hinvegin havi eg ilt við at fáa tað til at passa; eitt nú eru tekningarnar á Landsbókasavninum dagfestar frá 1897 til 1931. Men googlar mann navnið á listakvinnuni, finnur mann lættliga fleiri blómumálningar men eisini føroyskar landslagsmálningar so tíðliga sum í 1897.
Siðsøgulig myndaskráseting
Fyrst í 1920´unum kom Flora Heilmann aftur til Føroya og komandi árini málaði hon vatnlitsmyndir av føroyskum landslags- og bygdamyndevnum. Flora Heilmann búði fast í tíggju ár í Føroyum, men var síðani her í fleiri umførum og vitjaði vinfólk og málaði – líkt er til, at hon fleiri ferð hevur fingið ferðastyrk frá danska undirvísingarmálaráðnum til at fara til Føroya at mála. Í Ársfrágreiðing 1995 Føroya Landsbókasavn siterar Martin Næs listakvinnuna, sum greiðir soleiðis frá: ”Jeg så da med Vemod, at det gamle og skønne og poetiske samt kulturmæssigt set værdifulde var i Begreb med at forsvinde. Som Følge heraf fik jeg den Tanke, som efterhånden har fæstnet sig mer og mer hos mig, at jeg burde forsøge endnu engang at komme tilbage til Øerne for at iværksætte grundige Studier over og tilvejebringe Akvareller og Tegninger og studier i Olie – så vidt mulig, af af alt det, som er i Færd med at forsvinde”. Fleiri av myndunum á framsýningini eru myndalýsingar av gomlu Føroyum við denti á tað siðbundna í húsabygging, klæðum, prýðislutum og búnýti.
Viðmæli
Satt er, at nógvar av myndunum á framsýningini í Landsbókasavninum hava størri siðsøguligt enn listaligt virði, men inn í millum eru eisini hugfarsligar landslagsmyndir, sum mugu metast á jøvnum føti við tær hjá teimum listamonnum, sum vit nevna undangongumenn í føroyskari list – harumframt síggjast fleiri málningar til sølu á internetinum, m.a. ein flottur málningur av Ónagerði frá 1897 í sama náttúruromantiska stíli sum Niels Kruse málaði. Men yvirhøvur – tá eg hyggi at myndunum hjá Floru Heilmann og síggi nær tær eru signeraðar, má eg undrast um hvussu lítlan ans, vit hava sýnt Floru Heilmann sum undangongukvinnu og stovnara av føroyskari myndlist. Orsøkin er kanska okkurt slag av misskiltum tjóðskaparligum fyriliti, tí hon er donsk, hetta at vera konufólk hevur neyvan verið til fyrimuns og harumframt hava vit ikki nógva gransking innan myndlist yvirhøvur. Hvussu er og ikki – longu í 1923 hevði Flora Heilmann listaframsýning í Havn – tað var í H.N.Jacobsens Bókhandli og í Tingakrossi verður framsýning viðmæld við hesum orðum ”Enhver der har Interesse for og Forstaaelse af Kunst, bør aflægge Fru Heilmanns Udstilling et Besøg”. Eg kann bara taka undir við Kristini í Geil og viðmæla øllum at fara at hyggja at framsýningini á Landsbókasavninum. Í summar fram til 15.august er opið klokkan 10-14 á Landsbókasavninum, sum eisini hevur eina framsýning um tey 12 eintøkini av fyrstu føroysku bókini, "Færøiske Qvæder” hjá H. C. Lyngbye.
Víngarðurin í summarfrí
/Takk øll tit, sum hugdu inn á gólvið um ólavsøkuna. Tað var hugnaligt. Nú fara fólkini í Víngarðinum at halda eina tiltrongda summarfrítíð, men fríggjadagin 12.august lata vit upp og tá ber aftur til at uppliva fínu listaverkini hjá Anker Mortensen og Zachariasi Henesen á framsýningini Hetta merkiliga lýsið.
HETTA MERKILIGA LÝSIÐ - vernissage
/Leygardagin 16.juli læt upp framsýning við verkum hjá Zachariasi Heinesen og Anker Mortensen í Víngarðinum. Her eru nakrar myndir frá upplatingini og av verkunum, sum síggjast best í veruleikanum, har tey hanga. Í juli er opið í Víngarðinum mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag.
Fráfaringartímin
Hetta merkiliga lýsið
oman av brekkum fyri dag
svøvntyngdar standa
sóljurnar
heftar av dropaveftri
ljósgeislar av og á
nema við náttarspunan
enn ikki dagur
Limir tínir
fagrari
enn fjøll og fjarar gjáir –
fráfaring.
Hetta loyndarfulla lýsið
oman at lendum
fyri dag.
Regin Dahl
HETTA MERKILIGA LÝSIÐ
/Góð tíðindi til tey, sum dáma málarí. Leygardagin 16.juli klokkan 15-17 letur upp listaframsýning í Víngarðinum hjá Anker Mortensen og Zachariasi Heinesen. Heitið á framsýningini HETTA MERKILIGA LÝSIÐ er lænt frá summarsligu yrkingini Fráfaringatímin hjá Regini Dahl, ið byrjar eins og ein náttúrueygleiðing og heldur fram sum ein kærleiksyrking.
Zacharias er elsti og royndasti listamaðurin í føroyskari list, sum hevur avrikað so nógv, at hann fyri tað kundi lagt seg á laurberini at hvíla. Men hann arbeiðir framvegis, har tykist eingin pensiónshugur fyri framman og tað kunnu vit vera takksom fyri. Hansara kubistisku, bjartlittu myndir av bygdini við havið eru fyrimyndir hjá mongum. Hann hevur serligan áhuga fyri ljósinum og tá sólin er frammi, tendrar hon myndirnar hjá Zachariasi Heinesen. Hann dugir sum fáur at fanga løtuna, tá ljósið brýtur litirnar í támuta og regnváta landslagnum. Hetta hevur hann gjørt so ofta bæði í oljumálningum og vatnlitsmyndum. Men á framsýningini í Víngarðinum brýtur Zacharias upp úr nýggjum og framsýnir nøkur mixed media verk, sum í roynd og veru eru palettar, tað eru undirløg, hann hevur brúkt at hava málingina á meðan hann málar. Hetta verður til kompositiónir, ið eru sera litfagrar og sum tó, at tær eru abstraktar, tykjast tengdar at náttúru.
Anker Mortensen málar blátt við fleiri ymiskum brigdum av myrkabláum, turkistbláum, violettum og ljósareyðum, sum hann málar í fleiri løgum við abstraktum skapum, sum ofta eru avlong og rundleitt og sveima á yvirflatuni. Sjálvur myndaflatin er tilfarsliga fjølbroyttur, summastaðni blankur, aðrastaðni óblankur, næstan turrur at síggja til við máling, sum stundum er gjøgnumskygd og aðrastaðni óglær. Kantarnir á málningunum hjá Anker eru heilt serstakir og sýnast næstan ullintir við tað, at hann ikki málar tað ovasta lagið av máling heilt út til kantin. Ístaðin fáa vit varhugan av undirmálingini og harumframt er tað onkrastaðni sum um partar av myndakantinum verða prýddir við stuttum, bjørtum og avgjørdum strokum. Myndirnar hava ofta ein lýsandi dám og mann kann siga, at Anker í staðin fyri at skráseta landsløg í sínum málningum, málar kenslur og upplivingar, hann hevur havt. Av tí, at myndirnar eru sansaliga sterkar, fær mann hugsamband við sansaligar upplivingar av grasi, sirmi og sjógvi. Og sjálvt ein lítil mynd av einum urtapotti tykist innihalda ein heilan heim, ið tykist leikandi lættur og merktur av lívstakksemi. Í áðurnevndu yrking hjá Regini Dahl fær ljósið ein heilt serligan dám, tí tað er merkt av møtinum millum myrkur og ljós. Reglan “enn ikki dagur” er spent og á tremur í møguleikum og komandi ljósi. Framsýningin HETTA MERKILIGA LÝSIÐ verður at síggja í Víngarðinum komandi tveir mánaðirnar.
Fráfaringartímin
Hetta merkiliga lýsið
oman av brekkum fyri dag
svøvntyngdar standa
sóljurnar
heftar av dropaveftri
ljósgeislar av og á
nema við náttarspunan
enn ikki dagur
Limir tínir
fagrari
enn fjøll og fjarar gjáir –
fráfaring.
Hetta loyndarfulla lýsið
oman at lendum
fyri dag.
Áhugavert listatiltak í sambandi við G!
/Í komandi viku skipa føroysku umboðini í norðurlendska/baltiska lista- og vísindanetverkinum ‘State of the Art Network’ (SOTAN) fyri einum øðrvísi og spennandi átaki. Talan er um eitt átak við bæði privatum og almennum tiltøkum, sum skulu varpa ljós á tær avbjóðingar sum heimurin hevur í mun til mannaskaptu umhvørviskreppuna - bæði so og so. Fyriskipararnir undirstrika, at talan ikki bert er um ta myrku síðuna av hesi kreppuni, men vilja varpa ljós á teir møguleikarnar og tær loysnirnar, sum kunnu koma úr einum tvørfakligum samstarvi millum list og vísindi, um røttu spurningarnir verða settir.
Fimm útlendskir gestir úr netverkinum koma á vitjan í hesum sambandi, og fer vikan at bjóða uppá millum annað framløgur, filmar, ljóðmyndir, framsýning, samrøður, kjak og upplestur.
Almennu tiltøkini, sum verða í komandi viku, eru:
Mikudag 13. juli, á Listasavnið Føroya, kl. 17-19 : framløgur, kjak og framsýning.
Fríggjadag 15. juli, í fjósinum á G! festivalinum, kl. 13-17: framløgur, filmar, kjak, samrøður og upplestur (G! atgongumerki krevst)
Tiltøkini verða á enskum og eru øll hjartaliga vælkomin.
Áhugaði kunnu annars fylgja við á Facebook bólkinum: https://bit.ly/3c76pIF
Fakta um "THE REWILDING AND EARTH MAKING TOUR - CONNECTEDNESS IN SCIENCE AND ART"
Vit eru partar av umhvørvinum, fólk og djór hava ikki bert náttúruna til felags, vit eru náttúra, heldur er tað gamlar antroposentriskar fatanir av menniskjans leikluti á fold, ið skapa trupulleikar í dag.
Í øldir hava vit sum samfeløg bygt á ein mun millum okkum og náttúruna, men við broytingum innan hvussu vit hugsa í dag mugu vit spyrja nýggjar eksistentiellar og trúðarligar spurningar, tí hvat er nú søgan um okkara pláss í hesum heimi?
Yrkjarar, vísindafólk og listafólk hava altíð funnið íblástur í náttúruni, frá fjøllum, av steinum frá havinum. Geopoesi, ella yrking um og við landinum, er tí eisini ein ’jarðar-skapan’, um vit skilja eina breiðari týðing av hvat ein yrking kann vera og hvat list kann, hvussu list, bókmentir og vísindi kunnu møtast.
- Hvussu kunnu vit innan list arbeiða við meiri enn tí menniskjaliga, við jarðfrøðini, við sjónum, insektum, við friðaðum oyggjum sum Kolturi?
- Hvussu kunnu list, bókmentir og vísundi svara aftur mótvegis einum heimi sum vit ikki kunnu liva í longur á sama hátt?
- Hvussu kunnu vit syrgja tað sum vit missa, og hin vegis nøra um alt tað lívið sum er rundan um okkum samstundis?
Føroysku SOTAN umboðini eru:
Jón Sonni Jensen, listafólk og grafikari
Kim Simonsen, rithøvundur og akademikari
Guðrið Poulsen, listafólk
Jón Aldará, lívfrøðingur og sangari
Uni Árting, jarðfrøðingur og grafikari
Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur og listafólk
Fláffy United
/Bruno Mikael Eysturstein
Eitt ummæli av eini Várframsýning, sum umframt at vera fleirmedial og festlig, flosnar í støðum
Várframsýningin læt upp í Listasavni Føroya 24.juni og sum vit hava sæð tað áður, er listáhugin stórur millum fólk at meta út frá miklu fjøldini, ið javnan møtir til tílík tiltøk. Sjálvandi er góða undirtøkan eisini tengd at teirri sannroynd, at Várframsýningin er ein lutfalsliga stór framsýning við 25 luttakarum. Av teimum er meira enn helvtin ikki myndlistafólk burturav – summi starvast innan onnur listaøki og onnur eru áhugafólk. Sostatt er framsýningin átøk eini Ólavsøkuframsýning, sum vit altso hava fingið tvær av um árið - tann eina er stýrd av Listafelagnum, hin av Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum. Og sjálvt um talan er um eitt sera festligt tiltak við góðum røðum, mati og drekka og góðum lagi, vági eg (einaferð enn) ljósasløkkjarapositiónina við at staðfesta, at tað sum heild verður ov nógv framsýnt í Listasavni Føroya við ov lakari dygd.
Eg hugsi, at eitt ávíst kritikkloysi kann vera ein avleiðing av okkara kompleksu samtíð, sum er so mikið torfør at fata og gjøgnumskoða, at vit hava lyndi til at geva upp og lata eftirtíðina um kritikkin? Kanska økir kenslan av vantandi gjøgnumskygni og yvirliti um eina ávísa ósemjuangist, ið fremur ábyrgdarloysi og fær okkum at krevja endaleyst undirhald og hurrá, meðan minni verður hildið um tað kritiska? Neyvan hava ummæli stóra ávirkan upp móti øllum tí góða lagnum við føgrum og fegnum lovorðum og myndum á SoMe! – Aja og So be it, sum Jóhan Dahl mælti á sinni. Eftir stendur, at ov nógvar tílíkar blandaðar “Ólavsøkuframsýningar” um árið máa yrkisstøðið undan Listasavninum, ið missir sína týdningarmiklu støðu sum oddviti í føroysku myndlistini. Kanska skuldi Várframsýningin hildi fram sum biennala annaðhvørt ár.
Fláffy United
Vónandi hevur kritiski orðagjósturin omanfyri ikki stygt allar lesarar burtur, tí sjálvandi er okkurt meira fjálgt og uppbyggiligt eisini at siga um Várframsýningina 2022, sum ein nevnd hevur hugsað og sett upp. Í úrvalsnevndini vóru hesa ferð Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, Ólavur Sverri Trónd Thorsteinsson og Ole Wich. Framsýningarheitið Fláffy United er hugvekjandi. Meðan United jú ber brá av ítróttarligum framfýsni og samtaki, er fyrri parturin av heitinum meira ivasamur. Fláffy er eitt hálvføroyskt avbrigdi av enska lýsingarorðinum fluffy, sum kemur av navnorðinum fluff. Kaga vit í Sprotan, merkir fluff mjúk dun, pu ella fon, meðan fluffy verður brúkt um nakað mjúkt og dúnut. Eisini verður víst á, at orðið kann sipa til okkurt ótrygt. Á netinum finna vit hópin av allýsingum av hugtakinum fluffy, ið kunnu skipast í A) tilfarslig ella B) innihaldslig sermerki um nakað, sum er løgið og ódefinerað. Av tí, at samtíðarlistin eins og samtíðin sjálv er tilfarsliga og innihaldsliga fluffy, er hetta í grundini eitt væl valt tema til eina samtíðarframsýning ikki minst tá hugsað verður um, hvussu nógv tilfar og tilfarslig atlit hava merkt ta progressivu samtíðarlistina síðan aldarskifti. Hetta hava vit sæð í verkum hjá m.a. Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Tóroddi Poulsen, Jón Sonna Jensen og mongum øðrum – av teimum nevndu er bara síðstnevndi við á Várframsýningini við trimum verkum, sum eru tilfarsliga serstøk, framleidd úr polyuretan skúmi, gipsi og liting. Tað sama er galdandi fyri ljóðinstallatiónina við teimum eyðkendu mongu bjartlittu leidningum hjá Heðin Ziska Davidsen, sum skilir seg tøkniliga og tilfarsliga úr heildini og sum eisini varð brúkt performativt til upplatingina.
Digitalar myndir
Litføgru digitalu myndirnar hjá Bruno Mikael Eysturstein taka ímóti teimum vitjandi á Várframsýningini. Á myndini, sum hevur verið brúkt til at reklamera fyri Várframsýningini, helt eg meg síggja farslóðina av einum bylgjandi, bleytum, pinklittum seyðaskinn. Pink kann vera ein sera týdningsberandi litur, ið tá hann verður brúktur til nakað so siðbundið føroyskt sum eitt seyðaskinn, fær eitt poppkent, stuttligt ella speiskt brá – ikki minst, tá ein grasgrønur bøkkur er settur inn í høpið. Bruno Mikael Eysturstein hevur sína heilt egnu, áhugaverdu listaligu fatan av náttúruni og hann hevur fyrr framsýnt bøkkar og gras. Á teimum myndunum, sum hanga á Várframsýningin er talan kanska um bylgjandi hár av onkrum slag eitt sindur sum í verkunum hjá íslendsku listakvinnuni Shoplifter. Hvussu er og ikki – talan er um digitalar viðgjørdar myndir - tað tykist vera eitt høvuðstøkni á Várframsýningini – tað vísir seg tó, at fleiri av hesum í roynd og veru eru ymiskt sløg av digitalum prentum, t.d. inkjet pigmentprent í røðini hjá Ole Wich, kaos&fokus 1-5, ið hanga niðri í salinum beint við hjá fýra myndum av tektoniskum fragmentum hjá Bruno Mikael Eysturstein, sum tær líkjast við sínum plakatkenda brá og sterku litum.
Ole Wich
Ole Wich hevur eisini eitt verk á framsýningini úr blandaðum tøkni við heitinum MESTsum – tað er ein avlong, rektanguler pláta, sum kann malast runt á vegginum soleiðis sum áskoðarin ynskir. Interaktiva frælsið verður tó tálmað av nøkrum strikum á vegginum, sum vísa hvar plátan skal hanga. Ole Wich nevndi í síni røðu, at listafólkini í úrvalsnevndini hava valt at hava síni verk við í framsýningini í ár og tað hava tey av sonnum gjørt við lít. Tey fylla ríkiliga nógv - ikki minst Ole Wich sjálvur. Eg kundi heldur ynskt mær at sæð meira av t.d. sáru surrealismuni hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré, villu tekningunum hjá Elini Josefinu Smith ella vøkru tekstillistini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, so at mann fekk eitt meira fullgjørt innlit í hesi áhugaverdu listauniversini.
Elin Josefina Smith
Eg veit sjálvandi frá egnum royndum, at mann sum kurator ofta hevur eitt lutfalsliga avmarkað úrval at arbeiða við og at tað helst er ein orsøk til, at fyriskipararnir í so stóran mun hava sett sítt merki á framsýningina, ið tó er rættiliga fyllt – havi ilt við at skilja hví tað annars útmerkaða video-glasverkið hjá Brandi Patursson, sum var partur av landslagsframsýningini, eisini skal vera við á Várframsýningini - enntá sama stað. Várframsýningin varð hildin á fyrsta sinni í 1990 um várið – hon er í ár seinkað orsakað av umvælingsarbeiði á Listasavni Føroya. Úrvalsnevndin hevur boðað frá, at teir hava valt at víkja frá siðbundnu myndevnunum í føroyskari list: “Vit leita út ímóti mørkunum og grásonunum. Har úti, sum tær grundleggjandi fortreytirnar hjá listini fáa sínar royndir, har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar.” Tað er merkiligt og í grundini ótrúligt, at tað yvirhøvur ber til at gera eina framsýning sum Várframsýningina 2022, har tey allarflestu av teimum etableraðu listafólkunum í Heystframsýningarbólkinum og Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum og onnur við eru fullkomiliga fráverandi. Spurningurin er hvørt hetta er eitt tekin um vantandi virðing fyri hesi framsýning, sum einaferð skuldi vera flaggskipið hjá føroysku yrkislistini. Yrkislistafólkini tykjast í staðin miðsavna seg um prýðingar og framsýningar á privata listamarknaðinum í Danmark og í Føroyum á gallaríum, har vit eru fleiri, sum gera um okkum við skiftandi listaligum royndum og førleikum. Mann kann næstan siga, at privatgallarí eru farin at spretta eins og hundalond á hvørjum húsarhorni - ikki minst í Havn. Gongdin er á ein hátt positiv – føroyingar hava altíð verið óførir at keypa føroyska myndlist. Sjálvandi er støðan eisini tekin um eitt øgiligt yvirskot, bæði listaliga, men altso eisini peningaliga. Og sjálvt um tað er ivasamt, má mann vóna, at allar íløgurnar fara at bera seg – eisini tær ógvuliga mongu, sum verða gjørdar í hesum árum uttan um faklistalig innlit ella ráðgeving.
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
MateriaLIST
Várframsýningin 2022 fylgir á ein hátt nýmaterialistisku gongdini innan myndlistina soleiðis at skilja, at hon er fjølbroytt og fleirmedial. Nýmaterialismuhugtakið verður nýtt um sera ymiska list, t.d. um verk, hvørs ontologi ella tilverufrágreiðing er partur av sjálvum tilfarinum, men fevnir eisini um øll møgulig slag av crossover verkætlanum millum náttúruvísindi og list og um kanningar av tí sonevnda antropocæna, av veðurlagsbroytingum ella socio- og kynspolitiskum evnum. - Eg havi spekulerað uppá um eg kann hefta intergalaktiska list uppí nýmaterialismuna. – tí so kann tað stóra verkið hjá Tummas Jákupi Thomsen, surrealistinum í Gøtu, kallast nýmaterialstiskt. Hann hevur eina stóra installatiónstekning, ið stendur miðskeiðis í framsýningini. Skapið á installatiónini minnur ikki sørt um eina papyrusrullu, samstundis sum okkurt ídnaðarligt er yvir uppsetingini – listamaðurin segði, at m.a. MEST hevði sponsorerað verkinum. Snyrilsskapið hevur í mong ár hevur verið fastur fúsur í listini hjá hesum originala listamanninum. Hansara útgangsstøðið liggur enn sum altíð í einstaklinginum í universinum og sjónarringurin er sjáldan heilt almindiligur og niðri á jørðini.
Við á Várframsýningin 2022 Fláffy United eru Ole Wich, Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, /TRÖDL/ (Ólavur S. T. Thorsteinsson), Billa Jenny Jónleifsdóttir, Bjørk í Hoyvík og Sigga í Hoyvík, Edith Mørkøre, Erhard Jacobsen, Lív í Baianstovu, Vár Kyn, Alma á Lava, Ann Mari Dam, Elin Josefina Smith, Gwenaël Akira Helmsdal Carré, Harald Bjørgvin, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Leivur Thomsen, Maria Smith, Oddfríður Marni Rasmussen, Rakel Helmsdal, Heðin Ziska Davidsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Brandur Patursson. Framsýningin hongur inntil 20.juli.
Tummas Jákup Thomsen
Rakel Helmsdal
Jón Sonni Jensen
Leivur Thomsen
MECHANICAL POSES - finissage við artist talk
/Leygardagin 9.juli klokkan 15 verður finissage í Víngarðinum, tá Jón Sonni Jensen og Kinna Poulsen fara at práta saman um serstøku framsýningina, sum hevur verið at sæð seinastu mánaðarnar í Víngarðinum. Hetta vikuskiftið verður seinasta høvið at síggja ella enduruppliva framsýningina og øll eru hjartaliga vælkomin.
MECHANICAL POSES er heitið á serframsýningini hjá Jón Sonna Jensen í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Tá vit skulu lýsa verkini hjá Jón Sonna Jensen, hendir tað so ógvuliga skjótt, at umrøðan snýr seg um tað tilfarsliga. Eitt er, at hesi verk úr byggitilfari sum skúmi, gipsi og silvurfoliu bróta upp úr nýggjum listtøkniliga, men tey eru harumframt so ómetaliga fysisk og ítøkiliga til staðar í rúminum. Fleiri listaverk hava ein bløðrutan yvirflata, ið tykist vera úrslitið av tilfari, sum hevur verið flótandi og bleytt, men sum síðani er stadnað og vorðið hart og fast. Og soleiðis eru nógvir mótsetningar í hesum verkum ið tykjast løtt og skemtilig, men eisin djúpt álvarslig.
Ein røð av skapilsum hanga á vegginum eins og skulpturel relieff. Tey eru øll snarað og boygd avbrigdi av klassiska byggilistaliga súluskapinum, hvørs rørslur síggjast í tilfarinum eins og bylgjur ella rukkur. Verkini bera brá av onkrum mekaniskum ella funktionellum; rørum og installatiónum. Samstundis er eitt týðiligt organiskt brá yvir teimum kúputu ella innskaraðu formunum. Yvirflatan er matt, mjúk og aðrastaðni blonk og sýnist sum heild sera varierað. Verkini hava eitt hugtakandi sansaligt at kalla hedonistiskt brá, ið verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í fleiri av verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar húð og kropp og og nakað, sum beint tvørturímóti er ónatúrligt og kulturelt.
Relieffini eru still – sjálvandi - men av tí, at verkini eru so sansalig, sum tey eru, hómar áskoðarin kortini ljóð og rørslur t.d. í silvurfoliutilfarinum, ið prýðir ella savnar summi verk. Tann turri stívnaði bløðruflatin hevur ein annað tóna, sum mann ímyndar sær kann hava sama poknuta ljóð sum rískeks. Eisini í tí tilfarsliga, sýnast verkini hjá Jón Sonna samansett, merkt av mótsetningum millum t.d. frítt og bundið og millum kropp og heila.
Art talk in Víngarðurin saturday 9.juli 15.00
The solo exhibition at Víngarðurin by Jón Sonni Jensen is titled MECHANICAL POSES. When we are to describe Jón Sonni Jensen’s art, the conversation quickly becomes about the materiality of his work. It is one thing that his pieces are made from construction materials such as foam, plaster and silver foil, some which are relatively unconventional in an artistic context, but the work is simultaneously tremendously physical and present in the space. Several of the artworks have a blistered and porous surface, which seems to be the result of a material, once liquid and soft that has dried and become hard and rigid. Opposites like these are present in many of the pieces that seem light and humourous yet deeply serious.
On the walls we see a series of figures reminiscent of sculptural reliefs. All of them are twisted and bent variants of the classical architectural columnar form. The work resembles some sort of mechanical functionality such as tubing and structural installations, whilst at the same time bearing concise organic intentions in the arched and concave shapes. The surfaces show variations of matte and glossy finishes. The work has an interesting sensuous and hedonistic quality, which is emphasized by the recurring pink colour. Pink is a special colour that simultaneously gives connotations to skin and the corporeal and indeed something much more unnatural and cultural.
The reliefs are of course motionless, but because of their sensuous nature the viewer can still discern some sounds and movement. For example in the crispy silver foil, which decorates some of the work as well as gathering other pieces. The dry, stiff and blistering foam surfaces carry a different note, perhaps one similar to rice crackers. The material combinations of Jón Sonni’s work are also teeming with opposites such as something free and something bound as well as the connection between the bodily and the cerebral. His work seems almost made for the space at Víngarðurin where the exhibition MECHANICAL POSES will be on display until the 9th of July where we will have a finissage and an artist talk at 15.00.