Øssur Johannesen: framsýning og dupultfløga

44237911_297219984338453_551675904787480576_n.jpg

Øssur Johannesen hevur í hesum døgum listaframsýning á Psykiatrisk Center Amager, og samstundis er útkomin bóklingur við teimum 38 verkunum á framsýningini og ein dupultfløga, Inner Self, har Øssur Johannesen spælir saman við Karsten Vogel og Hans Karl Hansen. Eitt innslag er í Nón um hetta (byrjar 54.38) - her eru nakrar av myndunum, sum talan er um. http://kvf.fo/non?sid=86527

44294127_567751113648055_30879088281387008_n.jpg
44375370_478199579331446_2335296773943197696_n.jpg
44246230_2272188286343570_2224218530142748672_n.jpg
44324854_540174336409249_5287560184003035136_n.jpg
44319812_658900417844512_4916944544043368448_n.jpg




Tónleikaligt innlit

3 NYP20170406CopenhagenSelectsU7A7591sm.jpg

Philolog er heitið á eini podcast hjá tónleikarunum í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil, har tey tosa um tónleikin, sum er á skránni. Hugskotið er gott og tekur støði í tí serliga tónlistarliga innliti, sum tónleikararnir í einum orkestri hava og teim upplivingum, tey hava við tónleikinum. Her tosa Signe Haugland og Jákup Lützen um Carl Nielsen symfoni no 4 Det uudslukkelige, um Mendelssohn / Meeresstille und glückliche Fahrt og Brahms / Violinkoncert

https://copenhagenphil.dk//podcast

Do you?

Svend-Allan Sørensen

Svend-Allan Sørensen

Í Steinprenti er ein nýggj framsýning hongd upp við grafiskari list og málningum hjá føroyskum og norðurlendskum listafólkum. Tey eru: Tróndur Patursson, Tóroddur Poulsen, Svend-Allan Sørensen, Erik Heide, Marius Olsen, Fríða Matras Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Anna Seppälä, Poul Janus Ipsen og Peter Carlsen.

Tróndur Patursson og Tóroddur Poulsen

Tróndur Patursson og Tóroddur Poulsen

Hesi fingu Listafólkaløn

Í ár verða 3 listafólkalønir latnar, og avgerð er tikin um at lata Brandi Patursson, myndlist, Búa E. Dam, leiklist, og Katrini Ottarsdóttir, bókmentir, listafólkalønina fyri 2018. Endamálið við Listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig ella faklig dygdareyðkenni.

40 umsóknir komu inn, og 5 faknevndir vóru settar at gera tilmæli til nevndina. Hesi vóru umboðini í faknevndunum:

Bókmentir: Ann Ellefsen og Bergur Djurhuus Hansen. Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen. Tónleikur: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen. Leiklist: Kristina Sundar Hansen og Páll Danielsen. Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.

Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins hevur avgjørt at fylgja tilmælunum frá trimum faknevndum. Her eru brot úr grundgevingum frá nevndunum til tey trý listafólkini:

Brandur Patursson innan myndlist Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi og metalli, installatiónum, ljós- og videolist. Listin hjá honum eru slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum men eisini í altjóða høpi. Seinastu árini hevur Brandur Patursson víst, at hann hevur skapandi megi á høgum stigi. Hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Samstarvið við kend glaslistafólk úti í heimi boðar frá spennandi møguleikum og úrslitum, bæði fyri Brand sum listamann og fyri føroyska listaheimin.

Búi E. Dam innan leiklist. Verkætlaninar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttar og ymiskar, men allar eru ítøkiligar og grundaðar á dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska áskoðaran eins væl og leikararnar. Hetta megnar hann, tí verkætlaninar, sum Búi hevur gjørt farnu árini, og tær nýggju, sum hann í onkrum førum longu er farin í holt við, loysir hann bæði við at arbeiða einsamallur, tó mest saman við øðrum. Alla tíðina er dygdargóða leiklistin fyri eyga, og lýkur Búi Egason Dam tí krøvini um, at verkætlaninar røkka væl og virðiliga til øll 3 komandi árini. Bæði føroyska áskoðaranum og føroyska sjónleikinum at frama.

Katrin Ottarsdóttir innan bókmentir. Umsøkjarin hevur drúgvar royndir sum yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í føroyskari filmslist. Seinastu uml. 15 árini hevur hon lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Hennara yrkingasøvn og stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn og 43 bagatellir hava verið nógv lisin og eru skrivaði á einum løttum og fangandi føroyskum máli. Ivaleyst ber eisini til at siga, at bæði yrkingar og stuttsøgur hava viðgjørt viðurskifti millum m.a. børn og foreldur á ein bersøgnan og originalan hátt, sum hevur kenst frískligur í føroyska bókmentaumhvørvinum

London Symphony Orchestra framførir føroyskt tónleikaævintýr

Veida_vind_skolatonleikar.jpg

Komandi ár verður eitt føroyskt tónleikaævintýr á skránni hjá víðagitna symfoniorkestrinum, London Symphony Orchestra.

Talan er um Veiða vind við teksti eftir Rakel Helmsdal, tónleiki eftir Kára Bæk og við tekningum hjá Janusi á Húsagarði, sum Føroya Symfoniorkestur framførdi í 2011, og sum síðani tá er framført í Íslandi. Sambært Kára Bæk er tað hollendski fagottleikarin Joost Bostijk úr London Symphony Orchestra, sum hevur skotið verkið upp fyri tónleikanevnd LSO´s. Joost Bosdijk hevur føroyskan unnusta, hann hevur samstarvað við Føroya Symfoniorkestur og hevur eisini havt tónleikaframførslur í Føroyum saman við tónleikafelagum úr London.

London Symphony Orchestra framførir tónleikaævintýrið Veiða vind á einari familjukonsert 27.januar 2019 og tveimum skúlakonsertum 4.mars 2019.

Bárður Oskarsson vunnið virðisøn

43951189_363833250853096_5861603969230438400_n.jpg

Tann føroyska bókin, Træið, eftir Bárð Oskarsson hevur vunnið barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurránum í 2018. Tað varð almannakunngjørt í dag á Mýrin, altjóða barna- og ungdómsbókmnentafestivalurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.

Soleiðis grundgevur dómsnevndin: ”Dómsnevndin hevur valt Træið, tí at bókin hevur einfaldar og skemtingarsamar tekningar, við dámligum huglagi. Søgan, sum er samansett av teksti og myndum, hevur eina heimspekiliga dýpd, sum koma til sjóndar í fleiri løgum.”

Hesi vóru tilnevnd:

Føroyar: Bárður Oskarsson, Træið, myndabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2017.

Grønland: Maja-Lisa Kehlet, Kammagiitta! Vil du være min ven?, myndabók, Milik, 2017.

Ísland: Kristín Ragna Gunnarsdóttir, Úlfur og Eddaog dýrgripin, skaldsøga, Bókabeitan, 2016.

Virðislønin verður handað annaðhvørt ár. Tær ymisku dómsnevndirnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi velja eina bók frá hvørjum landi. Ein útnorðurlendsk dómsnevnd, sum er mannað við formonnunum úr dómsnevndunum frá londunum í útnorðri, velur eina av teimum trimum bókunum. Oddfríður Marni Rasmussen umboðar føroysku dómsnevndina Hildur Ýr Ísberg ta íslendsku Erika Baadh Nielsen ta grønlendsku. Virðislønin er á 60.000 krónur.

Væl eydnað tekstilverk á Glasi

43367660_316934995800219_5223191217080107008_n.jpg

Sum kunnugt er meginparturin av listprýðingini á Glasi stødd í brandtrappunum, men verkini hjá tveimum av teimum sjey avvarðandi listafólkunum verða stødd inni í hitanum ella skulu vit siga í kuldanum, tí har er eitt sindur kalt í støðum á Glasi, og her hugsi eg ikki um tann sera svingandi temperaturin í bygninginum, men um tað arkitektfagnaða glas- og betongtilfarið, ið er flott, modernað og skínandi, men sum tilfarsliga tykist hart, kalt og kontrollerað. Eitt sindur av listarligum villskapi, hita og kolorismu hevði ivaleyst klætt Glasi.

Tvey av listafólkunum í Glasir-verkætlanini hava verk inni í sjálvum høvuðsbygninginum; verkið hjá Hanna Bjartalíð er úr træi meðan prýðingin hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er úr føroyskari ull. Verkið hjá Hanna Bjartalíð fer at verða sett upp á fjórðu hædd og verkini hjá Ragnhild H.Højgaard eru hongd upp niðast í bygninginum har sum auditoriini eru. Har er eitt sindur rokaligt enn við betongdusti osfr., men allíkavæl ber til at uppliva tekstilverkini, ið eru serstakliga væl eydnað.

Í øllum tí slætta og blanka Glasirbygninginum er taktila, ullinta tilfarið hjá Ragnhild H.Højgaard eins og ein fjálg opinbering, ið tú sum áskoðari fært hug at balla teg í. Myndevnisliga minnir grafiska mynstringin partvíst á eitt landslag eins og hon eyðsýnliga sipar til bygningin, til arkitektoniskar staklutir, trappur o.a. og fær áskoðaran at ivast í hvørt myndateppini eru gjøgnumskygd ella ikki. Hetta er sera elegant gjørt - tað er abstrakt, men við hópin av figurativum assosiatións-møguleikum. Litirnir eru einfaldir. Í tí minna fyrilestrarsalinum hevur listakvinnan brúkt helvt um helvt av ljósagráum og myrkagráum. Og í størra hølinum hevur hon brúkt hvítt og ljósamorreytt. Sambært Ragnhild H.Højgaard stavar mynstringin upprunaliga frá eini viðgjørdari fotomynd, ið hon síðani hevur umskrivað til talgildar vevifílar. Endaliga úrslitið er maskinvovið í samstarvi við eina vevstovu í Litava.

43419327_720292778339134_6311768017034280960_n.jpg
43594410_2096049807092934_3330991491622371328_n.jpg
43345369_483415918846652_6058157250541780992_n.jpg


Amatøroyar – eitt kempiproblem

amatøroyar 2.jpg

Amatøroyar er argandi heitið á eini sera væl umtóktari skemtipodcast, sum snýr seg um fermenteraða amatørlandið Føroyar. Men hugtakið kann tíverri eisini brúkast eitt sindur meira álvarsliga í eini marrukendari framtíðarvisión av Føroyum við oyggjum avtaglaðum av turistlist, altso standmyndum av misjavnari dygd av risum og kellingum, huldufólkum, marmenlum, nykum osfr.

Amatøroyar er stuttlig, fjákut, men eisini hvøss satira, sum tveir lesandi útsetar, Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen standa fyri. Fyrstnevndi er vistnokk bæði liðugt lisin og fluttur heim fyri kortum. Men teir royna kortini at halda fram, hóast teir enn ongan stuðul hava fingið frá Atlantsflogi; hesin lamenterandi óstuðul er nú vorðin fastur táttur av satiruni. Tað gongur nokk - gorlakkarnir eru so mikið populerir, at teir verða crowdfundaðir. Tað føroyskdanska perspektivið í sendingini er nokk so serføroyskt við tað, at fatanin av Danmark er avmarkað til tað staðið í landinum, sum avvarðandi føroyingur lesur, og sum altso ofta er København. Teir báðir vertirnir roksa og fnisa eina rúgvu, og viðgera stórt sum smátt við einum serligum forkærleika fyri løgnum matuppskriftum sum Mr. Lee-salat og Høsnarunga í cola (???!!!) Prátið er live on tape uttan faktakekk og aðrar fínheitir. Tað hevur við sær, at løgin ting sum t.d. ein grundleggjandi misfatan av optiska hugtakinum “bygningsfeilur” ikki verður klipt burtur, men í og við, at sendingin er merkt av eini í føroyskum miðlahøpi sjáldsamari nærveru, aktualiteti og timing, lurti eg eftir Amatøroyar og njóti láturin og ta politisku ókorrektheitina. Eg ógvist, tá navngivnir persónar verða viðmerktir og flentir at, men fegnist altso eisini um erligheitina og viljan at risikera nakað. Hetta er befríandi at lurta eftir.

Kring landið alt í býar- og bygdastýrum, stórum sum smáum verður arbeitt áhaldandi til tess at fáa part av skinandi turistgullinum, sum floymir yvir Føroyar. Tíðirnar eru jú góðar, búskapurin rúkandi heitur og pengar eru sum kunnugt alt – tá ferðafólk til dømis eru til ampa fyri fugl og náttúru, ja so eitur kuranta loysnin brúkaragjald. Og spurningin hvørt fuglurin fær nakað burtur úr hesum pengunum, er bara ikki áhugaverdur at spyrja so leingi sum pengarnir rulla í kassan. Gev fólkinum skíðlyftir!

Ein av mátunum at tiltrekkja ferðafólk hevur við list at gera. Í Mikladali lótu tey gera standmynd av Kópakonuni, ið síðan hevur verið ein veritabul ferðafólkamagnet. Sameiningin millum lokalu søgnina, ta naknu, eiggiligu bronsukvinnuna og dramatisku náttúruna, brimið, mjørkan, sólina og fjøllini hevur víst seg at vera júst tað, sum øll ferðafólk ynskja at síggja. Tískil spríkja nú fram allahanda standmyndir á vøkrum plássum í Føroyum, ein nykur á Vatnsoyri, ein marmenlastandmynd skal setast upp í Elduvík og suðuri í Vági er Toftaregin í gerð.

Tað er kanska ikki lætt at skilja hvussu allur hesin standmyndaaktiviteturin kann gerast ein trupulleiki fyri Føroyar, men tað kann hann av fleiri orsøkum og minst til, at standmyndir í Føroyum umboða okkum øll. Fyrsta orsøkin hevur við misjøvnu listaligu dygdina at gera, og sum eisini er tengd at sjálvari bíleggingini. Eitt er tey anakronistisku krøvini so sum, at standmyndin skal vera figurativ og at hon innihaldsliga skal ímynda eina lokala søgn. Eisini er brúkið av amatørum ein trupulleiki, ið gongur út yvir dygdina; standmyndin endar ofta við at vera kostnaðarmikil, sjálvt um tann, sum hevur gjørt standmyndina einki fær. Tí tilfar og uppseting er dýrt og tað er ein trupulleiki fyri kommunukassan, ið heilt vist kundi brúkt peningin til okkurt annað skilagott.

Her er so mangt, vit kundu spurt okkum sjálvi um í hesum sambandi. Til dømis kunnu vit spyrja um okkara firðir, lendingar og klettar hava tørv á at verða “pyntaðar” við “autentiskum” standmyndum / ítøkiliggjørdari yvirtrúgv. Verður talan ikki bara um eina tivoliseraðar Amatøroyar við hópin av ótíðarsvarandi kitsch uttan sans fyri listaligari dygd, hvørs meginynski er at tekkjast ferðafólkum? Og er tað ikki eitt kempiproblem?

Himnahyljar - Hymnur millum heims og heljar

42816058_456600858163181_840724785741692928_n.jpg

Ein hymna er ein lovsongur ella ein sálmur, sum í átrúnaðarligum høpi plagar at vera stílað til Guðs. Talan er tó um eina sjangru, ið er nógv eldri enn kristindómurin. Í grikskari fornøld hava tey eisini brúkt hymnur, ið vórðu stílaðar til Apollon, Afrodite og Demeter, og sum granskarar halda hava verið eitt slag av innleiðslu í framførsluni av episkum yrkingum. Onkrar hymnur fáa politiska ávirkan. Hymn to Freedom skrivaði Oscar Peterson í 1962 við støði í siðbundnum afro-amerikanskum sálmasangi/negro spiritual – henda hymna er vorðin tjóðsangur hjá mannarættindarørsluni. Í sínari hymnu til tað vakra, sum er partur av yrkingasavninum Les Fleurs du Mal frá 1857, spyr franski yrkjarin Charles Baudelaire sjálvan fagurleikan, hvaðan hann kemur og hvørt tað er av himni ella úr helviti: “Viens-tu du ciel profond/ ou sors-tu de l'abîme/ O Beauté? ton regard, infernal et divin..”. Heitið á hesi yrkingini hjá Baudelaire er Hymne à la Beauté og eg komi í tankar um hana orsakað av nýyrðinum, ið myndar heitið á eini føroyskari bók, sum Tóroddur Poulsen skrivaði eini hundraðogeinogtrýss ár seinni. Nú er nakað síðani, yrkingasavnið, Himnahyljar kom út, men Jógvan Isaksen ummælti tað mikudagin í Nón, sum til alla lukku er byrjað aftur – vónandi verða hópin av ummælum at hoyra har í heyst/vetur (- eingin grund til fullkomiliga at strika ummælarasamrøðuformatið; variatión er sum kunnugt gott á øllum økjum). Himnahyljar er eitt einastandandi vakurt og fleirtýtt bókaheiti, sum kann fatast á so ymiskan hátt frá teirri ítøkiligu grundmyndini av speglingini av himmalhválvinum í hyljum. Himnahyljar ljóðar rættiliga hymnukent; tað er bara ein spurningur um at býta um uppa seinna og fyrra i í orðsamansetingini. Í fyrstu yrkingini í savninum eru vit stødd onkrastaðni millum veitslusúpanina leygarkvøld og sálmasangin sunnumorgun. Sálmarnir hjá Tóroddi Poulsen eru um einsemið, um vindin, um dirvið og um nýggja og gamla heimstaðin. Tá tað um Havnina ræður, tykist sjónarhornið tvíbýtt; nútíðareygleiðingarnar tykjast hvassari enn fortíðarperspektivið. Minnini mýkja útsýnið. Frá byrjan fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur Tað er annars nógv frammi í løtuni við sjálvsævisøguligari lesing og eg hugsi eisini, at lesarin fleiri staðnum hómar persónin Tórodd í reglunum, t.d. tá hann og systirin gleða seg til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey í sjónleikarhúsið at síggja Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri yrkingar í Himnahyljum eru eins og hendan skrivaðar í barnahædd við innliti í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”. Sum vant hjá Tóroddi Poulsen eru tær mest einføldu eygleiðingarnar samstundis tær djúpastu, ofta eru teir smáu bátarnir fullir av yrkingum. Tankar um yrkingar, um list og um skapan er ein aðaltáttur í verkinum hjá Toroddi Poulsen – eisini longsilin eftir at flyta seg gjøgnum tað ítøkiliga, gjøgnum fatanina og upp í ljósið. Í nýggja savninum síggja vit á heitinum, at himmalin er togaður niður á jørðina, tað sama er galdandi fyri upprunastaðin hjá yrkingunum, ið verður lýstur eins og eitt rættiliga jarbundið paradís.  

side 75.jpg

 

Stór lítil og lítil stór list í Kbh

'Big Art', Jeppe Hein, 'Modified Social Bench' (2012), Victor Ash 'Car Mountains' (2018). Installationview, Kunsthal Charlottenborg, 2018. Photo by Anders Sune Berg.

'Big Art', Jeppe Hein, 'Modified Social Bench' (2012), Victor Ash 'Car Mountains' (2018). Installationview, Kunsthal Charlottenborg, 2018. Photo by Anders Sune Berg.

Í sambandi við ein fyrilestur á Norðurbryggjuni um samtíðarlist í Føroyum havi eg verið nakrar dagar í Keypmannhavn har eg hostandi av stórbýardusti í kjalarvørrinum av storminum, Knúti, kundi staðfesta, at heystið í roynd og veru er komið til danska høvuðsstaðin. Harvið er ein ørgrynna av listaframsýningum latin upp, sum eg havi sæð – ikki allar, men nakrar góðar og onkra minni góða.

Eg fór fyrst ein túr á Charlottenborg at síggja framsýningina BIG ART. Søguligi framsýningarskálin hevur síðani 1883 verið karmur um framsýningar knýttar at kongaliga listaakdeminum, og hevur síðani 2007 itið Kunsthal Charlottenborg. Síðani staðið varð stovnað sum listahøll, hevur tað verið rikið við skiftandi eydnu og nógvar hava diskussiónirnar verið hvørt tað var rætt at tveita listafólkafelagsskapirnir fyri dyr.

Síðstu trý árini hevur Michael Thouber sitið í stjórastólinum og tað er hann, sum stendur aftanfyri ambitiøsu framsýningina og samstarvið við kenda danska arkitektin, Bjarke Ingels, sum vit í Føroyum ikki minst kenna frá Glasi.

Við inngongdina til framsýningarhølið verður hugskotið við framsýningini lýst. M.a. verður greitt frá samstarvinum millum arkitektar og listafólk og týdningarmiklu menningini av listarliga hugskotinum innan arkitektonisku karmarnar. Eg standi eina løtu og undrist og hugsi um vantandi samansjóðing av list og byggilist á Glasi, har listin fyri tað mesta er skúgvað til viks út í trappuuppgongdirnar, sum jú ikki eru sjónligar inni í bygninginum. Her lekur eyðsýniliga millum teori og praksis hjá BIG. Ummælini av framsýningini BIG ART taka sum heild undir við henni. Eg lesi í portrettgrein í Politiken 23.sept.2018 (Manden der kom ind fra højre eftir Camilla Stockmann), at Michael Thouber upprunaliga tóktist vera outsidari í Keypmanna-havnska listalívinum, tí hann er føddur og uppvaksin á Fjóni, og tí hann politiskt er høgravendur. -Men í dag kunnu vit jú væl siga, at hann hoyrir til fleirtalið í Danmark, tí landið er borgarligt og hamskift í mongum. So sterkt er høgrarákið, at sjálvt tann danski javnaðarflokkurin/ Socialdemokratiet tykist flyta seg tann vegin. Eftir at hava sæð framsýningina, undrist eg á orsøkina til hví framsýningin BIG ART er so væl umtókt sum hon er við hópin av gestum, jaligum ummælum osfr. Framsýningin er sensatiónsstór, gamaní, eins og hon er larmandi og popput uttan at fáa serliga nógv burtur úr støddini, óljóðinum og slætta smartleikanum.

Framsýningin fevnir um samstarv millum BIG og nítjan kend listafólk:  A Kassen, Victor Ash, Douglas Coupland, Es Devlin, Shepard Fairey, Peter Funch, Julie Edel Hardenberg, Jeppe Hein, HuskMitNavn, John Kørner, Benoit Maire, Tomás Saraceno, Kaspar Astrup Schröder, Snarkitecture, SUPERFLEX, Martin de Thurah, Lars von Trier, Andrew Zuckerman og Ai Weiwei. Tað er Michael Thouber, ið hevur kuraterað framsýningina saman við BIG-Bjarke Ingels Group. Og sjálvsagt er okkurt hendingagott verk at síggja á framsýningini, t.d. grafittiverkið og installatiónina hjá Victor Ash við ítøkiligum bilvrakum og einum útstappaðum úlvi, ið stendur ovast á einum bilvraki eins og sigrandi máttur í einum kaotiskum heimi aftan á civilisatiónina.

42319335_666188703749439_2991065441692024832_n.jpg

Eg var til fleiri aðrar framsýningar, ið tó, at tær vóru smærri, høvdu meira uppá seg og í hvussu er fingu mítt hugflog á ferð. Eitt nú surrealismuframsýningin á Kunstforeningen Gammel Strand, har nógvar góðar skitsur og verk eru at síggja hjá trimum listakvinnum, ið av ymsum orsøkum vóru gloymdar og ikki hava fingið ta staðseting í danskari listasøgu, sum tær hava uppiborið. Talan er um Franciska Clausen, Rita Kernn-Larsen og Elsa Thoresen, ið allar fingu íblástur frá avantgardulistini í 1920´unum og sum funnu saman við surrealistunum í 1930´unum. Heitið á framsýningini er Kvindernes Surrealisme, og tískil er dentur lagdur á surrealistisku verkini hjá teimum trimum listakvinnunum, ið eru sera ymiskar, og sum á ymsan hátt skpa droymandi, surrealistisk verk. Tað er áhugavert (og ein orsøk til at viðmæla framsýningina), at fleiri av verkunum tykjast væl nýggjari enn tey eru. Tú verður í heilum bilsin, tá tú sært árstalið saman við heitinum á verkunum.

Franciska Clausen: Skrúvan (1926)

Franciska Clausen: Skrúvan (1926)

Rita Kernn-Larsen: Veitslan (1935)

Rita Kernn-Larsen: Veitslan (1935)

Else Thoresen: Klassiskt landslag (1937)

Else Thoresen: Klassiskt landslag (1937)

Í Classensgade 7 liggja eina eini stór, gul hús, ið síðani 1980 hava verið listafólkahús í løtuni við starvsstovum hjá 19 listafólkum. Onkuntíð hava tey opið hús, so at til ber at síggja hvat hesi fólkini fáast við, men húsini hava eisini verið karmur um ymiskt framsýningarvirksemi; eitt nú hevur Svend Danielsen havt sínar framsýningar í tí sonevnda Svends Bibliotek her. Leygardagin var endabrestur/finissage á retrospektivu endaframsýning í kjallaranum í D7, har hópin av listafólkum taka lut undir leiðslu av listakvinnuni og kuratorinum Melou Vanggard. Og sjálvt um talan er um eina endaframsýning, og at framsýningarstaðið altso letur aftur, var gott lag. Blíði fyriskiparin vísti mær runt í framsýningini og tað var áhugavert - og so beint øvugt av øllum, sum eg hevði sæð á Charlottenborg. Hesi kjallarahølini eru rá og slitin, myrk og dustmikil, men við hópin av spælandi verkum og listafólkum, ið duga at taka atlit til tey øðrvísi hølini. Ikki minst stuttligt var tað, tá Vanggard fór at greiða mær frá verkinum hjá Claus Carstensen við løgnu áskriftini “Miðfingurin til Miðflokkin”, sum eg helst skilti betri enn hon, sum greiddi mær frá. Gott var allíkavæl at tiga og lurta eftir tí nógva, mær var sagt. Í kataloginum hevur Claus Carstensen skrivað áhugaverd fororð, ið snúgva seg um listafólkastýrd framsýningarstøð.


Claus Carstensen: Miðfingurin til Miðflokkin

Claus Carstensen: Miðfingurin til Miðflokkin

Andreas Schlaegel - The Star Show D7 - ein standmynd og dupultstólur úr skúrisvampum

Andreas Schlaegel - The Star Show D7 - ein standmynd og dupultstólur úr skúrisvampum

Eitt annað katalog, eg fekk upp í hendurnar, og sum somuleiðis var áhugavert, ja inspirerandi, var í sambandi við eina aðra stóra lítla felagsframsýning, Resonans hjá Jóhan Martin Christiansen, Pernille Egeskov, Jonas Kasper Jensen, Johanne Skovbo Lasgaard, Jytte Rex, Tove Storch, Christian Vind og Thomas Bang. Tað er Anna Holm, ið hevur kuraterað áhugaverdu framsýningina, ið er full av assosiatiónsmøguleikum og sum tekur støði í hugtakinum resonans. Og sjálvt um samklangurin millum verkini ikki er púra eyðsýndur í øllum førum, so dámar mær væl opinskáraða hugburðin í verkætlanini, ið eisini fevnir listafólk úr fleiri ættarliðum. Annars er munurin stórur millum ta minimalu lættu uppsetingina hjá Christian Vind og ta tungu ekspressivu standmyndina hjá Jóhan Martini Christiansen, men verkini rigga væl saman og sameinast ikki minst væl gjøgnum ta um somu tíð, tungu og lættu uppsetingina hjá Tove Storch, ið er ein uppstápling av jarnrammum og pappírstekningum. Verkini hjá Christian Vind eru um somu tíð einføld og torskild - heitini á verkunum eru í so máta sigandi: “Publikumsresistent komposition”, “Før skriften. Lukket laboratorieforsøg” og “Alle ting rummer dele af alting. Det hvide rummer ved nærmere eftersyn noget sort”. Hugsunarhátturin er um somu tíð vísindaligur, banalur og poetiskur, og sjálvt um mann ikki skilir alt beinanveg, kann tað loysa seg at vera við uppá Christian Vind. Hann er áhugaverdur at uppliva og at lesa - ikki minst Udtog; eg havi enn ikki fingið fatur á tveyaranum.

Staðfestingin í heitinum á verkinum hjá Jóhan Martini Christiansen, “Teir fyrstu dagarnir. Vit falla” hevur bíbilskan klang og tó, at stílurin kanska víkir nakað væl frá okkara ímyndum um paradisiska syndafallið, so gevur standmyndin kortini kensluna av dramatiskum mannfalli í samansetingini av eini brotnari gipsflatu á armeringsjarni, sum er boygd, so at hon minnir um eitt menniskja, ið fellur til knýggja. Standmyndin hongur saman við restini av verkinum hjá Jóhan Martini Christiansen á áhugaverdan hátt. Hann hevur í mong ár brúkt armeringsjarn bæði arkitektonisk eins og veggir í sínum framsýningarrúmi og eins og grundbygnaður í standmyndum. Í einari standmynd í framsýningini Lonley Hearts, sum hann hevði saman við Hansinu Iversen á Listahøllini á Skipasmiðjuni var ein stong stungin gjøgnum eina bygnaðin eins og ein pílur gjøgnum eitt eymt hjarta ella sum ein tilsiping til klassisku standmyndina av spjótberaranum, Doryphoros hjá Polykleitus, sum í veruleikanum einki spjót hevur millum hendurnar; tað er burturmist millum øldirnar. Fleirtalið í heitinum hjá Jóhan Martini Christiansen togar tulkingina frá knælandi einstaklinginum, og tú gerst varug við ymsu mynstrini, tekningina, sporini av avíssíðum á gipsflatunum, sum onkursvegna sipar til okkum og til okkara tíð og sum saman við brotna, oyðilagda úttrykkinum gevur verkinum eitt dapurt brá av katastrofu, kríggi og heimsins enda.

42498152_399566770578873_6606328114123374592_n.jpg
42549040_1974312339539888_1441063692195069952_n.jpg

Eitt kringsýni merkt av nærveru og fjarleika

536E2A02-FFE0-4030-88E5-CD981F6B9E1B.jpeg

Í gjár læt framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen, Kringsýni upp í Listasavni Føroya. Talan er um eina tillagaða versión av framsýningini, Panorama, sum listamaðurin hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Hóast partar av framsýningini eru gomul verk, sum eru framsýnd í ymiskum samanhangum, so er talan ikki um eina siðbundna retrospektiva framsýning. Listamaðurin hevur disponerað framsýningina við denti á samanhangir, bæði formligar og listasøguligar. Í røðu síni tosaði hann um at koma heim aftur og greiddi frá sínum ymisku føroysku sambondum og týdningin av hesum. Mamma hansara var úr Froðba; hann hevur familju og vinfólk her á landi, og vitjar javnan, tó oftast fer hann beinleiðis suður til Froðbiar. Nú hava vit hann so í Havn - í øllum førum hansara verk og tað heilt til næsta ár.

Hjá mær sjálvari er tað ein serstøk, næstan heimlig uppliving at ganga í Kringsýni og kenna aftur myndir og fólk í fotomyndum m.a. frá hálvfemsunum um ta tíðina, eg sjálv byrjaði at skriva um list. Bjarne Werner Sørensen hevði eina framsýning í Føroyahúsinum í 1997, sum eg ummælti í Oyggjaskeggja. Saman við Anker Mortensen og Tóroddi Poulsen hevði hann framsýningina Corda Atlantica; tá sá eg á fyrsta sinni tær mongu fotomyndirnar, ið hanga saman sum eitt verk fullt av minnum og listarligum hendingum, t.d. kollveltandi framsýningin, FAR OUT, ið eg lýsti her á Listaportalinum, tá Bjarne fyri tveimum árum síðani hevði framsýning í Listahøllini á skipasmiðjuni MEST. http://www.listaportal.com/tidindi/2016/5/29/cks6afudhtc38e4hjto91o2do47b0f

Kringsýni er tøkniliga fjølbroytt framsýning, ið fevnir um bæði steinprent, telduprent, málningar og relieff. Bjarne Werner Sørensen er ein eminentur grafikari og nógv av tí, hann hevur framsýnt í Føroyum hevur verið grafikkur. Og her er hann framvegis á tryggari leið - tað síggja vit alt fyri eitt á stórfingna verkinum á balkongini í Listaskálanum; hetta er sett saman av 64 prentum á sama hátt sum tað fantastiska gula verkið, Matrix við bylgjandi, flykrandi mynstrum. Úttrykkið er organiskt, ójavna strikan tykist lívrunnin og endaleyst spírandi í einum netverkið, sum bara pappírskanturin megnar at steðga og bert eina løtu inntil næsta pappír heldur á við næsta avbrigdi. Myndirnar bera brá av samanhangi og at vera partar av eini størri heild. Endurtøkur, forskjótingar og variatiónir, sum minna um fraktalar. Hetta eru strukturar, ið koma fyri ymsastaðni í nátturuni, eitt nú í romanesco-blomkálshøvdum. Tað serliga við fraktalum strukturum er, at hvørja ferð partar av teimum verða forstørraðir, vísa teir nýggju strukturarnir seg at vera meinlíkir upprunaliga heildarstrukturinum.

Rógvi á Rógvu segði áðrenn hann fór í gongd við sína framúr góðu trummu/percussion-framførslu, at myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen fyri hann vóru sera musikalskar. Og tað er rætt, at bylgjandi rørslan í myndunum hevur musikalska orku eins og í eini tónleikaligari improvisatión, har skapini eru sum klangir, strokini sum tónar við rútmiskum bygnaði.

Fyri meg eru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.

6C67738B-9344-41ED-A84A-03AD4757AD4A.jpeg
67EB2AD9-DA36-49FB-8895-84BAA9E9213D.jpeg
9FDD61A0-5BFD-495E-ACB1-F392E0A3A8E1.jpeg
3A4F2B30-5D28-4071-95A2-69274BE49D4C.jpeg
68ECC647-1DD9-4709-AFB2-18AA02C31AFF.jpeg
2AD8CA94-663B-4122-9DAF-C4DD38EA59C3.jpeg
Bws listasavn.jpeg
4A9CC4CC-7A0E-4223-85DB-41D27977043B.jpeg
3A30BC26-A285-49B3-A98F-B5CA9BA4208A.jpeg


Føroysk list og design í Hobro

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

NORDATLANTISK KUNST OG DESIGN

Leygardagin 15.september letur ein stór framsýning upp í Kunstetagerne Hobro við list og design úr Føroyum Íslandi og Grønlandi

Udstillingen tæller værker af 20 designere og billedkunstnere. Der vises billedkunst af Bolatta Silis-Høegh, Ivínguaq Stork Høegh, Gukki Nuka, Þorunn Bara Björnsdóttir, Þorgrímur Einarsson, Maria Sveinsdóttir Kjarval samt grafik af Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku og Marius Olsen. Tøjdesign fra BIBI CHEMNITZ, Nuuk Couture v./Louise Lynge Berthelsen, Isaksen Design v/ Rita og Nickie Isaksen, milla snorrason v/ Hilda Gunnarsdóttir, EYGLO v/ Eygló Margret Larusdóttir, Barbara I Gongini, Guðrun & Guðrun v/ Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, EINSTAKT v/ Beinta Poulsen samt smykker af Turið Nolsøe Mohr.

Beklædningsdesignere i Grønland, Island og på Færøerne går i disse år i en både kærlig og kritisk dialog med de enkelte landes traditionelle klædedragt. Grønlandske designere finder ornamenter og detaljer i opdateringer af perlebroderi, brug af sælskind og gamle symboler som hvalhalen og den krumme kvindekniv ulo’en. Islandske designere trækker på inspiration fra den dramatiske natur, når de skaber såvel hverdagstøj som grænseoverskridende rober og accessories. I de færøske modehuse har især fortolkninger og videreudviklinger af de traditionelle strikmønstre og -ornamenter givet designet stor bevågenhed. Tænk blot på Sarah Lunds sweater i ”Forbrydelsen” – Guðrun & Guðruns moderne take på et traditionelt stjernemønster.

Især i Grønland har moderniseringen af modeller og symboler vakt debat. Diskussionen går på, om man skal bruge fx perlebroderede staffager, om det er ok at bruge perlemønstrene som forlæg for print på tekstiler, som Nuuk Couture og Isaksen Design er kendt for, og om det grønlandske flag i al sin grafiske enkelhed også kan bruges som dekorativt element på beklædning. Meningerne er delte, opmærksomheden udefra udelt.

Billedkunsten i de tre lande svinger mellem det traditionsforbundne og det eksperimenterende. I ðGrønland ser de unge kunstnere sig som aktører på en international kunstscene, og de diskuterer i deres kunst de eksistentielle problemstillinger om identitet, medieret nutid og globale klima- og miljøproblemer, som ses i kunsten kloden over. Den islandske billedkunst er på én gang international og forankret i den lokale landskabstradition. Til udstillingen er valgt at fokusere på kunstnere, som trækker på øens dramatiske natur, særegne landskab og lilliput-miljø, som giver brændstof til både kritiske, undersøgende og rent æstetiske værker. Den færøske billedkunst har i disse år en veritabel motor i Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, som til udstillingen leverer værker af fire færøske billedkunstnere. Hos de færøske kunstnere har den traditionsforbundne landskabskunst og den eksperimenterende samtidskunst lige stort fokus, hvilket også kommer til udtryk på udstillingen.

Turið Nolsøe Mohr

Turið Nolsøe Mohr

Bjarne Werner Sørensen framsýning í Listaskálanum

41087752_1867407589992490_292657503886376960_o.jpg

Framsýningin ’Kringsýni’ við Bjarne Werner Sørensen letur upp á Listasavni Føroya fríggjadagin 14. september kl. 16.00. 

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. 
Sissal Kampmann, rithøvundur, setur framsýningina. 
Rógvi á Rógvu framførir tónleik. 
Savnið bjóðar ábit. 

Bjarne Werner Sørensen verður til ferniseringina. 

Listasavn Føroya gevur út bókina ‘Kringsýni’, ið fæst fyri serprís upplatingardagin. 

Framsýningin er opin til sunnudagin 13. januar 2019. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Glæsilig trappulist

kp (2).jpg

Nýggi skúladepilin í Marknagili er størsta bygningsverkætlan í Føroya søgu. Listprýðingin er somuleiðis tann størsta av slíkum, sum nakrantíð er framd her á landi. Enn manglar okkurt verk at verða sett upp í prýðingini, ið sum heild er ómetaliga væl eydnað. Tess syrgiligari tykist staðsetingin av listaverkunum úti í brandtrappunum.

Nú summarfrítíðin er av og vit spakuliga sessast hvør á síni rók, sveima vit í huganum aftur á upplivingar í summarfrítíðini. Sjálv havi eg ikki ferðast tað stóra. Var bara ein lítlan arbeiðstúr í Keypmannahavn herfyri, men sonurin var við, og saman við honum endurfann eg mína undran og eldhuga um byggilistina í Keypmannahavn. Vit koyrdu við bussi og prátaðu um tað, vit sóu. Honum dámdi serliga væl tveir bygningar í miðbýnum - hesir eru ómetaliga ymiskir, men hava allíkavæl báðir tætt samband við størsta maktfaktorin til allar tíðir – eg hugsi sjálvsagt um viðurkendu virðiseindina, sum í øldir er nýtt til keyp og sølu, altso pengar. Talan var í fyrra lagi um tann gamla keypsskálan, Børsen frá 17.øld hjá arkitektunum Lorenz van Steenwinckel og Hans van Steenwinckel yngra. Soninum dámdi serliga væl ævintýrkenda, snaraða tornið á gamla renesansubygninginum á Steinhólminum – tit vita, við teimum fýra kimiligu drekahalunum. Øgiliga væl funnið uppá, helt hann (-og hví hava vit ikki tílík torn í Føroyum?). Hin bygningurin, sum honum dámdi ella sum hann onkursvegna var imponeraður av, var eisini ein peningastovnur – tað var hin skínandi tjóðbankabygningurin hjá Arne Jacobsen, ið stóð liðugur í Havnegade í 1978. Sonurin var hugtikin av hesum stóra bygninginum, eg haldi, hann fekk tað at vera pengatangan hjá Gíriki McGvagg, ið stendur har mitt í danska høvuðstaðnum sum ein í grundini óvinarlig og frástoytandi peningateggja úr stívnaðum marmori og glasi. Eg segði honum, at hatta er eitt víðagitið arkitektoniskt monument, og at arkitekturin, sum eisini teknaði SAS Royal Hotel, er úrmælingur og slóðari fyri sonevndum curtain wall glasfasadum í Danmark, men tá haldi eg kki, at drongurin lurtaði – hann var í huganum inni hjá Gíriki gubba og sá fyri sær gamla steggjan gramliga svimjandi í peningarúgvunum handan marmorveggirnar. Tá vit fóru út úr bussinum spurdi hann um pengar ikki eru harðir at svimja í.

Byggilistin sigur søgur

Byggilistin er eins og øll onnur list full av upplýsingum, hon sigur søgur ikki bert um hugflog og speki hjá avvarðandi arkitektum, men eisini um ta tíð og tey menniskju, sum livdu og myndaðu samfelagið kring byggilistina. Gjøgnum tey ítøkiligu, tungu byggilistaverkini, hóma vit mentanina. Tí er tað eisini so áhugavert at vera uttanlands og uppliva ymiskar bygningar og býir.

7DA5170A-6CD1-40F6-9B1A-9FB85019CE06.jpeg

Risastórur bygningur

Í Føroyum eru góðar tíðir, búskapurin er glóðheitur og alla møguliga staðni síggja vit nýggjar stásiligar bygningar skjóta seg upp. Skúladepilin í Marknagili ella Glasir, sum hann eitur, er nógv tann størsta av hesum byggiverkætlanum. Glasir er teknaður av Team Fuglark við BIG – Bjarke Ingels Group – sum høvuðsráðgeva. Bygningurin er so óvanliga stórur, at eg haldi hann vera beint við síðuna av mær, tá eg spáki niðan eftir Dalavegnum. So eg gangi og gangi, men føli sum um eg eri á einum rennibandi, tí tað gongur als ongan veg; bygningurin blívur við at vera umleið somu stødd – tá er líka frægt at hoppa upp í eittaran og koyra nøkur stopp inntil risabygningurin dagar fram undan Handilsskúlanum.

 

9857A65E-F6A8-46DA-8FDE-5710DE62698B (2).jpeg

Ein meldurhvirla

Hvat fara fólk í framtíðini at hugsa um Glasir? Tað valdast kanska hvussu skúlin fer at roynast næmingum og samfelagi. Men byggilistarliga hugtekur bygningurin eitt nú við síni imponerandi stødd og við mátanum, hann er staðsettur og lagaður til lendið í fleiri hæddum. Sambært arkitektafyritøkuni BIG, er skúlin sniðgivin sum ein meldurhvirla við stórum garðrúmi, ið er kjarnin í skúlanum. Og rætt er, at tað innanfyri ikki minst er víðfevnda og ljósa miðrúmið við atrium í neðra og glaskupli í erva, sum imponerar. Út frá rundbygninginum eru leingir og útúrgerðir; upplatingardagin bar fryntiligi arkitekturin, Bjarke Ingels í røðu síni skapið saman við báðar endarnar á einum tilvildarliga krosskastaðum turriklæði. Tilfarið er fyri tað mesta glas og betong og úrslitið er serstakliga ljóst, gjøgnumskygt, modernað og kalt sum ein gamaldags science fiction visión - eg hugsi um góða gamla móðirskipið Starship Enterprise; eitt heilt glas-univers komplett við motordeild í neðra, hárturkarum í erva og við øllum møguligum humanistiskum, náttúruvísindaligum, tekniskum, kreativum, littererum og merkantilum lærugreinum harímillum. Glasveggirnir eru allastaðni, teir eru ein ósjónlig og ítøkilig avbjóðing bæði so og so, og ikki bara sum endaleys pussiflata hjá teimum frammanundan hart royndu vaskikonunum. Tey eru ikki fá, sum í skundi hava rent seg í glasveggir seinastu vikurnar og sum hava ásannað, at glas er hart at renna seg í. Hetta sama kann helst sigast um allan bygningin fyri ikki at tala um bygnaðin, at her eru avbjóðingar av ymsum slagi, alt møguligt, sum skal lagast til og broytast.

Trappulistin

Staðsetingin av listini í fimm brandtrappum er hinvegin rættiliga liðug, so har ber illa til at koma afturumaftur. Fimm av okkara bestu listafólkum hava prýtt hvør sína trappu. Prýðingsætlanin kostar tríggjar milliónir krónur, tað er ikki smávegis. Tá eg av fyrstan tíð hoyrdi um forfjónaðu staðsetingina, undraði hon meg, men eg kom til ta niðurstøðu, at trappurnar mundu vera onkursvegna implementeraðar í rundbygningin á slíkan hátt, at listin var sjónlig úti í stóra rúminum, har er jú glas allastaðni. Men her mistók eg meg - har sæst einki til størsta partin av listini úti í stóra garðrúminum og tað er stórt spell, haldi eg. Eg hugsi, at ein orsøk til, at staðsetingin í brandtrappunum virkar eyka løgin er, at trappurúmini eru minkað í mun til upprunaætlanina orsakað av sparingum.

 

Brandur Patursson.jpeg

Brandur Patursson

Glas- og ljósverkætlanin hjá Brandi Patursson er ómetaliga væl eydnað og gevur áskoðaranum eina tiltrongda kenslu av hita í hálvalýsinum í tí partvíst myrkalagda trappurúminum. Brandur hevur avmarkað seg till tann sama brenda, reyða litin í øllum sínum verkum, hann brúkar somu stødd, og tøkni í øllum verkunum, og hesum avmarkingum hevur hann fingið nógv burturúr. Tað er eins og liturin flýtur á lýsandi glasflatanum. Eg eri lærari í m.a. myndlist á Glasi. Tá næmingarnir hjá mær tosaðu um hesi verkini í dag, brúktu tey nógv orð, sum høvdu við hita at gera. At verkini sýnast brennandi heit og at struktururin minnir um kókandi, rennandi, flótandi lava. Tær hildu eisini, at eldverkini onkursvegna vóru relaterað til staðsetingina í eini brandtrappu. Her kann tað vera, at næmingarnir yvirtulkaðu, men tankin er nokk so fiffigur. Brandur Patursson hevur sett sær nakrar einfaldar formligar avmarkingar og treytir; øll verkini hjá honum hava tað sama, avlanga liggjandi formati, ið leggja upp til eina frásagnarliga tulking, sum ikki letur seg gera av tí, at listin er nonfigurativ. Allíkavæl hóma vit stóran spenning, dynamikk og hendingar í ljósfylltu verkunum.

 

B42A5998-8617-4DA1-ACDD-D2D85E649082.jpeg

Jóhan Martin Christiansen

At gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen fella so væl inn í betongtrappurúmið, sum tey gera, er neyvan heilt tilvildarligt. Listamaðurin hevur í síni arbeiðsprosess tikið støði í ymiskum byggitilfari, sum hevur verið brúkt í sambandi við byggingina av Glasi. Tessvegna hava listaverkini sama ráa dámin, sum rúmið, tey hanga í. Gipsrelieffini eru rættiliga ymisk, summi eru stór í vavi og rektanguler, tey hanga sum gátuførir, tigandi portalar í brandtrappuni á Glasi. Aðrastaðni hanga smærri verk, sum eru formskorin og minna um staklutir á eini størri heild. Á einum veggi hanga fleiri avlong skap saman í eini loddrættari røð, sum sendir tankarnar til líknandi kompositiónir hjá Donald Judd. Men har amerikanski slóðarin skapti sløtt, maskinkend objektir, ið vóru nóg mikið í sínum egna objektiva ding an sich ítøkiliga veruleika, arbeiðir Jóhan Martin Christiansen eisini við eftirmyndum og einum slagi av tilfarsligari ontologi. Hesi verk eru um somu tíð eitt slag av eftirmyndum av skapanini av bygningsverkinum, sum tey eru ein partur av, men tey eru eisini poetisk og vøkur og eru sostatt ikki ólík trægipsmyndunum hjá Anker Mortensen.

 

Anker Mortensen.jpg

Anker Mortensen

Sjálvt um listprýðingin hjá Anker Mortensen er tøkniliga fjølbroytt og sett saman av kvadratiskum oljumálningum og smærri pappírsmyndum, so myndar hon eitt egið og friðsælt univers, sum er gott at koma inn í. Á sama hátt sum við hinum verkunum á Glasi, tykist henda listprýðingin gjøgnumhugsað eisini í mun til hvar verkini hanga í mun til hvørt annað. Her er ein ávís menning frá koloristiskum og sprøklutum málningum niðarlaga og til eitt meira hátíðarligt og luftigt úttrykk í erva. Ovasti málningurin er einastandandi vakur, friðarligur, hvítur og tó fullur av innihaldi og meining sum í einum fávitskunnar skýggi, ið er eitt evni, sum áður hevur hugtikið listamannin. - Fávitskunnar Skýggj er heitið á einum gomlum enskum kristnum riti um kontemplatión, eitt handrit við ráðum um hvussu mann ber seg at fyri, at sálin skal blíva eitt við Guð. Verkini hjá Anker Mortensen hava eitt bæði organiskt og intimt brá, sum gevur áskoðaranum hug og dirvi til at nærkast teimum.

Sum áður nevnt er Glasir ikki heilt liðugur. Hetta hevur m.a. við sær, at ikki øll verkini eru komin uppá pláss í prýðingini. Henda greinin er sostatt skrivað uttan at eg havi sæð verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanna Bjartalíð – sambært frágreiðing verða verkini hjá teimum báðum integreraðir partar av innirúminum á Glasi. Bæði listafólkini arbeiða hartil við lívrunnum tilfari, Ragnhild við ull og Hanni við træi, so eg hugsi, at vit kunnu gleða okkum.

 

Rannvá Kunoy.jpg

Rannvá Kunoy

Tað ovasta verkið í prýðingini hjá Rannvá Kunoy er ikki hongt upp enn orsakað av onkrum byggisnøkli, men eg havi sæð verkið, ið er tað størsta av verkunum hjá Rannvá Kunoy á Glasi. Hetta verkið er skínandi turkisblátt, men skiftir lit eftir ljósinum. Hesi verkini snúgva seg fyri ein stóran part um ljós, ið saman við gjøgnumskygni hevur verið týdningarmikil partur av listarligu leitanini hjá listakvinnuni heilt frá byrjan. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt fyribils hæddarpunkt við málningum, sum lýsa. Hesi seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarhølinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. Upplivingin av hesum verkunum verður til saman við rørsluni hjá móttakaranum. Á sama hátt sum hini listafólkini í trappuprýðingini hevur Rannvá Kunoy gjørt síni verk við atliti at skúlastovninum, har verkini hanga. Málningarnir eru fullir av teknum, strikum, tølum og orðum, ið tykjast krevja eina tulking. Í fleiri førum er ikki gjørligt at týða teknini. Myndirnar eru gátuførar og afturlatnar í teirra skyggjandi vakurleika og ymisligu formatum. Men so allíkavæl ber til at eyðmerkja okkurt í vavstrinum. Onkrastaðni er orðið YAMA skrivað á skák og endurtikið fleiri staðni. Yama er sambært hinduistisku læruni tað fyrsta menniskjað, ið fann vegin til deyðsríkið og sum harvið vísti øllum hinum menniskjunum vegin hagar. Yama gjørdist gudur, ið varðaði yvir deyðsríkinum og so líðandi varð hann eisini rættvísisdómarin, ið metti um atburð og karma hjá hvørjum einstakum menniskja.

Sigrun Gunnarsdóttir (1).jpg

Sigrun Gunnarsdóttir

Veggjamálningarnir hjá Sigrun Gunnarsdóttir snúgva seg somuleiðis um at vaksa, at búnast, at læra, at fara, at skilja, at granska, at tulka, at minnast, at halda fast og at sleppa. Hervið relaterar prýðingin til skúlan sum stovn. Sjáldan havi eg uppliva hennara serliga einfalda, naiva og symbolska stíl koma so nógv til sín rætt sum í prýðingini á Glasi, ið fær eyka styrki av at vera málað á tann ráa betongveggin eins og teir gomlu, inniligu kálkmálningarnir. Listakvinnan fyriheldur seg í sínum frásagnarligu verkum til skúlan sum eitt stað, har einstaklingurin mennist og búnast. Hon hevur sum tann einasta av trappulistafólkunum valt at taka sjálvar trappurnar við í prýðingina. Hon hevur málað dekorativ mynstur á trappurnar og tað riggar væl. Eg hugsaði í fyrstani, at tað var ov lítið avgjørt, men havi nú gingið nakrar ferðir í hesum trappunum og haldi, at tað hongur sera væl saman og savnar tey einstøku verkini. 

 

AF58CED7-940A-4D34-A936-C5C39DB882FB.jpeg

Fyri hálvan prís!!!

699bef92f860202756877d5d42c1306dfd96ce3b_w1152_h0_fS.jpg

Mikukvøldið, hóskvøldið og fríggjakvøldið heldur Sprotin 25 ára jubileumsbókagildið við Orðum og Tónum á Reinsarínum, har viðgjørdar verða ymiskar útgávur á ymsan hátt. Allar bøkurnar hjá Sprotanum verða seldar fyri hálvan prís, sama um tær eru gamlar ella nýggjar, klænar ella tjúkkar.

Risastóra bókin um Marius Olsen, hvørs grafisku myndir, eg fari at greiða frá á Reinsarínum hóskvøldið, kostar altso bara 249 krónur. Tað sama er galdandi fyri skreytútgávuna av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi og fyri fuglabókina hjá Carl Jóhan Jensen; skaldsøgan Sær - ein fuglabók av gloymsku fæst fyri bara 149 krónur. Mínar bøkur, Listamál, sum er eitt greinasavn og Úr myrkrinum/Out of darkness, ið snýr seg um verkið hjá Tóroddi Poulsen, fáast somuleiðis fyri einans 149 krónur stykkið. Eg eri sjálv errin av hesum bókunum og sera fegin um tey góðorð, tær hava fingið, eitt nú frá Jógvan Isaksen, sum í ummæli skrivaði: 

"..Kinna Poulsen lýsir í eini vakrari og fjøltáttaðari bók avantgardulistamannin Tórodd Poulsen...Teksturin í Úr myrkrinum er at líkna við eitt langt essay í fjúrtan pørtum, har tann skrivandi ikki fylgir formligum reglum, men skapar sína egnu leið gjøgnum listaheimin hjá Tóroddi Poulsen. Hetta ger skrivingina livandi og fjølbroytta, tí hon nettupp ikki verður tyngd niður av formligari teoretisering. Um somu tíð er tað lesaranum greitt, at kunnleikin til vísindaástøði innan bæði bókmentir og myndlist er til staðar. Á ein hátt kanst tú siga, at bókin er systematiskt ósystematisk, og tað er meint sum rós....Bókin um Tórodd er í stórum broti og á tremur av endurgávum av einahelst steinprentum, men eisini bókapermur verða vístar í stórum tali umframt bíløt av installatiónum, bókaskulpturum og oljumálningum. Í tí seinasta fjórðinginum er tann føroyski teksturin endurgivin á enskum, og tí hevur bókin bæði ein føroyskan og ein enskan tittul. Samanumtikið ein vøkur og vælskrivað bók, sum bæði høvundur og forlag kunnu vera errin av..." - Jógvan Isaksen: "Provokatørurin Tóroddur" í Dimmalætting 8/12-17. 

Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar fæst fyri bara 99 krónur á útsøluni. Danski ummælarin, Lars Bukdahl skrivar um Tórodd Poulsen og nevnir eisini mína bók í eini grein í Weekendavisen 15.des 17 m.a. “....Tænk også på hvilken indædt vedholdenhed det har krævet af en befolkning, der lige nu tæller 50.000 sjæle, at holde deres nationalsprog levende og selvstændigt, holde det særligt og sært og smukt, tulipaner i bestemt flertal hedder, ifølge et Poulsen-digt, “tulipanunum”, for syv søren. Når Poulsen cutter både sproget og landskabet og indbyggerne op, er det jo ikke for at ødelægge og kaste vrag på Færøerne, men tværtimod for at genopfinde og internationalisere dem, gøre dem akut poetisk relevante. Jeg bad Kinna Poulsen, forfatteren til den kæmpeflotte, ny Poulsen-monografi Úr myrkrinum/ Out of darkness, om at finde et digt fra Poulsens seneste færøske samling Ferðamaður í egnum landi fra i år, som jeg kunne citere uden at forstå et kuk. Hun sendte mig hele tre digte, som hun alt for venligt tilføjede råoversættelser af, og det var jo ikke meningen...”
 

c3536216bec3f007be419e39b3f6c86cbc5288cc_w512_h0_fS.jpg

 

 

mikkjal.jpg

 

 

e2d6a6b3eb15469b87ada9360de27ea788106655_w1152_h0_fS.png

Orð og tónar 6. septembur kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum

Upp á fjallatindar og niður í innastu listarligu goymslurnar

Í kvøld ræður um at hava fjallastivlarnar við, tí farið verður til gongu saman við Pól Sundskarð. Í bókini, sum enn ikki hevur endaligt heiti, verða túrar, sagnir og jarðfrøði bregdað saman. Hetta gevur eina heilt serliga heild, sum áhoyrararnir í kvøld fáa høvi at sansa.

Kári Sólstein fer at práta við Pól um bókina.

Eftir steðgin seta vit stivlarnar og leita inn í listina. Í 2016 kom bókin ”Marius Olsen / Prent 1980-2016” út. Í bókini er úrval av tí besta hjá Mariusi.

Kinna Poulsen fer at greina útvaldar myndir hjá listamanninum.

“Tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við” er bók eftir danska yrkjaran Søren Ulrik Thomsen. Pauli Nielsen hevur týtt til føroyskt.

Spurningurin “hvat gera vit við tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við” er sentralur.

Pauli fer at skifta orð við Theodor Eli Dam Olsen um tættir í bókini.

Kvøldið verður kryddað við tónleiki frá Jens Marna Hansen. Barrin er opin sum vanligt, og bøkurnar verða seldar fyri hálvan prís í Perluni hetta kvøldið. 

 

Orð og tónar 7. septembur kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum

 

Topphúgvan, láturin og flogið

Sjáldsama søgan um mannin í topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, er fleirtáttað. Topphúgvan gjørdist heimsgitin og við hvíta høvuðprýðinum gjørdust Føroyar heimskendar.

Maðurin í húgvuni hevur fleiri søgur, og hesar fara Uni Holm Johannesen, høvundur, og Jens Martin at práta um.

Í vár spældi GUT//Productions ”Látur Medusu – ein framløga”. Útselt var so at siga til allar sýningarnar – sum skilligt er. Í kvøld er tó høvið at fáa ein bita av hesum leiki. GUT//Productions fara nevniliga á pall við einum broti úr leikinum.

Í seinna partinum í kvøld fer Kári Sólstein at práta við listamannin Edward Fuglø, sum er høvuðspersónur í nýggjari bók. Bókin, sum kemur út í 2019, greinar verkini frá 2008-2018, eins og hon er um uppvøkstur, lív og leið til listina.

Frostfelt stendur fyri tónleikinum, barrin er opin, og í Perluni gerst tú kvettið, har ið allar bøkurnar fara fyri hálvan prís.

 

Orð og tónar 8. septembur kl. 11 – kl. 16 í Perluni – við einum tvisti

Bitar av Reyninum, Laxness og orðum, ið halda okkum uppi

Orð og tónar er øðrvísi skipað í dag. Frá tí at dyrnar lata upp og til tær fara aftur, verða bókmentalig og tónleikalig innsløg við jøvnum millumbilum – hesa ferð í Perluni.

Kl. 11.30 fáa vit forkunnugt innlit í bók, sum er ávegis, um Reynið. Randi Kúrberg greiðir frá við myndum. Eftir hana fer Martin Joensen at spæla.

Kl. 13 heldur Tóra Tóroddsdóttir upplegg um Halldór Laxness og Ljós heimsins. Eftir hana spælir Kim Hansen.

Kl. 15 lesur Marjun Syderbø Kjelnæs yrkingar og greiðir frá. Eftir hana spælir Sámal Ravnsfjall.

---

Hesar dagar selur Sprotin ­ALLAR bøkur – spildurnýggjar sum gamlar – ­fyri hálvan prís!

Øll eru hjartaliga vælkomin.

rite here…

Resonans - Gruppeudstilling Pop-Up Contemporary

40568561_992387600932281_8118649969503633408_n.jpg

Jóhan Martin Christiansen. Udsnit af skulptur.

Fríggjadagin komandi 7.september klokkan 17.30-20 letur upp ein áhugaverd framsýning í Keypmannahavn í Pop-Up Contemporary Kompagnistræde 41 1208 København við verkum hjá Jóhan Martin Christiansen, Pernille Egeskov, Jonas Kasper Jensen, Johanne Skovbo Lasgaard, Jytte Rex, Tove Storch, Christian Vind og Thomas Bang. Anna Holm hevur kuraterað framsýningina, sum tekur støði í teim søgum, ið krógva seg millum reglurnar í einum avísklippi, í einum gomlum glasskápi við brotnum lutum úr postalíni ella í einum uppblásiligum baðidýri. Á bólkaframsýningini Resonans finna átta listafólk nýggjar tónar í kendum lutum í eini kanning av endurminning, tíð og sannkenning. Opið er í Pop-Up Contemporary mánadag til fríggjadag frá 12-18 og leygardag frá 11-15.

Thomas Bang: Anebilledereflektionsinstrument nr. 1, 2008-2009

Thomas Bang: Anebilledereflektionsinstrument nr. 1, 2008-2009

Hvilke historier gemmer sig mellem linjerne i et avisudklip, i et gammelt vitrineskab fuld af ituslåede porcelænsfigurer eller et oppusteligt badedyr? På gruppeudstillingen Resonans slår otte danske kunstnere nye toner an i velkendte genstande i en undersøgelse af erindring, tid og erkendelse. Jóhan Martin Christiansen, Pernille Egeskov, Jonas Kasper Jensen, Johanne Skovbo Lasgaard, Jytte Rex, Tove Storch, Christian Vind og Thomas Bang.

Til efteråret dukker den mobile udstillingsplatform Pop-Up Contemporary igen midlertidigt op, denne gang midt i indre by med en gruppeudstilling, der bringer kunstnere sammen på tværs af generationer og kunstneriske udtryk og byder på lyd, film, skulptur og collage. Under titlen Resonans sætter udstillingen fokus på de historier og spor af betydning, som nedlejres i de almindelige genstande og materialer, som omgiver os. I al deres familiaritet spiller de en central rolle for måden, vi husker og føler os hjemme i verden, men samtidig udgør de foranderlige tegn, der muterer i betydning og dermed flytter grænserne for, hvordan vi kan begribe os selv og vores omgivelser. På udstillingen tager alle de deltagende kunstnere afsæt i noget eksisterende – lige fra avisudklip, egyptiske mumieportrætter og en sinustone til et gammelt vitrineskab fuld af ituslåede porcelænsfigurer og et oppusteligt badedyr – og stemmer dem for nye klange i en afsøgning af, hvordan erindring, tid og erkendelse både peger veje tilbage og frem og skaber rum for nye sansninger, forbindelser og genkendelser.

Man-fre 12-18, lør 11-15 samt efter aftale

8 sep 20186 okt 2018

Fernisering fredag 7 sep kl. 17.30-20

Kurator

Anna Holm

 

You want it darker? - Leygardag seinnapart í Steinprenti

40565389_475828496227177_714096174759411712_n.jpg

Tey prátaðu enskt í Steinprenti í dag. Tað var har omanfyristandandi spurningur varð settur, men høvið var als ikki so dapurt og dramatiskt sum í kenda heitislagnum á seinastu útgávuni hjá Leonard Cohen.

Spurningurin hjá prentaranum, Fríðu Matras Brekku, snúi seg heilt einfalt um violetta litin á einum prenti og finska listakvinnan, Anna Seppälä játtaði, at hon fegin vildi hava litin eitt sindur myrkari. Hetta var triðja prentið, sum Anna Seppälä hevur framleitt í Steinprenti saman við Fríðu Matras Brekku og Jan Andersson í hesum umfarinum. Eitt sera einfalt symbolskt prent við einum stiliseraðum hjarta við æðraforgreiningum og einum eyga í miðjuni. Reyði og violetti litirnir eru rættiliga bjartir eins og allar blómurnar, sum eru teknaðar í ymiskum bjørtum litum og síðani kliptar út og límaðar á eina myrka, málaða grund. Har er okkurt eitt sindur dapurt við hesum myndunum, tær eru annað og meira enn bara dekorativar. Lagið var gott í Steinprenti í dag, listakvinnan var sera fegin um avrikið, uppihaldið og um at framsýningin varð væl móttikin. Í morgin fer hon heim aftur til Finnlands, men hennara verk verða hangandi á framsýning í Steinprenti inntil 27.september.

40584477_273295443493240_4193405119179522048_n.jpg

You want it darker? - Saturday afternoon in Steinprent

The question was posed today in Steinprent and the reason wasn´t at all as gloomy and dramatic as in the renowned title song in Leonard Cohens last record. The question came in fact from one of the lithographic printers in the Faroese Lithographic Workshop, Steinprent, Fríða Matras Brekku, who asked the Finnish artist Anna Seppälä if she wanted the purple colour in her print darker. Anna Seppälä confirmed that she wanted a darker tone in the purple colour in the lithographic print, which is the tird pring, she has created in Steinprent during this last week. It´s a simple and decorative symbolic drawing of a heart with ramifications of veines and an eye in the middle. 

Yesterday 31.august an exhibition by Anna Seppälä opened in Steinprent. The artist has participated in group shows in Faroe Islands several times - first time in the St.Olaf Exhibition in Listaskálin some twenty years ago, but this is her first solo show in the Faroe Islands. Her motives derive both from a realistic and a mythical  universe in collages on painted surfaces. These pictures seem somehow feminine, the collages are full of flowers, they are decorative and funny and at the same time a bit dark - maybe with a hint of the Memento Mori theme in paintings of the baroque era, where the flowers, fruit and beautiful objects intended to remind people of the inevitability of death. But the drawings, lithographic prints and collages by Anna Seppälä are all full of life and a firm believe in love as a forceful and fundamental power and the cohesive forces and universal likeness between humans, animals and plants and trees.

The artist will go home to Finland tomorrow, but her exhibition stays untill september 27.

40541180_445153009306552_1547845989446975488_n.jpg
40597904_2254659067881546_7200725092236525568_n.jpg
40521149_541371466297668_5067517799564312576_n.jpg
40524738_292428251539094_3107153447015677952_n.jpg
40617165_228569864504419_8278342608825090048_n.jpg
40594084_1989405707795966_1444131278096957440_n.jpg