Ein meldurhvirla
Hvat fara fólk í framtíðini at hugsa um Glasir? Tað valdast kanska hvussu skúlin fer at roynast næmingum og samfelagi. Men byggilistarliga hugtekur bygningurin eitt nú við síni imponerandi stødd og við mátanum, hann er staðsettur og lagaður til lendið í fleiri hæddum. Sambært arkitektafyritøkuni BIG, er skúlin sniðgivin sum ein meldurhvirla við stórum garðrúmi, ið er kjarnin í skúlanum. Og rætt er, at tað innanfyri ikki minst er víðfevnda og ljósa miðrúmið við atrium í neðra og glaskupli í erva, sum imponerar. Út frá rundbygninginum eru leingir og útúrgerðir; upplatingardagin bar fryntiligi arkitekturin, Bjarke Ingels í røðu síni skapið saman við báðar endarnar á einum tilvildarliga krosskastaðum turriklæði. Tilfarið er fyri tað mesta glas og betong og úrslitið er serstakliga ljóst, gjøgnumskygt, modernað og kalt sum ein gamaldags science fiction visión - eg hugsi um góða gamla móðirskipið Starship Enterprise; eitt heilt glas-univers komplett við motordeild í neðra, hárturkarum í erva og við øllum møguligum humanistiskum, náttúruvísindaligum, tekniskum, kreativum, littererum og merkantilum lærugreinum harímillum. Glasveggirnir eru allastaðni, teir eru ein ósjónlig og ítøkilig avbjóðing bæði so og so, og ikki bara sum endaleys pussiflata hjá teimum frammanundan hart royndu vaskikonunum. Tey eru ikki fá, sum í skundi hava rent seg í glasveggir seinastu vikurnar og sum hava ásannað, at glas er hart at renna seg í. Hetta sama kann helst sigast um allan bygningin fyri ikki at tala um bygnaðin, at her eru avbjóðingar av ymsum slagi, alt møguligt, sum skal lagast til og broytast.
Trappulistin
Staðsetingin av listini í fimm brandtrappum er hinvegin rættiliga liðug, so har ber illa til at koma afturumaftur. Fimm av okkara bestu listafólkum hava prýtt hvør sína trappu. Prýðingsætlanin kostar tríggjar milliónir krónur, tað er ikki smávegis. Tá eg av fyrstan tíð hoyrdi um forfjónaðu staðsetingina, undraði hon meg, men eg kom til ta niðurstøðu, at trappurnar mundu vera onkursvegna implementeraðar í rundbygningin á slíkan hátt, at listin var sjónlig úti í stóra rúminum, har er jú glas allastaðni. Men her mistók eg meg - har sæst einki til størsta partin av listini úti í stóra garðrúminum og tað er stórt spell, haldi eg. Eg hugsi, at ein orsøk til, at staðsetingin í brandtrappunum virkar eyka løgin er, at trappurúmini eru minkað í mun til upprunaætlanina orsakað av sparingum.