Heiðrikur á Heygum fekk stuðulin frá Listaflog
/Stuðulin frá grunninum hjá Atlantic Airways, Listaflog, var í ár latin Heiðriki á Heygum til eina videoverkætlan saman við sangbólkinum KATA. Hjartaliga til lukku, Heiðrikur á Heygum.
Í góðum listarligum selskapi - KVF á páskum
/Á páskum plagdi eg at geva mær tíð at síggja onkran sonevndna stórfilm. Men eg má viðganga, at nú eru nøkur ár síðani, at eg kláraði at hyggja at filmum sum Spartacus, Laurence of Arabia ella The Ten Commandments uttan at gera nakað annað samstundis.
Men vit verða í góðum listarligum selskapi á páskum, tendra vit fyri Kringvarpi Føroya, tí teir tríggir portrettfilmarnir hjá Katrini Ottarsdóttir um Tórodd Poulsen, Jóanes Nielsen og Hans Paula Olsen verða allir sýndir í páskadøgunum. Hesar sendingarnar eru bæði góðar og gamlar. Tað sær ikki út til, at nakað serligt av nýggjum sjónvarpstilfari er framleitt til páskirnar; onkur guðstænasta verður sjálvandi sjónvarpað.
Men í útvarpinum verða fleiri nýggjar sendingar at sendingar, t.d. kann mann gleða seg til tær fimm útvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein um tann mentanarkollveltandi ungdómsuppreisturin. Sendingarnar verða lýstar soleiðis á heimasíðuni hjá kvf: Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68-ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti-autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við "the summer of love", blómubarna- og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum? Bóru hesi rák við? Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini? Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC-fylkingina, málstríðið o.a. Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman.
Skírisdag verður fyrsti partur av tveimum sendur um William Heinesen og kristindóm og tað er Bergur Rønne Moberg, sum fer at greiða frá. Langa fríggjadag klokkan 15 sendir útvarpið verkið Jóhannes Passiónin av J. S. Bach. Upptøkan er úr Vesturkirkjuni 12. november í 2017. Solistar eru, Rúni Brattaberg, Hallveig Rúnarsdóttir, Andri Björn Róbertsson, þorbjörn Rúnarsson, Hildigunnur Einarsdóttir og Martin Vanberg. Sangarar, kór og orkestur undir leiðslu av Ólavi Hátún.
Leygarkvøldið fer mann kanska at lurta eftir Plátubarrini, tí tað er ein sjáldsama hugnalig sending og verður tað ivaleyst eisini páskaaftan. Og páskadag fari eg í øllum vørum at lurta eftir samrøðu millum Jógvan Arge og Petur Martin Petersen um listamálaran Jóannes Kristiansen: 100 ár eru síðani listamálarin Jóannes Kristiansen varð borin í heim í Leirvík. Hann hevði hvørki hug til sjógv, bø ella haga, men tímdi at tekna og lesa. Í 1935 fór hann til Danmarkar at læra meir um hesi kynstur, men fyri at hava okkurt at liva av fór hann í málaralæru. Jóannes ætlaði sær heimaftur, tá hann var liðugur, men tá var Danmark hertikið. Undir krígnum gekk hann á kunstakademiinum í Keypmannahavn saman við Ruth Smith og Ingálvi av Reyni. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men var so at siga hvørt ár í Føroyum og fekk íblástur. Eitt eyðkenni vóru teir ljósu litirnir. Í Fuglafirðï hevur systirsonurin Petur Martin Petersen eitt stórt savn av málningum hjá Jóannesi Kristiansen. Teir hanga í húsum hansara, sum eru bygd í sama sniði, sum barnaheim Jóannesar, ið var seinasta langhús í Leirvík
Framúrskarandi Hamferð
/Á einari av mínum mongu meira og minni tilvildarligu/tíðarspillandi reikanum á alnótini, rakaði eg við Támsins Likam á youtube og hugsaði við mær sjálvari: Támsins Likam, hvat er tað nú tað er? Og so gekk upp fyri mær, at tað jú er hetta “Thomsens eitt ella annað”, sum øll tosa um og sum nýliga var framført í Sjónleikarhúsinum við pomp og prakt (- hví í allari víðu verð var eg ikki har?). Útgávan er til taks á youtube og eg havi lurtað eftir henni í allan morgun, hevði nokk so hart frá, so at bæði kettur og børn tóku at rýma, tá framúrskarandi sangarin transformeraði seg til eitt grólandi ómenni.
Támsins Likam er partur av eini trilogi hjá Hamferð, sum harumframt telur útgávurnar Vilst er síðsta fet (2010) og Evst (2013) - frásagnarliga gongur triologiin kronologiskt aftureftir soleiðis, at Támsins Likam er fyrsti partur, Vilst er síðsta fet er endin.
Talan er um eina sjáldsama væl samanhangandi útgávu; frásøgn, sangur, tónleikur, instrumentering, kompositión, ljóð og huglag mynda eitt heildarverk – hetta er í sær sjálvum vælsignað at uppliva í hesum tíðum, har tørvurin á uppmerksemi eftir øllum at døma er størri enn tørvurin at lata heilskapað verk úr hondum – hesin tørvur er í øllum førum so mikið stórur, at stakløg í heilum verða tveitt út í poppvørp beint sum tey eru klár - helst áðrenn.
Frásøgnin í Támsins Likami er bølamyrk, tó neyvan órealistisk tíverri. Eg síggi fyri mær ymiskar ófatiliga óhugnaligar, kolasvartar yvirskriftir í Ekstrablaðnum um ræðuligar lagnir og menniskjansligar sólarmyrkingar. Sangirnir eru episkir, frásagnarligir, men so mikið lyriskir, at frásøgnin gerst fleirtýðug - tó hómast ein søgugongd. Har Evst snúi seg um leitanina hjá einum manni eftir soninum, sum hvarv í ódnarveðri í fjøllunum, er Támsins Likam ein grundan yvir sorgarleikin í lívinum hjá hesum manni og konu hansara. Tey syrgja sáran. men av tí, at maðurin verður innibyrgdur í síni sorg, kennir konan seg einsamalla og byrjar at ganga túrar í einsemi. Her møtir hon einum manni í myrkum klæðum, sum hon fær tosað við, alt meðan frástøðan til hennara egna mann alsamt økist. Hetta er søgan um eina persónliga tragediu og um hvussu myrkrið fær fastatøkur á menniskjanum.
Esmar Joensen greiðir frá, tá eg spyrji hann, at Jón Aldará skrivar tekstirnar, meðan Theodor Kapnas er høvuðssangskrivari hjá bólkinum, hann skrivar also løgini og síðani arbeiða allir limirnir saman um staklutirnar í samráð við Theodor Kapnas. Í eini samrøðu í Degi og Viku herfyri greiddi Theodor frá, at ein partur av íblástrinum kemur frá klassiskum tónleiki. Hann bregður ikki úr ætt, faðirin var tann dugnaligi og týdningarmikli bratsjisturin, Nikolaous Kapnas (móðirin er fræga mentakonan, Hedvig Westerlund Kapnas). Ein partur av íblástrinum er klassiskur, men Hamferð er eisini gróðursettur av gamlari føroyskari mentan, av kvæðamáli og gomlum søgnum.
Eg eri so mikið heppin, at eg kenni fleiri av limunum í Hamferð, havi eitt nú verið lærari hjá onkrum teirra, t.d. var eg myndlistalærari hjá Esmar Joensen og tað var ein fragd, tí hann er eitt sjáldsama fitt og gløgt menniskja. Tað er ikki altíð, at lærarar kenna sínar næmingar, tað vil so vera, at summi sita fastari í læraraminninum eins og ein uppliving eg hevði fyri fleiri árum síðani. Tað var gráur morgun í Steinatúni, mótvindur av ymsum ættum og regn í støðum og hasin keðiligi varhugin av troystarloysi og vantandi civilisatión (hví býr mann her og hví er tað so myrkt?). Eg var altso ikki í serliga góðum lag tann morgunin, men bleiv tað av hugfarsligu sjónini í busskýlinum av einum næmingi, einum langlimaðum ungum manni í cowboyjakka við einum múrsteini av eini bók í hondini. Tað var ein sonn aura av nærlagni og áhuga um unga mannin í busskýlinum. Tað var John Áki Egholm, eg haldi ikki hann sá meg, tí hann var fullkomiliga hugsavnaður um sína Swedish Death Metal bók. Tað, sum eg royni at koma fram til við hesum løgu ættartilsipingunum og lærara-endurminningum er bara ein roynd at staðfesta, at har er vitan og intelligensur í Hamferð-verkætlanini og hetta bæði hoyrist og merkist.
Samlaða úrslitið er so mikið framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert hjá einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir. Eg havi nú lurtað eftir útgávuni nakrar ferðir og dugi ikki at seta fingurin á nakað, jú kanska er myndin á fløguhúsanum ikki eins sannførandi og restin.
Ljóðið á útgávuni er sera dynamiskt og fylgir tónleikinum, sum alla tíðina skiftir frá tí stilla og inniliga vakra til nakað meira aggressivt og óhugnaligt. Dómadagstónleikur er sjálvandi tungur og seigur við drúgvum løgum, men hetta er allíkavæl ikki nøkur tung útgáva av tí, at ljóðmyndin er so fjølbroytt og dynamisk sum hon er. Summa staðni sera einføld við fáum klingandi gittaratónum og sangrøddini, sum greiðir frá, aðrastaðni stórbær við fullum orkestri, fleiri gittarum, kóri osfr. Her er patos í stríðum streymum ordiliga lekkurt teatralskt sum í eini opera ella eini rockopera og røddin hjá Jón Aldará er eisini eitt sindur operakend, stórsligin, hann syngur sjáldsama væl og megnar bæði upp í hægstu hæddir og niður djúpastu grólandi gjáir.
Tað er yvirhøvur ikki løgið, at útgávan Támsins Likam í óvanligan mun hevur verið undirdíkt í rósum og fagnandi ummælum, síðani hon kom í januar í ár, tí hetta er ein óvanliga væl eydnað útgáva. Men nú eg havi skimmað ummælini, er allíkavæl okkurt, ið undrar meg. Póllendingar, hálendingar, amerikanarar, týskarar og øll møgulig onnur fólk í øllum heiminum ummæla og viðmerkja hvussu framúrskarandi hesin tónleikur er og eingin av teimum tykist hava nakrar trupulleikar av, at málið á útgávuni er føroyskt.
Stuttligt og merkiliga serstakt er tað at lesa ummæli av føroyskari list uttan at landið, náttúran og málið verða nýtt sum tulkingarlag ella sum undirlag hjá øllum møguligum fordómum. Alt ov ofta uppliva vit hetta í útlendskum metingum av føroyskari list. Í bunkanum av rósandi ummælum av Támsins Likam er eitt einstakt, nokk so negativt undantak av einum ummæli (heavymetal.dk), sum er merkt av fordómum bæði mótvegis Føroyum og mótvegis doom-tónleiki sum heild: “Det er ganske passende, at der kommer et doom-band ud af Nordatlanten, for det er svært at forestille sig et mere ensomt og vildt sted end en samling øer midt i ingenting... hvis du skal spille noget, der er så langsomt og depressivt, skal du kunne andet end at klæde dig pænt og synge på et sprog, som rundt regnet 50.000 mennesker forstår...”. – Men tað gera Hamferð og allur heimurin skilir teir og vil hoyra meir. Hamferð á fíggjarlógina!
Jón Aldará - Sangur
Theodor Kapnas - Guitarar
John Áki Egholm - Guitarar
Ísak Petersen - Bass
Remi Kofoed Johannesen – Trummur
Esmar Joensen - Ljómborð
Rannvá Kunoy sýnir fram í London
/Installationsmynd frá framsýningini Known Unknowns á Saatchi Gallery, Rannvá Kunoy hevur málað málningin høgrumegin í myndini.
Rannvá Kunoy tekur í løtuni lut á framsýningini Known Unknowns, sum læt upp í Saatchi Gallery í London 21.mars. Framsýningin er viðmerkt í artdaily í dag, har hon verður presenterað sum ein bólkaframsýning við verkum hjá altjóða listafólkum, ið eru fødd millum 1966 og 1990. Heitið sipar til, at listafólkini bæði eru ókend, men háttvird og mett at vera slóðbrótandi á hvør sínum øki. Milum tey 17 framsýnandi listafólkini er danska listakvinnan, Kirstine Roepstorff, ið var danska umboðið á seinastu Venesiabiennaluni. Um Rannvá Kunoy verður sagt, at hon er fødd í Føroyum, men býr og arbeiðir í London og at hon brúkar serstaka krystallmáling:
Rannva Kunoy (born in the Faroe Islands, lives and works in London) Using a specialist crystal paint in her work – the sort usually applied to luxury cars – Kunoy presents a strong use of colour that dictates the movement of the eye across the tonal gradient of the canvas. Her energetic gestures (created by scratching into the work’s surface to prevent the paint from becoming too ‘palatial’) produce marks that are difficult to categorise, as the image constantly fluctuates to reveal new compositions in changing light. By working this way and encouraging shifts in visual language, Kunoy explores the experience and psychology of perception. Kunoy graduated from the Royal College of Art in 2001 after completing her study of painting at City and Guilds of London Art School, London in 1999.
Framsýnarar á Known Unknowns:
Tom Anholt
Alida Cervantes
Francesca DiMattio
Theo Ellison
Maria Farrar
Stefanie Heinze
Chris Hood
Rannva Kunoy
Jill McKnight
Stuart Middleton
Mona Osman
Kirstine Roepstorff
Ben Schumacher
Tamuna Sirbiladze
Isobel Smith
Bedwyr Williams
Saskia Olde Wolbers
Rannvá Kunoy Saatchi Gallery
Rannvá Kunoy Saatchi Gallery
Nýggjur stjóri settur fyri Norðurlandahúsið
/Komandi stjórin í týdningarmikla starvinum sum ovasti í Norðurlandahúsinum eitur Gunn Hernes, hon er norsk og byrjar í starvinum 1.juni í ár. Gunn Hernes seinastu 3 árini starvast sum framleiðslustjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi og hevur drúgvar royndir sum leiðari av ymsum mentanarligum verkætlanum. Gunn Hernes avloysir Sif Gunnarsdóttir, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í seks ár.
Mentanarstarvslønaravrik - 8.mars
/Í dag, altjóða kvinnudagin, er eitt gott høvi at fegnast um listakvinnurnar, sum eru á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir tey, sum landið hevur gjørt mesta mentanarstarvslønaríløgu í.Takk fyri tykkara stóra avrik, Súsanna Tórgarð, Rakel Helmsdal, Hansina Iversen, Marjun S.Kjelnæs, Marianne Clausen, Sissal Kampmann, Eivør Pálsdóttir, Katrin Ottarsdóttir, Guðrið Poulsen og Rannvá Kunoy (mgl á myndini) og takk, Føroyar! Góðan kvinnudag!
Blinded by the light
/Við hjartanum í hálsinum, blonkum eygum og einum lítlum farra av kvalma havi eg sett meg við telduna at skriva. Eg eri júst komin úr Sjónleikarhúsinum, har eg havi upplivað leikin, Látur Medusu - ein framløga. Og lat meg fyrst bara taka í framløguhugtakið, sum jú bendir á tann turrisliga bógvin og so kvinnuskriving, kvinnur, kvinnur, kvinnur, sum ein (maður) segði í dag: “mann(!) hoyrir ikki um annað í útvarpinum fyri tíðina”, ein annar ætlaði sær avgjørt ikki í sjónleikarhúsið til nakra feministiska brósthaldarabrenning...
Men sjálvt um eingin beinleiðis BH brandur er at hóma í Sjónleikarhúsinum, so gløðir nokk so lystiliga/hættisliga í øllum teimum fínu PH lampunum, tí Medusuleikurin alt annað enn ein keðilig power point framløga. Látur Medusu er eitt satt bumbuálop á sansir okkara, ein intelligent, stuttlig, stórbær og syrgilig lýsing av menniskjanum soleiðis sum vit nú einaferð eru; óperfekt, láturlig og til tíðir ólekkur.
Við støði í ritroyndini hjá Hélène Cixous, Le Rire de la Méduse frá 1976, sum vit hoyra brot av í flottu týðingini hjá Turið Nolsøe, verða søgur sagdar og framførdar fyri okkum í fleiri løgum, har grundsøgur, mýtur og ævintýr verða samantvinnaðar við meira veruleikakendar frásagnir um slíkt, okkum ikki dámar at hugsa um kann ganga fyri seg beint her og nú. Løgini eru so tøtt, at markið millum veruleika og list kámast og verður burtur. Ritroyndin, sum støðið verður tikið í, er feministisk og tað er leikurin eisini. Og sjálvt um ritroyndin er skrivað í hálvfjersunum, snýr hetta seg ikki um betongfeminismu ella millimeturdemokrati. Leikurin er meira poetiskur og sansaligur við eini gløggari, universalari, menniskjansligari og neyðugari tilgongd til feminismu.
Søgurnar eru fleiri. Í fyrsta lagi er tað søgan um eitt fittligt og væl meinandi teaterkompaní, sum eitt sindur sjálvhátíðarligt og kiksað kastar seg út í eina stóra verkætlan, og sum longu á framløguni fær heldur óvæntaðar trupulleikar. Hetta er eisini søgan um vinarlag millum tvær vinkonur, sum seta sær fyri, at endurvinna kvinnuni pláss í leiklistini, í søguni og í samfelagnum, aftur ein onnur søga er um tíðina, sum gongur og lívið, sum fer avstað við okkum, um farin vinarløg, um neyðtøku, hevnd og um fyrigeving. Summar søgur eru altso veruleikakendar og onkuntíð ivast tú í um tað er spæl ella veruleiki. Aðrar søgur symbolskar og ekspressivar, og inn í millum verða brot úr ritroyndini lisin upp - tað riggar sera væl til tað autentisku fláina í leikinum, at tað er týðarin sjálv, Turið Nolsøe, sum lesur upp, at hon upptraðkar í leikinum sum retorikari og sum hon sjálv.
Handritið hjá GUT/Productions, Durita Dahl Andreasen, Búi Egason Dam og Mariann Hansen tykist eitt sindur spælandi, fragmentariskt og leysliga samanskrúvað, grundað á improvisatión umframt á ritroyndina hjá Hélène Cixous. Í fyrstani kanst tú halda, at framførslan eisini er eitt sindur leys í tí. Men í veruleikanum er ikki nógv tilvildarligt í samlaða leiklistarliga úrslitinum, sum við einum einastandandi blandi millum farsu, tragediu og onkrum triðja, sum minnir um modernaða installatiónslist ella spøkilsishúsið í Tivoli, sameinir góðan sjónleik og eina fantastiska scenografi við eina einastandandi instruktión, sum eg ikki havi upplivað neyvari enn tað sama. Tvær ferðir fekk eg tár í eyguni, eg veit ikki hví, eg skilji tað ikki við mínum heila, men báðar ferð konfronteraði leikurin ella sjálv uppsetingin meg við mínar egnu reaktiónir. Eitt sindur illa við royndi eg at blunda meg burtur av pallinum, har eg sat, meðan ein strofa frá einum sangi, sum eg minnist frá tá eg var smágenta “I was blinded by the light” hjá Mannfred Mann tók at mala í høvdinum á mær. Búi Dam er leikstjóri, hann brúkar øll møgulig kend og ókend listabrøgd og spælir uppá kenslurnar hjá okkum áskoðarum sum vóru tær viðkvæmir hørpustreingir og hann hørpuleikarin yvir allar hørpuleikarar.
Látur Medusu – ein framløga er tað slagið av list, sum følist sum um hon er gjørd til júst tín/mín, sum kallar á júst tína/mína empati og sum framkallar tín/mín kvalma, ongan annan. Tað er fantastiskt at fara í Sjónleikarhúsið í Havn eitt púra vanligt mikukvøld í mars og uppliva eitt tílíkt listarligt støði og eitt tílíkt kreativt uppfinningarsemi. Og so eru nógv av teimum dugnaligu fólkunum, sum standa á palli og aftanfyri leikin - so herliga ung, at vit kunnu hugsast at vænta okkum meira frá teimum og tað er tað besta. Men tit mugu skunda tykkum, Látur Medusu ljómar ikki longur enn til 11.mars, tá er síðsta framførsla.
Mentanarstarvslønaravrik 9 - Sissal Kampmann
/Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Tað er yrkjarin, Sissal Kampmann, ið eigur dagsins mentanarstarvslønaravrik - hon er á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir mentanarstarvslønarmóttakarar - landið hevur gjørt eina íløga í hana uppá higartil 29 starvslønarmánaðar, og tað má mann siga er væl vurderað og væl givið út. Fyri sítt fyrsta savn fekk Sissal Kampmann debutvirðislønina hjá Klaus Rifbjerg og síðsta savnið, Sunnudagsland var í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Báðar yrkingarnar her eru úr savninum Sunnudagsland.
Lonely Hearts ummælt í Kunstkritikk
/Á heimasíðuni Kunstkritikk hevur listaummælarin Mariann Enge ummælt framsýningina Lonely Hearts. Ummælarin tykist dáma framsýningina og hennara grein er sera áhugaverd at lesa, tí framsýningin er gjølliga sæð og granskað og harumframt er ummælið ómetaliga væl skrivað. Mariann Enge skrivar m.a: "I utstillingen flytter Hansina Iversen maleriet ut av lerretsformatet og over i et veggmaleri som tar i bruk hele rommet – hele rommet er på sett og vis verket. Det inkorporerer dermed også en dør malt dyplilla, og hun har også montert inn noen tredimensjonale elementer. Et sted fortsetter maleriet fra veggen og over på noen høye, stående plater, montert som et lite påbygg. Ved inngangen er tre røffe, funnede treplater hengslet sammen til en frittstående skulptur, et flersidig maleri. Iversen har også bakgrunn som scenograf, og det store stedsspesifikke maleriet hun viser i Listahøllin befinner seg i skjæringspunktet mellom maleri og scenografi... (Jóhan Martin) Christiansens arbeider kommuniserer ikke bare med Iversens verk ved å hente inn flere koloristiske elementer enn tidligere, han nærmer seg også på sin måte det ufullkomne og ødelagte. Mens han i sin forrige soloutstilling, under Nuuk Nordisk Kulturfestival på Grønland, fikk flere av de sarte gipsskulpturene sine ødelagt av uforsiktige tilskuere, har han her gjort destruksjonen til en del av selve uttrykket...".
Framsýningin Lonely Hearts er framvegis opin hósdag til sunnudag kl 15-18. Lesið alt ummælið her:
http://www.kunstkritikk.dk/kritikk/nar-livet-gir-deg-sitroner/
Mentanarstarvslønaravrik 8 - Hansina Iversen
/Seinastu vikuna havi eg varpað ljós á mentanarstarvslønarmóttakarar á Topp 20 listanum í Norðlýsinum yvir tjúgu føroysk listafólk, sum landið hevur gjørt mest íløgu í. Onkur listafólk vóru gloymd á listanum, t.d. Rannvá Kunoy, sum fekk 3 ára starvsløn fyri nøkrum árum síðani og hvørs myndir verða framsýndar í Saatchi í London í mars í ár. Jóanes Nielsen, Eivør Pálsdóttir, Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan Jensen, Sunleif Rasmussen og Hanni Bjartalíð hava somuleiðis øll veldug verk aftanfyri seg og eru øll í gongd við at leggja aftrat verkinum.
Hetta sama má sigast um Hansinu Iversen, sum í løtuni hevur framsýningina Lonely Hearts (saman við Jóhan Martini Christiansen) á Skipasmiðjuni MEST – har er opið hósdag til sunnudag frá 15-18. Hansina Iversen hevur málað á veggirnar á framsýningini, og hervið fær listin eitt forgeingiligt brá. Tí tá framsýningin er av, verða veggirnir málaðir og harvið eru verkini hjá Hansinu ikki longur til. Tað sæst á framsýningini, at listakvinnan er í besta aldri, men við nógvum og góðum royndum. Tað er tessvegna sera skilagott av nevndini í Mentanar-grunninum at gera íløgu í Hansinu Iversen – vit síggja longu nú, at hetta er ein fruktagóð íløga.
Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum - fernisering
/Lýsandi gul fjøll við djúpbláum homrum. Sóljugulur himmal og smá bjartlitt húsaskapilsi, ið sveima í landslagnum - tað kann ikki vera nakar annar enn Arnold Vegghamar, sum finnur uppá at mála so herliga frítt og heilt eftir sínum egna høvdi.
Sunnudagin 4.mars læt framsýning upp við málningum hjá Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sambært Norðlýsinum var framsýningin væl vitjað. Framsýningin fevnir um 35 oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða.
Opið er:
Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudag 14:00 til 18:00
Mentanarstarvslønaravrik 7 - Hanni Bjartalíð
/Í grundini eri eg takksom, at Norðlýsið við sínum lista yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn minnir meg á hvussu nógv fantastisk listafólk, vit eiga í Føroyum. At vit ikki hava fingið eitt listakademi er ikki orsakað av vantandi kreftum, tað er vist. Ein av professarunum skuldi verið Hanni Bjartalíð, tann sjáldsama evnaríki listamaðurin, sum almennu Føroyar hava gjørt íløgu í Í 31 mánaðar - ikki ein dag ov mikið og ein íløga, sum lønar seg.
Hansara verk er snøgt sagt imponerandi og als ikki lætt at yvirskoða. Javnt og samt spretta nýggjar greinar og nýggj hugskot á hesum produktiva listabulinum. Onkuntíð granskar listamaðurin form og skap, meðan hann aðrar tíðir tulka hann tilverunnar grundleggjandi treytir. Í øllum hansara verkum - heilt frá teimum naiv-ekspressivu málningunum og nýskapandi træskulpturunum og fram til tey dekorativu prentini við føgrum, koloristiskum fløskulýsingum, sum hann gjørdi í Steinprenti í 2017 – er greiður samanhangur og listarligt yvirskot.
Marius Olsen - fernisering
/Leygardagin 4.mars læt framsýning upp við nýggjum prentum og vatnlitamyndum hjá Mariusi Olsen. Hann er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann serstakliga væl fyri tøkniliga at útinna sínar listarligu ætlanir. Myndauniversið hjá Mariusi Olsen fevnir bæði um sansaligar náttúruvisiónir og meira analytiskar lýsingar, har okkurt ónátúrligt, menniskjagjørt sæst í landslagnum, tað kann vera pelar, billyktir, leidningar osfr., ið um somu tíð kunnu upplivast formliga dekorativt og innihaldsliga sum eitt úttrykk fyri fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda og einsamalla. Eg seti nakrar fotomyndir inn her av verkum og fólkum. Takk fyri myndirnar Jan Andersson, Magnus V.Andersson og Pernille Mejslov.
Mentanarstarvslønaravrik 6 - Sunleif Rasmussen
/Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er nummar 10 á Topp 20 listanum yvir starvslønarmóttakaranum, sum stóð at lesa í Norðlýsinum herfyri. Sum skilst hava almennu Føroyar valt at gera íløgu í henda listamannin, sum tilsamans fevnir um 39 mánaðar.
Ómetaliga góð íløga má sigast. Kring heimin er Sunleif Rasmussen kendur og hvagar hann fer, er áhugin stórur fyri hansara heimlandi fyri hansara uppruna. Tikin úr leikum sum frásøgumaður og miðlari, syrgir Sunleif Rasmussen altíð fyri at fáa heimlandið við, tá hann greiðir frá.
Hansara tónlistarliga avrik er imponerandi stórt og gott og hann er fleiri ferð virðisløntur fyri hetta í útlondum. Frálíkt at vita sær, at vit í Føroyum hava sæð virðið í hansara arbeiði og hava stuðlað hesum.
Her er ein listi yvir part av hansara avriki frá wikipedia. Niðast ber til at hoyra og síggja framførsluna av Territorial Songs við Michalu Petri.
1990: Grave - In memoriam Karsten Hoydal for String orchestra + percussion (11 or 22 strings: 3.3.2.2.1) (09'00)
1995: Vox Humana, the song of the sea - for orchestra and tape for 3.3.3.3/4.3.3.1/timpani/2 percussion/harp/strings (22'00)
1995-97: Symphony no. 1 - "Oceanic Days" for 4.4.4.4/4.4.4.1/4 percussion/2 synth/strings (min. 12.12.10.8.6) (40'00)
2003: De grædendes nat for children's choir (including 3 soloists) + 3.3.3.3/4.3.3.1/2 percussion/harp/strings (15'00)
2004: Movings and Melodies for 2.2.2.2/2.2.1.0/timpani/percussion/5.5.3.3.2 (17'00)
2008: Prelude to an Orchestra for 3(piccolo).3(cor anglais).3.3(contrabassoon)/4.3.3.1/timpani/2 percussion/strings (30'00)
2013: Veitsla for 2.2.2.2/4.3.3.1/timpani/3 percussion/strings (12'00)
2015: Symphony no. 2 - "The Earth Anew" for soprano, baritone, choir, 3.3.2+bass clarinet, 2+contrabassoon/4331/timpani, 3 percussions/piano/strings (1 hour)
Solo instrument and orchestra/ensemble
1992-93: Landid for soprano solo + 3.3.3.3/4.3.3.1/timpani/2 percussion/harp/piano/strings (15'00)
1996: Tilegnelse for mezzo-soprano solo + 1.0.1.1/0.1.0.0/2 percussion/harp/guitar/0.0.1.0.1 (10'00)
2000: Rejsen for soprano, tenor, bass soli, mixed choir + 3.3.3.3/2.3.3.1/timpani/percussion/piano/strings (30'00)
2001: Dem Licht entgegen for saxophone solo + 3.3.3.3/4.3.2.1/timp/2 percussion/piano/strings (18'30)
2004: Songs of Seasons for violin solo + string orchestra (10.0.4.3.2) (22'00)
2009: Territorial Songs for recorder solo + 3.2.2.2./2.2.2.0/2 percussion/harp/strings 23'00
2014: Winter Echoes for recorder solo and 7 violins, 3 violas, 2 cellos and double bass (11'00)
Large chamber ensemble
1999: Trauer und Freude for 1.0.1.1/1.0.0.0/piano (+cemb)/guitar/1.1.1.1.0 (21'00)
2000: Surrounded for 1.1.1.1/1.1.1.0/percussion/piano/1.1.1.1.1 (13'00)
2009: Fanfare lontane for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn, 2 trumpets and trombone (15'00)
Chamber works
1989: Fantasi yvir Tívilsdøtur for clarinet and horn (04'00)
1989-90: Strygekvartet nr. 1 for string quartet (10'00)
1990: Vetrarmyndir for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn and piano (09'00)
1991: Tid, ild, baglæns (Time, fire, backwards) for twelve singers and tape (16'30)
1995: Cantus Borealis for Wind Quintet (13'00)
1995: Dancing Raindrops for clarinet, piano and violin (12'00)
1998: Pictures from the sea’s garden for saxophone and percussion (15'00)
1999: Mozaik/Miniature for flute, clarinet, piano and violin (07'00)
2000: Sunshine and Shadows for string quartet (13'00)
2002: Nordisk Fanfare for 2 horns, 2 trumpets, trombone and tuba (04'00)
2002: Engführung for chamber choir, piano and cello (20'00)
2003: Four Gardens for flute, oboe, clarinet, bassoon, piano, violin, viola and cello (15'00)
2008: Partita for clarinet, piano, violin and cello (12'00)
2010: Three Dances for 4 saxophones (10'00)
2011: Andalag No. 1 for flute and clarinet (4'00)
2011: Andalag No. 2 for 2 flutes (4'00)
2011: Andalag No. 3 for clarinet and horn (4'00)
2011: Andalag No. 11 for alto flute and bassoon (4'00)
2011: Motion/Emotion for flute, clarinet, oboe, horn, and bassoon (15'00)
2012: Flow for recorder, violin, viola and cello (20'00)
2012: Krevgals go Aprah harp and percussion (14'00)
2012: Andalag No. 4 for 2 bassoons (4'00)
2012: Andalag No. 5 for alto flute, clarinet, bassoon and horn (8'00)
2013: Andalag No. 7 for piccolo, E-flat clarinet, horn and bassoon (8'00)
2013: Autumn for guitar, piano, accordion, violin and double-bass (9'00)
Solo instrument
1992: Echoes of the Past for violin solo (12'00)
1993: A light is lit for organ solo and tape (10'00)
1993: Like the golden sun for piano solo and effect processor (12'00)
1997: Chaindance with Shadows for amplified piano solo (12'00)
2001: Le psaume salé for saxophone solo + tape + live-electronics (10'00)
2007: Suite for guitar solo and effect processor (15'00)
2011: Vogelstimmung for solo recorder (17'00)
Vocal works
1982-89, revised 1992: 5 færøske korsange (5 Faroese choir songs) for chamber choir or large mixed choir (11'30)
1983, revised 1993: Vár for Soprano, baritone soli + chamber choir, (SATB), fl, cl (09'20)
1995: Psalmus 8 for soloists, choir and organ (08'00)
1996: Creatio caeli et terrae. Dies unus for triple choir (SATB+SATB+SATB) (09'00)
1999: Arktis for mezzo-soprano solo + clarinet, percussion, harp and cello (08'00)
1996: Creatio caeli et terrae for 2 violins and choir (SATB) (12'00), commissioned by RIAS Kammerchor and Duo Gelland
2009: Gylfaginning for chamber choir SATB with amplification (30'00)
2011: I for alto and tenor soloists, chorus (SATB) and recorder (10'00)
2011: Jordpigernes Drøm for 3 soprano, 3 mezzo-soprano, 3 alto (percussion) and SA chorus (percussion) (15'00)
2014: Nordisk Messe for SSATBB chorus + 3(alto flute,piccolo).3(cor anglais).3(bass clarinet).2/4.3.3.1/timpani/2 percussion/strings (35'00)
Recordings
Recordings of Rasmussen's music include:
Rasmussen - Symphony No 1; Saxophone Concerto, Danish National Symphony Orchestra, Hannu Lintu (Conductor), Jeanette Balland (saxophone) - Da Capo, May 2005
Sunleif Rasmussen - Surrounded: Arktis (The Arctic), Mozaik / Miniature, Tilegnelse (Dedication), Trauer und Freude, Helene Gjerris (mezzo-soprano), Caput Ensemble, Guthmundur Oli Gunnarsson, Guthni Franzson - BIS Records
Cantus Borealis: Wind Music from Faroe Islands includes Rasmussen: Cantus Borealis for wind quintet, Reykjavík Wind Quintet - BIS Records
Landið for Soprano And Symphony Orchestra, Gerandisdagur I Havn For Soprano And String Orchestra, Grave In Memoriam Karsten Hoydal For String Orchestra, Clarinet And Percussion, Klarinettkonsert Concerto For Clarinet And Orchestra - The Orchard, May 2000
Skærur Vindur includes Sig mær, hví er foldin føgur, Kvøldvísa um summarmála, Syngjandi grót, Sóljurnar og náttin, Blátt, Fyrsti sálmur Dávids, Vár, Skærur vindur and Tid, Ild, Baglæns - The Orchard, April 2000
KELDA: Norðlýsið
Millum firring og fagnað - Marius Olsen í Steinprenti
/Leygardagin 3.mars klokkan 15-17 letur Marius Olsen upp framsýning við spildurnýggjum grafikki og vatnlitamyndum í Steinprenti. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Marius Olsen hevur seinastu útivið 9 árini búð í Finnlandi. Seinastu fjúrtan dagarnar hevur hann arbeitt í Steinprenti við verkum, sum verða við á framsýningini, og hann verður eisini sjálvur til staðar til upplatingina.
Landslagið hevur enn sum áður ein høvuðsleiklut í myndunum hjá Mariusi Olsen, tó at talan ongantíð er um góðvarnan, spontanan ella tjóðskaparligan náttúrufagnað. Hesar myndirnar tykjast tvørturímóti djúpar, á tremur í viti og listarligum royndum.
Í einum av prentunum endurnýggjar Marius Olsen eitt gamalt myndevni, sum ikki minst symbolistarnir plagdu at dyrka. Tað er Deyðin og Moyggin, sum í myndini hjá Mariusi eru vorðin til portrett av listamanninum og unnustuni. Myndin er um somu tíð ófrættakend og vónrík eins og tílíkar myndir eru tað við boðskapinum um ein æviga samanhang í tilverunnar ringrás.
Í einari høgari, smalari kompositión hóma vit tættan, myrkan skóg hópa seg upp móti tí blávioletta himmalhválvinum. Niðarlaga síggjast ljósini frá teimum ávikavist reyðu og gulu fram- og baklyktunum á einum einsligum bili í skóginum.
Og júst hetta við tí ónátúrliga, óvæntaða ella fremmanda myndaliðinum er eyðkent í serliga myndaheiminum hjá Mariusi Olsen, ið fevnir um bæði sansaligar náttúruvisiónir og eina greiða kenslu av einsemi og av fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda yvir fyri sínum umhvørvi og sær sjálvari. Náttúrutulkingarnar hava stundum eitt yvirjarðiskt brá av ljósi og litum, samstundis sum tað gerandisliga verður tilskilað í lýsingum av bilum, lyktum og pelum. Lýsingarnar av náttúru, av trøum og haga, havi og skógi sýnast tessvegna bæði greinandi og sansaligar, tilfarsligar og vakrar.
SOLI DEO GLORA - seinastu sýningarnar
/Í næstu viku verða seinastu sýningarnar av SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen, sum hevði frumsýning á Tjóðpallinum 17. februar. Leikurin hevur fingið serstakliga góða móttøku av áskoðarum og ummælarum og verður millum annað róstur fyri framførsluna hjá Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Beintu Clothier og Allan Dalsgarð, tekstin hjá Peter Asmussen, týðingina hjá Hans Tórgarð og leikstjórnina hjá Christoffer Berdal.
SOLI DEO GLORIA er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.
Kinna Poulsen skrivar í sínum ummæli: “Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.”
Jákup Bogi Joensen skrivar m.a. soleiðis Í sínum ummæli: “Leikurin er eitt kensluligt gosfjall. Ein eksistentiellur rutsjubani, har kenslurnar sveiggja frá rúsandi lukkukensluni til melankolskt dapurskygni og vónloysi. Frá tí mest inniliga og eyma kærleikanum til ráan beiskleika og hatur. Og alt har ímillum. Stríðandi mótsetningar og ymisk brigdi, sum lýsa víddirnar í menniskjanum og spennið í kærleikanum.”
Í útvarpssendingini Nón í Kringvarpinum gav Heiðrik av Heygum leikinum 5 av 6 stjørnum. Heiðrik var serliga hugtikin av leikarunum, leikstjórnini, føroyska málinum og samanspælinum millum tað álvarsama og tað tragikomiska.
Aðrir áskoðarar hava eisini sagt sína hugsan um upplivingina, m.a.: "Søgurnar vóru so ótrúðliga væl og livandi fortaldar. Tær settu seg í kroppin og eg haldi ongantíð, at eg havi verið til ein leik, sum hevur fylgt mær so leingi aftaná- hann fer ikki frá mær aftur - hann hevur ruskað í meg”
Spælt verður hetta vikuskiftið og seinastu sýningarnar verða týsdagin 6/3, mikudagin 7/3 og hósdagin 8/3. Longu 11. mars verður pallurin tikin niður, tá næsti leikur skal setast upp á Tjóðpallinum.
Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.
LEIKRIT: Peter Asmussen
LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal (DK)
PALLMYND OG BÚNAR: Turpin N. Djurhuus
LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
TÓNLEIKUR: Sakaris
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð
TÝÐING: Hans Tórgarð
Atgongumerki kunnu keypast á tjodpallur.fo
Mentanarstarvslønaravrik 5 - Carl Jóhan Jensen
/Fotomynd: Jan Andersson
Við heili 52 mánaðum av mentanarstarvsløn telist rithøvundurin Carl Jóhan Jensen heilt vist millum toppskorararnar Topp 20 á listanum, sum stóð í Norðlýsinum herfyri. Tveyoghávtrýss mánaðir - tað eru minst 1560 dagar við mentanarstuðli, so tað er ikki tespiligt.
Til stutteika taldi eg síðurnar í bókunum hjá Carl Jóhan, teimum eg fann á hillini, her manglar okkurt, men eg telji umleið 2050 blaðsíður av føroyskari prosa og poesi, so tað er ikki hissini og her er avrikið hjá satiriska skjaldraveldinum ikki eingang talt við. Og sjálvsagt snýr tað seg ikki um kvantitet. Tað, sum hevur týdning hesum viðvíkjandi er, at talan er um dygdargóðar bókmentir og eina almenna mentanaríløgu, sum loysir seg. Takk fyri!
Carl Jóhan Jensen: the reverend dünn´s concept of God
Guð er Guð
tó at ýtan brestur
um dinglið í krúnuni
og ljósið yrkir klasarnar av lagi
kring lampustaðið aftur
Guð er Guð
um fjálgin í lakinum kalnar
og barnið spratt andleyst
úr reivi av illreyðum legdum.
Guð er Guð
um forrit øll skelva,
um fiskur talar,
um kvarterslagið svíkur í klokkuni,
um flugan missir flogið
og stovan ikki var.
Guð er Guð
um fívilin slær
og streingirnir
ørkymla veftin,
ið fer gjøgnum
upphavsins skil.
Guð er Guð
um einglarnir falla
og hvørva út í tóman
Guð er Guð
um stjørnurnar rúmdust í lógva
og samvitskan doyði
Guð er Guð
um lív alt var afturvend
og myrkrini ævig.
Guð er Guð
Skaldsøgur
1979 - Seinnapartur
1995 - Rúm - tekstur í 14 pørtum
2005 - Ó - Søgur um djevulskap
2014 - Eg síggi teg betur í myrkri
2015 - Bókin um tað góða
2017 - Sær ein fuglabók av gloymsku
Yrkingar
1977 - Yrkingar
1982 - Skríggj
1984 - Messa á kvøldi og fram undir morgun
1990 - Hvørkiskyn
1997 - Tímar og rek
2006 - September í bjørkum sum kanska eru bláar
2018 - Gestur millum tíðir
Ritsøvn
2000 - Mentir og mentaskapur (ritsavn)
Virðislønir og starvslønir
1989 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
1991 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
1998 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
2006 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
2007 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Ó – Søgur um djevulsskap
2008 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar
2015 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betri í myrkri"
2016 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Eg síggi teg betri í myrkri
Ræðufilmar á skránni í Norðurlandahúsinum - TÓFF
/TÓFF endar við ræðufilmum. Síðsti dagur hjá TÓFF 2018 verður leygardagin 3. mars, og tað verður ein dagur, sum hevur ræðufilmir í miðdeplinum. Henda dag vera tríggir norðurlendskir ræðufilmir á skránni, og tveir ræðufilmsleikstjórar vitja.
Kl. 13.00
Det vita folket
Alex verður tikin uttan fyri hjá einum grønmetishandilsmanni og førd til eitt fongsul undir jørð. Staðið er ætlað óbodnum gestum, sum skulu vísast úr Svøríki. Eftirlitiskvinnan Viktoria (Pernilla August) stýrir hesum staði við 2. flokks fólkum við harðari hond, fyri at uppfylla egnan tørv. Alex ger av at flýggja. Kosta, hvat tað kosta vil. Filmurin er ein aktuellur ræðufilmur um makt og vald.
Kl. 17.00
Thorn
Gabriel Tzafka, leikstjóri fer at innleiða sýningina.
Nýggjur danskur filmur við Olafi Johannesen. Lisa og Jacob eru júst blivin gift. Sama kvøldið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlanini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verður broytt til ótta.
Kl. 19.00
I Remember You
Leikstjóri Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina.
Ein eldri kvinna hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sannleikanum um son sín, sum er horvin. Trý ung fólk seta í gongd í óhugnaligari megi, tá tey seta eitt hús í stand, eingin býr í, á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men øll eru bundin at eini gamlari gátu, sum førir til skelkandi yvirnáttúrligar tilburðir.
Les meira á www.nlh.fo
Mentanarstarvslønaravrik 4 - Tóroddur Poulsen
/Sambært einum lista hjá Norðlýsinum yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn hevur Tóroddur Poulsen móttikið 30 mánaðar av starvsløn, altso hálvtriðja ár. Síðan hann gav fyrsta yrkingasavnið Botnfall út í 1984, hevur hann at kalla brúkt alla sína tíð uppá list, altso eini 34 ár gott og væl. Burturúr hava vit fingið útivið fjøruti góðar og nýskapandi bókaútgávur og eina ørgrynnu av framførslum, installatiónum og myndlistaverkum, sum bróta upp úr nýggjum. Takk fyri tað. Her er ein yrking úr nýggjasta yrkingasavninum Ferðamaður í egnum heimi.