Millum firring og fagnað - Marius Olsen í Steinprenti

mariusmynd.jpg

Leygardagin 3.mars klokkan 15-17 letur Marius Olsen upp framsýning við spildurnýggjum grafikki og vatnlitamyndum í Steinprenti. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Marius Olsen hevur seinastu útivið 9 árini búð í Finnlandi. Seinastu fjúrtan dagarnar hevur hann arbeitt í Steinprenti við verkum, sum verða við á framsýningini, og hann verður eisini sjálvur til staðar til upplatingina. 

Landslagið hevur enn sum áður ein høvuðsleiklut í myndunum hjá Mariusi Olsen, tó at talan ongantíð er um góðvarnan, spontanan ella tjóðskaparligan náttúrufagnað. Hesar myndirnar tykjast tvørturímóti djúpar, á tremur í viti og listarligum royndum.

Í einum av prentunum endurnýggjar Marius Olsen eitt gamalt myndevni, sum ikki minst symbolistarnir plagdu at dyrka. Tað er Deyðin og Moyggin, sum í myndini hjá Mariusi eru vorðin til portrett av listamanninum og unnustuni. Myndin er um somu tíð ófrættakend og vónrík eins og tílíkar myndir eru tað við boðskapinum um ein æviga samanhang í tilverunnar ringrás. 

Í einari høgari, smalari kompositión hóma vit tættan, myrkan skóg hópa seg upp móti tí blávioletta himmalhválvinum. Niðarlaga síggjast ljósini frá teimum ávikavist reyðu og gulu fram- og baklyktunum á einum einsligum bili í skóginum. 

Og júst hetta við tí ónátúrliga, óvæntaða ella fremmanda myndaliðinum er eyðkent í serliga myndaheiminum hjá Mariusi Olsen, ið fevnir um bæði sansaligar náttúruvisiónir og eina greiða kenslu av einsemi og av fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda yvir fyri sínum umhvørvi og sær sjálvari. Náttúrutulkingarnar hava stundum eitt yvirjarðiskt brá av ljósi og litum, samstundis sum tað gerandisliga verður tilskilað í lýsingum av bilum, lyktum og pelum. Lýsingarnar av náttúru, av trøum og haga, havi og skógi sýnast tessvegna bæði greinandi og sansaligar, tilfarsligar og vakrar.