Í grundini eri eg takksom, at Norðlýsið við sínum lista yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn minnir meg á hvussu nógv fantastisk listafólk, vit eiga í Føroyum. At vit ikki hava fingið eitt listakademi er ikki orsakað av vantandi kreftum, tað er vist. Ein av professarunum skuldi verið Hanni Bjartalíð, tann sjáldsama evnaríki listamaðurin, sum almennu Føroyar hava gjørt íløgu í Í 31 mánaðar - ikki ein dag ov mikið og ein íløga, sum lønar seg.
Hansara verk er snøgt sagt imponerandi og als ikki lætt at yvirskoða. Javnt og samt spretta nýggjar greinar og nýggj hugskot á hesum produktiva listabulinum. Onkuntíð granskar listamaðurin form og skap, meðan hann aðrar tíðir tulka hann tilverunnar grundleggjandi treytir. Í øllum hansara verkum - heilt frá teimum naiv-ekspressivu málningunum og nýskapandi træskulpturunum og fram til tey dekorativu prentini við føgrum, koloristiskum fløskulýsingum, sum hann gjørdi í Steinprenti í 2017 – er greiður samanhangur og listarligt yvirskot.