Seinastu vikuna havi eg varpað ljós á mentanarstarvslønarmóttakarar á Topp 20 listanum í Norðlýsinum yvir tjúgu føroysk listafólk, sum landið hevur gjørt mest íløgu í. Onkur listafólk vóru gloymd á listanum, t.d. Rannvá Kunoy, sum fekk 3 ára starvsløn fyri nøkrum árum síðani og hvørs myndir verða framsýndar í Saatchi í London í mars í ár. Jóanes Nielsen, Eivør Pálsdóttir, Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan Jensen, Sunleif Rasmussen og Hanni Bjartalíð hava somuleiðis øll veldug verk aftanfyri seg og eru øll í gongd við at leggja aftrat verkinum.
Hetta sama má sigast um Hansinu Iversen, sum í løtuni hevur framsýningina Lonely Hearts (saman við Jóhan Martini Christiansen) á Skipasmiðjuni MEST – har er opið hósdag til sunnudag frá 15-18. Hansina Iversen hevur málað á veggirnar á framsýningini, og hervið fær listin eitt forgeingiligt brá. Tí tá framsýningin er av, verða veggirnir málaðir og harvið eru verkini hjá Hansinu ikki longur til. Tað sæst á framsýningini, at listakvinnan er í besta aldri, men við nógvum og góðum royndum. Tað er tessvegna sera skilagott av nevndini í Mentanar-grunninum at gera íløgu í Hansinu Iversen – vit síggja longu nú, at hetta er ein fruktagóð íløga.