Blinded by the light

28153523_147136069313143_5682254630394789888_n.jpg

Við hjartanum í hálsinum, blonkum eygum og einum lítlum farra av kvalma havi eg sett meg við telduna at skriva. Eg eri júst komin úr Sjónleikarhúsinum, har eg havi upplivað leikin, Látur Medusu - ein framløga. Og lat meg fyrst bara taka í framløguhugtakið, sum jú bendir á tann turrisliga bógvin og so kvinnuskriving, kvinnur, kvinnur, kvinnur, sum ein (maður) segði í dag: “mann(!) hoyrir ikki um annað í útvarpinum fyri tíðina”, ein annar ætlaði sær avgjørt ikki í sjónleikarhúsið til nakra feministiska brósthaldarabrenning...

Men sjálvt um eingin beinleiðis BH brandur er at hóma í Sjónleikarhúsinum, so gløðir nokk so lystiliga/hættisliga í øllum teimum fínu PH lampunum, tí Medusuleikurin alt annað enn ein keðilig power point framløga. Látur Medusu er eitt satt bumbuálop á sansir okkara, ein intelligent, stuttlig, stórbær og syrgilig lýsing av menniskjanum soleiðis sum vit nú einaferð eru; óperfekt, láturlig og til tíðir ólekkur.

Við støði í ritroyndini hjá Hélène Cixous, Le Rire de la Méduse frá 1976, sum vit hoyra brot av í flottu týðingini hjá Turið Nolsøe, verða søgur sagdar og framførdar fyri okkum í fleiri løgum, har grundsøgur, mýtur og ævintýr verða samantvinnaðar við meira veruleikakendar frásagnir um slíkt, okkum ikki dámar at hugsa um kann ganga fyri seg beint her og nú. Løgini eru so tøtt, at markið millum veruleika og list kámast og verður burtur. Ritroyndin, sum støðið verður tikið í, er feministisk og tað er leikurin eisini. Og sjálvt um ritroyndin er skrivað í hálvfjersunum, snýr hetta seg ikki um betongfeminismu ella millimeturdemokrati. Leikurin er meira poetiskur og sansaligur við eini gløggari, universalari, menniskjansligari og neyðugari tilgongd til feminismu.

Søgurnar eru fleiri. Í fyrsta lagi er tað søgan um eitt fittligt og væl meinandi teaterkompaní, sum eitt sindur sjálvhátíðarligt og kiksað kastar seg út í eina stóra verkætlan, og sum longu á framløguni fær heldur óvæntaðar trupulleikar. Hetta er eisini søgan um vinarlag millum tvær vinkonur, sum seta sær fyri, at endurvinna kvinnuni pláss í leiklistini, í søguni og í samfelagnum, aftur ein onnur søga er um tíðina, sum gongur og lívið, sum fer avstað við okkum, um farin vinarløg, um neyðtøku, hevnd og um fyrigeving. Summar søgur eru altso veruleikakendar og onkuntíð ivast tú í um tað er spæl ella veruleiki. Aðrar søgur symbolskar og ekspressivar, og inn í millum verða brot úr ritroyndini lisin upp - tað riggar sera væl til tað autentisku fláina í leikinum, at tað er týðarin sjálv, Turið Nolsøe, sum lesur upp, at hon upptraðkar í leikinum sum retorikari og sum hon sjálv.  

Handritið hjá GUT/Productions, Durita Dahl Andreasen, Búi Egason Dam og Mariann Hansen tykist eitt sindur spælandi, fragmentariskt og leysliga samanskrúvað, grundað á improvisatión umframt á ritroyndina hjá Hélène Cixous. Í fyrstani kanst tú halda, at framførslan eisini er eitt sindur leys í tí. Men í veruleikanum er ikki nógv tilvildarligt í samlaða leiklistarliga úrslitinum, sum við einum einastandandi blandi millum farsu, tragediu og onkrum triðja, sum minnir um modernaða installatiónslist ella spøkilsishúsið í Tivoli, sameinir góðan sjónleik og eina fantastiska scenografi við eina einastandandi instruktión, sum eg ikki havi upplivað neyvari enn tað sama. Tvær ferðir fekk eg tár í eyguni, eg veit ikki hví, eg skilji tað ikki við mínum heila, men báðar ferð konfronteraði leikurin ella sjálv uppsetingin meg við mínar egnu reaktiónir. Eitt sindur illa við royndi eg at blunda meg burtur av pallinum, har eg sat, meðan ein strofa frá einum sangi, sum eg minnist frá tá eg var smágenta “I was blinded by the light” hjá Mannfred Mann tók at mala í høvdinum á mær. Búi Dam er leikstjóri, hann brúkar øll møgulig kend og ókend listabrøgd og spælir uppá kenslurnar hjá okkum áskoðarum sum vóru tær viðkvæmir hørpustreingir og hann hørpuleikarin yvir allar hørpuleikarar.

Látur Medusu – ein framløga er tað slagið av list, sum følist sum um hon er gjørd til júst tín/mín, sum kallar á júst tína/mína empati og sum framkallar tín/mín kvalma, ongan annan. Tað er fantastiskt at fara í Sjónleikarhúsið í Havn eitt púra vanligt mikukvøld í mars og uppliva eitt tílíkt listarligt støði og eitt tílíkt kreativt uppfinningarsemi. Og so eru nógv av teimum dugnaligu fólkunum, sum standa á palli og aftanfyri leikin - so herliga ung, at vit kunnu hugsast at vænta okkum meira frá teimum og tað er tað besta. Men tit mugu skunda tykkum, Látur Medusu ljómar ikki longur enn til 11.mars, tá er síðsta framførsla.

medusa2.jpg