Mentanarstarvslønaravrik 5 - Carl Jóhan Jensen
/Fotomynd: Jan Andersson
Við heili 52 mánaðum av mentanarstarvsløn telist rithøvundurin Carl Jóhan Jensen heilt vist millum toppskorararnar Topp 20 á listanum, sum stóð í Norðlýsinum herfyri. Tveyoghávtrýss mánaðir - tað eru minst 1560 dagar við mentanarstuðli, so tað er ikki tespiligt.
Til stutteika taldi eg síðurnar í bókunum hjá Carl Jóhan, teimum eg fann á hillini, her manglar okkurt, men eg telji umleið 2050 blaðsíður av føroyskari prosa og poesi, so tað er ikki hissini og her er avrikið hjá satiriska skjaldraveldinum ikki eingang talt við. Og sjálvsagt snýr tað seg ikki um kvantitet. Tað, sum hevur týdning hesum viðvíkjandi er, at talan er um dygdargóðar bókmentir og eina almenna mentanaríløgu, sum loysir seg. Takk fyri!