Mentanarstarvslønaravrik 1 - Rannvá Kunoy
/Rannvá Kunoy - Courtesy of Nathalie Karg Gallery.
Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Eg fari komandi tjúgu dagarnar at varpa ljós á verk hjá listafólkunum á einum Topp 20 lista í Norðlýsinum yvir móttakarar av mentanarstarvslønum. Av tí, at Rannvá Kunoy er burturgloymd á listanum, byrji eg við henni. Hon fekk trý ára starvsløn í 2004. Rannvá Kunoy sigur sjálv, at starvslønin hevur havt ómissandi týdning fyri hana sum listakvinnu, tí tað gav henni frið at leita og finna fram til eina listarliga kjarnu, sum hon hevur ment sína list út frá líka síðan. Hon er sera takksom og gav fyri nøkrum árum síðani Studentaskúlanum sína framúrskarandi røð av steinprentum Frontal, ið hongur á skúlanum í Hoydølum til gleði og gagns fyri næmingar og starvsfólk.
21.mars letur framsýningin Known Unknowns (21 Mar 2018 – 24 Jun 2018) upp í Saatchi Gallery í London. Framsýningin verður presenterað sum eitt altjóða úrval av verkum hjá samtíðarlistafólkum í savninum hjá Saatchi við málningum, skulptur, video og blandaðum tøkni og við serligum denti á handverksliga partin av listaskapanini. Verkini eru fjølbroytt og snúgva seg um ymiskt úr samtíðarlívinum og samtíðarlistini.
Túsund takk fyri tíni fínu verk, Rannvá Kunoy!
Fýra prent úr røðini Frontal hjá Rannvá Kunoy, umframt nøkur verk hjá Hanna Bjartalíð.
Courtesy of Steinprent