Stutt men góð mentanarsending

lyst.jpg

Í kvøld verður nýggja mentanarsendingin í sjónvarpinum send á fyrsta sinni. Hon eitur LYST og varar í sekstan minuttir - so hon er ikki drúgv, men tað ger minni um hon bert er konsentrerað, forvitin, kritisk við fakligari dýpd og tað haldi eg, at LYST er. Týdningarmestur er títtleikin, og LYST kemur HVØRT fríggjadag eftir Dag & Viku akkurát sum ordiligt. Tað er frálíkt og fyri neyðini.

Henda fyrsta sendingin hevur 3 evni á skránni; kitsch/list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari (við óvanliga góðum máloyra), sum spælir í Føroya Symfoniorkestri og vakra nýggja býráðshúsið í Gøtu. Kim Simonsen greiðir frá teirri truplu bileggingarlistini og frá hugtakinum kitsch, hann heldur ikki, at ein og hvør skal sleppa at seta upp standmyndir í stíl við Nykin. Sambært Jóhan Martini Christiansen mælir LISA til, at mann brúkar okkurt slag av fakligari ráðgeving í sambandi við uppseting av listaverkum í almenna rúminum. Hetta er alt skilagott og áhugavert at hoyra um og so er tað eitt serstakliga gott hugskot at fara út úr húsinum at gera mentanarsending. Kanska fara tey onkuntíð út at vitja listafólk, atelier og arbeiðsrúm kunnu vera ómetaliga spennandi.

Finnur Koba riggar væl sum sjáldsama óroksutur og miðvísur vertur, men hóast hann partvíst tekur leiklutin á seg at forsvara Nykin, so haldi eg, at sendingin hevði verið (enn) betri um hon vardi eitt sindur longri, um fleiri listasløg vóru umboðað og um t.d. okkurt umboð fyri tey, ið dámar og hava avgjørt at seta Nykin upp, eisini slapp framat. List er jú eitt samfelagsmál júst sum onnur samfelagsmál, og tí skal listin viðgerast á sama hátt bæði lystiliga og kritiskt frá øllum síðum.

Alt hevur sína tíð og beint nú er tíðin ikki til atfinningar, men til frøi um, at list loksins verður tikin í álvara í sjónvarpinum. Eg gleði meg til komandi fríggjakvøld.

http://kvf.fo/sending/lyst?sid=76430

Ein svartur kassi aftrat í høvuðstaðnum

politistation-thorshavn_ny_janaur-2018.jpg

Svartir kassar er nakað, vit sambinda við vanlukkur. Tað verður leitað eftir svørtum kassum, tí í teimum býr svarið um orsakirnar til vanlukkurnar. Men ikki allir svartir kassar hava sama upplýsandi og sissandi árin.

Nógv kjak hevur verið hesar seinastu dagarnar um nýggju løgreglustøðina í Havn, sum mynd var av í miðlunum nú ein dagin. Hetta vísti seg at vera ein skeiv mynd, men sjálvt um myndin nú er rættað, tykist enn ónøgd valda um bygningin. Lat okkum fyrst hyggja at ónøgdini og síðani at bygninginum.

Eitt fongsul?

Fleiri halda bastanta, afturlætna bygningin minna um eitt fongsul – til tað er at siga, at tað hevði ikki verið so galið, um talan í roynd og veru var um eitt fongsul. Vit eru millum heimsins ríkastu lond, men enn í 2018 senda vit okkara kriminellu av landinum júst sum vit fyrr i tíðini sendu tey, sum manglaðu eitt bein ella á annan hátt bóru brek, til Danmarkar. Tað var blóðskeivt tá í tíðini og í dag er tað púra óskiljandi.

Illvilji móti danskarum

Eitt annað undrunarvert í hesum sambandi er stóri illviljin móti danskarum, sum m.a. sæst á viðmerkingunum á netinum til ta nýggju politistøðina. Fólk ilskast um politistøðina, sum verður hildin at vera óføroysk og eitt danskt monstur, kolonialur arkitekturur, og ein skrivar: “Danir hata jú føroyingar, so at ein danskur arkitektur kemur við einari slíkari tekning, undrar meg slettis ikki”. - Tað er í og fyri seg áhugavert, at so nógv fólk halda seg halda danskan arkitektur vera ljótari enn føroyskan arkitektur - teir allarflestu av føroysku arkitektunum eru hóast alt útbúnir á danska akademinum, men hugburðurin tykist serliga løgin, tá hugsað verður um, at hetta svarta húsið estetiskt rakar beint á ein serstakan stíl, sum hevur breitt seg sum ein grá- og svartmálað stovnspest um høvuðsstaðin. 

Opinleiki

Í ætlanum hjá donsku løgregluni fyri hvussu stovnurin skal rekast er opinleiki eitt lyklaorð. Løgreglan skal virka fyri tryggleika, trygd, friði og ordan í samfelagnum. Í stuttum skal løgreglan tryggja, at landsins lógvir verða fylgdar og at tey, sum bróta tær, verða rættarsøkt. Men harumframt er løgreglan ein modernaður servicefyritøka, sum skal vegleiða, virka kriminalpreventivt, útskriva pass og onnur skjøl osfr. “Politiet er derfor også en moderne servicevirksomhed, der forsøger at være åben, imødekommende og i dialog med borgerne. En sådan åbenhed er nemlig afgørende for, at borgerne kan bevare den tillid til politiet, som er nødvendig for, at politiet kan udføre sit arbejde...”.

Samanborið við aðrar bygningar, t.d. tann bygningin, har løgreglan húsast í løtuni Yviri við strond, er hesin nýggi bygningurin á Húsabrúgv ikki skelkandi ljótur sum so. Men ein relevantur spurningur er hvørt nýggi bygningurin harmonerar við visiónunum hjá løgregluni – signalerar bygningurin blíðskap, beinasemi og opinleika? Tað haldi eg ikki.

 

FAKTA

Bestiller

Rigspolitiet

Kunde

Færøernes Politi

Rådgiver

Arkitektfirmaet Kent Pedersen

Ingeniør

Ingeniørfirmaet LBF og PB Consult

Budget

110 mio. kr.

Areal

3126 m2

I brug

2019

BIG: Politistøð í New York

BIG: Politistøð í New York

Í Hobro eru tey fegin um nýggju politistøðina. Myndin her omanfyri er frá inngongdini til støðina í Hobro. Myndin ovast er frá R.C.Effersøesgøtu, haðani bygningurin sær afturlatin út. Møguliga er støðan ein onnur, um vit síggja bygningin hinumegin.  

Góðar listavónir

Sigrun Gunnarsdóttir: Í køkinum (1977)

Sigrun Gunnarsdóttir: Í køkinum (1977)

Vit hava júst sett hol á eitt spildurnýtt listaár og hava nógv spennandi í væntu. 22.-28. januar 2018 skipar Havnar Jazzfelag fyri Vetrarjazz fyri 10. ferð. Hetta verður hátíðarhildið við eini áhugaverdari skrá av føroyskum og útlendskum jazzi, einum høvuðsnavni, sum sambært tíðindaskrivinum fer at blása øll um koll, og einum stórfingnum jazz-maraton endabresti. Í 7 dagar fara 23 bólkar at spæla 28 konsertir á 9 ymsum spælistøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar.

Jack Kampmann

Jack Kampmann

Í Listasavninum eru umframt Várframsýning og Ólavsøkuframsýning tvær retrospektivar framsýningar á skránni. 26. januar letur framsýning upp við málningum hjá Sigrun Gunnarsdóttir og í maj verða málningar hjá Jack Kampmann at síggja í Listasavninum.  Kampmann gekk á Kunstakademinum í Keypmannahavn í 1933-34 og kom í 1941 við bretska herinum til Føroya og búði her í mong ár. Málningarnir hjá Jack Kampmann hava eitt ávíst føroyskt brá. Koloristisku, kubistisku myndirnar av bygdum við havi eru næstan sum ein syntesa av føroyskari list, men í veruleikanum er talan um list við fronskum íblástri hjá einum listamanni, sum hevði ómetaliga stóra ávirkan á føroyska myndlist. Listaáhugað munu somuleiðis kenna sermerkta myndamálið hjá listakvinnuni av Eiði, sum hon hevur ment á síni virkisleið hesi seinastu fjøruti árini. Stílurin er tilvitað naivur, surrealistiskur og symbolskur. Evnini eru mytisk, átrúnaðarlig/kristilig og tilverulig.  

24.februar letur ein spennandi framsýning upp í hølunum hjá Skipasmiðjuni MEST í Havn. Tað er framsýningin LONELY HEARTS upp hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen, sum eg fari at skriva nógv meira um í næstum.

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Gamla Seglhúsið í Klaksvík boðar frá, at tey aftur í ár hava eina spennandi røð av listaframsýningum: Listframsýningarnar eru allar skipaðar sum søluframsýningar. Februar - Bárður Jákupsson.
Mars - Arnold Vegghamar. Apríl - Philippe Carré & Ole Jacob Nielsen. Mai - Helgi Joensen (NO). Juni - Torbjørn Olsen (Fernisering á Norðoyastevnu). Juli 2018 Stongt. August - Eyðun av Reyni (Fernisering á Summar-festivalinum). September - Heðin Kambsdal. Oktober - Øssur Mohr. November - Edward Fuglø. Desember - Zacharias Heinesen.

Silja Strøm

Silja Strøm

Í Steinprenti á Skálatrøð í Havn ber enn til at síggja Myndaódnina við t.d. frálíku, nýggju prentunum hjá Silju Strøm. Henda framsýningin hongur uppi til 3.februar.  á framsýningin. Frá 5.februar verða nýggir málningar hjá Hansinu Iversen at síggja og her hava áskoðararnir gott í væntu - tað kann eg longu siga, tí eg havi sæð málningarnar áðrenn teir fóru til Danmarkar á framsýningina Seeing the Unseen. Eg skrivaði eina grein um hesa uppliving: http://www.listaportal.com/tidindi/2017/10/19/kvirran-verkinum

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Frá 3.mars ber til at síggja nýggj prent hjá Mariusi Olsen í Steinprenti og 7.apríl hevur Hanni Bjartalíð framsýning. 12.mai letur framsýningin hjá Randi Samsonsen upp og 29.juni sýnir Claus Carstensen fram. Harumframt verður ein summarframsýning við verkum hjá ymiskum listafólkum og serframsýningar hjá m.a. Peter Callesen og Onnu Seppälä. - Í Smiðjuni í Lítluvík verða eisini nógvar framsýningar eg gleði meg til framsýningina, sum Elin Josefina Smith hevur frá 25. til 30.mai, ivist ikki í, at hon verður serlig!

Elin Josefina Smith

Elin Josefina Smith

Claus Carstensen

Claus Carstensen

Anna Seppälä

Anna Seppälä

Marius Olsen

Marius Olsen

Eisini í Saatchi Gallery í London verður føroysk list at síggja í ár, meira um hetta, seinni.

Eisini í Saatchi Gallery í London verður føroysk list at síggja í ár, meira um hetta, seinni.

 

 

Open call VATN Norðurlendsk Salón

vatn.jpg

Norðurlandahúsið í Føroyum bjóðar øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður millum 16. juni og 17. august 2018.

Tilmeldingarfreistin er 26. mars 2018, og freistin at lata verkini inn er 28. mai 2018. Ein dómsnevnd metir um innsendu verkini og velur tey, ið verða við á framsýningini. Allir myndlistamiðlar og snið eru vælkomin, men øll verkini skulu vera tengd at evninum vatn.

Vatn bæði bindur og skilur okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.

Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi, evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.

Norðurlandahúsið í Føroyum vil savna norðurlendsk listafólk, so nýggj sambond millum tey og verk teirra kunnu knýtast.

Norðurlandahúsið fíggjar flutningin av listaverkunum, umframt ferðing og uppihald fyri nøkur útvald listafólk.

Innskriving við telduposti til  opencall@nlh.fo

Telduposturin skal tilskila:

  • Navn, føðingarár, tjóðskap og bústað.

  • Heiti og mátini á verkinum, umframt týðandi praktiskar upplýsingar.

  • Í mesta lagi 200 orð um verkið, og hvussu tað er tengt at evninum vatn. Teksturin kann vera á einum skandinaviskum máli ella á enskum.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá Inger Smærup Sørensen, verkætlanarleiðara, á: inger@nlh.fo

(Foto: Tilvildarlig mynd)

OPEN CALL WATER NORDIC SALON

The Nordic House in the Faroe Islands would like to invite all Nordic and Baltic visual artists to submit works for the exhibition WATER – Nordic Salon, which will run from June 16 to August 17, 2018.

The deadline for registration is March 26, 2018, and the deadline for submission of works is May 28, 2018. A jury will assess all submitted works and select the pieces to be included in the show. All media and forms of expression within the visual arts are welcome, but all works must in some way relate to the theme water.

Water is both what unites and separates us in the Nordic region, and water has given rise to a whole range of symbolic and formal possibilities throughout the history of art. From illustrative to abstract forms. From maritime paintings to contemporary conceptual works. The exhibition will offer a take on how art relates to this essential, at once life-giving and devastating, chemical substance today. The political, the poetic. The physical, the fluid. The mythological, the practical, the aesthetic. All approaches to the theme are welcome. The Nordic House in the Faroe Islands seeks to bring together Nordic artists, in order to foster new networks among them and encourage new ties between their works. The Nordic House will fund shipment of the works, as well as the travel costs and stay for some selected artists. To register please write to opencall@nlh.fo

The registration must include:

• The artist’s name, year of birth, nationality and address.

• The title of the work, dimensions and any relevant practical information.

• Max 200 words about the work and how it relates to the subject water. The  text can be in any of the Scandinavian languages or in English.

For further information, please e-mail project manager Inger Smærup Sørensen at: inger@nlh.fo

 

Listaárið 2017

18.jpg

Ásannandi, at mann aftur í ár megnaði ársins maraton av brúnari sós, hómast 2018 onkra staðni í regninum nú tað dagar fyri einum nýggjum og vónandi spennandi listaári.

Listaárið 2017 var sjáldsama hendingaríkt. Fyri mítt viðkomandi byrjaði listaárið 6,januar við einum braki av einari konsert hjá Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak, Høgna Lisberg, Halli Jonson og Turpin Napoleon Djurhuus í Sjónleikarhúsinum, tá vit trygt men við orku og nerv vórðu leidd gjøgnum universið hjá Eivør og hjá teimum kvinnuligu yrkjarunum, hvørs tekstir, hon hevur latið seg inspirerað av (Marjun S.Kjelnæs og Randi Ward). Har vóru nógvir av mínum yndissangum hjá Eivør, "Remember me", "Boxes" og "Rain" við K.D.Lang countrysligum kóri og mitt í rokanum var stilt og blátt og "Mjørkaflókar" og tað var sera rørandi, tá ljóðini og ljóðførini steðgaðu á eitt og eitt ísenn eins og ein stór, vøkur og væl smurd maskina, ið steðgar upp. - Eivør hevur longu prógvað, at tað var ein avgerð og íløga at avgera at veita henni 3 ára starvsløn úr Mentanargrunninum - vit gleða okkum til hennara komandi útgávur.

runi.jpg

Mentanarvirðislønir landsins

25.januar vóru landsins mentanarvirðislønir handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Mentanarvirðisløn Landsins 2016 varð latin Rúna Brattaberg, operasangara. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi, og í grundgevingini fyri, at Rúni Brattaberg fekk heiðurin, var m.a. sagt: “Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni Brattaberg at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur, var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich. Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boðimest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.”

steinprent.jpg

Heiðursgáva Landsins fyri 2016 var latin Steinprenti, við Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku. Í grundgevingin fyri heiðurin var m.a. sagt: “Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent. Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki. Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.”  

anna malan.jpg

Anna Malan Jógvansdóttir fekk virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Í grundgevingin fyri, at Anna Malan Jógvansdóttir, ekk Virðislønina til ungt listafólk, var m.a. sagt: “Í  2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv. Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar.”

Tvær listaframsýningar í februar

Í februar upplivdi eg framsýningina Infinity hjá Beintu av Reyni, tað var tíverri ikki nøkur góð uppliving fyri undirritaðu. Beinta av Reyni málar realistiskar myndir við surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Tað undrar meg, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin ikki er góð. Men tað sær út til, at Nils Ohrt, leiðari Listasavnsins dámar væl føroyska popplist – hetta sæst eisini á teirri føstu framsýningini í Listasavninum.

bárður.jpg

25.februar læt framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Steinprenti við málningum og grafikki. Ein ljós og litrík framsýning, har bæði spektrallitirnir og teir døkku, fjálgu jarðlitirnir vóru væl umboðaðir. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum

Listaflog

Í tíðindaskrivi boðaði Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá tann sonevndi Listaflog- stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember 2016, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth. Í 2017 var stuðulin latin fyri fyrstu ferð, inn komu 30 umsóknir, sum søktu um tilsamans 1,5 mió. krónur. Avgjørt var at stuðla verkætlan hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen Christiansen: “Talan er um eina verkætlan, har listaverk verða framleidd til høvið. Við at arbeiða beinleiðis á staðnum gerast listaverkini partur av, ella eitt, við rúmið. Staðspecifikk list er ikki er serliga kend í Føroyum. Ætlanin við at flyta listina úr atelierinum og inn í eina størri dimensjón er serstakliga áhugaverd . Eisini vekir samanrenningin millum hesi bæði dugnaligu listafólkini ans og gevur verkætlanini stórar menningarmøguleikar. Tí eru vit errin av at kunna geva Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hendan fyrsta Listaflog-stuðulin, sum skal vera við til at leggja lunnar undir hesa listaverkætlan soleiðis, at hon kann verða framd í verki.”

Luftig Várframsýning

Í apríl læt Várframsýningin í Listasavninum upp. Undirheitið á mínum ummæli var: Nógv luft - og eitt lítið sindur av kærleika, villskapi og sorgblídni. Í ár var framsýningin kuraterað av Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen. Í mínum ummæli fegnaðist eg m.a. um málningarnar hjá Jens Dam Ziska, tí tað er langt síðani, eg havi sæð nakað gott nýtt í føroyskum málaríi. Hetta er um somu tíð stýrt og vilt málarí, sum hongur á balkongini í einari dynamiskari installatión. Sambært úrvalsnevndini sendu 48 inn verk, meðan bara 12 sloppu við á framsýningina.

anker.jpg

 

Í Klaksvík og í Havn

Í Klaksvík tykist góða gongdin halda fram. Umframt góðar serframsýningar, hava tey brúkt gamla posthúskjallaran til listarligt virksemi, til listaframsýning og til sjónleik og tað tykist rigga væl. Hópin av áskoðarum leitaðu sær til Klaksvíkar at síggja Eyð Matras í leiklutinum sum kona Luther, Katarina von Bora í hennara egna leiki Morguntjørnan yvir Wittenberg. Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vóru fleiri áhugaverdar framsýningar í 2017 við eitt nú feðgunum Brandi og Tróndi Patursson við málningum og glaslist hjá teimum, ein onnur við Zachariasi Heinesen, Torbirni Olsen og Andreasi Andreasen, ein við Bárði Jákupsson, ein við Arnold Vegghamar og ein einastandandi góð málningaframsýning hjá Anker Mortensen, ið var nakað av tí besta, eg upplivdi av føroyskari list í fjør. 6.mai læt framsýningin Víkin fagra hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti, sum eg sjálv kurateraði. Tað var Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sást aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal. 

22047936_1515526851862104_7802987015199356269_o.jpg

William Heinesen Myndlistamaður

Í summar var framsýningin William Heinesen Myndlistamaður í Listasavninum; ein relevant framsýning, har nógv verk í sær sjálvum mótprógvaðu eyðmjúka uppáhaldinum hjá Williami Heinesen um myndavirksemi sítt, at tað mest var til dagdvølju. Framsýningin inniheldur góð listaverk frá teimum ymsu periodunum hjá myndlistamanninum, Williami Heinesen, sum spegla áhugan fyri skiftandi modernaðum, europeiskum listarákum. 

wh.jpg

Her hingu romantiskar náttúrulýsingar og ævintýrkendar pastellmyndir, satiriskar persónslýsingar og dekorativar lýsingar av fólki og fæi í harmoni við umhvørvið. Meginparturin av verkunum vóru lænt og tískil máttu vit finna okkum í teimum øgiligu rammunum, sum tyngja summar myndir óneyðuga nógv. Harafturímóti var tað ein sonn fragd at síggja tær klippmyndirnar, sum vóru nýinnrammaðar við museumsglasi uttan afturskin. Uttan at vera darvaðar av skyggjandi glasi og yvirlessaðum rammum, sluppu hesar myndir at anda frítt og vísa, at tær halda sum listaverk í 2017. Hetta er til dømis galdandi fyri eitt høvuðsverk sum Njørður og Skaði; klippmyndin frá 1977 av fevningini millum tvey, sum sambært norrønari gudalæru giftust, men sum vóru ov ymisk til at kunna liva saman. Í myndini hjá Williami Heinesen er tað sum snýr allur heimurin seg um sameiningina millum hav- og fjallaveruna, sum eru avmyndað vinstrumegin miðjuna. Kring parið svimja havfrýr, fiskar, krabbar í einum skipaðum riðili av bláum og grønum formatiónum við reyðum, gráum og okkurlittum verum. Vit eru miðskeiðis í einari havhugmynd, sum snýr seg um lívsins uppruna.

 

jm.jpg

Spor

19.mai læt framsýningin Spor hjá Jóhan Martini Christiansen upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Maria Bordorff helt upplatingarrøðuna og segði m.a: “....Da jeg for nyligt besøgte Jóhan i atelieret, sagde han, at de nye værker er mørkere end de andre. “De er måske ligefrem noget af det mest politiske, jeg har lavet” - citat Jóhan. Og det her med det politiske er jo noget, vi har talt om før, Jóhan og jeg. Hvornår er noget politisk? Det er et komplekst spørgsmål, som jeg ikke har tænkt mig at forsøge at svare på nu. Men hvis man skal pege på noget ved udstillingen her, som kunne understøtte en fornemmelse af, at noget politisk trænger sig på, så er det, at der er kommet nogle mere kropslige, mere kødelige værker til. Jeg tænker her især på de stumper af gipsafstøbninger af Jóhans eget ben, en fod, et skindeben og et knæ, som indgår i, hvad der kunne minde om en slagmark - eller et efterkrigsbillede - i udstillingsrummet ovenpå. Déroppe udspiller sig en kaotisk og tildels også ret dramatisk scene af liggende og stående skulpturværker i gips om rustent armeringsjern. Blandt andet er de afstøbninger af fundne materialer som bølgeblik og pap, med spor fra den jord, de har ligget på i form af græstotter eller folder fra et plastikunderlag, som har lagret sig i den størknede gips. På Færøernes Kunstmuseum var der flere, som bemærkede, at de lignede krigere, de her skulpturer, at de var karakterfulde... Det her med at værkerne ligner noget, at der opstår nogle billeder i deres taktile, materialepoetiske kvaliteter, er noget, der i høj grad optager Jóhan. Til gengæld er det ikke afgørende, hvad det er, vi ser. Måske synes man, at en af skulpturerne ligner et fugleskræmsel ja, måske ser man en religiøs reference i reliefferne derovre, som med deres linjer af aftryk fra plastiktape bliver en slags skrifttavler, eller en kunsthistorisk reference, som der i øvrigt også er masser af i Jóhans praksis. På den måde er det en udstilling, hvor det er sanserne mere en tankevirksomheden, som skal på arbejde...”.

Teitur sálmaskald

2017 var eisini árið, tá ein av okkara kendastu tónleikarum gjørdist sálmaskald. Hetta gjørdist greitt, tá nýggj donsk kirkjusangbók kom út og Teitur Lassen átti fleiri av løgunum. Teitur greiðir frá, at hann varð biðin um at skriva sangir og at vera við í verkætlanini, tá ið hon byrjaði: “Nógv fólk hava verið við og hava sent sangir inn og síðani hevur ein redaktión valt tilfar og roynt at savna saman gamalt tilfar, yrkingar og løg td. Anne Linnet, Simon Grotrian, sum passa til. Síðani hevur tilfarið verið royndarsungið í ymiskum kirkjun fyri at vita hvussu tað hóskar til felagssang. Tað er altavgerandi at teksturin og melodiurin situr soleiðis, at tú skal kunna syngja tað í fyrstu roynd. Sjálvur havi eg skrivað nýggjar tekstir saman við td. Jonas Breum og Dy Plambeck og havi eisini sett tónleik til orð av Ole Sarvig (Utroligheds frø) og Johannes Johansen (Bag gardinet). Uden dig eru orðini úr Goldbergs depressiónstest, sum eg havi sett upp til at vera ein sálm saman við Per Worm. Eisini er a capella sangurin Walking Up a Hill av Story Music vorðin týddur til dansk Højens top”

rannva.jpg

Nonfigurativ list í Steinprenti

2.juni var mentanarnátt í Havn og nógv gekk fyri seg. M.a. læt framsýningin Abstrakt Summar upp í Steinprenti við málningum og prentum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Julie Sass og Ian McKeever, sum eg sjálv kurateraði. Julie Sass og Ian Mckeever eru altjóða listafólk, sum framsýna kring allan heimin. Tey hava bæði verið partar av bókmentaligum verkætlanum í Steinprenti í ár, sum eisini vóru við á framsýningini. Harumframt vóru átta prent hjá Ian McKeever framsýnd, tey eru einlitt við einum einstøkum berandi liti, einum stórum litflata, sum at síggja til hongur og sveimar á pappírinum. Hetta eru at síggja til einfaldar og minimalar myndir, sum vaksa seg til maximal listaverk við ekspressivari megi. Prentini hjá Julie Sass hava eitt samansett brá av, at listakvinnan hugsar myndir sum eitt slag av konstruktión. Hennara myndir eru onkursvegna meira bygdar enn málaðar og ofta tykjast myndirnar spælandi bæði við skap og javnvág og við áskoðarans assosiatiónsmøguleikar. Bæði Rannvá Kunoy og Hansina Iversen eru vegarar innan føroyska, nonfigurativa list, sum tær á avgjørdan og konsekventan hátt hava arbeitt við í umleið tjúgu ár. Rannvá Kunoy hevur í mong ár rannsakað spenningsøkið millum rúm og flatu innan málningalistina og í sínum nýggjastu málningum røkkur hon nýggjar hæddir í síni roynd at gera tað ítøkiliga óítøkiligt. Hansina Iversen hevði bæði málningar og nýggj prent við á framsýningini, ið bóru boð um hennara framúrskarandi koloristisku førleikar. Hennara myndir tykjast bæði einfaldari og meira kompleksar enn nakrantíð, summar tykjast næstan sprongdar av ekspanderandi litflatum.

hansina.jpg

Filmshúsið

8.juli boðaði Poul Michelsen, landsstýrismaður frá, at hann hevði sett stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Í stýrinum eru: Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, Marjun Niclasen og Jón Hammer, ið øll hava útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í Føroyska filmsumhvørvinum. Jan Berg Jørgensen hevur m.a. verið við til at byggja upp filmsverkstaðin Klippfisk, sum hevur havt sera týðandi leiklut í at menna filmsførleikar og filmsfólk í Føroyum. Marjun Niclasen hevur tikið lut í filmsframleiðslum og skipað fyri filmsfestivalum og Jón Hammer hevur somuleiðis verið við í fleiri føroyskum og útlendskum filmsframleiðslum.

Viscera Construct

12.juli læt framsýningin Viscera - Construct hjá Jón Sonna Jensen upp í hølunum hjá Granskingarsetrinum Inova á Hoyvíksvegi 51 í Havn, tað er har, sum Rúsan helt til fyrr í tíðini. Hetta var ein rættiliga stór serframsýning við 28 verkum, sum listamaðurin hevur gjørt til høvið, umframt einum ljóðlistaverki, sum Dan Helgi í Gong hevur gjørt til framsýningina. Til upplatingina var sum vera man eitt sindur ov nógvur gangur til heilt at hoyra áhugaverda auditiva verkið, sum sjóðar í bakgrundini og sum m.a. inniheldur ljóð av aluminium, ið gevur okkum eina øðrvísi sansaliga tilfarsliga uppliving  Og ikki er tað á hvørjum degi, vit her á landi uppliva eina heila framsýning úr so mikið “ólistarligum” tilfari sum latex, aluminium, gips og polyurethan-skúmi, men vit kenna tilfarsvalið aftur frá t.d. Ólavsøkuframsýningum, FESKT og øðrum felagsframsýningum, sum Jón Sonni hevur luttikið í og fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina áhugaverda serframsýning á Býarbókasavninum. Framsýningin Viscera - Construct er á sama spori, men hon er meira gjøgnumførd og stórsligin.

 

jmc.jpg

Bókmentaligt G!

Aftur í ár gekk leiðin á G-festival og aftur hesa ferð var tað fyri mítt viðkomandi ein listarligur og bókmentaligur festivalur meira enn hann var musikalskur. Bókmenta- og listatiltakið hjá forlagnum Eksil var størri og meira fjølbroytt í ár. Í tríggjar tímar var evnið Materialitetur og náttúra viðgjørt á ymsan hátt. Staðsetingin av tiltakinum var heilt óvanliga góð. Neystið og umhvørvið eru merkt av einum serstøkum vøkrum materialiteti við hópin av sporum av ymsum aktivitetum, sum hava gingið fyri seg har. Staðið var sostatt í sær sjálvum fult av inspirerandi materialiteti og var hóskandi karmur kring prát, upplestur og listaverkini. Jóhan Martin Christiansen hevði gjørt listaverk á staðnum, sum næstan passaðu ov væl til umhvørvið. Millum hús og neyst var tað sum, at tekstillistin hjá Jóhan Martini Christiansen kom eitt sindur niður á jørðina, samstundis sum tað tóktist ómetaliga vakurt har tað hekk.

 

Tóroddurperma.jpg

Tóroddur heiðraður

Tóroddur Poulsen var mikið heiðraður í 2017. Undirritaða gav út bókina Úr myrkrinum og í sambandi við 60 ára føðingardagin, var evnisdagur í Norðurlandahúsinum við fyrilestrarøð um verkið hjá Tóroddi. Í summar var hann heiðraður við danska ADAM OEHLENSCHLÆGER, EMIL AARESTRUP, HERMAN BANG OG JOHANNES EWALD FONDENS LEGAT. Umframt heiðurin fekk Tóroddur 30.000 krónur frá grunninum, sum greiðir soleiðis frá treytunum fyri at fáa legatið. Tað verður latið: "en dansk forfatter, der har ydet en betydende indsats i dansk litteratur. Desuden er formålet at belønne en fremragende dansk lyriker, der har skabt ren lyrik, samt ved at henlede opmærksomheden på et litterært arbejde eller et forfatterskab af høj værdi." Dagin fyri føðingardagin læt framsýningin Tóroddur & Co upp í Steinprent. Umframt nýggj steinprent vóru eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt. 

 

Ársins kórkonsert?

Nógvir kórsangarar vóru á konsert hjá The King Singers í Norðurlandahúsinum og fleiri hava síðani sagt, at hetta var ársins konsert. Tíverri upplivdi eg ikki hetta sjálv, men eg var tó við á teirri herligu og væl skipaðu Kórstevnuni í Norðurlandahúsinum, tá Kamarkórið og Eksperiment vunnu heiður sum ávikavíst besta og stuttligasta kór. Seinni í árinum vann kórið Tarira tríggjar gullvirðislønir á altjóða kórkapping í Lloret de Mar.

 

21397024_10155711037279339_1084697870_n.jpg

Dreymar við havið

Filmslistarliga fevndi 2017 um ta stórhending, at ein føroyskur spælifilmur var til veruleika. Tað var filmurin, Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá og Marjun Syderbø Kjelnæs. Høvuðspersónarnir eru Ester og Ragna, fremmanda gentan, sum kemur til bygdina at búgva, hon hevur gamlar strípur í hárinum, sigur “fokk” og er lokkandi øðrvísi, men sum eisini hevur sínar álvarsligu trupulleikar at dragast við. Eisini hennara tilvera er fullkomiliga treytað av liviháttinum hjá teimum vaksnu. Ester/Juliett Nattestad hevur kanska ta størstu avbjóðingina, tí hon broytist og mennist meðan Ragna/ Helena Heðinsdóttir er ein sálarliga sæð meira statiskur persónur, sum er tálmað og herd av sínum uppvøkstri. Men báðar spæla psykologiskt sannførandi. – Ert tú ein eingil, spyr lítli drongurin, Rókur Ester, men sjálvt um hon er góð og djørv eins og navnasystirin í Bíbliuni, er Ester eingin eingil. Byrjanarsálmurin í filminum myndar eitt slag av luftigum leiðimotivi frá byrjan til enda í filminum – síðsta ørindi ljóðar soleiðis: “O jesus, tú lívsins drottur, tú hoyrdi nú, hvat eg bað! Meg verja skal tín máttur, tá altíð mær lundin gerst glað. Tú send mær einglavernd tína, tá eg hiðan sovna skal, frels meg frá helvitis pínu, før meg í himmiríkis sal”. - Eina stund kunnu tey trý, Ester, Ragna og Rókur njóta eina stokkuta einglavernd í menniskjansliga hitanum hjá hvørjum øðrum. 

Ómegd

Í september var leikurin Ómegd hjá Kristinu Sundar Hansen framførdur á Tjóðpallinum – ein ordiligur feel bad leikur, ið snýr seg um harðskap í parløgum. Leikurin er bygdur á bókina Um bara hann sló meg. Fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum, sum Súsanna Skaale gav út í 2013, umframt eina frásøgn frá einum manni, ið byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin. Allar søgurnar eru altso veruligar og longu her ber til at staðfesta, at leikurin lýsir eitt evni av alstórum samfelagsligum týdningi. Spurningurin er so hvørt leikurin megnar at endurloysa evnið sum listaverk. Her er svarið meira ivasamt. Øll gera sítt dugnaliga íkast til, at leikurin skal vera góður. Trupulleikin er bara, at leikurin ikki ordiliga rørir meg har sum eg haldi, at hann ætlar at røra meg. Eg fegnist um at orð verða sett á eitt tabuevni og ikki minst, at javnstøða er í lýsingini; at Kristina Sundar Hansen fær sligið fast, at bæði kyn kunnu vera ávikavist offur og bølmenni og at altso eisini kvinnur kunnu vera óreinar, enntá við síni egnu børn. Staðfestingin av, at orsøkin er menniskjanslig ómegd og ikki óndskapur, er gløggskygd. Men onkursvegna upplivi eg leikin sum ópersónligan og óempatiskan og eg haldi, at hetta kemst av upprunatekstinum, sum er autentiskur, men vantar bókmentaliga, listarliga dygd. Hervið verður sjálvt fundamentið í leikinum ikki nóg gott.

iPhone Image C74D48.jpg

Jóngerð Purkhús

Tann listaupplivingin, sum gjørdi meg mest bilsna í 2017 var tekstilframsýningin hjá Jóngerð Purkhús í Müllers Pakkhús. Jóngerð Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tvs. at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt er. Eitt stórt myndateppi var sett saman av slipsum, men listakvinnan greiddi mær frá, at nógv av tilfarinum hevur hon keypt í Skálabúðini - ikki endiliga so vakurt toy, helt hon - øgiliga skjórut, stórblomstrut gardintoy við nógvum litum, men við sera góðari dygd, og hetta hevur hon brúkt til síni myndateppi. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma, men tað handverkliga er ikki av størsta týdningi í hesum verkum – tað er tað  listarliga!

Flugan hjá Tummas Jákupi

Ólavsøkuframsýningin hjá Trinu Gaard var fjøllbroytt og stuttlig við rúmum í rúminum og fjølbroyttum tøkni, sum í støðum geva upplivingar, ið eru átøkar teimum, ein fær á Eksperimentarium. Summum verkum mást tú leita eftir, so eg válaði runt eitt sindur sum fluga í fløsku, tá eg datt fram á eina einstaka mynd hjá Tummas Jákupi Thomsen og steðgaði á, tó, at hetta ógvuliga analoga og friðarliga verkið ikki ger stóran háva av sær í øllum ganginum í gamla framsýningarsalinum. Talan er um eina blýantstekning av tólv armbandsurum, sum eru sett á pappírsarkið eftir regluligari skipan við vísarum, sum vísa klokkutíðir frá 13 til 12. Ein merkiliga ómerkilig mynd, var tað ikki fyri svørtu fluguni, sum manifestarar seg miðskeiðis á myndini. Fyrst helt eg tað vera eitt sonevnt trompe l´oeil; sum vit síggja tað í málningum frá barokktíðini og í klassiskari list við eini flugu ella lutum, sum eru málaðir realistiskt og við trívídd, so at tað sær út sum um, at talan er um eina veruliga flugu, sum hevur sett seg á málningin. Eg mátti hyggja fleiri ferðir, men staðfesti, at svarti bulurin á fluguni í øllum førum var ítøkiligur, meðan beinini tóktust teknað. Kenni eg Tummas Jákup Thomsen rætt, er okkurt stuttligt við verkinum, sum hevur fiffiga heitið Ókend ur, men hetta er eisini eitt óhugnaligt verk, ið snýr seg um klokkutíðina, ið gongur javnt og samt, men sum einaferð heldur uppat, tá vit fara úr tíðini. Flugan er eitt gamalt, ófrættakent symbol fyri deyða, rot og upploysn, og verkið Ókend ur fær meg at hugsa um eina gamla yndisyrking eftir Carl Jóhan Jensen við heitinum Við svartari flugu. Yrkingin, ið hevur yvirskriftina líkskari 1951, er ein av rættiliga mongum ekfrasum í føroyskari poesi; ein sansalig lýsing av einum málningi hjá Mikines, sett upp sum sonnett, væl komponerað og komprimerað við ansi fyri mótsetninginum millum tað æviga í listini og fasta forminum og tí óstøðuga, stokkuta í likamligu dekompositiónini.

Sissal fekk Emmuna

Sissal Kampmann fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri bók sína, Sunnudagsland. Simme Jacobsen fekk virðisløn fyri mentanaravrik og Havnar Sjónleikarfelag fekk ta einu barnamentanarheiðurslønina; Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam fingu hina barnamentanarvirðislønina fyri barnasjónleikir, sum tey hava sett upp.

gud.jpg

Heimligar bøkur

Eg las fleiri góðar bøkur í fjør og fleiri teirra hava eitt heimkunnigt brá í huga mínum m.a. tí tær ganga fyri seg á støðum, eg kenni sera væl. - Tað er so ómetaliga merkiligt, at Boðanes av øllum støðum skuldi blíva eitt bókmentaligt stað. Hetta veðurbarda, ómentaða, vandamikla náttúruspæliplássið hjá børnum í Eysturbýnum frá tíðini, tá eingin vaksin legði nakað serligt í hvat børn gjørdu allan dagin, um bara tey møttu í skúla og til náttura, er nú motiv í bókmentum og myndlist. Yviri við Strond yvir móti Penaplássi og Boðanesi síggjast í dag yrkjarar spáka sær inspiratiónstúrar og yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi byrjar við einum fagnaðarkvæði til grótbrotini. Tað byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru skarpar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.

Gudahøvd

Gudahøvd hjá Jóanesi Nielsen tykist somuleiðis kent, vit kenna tað slitna yrkjaraegið og hansara poetiska univers, bæði tí yrkjarin sipar til sínar egnu yrkingar, men eisini tí talan er um ein rættiliga samanhangandi yrkingaheim við einum yrkjaraegi, sum bæði við ovurdirvi og ræðslu á la Munch í sjálvsmyndini millum klokkuna og seingina lýsir sítt egna aldurstreytaða likamsniðurbrot og tann æviga, glúpskt tivandi deyðan. Kroppurin hevur altíð havt sítt demonstrativa pláss í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen og tá er tað ikki tað vakra, idealiseraða templið, talan er um, men tað seksualiseraða og animaliseraða likamið ella í hvussu er ein staðfesting av, at vit í mongum eru sum djórini. Menniskjakroppurin verður javnan lýstur frá sínum minni flatterandi síðum og ikki er tað uttan humor; ein ógloymandi, surrealistisk lýsing er av øllum prostataharrunum, sum hvørja einastu nátt eru noyddir upp at pissa tríggjar og fýra ferðir.

Sær_myndaperma.jpg

Sær ein fuglabók av gloymsku

Ein týdningarmikil partur av framúrskarandi skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í grannalagnum hjá mær her í Rabarbukvarterinum. Tað hoyrist longu á heitinum, at fyribrigdið tíð hevur nógv at siga í nýggju skaldsøguni hjá Carl Jóhan; Sær/ein fuglabók av gloymsku. Ein treyt fyri at gloyma er, at minnast, at mann hevur upplivað nakað minniligt og tað hevur hon, høvuðspersónurin í bókini. Spurningurin er hvat. - Tað er høvundinum so líkt, at svarið ikki kemur soleiðis beint fram við eini lýsing av upplivingum hennara í tíðarrøð, sum miðvíst og effektiv boðar okkum frá grundunum til ta núverandi støðuna hjá kvinnuni. Nei, hesin rithøvundurin veit av, at sumt sæst best í myrkri ella í mjørka og okkurt er so eymt, at tað krevur sína tíð og sína konu at grava tað fram aftur. Konan er í byrjanini av bókini stødd á einum hotelkamari á Kongabrúnni. Árið er 1968 um tað mundið, tá Sovjet gjørdi innrás í Kekkoslovakia; ein kreppustøða, sum verður til vár, frælsi og nýggja byrjan hjá Europa og kanska eisini hjá Havnarkonuni. Men áðrenn hetta er nógv myrkur í bókini, har er púra avkøvt av mjørka. Vit hava sæð tað fyrr í ritverkinum hjá Carl Jóhan, at hann knýtir einstakar lagnur til størri samfelagsligar og søguligar hendingar og hetta sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna, ið hevur eitt realistiskt grundarlag, veruligar gøtur, bygningar, søguligar hendingar og persónar. Skaldsøgan snýr seg um minni og um at sættast við sína fortíð. Eitt krimiplott, eitt morð setir ferð á søgugongdina aftur í myrkrið og fram í eitt nýtt ljós. Høvuðspersónurin er fødd í Havn og uppvaksin í Brekkugøtu, men hevur seinastu mongu árini búð uttanlands. Nú er hon aftur í Havn í arbeiðsørindum. Hon skal skrivað um ein mann, sum hon kendi og sum nú tykist vera myrdur umborð á einum línubáti. Lesarin hevur alla tíðina varhugan av onkrum ósøgdum, burturskotraðum og av stórum einsemi. Tað vísir seg, at høvuðspersónurin hevur eitt undarligt lyndi til at ímynda sær persónar sum fuglar. Sjálv er hon ein svala, mamman ein dúgva, sum flaksar og gronast á loftinum. Ella kanska tað ella ikki. Skrivihátturin hevur við sær, at ikki bara høvuðspersónurin er í støðugum iva í um hon minnist rætt. Lesarin fer eisini at ivast, men í øllum ivanum og mjørkanum, daga fram sárir sannleikar og nýggjar sannkenningar.

anny10.jpg

Eitt ungt, originalt talent

21.oktober skrivaði eg um framsýningina hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir í Ostahúsinum aftan fyri Reinsaríið. Sum heitið: Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul, var eisini framsýningin serstøk. Anný Djurhuus ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg var ikki minst pallsetingin av verkunum sera inspirerandi.

Listafólkaløn

Í desember varð kunngerð nr. 156 um Listafólkalønir sett í gildi og hervið var sjøtul loksins settur á eina gongd innan almennar listaíløgur, sum fer at skilja millum áhugalist og yrkislist. Endamálið við listafólkalønunum verður sagt at vera eitt ynski um at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stórur dentur verður lagdur á listaliga fakligheit bæði millum umsøkjarar, men eisini í nevndini, sum skal viðgera umsóknirnar, og sum skal kunna venda sær til faknevndir, ið skulu gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins.

Hetta var jú bara ein partur av øllum tí nógva á føroyska listapallinum í fjør. Takk fyri listina, kæru listafólk. Við vón um góðar listaupplivingar í 2018, verður ynskt tykkum øllum gott nýggjár <3

 

Nýggjárskonsertin 2018

sunleif.jpg

Leygarkvøldið 6.januar framføra Føroya Symfoniorkestur, kór og solistar árligu Nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar eru útseldar, men sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir Nýggjárskonsertina leygarkvøldið 6.jan klokkan 20-21.46. Skráin fevnir um gamlar kenningar og umframt Champagne galop og Radetsky march verða ymisk kend operaløg á skránni. Eisini verður ein einstøk frumframførsla. Tað er ein nýggj overtura, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað til Føroya Symfoniorkestur.

Dirigentur:    Bernharður Wilkinson

Solistur:       Kristinn Sigmundsson, bass sangari

                  Alvi Joensen, gittar

Skrá:

Sunleif Rasmussen FSOverture (frumframførsla)

Felix Mendelssohn “Wie der Hirsch” sálmi 42

W.A.Mozart “O Isis und Osiris”, úr Gandafloytuni

J. Rodrigo Concierto De Aranjuez 2. Satsur

W.A.Mozart “Madamina” úr Don Giovanni

G. Verdi “Dies Irae” úr Requiem

R. Wagner Forspæl til 3. akt úr Lohengrin

H. J. Højgaard “Eg skar mitt navn” ltr. Atli Petersen

G. Verdi “Ella giammai m’amo” úr Don Carlo

L. Bernstein Mambo úr Symphonic Dances

G. Verdi “Patria Oppressa” úr Macbeth

J. Williams Flying Theme úr filminum ET

C. Gounod “Le veau d’or”, aria úr Faust

G. Rossini "La calunnia è un venticello", úr Barbiere de Siviglia

H. C. Lumbye Champagne Galop

J. Strauss Radetzky March

 

 

Gleðilig jól og gott nýggjár

24909906_10215341753760087_348263827283037381_n.jpg

Eisini vit á Listaportalinum (- tað er bara eg, Kinna í Sjúrðargøtu) hava sett ferðina niður, so at alt tað góða um jólini kann sodnast í friði og náðum og nei, her hugsi eg ikki bara um dunnu og gás og fleskasteik og ræst kjøt og fromasju og riv og súpan og brúnkaði epli og heimagjørt reyðkál og mandlurís og nøtur og kleynur og finsk breyð og karamellir og eina mandarin (tí tað er so frískligt við einari (1!) frukt). Og tað snýr seg heldur ikki um mínar framtíðarætlanir um evt. at fáa okkurt slag av bólkaavslátturi, tá eg primo januar meldi meg inn í allar fitness, svimji, fimleik, tvørmegi og hetta her at lyfta og sleipa alt møguligt tungt og blíva ordiliga løtt. Nei, eg hugsi sjálvsagt um andaliga føði. Um tær spennandi bøkurnar, mann hevur fingið í jólagávu - eina um danska list í tíggjunum, eitt føroyskt yrkingasavn eisini, og so hevur alt møguligt verið í útvarpinum í dag, hugnaløtan við horntónleiki í dómkirkjuni, umframt tann sera musikalska guðstænasta sama stað, ein áhugaverd tónleikasending og ymiskt annað, sum eg havi ligið og lurtað eftir og nú verða tær sorgblíðu jólaheilsanirnar frá skipum lisnar upp og ein smágenta fær eina serliga heilsan, tí hon fyllti 10 jólaaftan. Tað er so fitt og í nógvum alt tað sama ár eftir ár, men sum árini ganga, verður takksemið størri fyri alt, einum unnist at uppliva. Gleðilig jól og takk fyri í ár, góði lesari. Eg ætli eftir førimuni at halda fram við at skriva her á Listaportalinum eisini í 2018 við takksemi fyri allar upplivingar - yrkingar sum karamellur. Eg seti inn her upptøku, sum Herluf hevur gjørt av einum herliga hugnaligum og jazzutum jólasangi, The Christmas Song, sum eg havi umyrkt og sungið. 

Bjarne Werner Sørensen PANORAMA

24989369_10155976869876692_892564260_n.jpg

9. december 2017 – 4. februar 2018.

Hvilke forestillinger vækker et værk i os? Hvilket Panorama er det, vi her præsenteres for? Er det kunstnerens udsyn? Omfanget af hans oeuvre? Detaljer fra et færøsk landskab eller udtræk af byens hvirvel? Det er ikke til at vide, men det er tilladt at komme med et bud!

Den dansk/færøske billedkunstner Bjarne Werner Sørensens abstrakte værker sitrer af rastløs energi, har noget organisk over sig, og ofte også en lethed og en musikalitet, der pirrer beskuerens øje og giver én lyst til at tage på vandring i værkerne.

Bjarne Werner Sørensen arbejder frit indenfor flere kunstneriske genrer; fra oliemaleri til litografi over pvc-udstandsninger og fotos. Fælles for værkerne er rytmen, de formmæssige gentagelser og variationer, transformationer og bevægelser. Resultatet er et vitalt samspil mellem streg, form og flade. Senest er det dog især oliemaleriet, der tiltrukket sig opmærksomhed; en fascination og basal glæde ved pigment, lærred og penselstrøg.

Som fast rekvisit lader han ofte også tilfældighedernes spil få plads på værkets flade. ”Man udvikler sig sine virkemidler og værktøj som kunstner”, som BWS siger. I forlængelse deraf, arbejder han med forskellige typer ”benspænd” eller disciplineringer af sig selv og den kunstneriske proces. I de nye værker kan det bl.a. ses i en streng anvendelse af lag. Ét værk må f.eks. kun bestå af to lag maling, et andet tre lag og så fremdeles. På den måde bliver værkerne varierede i udtryk, men også eksempler på den skabelsesproces et værk og kunstner gennemgår. Jo flere malinglag, jo flere sprækker og jo mere dybde i værket.

Udstillingen Panorama består af en række helt nye oliemalerier og værker i laserudskåret pvc. De vises sammen med tidligere grafiske arbejder, fotos og objekter, som på forskellig vis knytter an til Færøerne og kunstnerens færøske rødder. Bjarne Werner Sørensen (f. 1960) lever og arbejder i København, men har Færøerne i blodet fra sin mors side. Selv om han er bosiddende i Danmark, har han gennem årene spillet en aktiv rolle i færøsk kunstliv, bl.a. i det grafiske værksted Steinprent, som arrangør og kurator af en række udstillinger og workshops, samt som medlem af udstillingsgruppen Heystframsýningin.

I resten af 2017 er der gratis adgang til vores udstilling ’Bjarne Werner Sørensen – Panorama’. Besøg også vores hyggelig café og smukke gavebutik, der har designvarer fra hele Nordatlanten.

Vi glæder os til at se dig!

ÅBNINGSTIDER I JULEN:
22/12: 10-17
23/12: 12-17
24/12: Lukket
25/12: Lukket
26/12: Lukket
27/12: 12-17
28/12: 12-17
29/12: 12-17
30/12: 12-17
31/12: Lukket
01/01: Lukket

 

Veitslan framførast í Danmark

veitsl.jpg

Sjónleikurin Veitslan skal spæla á CPH:STAGE festivalinum í Keypmannahavn 7. juni 2018. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari sjónleikarasøgu, at ein so stórur føroyskt framleiddur leikur er á festivali uttanfyri oyggjarnar. Talan er um eina (eittans!) sýning 7. juni kl 20.00 og atgongumerkini eru longu sett til sølu á veitslan@veitslan.com.

Veitslan eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, í tillaging av Bo hr. Hansen, fer fram á 65 ára føðingardegnum hjá Helga Dýrindal. Elsti sonurin er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra.

Pápin velur ta grønu røðuna, sum er ein sannleikarøða, ið avdúkar stóra familjuloynidómin, at Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga. Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann? Veitslunáttin gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan. Leikurin varð væl móttikin í Føroyum, og tað sást aftur í ummælunum.

“Ein heilt einastandandi góður, spennandi og forkunnugur leikur! Eitt týdningarmikið og viðkomandi evni. Og ikki minst framúrskarandi og livandi sjónleikarar. Far í Veitslu!” (Katrin Dahl Hanusson, Røddin, Kvf.).

“… surrealistisk og groteskt út í tað sublima….” (Jákup Veyhe, Mentanarkaféin).

“… megin í leikinum hevur fult og helt sogið teg inn í sítt egna univers.” (Torbjørn Jacobsen, Dimmalætting).

Sjónleikarar: Hilmar Joensen (FØ), Rasmus Lyberth (GR), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK), Hjálmar Dam (FØ), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FØ), Eyð Berghamar Jacobsen (FØ), Barbara K. Andreasen (FØ), Johanna Roos Slættanes (FØ), Sonne Smith (FØ), Karin Djurhuus (FØ), Allan Dalsgarð (FØ), Jógvan Salomon Joensen (FØ), Gunnvør Joensen (FØ) og onnur.

Rithøvundar: Thomas Vinterberg og Mogens Rukov

Framleitt til pall: Bo hr. Hansen

Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard (FØ)

Senografi, video, búnar og foto: Tormod Lindgren (NO)

Tónasmið og ljóð: Joachim Holbek (DK)

Ljós og tøkni: Turpin Djurhuus (FØ)

Umseting: Kristianna Winther Poulsen (FØ)

Leikstjórahjálparfólk: Gunnhild Michelsen (FØ)

Upprunalig framleiðsla: Firma Fa. Veitslan við Kristionnu Winther Poulsen.

Meðan vit bíða eftir arkitektunum

25497255_10215376672233027_690715380_n.jpg

Sambært Degi og Viku 15.des hevur Tórshavnar býráð samtykt, at Hotel Tórshavn kann byggja ein bygning aftrat, soleiðis at hotellið fær 40 tvíkømur afturat í 2020. Ætlanin er at byggja henda bygningin í Tórsgøtu við síðuna av Hotel Tórshavn. Hann fer at daga upp vestaru megin Vaglið, har sum Brell er í dag. Hetta eru summi sera ónøgd við. Argumentini eru ymisk, men eitt nú verður ávarað ímóti at enda sum Ísland, har ferðafólkaídnaðurin hevur yvirtikið eitt nú miðbýin í Reykjavík. Eisini verður tosað um, at avgerðin ikki hongur serliga væl saman við avgerðini um at Tórsgøta skal vera mentanargøta í Havn.

Eg havi verið ein túr í miðbýnum í okkara høvuðstaði henda vakra vetrarmorgun og staðfest, at Havnin í nógvum er ein vakur býur. Hon fær illa verið annað, tá ljósið er so vakurt sum í morgun. Trafikalt kundi miðbýurin verið betri skipaður. Parkeringsplássini á Vaglinum eru eyðvitað neyðug, men vakurt sær tað ikki út. - Tað var forrestin eitt mær dámdi væl við byggilistarligu heildarætlanini, sum var frammi fyri nøkrum árum síðani; tankin um at gera ein stóran parkeringskjallara undir Vaglinum, men onkur helt, at hetta kundi skapa enn meira ferðslu í miðbýnum og tað kann vera nakað um tað.

vaglid1.jpg

Tað er jú tað við Vaglinum, at tað er okkara ráðhúspláss og parlamentpláss og alt møguligt fínt. Í mínum barndómi var tað ikki so øgiliga fínt. Har vóru pylsuvognar og kioskir og ein rúgva av ungum fólkum við síðum hári og kassabuksum - onkur við knallert, men eg haldi, at tann parturin av Vaglinum var meira sentralur enn hann er í dag. Posthúsið var eisini í síni tíð eitt týdningarmikið stað, har tú kundi fáa hvítar tundurkassar og V4-seðlar og mangt annað, sum er farið í søguna. 

Eitt er, at eg ógvuliga treyðugt vil vera týdningarmikil støð sum Brell ella Fish & Chips fyriuttan, men byggilistarliga haldi eg altso ikki, at vit missa tað stóra, um barakkendi bygningurin verður tikin niður. Og er tað so ótolandi løgið at hava eitt hotel á einum so mikið sentralum stað í høvuðstaðnum? Eg ivist í tí. Í flestu øðrum býum eru hotel í miðbýnum - jú fínari og dýrari, tess nærri hotellið er statt ráðhúsplássinum. Eg hugsi, at spurningurin fyrst og fremst er byggilistarligur og eg má siga, at eg sakni, at byggilistarligir serfrøðingar viðgera málið alment. Í og við, at málið er samtykt, má eg ganga út frá, at býararkitekturin, Birita Wardum, hevur verið ráðgevari. Hvat metti hon um hetta inntrivið í býarrúminum? Tá hon var sett í starvið sum býararkitektur, stóð soljóðandi skriv á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu: "Birita Wardum sigur, at tað at Tórshavnar kommuna vil hava ein býararkitekt í starvi er tekin um, at kommunan raðfestir arkitektur sum ein faktor til vøkstur og trivna í kommununi. Tað er eingin ivi um, at góður arkitekturur er við til at økja um okkara lívsdygd. Tað er eingin ivi um, at arkitekturur kann vera ein drívmegi til menning, tað sæst í nógvum býum kring okkum. - Mín fatan er, at tað er ikki motiverandi fyri eina býarskipanardeild bara at arbeiða eftir politiskum boðum, tí er tað mín hugsan, at býarskipanardeildin framyvir skal vera frammanfyri politisku skipanina. Planleggingin eigur at vera væl frammanfyri, soleiðis at fakliga planleggingin av býnum verður tað stýrandi amboðið í menningini av kommununi. Vit hava eina góða rammu at arbeiða innanfyri í kommunuætlanini. Her hugsi eg, at tá politiskur vilji og fíggjarlig orka einaferð er til at fremja øll hesi mongu mál, so eiga vit longu at hava ætlaninar klárar...".

Arkitektarnir munu hava eina hóming av hvat tað merkir fyri býarrúmið, at seta ein stóran hotelbygning á ætlaða staðið, og tessvegna hevði tað verið gott at hoyrt eina lýsing av málinum frá Arkitektafelagnum og limum tess. Sjálv fekk eg tann tanka, meðan eg skoðaði út yvir Havnar bý í morgun, at tað, sum Havnin hevur framum nógvar aðrar býir, er luft, ljós, gras og hav. Luftin er frísk og meðan tú gongur í býnum og snarar um eitt horn onkrastaðni, so opinberar seg í heilum framúrskarandi vøkur útsýni. Mær dámar so væl fjølbroytnið í tí tú flytir teg eftir smølum gøtum og so tey vøkru panorama-útsýnini. Um tú til dømis spákar oman eftir Tinghúsvegnum og snarar til høgru við Tinghúsið, so sært tú alt fyri eitt omanyvir Vaglið, Gamla Bókhandil, Býráðshúsini, Skoytuvøllin, tað er vakurt, men tú fært eisini eitt flott sýni yvir ein part av vesturbýnum við Vesturkirkjuni m.a. Útsýnið hevur stóran týdning og tað, sum fyri okkum eru sjálvsagir lutir: ljós, luft og náttúra er hámett og eftirstundað í býum aðrastaðni í heiminum, tí haldi eg, at vit fyrst og fremst mugu taka umhvørvisatlit. Meðan vit bíða eftir arkitektunum, eru her nakrar myndir frá okkara deiligu Havn. 

25488952_10215376671833017_671672388_n.jpg
25463711_10215376672073023_1425724586_n.jpg
25465931_10215376672153025_810312329_n.jpg
25437387_10215376672193026_645228281_n.jpg

 

 

 

Listafólkaløn til yrkislistina

yrkislist.jpg

Nú jólafriðurin so spakuliga er í ferð við at leggja seg um landið og øll okkum, sum munu vera meira og minni útkoyrd av at ímynda okkum ta tilstundandi neyðina og elendigheitina hjá línumonnum og reiðarum, kann staðfestast, at nógv minni rok hevur verið burturúr eini annars nokk so týdningarmiklari broyting av mátanum, landið lønar sínum listafólkum.

Í gjár varð kunngerð nr. 156 um Listafólkalønir nevniliga sett í gildi og hervið er sjøtul settur á eina gongd innan almennar listaíløgur, sum fer at skilja millum áhugalist og yrkislist - tað er uppá tíðina! Endamálið við listafólkalønunum verður sagt at vera eitt ynski um at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stórur dentur verður lagdur á listaliga fakligheit bæði millum umsøkjarar, men eisini í nevndini, sum skal viðgera umsóknirnar, og sum skal kunna venda sær til faknevndir, ið skulu gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. 

§ 1

Í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verða gjørdar hesar broytingar:

1.    § 1, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:

“Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey í § 1 í løgtingslógini nevndu endamál, undir hesum starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum og stuðul til ymiskar verkætlanir.

Stk. 2. Mentanargrunnur Landsins kann harumframt eftir umsókn stuðla bókaútgávur og tónleikaútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum.“

2.    Í § 2, stk. 1 verður “í undirvísingar- og mentamálum“ strikað.

3.    Í § 4, stk. 2 verður “løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins” broytt til: “løgtingslógini”.

4.    § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis:

1)    Ein starvsløn galdandi í 3 ár.

2)    Tvær starvslønir galdandi í 1 ár.

3)    Starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.”

 

5.    Aftan á § 4 verður sett:

“Listafólkaløn

§ 4 a. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár.

Stk. 2. Listafólkalønir verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara.

Stk. 3. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. Faknevndirnar skulu verða mannaðar við útbúnum fakfólkum innan ávísu listaøkini.

Stk. 4. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.

Stk. 5. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.”

6.    § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga. Íverksetanarstuðulin kann nýtast til tilfar, leigu av atelier, námsferðir, livikostnaði o.tíl.”

7.    Í § 6, stk. 2 verður “løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins” broytt til: “løgtingslógini”.

8.    § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Stuðulsmóttakari skal lata nevndini fyri Mentanargrunnin roknskap og frágreiðing, eftir at tiltakið er av, tó í seinasta lagi 1. apríl árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn.”

9.    Í § 7, stk. 3 verður “Starvslønarmóttakarin skal” broytt til: “Tey, sum fáa starvsløn ella listafólkaløn skulu”.

10.  Í § 7, stk. 4 verður “starvslønarmóttakari” broytt til: “tann, sum fær starvsløn ella listafólkaløn”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Mentamálaráðið, 12. desember 2017

Rigmor Dam (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

Myndaódnin 2017

fb467e8d-cd92-4657-8631-311b41999fac.jpg

Fríggjadagin 8.des. læt Myndaódnin 2017 upp í Steinprenti. Sjálvt um veðrið var ringt, vóru nógv fólk til upplatingina og fleiri ognaðu sær eitt gávuprent frá Steinbrá. Í ár er tað Hanni Bjartalíð, sum hevur gjørt gávuprentini. Tey eru væl eydnað og fólk tóktust væl nøgd. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum, sum Jan Andersson tók. Framsýningin er opin hetta til jóla. 

IMG_4918 (1) (1).jpeg
julie2.jpg
IMG_4909 (1) (1).jpeg
IMG_4924 (1).jpeg
IMG_4921 (1) (1).jpeg
IMG_4926 (1) (1).jpeg
IMG_20171205_151810.jpg
IMG_4912 (1).jpeg
IMG_4730.jpeg
IMG_4913 (1).jpeg
IMG_4914 (1).jpeg
IMG_4604.jpeg

Julie Sass i Steinprent

julie1.jpg

I fredags åbnede udstillingen Billedstorm 2017 i Steinprent i Tórshavn med et lille udvalg af de mange værker, der er skabt på Færøernes Grafiske Værksted i år. Mere om udstillingsåbningen samt billeder derfra kommer her på hjemmesiden i morgen.

julie2.jpg

De allernyeste værker på udstillingen har Julie Sass lavet i sidste uge ganske kort før åbningen; det er tre monumentale, nonfigurative kompositioner, der forekommer såvel afklarede som komplekse med flere lag af strukturer, farver og strøg. Det maleriske udtryk i billederne forekommer nærmest heftigt, samtidig som Julie Sass formår at holde væsentlige dele af billedfladen ren. Resultatet er et triptykon med et udpræget åbent, flydende, dynamisk præg og med spor af det grafiske forløb, som de tre værker har været igennem. De grafiske processer er i det hele taget grundlæggende, når Julie Sass arbejder med litografi. Teknikkens righoldige muligheder fascinerer hende og for hvert arbejdsophold i Steinprent udvides grænserne. Denne gang har Julie Sass i sin søgen efter visse effekter bl.a. kombineret den litografiske metode med træsnit med ønsket resultat.

Sammen med litograf Jan Andersson, Fríða Matras Brekku og Magnus Andersson har Julie Sass nået utrolig meget i løbet af de fjorten dage, hun har arbejdet på værkstedet i denne omgang, og i går aftes var et prøvetryk klart af en originalgrafisk bog, betitlet Lemon Mood. Det er en virkelig smuk kunstbog, der helt håndgribeligt demonstrerer sin skabers fokus på proces. Ud over nogle korte, poetiske tekster, som Julie selv har skrevet, indeholder bogen femten heliografier med nonfigurative formationer, der er trykt på koloreret papir og samlet i forløb. Formationerne synes placeret med vægt på en procesorienteret helhedsoplevelse, der forekommer rytmisk og flydende. Min egen oplevelse af bogen var ganske kort - men gav mig forventningens glæde. Bogen udgives i 2018.

IMG_4816 (1).jpg
24909817_10155999366848140_7758955844889516419_n.jpg

Litrík myndaódn í Steinprent

Silja Strøm

Silja Strøm

Fríggjadagin 8.desember klokkan 16 verður eitt av ársins hugnaligastu listatiltøkum, tí tá letur ársins Myndaódn upp í Steinprenti. Grafikkfelagið, Steinbrá bjóðar gløgg og høvið verður hjá limum at kjósa sær ársins gávuprent burtur úr fínu myndunum, sum Hanni Bjartalíð gjørdi fyri kortum. Talan er um fýra sera litrík prent. Myndevnið er figurativt; tað eru røðir av fløskum, sum vit eisini hava sæð sama listamann málað á træ, men viðgerðin er abstrakt og grafisk. 

Julie Sass

Julie Sass

Tey feskastu verkini á hesari framsýningini, gjørdi danska listakvinnan Julie Sass í vikuni. Tær tríggjar monumentalu, abstraktu prentmyndirnar tykjast um somu tíð avkláraðar og rættiliga kompleksar við nógvum fláum av strukturum, litum og strokum, løddar av dynamiskum tómleika. Í einum viðtali hevur listakvinnan lýst síni viðurskifti við steinprent soleiðis: “Tað er okkurt við litografisku mannagongdini, sum hugtekur meg og sum hevur hugtikið meg síðan eg upplivdi hana á fyrsta sinni. Á ein ella annan hátt tykist henda mannagondin sampakka við míni listarligu endamál og hugsanir. Tá eg sá Fríðu Matras Brekku standa og slípa steinarnar, gjørdist eg hugtikin av tí mynstrinum, sum sjálv slípingin við slípievninum (carborundum) hevur við sær á steininum. Eg avgjørdi at slípa ein form burtur og at varðveita sporini av sjálvari burturslípingini sum grund í prentinum...”. Julie Sass hevur aftur hesa ferð gjørt fleiri nýggjar uppdagingar í sambandi við ta prentlistarligu prosessina; prentini hesa ferð eru úrslitið av bæði steinprenti og træprenti.

Myndaódnin verður aftur í ár ein sannur samanvavstur av listaverkum sum dømi uppá eitt sindur av tí nógva, sum er framleitt í Steinprenti í ár. Hansina Iversen, sum inntil 7.januar er við á bólkaframsýningini á Sophienholm, Seeing the unseen, er við á Myndaódnini. Hon er bæði málari og grafisk listakvinna og ein vegari í føroyskari list, sum javnt og samt rannsóknar møguleikarnar innan nonfigurativt myndamál. Silja Strøm arbeiðir figurativt og hevur gjørt nakrar fínar prentmyndir í klárum, ljómandi grundlitum. Ein lítil partur av framsýningini verður til minnis um listafólk, sum eru farin. Jan Andersson hevur arbeitt nógv saman við svenska listamanninum, Jonny Forsström, sum doyði í vár. Tríggjar av hansara litføgru myndum verða við á myndaódnini, umframt eitt prent hjá danska listamanninum, Henrik Have (1946-2014).

Øll eru vælkomin til Myndaódnina, eins og øllum býðst høvið at gerast limur í Steinbrá. Tað kostar 500 krónur fyri einstaklingar og fyri hetta fáa limirnir á hvørjum ári eitt grafiskt dygdarlistaverk.

MYNDAÓDNIN 2017: Hanni Bjartalíð, Julie Sass, Hansina Iversen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, Erik Heide, Marius Olsen, Anker Mortensen, Tóroddur Poulsen, Jonny Forsström og Henrik Have.

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Carl Jóhan Jensen 60

ccj2nov17.jpg

Fotomyndin er ein sjálvsskuggamynd hjá føðingardagsbarninum

Í dag fyllir rithøvundurin Carl Jóhan Jensen 60 ár og dagurin verður hildin við symposium í dag og bókamóttøku í morgin. Hann sæst betur í myrkri og summi halda hann vera nóg so obskuran, men tey flestu eru samd í, at Carl Jóhan Jensen er í einum flokki fyri seg sjálvan sum rithøvundur, yrkjari, yrkingaperformari, flaggdagsrøðari, ummælari og kreativur speiari. Hetta fara eg og fleiri onnur at siga meira um í Læraraskúlahøllini í dag og í Reinsarínum í morgin. Fyribils bara nakrar reglur úr einum yrkingasavni - ein freistandi, tivandi aperitiffur áðrenn fyrilestrarnir og røðurnar. 


á tín hvepni látur, sum tvinnar saman
sterkan hug við skyld, ið slær gjøgnum hjartað
og hygg, sum eitt meingi av hálvvorðnum flugum
vaknar mín tunga

 

Skaldsøgur

1979 – Seinnapartur

1995 – Rúm

2005 – Ó – Søgur um djevulskap,2010 – U-, historier om djevelskap. Det Norske Samlaget.

2014 - Eg síggi teg betur í myrkri

2017 SÆR ein fuglabók av gloymsku

 

Yrkingar

1977 – Yrkingar

1982 – Skríggj, Mentunargrunnur studentafelagsins.

1984 – Messa á kvøldi og fram undir morgun, Mentunargrunnur studentafelagsins.

1990 – Hvørkiskyn, Mentunargrunnar Studentafelagsins

1997 – Tímar og rek, Mentunargrunnur studentafelagsins.

2006 – September í bjørkum sum kanska eru bláar

2017 - Gestur millum tíðir/ Gæst imellem tider

 

Ritroyndir

2000 – Mentir og mentaskapur

 

Virðislønir, tilnevningar o.a.

1989, 2006 og 2015 – M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir

1991, 1998, 2008 og 2016 tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

2011 Eitt ára starvsløn frá Mentanargrunninum

 

cjj.jpg

Tiltakið í Læraraskúlahøllini er í dag frá klokkan 14-17.

Skrá

Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini Carl Jóhan Jensen – hugmyndin birtist í viljanum

Tónleikur: KATA framførir

Fyrilestrar og kvøður:
Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs ber fram kvøðu

Sunleif Rasmussen, námslektari á Námsvísindadeildini: Musikaliteturin hjá Carl Jóhan Jensen

Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini: Viðgerð av skaldsøguni: ”Bókin um tað góða”

Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur ber fram kvøðu

Carl Jóhan Jensen lesur upp úr egnum tekstum

24210206_1984269148254929_3429212749309921295_o.jpg

Tiltakið á Reinsarínum er í morgin klokkan fýra:

Fyrsta sunnudag í advent kl. 16 geva Orð og tónar eitt eykanummar á Reinsarínum. Eitt eykanummar við hugstimbrandi røðum, tónleiki og løgi. Vit bjóða í føðingardag og til framløgudag í einum sveipi.

Høvið er, at Carl Johan Jensen, sum í mong Harrans ár á sín spaklynda hátt hevur sett dám á føroyska mentanarlívið, fyllir 60 ár og gevur nýggja skaldsøgu út í sama viðfangi.

Nú eru 12 ár eru liðin, síðan nógv umrødda bókin "Ó- søgur um djevulsskap" kom út. Frægasta verk, ið skrivað var, síðan William Heinesen legði pennin frá sær. Segði skaldið tá. Og hægri tindar klívur skald ikki. MEN betri enn hesa SÆR føroyski bókmentaheimurin ikki í ár, lovar skaldið nú.

Spáka oman á Reinsaríið sunnudagin og hugna tær saman við Carl Johan Jensen. Millum teirra, ið fara at hátíðarhalda Carl Johan, eru Gunvør Balle, Mattias Kapnas, Kinna Poulsen, Tórbjørn Jacobsen og Sissal Kampmann.

 

Ársins gávuprent frá Steinbrá eru klár

24068242_812634552251479_1529521034930130341_n.jpg

Hanni Bjartalíð hevur signerað ársins gávuprent, ið eru úr hesum bunkanum. Tað eru fjálgar og dekorativar myndir av fløskum í nógvum ymiskum litum, sum limir í Steinbrá kunnu fáa fríggjadagin 8.des, tá Myndaódnin 2017 letur upp.

Nýggir limir eru hjartans vælkomnir. Steinbrá er eitt áhugafelag, sum stuðlar grafiska verkstaðnum, Steinprenti. Treytirnar fyri limaskapi eru framhaldandi sera einfaldar; at tú rindar 500 krónur um árið (2000,- fyri limaskap hjá feløgum). Fyri hesa upphædd fær mann eitt dygdarverk, umframt innbjóðingar til ymiskt spennandi, sum gongur fyri seg í Steinprenti millum ár og dag. 

Aðalfundur felagsins verður fríggjadagin 8. desember kl. 15 í Steinprenti. Ársins gávuprent koma út sama dag kl. 16, tá letur ársins grafikkframsýning – MYNDAÓDN 2017 – eisini upp. Sum vant verður borðreitt við gløggi. Ársins gávuprent hevur Hanni Bjartalíð gjørt. Tey eru sera væl eydnað, litrík og dekorativ, so vit hava øll okkurt at gleða okkum til. Vinaliga takið kvittan fyri goldið limagjald við, tá tit koma eftir gávuprentinum. Tað lættir munandi um.

 

Carl Jóhan Jensen fagnaður

carli.jpg

Leygardagin 2.desember fyllir Carl Jóhan Jensen, rithøvundur 60 ár. Í sambandi við føðingardagin heiðrar Fróðskaparsetur Føroya skaldið við einum symposium í auluni á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, har skaldskapar hansara verður umrøddur og kvøður verða bornar fram. Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, heldur høvuðsfyrilestur um skaldskap Carl Jóhans við heitinum: Carl Jóhan Jensen - hugmyndin birtist í viljanum. Rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen fer at bera fram kvøðu. Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, heilsar høvundinum við viðgerð av skaldsøguni: ”Bókin um tað góða”. Upplestur og tónleikur verða eisini á skánni. Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er, at tiltakið endar í seinasta lagi kl. 17. Tiltakið er opið fyri almenninginum og øll eru hjartaliga væl komin.

Sunnudagin verður Carl Jóhan aftur fagnaður. Tá er tað Sprotin, sum skipar fyri móttøku í sambandi við, at nýggja skaldsøgan Sær/ ein fuglabók av gloymsku kemur út. Hetta tiltakið, ið verður á Reinsarínum 3.des klokkan 16, verður somuleiðis alment. Tá verður viðtal við Carl Jóhan, og harumframt røða Tórbjørn Jacobsen og Kinna Poulsen.

sr.jpg

Sær/ein fuglabók av gloymsku

Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni? Tað er spurningurin í hesi bók. Uppvaksin í Brekkugøtu í Havn um miðja farnu øld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum, setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni. Avgjørd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Føroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo. Tíggju ár seinni í august 1968, í skugganum av sovjetisku innrásini í Kekkoslovakia,  er kvinnan aftur stødd í Havn í ørindum fyri eitt danskt blað. Hon skal skriva um ein mann úr síni fortíð, sum, hóast myndugleikarnir siga annað, kanska er myrdur umborð á einum línubáti. Havnin liggur blindmyrk í mjørka og í andvekri eina langa nátt á einum hotelli við Kongabrúnna ger kvinnan upp við tað farna og tað farandi og tað fær avleiðingar fyri framtíðina. Sær/ ein fuglabók av gloymsku er ein skaldsøga, sum leitar órógvandi djúpt aftur um viðtiknar hugmyndir av føroyskum samleika.

Portrettmyndina tók Jan Andersson í Steinprenti av Carl Jóhan Jensen framman fyri list hjá Tróndi Patursson og Hanna Bjartalíð

Vencil 18. er komin

24008667_10214966280974073_1591213818_n.jpg

Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur í handlarnar.

Hetta er ellivta árið, ið Vencil verður givin út, og í ár kemur tann 18. Vencilin í røðini.

18. Vencilin er líkur teimum undanfarnu. Hann er fyltur út til breddarnar við góðum skaldskapi á føroyskum. Hesin Vencilin hevur tvey tekstasløg: yrkingar og stuttsøgur. Yrkingarnar eru týddar úr ymiskum málum, og fleiri upprunaføroyskar eru eisini. Alexandur Kristiansen, Agnar Jógvansson, Beinir Bergsson, Heðin M. Klein, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Martin Næs og Rakel Helmsdal hava skrivað yrkingarnar á upprunaføroyskum, og tær týddu yrkingarnar eru eftir Steinn Steinarr, Ron Padgett, Anne Haines og Lope de Vega.

Vagnur Streymoy, Anna Sofía Jørgensen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Emma Annika Thomsen, Vónbjørt Vang, Sámal Soll og Súsanna Tórgarð hava skrivað stuttsøgurnar á upprunaføroyskum, og týddu søgurnar eru eftir Willy Kyrklund, Charlotte Perkins Gilman, Ebbu Hentze, Charlotte Weitze og E.M. Forster. Tveir debutantar eru við. Teir eru Emma Annika Thomsen og Anna Sofía Jørgensen.

Permuna til 18. Vencilin hevur Torbjørn Olsen málað. Hon varð málað í 1994, og varð hon málað til stuttsøguna eftir Ebbu Hentze, sum eitur ”Trappan hjá Robertson”. Tað er Laura Joensen, sum hevur týtt søguna til Vencil.

Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Tá verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin.

Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur úr Vencli 18. verður eisini.

Um onkur vil halda Vencil og fáa hann í postkassan eina ferð um árið, so kann viðkomandi senda ein teldupost til vencil@vencil.fo. Vencil kostar í haldi 160 krónur + post- og avgreiðslugjald.