Meðan vit bíða eftir arkitektunum
/Sambært Degi og Viku 15.des hevur Tórshavnar býráð samtykt, at Hotel Tórshavn kann byggja ein bygning aftrat, soleiðis at hotellið fær 40 tvíkømur afturat í 2020. Ætlanin er at byggja henda bygningin í Tórsgøtu við síðuna av Hotel Tórshavn. Hann fer at daga upp vestaru megin Vaglið, har sum Brell er í dag. Hetta eru summi sera ónøgd við. Argumentini eru ymisk, men eitt nú verður ávarað ímóti at enda sum Ísland, har ferðafólkaídnaðurin hevur yvirtikið eitt nú miðbýin í Reykjavík. Eisini verður tosað um, at avgerðin ikki hongur serliga væl saman við avgerðini um at Tórsgøta skal vera mentanargøta í Havn.
Eg havi verið ein túr í miðbýnum í okkara høvuðstaði henda vakra vetrarmorgun og staðfest, at Havnin í nógvum er ein vakur býur. Hon fær illa verið annað, tá ljósið er so vakurt sum í morgun. Trafikalt kundi miðbýurin verið betri skipaður. Parkeringsplássini á Vaglinum eru eyðvitað neyðug, men vakurt sær tað ikki út. - Tað var forrestin eitt mær dámdi væl við byggilistarligu heildarætlanini, sum var frammi fyri nøkrum árum síðani; tankin um at gera ein stóran parkeringskjallara undir Vaglinum, men onkur helt, at hetta kundi skapa enn meira ferðslu í miðbýnum og tað kann vera nakað um tað.
Tað er jú tað við Vaglinum, at tað er okkara ráðhúspláss og parlamentpláss og alt møguligt fínt. Í mínum barndómi var tað ikki so øgiliga fínt. Har vóru pylsuvognar og kioskir og ein rúgva av ungum fólkum við síðum hári og kassabuksum - onkur við knallert, men eg haldi, at tann parturin av Vaglinum var meira sentralur enn hann er í dag. Posthúsið var eisini í síni tíð eitt týdningarmikið stað, har tú kundi fáa hvítar tundurkassar og V4-seðlar og mangt annað, sum er farið í søguna.
Eitt er, at eg ógvuliga treyðugt vil vera týdningarmikil støð sum Brell ella Fish & Chips fyriuttan, men byggilistarliga haldi eg altso ikki, at vit missa tað stóra, um barakkendi bygningurin verður tikin niður. Og er tað so ótolandi løgið at hava eitt hotel á einum so mikið sentralum stað í høvuðstaðnum? Eg ivist í tí. Í flestu øðrum býum eru hotel í miðbýnum - jú fínari og dýrari, tess nærri hotellið er statt ráðhúsplássinum. Eg hugsi, at spurningurin fyrst og fremst er byggilistarligur og eg má siga, at eg sakni, at byggilistarligir serfrøðingar viðgera málið alment. Í og við, at málið er samtykt, má eg ganga út frá, at býararkitekturin, Birita Wardum, hevur verið ráðgevari. Hvat metti hon um hetta inntrivið í býarrúminum? Tá hon var sett í starvið sum býararkitektur, stóð soljóðandi skriv á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu: "Birita Wardum sigur, at tað at Tórshavnar kommuna vil hava ein býararkitekt í starvi er tekin um, at kommunan raðfestir arkitektur sum ein faktor til vøkstur og trivna í kommununi. Tað er eingin ivi um, at góður arkitekturur er við til at økja um okkara lívsdygd. Tað er eingin ivi um, at arkitekturur kann vera ein drívmegi til menning, tað sæst í nógvum býum kring okkum. - Mín fatan er, at tað er ikki motiverandi fyri eina býarskipanardeild bara at arbeiða eftir politiskum boðum, tí er tað mín hugsan, at býarskipanardeildin framyvir skal vera frammanfyri politisku skipanina. Planleggingin eigur at vera væl frammanfyri, soleiðis at fakliga planleggingin av býnum verður tað stýrandi amboðið í menningini av kommununi. Vit hava eina góða rammu at arbeiða innanfyri í kommunuætlanini. Her hugsi eg, at tá politiskur vilji og fíggjarlig orka einaferð er til at fremja øll hesi mongu mál, so eiga vit longu at hava ætlaninar klárar...".
Arkitektarnir munu hava eina hóming av hvat tað merkir fyri býarrúmið, at seta ein stóran hotelbygning á ætlaða staðið, og tessvegna hevði tað verið gott at hoyrt eina lýsing av málinum frá Arkitektafelagnum og limum tess. Sjálv fekk eg tann tanka, meðan eg skoðaði út yvir Havnar bý í morgun, at tað, sum Havnin hevur framum nógvar aðrar býir, er luft, ljós, gras og hav. Luftin er frísk og meðan tú gongur í býnum og snarar um eitt horn onkrastaðni, so opinberar seg í heilum framúrskarandi vøkur útsýni. Mær dámar so væl fjølbroytnið í tí tú flytir teg eftir smølum gøtum og so tey vøkru panorama-útsýnini. Um tú til dømis spákar oman eftir Tinghúsvegnum og snarar til høgru við Tinghúsið, so sært tú alt fyri eitt omanyvir Vaglið, Gamla Bókhandil, Býráðshúsini, Skoytuvøllin, tað er vakurt, men tú fært eisini eitt flott sýni yvir ein part av vesturbýnum við Vesturkirkjuni m.a. Útsýnið hevur stóran týdning og tað, sum fyri okkum eru sjálvsagir lutir: ljós, luft og náttúra er hámett og eftirstundað í býum aðrastaðni í heiminum, tí haldi eg, at vit fyrst og fremst mugu taka umhvørvisatlit. Meðan vit bíða eftir arkitektunum, eru her nakrar myndir frá okkara deiligu Havn.