Ein svartur kassi aftrat í høvuðstaðnum

politistation-thorshavn_ny_janaur-2018.jpg

Svartir kassar er nakað, vit sambinda við vanlukkur. Tað verður leitað eftir svørtum kassum, tí í teimum býr svarið um orsakirnar til vanlukkurnar. Men ikki allir svartir kassar hava sama upplýsandi og sissandi árin.

Nógv kjak hevur verið hesar seinastu dagarnar um nýggju løgreglustøðina í Havn, sum mynd var av í miðlunum nú ein dagin. Hetta vísti seg at vera ein skeiv mynd, men sjálvt um myndin nú er rættað, tykist enn ónøgd valda um bygningin. Lat okkum fyrst hyggja at ónøgdini og síðani at bygninginum.

Eitt fongsul?

Fleiri halda bastanta, afturlætna bygningin minna um eitt fongsul – til tað er at siga, at tað hevði ikki verið so galið, um talan í roynd og veru var um eitt fongsul. Vit eru millum heimsins ríkastu lond, men enn í 2018 senda vit okkara kriminellu av landinum júst sum vit fyrr i tíðini sendu tey, sum manglaðu eitt bein ella á annan hátt bóru brek, til Danmarkar. Tað var blóðskeivt tá í tíðini og í dag er tað púra óskiljandi.

Illvilji móti danskarum

Eitt annað undrunarvert í hesum sambandi er stóri illviljin móti danskarum, sum m.a. sæst á viðmerkingunum á netinum til ta nýggju politistøðina. Fólk ilskast um politistøðina, sum verður hildin at vera óføroysk og eitt danskt monstur, kolonialur arkitekturur, og ein skrivar: “Danir hata jú føroyingar, so at ein danskur arkitektur kemur við einari slíkari tekning, undrar meg slettis ikki”. - Tað er í og fyri seg áhugavert, at so nógv fólk halda seg halda danskan arkitektur vera ljótari enn føroyskan arkitektur - teir allarflestu av føroysku arkitektunum eru hóast alt útbúnir á danska akademinum, men hugburðurin tykist serliga løgin, tá hugsað verður um, at hetta svarta húsið estetiskt rakar beint á ein serstakan stíl, sum hevur breitt seg sum ein grá- og svartmálað stovnspest um høvuðsstaðin. 

Opinleiki

Í ætlanum hjá donsku løgregluni fyri hvussu stovnurin skal rekast er opinleiki eitt lyklaorð. Løgreglan skal virka fyri tryggleika, trygd, friði og ordan í samfelagnum. Í stuttum skal løgreglan tryggja, at landsins lógvir verða fylgdar og at tey, sum bróta tær, verða rættarsøkt. Men harumframt er løgreglan ein modernaður servicefyritøka, sum skal vegleiða, virka kriminalpreventivt, útskriva pass og onnur skjøl osfr. “Politiet er derfor også en moderne servicevirksomhed, der forsøger at være åben, imødekommende og i dialog med borgerne. En sådan åbenhed er nemlig afgørende for, at borgerne kan bevare den tillid til politiet, som er nødvendig for, at politiet kan udføre sit arbejde...”.

Samanborið við aðrar bygningar, t.d. tann bygningin, har løgreglan húsast í løtuni Yviri við strond, er hesin nýggi bygningurin á Húsabrúgv ikki skelkandi ljótur sum so. Men ein relevantur spurningur er hvørt nýggi bygningurin harmonerar við visiónunum hjá løgregluni – signalerar bygningurin blíðskap, beinasemi og opinleika? Tað haldi eg ikki.

 

FAKTA

Bestiller

Rigspolitiet

Kunde

Færøernes Politi

Rådgiver

Arkitektfirmaet Kent Pedersen

Ingeniør

Ingeniørfirmaet LBF og PB Consult

Budget

110 mio. kr.

Areal

3126 m2

I brug

2019

BIG: Politistøð í New York

BIG: Politistøð í New York

Í Hobro eru tey fegin um nýggju politistøðina. Myndin her omanfyri er frá inngongdini til støðina í Hobro. Myndin ovast er frá R.C.Effersøesgøtu, haðani bygningurin sær afturlatin út. Møguliga er støðan ein onnur, um vit síggja bygningin hinumegin.