Listafólkaløn til yrkislistina

yrkislist.jpg

Nú jólafriðurin so spakuliga er í ferð við at leggja seg um landið og øll okkum, sum munu vera meira og minni útkoyrd av at ímynda okkum ta tilstundandi neyðina og elendigheitina hjá línumonnum og reiðarum, kann staðfestast, at nógv minni rok hevur verið burturúr eini annars nokk so týdningarmiklari broyting av mátanum, landið lønar sínum listafólkum.

Í gjár varð kunngerð nr. 156 um Listafólkalønir nevniliga sett í gildi og hervið er sjøtul settur á eina gongd innan almennar listaíløgur, sum fer at skilja millum áhugalist og yrkislist - tað er uppá tíðina! Endamálið við listafólkalønunum verður sagt at vera eitt ynski um at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stórur dentur verður lagdur á listaliga fakligheit bæði millum umsøkjarar, men eisini í nevndini, sum skal viðgera umsóknirnar, og sum skal kunna venda sær til faknevndir, ið skulu gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. 

§ 1

Í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verða gjørdar hesar broytingar:

1.    § 1, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:

“Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey í § 1 í løgtingslógini nevndu endamál, undir hesum starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum og stuðul til ymiskar verkætlanir.

Stk. 2. Mentanargrunnur Landsins kann harumframt eftir umsókn stuðla bókaútgávur og tónleikaútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum.“

2.    Í § 2, stk. 1 verður “í undirvísingar- og mentamálum“ strikað.

3.    Í § 4, stk. 2 verður “løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins” broytt til: “løgtingslógini”.

4.    § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis:

1)    Ein starvsløn galdandi í 3 ár.

2)    Tvær starvslønir galdandi í 1 ár.

3)    Starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.”

 

5.    Aftan á § 4 verður sett:

“Listafólkaløn

§ 4 a. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár.

Stk. 2. Listafólkalønir verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara.

Stk. 3. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. Faknevndirnar skulu verða mannaðar við útbúnum fakfólkum innan ávísu listaøkini.

Stk. 4. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.

Stk. 5. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.”

6.    § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga. Íverksetanarstuðulin kann nýtast til tilfar, leigu av atelier, námsferðir, livikostnaði o.tíl.”

7.    Í § 6, stk. 2 verður “løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins” broytt til: “løgtingslógini”.

8.    § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Stuðulsmóttakari skal lata nevndini fyri Mentanargrunnin roknskap og frágreiðing, eftir at tiltakið er av, tó í seinasta lagi 1. apríl árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn.”

9.    Í § 7, stk. 3 verður “Starvslønarmóttakarin skal” broytt til: “Tey, sum fáa starvsløn ella listafólkaløn skulu”.

10.  Í § 7, stk. 4 verður “starvslønarmóttakari” broytt til: “tann, sum fær starvsløn ella listafólkaløn”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Mentamálaráðið, 12. desember 2017

Rigmor Dam (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)