Carl Jóhan Jensen fagnaður

carli.jpg

Leygardagin 2.desember fyllir Carl Jóhan Jensen, rithøvundur 60 ár. Í sambandi við føðingardagin heiðrar Fróðskaparsetur Føroya skaldið við einum symposium í auluni á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, har skaldskapar hansara verður umrøddur og kvøður verða bornar fram. Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, heldur høvuðsfyrilestur um skaldskap Carl Jóhans við heitinum: Carl Jóhan Jensen - hugmyndin birtist í viljanum. Rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen fer at bera fram kvøðu. Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, heilsar høvundinum við viðgerð av skaldsøguni: ”Bókin um tað góða”. Upplestur og tónleikur verða eisini á skánni. Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er, at tiltakið endar í seinasta lagi kl. 17. Tiltakið er opið fyri almenninginum og øll eru hjartaliga væl komin.

Sunnudagin verður Carl Jóhan aftur fagnaður. Tá er tað Sprotin, sum skipar fyri móttøku í sambandi við, at nýggja skaldsøgan Sær/ ein fuglabók av gloymsku kemur út. Hetta tiltakið, ið verður á Reinsarínum 3.des klokkan 16, verður somuleiðis alment. Tá verður viðtal við Carl Jóhan, og harumframt røða Tórbjørn Jacobsen og Kinna Poulsen.

sr.jpg

Sær/ein fuglabók av gloymsku

Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni? Tað er spurningurin í hesi bók. Uppvaksin í Brekkugøtu í Havn um miðja farnu øld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum, setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni. Avgjørd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Føroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo. Tíggju ár seinni í august 1968, í skugganum av sovjetisku innrásini í Kekkoslovakia,  er kvinnan aftur stødd í Havn í ørindum fyri eitt danskt blað. Hon skal skriva um ein mann úr síni fortíð, sum, hóast myndugleikarnir siga annað, kanska er myrdur umborð á einum línubáti. Havnin liggur blindmyrk í mjørka og í andvekri eina langa nátt á einum hotelli við Kongabrúnna ger kvinnan upp við tað farna og tað farandi og tað fær avleiðingar fyri framtíðina. Sær/ ein fuglabók av gloymsku er ein skaldsøga, sum leitar órógvandi djúpt aftur um viðtiknar hugmyndir av føroyskum samleika.

Portrettmyndina tók Jan Andersson í Steinprenti av Carl Jóhan Jensen framman fyri list hjá Tróndi Patursson og Hanna Bjartalíð