Í kvøld verður nýggja mentanarsendingin í sjónvarpinum send á fyrsta sinni. Hon eitur LYST og varar í sekstan minuttir - so hon er ikki drúgv, men tað ger minni um hon bert er konsentrerað, forvitin, kritisk við fakligari dýpd og tað haldi eg, at LYST er. Týdningarmestur er títtleikin, og LYST kemur HVØRT fríggjadag eftir Dag & Viku akkurát sum ordiligt. Tað er frálíkt og fyri neyðini.
Henda fyrsta sendingin hevur 3 evni á skránni; kitsch/list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari (við óvanliga góðum máloyra), sum spælir í Føroya Symfoniorkestri og vakra nýggja býráðshúsið í Gøtu. Kim Simonsen greiðir frá teirri truplu bileggingarlistini og frá hugtakinum kitsch, hann heldur ikki, at ein og hvør skal sleppa at seta upp standmyndir í stíl við Nykin. Sambært Jóhan Martini Christiansen mælir LISA til, at mann brúkar okkurt slag av fakligari ráðgeving í sambandi við uppseting av listaverkum í almenna rúminum. Hetta er alt skilagott og áhugavert at hoyra um og so er tað eitt serstakliga gott hugskot at fara út úr húsinum at gera mentanarsending. Kanska fara tey onkuntíð út at vitja listafólk, atelier og arbeiðsrúm kunnu vera ómetaliga spennandi.
Finnur Koba riggar væl sum sjáldsama óroksutur og miðvísur vertur, men hóast hann partvíst tekur leiklutin á seg at forsvara Nykin, so haldi eg, at sendingin hevði verið (enn) betri um hon vardi eitt sindur longri, um fleiri listasløg vóru umboðað og um t.d. okkurt umboð fyri tey, ið dámar og hava avgjørt at seta Nykin upp, eisini slapp framat. List er jú eitt samfelagsmál júst sum onnur samfelagsmál, og tí skal listin viðgerast á sama hátt bæði lystiliga og kritiskt frá øllum síðum.
Alt hevur sína tíð og beint nú er tíðin ikki til atfinningar, men til frøi um, at list loksins verður tikin í álvara í sjónvarpinum. Eg gleði meg til komandi fríggjakvøld.
http://kvf.fo/sending/lyst?sid=76430