Listaárið 2017
/Ásannandi, at mann aftur í ár megnaði ársins maraton av brúnari sós, hómast 2018 onkra staðni í regninum nú tað dagar fyri einum nýggjum og vónandi spennandi listaári.
Listaárið 2017 var sjáldsama hendingaríkt. Fyri mítt viðkomandi byrjaði listaárið 6,januar við einum braki av einari konsert hjá Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak, Høgna Lisberg, Halli Jonson og Turpin Napoleon Djurhuus í Sjónleikarhúsinum, tá vit trygt men við orku og nerv vórðu leidd gjøgnum universið hjá Eivør og hjá teimum kvinnuligu yrkjarunum, hvørs tekstir, hon hevur latið seg inspirerað av (Marjun S.Kjelnæs og Randi Ward). Har vóru nógvir av mínum yndissangum hjá Eivør, "Remember me", "Boxes" og "Rain" við K.D.Lang countrysligum kóri og mitt í rokanum var stilt og blátt og "Mjørkaflókar" og tað var sera rørandi, tá ljóðini og ljóðførini steðgaðu á eitt og eitt ísenn eins og ein stór, vøkur og væl smurd maskina, ið steðgar upp. - Eivør hevur longu prógvað, at tað var ein avgerð og íløga at avgera at veita henni 3 ára starvsløn úr Mentanargrunninum - vit gleða okkum til hennara komandi útgávur.
Mentanarvirðislønir landsins
25.januar vóru landsins mentanarvirðislønir handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Mentanarvirðisløn Landsins 2016 varð latin Rúna Brattaberg, operasangara. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi, og í grundgevingini fyri, at Rúni Brattaberg fekk heiðurin, var m.a. sagt: “Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni Brattaberg at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur, var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich. Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boðimest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.”
Heiðursgáva Landsins fyri 2016 var latin Steinprenti, við Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku. Í grundgevingin fyri heiðurin var m.a. sagt: “Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent. Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki. Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.”
Anna Malan Jógvansdóttir fekk virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Í grundgevingin fyri, at Anna Malan Jógvansdóttir, ekk Virðislønina til ungt listafólk, var m.a. sagt: “Í 2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv. Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar.”
Tvær listaframsýningar í februar
Í februar upplivdi eg framsýningina Infinity hjá Beintu av Reyni, tað var tíverri ikki nøkur góð uppliving fyri undirritaðu. Beinta av Reyni málar realistiskar myndir við surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Tað undrar meg, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin ikki er góð. Men tað sær út til, at Nils Ohrt, leiðari Listasavnsins dámar væl føroyska popplist – hetta sæst eisini á teirri føstu framsýningini í Listasavninum.
25.februar læt framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Steinprenti við málningum og grafikki. Ein ljós og litrík framsýning, har bæði spektrallitirnir og teir døkku, fjálgu jarðlitirnir vóru væl umboðaðir. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum
Listaflog
Í tíðindaskrivi boðaði Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá tann sonevndi Listaflog- stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember 2016, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth. Í 2017 var stuðulin latin fyri fyrstu ferð, inn komu 30 umsóknir, sum søktu um tilsamans 1,5 mió. krónur. Avgjørt var at stuðla verkætlan hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen Christiansen: “Talan er um eina verkætlan, har listaverk verða framleidd til høvið. Við at arbeiða beinleiðis á staðnum gerast listaverkini partur av, ella eitt, við rúmið. Staðspecifikk list er ikki er serliga kend í Føroyum. Ætlanin við at flyta listina úr atelierinum og inn í eina størri dimensjón er serstakliga áhugaverd . Eisini vekir samanrenningin millum hesi bæði dugnaligu listafólkini ans og gevur verkætlanini stórar menningarmøguleikar. Tí eru vit errin av at kunna geva Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hendan fyrsta Listaflog-stuðulin, sum skal vera við til at leggja lunnar undir hesa listaverkætlan soleiðis, at hon kann verða framd í verki.”
Luftig Várframsýning
Í apríl læt Várframsýningin í Listasavninum upp. Undirheitið á mínum ummæli var: Nógv luft - og eitt lítið sindur av kærleika, villskapi og sorgblídni. Í ár var framsýningin kuraterað av Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen. Í mínum ummæli fegnaðist eg m.a. um málningarnar hjá Jens Dam Ziska, tí tað er langt síðani, eg havi sæð nakað gott nýtt í føroyskum málaríi. Hetta er um somu tíð stýrt og vilt málarí, sum hongur á balkongini í einari dynamiskari installatión. Sambært úrvalsnevndini sendu 48 inn verk, meðan bara 12 sloppu við á framsýningina.
Í Klaksvík og í Havn
Í Klaksvík tykist góða gongdin halda fram. Umframt góðar serframsýningar, hava tey brúkt gamla posthúskjallaran til listarligt virksemi, til listaframsýning og til sjónleik og tað tykist rigga væl. Hópin av áskoðarum leitaðu sær til Klaksvíkar at síggja Eyð Matras í leiklutinum sum kona Luther, Katarina von Bora í hennara egna leiki Morguntjørnan yvir Wittenberg. Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vóru fleiri áhugaverdar framsýningar í 2017 við eitt nú feðgunum Brandi og Tróndi Patursson við málningum og glaslist hjá teimum, ein onnur við Zachariasi Heinesen, Torbirni Olsen og Andreasi Andreasen, ein við Bárði Jákupsson, ein við Arnold Vegghamar og ein einastandandi góð málningaframsýning hjá Anker Mortensen, ið var nakað av tí besta, eg upplivdi av føroyskari list í fjør. 6.mai læt framsýningin Víkin fagra hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti, sum eg sjálv kurateraði. Tað var Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sást aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal.
William Heinesen Myndlistamaður
Í summar var framsýningin William Heinesen Myndlistamaður í Listasavninum; ein relevant framsýning, har nógv verk í sær sjálvum mótprógvaðu eyðmjúka uppáhaldinum hjá Williami Heinesen um myndavirksemi sítt, at tað mest var til dagdvølju. Framsýningin inniheldur góð listaverk frá teimum ymsu periodunum hjá myndlistamanninum, Williami Heinesen, sum spegla áhugan fyri skiftandi modernaðum, europeiskum listarákum.
Her hingu romantiskar náttúrulýsingar og ævintýrkendar pastellmyndir, satiriskar persónslýsingar og dekorativar lýsingar av fólki og fæi í harmoni við umhvørvið. Meginparturin av verkunum vóru lænt og tískil máttu vit finna okkum í teimum øgiligu rammunum, sum tyngja summar myndir óneyðuga nógv. Harafturímóti var tað ein sonn fragd at síggja tær klippmyndirnar, sum vóru nýinnrammaðar við museumsglasi uttan afturskin. Uttan at vera darvaðar av skyggjandi glasi og yvirlessaðum rammum, sluppu hesar myndir at anda frítt og vísa, at tær halda sum listaverk í 2017. Hetta er til dømis galdandi fyri eitt høvuðsverk sum Njørður og Skaði; klippmyndin frá 1977 av fevningini millum tvey, sum sambært norrønari gudalæru giftust, men sum vóru ov ymisk til at kunna liva saman. Í myndini hjá Williami Heinesen er tað sum snýr allur heimurin seg um sameiningina millum hav- og fjallaveruna, sum eru avmyndað vinstrumegin miðjuna. Kring parið svimja havfrýr, fiskar, krabbar í einum skipaðum riðili av bláum og grønum formatiónum við reyðum, gráum og okkurlittum verum. Vit eru miðskeiðis í einari havhugmynd, sum snýr seg um lívsins uppruna.
Spor
19.mai læt framsýningin Spor hjá Jóhan Martini Christiansen upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Maria Bordorff helt upplatingarrøðuna og segði m.a: “....Da jeg for nyligt besøgte Jóhan i atelieret, sagde han, at de nye værker er mørkere end de andre. “De er måske ligefrem noget af det mest politiske, jeg har lavet” - citat Jóhan. Og det her med det politiske er jo noget, vi har talt om før, Jóhan og jeg. Hvornår er noget politisk? Det er et komplekst spørgsmål, som jeg ikke har tænkt mig at forsøge at svare på nu. Men hvis man skal pege på noget ved udstillingen her, som kunne understøtte en fornemmelse af, at noget politisk trænger sig på, så er det, at der er kommet nogle mere kropslige, mere kødelige værker til. Jeg tænker her især på de stumper af gipsafstøbninger af Jóhans eget ben, en fod, et skindeben og et knæ, som indgår i, hvad der kunne minde om en slagmark - eller et efterkrigsbillede - i udstillingsrummet ovenpå. Déroppe udspiller sig en kaotisk og tildels også ret dramatisk scene af liggende og stående skulpturværker i gips om rustent armeringsjern. Blandt andet er de afstøbninger af fundne materialer som bølgeblik og pap, med spor fra den jord, de har ligget på i form af græstotter eller folder fra et plastikunderlag, som har lagret sig i den størknede gips. På Færøernes Kunstmuseum var der flere, som bemærkede, at de lignede krigere, de her skulpturer, at de var karakterfulde... Det her med at værkerne ligner noget, at der opstår nogle billeder i deres taktile, materialepoetiske kvaliteter, er noget, der i høj grad optager Jóhan. Til gengæld er det ikke afgørende, hvad det er, vi ser. Måske synes man, at en af skulpturerne ligner et fugleskræmsel ja, måske ser man en religiøs reference i reliefferne derovre, som med deres linjer af aftryk fra plastiktape bliver en slags skrifttavler, eller en kunsthistorisk reference, som der i øvrigt også er masser af i Jóhans praksis. På den måde er det en udstilling, hvor det er sanserne mere en tankevirksomheden, som skal på arbejde...”.
Teitur sálmaskald
2017 var eisini árið, tá ein av okkara kendastu tónleikarum gjørdist sálmaskald. Hetta gjørdist greitt, tá nýggj donsk kirkjusangbók kom út og Teitur Lassen átti fleiri av løgunum. Teitur greiðir frá, at hann varð biðin um at skriva sangir og at vera við í verkætlanini, tá ið hon byrjaði: “Nógv fólk hava verið við og hava sent sangir inn og síðani hevur ein redaktión valt tilfar og roynt at savna saman gamalt tilfar, yrkingar og løg td. Anne Linnet, Simon Grotrian, sum passa til. Síðani hevur tilfarið verið royndarsungið í ymiskum kirkjun fyri at vita hvussu tað hóskar til felagssang. Tað er altavgerandi at teksturin og melodiurin situr soleiðis, at tú skal kunna syngja tað í fyrstu roynd. Sjálvur havi eg skrivað nýggjar tekstir saman við td. Jonas Breum og Dy Plambeck og havi eisini sett tónleik til orð av Ole Sarvig (Utroligheds frø) og Johannes Johansen (Bag gardinet). Uden dig eru orðini úr Goldbergs depressiónstest, sum eg havi sett upp til at vera ein sálm saman við Per Worm. Eisini er a capella sangurin Walking Up a Hill av Story Music vorðin týddur til dansk Højens top”.
Nonfigurativ list í Steinprenti
2.juni var mentanarnátt í Havn og nógv gekk fyri seg. M.a. læt framsýningin Abstrakt Summar upp í Steinprenti við málningum og prentum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Julie Sass og Ian McKeever, sum eg sjálv kurateraði. Julie Sass og Ian Mckeever eru altjóða listafólk, sum framsýna kring allan heimin. Tey hava bæði verið partar av bókmentaligum verkætlanum í Steinprenti í ár, sum eisini vóru við á framsýningini. Harumframt vóru átta prent hjá Ian McKeever framsýnd, tey eru einlitt við einum einstøkum berandi liti, einum stórum litflata, sum at síggja til hongur og sveimar á pappírinum. Hetta eru at síggja til einfaldar og minimalar myndir, sum vaksa seg til maximal listaverk við ekspressivari megi. Prentini hjá Julie Sass hava eitt samansett brá av, at listakvinnan hugsar myndir sum eitt slag av konstruktión. Hennara myndir eru onkursvegna meira bygdar enn málaðar og ofta tykjast myndirnar spælandi bæði við skap og javnvág og við áskoðarans assosiatiónsmøguleikar. Bæði Rannvá Kunoy og Hansina Iversen eru vegarar innan føroyska, nonfigurativa list, sum tær á avgjørdan og konsekventan hátt hava arbeitt við í umleið tjúgu ár. Rannvá Kunoy hevur í mong ár rannsakað spenningsøkið millum rúm og flatu innan málningalistina og í sínum nýggjastu málningum røkkur hon nýggjar hæddir í síni roynd at gera tað ítøkiliga óítøkiligt. Hansina Iversen hevði bæði málningar og nýggj prent við á framsýningini, ið bóru boð um hennara framúrskarandi koloristisku førleikar. Hennara myndir tykjast bæði einfaldari og meira kompleksar enn nakrantíð, summar tykjast næstan sprongdar av ekspanderandi litflatum.
Filmshúsið
8.juli boðaði Poul Michelsen, landsstýrismaður frá, at hann hevði sett stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Í stýrinum eru: Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, Marjun Niclasen og Jón Hammer, ið øll hava útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í Føroyska filmsumhvørvinum. Jan Berg Jørgensen hevur m.a. verið við til at byggja upp filmsverkstaðin Klippfisk, sum hevur havt sera týðandi leiklut í at menna filmsførleikar og filmsfólk í Føroyum. Marjun Niclasen hevur tikið lut í filmsframleiðslum og skipað fyri filmsfestivalum og Jón Hammer hevur somuleiðis verið við í fleiri føroyskum og útlendskum filmsframleiðslum.
Viscera Construct
12.juli læt framsýningin Viscera - Construct hjá Jón Sonna Jensen upp í hølunum hjá Granskingarsetrinum Inova á Hoyvíksvegi 51 í Havn, tað er har, sum Rúsan helt til fyrr í tíðini. Hetta var ein rættiliga stór serframsýning við 28 verkum, sum listamaðurin hevur gjørt til høvið, umframt einum ljóðlistaverki, sum Dan Helgi í Gong hevur gjørt til framsýningina. Til upplatingina var sum vera man eitt sindur ov nógvur gangur til heilt at hoyra áhugaverda auditiva verkið, sum sjóðar í bakgrundini og sum m.a. inniheldur ljóð av aluminium, ið gevur okkum eina øðrvísi sansaliga tilfarsliga uppliving Og ikki er tað á hvørjum degi, vit her á landi uppliva eina heila framsýning úr so mikið “ólistarligum” tilfari sum latex, aluminium, gips og polyurethan-skúmi, men vit kenna tilfarsvalið aftur frá t.d. Ólavsøkuframsýningum, FESKT og øðrum felagsframsýningum, sum Jón Sonni hevur luttikið í og fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina áhugaverda serframsýning á Býarbókasavninum. Framsýningin Viscera - Construct er á sama spori, men hon er meira gjøgnumførd og stórsligin.
Bókmentaligt G!
Aftur í ár gekk leiðin á G-festival og aftur hesa ferð var tað fyri mítt viðkomandi ein listarligur og bókmentaligur festivalur meira enn hann var musikalskur. Bókmenta- og listatiltakið hjá forlagnum Eksil var størri og meira fjølbroytt í ár. Í tríggjar tímar var evnið Materialitetur og náttúra viðgjørt á ymsan hátt. Staðsetingin av tiltakinum var heilt óvanliga góð. Neystið og umhvørvið eru merkt av einum serstøkum vøkrum materialiteti við hópin av sporum av ymsum aktivitetum, sum hava gingið fyri seg har. Staðið var sostatt í sær sjálvum fult av inspirerandi materialiteti og var hóskandi karmur kring prát, upplestur og listaverkini. Jóhan Martin Christiansen hevði gjørt listaverk á staðnum, sum næstan passaðu ov væl til umhvørvið. Millum hús og neyst var tað sum, at tekstillistin hjá Jóhan Martini Christiansen kom eitt sindur niður á jørðina, samstundis sum tað tóktist ómetaliga vakurt har tað hekk.
Tóroddur heiðraður
Tóroddur Poulsen var mikið heiðraður í 2017. Undirritaða gav út bókina Úr myrkrinum og í sambandi við 60 ára føðingardagin, var evnisdagur í Norðurlandahúsinum við fyrilestrarøð um verkið hjá Tóroddi. Í summar var hann heiðraður við danska ADAM OEHLENSCHLÆGER, EMIL AARESTRUP, HERMAN BANG OG JOHANNES EWALD FONDENS LEGAT. Umframt heiðurin fekk Tóroddur 30.000 krónur frá grunninum, sum greiðir soleiðis frá treytunum fyri at fáa legatið. Tað verður latið: "en dansk forfatter, der har ydet en betydende indsats i dansk litteratur. Desuden er formålet at belønne en fremragende dansk lyriker, der har skabt ren lyrik, samt ved at henlede opmærksomheden på et litterært arbejde eller et forfatterskab af høj værdi." Dagin fyri føðingardagin læt framsýningin Tóroddur & Co upp í Steinprent. Umframt nýggj steinprent vóru eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt.
Ársins kórkonsert?
Nógvir kórsangarar vóru á konsert hjá The King Singers í Norðurlandahúsinum og fleiri hava síðani sagt, at hetta var ársins konsert. Tíverri upplivdi eg ikki hetta sjálv, men eg var tó við á teirri herligu og væl skipaðu Kórstevnuni í Norðurlandahúsinum, tá Kamarkórið og Eksperiment vunnu heiður sum ávikavíst besta og stuttligasta kór. Seinni í árinum vann kórið Tarira tríggjar gullvirðislønir á altjóða kórkapping í Lloret de Mar.
Dreymar við havið
Filmslistarliga fevndi 2017 um ta stórhending, at ein føroyskur spælifilmur var til veruleika. Tað var filmurin, Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá og Marjun Syderbø Kjelnæs. Høvuðspersónarnir eru Ester og Ragna, fremmanda gentan, sum kemur til bygdina at búgva, hon hevur gamlar strípur í hárinum, sigur “fokk” og er lokkandi øðrvísi, men sum eisini hevur sínar álvarsligu trupulleikar at dragast við. Eisini hennara tilvera er fullkomiliga treytað av liviháttinum hjá teimum vaksnu. Ester/Juliett Nattestad hevur kanska ta størstu avbjóðingina, tí hon broytist og mennist meðan Ragna/ Helena Heðinsdóttir er ein sálarliga sæð meira statiskur persónur, sum er tálmað og herd av sínum uppvøkstri. Men báðar spæla psykologiskt sannførandi. – Ert tú ein eingil, spyr lítli drongurin, Rókur Ester, men sjálvt um hon er góð og djørv eins og navnasystirin í Bíbliuni, er Ester eingin eingil. Byrjanarsálmurin í filminum myndar eitt slag av luftigum leiðimotivi frá byrjan til enda í filminum – síðsta ørindi ljóðar soleiðis: “O jesus, tú lívsins drottur, tú hoyrdi nú, hvat eg bað! Meg verja skal tín máttur, tá altíð mær lundin gerst glað. Tú send mær einglavernd tína, tá eg hiðan sovna skal, frels meg frá helvitis pínu, før meg í himmiríkis sal”. - Eina stund kunnu tey trý, Ester, Ragna og Rókur njóta eina stokkuta einglavernd í menniskjansliga hitanum hjá hvørjum øðrum.
Ómegd
Í september var leikurin Ómegd hjá Kristinu Sundar Hansen framførdur á Tjóðpallinum – ein ordiligur feel bad leikur, ið snýr seg um harðskap í parløgum. Leikurin er bygdur á bókina Um bara hann sló meg. Fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum, sum Súsanna Skaale gav út í 2013, umframt eina frásøgn frá einum manni, ið byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin. Allar søgurnar eru altso veruligar og longu her ber til at staðfesta, at leikurin lýsir eitt evni av alstórum samfelagsligum týdningi. Spurningurin er so hvørt leikurin megnar at endurloysa evnið sum listaverk. Her er svarið meira ivasamt. Øll gera sítt dugnaliga íkast til, at leikurin skal vera góður. Trupulleikin er bara, at leikurin ikki ordiliga rørir meg har sum eg haldi, at hann ætlar at røra meg. Eg fegnist um at orð verða sett á eitt tabuevni og ikki minst, at javnstøða er í lýsingini; at Kristina Sundar Hansen fær sligið fast, at bæði kyn kunnu vera ávikavist offur og bølmenni og at altso eisini kvinnur kunnu vera óreinar, enntá við síni egnu børn. Staðfestingin av, at orsøkin er menniskjanslig ómegd og ikki óndskapur, er gløggskygd. Men onkursvegna upplivi eg leikin sum ópersónligan og óempatiskan og eg haldi, at hetta kemst av upprunatekstinum, sum er autentiskur, men vantar bókmentaliga, listarliga dygd. Hervið verður sjálvt fundamentið í leikinum ikki nóg gott.
Jóngerð Purkhús
Tann listaupplivingin, sum gjørdi meg mest bilsna í 2017 var tekstilframsýningin hjá Jóngerð Purkhús í Müllers Pakkhús. Jóngerð Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tvs. at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt er. Eitt stórt myndateppi var sett saman av slipsum, men listakvinnan greiddi mær frá, at nógv av tilfarinum hevur hon keypt í Skálabúðini - ikki endiliga so vakurt toy, helt hon - øgiliga skjórut, stórblomstrut gardintoy við nógvum litum, men við sera góðari dygd, og hetta hevur hon brúkt til síni myndateppi. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma, men tað handverkliga er ikki av størsta týdningi í hesum verkum – tað er tað listarliga!
Flugan hjá Tummas Jákupi
Ólavsøkuframsýningin hjá Trinu Gaard var fjøllbroytt og stuttlig við rúmum í rúminum og fjølbroyttum tøkni, sum í støðum geva upplivingar, ið eru átøkar teimum, ein fær á Eksperimentarium. Summum verkum mást tú leita eftir, so eg válaði runt eitt sindur sum fluga í fløsku, tá eg datt fram á eina einstaka mynd hjá Tummas Jákupi Thomsen og steðgaði á, tó, at hetta ógvuliga analoga og friðarliga verkið ikki ger stóran háva av sær í øllum ganginum í gamla framsýningarsalinum. Talan er um eina blýantstekning av tólv armbandsurum, sum eru sett á pappírsarkið eftir regluligari skipan við vísarum, sum vísa klokkutíðir frá 13 til 12. Ein merkiliga ómerkilig mynd, var tað ikki fyri svørtu fluguni, sum manifestarar seg miðskeiðis á myndini. Fyrst helt eg tað vera eitt sonevnt trompe l´oeil; sum vit síggja tað í málningum frá barokktíðini og í klassiskari list við eini flugu ella lutum, sum eru málaðir realistiskt og við trívídd, so at tað sær út sum um, at talan er um eina veruliga flugu, sum hevur sett seg á málningin. Eg mátti hyggja fleiri ferðir, men staðfesti, at svarti bulurin á fluguni í øllum førum var ítøkiligur, meðan beinini tóktust teknað. Kenni eg Tummas Jákup Thomsen rætt, er okkurt stuttligt við verkinum, sum hevur fiffiga heitið Ókend ur, men hetta er eisini eitt óhugnaligt verk, ið snýr seg um klokkutíðina, ið gongur javnt og samt, men sum einaferð heldur uppat, tá vit fara úr tíðini. Flugan er eitt gamalt, ófrættakent symbol fyri deyða, rot og upploysn, og verkið Ókend ur fær meg at hugsa um eina gamla yndisyrking eftir Carl Jóhan Jensen við heitinum Við svartari flugu. Yrkingin, ið hevur yvirskriftina líkskari 1951, er ein av rættiliga mongum ekfrasum í føroyskari poesi; ein sansalig lýsing av einum málningi hjá Mikines, sett upp sum sonnett, væl komponerað og komprimerað við ansi fyri mótsetninginum millum tað æviga í listini og fasta forminum og tí óstøðuga, stokkuta í likamligu dekompositiónini.
Sissal fekk Emmuna
Sissal Kampmann fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri bók sína, Sunnudagsland. Simme Jacobsen fekk virðisløn fyri mentanaravrik og Havnar Sjónleikarfelag fekk ta einu barnamentanarheiðurslønina; Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam fingu hina barnamentanarvirðislønina fyri barnasjónleikir, sum tey hava sett upp.
Heimligar bøkur
Eg las fleiri góðar bøkur í fjør og fleiri teirra hava eitt heimkunnigt brá í huga mínum m.a. tí tær ganga fyri seg á støðum, eg kenni sera væl. - Tað er so ómetaliga merkiligt, at Boðanes av øllum støðum skuldi blíva eitt bókmentaligt stað. Hetta veðurbarda, ómentaða, vandamikla náttúruspæliplássið hjá børnum í Eysturbýnum frá tíðini, tá eingin vaksin legði nakað serligt í hvat børn gjørdu allan dagin, um bara tey møttu í skúla og til náttura, er nú motiv í bókmentum og myndlist. Yviri við Strond yvir móti Penaplássi og Boðanesi síggjast í dag yrkjarar spáka sær inspiratiónstúrar og yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi byrjar við einum fagnaðarkvæði til grótbrotini. Tað byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru skarpar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.
Gudahøvd
Gudahøvd hjá Jóanesi Nielsen tykist somuleiðis kent, vit kenna tað slitna yrkjaraegið og hansara poetiska univers, bæði tí yrkjarin sipar til sínar egnu yrkingar, men eisini tí talan er um ein rættiliga samanhangandi yrkingaheim við einum yrkjaraegi, sum bæði við ovurdirvi og ræðslu á la Munch í sjálvsmyndini millum klokkuna og seingina lýsir sítt egna aldurstreytaða likamsniðurbrot og tann æviga, glúpskt tivandi deyðan. Kroppurin hevur altíð havt sítt demonstrativa pláss í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen og tá er tað ikki tað vakra, idealiseraða templið, talan er um, men tað seksualiseraða og animaliseraða likamið ella í hvussu er ein staðfesting av, at vit í mongum eru sum djórini. Menniskjakroppurin verður javnan lýstur frá sínum minni flatterandi síðum og ikki er tað uttan humor; ein ógloymandi, surrealistisk lýsing er av øllum prostataharrunum, sum hvørja einastu nátt eru noyddir upp at pissa tríggjar og fýra ferðir.
Sær ein fuglabók av gloymsku
Ein týdningarmikil partur av framúrskarandi skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í grannalagnum hjá mær her í Rabarbukvarterinum. Tað hoyrist longu á heitinum, at fyribrigdið tíð hevur nógv at siga í nýggju skaldsøguni hjá Carl Jóhan; Sær/ein fuglabók av gloymsku. Ein treyt fyri at gloyma er, at minnast, at mann hevur upplivað nakað minniligt og tað hevur hon, høvuðspersónurin í bókini. Spurningurin er hvat. - Tað er høvundinum so líkt, at svarið ikki kemur soleiðis beint fram við eini lýsing av upplivingum hennara í tíðarrøð, sum miðvíst og effektiv boðar okkum frá grundunum til ta núverandi støðuna hjá kvinnuni. Nei, hesin rithøvundurin veit av, at sumt sæst best í myrkri ella í mjørka og okkurt er so eymt, at tað krevur sína tíð og sína konu at grava tað fram aftur. Konan er í byrjanini av bókini stødd á einum hotelkamari á Kongabrúnni. Árið er 1968 um tað mundið, tá Sovjet gjørdi innrás í Kekkoslovakia; ein kreppustøða, sum verður til vár, frælsi og nýggja byrjan hjá Europa og kanska eisini hjá Havnarkonuni. Men áðrenn hetta er nógv myrkur í bókini, har er púra avkøvt av mjørka. Vit hava sæð tað fyrr í ritverkinum hjá Carl Jóhan, at hann knýtir einstakar lagnur til størri samfelagsligar og søguligar hendingar og hetta sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna, ið hevur eitt realistiskt grundarlag, veruligar gøtur, bygningar, søguligar hendingar og persónar. Skaldsøgan snýr seg um minni og um at sættast við sína fortíð. Eitt krimiplott, eitt morð setir ferð á søgugongdina aftur í myrkrið og fram í eitt nýtt ljós. Høvuðspersónurin er fødd í Havn og uppvaksin í Brekkugøtu, men hevur seinastu mongu árini búð uttanlands. Nú er hon aftur í Havn í arbeiðsørindum. Hon skal skrivað um ein mann, sum hon kendi og sum nú tykist vera myrdur umborð á einum línubáti. Lesarin hevur alla tíðina varhugan av onkrum ósøgdum, burturskotraðum og av stórum einsemi. Tað vísir seg, at høvuðspersónurin hevur eitt undarligt lyndi til at ímynda sær persónar sum fuglar. Sjálv er hon ein svala, mamman ein dúgva, sum flaksar og gronast á loftinum. Ella kanska tað ella ikki. Skrivihátturin hevur við sær, at ikki bara høvuðspersónurin er í støðugum iva í um hon minnist rætt. Lesarin fer eisini at ivast, men í øllum ivanum og mjørkanum, daga fram sárir sannleikar og nýggjar sannkenningar.
Eitt ungt, originalt talent
21.oktober skrivaði eg um framsýningina hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir í Ostahúsinum aftan fyri Reinsaríið. Sum heitið: Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul, var eisini framsýningin serstøk. Anný Djurhuus ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg var ikki minst pallsetingin av verkunum sera inspirerandi.
Listafólkaløn
Í desember varð kunngerð nr. 156 um Listafólkalønir sett í gildi og hervið var sjøtul loksins settur á eina gongd innan almennar listaíløgur, sum fer at skilja millum áhugalist og yrkislist. Endamálið við listafólkalønunum verður sagt at vera eitt ynski um at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stórur dentur verður lagdur á listaliga fakligheit bæði millum umsøkjarar, men eisini í nevndini, sum skal viðgera umsóknirnar, og sum skal kunna venda sær til faknevndir, ið skulu gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins.
Hetta var jú bara ein partur av øllum tí nógva á føroyska listapallinum í fjør. Takk fyri listina, kæru listafólk. Við vón um góðar listaupplivingar í 2018, verður ynskt tykkum øllum gott nýggjár <3