Standmyndirnar mótmæla

Um allan vesturheimin tekur ein listarlig herbúgving seg upp móti samfelagsgongdini - móti Donald Trump í USA og høgrarákinum í fleiri londum í Evropa. Í Danmark er ein rúgva av standmyndum í nátt latin í svartar posar sum partur av eini aktión, ið skal gera vart við vaksandi fátækradømið. Eisini list hjá føroyska listamanninum Hans Paula Olsen er involverað í hesum listaverkfallinum.

Í Helsingør er standmyndabólkurin hjá Hans Paula Olsen av arbeiðarum latin í svart, standmyndirnar eru farnar í verkfall verður sagt "Vit standmyndir eru illar. Vit síggja politikarar, sum seta reformar í gongd, ið gera menniskju fátøk. Vit síggja fleiri og fleiri heimleys leggja seg í skjól undir okkum í royndini at verja seg móti vindi og veðri”.

Í New York í The Knockdown Center sýna 700 kvinnur fram list á framsýningini Nasty Woman. Heitið kemur frá amerikanska valinum og er ein orðing hjá Donald Trump, sum breyt mótkandidatin Hillary Clinton av, tá hann segði ”Such a nasty woman!”. Við framsýningini mótmæla listakvinnurnar kvinnukúgandi hugburðin hjá Trump og tað verður gjørt við bæði speisemi og humor sum í verkinum hjá Debra Broz: Pussies grabbing back.

Foto Debra Broz/ Politiken Debra Broz: Pussies grabbing back http://politiken.dk/kultur/art5798562/Kvindelige-kunstnere-giver-Trump-fingeren

Foto Debra Broz/ Politiken Debra Broz: Pussies grabbing back http://politiken.dk/kultur/art5798562/Kvindelige-kunstnere-giver-Trump-fingeren

Eitt undantak í gullrammu

Eg eri loksins liðug at heingja list upp í BankNordik. Hetta arbeiðið, sum byrjaði á heysti í 2015, tá Heidi Poulsen, arkitektur og Árni Ellefsen, bankastjóri, litu mær ta uppgávu í hendi at velja út og disponera list til prýðiliga høvuðssæti bankans á Oknavegi í Havn, er at enda komið. Við atliti til arkitekturin valdi eg at leggja serligan dent á modernaða list við málningum hjá Mikines, Jóhannesi S.Kjarval, Ingálvi av Reyni, William Heinesen, Hans Hansen, Thomas Arge, Fridu Zachariassen, Poul Horsdal, Ruth Smith, Steffan Danielsen, Frimod Joensen, Bárður Jákupsson, Tróndi Patursson, Zachariasi Heinesen, Olivur við Neyst, Torbirni Olsen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Til tess at lata tey einstøku verkini traðka fram, havi eg fingið skift gullrammurnar út við gráar einfaldar rammur og eg haldi sum heild, at tað riggar væl.

Tá eg var í goymsluni hjá BankNordik herfyri, bar eg eyga við eina pinkalítla mynd í stórari gullrammu. Tað var sum ákallaði hon meg, og tó, at eg havi lagt merki til hana áður í yvirlitinum á telduskíggjanum, var tað ikki fyrr enn eg sá hana í veruleikanum, at eg varnaðist hvussu einastandandi vøkur, hon er. Eg valdi at gera eitt undantak frá meginregluni og taka henda lítla skattin við upp í úrvalið í síni flottu gullrammu – lítla myndin hongur í forstjóraskrivstovu bankans.

Í sambandi við, at BankNordik verður høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum í ár og næsta ár, vóru ymisk tiltøk á báðum støðum. Í bankanum var opið hús og hesum benyttaði m.o. Hanna Jensen, tingkvinna sær av. Hon tykist hugtikin eins og eg av teirri lítlu perluni á forstjóraskrivstovuni Á síni FB-síðu skrivar hon: Hendan hjá Niels Kruse (1871-1951), er sera lítil og hugtakandi - kenslan, tá tú fyrst sært hana, er eins og tá tú fyrsti ferð kemur inn í stóra rúmið í Louvre og sært La Joconde/Monu Lisu har yviri einastaðni, nógv minni enn væntað. Tú verður kløkk og hugtikin á ein hátt, har tú fert at grunda á loyndarmálið í list”.

Talan er um eina landslagsmynd, sum Eiðismaðurin Niels Kruse hevur málað uppá eina lítla træplátu. Aftan fyri myndina eru alskyns áhugaverdar smáskitsur av víndrúum m.a. Niels Kruse er sera týdningarmikil í okkara listasøgu, tí hann var fyrsti føroyingur, sum málaði landslagsmyndir; tað er við øðrum orðum her, tað byrjar. Niels Kruse var serstakliga dugnaligur, sjálvlærdur málari, ið m.a. luttók á eini úrvalsframsýning í Charlottenborg í Keypmannahavn. Saman við Kristini í Geil (1877-1935) og Jógvani Waagstein (1879-1949), sum eisini vóru sjálvlærdir málarar, legði Niels Kruse grundarsteinin til føroyska landslagsmálningin, ið fekk alstóran týdning fyri framtíðar list og listafatan í Føroyum.

Lítla landslagsmyndin er eyðkend fyri Niels Kruse bæði myndevnisliga, men eisini málihátturin er typiskur og byggir á bæði impressionismu og tjóðskaparromantikk í rúmastu merking. Ljósið í myndini er gylt og serstakt, himmalin skyggir ljósareytt meðan támið sveipar seg gandakent um Eiðiskoll. Tá myndin varð málað í byrjanini av tjúgundu øld, høvdu yrkjarar givið tjóðskaparkensluni skaldsligt flog og nú snúði tað seg um eisini at fagna heimliga landslagið við at á lørifti og pappíri í málningum og tekningum.

Tað er romantiskum málarum líkt at velja júst ta dreymakendu løtuna, sum er millum dag og nátt til teirra myndevni. Tá tað skýmir og vesturskinið litar himmal, hav og haga ljósareyð í eini yndisligari og romantiskari sælumynd, sum er bygd á somu kenslur sum í yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus “Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt, fjørðurin allur í toku fjaldur, hoyri um strendurnar alduslátt – kína um skerini smáar aldur – letur í nándini tjaldur..”.

 

Aarhus 2017 - enn eitt høvi at vera errin av okkara listafólkum

Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Aarhus er Evropiskur mentanarhøvuðstaður í ár. Stórsligna hátíðarhaldið við alskyns tónleikaframførslum røðum osfr. varð sent beinleiðis í sjónvarpinum og aftur beyðst okkum høvið at vera errin um okkara listafólk, heili tvey teirra, Sunleif Rasmussen og Eivør Pálsdóttir vóru markantar røddir í hátíðarhaldinum.

Eivør var effektivt pallsett sum vøkur víkingadrottning í eini upplatingarparadu, ið sýntist so stórsligin og full av virðissymbolum, at tað í summum førum nærkaðist nationalismukitschkendu paradunum hjá týsku nationalsosialistunum, tá teir fagnaðu Tag der deutschen kunst. - At tað ber til at fegnast um tílíka pompøsa patos sigur kanska okkurt um okkara tíð (og sum ein vinkona segði í áðni, so eiga nazistarnir ikki patent uppá tað pompøsa), men tað sigur heilt vist eisini nakað um dygdina á praktfulla tónleikinum, sum varð framførdur, og er eisini grundað av skilagóða dentinum, ið fyrireikararnir av tiltakinum løgdu á multietnicitet, fjølbroytni, børn, fólkaræði, samanhald, ljós í myrkri og á menniskjarøddir og so sigur tað eisini okkurt um ræddarmegina og musikalitetin hjá Eivør, at tað altso riggaði knasandi gott. Eg haldi ikki nakar annar hevði klárað hatta so væl, og tá Eivør sang Falling free var tað bæði gásarholdselvandi og heilt ómetaliga rørandi. Hoyrið sangin her, hann byrjar 01.00.30 Seinni framførdi hon eisini saman við Luna Ersahin, orkestri og barnakóri ein vónríkan, vakran sang, Sounds like hope sum hon hevur skrivað til høvið.

https://www.dr.dk/tv/se/aarhus-som-kulturby-2017/-/aarhus-som-kulturby-2017#!/

Sunleif Rasmussen, ið av misgávum varð presenteraður sum “færøsk-dansk”, hevði skrivað eitt verk til høvið og frumframførslan eydnaðist væl. Tað var ein fanfara fyri  blokkfloytu, symfoniorkestur Den Jyske Operas Kor og Concert Clemens við sekkjapípum. Fanfaran eitur More faire than the sun við teksti frá teirri eldru edduni. Danski kulturministarin, Mette Bock, ið helt røðu aftaná verkið tóktist hugtikin av verkinum, hon segði: “Pyyyha! Man får da helt blæst håret væk af sådan en omgang skotsk/dansk vikingebolero, det synes jeg er fantastisk”. - Og rætt er, at verkið hjá Sunleif er bygt upp sum kenda verkið hjá Ravel sum ein long crescendo, ið spakuliga byggir seg upp frá einum lítlum, fabulerandi blokkfloytulagi, vakurt framborið av Michala Petri, eitt lag, ið tekur seg upp sum úr ongum til eitt stórsligið orkesturklimaks. Fanfaran er bygd upp í fýra pørtum, har av tann fyrsti er framførdur á norrønum og snýr seg um tíðina áðrenn heimsins byrjan. Annar og triði partur verða framførdir á donskum og snúgva seg um sólina, mánan og stjørnurnar. Fjórði partur snýr seg um eftirlívið í Gimli, sum er staðurin, ið er fagrari enn sólin More Fair Than the Sun. Hoyrið verkið her, tað byrjar 22.58.

https://www.dr.dk/tv/se/officiel-abningsceremoni-af-aarhus-som-europaeisk-kulturhovedstad-2017/-/europaeisk-kulturhovedstad-aarhus-abningsceremonien#!/

Marius myrkur og ljós

Ein púra vanligan hósdag fari eg malandi inn í Steinprent at vita um tey eiga ein kaffimunn. Men eg gloymi alt um kaffi eina løtu – tá eg beri eyga við nakrar myndir á vegginum. Tær eru ikki so at skáka sær undan, hetta er átrokandi føli eg á mær. Talan er um eina heila røð av framúrskarandi prentum, sum eg ikki havi sæð áður. Tey seks prentini eru gjørd út frá vatnlitamyndum, sum Marius Olsen málaði í Olevano Romano í Italia, tó okkurt føroyskt av sommum eisini hómast í myndunum. Myndirnar eru fjølbroyttar og góðar, men eg kenni stílin aftur. Tí eingin í allari verðini ger myndir sum Marius Olsen. Tað, sum at byrja við bara sær út sum vøkur landsløg, inniheldur fleiri løg av listarligum strategium og dugnaskapi. Eitt nú er tað eins og tann púra einfalda landslagsmyndin við vøkrum gulum og bláum irishimmali og hvítum og myrkagrønum lendi í forgrundini innlimar eina landslagsliga ovursjón av hita- og kuldasansingum og tað er sama landslagið, sum sæst í einum øðrum prenti, har litirnir syngja uppøstar tónar í gulum, violettum og appilsingulum stiliseraðum sólstrálum. Marius Olsen er líka áhugaður í myrkri sum í ljósi, men í myndini, har myrkrið sýgur seg yvir býin, er ljós í túninum høgrumegin í forgrundini á myndini, so at eini fitt lítil hús síggjast. Myrkrið gerst hjá Mariusi ljós- og hitaelvandi, myrkrið er fjálgt og í ljósinum eru allahanda litir. Hyggja vit eina løtu at tí myrku myndini er tað sum um sama fjallaskap stingur seg upp í violettum miðskeiðis í myndarúminum og soleiðis kann mann blíva við at hyggja, men kaffi fekk eg eisini, sjálvt um prentarin ikki hevði tíð. Hann fekst við at blanda ein lit fyri Hansinu Iversen, sum hevði málað á tríggjar litografiskar steinar, sum verða prentaðir í næstum. 

Jens L.Thomsen ger ljóðmynd til Royal Festival Hall

Jens L. Thomsen hevur fingið eina stóra uppgávu í sambandi við norðurlendska festivalin í London, Nordic Matters. Hann skal gera ljóðmynd til allar seks hæddir í London Southbank Centre. Ljóðmyndin, sum hevur heitið NORÐ skal á onkran hátt sipa til Norðurlond og øll her um leiðir eru vælkomin at senda ljóðupptøkur, ið verða partur av ljóðmyndini. Her er ein grein á enskum um verkætlanina, sum Eir Nolsøe hevur skrivað. Niðast er vegleiðing til hvussu mann sendir sítt ljóðuppskot til Jens L.Thomsen.

ORKA takes over Royal Festival Hall

Jens L. Thomsen, best described as a slightly mad scientist of sound, will transform the six floors of the London Southbank Centre into a quest to define Nordic sound.

The sound installation is part of Nordic Matters, a year-long arts and culture festival, which was launched on January 13. Thomsen has called on artists from the Nordic region to submit sound samples that will be incorporated into the piece, which will consist of more than 70 speakers.

Thomsen said: “I’m really excited about this project because of the large scale. My work has been a lot about finding a Nordic sound or tone but it’s always been fairly specific and limited to a certain site. This project allows me to draw on years of work and research from an entire region to be explored across a massive canvas.”

The artist, who has lived in London for more than decade, is known for taking an experimental approach to music and sound under his alias Orka. Former projects have included home-made instruments built from farm tools, sampling mountains to determine the sound of the Faroe Islands and creating beats in a pre-war cinema in Leipzig. Orka was also amongst the nominees for the Nordic Council Music Prize in 2016.

The installation will be called NORÐ, which is Faroese for North. It will be structured as a journey from the bottom of the sea to the sky, incorporating sounds from the elements ice, earth and fire. The auditorium of the Royal Festival Hall is often described as an ‘egg in a box’ as it is suspended in the midst of the building to improve acoustics. Thomsen aims to create a metaphorical nest around the auditorium, or egg, for it to rest in.

“The nest will be framed by sound imagery built with elements from the underwater world, the surface of the water, bird-cliff environments, and the sky,” he said.

Georgia Ward, head of festival site design, and Bengi Unsal, senior contemporary music programmer at Southbank Centre, commissioned the piece in relation to Nordic Matters. The festival aims to showcase the best of Nordic art and culture throughout 2017.

Ward said: “When we began the project, we recognised the difficulty of creating a visual representation of Nordic landscapes and so began to think about alternative artistic approaches. We were familiar with Jens L. Thomsen’s music and installation work and had heard about his collaboration with Uni Árting to create the sound installation Føroyar 5.2. (A piece exploring the sound of the Faroe Islands through sampling seismic vibrations in mountains).

“Thomsen created a thoughtful and beautiful proposal based on site visits and discussion. NORÐ is an immersive experience and representation of the stunning and diverse Nordic landscape, which is so different from the urban landscape of central London. It will be a central commission for Nordic Matters and will be an important part of the welcoming and scene-setting for visitors to the Royal Festival Hall during our Nordic year.”

NORÐ is expected to open in April at The Southbank Centre, the largest arts centre in the UK. Other Faroese artists taking part in Nordic Matters include Randi Samsonsen, Lena Andersen and Heiðrik á Heygum as well as many more, yet to be announced.

 

People from Åland, Denmark, Faroe Islands, Finland, Greenland, Iceland, Norway, and Sweden are invited to submit sound samples which will be selected and woven into the final sound piece. When sourcing sounds participants of the open call will be free to interpret the imagery and themes in either a naturalistic or abstract manner, which will contribute to a conceptual and speculative sound piece rather than a literal reproduction of sounds.

Participants are asked to submit a zip file containing wav or mp3 files to hello@jenslthomsen.com via wetransfer.com or similar file transfer service by Feb 14, 2017. Qualifying contributors will not receive fees or royalties, but will be credited. It is therefore important that the sound files as well as the zip file are carefully labelled with a) country code, b) full name of the participant, c) file number. Example: FO Jens L. Thomsen 1.wav, FO Jens L. Thomsen 2.wav etc.  

Sámal Blak í operuni í Rom

Í fjør heyst gjørdi Sámal Blak væl eydnaðu scenografiina til Havfrúnna á Tjóðpalli Føroya í Havn og nú hevur hann gjørt scenografiina til operuna Così fan tutte hjá Wolfgang Amadeus Mozart við libretto hjá LorenzoDa Ponte, sum verður framførd í Teatro Dell Opera di Roma. Eftir myndunum frá operuni at døma hevur Sámal Blak aftur hesa ferð brotið burtur úr nýggjum við einari originalari scenografi, sum tó hevur ein eyðkendan stíl. Stuttligt at síggja ávís myndaelement ganga aftur, t.d. bláu ballónirnar.

 Cosi fan tutte:

CONDUCTOR Speranza Scappucci

DIRECTOR Graham Vick

CHORUS MASTER Roberto Gabbiani

SETS AND COSTUMES DESIGN Samal Blak

LIGHTING DESIGN Giuseppe Di Iorio

 

CAST

FIORDILIGI Francesca Dotto /

Federica Lombardi 19, 21, 25, 27

DORABELLA Chiara Amarù /

Paola Gardina 19, 21, 25, 27

GUGLIELMO Vito Priante /

Mattia Olivieri 19, 21, 25, 27

FERRANDO Juan Francisco Gatell /

Antonio Poli 19, 21, 25, 27

DESPINA Monica Bacelli /

Daniela Pini 19, 21, 25, 27

DON ALFONSO Pietro Spagnoli /

Paolo Bordogna 19, 21, 25, 27

 

Mentanardagur í BankNordik og Norðurlandahúsinum

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum í 2017 og 2018. Hetta verður hátíðarhildið leygardagin 21. januar við einum tiltaki fyri alla familjuna har mentan, list og stuttleiki eru í miðdeplinum.

BankNordik letur dyrnar upp kl. 12.00 til eina hugnaliga løtu við ábiti og tónleiki. Klovnurin Tapé kemur at heilsa upp á børnini, og frá kl. 15.30 fer Kinna Poulsen at greiða frá listini í húsinum.

Fram til kl. 19.00 eru nógv spennandi tiltøk á skránni í bæði Norðurlandahúsinum og bankanum. Fjølbroytta skráin sæst niðanfyri.

Øll er hjartaliga vælkomin til at hátíðarhalda dagin saman við okkum.

Í BankNordik:

12.00 – 13.00    Klovnurin Tapé heilsar upp á børn og vaksin. Livandi tónleikur við Beini Rasmussen. BankNordik bjóðar ábit.

12.00 – 14.00    Fotosafari við Jenny Weihe Poulsen. Byrjar í BankNordik og endar í Norðurlandahúsinum.

15.30 Kinna Poulsen hevur fyrilestur um val av list og verkum til høvuðssætið hjá BankNordik.

16.00 Rundvísing í høvuðssætinum, har Kinna Poulsen fer at greiða frá listini.

Í Norðurlandahúsinum:

14.00 – 17.00   Norðurstova Barnabiografur

14.00 – 19.00   Skálin/Forhøllin/Dansistovan Framsýningarnar hjá Katarinu Mistal og við list hjá BankNordik hava opið.

14.00 Forhøllin Blue Coat Brass Band spæla.

14.30 Forhøllin Fernisering: Katarina Mistal og framsýning við listaverkum hjá BankNordik. Eftir røðurnar spæla Blue Coat Brass Band. Norðurlandahúsið bjóðar okkurt leskiligt.

15.00 & 16.30Klingran Klovnurin Tapé.

15.30 & 16.30Skálin Helgi Fossádal vísir runt í framsýningini við list hjá BankNordik.

17.00 – 19.00Forhøllin Singer-songwriter kafé: Lea Kampmann, Hans Andrias Jacobsen, Guðrun Sólja Jacobsen & Eyðun Ásason saman við JanusiKampmann, Uni Debess & Rógvi á Rógvu.

 

Norðurlendskur mentanarfestival í London

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Stóri norðurlendski mentanarfestivalurin Nordic Matters verður skotin í gongd fríggjakvøldið 13. januar á Southbank Centre í London.

Fleiri føroysk listafólk luttaka á árslanga festivalinum, sum skal varpa ljós á norðurlendska list. Fyribils hava kuratorarnir valt hesi út at vera við: sjónleikaran Kristinu Sørensen Ougaard, listamannin Jens L. Thomsen, songkvinnuna Lenu Anderssen, tekstildesignaran Randi Samsonsen og rithøvundan Duritu Holm. Onnur føroysk listafólk fara væntandi at leggjast aftrat komandi mánaðirnar.

Ráðharrar úr øllum Norðurlondum eru bodnir til setanina, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, er farin til London at umboða Føroyar í hátíðarhaldinum, sum markerar byrjanina upp á eitt langt, fjølbroytt og spennandi ár, har mentan og list úr øllum Norðurlondum fara at floyma inn yvir londonbúgvarnar og onnur, sum leggja leiðina fram við mentanardepilin skamt við ánna Thames.

Bretsku fyrireikararnir eru hugtiknir av, hvussu Norðurlond arbeiða við hesum virðum og vóna at árslangi mentanarfestivalurin fer at skapa størri vitan og fleiri møguleikar fyri samstarvi og netverkan. Í samband við setanina eru norðurlendsku ráðharrarnir bodnir at siga sína áskoðan um viðkomandi evni, t.d. um børn og ung, burðardygd og javnstøðu millum kynini.

Southbank Centre hevur fyrireikað skránna, og Sendistovan í London, Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið verið við í føroyska partinum av fyrireikingini. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur sett 5 mió. kr. av til Nordic Matters. Seinasti stóri mentanarfestivalinum, ið varpaði ljós á norðurlendska list, var Nordic Cool í Washington í 2013.

 

Góðar vónir um Dreymar við havið

Tað gongur støðugt framá við framleiðsluni av spælifilminum hjá Sakarisi Stórá, Dreymar við havið, sum Marjun Kjelnæs hevur skrivað handritið til. Í oktober boðaði Mentamálaráðið frá, at Dreymar við havið var ein av filmunum, sum valt var at stuðla – filmurin fekk størstu stuðulsupphæddina 100.000 krónur og í desember boðaði danska Filmværkstedet frá, at tey hava valt at stuðla hesi verkætlanini við 100.000 krónum. Sum skilst er áhugin stórur fyri at gera íløgur í henda filmin og tað bendir jú á góðar vónir. Sambært Ingun í Skrivarastovu,Fish&Film framleiðara er klippingin av filminum liðug og leikstjórin, Sakaris Stórá farin til Íslands í sambandi við tónleikin til filmin, sum íslendski tónleikarin/art director, Hilmar Örn Hilmarsson ger. Hilmarsson, ið eisini nevnist HÖH er kendur fyri sítt samstarv við m.a. Sigur Rós og Eivør Pálsdóttir, men hevur somuleiðis gjørt tónleik til hópin av filmum, m.a. Pan hjá Henning Carlsen og Bye Bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir. Tað verður spennandi at hoyra og síggja úrslitið, tá filmurin verður sýndur. Her er eitt innslag um filmin frá KVF.

 http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/07/08/20160708sakarisfarintilverka

Ein flóðalda av ljóði og ljósi

Eg væntaði mær ikki lítið av konsertini hjá Eivør Pálsdóttir í kvøld. Hon er ein einastandandi sangari og sangskrivari - tað vita vit. Eisini eru konsertirnar í kvøld, morgin og ovurmorgin endin á drúgvari konsertferð, og bæði Eivør og orkestrið skuldu tessvegna verið í allarbesta framførsluformi - tá tað heila so haraftrat gongur fyri seg í tí ediliga Sjónleikarhúsinum í Havn, ja, so eru allar orsøkir til at hava góðar vónir.

Og tað veit Guð, at skal mann vera eitt súrt apparat fyri ikki at lata seg tøla av einari konsert sum hesari. Eivør og hennara menn vóru og eru í toppformi, allar mínar vónir vóru eftirlíkaðar og tað við lít. Í hálvan annan tíma stóð eg í Sjónleikarhúsinum og lat meg traktera av eini sannari flóðaldu av ljóði og ljósi – litríka ljósshowið var í serflokki og rakti ekstravaganta huglagið í tónleikinum við blóðreyðum ljósaldum, sum snaraðu seg og tvinnaðust saman við tónleikinum. Aðrastaðni var huglagið blátt og stórbært og í meira ógvusligum brotum vóru vit púrasta tikin á bóli av einum framúrskarandi lasaraljósshowi. Eg eri fullkomiliga hugtikin fjeppari og ætli ongantíð aftur á konsert um Turpin Napoleon Djurhuus ikki ger ljós!

Konsertin byrjaði við, at Marius Ziska og Allan Tausen framførdu fýra sangir og hetta var eisini út yvir tað, eg hevði væntað. Marius hevur eina yndisliga, melankolskt ljómandi ljósa rødd, sum er kend og góð, men eg havi ikki hoyrt hana so vakra, sterka og reina sum í kvøld. Heilt einastandandi gott og eg haldi, at tann næsti sangurin hjá teimum báðum Mariusi og Allan, "Runaway", sum eg ikki havi hoyrt fyrr var hugtakandi, melodiøsur við vøkrum kórpassasjum, ein sangur sum smeyg seg oman yvir áhoyrarnar sum besta marsipan við smáum lekrum bitum av Alan Parsons Project og Enya.

Framførslan hjá Eivør var ein sonn sigursparada av kendum sangum frá "Room", "Bridges" og "Slør", sum hon, Mikael Blak (bass og alt millum himmal og jørð), Høgni Lisberg (trummur, kór) og Hallur Jonson (ljóð) hava spælt so ofta, at sangirnir sita á nervalagnum. Trygt men við orku og nerv vórðu vit leidd gjøgnum universið hjá Eivør og hjá kvinnuligu yrkjarunum, hvørs tekstir, hon hevur latið seg inspirerað av (Marjun S.Kjelnæs og Randi Ward). Har vóru nógvir av mínum yndissangum hjá Eivør, "Remember me", "Boxes" og "Rain" við K.D.Lang countrysligum kóri, har menninir ikki stóðu langt aftanfyri Bee Gees í yndisligari harmoni og mitt í rokanum var stilt og blátt og "Mjørkaflókar" og so bleiv eg rørd, tá ljóðini og ljóðførini steðgaðu á eitt og eitt ísenn eins og ein stór, vøkur og væl smurd maskina, ið steðgar upp. Tað var ikki bara eg, sum var hugtikin, fegin og rørd í kvøld. Tá eg í áðni skundaði mær til hús at skriva hesi orð, royndu áhoyrarnir fyri triðju ferð at klappa Eivør upp aftur á pallin.

15844347_10211566069445310_1485671513319270188_o.jpg

 

Bank Nordik er høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum

Í desember boðaði Atlantic frá stovnanini av einum listagrunni, sum árliga letur 100.000 krónur til listafólk umframt flogferðaseðlarnar, ið verða lætnir umvegis flogbrúnna. Og nú er nýggja árið ikki meira enn júst byrjað, tá Norðurlandahúsið og Bank Nordik boða frá, at Bank Nordik verður høvuðusstuðul hjá Norðurlandahúsinum í 2017 og 2018. Tíðirnar eru góðar í Føroyum í løtuni bæði fíggjarliga,men eisini listarliga, og tí er tað gleðiligt og klæðiligt, at vinnurekandi á henda hátt stovnar sýna mentanarliga ábyrgd til gagns fyri samfelagið. Á heimasíðuni hjá Bank Nordik stendur: 

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, og Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, skriva undir stuðulssáttmálan. Bank Nordik verður sostatt ein virkin luttakari í kjarnutiltøkum hjá Norðurlandahúsinum, har denturverður lagt á húsins endamál – at vera eitt livandi mentanarhús, ið bjóðar áskoðarum eina breiða norðurlendska skrá, har allar mentanargreinar fáa rúm at spretta.

BankNordik og Norðurlandahúsið eru at kalla grannar í Tórshavn, og økir hetta um møguleikarnar um gagnnýtslu av hølum á ein nýhugsandi og skapandi hátt. Umframt stórfingna høvuðsæti bankans í Tórshavn, hevur BankNordik fimm deildir kring landið, sum skapa spennandi samstarvsmøguleikar. Hetta er eisini galdandi fyri deildirnar í Danmark og Grønlandi, sum kunnu grunda á eitt av málum Norðurlandahúsins – at vísa á føroyska mentan í Norðurlondum.

BankNordik og Norðurlandahúsið gleða seg til eitt spennandi samstarv, sum uttan iva setur í verk fleiri áhugaverd og týðandi tiltøk til alla familjuna næstu tvey árini. Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, fegnast um nýggju samstarvsavtaluna: “Norðurlandahúsið hevur stóran týdning sum miðlari av norðurlendskari mentan og list, og avtalan gevur okkum møguleika fyri at stuðla hesum arbeiði, sum gagnar bæði føroyingum og ferðafólkum, ið leita sær til Føroya. Harumframt ynskja vit sum føroyskur peningastovnur við deildum í Danmark og Grønlandi at gagnnýta okkara støðu uttanfyri landoddarnar til at varpa ljós á og harvið stuðla føroyskari mentan og list uttanlands.”                     

Samstarvið verður skotið í gongd við einum fjølbroyttum tiltaki 21. -22. januar í Norðurlandahúsinum og BankNordik.

10 milliónir í mentanarpuljuna -3,3 milliónir til yrkislist

Tað var líka við, at mann eina løtu føldi seg sum Jeppe, tá hann vaknar í songini hjá baróninum og undrandi spyr um alt tað glæsiliga, hann sær, man vera ein dreymur. Men eg haldi, at boðini frá mentamálaráðfrúuni, Rigmor Dam í Degi og Viku í kvøld vóru eins greið og tey vóru verulig og gleðilig, nú yrkislistagrunnur er settur á stovn og ætlanin um at fleirfalda mentanarstuðulin aftur varð staðfest í Degi og Viku fríggjakvøldið 30.12. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit nú fara undir eina tilgongd har vit skilja ímillum áhuga- og yrkislist, og at mentanarstuðulspuljan verður hækkað. 

Hetta er ein einki minni enn framúrskarandi endi á einum frammanundan frálíka goðum ári. Gott nýggjár øll somul, takk fyri tað brátt farna, bestu eydnu og góðar listaupplivingar ynski eg tykkum í 2017. 

Ingun í Skrivarastovu skal stjórna Mentanargrunninum

Ingun í Skrivarastovu er á odda í nýggju nevndini fyri MentanargrunninFotomynd: kvf.fo

Ingun í Skrivarastovu er á odda í nýggju nevndini fyri Mentanargrunnin

Fotomynd: kvf.fo

Mentamálaráðið boðar frá, at Rigmor Dam hevur valt nýggja nevnd fyri Mentanargrunn Landsins fyri næstu fýra árini. Fyrrverandi formaðurin var løgfrøðingur og tað má sigast at vera eitt ordans stev rætta vegin, at nýggi formaðurin í Mentanargrunni Landsins er úr listaumhørvinum. Talan er um Ingun í Skrivarastovu filmsframleiðara, sum eigur og rekur Fish & Film, ið eitt nú framleiðir filmarnar hjá Sakarisi Stórá.

Í stýrinum sita fimmlimir og 5 varalimir. Landsstýriskvinnan velur trý teirra sjálv, og tveir av limunum verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur.

Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Frá 1. januar 2017 eru limirnir í Mentanargrunni Landsins hesir:

Formaður: Ingun í Skrivarastovu

Varalimur: Sissal Kampmann

 

Næstformaður: Annfinnur Heinesen

Varalimur: Dagfinn Olsen

 

Nevndarlimur: Gulla Øregaard

Varalimur: Kristina Joensen

 

Nevndarlimur:  Urd Johannesen

Varalimur: Sunnvá Bæk

 

Nevndarlimur: Leif Hansen

Varalimur: Ivan Niclasen

 

Stýrið er sett fyri fýra ár, tíðarskeiðið er 1. januar 2017 til 31. desember 2020.

 

 

Flotin hjá Atlantic fingið listafólkanøvn

Beint í áðni var hátíðarhald í hangarinum vesturi í Vágunum. Jonhard Mikkelsen avdúkaði, at Atlantsflog hevur stovnað ein nýggjan listagrunn, sum eitur Listaflog og sum umframt flogferðaseðlar inniheldur 100.000 krónur árliga til listafólkini. Tað er fantastiskt, at vinnan soleiðis virðir okkara listafólk. Eisinihava flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic fingið listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.

Hetta var sum flestum kunnugt úrslitið av eini kapping - tá eg hoyrdi um hesa kapping kom eg alt fyri eitt í tankar um listafólkini og skrivaði soleiðis til Atlantsflog: Flotin hjá Atlantic Airways hevur ómissandi týdning fyri allar føroyingar, bæði tá vit ferðast innanlanda millum oyggjarnar og tá vit skulu uttanlands. Eg haldi, at tað er upplagt at uppkalla flotan hjá Atlantsflog eftir føroyskum listafólkum, ið á sama hátt hava alstóran týdning fyri bæði okkara trivnað innanlands, samstundis sum listafólkini javnt og samt vinna okkum frama í útlondum. Listafólkini flúgva høgt og bróta støðugt upp úr nýggjum, og sjálvt hugskotið um flúgvandi akfør kom sum kunnugt upprunaliga frá einum listamanni, tað var flogvitið Leonardo da Vinci, ið hugsaði tann vegin longu í endurburðartíðini.

Míni uppskot vóru Ingálvur, William, Ruth, Sunleif og Eivør og eftirsum, at eg hevði trý røtt vann eg (saman við Alvin Joensen og Hera Nolsøe og Páll Oddi Rubeksen), vit fáa tveir ferðaseðlar og 3000 krónur í part.  

Myndaódnin - Billedstormen 2016

Myndaódnin 2016

Har var rokan í fjøruni í Steinprenti í gjár, 14.des, tá Myndaódnin læt upp. Nógv fólk nýttu høvið til at velja sær eitt gávuprent burtur úr teimum fýra bláu prentunum, sum Tróndur Patursson hevur gjørt til endamálið, og sum limir í áhugafelagnum Steinbrá kunnu ogna sær, hava teir rindað limagjald. Fleiri nýggir limir meldaðu seg inn í felagið og enn ber til at melda seg inn og gera eitt satt listakvett. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496. 

Myndaódnin er sett saman av verkum, sum eru framleiddí brátt farna ári umframt onkrum aftrat, sum vit hildu riggaði til. 2016 var eitt spennandi ár í Steinprenti við sera nógvum og ymiskum verkætlanum. Myndaódnin 2016: Silja Strøm, Hanni Bjartalíð, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Tórbjørn Olsen, Erik Heide, Marius Olsen, Zven Balslev, Peter Carlsen, Tróndur Patursson, Ian McKeever, Hansina Iversen, Julie Sass, Margrethe Odgaard og Louise Sass, umframt bøkur hjá m.a. Daniel Milan og Pernille Kløvedal Helveg. Eisini er ein lítil minnisframsýning við grafiskum verkum hjá ávikavist Roj Friberg, Emil Westmann Hertz og Nils Erik Gjerdevik.

Eg seti nakrar myndir inn her frá upplatingini í gjár og nýti samstundis høvi at ynskja øllum tykkum eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuríkt nýggjár – Túsund takk fyri nógvar góðar løtur í 2016.

Heilsan Kinna Poulsen

Billedstormen 2016

Julen fejres igen i år i Steinprent med et mylder af billeder, som hovedsagelig er fremstillet på værkstedet i indeværende år. Udstillingstitlen Billedstorm har forsåvidt ingenting med ikonoklasmen at gøre, titlen Myndaódnin var oprindelig inspireret af den berømte julestorm, der hærgede Færøerne i 1986, men lad mig forsikre jer om, at den årlige billedstorm i Steinprent er af en noget mere munter og opbyggelig beskaffenhed. Rent beset handler den mest om at mødes over et glas julegløgg, mens vi taler sammen og husker året der gik på Færøernes grafiske værksted.

Billedstormen 2016 indeholder værker af Silja Strøm, Hanni Bjartalíð, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Tórbjørn Olsen, Erik Heide, Marius Olsen, Zven Balslev, Peter Carlsen, Tróndur Patursson, Ian McKeever, Hansina Iversen, Julie Sass, Margrethe Odgaard og Louise Sass, samt bøger af bl.a. Daniel Milan og Pernille Kløvedal Helveg. Vi har også lavet en lille mindeophængning med grafiske værker af henholdsvis Roj Friberg, Emil Westmann Hertz og Nils Erik Gjerdevik.

En del mennesker var mødt op i går for at hente foreningen Steinbrás gavetryk, som Tróndur Patursson har fremstillet. Foreningen, der støtter Steinprents virksomhed, er åben for alle og det kan stadig lade sig gøre for alle interesserede at tilmelde sig og dermed få et årligt gavetryk. Medlemsskab koster 500 kroner pr person og 2000 for firmaer og deslige.

Jeg sætter nogle billeder ind her fra åbningen i går og benytter anledningen til at ønske jer alle en god og hyggelig jul og et godt nytår. Tusind tak for gode stunder i 2016.

Hilsen Kinna Poulsen

IMG_0600.jpg

Julen er hjerternes fest og en dejlig anledning til at hænge Peter Carlsens julebilleder op

Hanni Bjartalíðs værker placeret på en litografisk sten

Litografiet, som Tórbjørn Olsen lavede på sin 60 års fødselsdag d.22.januar i år

Fra udstillingen

Fra udstillingen

Steinbrá´s kasserer, Gyðja Hjalmarsdóttir var travlt optaget.

Steinbrá´s kasserer, Gyðja Hjalmarsdóttir var travlt optaget.

Steinbrá´s kasserer, Gyðja Hjalmarsdóttir var travlt optaget.

Jan Andersson stod for gløggen

Fra udstillingen

Tóroddur Poulsen

iPhone Image C3CBD6.jpg

Silja Strøm

Fra udstillingen

Fra udstillingen

Det ene af Claus Carstensens tryk

Det ene af Claus Carstensens tryk


Glasir - listafólkini almannakunngjørd

Nú er greitt, hvørji listafólkini eru, ið skulu lyfta ta stóru uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðisnevndin, ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti í vár, hevur gjørt av hvørji listafólk fáa høvi at skapa listaverk til nýggja miðnámsskúlan í Marknagili. 

Tey útvaldu eru tríggjar listakvinnur og tríggir listamenn, tey eru øll føroysk, dugnalig og tey flestu eru etableraði listafólk, men tey ungu eru somuleiðis sloppin upp í part.

Hjartaliga tillukku øll somul:

Rannvá Kunoy (f.1975). Her er eitt verk hjá Rannvá: 

Anker Mortensen (f.1961). Her er ein málningur hjá Anker:

Jóhan Martin Christiansen (1987). Úr framsýning hansara í Listasavninum:

Brandur Patursson (1977). Frá framsýning hansara í Listahøllini:

Sigrun Gunnarsdóttir (1950). Eitt av hennara verkum:

Hanni Bjartalíð (1968): Eitt úrval av hansara verkum

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard (1982): Eitt verk, sum hevur verið framsýnt í Listasavninum

 

"Tað gleðir meg, at listprýðingin av Glasi nú fer at taka skap, og eg eri sannførd um, at tey listaligu spor, ið tey sjey listafólkini koma at seta í bygningin, verða við til at skapa eitt spennandi og gevandi umhvørvi í skúlanum", sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Tá listprýðisnevndin fór til verka í vár, gjørdi hon av at skriva út kapping um at koma við uppskotum um listprýðing. Í fyrsta umfari komu uppskot frá 40 listafólkum, og av hesum vórðu 11 listafólk vald út at koma við nágreiniligari uppskoti og frágreiðing um listaverkini. Nú, tá endalig støða er tikin, er úrslitið, at 7 listafólk koma at listprýða nýggja bygningin.

Nevndin er sera fegin um stóru undirtøkuna og høgu góðskuna á uppskotunum. “Tað hevur verið aðalmálið hjá nevndini at tryggja, at listprýðingin á Glasi verður á høgum listaligum stigi, og at listin, ið verður vald, er í góðum samanspæli við arkitekturin, og tað halda vit avgjørt, at tey uppskot, ið nú eru vald út, koma at liva upp til”, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini.

Tá Løgtingið samtykti at byggja miðnámsskúlan í Marknagili, vórðu 3 mió. kr. settar av til listprýðing. Tað svarar til 1% av handverkaraútreiðslunum. Í listprýðisnevndini fyri Glasir eru Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í nevndini, Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Finn Nørkjær, arkitektur hjá BIG, Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki, Hansina Iversen, listakvinna og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur. 

 

Myndaódn við djúpum bládýpi

Tey prenta blátt í Steinprenti hesar dagarnar og tey hava úr at gera við at fáa øll prentini liðug og signeraði til gløgglistaløtuna, sum verður í Steinprenti mikudagin 14.des frá kl.16-18. Hetta verður samstundis upplating av framsýningini Myndaódnin 2016 við eini ørgrynnu av list hjá listafólkum, sum hava arbeitt og framsýnt í Steinprenti millum ár og dag og listabókum, sum verða til sølu og afturvið øllum tí listarliga verður gott jólagløgg at fáa.

Á framsýningini hanga m.a. tær seks, spildurnýggju djúpbláu myndirnar hjá Tróndi Patursson, sum limir í áhugafelagnum Steinbrá kunna velja ímillum sum gávuprent, einasta treyt er, at limagjaldið er goldið - tað ber væl til at hava limagjaldið við og eisini eru nýggir limir vælkomnir mikudagin. Steinbrá er áhugafelag, sum stuðlar virkseminum hjá Steinprenti, tvs. at øll inntøka felagsins fer beinleiðis til rakstur hjá Steinprenti. Limagjaldið er smáar 500,- krónur um árið hjá einstaklingum, feløg og virki rinda 2000,- . (Reg. nr. 9865 konto nr. 1042496 í Norðoya Sparikassa) og fyri hetta fæst á hvørjum ári m.a. eitt grafiskt listaverk, sum eitt av okkara bestu listafólkum hevur gjørt. Í ár er tað altso Tróndur Patursson, honum dámar annars best at arbeiða við stórari stødd, so at áskoðarin skal kunna kenna seg søkka inn í verkini og føla vektloysið og kosmiska sambandið við alheimin. Men eg haldi í grundini, at tað hevur eydnast Tróndi at fáa júst hesa kensluna fram í nýggju prentunum, sum tó at tey máta 25 x 20 cm, eru stórbær. Jan Andersson greiðir frá, at tað gjørdust ein avbjóðing hjá verkstaðnum af fáa hetta fram, sum listamaðurin ynskti, tað varð loyst m.a. við at finna og brúka serligar litir, tessvegna eru litirnir í myndunum m.a. av fronskum, hálendskum og amerikonskum uppruna. 

Øll eru hjartans vælkomin.

 

Ingolf Jacobsen á Kamarinum 100

8.desember fyri hundrað árum síðani varð evnaríki føroyski listamaðurin, Ingolf Jacobsen føddur. At hann ikki er betur kendur í dag, kemst helst av, at hann doyði tíðliga orsakað av sjúku. Ólavur Jakobsen hevur skrivað nøkur orð um ommubeiggjan, sum Listaportalurin slapp at læna:

Í dag, 8. desember, eru 100 ár liðin síðan ommubeiggi okkara, teknarin og listamaðurin Ingolf Jacobsen á Kamarinum var borin í heim. Ingolf var yngsti sonur Nicolinu Dam og Magnus á Kamarinum, byggimeistara í Havn. 19 ára gamal fór hann av landinum við lítið øðrum enn tekningum sínum og byrjaði í 1940 á Kunstakademinum í Keypmannahavn, har ið Aksel Jørgensen var lærari hansara. Ingolf luttók saman Janus Kamban, Gudmund Hentze, Elinborg Lützen, Ruth Smith og Mikines á tí fyrstu føroysku framsýningini nakrantíð í Keypmannahavn. Janus Kamban, sáli, segði mær fyri nógvum árum síðani frá um Ingolf og tíðina undir krígnum hjá ungu føroysku listafólkunum í Keypmannahavn. Janus segði mær, at Ingolf seinnu tíðina hann var næmingur hjá professaranum ikki treivst og at hann fekst við mong onnur ting og hevði nógv hugskot. Ingolf hevði mest hug til blaðtekning, og nógvar av tekningum hansara frá lestrartíðini eru rættiliga social-realistiskar, langt innan hetta orðið var komið til Føroyar. Óansæð hvør uppgávan var, so kláraði Ingolf tað við penni og blýanti sínum. Um tað var reklama, pallmyndir, keiputekningar. Hann vann sær inntøku sum teaturmálari á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, hann skrivaði útvarpsleik, sum var sendur við m.a. kendu sjónleikarunum Holger Reenberg og Mogens Wieth í Danmarks Radio. Ingolf hevði ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn føroyskt útvarp og hevði somuleiðis ætlanir um eina ballet. Hann flutti til Århus og var hann við til at stovna føroyingafelag í Jyllandi. Ingolf gjørdist eisini høvuðsteknari á Aalborg Stiftstidende, umframt at hann virkaði sum teknari á satiru-blaðnum Cimbrer-Hylet. Ingolfi longdist heim til Føroyar og hugurin var á tremur við ætlanum. Alt hetta skuldi setast í verk, tá ið hann slapp aftur til Føroyar nú heimsbardagin var av. Men Ingolf gjørdist álvarsliga sjúkur av krabbasjúku í kjálkaholuni og doyði 15. juni 1946, bert 29 ára gamal.

Í bóklingi, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 1972, skrivar Gunnar Hoydal m.a. um Ingolf: "Eingin var í iva um, at Ingolf átti óvanligar gávur, heldur ikki hann sjálvur, og hann hevði hug at fáa meira burtur úr teimum. Men haðani, og so til at leita út í eina óvissa framtíð í einum ótryggum starvi í fremmandum landi, tað er eitt stórt stig, sum krevur einastandandi sjálvsálit og ágrýtni. Ingolf bilaði hvørki, og aðrir møguleikar vóru ikki ....”. Gunnar endar inngangin í bókini soleiðis:
".... At meta út frá hesum um tey úrslit, ið kundu komið burturúr hansara gávum er hættisligt, ivaleyst eisini óneyðugt. Vónin hjá tí, ið hevur savnað tilfarið, hevur verið at geva sína egnu mynd av einum gávuríkum landsmanni, sum fór so merkiliga opin, hugagóður og óspiltur gjøgnum sítt stutta lív"

William Heinesen, var nógv úti í Konradsbrekkuni, saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var granni hjá byggimeistaranum Magnusi og gávaðu børnum hansara. William skrivaði í brævi til bróðursystur Ingolfs um síni minni um hesar báðar úrmælingar, faðrin Magnus og sonin Ingolf, og at teir báðir vóru fyrimyndir til Marselius í stuttsøguni Det fortryllede lys. Ingolf giftist Clara Marie og fingu tey tvey børn, Stein og Ingun.

 

322 mentanarsíður og 1 djúsut appilsin

Framman fyri mær her á borðinum liggja tvey nýggj, føroysk tíðarrit við tilsamans 322 blaðsíðum av skaldskapi og mentan, harav ikki so fáar síður eru ognaðar ummælum og bókmentaviðgerð av ymiskum slagi. Henda støðan er sjáldsom og marglætiskend, hon leggur upp til bæði fagnað og kritikk.

Permumyndirnar, ið prýða Vencil og Varðan eru báðar vakrar og figurativar við einum høvuðsfiguri, sum er staðsettur vinstrumegin á permuni. Axolotlurin hjá Bárði Oskarsson er settur mitt á kápuna á Vencli soleiðis, at tekningin heldur fram yvirum á baksíðuna - tað riggar sera væl. Á Varðapermuni sæst bert eitt brot av eini hugfarsligari sjálvsmynd hjá Mariusi Olsen við Mimirslampu og glasi - brotamyndin kemst av uppsetingini við eini tekstrond vinstrumegin, tað minnur eitt sindur um permuna í Det Bedste heftunum, men eisini um permusniðið í danska bókmentatíðarritinum Kritik, sum forrestin helt uppat í september í ár.

Báðar permurnar eru vakurt gráar, og ljóma av góðari og gamlari, grafiskari góðsku. Í grundini signalerar alt í hesum útgávunum - heilt frá stavsniði til pappírsdygd umframt siðbundna uppsetingin hetta sama kultiveraða hóvsemið, ið mong okkara kanska sambinda við mentanarviðgerð. Sett eitt sindur fýrkantað upp, so eru vit von við, at menta- og listaviðgerð skal vera eitt sindur keðilig. Snýr tað seg um mentan og list, mugu vit ikki leypa framav, men heldur vera eitt sindur langdrigin og varin, jú keðiligari og jú meira siðsøguliga dustmikið, tess meira mentað ella hvat?

Varðin er nógv tann eldri av ritunum báðum, hann er ein tignarligur harri frá byrjanini av øldini, ið byrjaði sum mentanarligur felagsskapur í 1912, og í 1921 kom fyrsta tíðarritið út. Dorit Hansen ritstjórnaði sín fyrsta Varða í ár og tað skerst ikki burtur, at Varðin við henni aftur er eitt rit, sum tað ber til at ummæla. Varðin fevnir breiðari enn Vencil og eg haldi, at hann fevnir nóg so breitt, eins og hann tykist beinleiðis antikveraður í støðum, t.d. í summum av ferðafrásøgnunum og siðsøguligu greinunum. 

Í mun til Varðan er Vencil ein tíggju ára gamal nýlingur, sum hevur verið sera væl móttikin, ikki minst av føroysktlærarum, sum hava havt stóra gleði av teimum tekstum, sum Vencil almannakunnger. Vencil hevur tessvegna stóra ábyrgd, sum ikki altíð verður tikin í nóg stórum í álvara í mun til at halda dygdarstøði – hinvegin hevur ritið havt ein týdningarmiklan leiklut við atliti til debutantar, sum í Vencil hava fingið ein sýnisglugga til sínar fyrstu royndir. Onkuntíð er long tíð gingin millum Venclarnar, men higartil hevur tað so eydnast ritstjórunum báðum, Arnbirni Ólavsson Dalsgarð og Oddfríði Marna Rasmussen at fáa ritið út og í 2009 fingu teir M.A.Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik.

Og hvat spennandi hava teir valt at borðreiða fyri okkum í hesi feskastu útgávuni av Vencli Anno Domini 2016? Jú, lagt verður út við Gullhornunum! - Við Gullhornunum? - Ja, kæri læsari, við teirri aggomlu yrkingini “De hiige og søge..”, sum onkur kanska minnist frá onkrum danskttíma í Hoydølum, og sum Turið Sigurðardóttir nú hevur føroyskað. Hetta er neyvan løtuverk og sigast má, at Turið Sigurðardóttir hevur fingið yrkingina at sita bæði innihaldsliga og formliga – Gullhornini er í støðum enn meira rímføst enn Guldhornene, t.d. “Rímfaksi døkkur/ froysir og støkkur/ og í havdýpið søkkur./ Upp morgunsins hurðar/ Dellingur letur;/ og Skinfaksi fetar,/ í glæsandi loga/ á himinsins boga” (s.12-14 Vencil nr.17), sum í upprunayrkingini ljóðar: “Hrymfaxe den sorte/ puster og dukker/ og i Havet sig begraver./ Morgenens Porte/ Delling oplukker,/ og Skinfaxe traver/ i straalende Lue/ paa Himlens Bue”. Við allarstørstu virðing fyri stóra og dugnaliga avrikinum hjá Turið Sigurðardóttir og fyri Adam Oehlenschläger, gamla, so skilji eg yvirhøvur ikki raðfestingina hjá ritstjórunum at leggja fyri við hesari gomlu donsku yrkingini frá 1802. Í mínari verð skal Vencil fyrst og fremst fokusera uppá føroyskan samtíðarskaldskap. Nåh, men føroysktlærarirnir verða glaðir og við tað, at føroyskt næstan hevur yvirtikið danskt sum lærugrein, verður kanska tørvur á øllum hesum týðingunum av donskum tekstum og tekstum á øðrum málum hjá Tove Ditlevsen, Vagn Steen, Villy Sørensen, Yahya Hassan, Josef Brodsky, Bodil Malmsten, Julio Cortázar osfr.

Í hesi avmarkaðu grein fái eg sjálvandi ikki nevnt allar teir mongu tekstirnar í ritunum báðum, men eg nevni onkrar, sum sita eftir, tá eg nú havi lagt útgávurnar frá mær. Fleiri av stuttsøgunum í báðum ritunum viðgera ta øgiliga keðiligu menniskjatilveruna og tað er keðiligt og í støðum so veruleikakent, at eg eitt nú eri vís í, at eg havi møtt hasum gerandisliga parinum í søguni hjá Jón Thorsteinsson um tey bæði, eg havi eisini møtt vakra dronginum í søguni Áarross hjá Anniku Skaalum (Vencil) og hasum dysfunktionella parinum hjá Arnbirni Ó.Dalsgarð (Vencil), sum minnir um okkurt, sum Naja Maria Aidt kundi havt skrivað um primitiva menniskjadjórið. Somuleiðis kenni eg óttan, sum Bárður Persson lýsir í yrkingini Jesus kemur sum tjóvur á nátt (Vencil) tí eisini eg havi verið á Zarepta. Stuttsøgan Holið hjá Rannvá Næs Hoydal hevur eina surrealistiska snaring, sum er nokk so týpisk og uppi í tíðini, men henda søgan er væl skrivað og snarað.

Vencil hevur hesa ferð ummæli við, Oddfríður M.Rasmussen hevur skrivað 3 stutt ummæli, ið øll eru positiv; kanska kundi Vencil hildið seg til skaldskapin nú tá Varðin tekur sær av ummæli. Ikki kann sigast, at ummælið, sum Jóan Pauli Joensen skrivar í Varðanum um Sørvágs søgu, hjá Sonna Jacobsen er serliga positivt. Ummælið er í grundini so mikið skrappt, at ein umbering eftir øllum at døma er kravd, hon kemur til sjóndar eins og ein uggandi frágreiðing, tá Jóan Pauli Joensen staðfestir í yvirskriftini: “At verða skammróstur er at verða hildin fyri gjøldur”. Tað er annars frálíkt, at myndlistin er við í Varðanum, bjartlittu myndirnar hjá Hansinu Iversen eru eins og smáar oasur í øllum teksthópinum; meira av slíkum!

Yrkingin er eitt serliga eiggiligt tekstaslag og av teimum eru heili fimtan í Varðanum. Yrkingarnar hjá Kim Simonsen taka støði í einum ítøkiligum mikrokosmos, sum er klangbotnurin hjá einum sansandi og saknandi egi. Mær dámar serliga væl ta fyrstu, einføldu og sindur turrisliga skrásetandi yrkingina um kannibalismu millum klukkur og meyrur og tysjan í skógarbotninum, sum alt steðgar við staðfestingini “Eg havi mist teg” (s.14 Varðin 83 nr.2). Av yrkingunum skara tær báðar hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger í Varðanum framúr og mitt í fagnaðinum um hesar yrkingarnar komi eg aftur í tankar um mína høvuðsatfinning av báðum ritunum, Varðanum og Vencli.

Sum tíðarrit – rit í tiðini eru báðar útgávur alt ov gamaldags, her mangla nýggir, nútíðarligir, spraklandi tekstir og list av tí slagnum, sum eru framman fyri meg, og sum, tá eg lesi og upplivi, geva mær ein uppá kjaftin, so at mín imagineri fínlittereri hattur og brillurnar við flúgva av; eg vil lesa tekstir úr okkara tíð, sum fáa meg at føla nakað, sum eg ikki havi følt fyrr.

Tað er tann vegin, tær báðar yrkingarnar hjá Lív Mariu Róadóttir benda. Tær eru báðar settar saman av einum lyriskum teksti, sum er kursiveraður og einum prosapetti, ið líkasum greiðir frá umstøðunum og útgangsstøðinum hjá tí skrivaða. Hesi appendiksini eru bæði kenslu- og skilborin og tey tykjast í grundini óneyðug. Kursiveraða yrkingin er so ómetaliga væl skrivað í sær sjálvum, er so sansaliga og hysteriska neyvt fest á blað, at tað er ein fragd at lesa aftur og aftur: “ein djúsut appilsin, mín angist/ (mín angist, mín angist, mín angist, mín angist)/ ein etjandi strála í eygað/ tá eg flysi hana/ leðurkend/ eg skrivi á skýleysa ró/ eg skrivi á brandgult ljóð” (s.11 Varðin 83 nr 2). Himmalglað komi eg í tankar um eina yrking hjá danska yrkjaranum Johannes L. Madsen: “nedspildt spruttende af syre/ og med alle tanker antændt fægtende/ i delte mandariner/ skilt og fuldmoden laprende/ i grønt lys og flugt/ med ligegyldige anslag/ suget gennem minuttet/ sydende af saft og nedspildt/ fra hinkesten og mandariner...” (brot úr yrkingini, sum kann lesast í síni heild her: www.kristeligt-dagblad.dk/historier/10digte/johannes-l-madsen. Hetta hevur sum so einki við hvørki Varðan ella Vencil at gera, men øll høvi til at sitera Madsen eru eyðvitað góð og eg elski appilsinir og mandarinir og gleði meg til komandi savnið hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og til komandi Varðar og Venclar við feskari og betri samtíðarskaldskapi.