Mentanardagur í BankNordik og Norðurlandahúsinum
/BankNordik er høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum í 2017 og 2018. Hetta verður hátíðarhildið leygardagin 21. januar við einum tiltaki fyri alla familjuna har mentan, list og stuttleiki eru í miðdeplinum.
BankNordik letur dyrnar upp kl. 12.00 til eina hugnaliga løtu við ábiti og tónleiki. Klovnurin Tapé kemur at heilsa upp á børnini, og frá kl. 15.30 fer Kinna Poulsen at greiða frá listini í húsinum.
Fram til kl. 19.00 eru nógv spennandi tiltøk á skránni í bæði Norðurlandahúsinum og bankanum. Fjølbroytta skráin sæst niðanfyri.
Øll er hjartaliga vælkomin til at hátíðarhalda dagin saman við okkum.
Í BankNordik:
12.00 – 13.00 Klovnurin Tapé heilsar upp á børn og vaksin. Livandi tónleikur við Beini Rasmussen. BankNordik bjóðar ábit.
12.00 – 14.00 Fotosafari við Jenny Weihe Poulsen. Byrjar í BankNordik og endar í Norðurlandahúsinum.
15.30 Kinna Poulsen hevur fyrilestur um val av list og verkum til høvuðssætið hjá BankNordik.
16.00 Rundvísing í høvuðssætinum, har Kinna Poulsen fer at greiða frá listini.
Í Norðurlandahúsinum:
14.00 – 17.00 Norðurstova Barnabiografur
14.00 – 19.00 Skálin/Forhøllin/Dansistovan Framsýningarnar hjá Katarinu Mistal og við list hjá BankNordik hava opið.
14.00 Forhøllin Blue Coat Brass Band spæla.
14.30 Forhøllin Fernisering: Katarina Mistal og framsýning við listaverkum hjá BankNordik. Eftir røðurnar spæla Blue Coat Brass Band. Norðurlandahúsið bjóðar okkurt leskiligt.
15.00 & 16.30Klingran Klovnurin Tapé.
15.30 & 16.30Skálin Helgi Fossádal vísir runt í framsýningini við list hjá BankNordik.
17.00 – 19.00Forhøllin Singer-songwriter kafé: Lea Kampmann, Hans Andrias Jacobsen, Guðrun Sólja Jacobsen & Eyðun Ásason saman við JanusiKampmann, Uni Debess & Rógvi á Rógvu.