Flotin hjá Atlantic fingið listafólkanøvn
/Beint í áðni var hátíðarhald í hangarinum vesturi í Vágunum. Jonhard Mikkelsen avdúkaði, at Atlantsflog hevur stovnað ein nýggjan listagrunn, sum eitur Listaflog og sum umframt flogferðaseðlar inniheldur 100.000 krónur árliga til listafólkini. Tað er fantastiskt, at vinnan soleiðis virðir okkara listafólk. Eisinihava flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic fingið listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.
Hetta var sum flestum kunnugt úrslitið av eini kapping - tá eg hoyrdi um hesa kapping kom eg alt fyri eitt í tankar um listafólkini og skrivaði soleiðis til Atlantsflog: Flotin hjá Atlantic Airways hevur ómissandi týdning fyri allar føroyingar, bæði tá vit ferðast innanlanda millum oyggjarnar og tá vit skulu uttanlands. Eg haldi, at tað er upplagt at uppkalla flotan hjá Atlantsflog eftir føroyskum listafólkum, ið á sama hátt hava alstóran týdning fyri bæði okkara trivnað innanlands, samstundis sum listafólkini javnt og samt vinna okkum frama í útlondum. Listafólkini flúgva høgt og bróta støðugt upp úr nýggjum, og sjálvt hugskotið um flúgvandi akfør kom sum kunnugt upprunaliga frá einum listamanni, tað var flogvitið Leonardo da Vinci, ið hugsaði tann vegin longu í endurburðartíðini.
Míni uppskot vóru Ingálvur, William, Ruth, Sunleif og Eivør og eftirsum, at eg hevði trý røtt vann eg (saman við Alvin Joensen og Hera Nolsøe og Páll Oddi Rubeksen), vit fáa tveir ferðaseðlar og 3000 krónur í part.