Ingolf Jacobsen á Kamarinum 100

8.desember fyri hundrað árum síðani varð evnaríki føroyski listamaðurin, Ingolf Jacobsen føddur. At hann ikki er betur kendur í dag, kemst helst av, at hann doyði tíðliga orsakað av sjúku. Ólavur Jakobsen hevur skrivað nøkur orð um ommubeiggjan, sum Listaportalurin slapp at læna:

Í dag, 8. desember, eru 100 ár liðin síðan ommubeiggi okkara, teknarin og listamaðurin Ingolf Jacobsen á Kamarinum var borin í heim. Ingolf var yngsti sonur Nicolinu Dam og Magnus á Kamarinum, byggimeistara í Havn. 19 ára gamal fór hann av landinum við lítið øðrum enn tekningum sínum og byrjaði í 1940 á Kunstakademinum í Keypmannahavn, har ið Aksel Jørgensen var lærari hansara. Ingolf luttók saman Janus Kamban, Gudmund Hentze, Elinborg Lützen, Ruth Smith og Mikines á tí fyrstu føroysku framsýningini nakrantíð í Keypmannahavn. Janus Kamban, sáli, segði mær fyri nógvum árum síðani frá um Ingolf og tíðina undir krígnum hjá ungu føroysku listafólkunum í Keypmannahavn. Janus segði mær, at Ingolf seinnu tíðina hann var næmingur hjá professaranum ikki treivst og at hann fekst við mong onnur ting og hevði nógv hugskot. Ingolf hevði mest hug til blaðtekning, og nógvar av tekningum hansara frá lestrartíðini eru rættiliga social-realistiskar, langt innan hetta orðið var komið til Føroyar. Óansæð hvør uppgávan var, so kláraði Ingolf tað við penni og blýanti sínum. Um tað var reklama, pallmyndir, keiputekningar. Hann vann sær inntøku sum teaturmálari á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, hann skrivaði útvarpsleik, sum var sendur við m.a. kendu sjónleikarunum Holger Reenberg og Mogens Wieth í Danmarks Radio. Ingolf hevði ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn føroyskt útvarp og hevði somuleiðis ætlanir um eina ballet. Hann flutti til Århus og var hann við til at stovna føroyingafelag í Jyllandi. Ingolf gjørdist eisini høvuðsteknari á Aalborg Stiftstidende, umframt at hann virkaði sum teknari á satiru-blaðnum Cimbrer-Hylet. Ingolfi longdist heim til Føroyar og hugurin var á tremur við ætlanum. Alt hetta skuldi setast í verk, tá ið hann slapp aftur til Føroyar nú heimsbardagin var av. Men Ingolf gjørdist álvarsliga sjúkur av krabbasjúku í kjálkaholuni og doyði 15. juni 1946, bert 29 ára gamal.

Í bóklingi, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 1972, skrivar Gunnar Hoydal m.a. um Ingolf: "Eingin var í iva um, at Ingolf átti óvanligar gávur, heldur ikki hann sjálvur, og hann hevði hug at fáa meira burtur úr teimum. Men haðani, og so til at leita út í eina óvissa framtíð í einum ótryggum starvi í fremmandum landi, tað er eitt stórt stig, sum krevur einastandandi sjálvsálit og ágrýtni. Ingolf bilaði hvørki, og aðrir møguleikar vóru ikki ....”. Gunnar endar inngangin í bókini soleiðis:
".... At meta út frá hesum um tey úrslit, ið kundu komið burturúr hansara gávum er hættisligt, ivaleyst eisini óneyðugt. Vónin hjá tí, ið hevur savnað tilfarið, hevur verið at geva sína egnu mynd av einum gávuríkum landsmanni, sum fór so merkiliga opin, hugagóður og óspiltur gjøgnum sítt stutta lív"

William Heinesen, var nógv úti í Konradsbrekkuni, saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var granni hjá byggimeistaranum Magnusi og gávaðu børnum hansara. William skrivaði í brævi til bróðursystur Ingolfs um síni minni um hesar báðar úrmælingar, faðrin Magnus og sonin Ingolf, og at teir báðir vóru fyrimyndir til Marselius í stuttsøguni Det fortryllede lys. Ingolf giftist Clara Marie og fingu tey tvey børn, Stein og Ingun.