Ingolf Jacobsen á Kamarinum 100

8.desember fyri hundrað árum síðani varð evnaríki føroyski listamaðurin, Ingolf Jacobsen føddur. At hann ikki er betur kendur í dag, kemst helst av, at hann doyði tíðliga orsakað av sjúku. Ólavur Jakobsen hevur skrivað nøkur orð um ommubeiggjan, sum Listaportalurin slapp at læna:

Í dag, 8. desember, eru 100 ár liðin síðan ommubeiggi okkara, teknarin og listamaðurin Ingolf Jacobsen á Kamarinum var borin í heim. Ingolf var yngsti sonur Nicolinu Dam og Magnus á Kamarinum, byggimeistara í Havn. 19 ára gamal fór hann av landinum við lítið øðrum enn tekningum sínum og byrjaði í 1940 á Kunstakademinum í Keypmannahavn, har ið Aksel Jørgensen var lærari hansara. Ingolf luttók saman Janus Kamban, Gudmund Hentze, Elinborg Lützen, Ruth Smith og Mikines á tí fyrstu føroysku framsýningini nakrantíð í Keypmannahavn. Janus Kamban, sáli, segði mær fyri nógvum árum síðani frá um Ingolf og tíðina undir krígnum hjá ungu føroysku listafólkunum í Keypmannahavn. Janus segði mær, at Ingolf seinnu tíðina hann var næmingur hjá professaranum ikki treivst og at hann fekst við mong onnur ting og hevði nógv hugskot. Ingolf hevði mest hug til blaðtekning, og nógvar av tekningum hansara frá lestrartíðini eru rættiliga social-realistiskar, langt innan hetta orðið var komið til Føroyar. Óansæð hvør uppgávan var, so kláraði Ingolf tað við penni og blýanti sínum. Um tað var reklama, pallmyndir, keiputekningar. Hann vann sær inntøku sum teaturmálari á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, hann skrivaði útvarpsleik, sum var sendur við m.a. kendu sjónleikarunum Holger Reenberg og Mogens Wieth í Danmarks Radio. Ingolf hevði ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn føroyskt útvarp og hevði somuleiðis ætlanir um eina ballet. Hann flutti til Århus og var hann við til at stovna føroyingafelag í Jyllandi. Ingolf gjørdist eisini høvuðsteknari á Aalborg Stiftstidende, umframt at hann virkaði sum teknari á satiru-blaðnum Cimbrer-Hylet. Ingolfi longdist heim til Føroyar og hugurin var á tremur við ætlanum. Alt hetta skuldi setast í verk, tá ið hann slapp aftur til Føroyar nú heimsbardagin var av. Men Ingolf gjørdist álvarsliga sjúkur av krabbasjúku í kjálkaholuni og doyði 15. juni 1946, bert 29 ára gamal.

Í bóklingi, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 1972, skrivar Gunnar Hoydal m.a. um Ingolf: "Eingin var í iva um, at Ingolf átti óvanligar gávur, heldur ikki hann sjálvur, og hann hevði hug at fáa meira burtur úr teimum. Men haðani, og so til at leita út í eina óvissa framtíð í einum ótryggum starvi í fremmandum landi, tað er eitt stórt stig, sum krevur einastandandi sjálvsálit og ágrýtni. Ingolf bilaði hvørki, og aðrir møguleikar vóru ikki ....”. Gunnar endar inngangin í bókini soleiðis:
".... At meta út frá hesum um tey úrslit, ið kundu komið burturúr hansara gávum er hættisligt, ivaleyst eisini óneyðugt. Vónin hjá tí, ið hevur savnað tilfarið, hevur verið at geva sína egnu mynd av einum gávuríkum landsmanni, sum fór so merkiliga opin, hugagóður og óspiltur gjøgnum sítt stutta lív"

William Heinesen, var nógv úti í Konradsbrekkuni, saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var granni hjá byggimeistaranum Magnusi og gávaðu børnum hansara. William skrivaði í brævi til bróðursystur Ingolfs um síni minni um hesar báðar úrmælingar, faðrin Magnus og sonin Ingolf, og at teir báðir vóru fyrimyndir til Marselius í stuttsøguni Det fortryllede lys. Ingolf giftist Clara Marie og fingu tey tvey børn, Stein og Ingun.

 

322 mentanarsíður og 1 djúsut appilsin

Framman fyri mær her á borðinum liggja tvey nýggj, føroysk tíðarrit við tilsamans 322 blaðsíðum av skaldskapi og mentan, harav ikki so fáar síður eru ognaðar ummælum og bókmentaviðgerð av ymiskum slagi. Henda støðan er sjáldsom og marglætiskend, hon leggur upp til bæði fagnað og kritikk.

Permumyndirnar, ið prýða Vencil og Varðan eru báðar vakrar og figurativar við einum høvuðsfiguri, sum er staðsettur vinstrumegin á permuni. Axolotlurin hjá Bárði Oskarsson er settur mitt á kápuna á Vencli soleiðis, at tekningin heldur fram yvirum á baksíðuna - tað riggar sera væl. Á Varðapermuni sæst bert eitt brot av eini hugfarsligari sjálvsmynd hjá Mariusi Olsen við Mimirslampu og glasi - brotamyndin kemst av uppsetingini við eini tekstrond vinstrumegin, tað minnur eitt sindur um permuna í Det Bedste heftunum, men eisini um permusniðið í danska bókmentatíðarritinum Kritik, sum forrestin helt uppat í september í ár.

Báðar permurnar eru vakurt gráar, og ljóma av góðari og gamlari, grafiskari góðsku. Í grundini signalerar alt í hesum útgávunum - heilt frá stavsniði til pappírsdygd umframt siðbundna uppsetingin hetta sama kultiveraða hóvsemið, ið mong okkara kanska sambinda við mentanarviðgerð. Sett eitt sindur fýrkantað upp, so eru vit von við, at menta- og listaviðgerð skal vera eitt sindur keðilig. Snýr tað seg um mentan og list, mugu vit ikki leypa framav, men heldur vera eitt sindur langdrigin og varin, jú keðiligari og jú meira siðsøguliga dustmikið, tess meira mentað ella hvat?

Varðin er nógv tann eldri av ritunum báðum, hann er ein tignarligur harri frá byrjanini av øldini, ið byrjaði sum mentanarligur felagsskapur í 1912, og í 1921 kom fyrsta tíðarritið út. Dorit Hansen ritstjórnaði sín fyrsta Varða í ár og tað skerst ikki burtur, at Varðin við henni aftur er eitt rit, sum tað ber til at ummæla. Varðin fevnir breiðari enn Vencil og eg haldi, at hann fevnir nóg so breitt, eins og hann tykist beinleiðis antikveraður í støðum, t.d. í summum av ferðafrásøgnunum og siðsøguligu greinunum. 

Í mun til Varðan er Vencil ein tíggju ára gamal nýlingur, sum hevur verið sera væl móttikin, ikki minst av føroysktlærarum, sum hava havt stóra gleði av teimum tekstum, sum Vencil almannakunnger. Vencil hevur tessvegna stóra ábyrgd, sum ikki altíð verður tikin í nóg stórum í álvara í mun til at halda dygdarstøði – hinvegin hevur ritið havt ein týdningarmiklan leiklut við atliti til debutantar, sum í Vencil hava fingið ein sýnisglugga til sínar fyrstu royndir. Onkuntíð er long tíð gingin millum Venclarnar, men higartil hevur tað so eydnast ritstjórunum báðum, Arnbirni Ólavsson Dalsgarð og Oddfríði Marna Rasmussen at fáa ritið út og í 2009 fingu teir M.A.Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik.

Og hvat spennandi hava teir valt at borðreiða fyri okkum í hesi feskastu útgávuni av Vencli Anno Domini 2016? Jú, lagt verður út við Gullhornunum! - Við Gullhornunum? - Ja, kæri læsari, við teirri aggomlu yrkingini “De hiige og søge..”, sum onkur kanska minnist frá onkrum danskttíma í Hoydølum, og sum Turið Sigurðardóttir nú hevur føroyskað. Hetta er neyvan løtuverk og sigast má, at Turið Sigurðardóttir hevur fingið yrkingina at sita bæði innihaldsliga og formliga – Gullhornini er í støðum enn meira rímføst enn Guldhornene, t.d. “Rímfaksi døkkur/ froysir og støkkur/ og í havdýpið søkkur./ Upp morgunsins hurðar/ Dellingur letur;/ og Skinfaksi fetar,/ í glæsandi loga/ á himinsins boga” (s.12-14 Vencil nr.17), sum í upprunayrkingini ljóðar: “Hrymfaxe den sorte/ puster og dukker/ og i Havet sig begraver./ Morgenens Porte/ Delling oplukker,/ og Skinfaxe traver/ i straalende Lue/ paa Himlens Bue”. Við allarstørstu virðing fyri stóra og dugnaliga avrikinum hjá Turið Sigurðardóttir og fyri Adam Oehlenschläger, gamla, so skilji eg yvirhøvur ikki raðfestingina hjá ritstjórunum at leggja fyri við hesari gomlu donsku yrkingini frá 1802. Í mínari verð skal Vencil fyrst og fremst fokusera uppá føroyskan samtíðarskaldskap. Nåh, men føroysktlærarirnir verða glaðir og við tað, at føroyskt næstan hevur yvirtikið danskt sum lærugrein, verður kanska tørvur á øllum hesum týðingunum av donskum tekstum og tekstum á øðrum málum hjá Tove Ditlevsen, Vagn Steen, Villy Sørensen, Yahya Hassan, Josef Brodsky, Bodil Malmsten, Julio Cortázar osfr.

Í hesi avmarkaðu grein fái eg sjálvandi ikki nevnt allar teir mongu tekstirnar í ritunum báðum, men eg nevni onkrar, sum sita eftir, tá eg nú havi lagt útgávurnar frá mær. Fleiri av stuttsøgunum í báðum ritunum viðgera ta øgiliga keðiligu menniskjatilveruna og tað er keðiligt og í støðum so veruleikakent, at eg eitt nú eri vís í, at eg havi møtt hasum gerandisliga parinum í søguni hjá Jón Thorsteinsson um tey bæði, eg havi eisini møtt vakra dronginum í søguni Áarross hjá Anniku Skaalum (Vencil) og hasum dysfunktionella parinum hjá Arnbirni Ó.Dalsgarð (Vencil), sum minnir um okkurt, sum Naja Maria Aidt kundi havt skrivað um primitiva menniskjadjórið. Somuleiðis kenni eg óttan, sum Bárður Persson lýsir í yrkingini Jesus kemur sum tjóvur á nátt (Vencil) tí eisini eg havi verið á Zarepta. Stuttsøgan Holið hjá Rannvá Næs Hoydal hevur eina surrealistiska snaring, sum er nokk so týpisk og uppi í tíðini, men henda søgan er væl skrivað og snarað.

Vencil hevur hesa ferð ummæli við, Oddfríður M.Rasmussen hevur skrivað 3 stutt ummæli, ið øll eru positiv; kanska kundi Vencil hildið seg til skaldskapin nú tá Varðin tekur sær av ummæli. Ikki kann sigast, at ummælið, sum Jóan Pauli Joensen skrivar í Varðanum um Sørvágs søgu, hjá Sonna Jacobsen er serliga positivt. Ummælið er í grundini so mikið skrappt, at ein umbering eftir øllum at døma er kravd, hon kemur til sjóndar eins og ein uggandi frágreiðing, tá Jóan Pauli Joensen staðfestir í yvirskriftini: “At verða skammróstur er at verða hildin fyri gjøldur”. Tað er annars frálíkt, at myndlistin er við í Varðanum, bjartlittu myndirnar hjá Hansinu Iversen eru eins og smáar oasur í øllum teksthópinum; meira av slíkum!

Yrkingin er eitt serliga eiggiligt tekstaslag og av teimum eru heili fimtan í Varðanum. Yrkingarnar hjá Kim Simonsen taka støði í einum ítøkiligum mikrokosmos, sum er klangbotnurin hjá einum sansandi og saknandi egi. Mær dámar serliga væl ta fyrstu, einføldu og sindur turrisliga skrásetandi yrkingina um kannibalismu millum klukkur og meyrur og tysjan í skógarbotninum, sum alt steðgar við staðfestingini “Eg havi mist teg” (s.14 Varðin 83 nr.2). Av yrkingunum skara tær báðar hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger í Varðanum framúr og mitt í fagnaðinum um hesar yrkingarnar komi eg aftur í tankar um mína høvuðsatfinning av báðum ritunum, Varðanum og Vencli.

Sum tíðarrit – rit í tiðini eru báðar útgávur alt ov gamaldags, her mangla nýggir, nútíðarligir, spraklandi tekstir og list av tí slagnum, sum eru framman fyri meg, og sum, tá eg lesi og upplivi, geva mær ein uppá kjaftin, so at mín imagineri fínlittereri hattur og brillurnar við flúgva av; eg vil lesa tekstir úr okkara tíð, sum fáa meg at føla nakað, sum eg ikki havi følt fyrr.

Tað er tann vegin, tær báðar yrkingarnar hjá Lív Mariu Róadóttir benda. Tær eru báðar settar saman av einum lyriskum teksti, sum er kursiveraður og einum prosapetti, ið líkasum greiðir frá umstøðunum og útgangsstøðinum hjá tí skrivaða. Hesi appendiksini eru bæði kenslu- og skilborin og tey tykjast í grundini óneyðug. Kursiveraða yrkingin er so ómetaliga væl skrivað í sær sjálvum, er so sansaliga og hysteriska neyvt fest á blað, at tað er ein fragd at lesa aftur og aftur: “ein djúsut appilsin, mín angist/ (mín angist, mín angist, mín angist, mín angist)/ ein etjandi strála í eygað/ tá eg flysi hana/ leðurkend/ eg skrivi á skýleysa ró/ eg skrivi á brandgult ljóð” (s.11 Varðin 83 nr 2). Himmalglað komi eg í tankar um eina yrking hjá danska yrkjaranum Johannes L. Madsen: “nedspildt spruttende af syre/ og med alle tanker antændt fægtende/ i delte mandariner/ skilt og fuldmoden laprende/ i grønt lys og flugt/ med ligegyldige anslag/ suget gennem minuttet/ sydende af saft og nedspildt/ fra hinkesten og mandariner...” (brot úr yrkingini, sum kann lesast í síni heild her: www.kristeligt-dagblad.dk/historier/10digte/johannes-l-madsen. Hetta hevur sum so einki við hvørki Varðan ella Vencil at gera, men øll høvi til at sitera Madsen eru eyðvitað góð og eg elski appilsinir og mandarinir og gleði meg til komandi savnið hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og til komandi Varðar og Venclar við feskari og betri samtíðarskaldskapi.  

Listaárið ið fór - 2016

Her í Dýnujakkalandi eru vit øll nøgd - serliga tí vit hava so góð listafólk. Áðrenn vit vita av er eisini hetta Harrans árið farið í søguna, tá vit hyggja aftur á 2016, varnast vit, at tað var fult av list.

Annika Hoydal signerar fløgur í Norðurlandahúsinum

Annika Hoydal signerar fløgur í Norðurlandahúsinum

Á føðingardegi William Heinesens, tann 15.januar varð avdúkað, at Annika Hoydal, tónaskald, sjónleikari, mentanarmiðlari og sangarinna var uppiborni móttakarin av ársins mentanarvirðisløn. Tað var gott og upp á tíðina. Andrias Høgenni, filmslistamaður fekk Virðislønina til Ung listafólk og J.P. Gregoriussen, arkitektur fekk Heiðursgávu Landsins fyri sítt stóra arbeiði innan byggilistina. Í februar frættist, at Eivør Pálsdóttir hevði fingið 3 ára starvsløn; hetta er ein íløga frá almennu Føroyum, sum heilt vist fer at bera ávøkstur, knubbaskjótingin gongur fyri seg javnt og samt. Hetta kundi staðfestast fleiri ferðir í brátt farna ári, m.a. á Kópakonuframførsluni, sum DR Big Band og DR Vokal Ensemble undir leiðslu av Geir Lysne høvdu í Norðurlandahúsinum í januar, har Eivør í grundini yvirstrálaði tey mongu dugnaligu framførandi. Seinni í ár fekk Eivør ta háttvirdu Danish Music Awards Jazz 2016 virðislønina fyri somu útgávu, At the heart of a Selkie. Tá Faroese Music Awards var hildið í mars, var Eivør ársins toppskorari við fimm heiðurslønum, og nummar tvey varð Annika Hoydal, ið vann tríggjar. Á klassisku síðuni vann Sunleif Rasmussen tvær FMA virðislønir. Harumframt var Studio Bloch eisini eitt slag av vinnara við tað, at tær flestu av vinnaraútgávunum eru upptiknar har.

Hansina Iversen. Frá framsýningini Dissonant Thought á Norðurbryggjuni

Hansina Iversen. Frá framsýningini Dissonant Thought á Norðurbryggjuni

Eins og undanfarin ár, hava føroysk listafólk varpað positivt ljós á heimlandið við at skara framúr uttanlands. Eivør hevur eitt nú framført eina ørgrynnu av vælumtóktum konsertum í eitt nú Rumenia og Týsklandi m.a. Teitur Lassen hevur havt fleiri fagnaðar framførslur í eitt nú New York og seinast í Buenos Aires. Olaf Johannessen hevur havt eitt fult bookað ár og í øllum leiklutum verður hann fagnaður og aftur í ár fekk hann donsku Reumert virðislønina fyri sín leiklut sum Puntila í leikinum við sama heiti í Det Kongelige Teater. Bæði Hans Pauli Olsen og Hansina Iversen hava havt serframsýning í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í summar var framsýning við verkum hjá Rannvá Kunoy i Lundgren Gallery á Mallorca, eins og samrøða var við føroysku listakvinnuna í The Independent. Fleiri onnur listafólk hava gjørt vart við seg altjóða: Rúni Brattaberg, operasangari, Barbara í Gongini, sniðgevi, Heiðrikur á Heygum, fjøllistamaður og Sofía Nolsøe, sjónleikari, fyri at nevna nøkur og júst í skrivandi stund síggi eg, at Haphe, útgávan hjá Konni Kass er Album der woche hjá týska Radio Eins. 

Tað hendi nógv innan sjónleik í 2016 í Føroyum, sum var karmur kring Norðurlendska Sjónleikafestivalin Dagarnir í mai. Tá var tann fagnaða og sera væl eydnaða norðurlendska uppsetingin av Veitsluni endurtikin. Marita Dalsgaard setti eisini nakað so fjart sum føroyska krígsluttøku á breddan við leikinum Jørðin er eitrað. Leikurin varð positivt ummæltur av m.a. Torbirni Jacobsen, sum skrivaði: “Leikurin er frágera góður, og tað, sum eg fegnist mest um, er, at Marita Dalsgaard hevur lagt seg eftir at brúka leikhúsini til at seta spekulatorin á fólki í gongd um evni, sum eiga at fáa eina rættiliga viðgerð, eina diagnosu og hareftir hóskiliga handfaring og heilsubót.”. Tjóðpallurin satsaði stórt uppá leikin, Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen, sum Eyðun Johannessen leikstjórnaði. Talan var um ein klassiskan modernistiskan leik, ið var áhugaverdur og minst ein hálvan tíma ov drúgvur, men scenografiin var heilt óvanliga góð:Pallmyndin byrjar beint har, sum hurðin gongur inn í teaterrúmið. Her er ein smøl gongd úr stáli, ið bæði minnir um leytaran umborð á einum skipi, men sum eisini alt fyri eitt gevur áskoðaranum eina likamliga kenslu av avmarkingum hjá honum, sum situr í rullistólinum...”. Í Perluni varð leikurin Einaferð var tað eg framførdur av Mariann Hansen og Duritu Dahl Andreasen við Búa Egason Dam sum leikstjóra, eitt modernað, feministiskt ævintýr ið tók áskoðararnar á bóli.

Nýggju myndirnar hjá Zachariasi Heinesen eru fevndar av einum serligum gyltum ljósi

Í Listasavni Føroya varð satsað uppá dygd fyri tað allarmesta við partvíst afturlítandi framsýningum við málningum hjá Zachariasi Heinesen og Anker Mortensen. Ta fyrrnevndu viðmældi eg við onkrum ávísum fyrivarni: “Far niðan í Listasavnið og hygg at einari mynd í senn soleiðis, at myndirnar við síðuna av ikki órógva, tá mást tú nokk so nær, tí tær 45 myndirnar á framsýningini eru ov nógvar til gamla salin. Uppheingingin er kronologisk og tematisk í støðum, men hon er ikki serliga harmonisk. Eg haldi heldur ikki, at myndaúrvalið er optimalt, onkur høvuðsverk mangla og sum heild eru ov nógv eldri verk við. Á sama hátt sum Ingálvur av Reyni er Zacharias Heinesen eisini ein listamaður, ið mennir seg sum árini ganga. Verkini í trýssunum og hálvfjersunum eru við onkrum undantaki ikki líka listarliga áhugaverd og sterk sum nýggju verkini, ið kundu verið hægri raðfest.”.

Framsýningin hjá Anker Mortensen var ómetaliga vøkur, eg skrivaði m.a.: “Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnar upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, grá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina. Uppi á balkongini í Listaskálanum hanga hvítu myndirnar við teirri fínu Kingomyndini fyri endan, har vit síggja eina gula melodilinju lýsa sær veg gjøgnum zink- og titaniumhvíta támið, her hanga eisini sveimandi myndirnar av sangsvanunum og av mánadúgvunum. Tær bláu myndirnar eru vakrar og bæði kenslubornar og inntonktar og tær tríggjar bláu, monumentalu myndirnar á norðara endavegginum rigga sera væl sum savnandi liður í framsýningini.”. Anker Mortensen hevur verið ein serstakliga leitandi og eksperimenterandi listamaður; henda týdningarmikla progressiva síðan av Anker sæst ikki minst í hansara pappírsverkum, sum tíverri ikki vóru umboðað á framsýningini, ið tessvegna tóktist meira gamaldags enn Anker er í veruleikanum.

Árið í Listasavninum endað við einari øðrvísi framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen; SPOR, og eg viðmælti øllum og viðmæli enn øllum at fara niðan í “Listasavnið at uppliva uppá egnan kropp ta fjálgu og fremmandagjørdu kensluna av stóru, samanseymaðu plaggdúkunum, sum hanga niður úr loftinum. Hetta eru segl ella fjallaskap, ið eru seymað burtur úr óheroiskum toyblæum, sum minnir um okkurt slag av øko-feminismu. Tit mugu gera tykkum tann beina og uppliva eina framsýning, sum er øðrvísi, men sum allíkavæl hongur merkiliga væl saman við staðnum, har hon er skapt. Umhvørvið kring húsini hjá Janusi Kamban er við á framsýningini og tað er ikki í skapi av avmyndingum, nei gras og træstubbar eru ítøkiliga komnir við uppí gipsið, sum er framsýnt. Landslagið er við ítøkiliga eins og spor, ið skapa eftirmyndir í huga áskoðarans. Eg eri als ikki liðug at hugsa og uppliva hesa asketisku og sansaligu framsýningina og eg ætli mær niðan aftur at hyggja – vakra, løgna videoverkið, sum Christoffer Berdal leikstjórnaði við dansarunum Búa Rouch og Alfredo Zinola er í sær sjálvum vert at síggja fleiri ferðir. Tað er púra kvirt og fult av orku, rørslum, eksistentialiteti, sexualiteti og kristindómi, eitt bland, sum eisini tykist næstan heimligt, men júst tá tað næstan verður ov klaustrofobiskt, rennur ein lítil tríbeintur hundur í rúminum og gevur hugasamband við bæði surrealismu og fjas og fjálgar gerandisdagar.” 

Í mai var ein serstøk framsýning hjá Bjarne Werner Sørensen at síggja í Listahøllini á Rundini (MEST), eg viðmælti framsýningina og skrivaði millum annað: "Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt,  hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin, eins og hann finnur uppá alt møguligt við telduni. Fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina spennandi framsýning í Steinprenti og nakrar av myndunum, sum vóru á hesari framsýningini eru eisini við úti á Skipasmiðjuni. Bjarne Werner Sørensen er upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum er við á framsýningini Tíðarrúm, hevur Bjarne Werner Sørensen arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða hongd upp í eini rektangulerari installatión eftir eini ávísari skipan. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum, organiskum samanhangum og frítt vaksandi fyribrigdum er grundleggjandi í verkunum hjá Bjarne og sæst eisini aftur í frálíku bylgjandi uppheingingini av framsýningini Tíðarrúm".

Bókmentaliga var 2016 árið, tá Sprotin av álvara fór at geva út sonevndar coffee table bøkur. Altso risastórar bøkur við hópin av myndum, men ikki so nógvum teksti í. Ein bók við grafiskum myndum hjá Mariusi Olsen, ein onnur við klippmyndunum hjá Williami Heinesen og ein triðja er ein sera flott endurútgávu av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi. Av áhugaverdum bókum, ið komu út í hesum árinum kunnu annars nevnast t.d. Skriftstøð hjá Tóroddi Poulsen við yrkingum, sum eru fullar av myrkri og ljósi. Tilfarsbroyting ella metabolisman, tað, at okkurt bliknar, ræsir, rotnar, gránar, bráðnar, rustar, upploysist osfr. er afturvendandi í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen og ein onnur yrking, sum eisini eitur NÁTT kann brúkast sum eitt av fleiri dømum um hvussu nógv hann fær burturúr hesum: í nátt/ rusta/ allar/ tekjur/ eins og/ tá kavin/ minnist/ barndómin/ og bráðnar. Tá nýggja yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann kom, skrivaði eg m.a.:” Serstaka heitið á nýggja yrkingasavninum hjá Sissal Kampmann er Sunnudagsland. Heitið sipar til eina friðarliga ella beinleiðis svøvnliga bygd í Føroyum og til drepandi keðiligar sunnudagar, men fyribrigdið sipar eisini til eina ávísa støðu av einsemi, meiningsloysi og eksistentiellum einkisleika, sum er undirstøðið í nýggju bókini hjá Sissal Kampmann....Við onkrum herliga ørkymlandi undantaki av skelvandi ótta, kunnu yrkingarnar í byrjanini av bókini lesast sum eitt slag av føroyskari veðurlagsrealismu, men beint sum hesin lesarin er um at blíva svøk av keðiliga veðurlagnum og teirri feittfornuftigu og mandlugnagandi ruddingini, hómi eg, at øll keðiligheitin og tað seina tempoið í byrjanini á bókini er tilvitað. Á síðu 12 hevur yrkjaraegið eina sjálvspeiska samrøðu við seg sjálvt um poesi og gerandisneurosur: “Í øllum hesum gráa, ráa/ staðfesti eg/ at eg eri troytt í rygginum av at sita./ At stólarnir eru úr svørtum kunstleðri./ At yrkingarnar gerast meir og meir/ tómar frágreiðingar um gerandisdagin,/ heldur enn/ fuglar yvir ongum/ við breyði í nevinum./ At eg eri vorðin ein kvinna/ ið kannar veðurlíkindini fleiri ferðir um dagin...” (s.12).

Tá eg hugsi um Norðurlandahúsið í brátt farna ári, komi eg allarfyrst í tankar um ta stóru framsýningina hjá Mariusi Olsen, sum bókin um Marius varð framleidd til við tekstum hjá Gunnari Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala, Marius Olsen og Inger Smærup Sørensen. Í november vóru Bókadagar á skránni, tá hevði Rithøvundafelag Føroya fingið tað góða hugskotið at takka Gunnar Hoydal fyri hansara ídna virki fyri rættindum hjá listafólkum, slóðbrótandi íverksetan av felagsskapum listafólkum at gagni og fyri hansara ídna virki fyri føroyskum rithøvundum - og tilnevndu hann heiðurslim felagsins. Í Norðurlandahúsinum hava annars jóla- og familjukonsertirnar júst verið á skránni og áðrenn tað var tað sangleikurin Feitar tíðir, sum fekk áskoðarar at streyma til.

Framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Gallarívirksemi hevur verið nógvastaðni í landinum. Í Klaksvík hava bæði Gamla Seglhúsið og Spaniastova verið karmur um góðar framsýningar hjá eitt nú Zachariasi Heinesen, Hanna Bjartalíð og Hansinu Iversen, og fleiri listafólk hava harumframt sýnt fram hjá sær sjálvum, t.d. hevði Sigrun Gunnarsdóttir eina sera væl vitjaða listaframsýning í atelieri sínum á Eiði. Galerie Focus í Havn hevur havt framsýningar við m.a. Rannvá Holm Mortensen, Arnold Vegghamar og Amariel Norðoy.

Frá framsýning í Steinprenti

Frá framsýning í Steinprenti

2016 hevur verið eitt serstakliga hendingaríkt ár í Steinprenti - tað byrjaði við einum ordans braki, tá seksti ára føðingardagurin hjá Tórbirni Olsen varð hildin við framsýning og føðingardagsprenti, ið varð gjørt á degnum. Kurpali var stuttliga heitið á eini væl eydnaðari framsýning hjá Hanna Bjartalíð, sum var í Steinprenti í januar og í mars sýndi Erik Heide fram standmyndir. Í apríl sýndi Toni Larsen fram síni lyrisku prent og standmyndir, ið riggaðu sera væl sum karmur kring yrkingasalongina í Steinprenti, sum var uppkallað eftir einari reglu hjá Jóanesi Nielsen: ALT SUM ER FAST LOYSNAR.  Steinprent fekk heiðurslegat frá danska tjóðbankanum (Nationalbankens Jubilæumsfond) áljóðandi 100.000 krónur. Hesin grunnurin letur gávufæ eina ferð um árið og tað ber ikki til at søkja legatið. Í brævinum frá nevndini í Jubileumsfondinum stendur skrivað: “Med legatet ønsker fonden at påskønne jer som en af nordens mest særegne grafiske værksteder. I har forstået et at bevare håndværket i den grafiske trykkunst og samtidig formået at formidle jeres arbejde til en bred kreds via galleriet.” Upphæddin skal brúkast til nýggjar valsar, sum fara at lætta munandi um arbeiðið á verkstaðnum.  Á hvørjum ári eru nógv dugnalig listafólk, sum arbeiða í Steinprenti. Margrethe Odgaard er tekstilsniðgevi, sum nýliga hevur fingið tillutaða heimsins størstu designheiðursløn, Torsten og Wanja Söderbergs pris uppá eina millión svenskar krónur. Tónleikarin, Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir. Margrethe Odgaard er hugtikin av speglingini og av tónleikinum, ið kyknar í henni, og saman gjørdu hon og Teitur av at gera eina bókaútgávu Y Arpeggio við nótum og myndum, myndasíðan er gjørd sum prent í Steinprenti. Tóroddur Poulsen hevur arbeitt í fleiri umførum á verkstaðnum, har hann hevur fingið nógv góð verk burturúr, sum verða við á framsýning í komandi ári, hann er í skrivandi stund umboðaður á eini framsýning í Kunstmuseum Sønderjylland. Saman við prentarunum í Steinprenti framleiddi Julie Sass eina serstakliga áhugaverda listabók við heitinum VOLUME RHYTHM MATTER dialogues við heliografiskum prentum, umframt samrøðum við fýra nonfigurativ listafólk Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal og Steel Stillman. Seyðirnir koma! er heitið á væl umtóktu framsýningini hjá Fríðu Matras Brekku við vatnlitamyndum og steinprentum, sum er at síggja nakrar dagar aftrat, áðrenn Myndaódnin kemur upp at hanga í næstu viku.

Alt hetta er bert ein lítil brotpartur av teimum upplivingum, sum listin hevur givið okkum í brátt farna ári og eg vil nýta høvi at takka øllum listafólkum, nevndum sum ónevndum fyri tykkara ómissandi leiklut í samfelagnum. Tað er eisini at fegnast um, at Listafólkasambandið LISA varpar ljós á umstøður listafólksins í Føroyum, so at vit kunnu betra um hesar umstøður.  

Arnold Vegghamar. Mynd frá framsýning í Galerie Focus

Arnold Vegghamar. Mynd frá framsýning í Galerie Focus

 

Eitt viðmæli (aftrat) til SPOR hjá Jóhan Martini Christiansen

Frá fernisering í Listasavninum

Frá fernisering í Listasavninum

Kunstkritikk er heitið á eini áhugaverdari norðurlendskari heimasíðu, við listaviðgerð. Hesa tíðina er árið, ið fór á skránni, tey skrivandi á heimasíðuni hyggja aftur á árið og nevna listarlig hæddarpunkt. Í dag er tað listaummælari, høvundur og kurator, Maria Bordorff, sum hevur valt nakrar framsýningar út, og tann eina av hesum er enn at síggja í Listasavni Føroya. Maria Bordorff skrivar um :Jóhan Martin Christiansen, Spor, Listasavn Føroya, Tórshavn "Jóhan Martin Christiansens soloudstilling på Færøernes Kunstmuseum står også som et af årets udstillingshøjdepunkter. Ikke bare har Jóhan Martin med udstillingen gjort markante ryk i sin kunstneriske praksis, han slår også fast, at kunstens autonome poetiske rum findes og at det for alt i verden skal blive ved med det. For de (mig selv inklusive) som har for vane at efterlyse et klarere politisk indhold i snart samtlige værker, de møder, er udstillingen en lektie i ikke at diskvalificere materialepoesiens kvaliteter. Desuden giver dialogen med færøsk malertradition og de underspillede queernoter i det i øvrigt meget rørende videoværk en funky spændvidde. "

http://www.kunstkritikk.dk/artikler/4-december-maria-bordorff/

Myndaódn og gávuprent í Steinprenti

14.desember klokkan 16-18 letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti. Hetta er ein framsýning við eini ørgrynnu av listaverkum, sum øll verða til keyps. Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina serliga jólagávu, kann vera, at tú finnur hana á Myndaódnini. Samstundis verður ársins gávuprent, sum the one and only Tróndur Patursson í løtuni er í ferð við at gera, latið limum í Steinbrá, eins og til ber hjá nýggjum limum at tekna seg. Tað kostar bara 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri feløg at gerast limur í Steinbrá og upphæddin er at meta sum ein listaíløga, sum loysir seg fyri øll.

2016 hevur verið eitt serstakliga hendingaríkt ár í Steinprenti - tað byrjaði við einum ordans braki, tá seksti ára føðingardagurin hjá Tórbirni Olsen varð hildin við framsýning og føðingardagsprenti, ið varð gjørt á degnum. At Torbjørn Olsen er ein sera avhildin listamaður, høvdu vit longu varhugan av - hann fekk jú Mentanarvirðisløn Landsins í fjør. Men allíkavæl høvdu vit ikki væntað eina so stóra fólkamongd, sum hana, ið hevði leitað sær oman í Steinprent at fagna Torbirni.

Kurpali var stuttliga heitið á eini væl eydnaðari framsýning hjá Hanna Bjartalíð, sum var í Steinprenti í januar. Í mars sýndi Erik Heide fram standmyndir. Hesin listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list, sigast kann um hansara egnu verk, at tey eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna, sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum, men standmyndirnar kunnu eisini vera stuttligar, lættar og hugfarsligar.

Í apríl sýndi Toni Larsen fram síni lyrisku prent og standmyndir, ið riggaðu sera væl sum karmur kring yrkingasalongina í Steinprenti, sum var uppkallað eftir einari reglu hjá Jóanesi Nielsen: ALT SUM ER FAST LOYSNAR. Í mai var Claus Carstensen á verkstaðnum, har hann gjørdi fimm væl eydnað prent saman við Magnus Andersson. Temaið í myndunum er sonevndar djóragerðir, sum Carstensen hevur havt áhuga fyri leingi, hetta, at djór ikki sum menniskju eru greið yvir, at tey skulu doyggja og tessvegna í størri mun mugu forvæntast at liva í núinum, djórðagerð tekur eisini støðu vil menniskjað og okkara lyndi til at niðurgera onnur til djór við tilvitanini um, at mann er hægri í eini lívfrøðiligari tignarskipan enn tey, mann niðrar. 

Marius Olsen hevði stórsligna framsýning í Norðurlandahúsinum í summar, og Sprotin gav út størstu listabókina, sum nakrantíð er útkomin á føroyskum við myndum og tekstum. Flleiri av prentunum vórðu framleidd í Steinprenti, m.a. tann vakra plakatin. Zven Balslev var á verkstaðnum nakrar dagar, har hann gjørdi nøkur sera væl eydnað ársprent til Glostrup Kunstforening. 

2016 hevur verið eitt ár fult av fagnaði, í summar vitjaði Drottning Margreta í Steinprenti, ið eisini gjørdist æraði móttakarin av einum stórum heiðurslegati frá danska tjóðbankanum (Nationalbankens Jubileumsfond) áljóðandi 100.000 krónur. Hesin grunnurin letur gávufæ eina ferð um árið og tað ber ikki til at søkja legatið. Í brævinum frá nevndini í Jubileumsfondinum stendur skrivað: “Med legatet ønsker fonden at påskønne jer som en af nordens mest særegne grafiske værksteder. I har forstået et at bevare håndværket i den grafiske trykkunst og samtidig formået at formidle jeres arbejde til en bred kreds via galleriet.” Upphæddin skal brúkast til nýggjar valsar, sum fara at lætta munandi um arbeiðið á verkstaðnum. Síðst í november gav Jan Cortzen eina bók út, sum nevnist Vi, der er færinger og her er Steinprent týdningarmikið ískot í mentanarpartinum.

Á hvørjum ári eru nógv dugnalig listafólk, sum arbeiða í Steinprenti. Margrethe Odgaard er tekstilsniðgevi, sum nýliga hevur fingið tillutaða heimsins størstu designheiðursløn, Torsten og Wanja Söderbergs pris uppá eina millión svenskar krónur. Tónleikarin, Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir. Margrethe Odgaard er hugtikin av speglingini og av tónleikinum, ið kyknar í henni, og saman gjørdu hon og Teitur av at gera eina bókaútgávu Y Arpeggio við nótum og myndum, myndasíðan er gjørd sum prent í Steinprenti.

Tóroddur Poulsen hevur arbeitt í fleiri umførum á verkstaðnum, har hann hevur fingið nógv góð verk burturúr, sum verða við á framsýning í komandi ári. Bæði Tóroddur og Peter Carlsen høvdu myndir við á Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum og á framsýningini Sjá tú blánar, sum var í Steinprenti og í Glostrup Kunstforening. Tóroddur Poulsen framsýndi m.a. eina røð av træprentum við eini sjálvsmynd í ymiskum litum, sum verður blá. Peter Carlsen arbeiddi við teimum sjey deyðasyndunum, soleiðis sum tær síggja út á hansara egna andliti.  

 

Í september var debutfotoframsýning við myndum hjá Sveini Jákupsson. Myndevnini vóru fólk, landsløg og býarløg. Saman við prentarunum í Steinprenti framleiddi Julie Sass eina serstakliga áhugaverda listabók við heitinum VOLUME RHYTHM MATTER dialogues við heliografiskum prentum, umframt samrøðum við fýra nonfigurativ listafólk Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal og Steel Stillman.

Seyðirnir koma! var heitið á væl umtóktu framsýningini hjá Fríðu Matras Brekku við vatnlitamyndum og steinprentum, sum hon hevði fyri kortum, og sum er fyrsta serframsýning hennara í Steinprenti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Myndaódnina, sum verður hangandi fram til jóla. 

 

Várframsýningin 2017

Foto: Frá Várframsýningini 2009. Dennis Agerblad. 

VÁRFRAMSÝNINGIN 2017

 

Framsýningin er skipað av felagnum FØROYSK MYNDLISTAFÓLK.

 

Framsýningin gongur fyri seg á LISTASAVNI FØROYA.

 

Innlatingarfreist: 16. MARS 2017 – KL. 18:00

 

Fernisering er:  FRÍGGJADAGIN 7. APRÍL 2017 – KL. 16:00

 

Framsýningin er opin: 8. - 30. APRÍL 2017

 

Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning.

Skipað hevur verið fyri Várframsýning síðani 1990, og tískil er hetta 28. framsýningin í røðini.

Eyðkennið fyri Várframsýningina er at úrvalsnevndin er samasett av listafólki, sum skipa fyri og velja verkini út til framsýningina.

Yvirskipaði arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina er hugtakið “Art for Art’s Sake”.

Tískil er salong ein fastur táttur í samband við framsýningina. Hetta fyri at luttakandi listafólkini fáa møguleikan at kjakast um verkini hjá hvørjum øðrum.

Úrvalsnevndin fyri Várframsýningina 2017 er:

Jóhan Martin Christiansen

Randi Samsonsen

Jón Sonni Jensen

 

VEGLEIÐING FYRI INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR:

 

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI 2016?

Ein og hvør kann lata verk inn til metingar, bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn. Nevndin vil eisini sera fegin leggja dent á at ALLAR listagreinar hava áhugað!

 

NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN?

Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost, tað vil siga við talgildari skjalprógvan av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi hósdagin 16. mars 2017 – kl. 18:00

 

SENDAST SKAL TIL HENDAN T-POSTIN:

Varframsyning2017@gmail.com

 

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?

Tað ber til at lata í mesta lagi 10 verk, líka mikið hvør tøknin er.

Fyri hvørt verk skulu í mesta lagi latast inn 4 myndir. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar.

Verkini skulu ikki vera eldri enn 2 ár.

 

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?

Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki

og nummari. Umframt hetta skal latast inn:

1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis

í samband við grafiskt verk, foto ella video osv.), tilfari, prísi, og annars aðrar viðkomandi

upplýsingar.

2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-postur.

3) Eventuelt stutt frágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini.

 

GG! Skjalprógvan/myndir skulu vera av nóg høgari góðsku, so at nevndin ikki er í

iva, hvussu verkið sær út!

 

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI?

Avgerðin hjá nevndini verður send út umvegis t-post, sum er nevndur á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er 16. mars 2017, kl. 18:00, og svar verður sent út í seinasta lagi eina viku seinni.

 

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGING OG LÍKNANDI?

Nevndin fyri Várframsýningina stendur fyri hesum, og hevur fullan rætt til at disponera yvir framsýningini og hvussu verk verða hongd upp.

 

HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?

Listafólkið skal lata tekniska útgerð inn saman við verkunum. Set teg í samband við nevndina frammanundan umsóknarfreistina um neyðugt.

 

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN?

Um tíni verk eru útvald til Várframsýningina 2017 skal hetta latast inn á Listasavni Føroya mánadagin

3. Apríl 2017.

Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya.

Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 7. apríl til 30. apríl 2017.

 

UM EITT VERK VERÐUR SELT?

Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin til Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal

hetta vera íroknað prísinum, sum stendur á listanum, sum verður latin inn við verkunum.

Peningurin verður útgoldin, tá ið keypari hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.

 

ØLL VERK SUM IKKI VERÐA SELD, SKULU AVHEINTAST Á LISTASAVNI FØROYA TÁ IÐ

FRAMSÝNINGIN LETUR AFTUR, Í SEINASTA LAGI MÁNADAGIN 1. MEI 2017 - Kl. 12:00 !

 

Um tú hevur nakrar spurningar viðvíkjandi Várframsýningini 2017, ert tú vælkomin at seta teg í

samband við okkum á: varframsyning2017@gmail.com

 

 Vinarliga heilsan

 

Nevndin fyri Várframsýningina 2017

Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonni Jensen

 

Fríða Matras Brekku - fernisering

Foto: Steinprent og Óluva Zachariasen

Leygardagin 19.november læt framsýning upp í Steinprenti við myndum hjá Fríðu Matras Brekku. Ikki kann sigast um Fríðu, at hon hevur tránýtt Steinprent sum framsýningarhøli. Henda framsýningin er hennara fyrsta í gallarínum, sum nú hevur hýst yvir 60 framsýningum. Myndirnar hjá Fríðu líkjast frá aðrari føroyskari samtíðarlist og bera myndevnisliga frá teirri ekspressivu og abstraktu hevdini her heima. Í mun til ógvusligar myndatulkingar av brimi og ódn, hava myndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av tómleika, aðrar eru fevndar av fjálgum skemti. Tær nettu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum hvussu stóran týdning handverkið hevur fyri listakvinnuna. Her eru nakrar myndir frá ferniseringini. 

Úr bókarúgvuni

Fyrstu og seinastu ferð, eg spældi eitt telduspæl, var einaferð í hálvfemsunum, tá ein vinkona hevði fingið nýggja teldu og við henni eitt golf-telduspæl. Eg sat við tí einar tíggju minuttir, eg dugdi ikki og hvørja ferð, eg gjørdi skeivt, viðmerkti ein nasal kvinnurødd forhánisliga: “Don´t quit your day job”. Ræðuliga troyttandi, men eg má viðganga, at hesin setningurin stakk seg upp, tá eg sat og blaðaði í heystbókabunkanum, sum hesa ferð inniheldur sjáldsama nógvar bøkur, ið eru skrivaðar av ikki-rithøvundum, altso av fólkum, sum ikki hava fingist við bókmentir. Eg eri so heppin/óheppin at eg fái nógvar av bókunum, sum verða givnar út, tað kemst av, at eg eri við í nevndini, sum tilnevnir føroysku uppskotini til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í ár havi eg fingið rættiliga nógvar bøkur, sum eg ikki havi ynskt mær, fleiri eru skrivaðar av ikki-rithøvundum og fleiri koma ikki upp á tal sum møguligar innstillingar í og við, at tær ikki eru rætt tekstaslag. Vit tilnevna bara fagrar bókmentir og fáa tessvegna ikki skotið upp lívsstíls- ella sjálvhjálpsbøkur, sjálvt um hetta eftir øllum at døma er tað heitasta millum føroyskar lesarar beint nú. Eg veit ikki hvat er hent við fólkum, sjálvt tey rímiliga intelligentu eru farin at rinda túsundavís av krónum fyri at sleppa at sleipa runt við gomlum dekkum og ketum, tey fáa eina kostvegleiðing - har tað stendur útspesificerað á fleiri síðum, at tey einki feitt skulu eta. Tað kundi eg sagt teimum fyri lítið og lætt. Tá tey eru liðug at stríðast og hava mist nøkur kilo og nakrar túsundkrónuseðlar, fara tey allíkavæl í dýnujakka og fáa allar síðudellurnar uppá aftur tann vegin. Álvaratos, eitt er at dyrka heilsuna, at royna at klænka seg, og renna meira og drekka minni, men ikki er tað eitt serliga áhugavert konversatiónsevni, og at lesa um tað, ja hvat sigur lesarin? Eg skilji tað ikki, hóast eg havi varhugan av, at heilsan nú verður dyrkað sum vit einaferð dyrkaðu Guð, eitt nú er bókin hjá Kitty May Ellefsen so mikið væl dámd, at hon er útseld. Religiøsi undirtónin hómast frá byrjan í bókini, tá høvundurin staðfestir: "Hetta er ein bók um gleðiboðskapin. Ikki gleðiboðskapin í rætta og sanna týdningi, sum vit kenna hann. Men um hvussu eg havi lagt lívið um soleiðis, at eg kann vera nakað gott fyri onnur og meg sjálva." Eg havi alla virðing fyri tí alkoholikararelateraða í bókini, tað er djarvt, tí alkoholisma er eitt reelt og ræðuligt problem, og tað er helst gott hjá teimum, sum kenna sviðan av teirri sjúkuni at kunna lesa um ein líðingarfelaga. Eg ivist bara í um allir teir mongu áhoyrararnir hjá Kitty May Ellefsen hava alkoholtrupulleikar - tað vil eg ikki hopa. Hon hevur fleiri ferð greitt frá bókini fyri fullsettum húsum. Eg havi sæð onkra mynd frá hesum seansum og helt meg síggja flest konufólk, tað er neyvan, tí vit drekka so illa, men kanska meira, tí okkara kyn er tað mest disponeraða fyri Askepotkendum umbroytingartilboðum eins og tað, ið bókin hjá Kitty May Ellefsen bjóðar okkum. Undirheitið á bókini er "-ein søga um, at alt ber til". Tað verður í kvinnueygum lisið sum: "eg kann eisini blíva pen og kløn, um eg geri sum Kitty May Ellefsen" - í hesum sambandi komi eg eisini í tankar um játtanarsjangruna, sum upprunaliga var átrúnaðarlig, tá hampafólk stillaðu seg upp at vitna. Summi eru fødd frásøgufólk, ið duga at taka rívan til, tá tað snýr seg um at niðurgera egnar syndugar tankar og gerðir. Játtanarsjangran er sera relevant, tá tað snýr seg um okkara kroppar og hvussu vit tosa um teir. Vit synda, tá vit eta og avleiðingarnar av syndini ganga út yvir útsjóndina og vísa seg sum feitt, rukkur, posar yvir og undir eygunum, niðurbitnar negl, silpur, undirhøkur, appilsinhúð, hangandi munnklovar, hangandi kjálkar, ja hangandi hvatsumhelst, tunnt hár ella skallutheit, og frelsan er klænkikurar, sjálvsagi, fitness og burn, klænkibøkur, serligar matvørur, serliga okkurt, sum ikki smakkar væl, vatn, sjálvhjálpsbøkur og í síðsta enda deyðin, og tann seinasta loysnin er kanska í so radikal, men tá verða vit øll í øllum førum berlig uppá kropp tann eina dag.

Deyðin er farin í bindiklubb í krimibókini hjá Steintór Rasmussen, sum eg havi lisið av forvitni og tí, at hon eisini var í hesum vælsignaða bókabunkanum, sum eg fekk forerandi frá Sprotanum, sjálvt um tílíkar sjangrubøkur reelt ikki verða tilnevndar norðurlendsku bókmentavirðislønina. Men mær dámar væl krimi og fyrr í tíðini, tá eg hevði betur tíð, las eg krimibøkur hjá t.d. P.D.James og røðina hjá Maj Sjöwall and Per Wahlöö. Eg havi sostatt lisið fleiri krimibøkur, onkrar góðar og nógvar vánaligar og hendan hjá Steintór Rasmussen er hvørki tann besta ella tann versta, eg havi lisið, men eg má tó mótmæla upplýsingunum frá Sprotanum, sum á bakpermuni pástendur, at Steintór Rasmussen skrivar, sum er hann ein royndur meistari. Her verður altso gjørt nakað nógv av; umhvørvislýsingar og mál gerst ov ofta líkt málinum í einum damu- ella lívstílsblaði, tað er um somu tíð grunnt, yvirforklárað og klichémerkt við denti á útsjónd og lívsstíl, at vera í góðum formi, eta góðan mat, føroyskan mat og franskan sinnopp - har er ein endaleys røð av bygdasligum, smáborgaraligum detaljum hesum viðvíkjandi við kinakáli og Royal Copenhagen stelli. Tað er stundum grunnskygt, stundum yvirtulkað, so at lítið og einki verður eftir hjá lesaranum at hugsa seg fram til og vera spent um. Ein lýsing av morðoffrinum, stjørnupsykopatinum og konubukaranum Hallvin ljóðar t.d. “Persónliga dámdi Mariu ikki familjuna í móðurætt. Allarminst av øllum Hallvin. Drongurin, sum var fýra ár eldri enn hon sjálv, hevði altíð verið svarta fárið í illa gitna flokkinum. Sjálvsøkin og samvitskuleysur. Men eisini væltalandi og sjarmerandi. Og púra kaldur ímóti øðrum menniskjum. Hann líktist pápanum. Og uppaftur meira pápabeiggjanum, Bjarnhardi. Bæði í sinn og skinn”. Hetta er ikki serliga óunniligt at lesa. Fleiri høvundar munu hava ásannað, at tað er ikki lætt at skriva um kynslív uttan at koma til at vera óviljað stuttligur sum her: "Holdsliga girndin hevði fastatøkur á báðum. Hon hugdi djúpt inn í eyguni á honum. Kroysti seg fastari inn móti honum. Gekk hann við revolvara á miðjari nátt? Ella var hetta eitt annað, betri vápn, sum hann hevði løtt til hennara? Við aðrari hondini fekk hon sløkt kontaktina..."Bókin byrjar við einum morði, vit fáa alt fyri eitt at vita, at orsøkin til morðið er hevnd, og at mordarin er eitt konufólk. Vit fáa tó ikki at vita hvør drápskonan er og við tað, at bókin snýr seg um ein bindiklubba, eru fleiri í at velja; Jórun, Maria, Tarina, Anita, Ronja, Ruth, Marta og Bjørg. Í bókini eru tvær tíðarásir; ein gongur fyri seg í hálvfemsunum, hin gongur fyri seg í nærmastu framtíð, mikudagin 23.november, tá tað fyrsta morðið hendir, frásøguliga er somuleiðis talanum tvær ásir, har vit í teirri einu fylgja drápskonuni og í ríkiligt mát fáa fatan av hennara motivatiónum fyri at gera tað, hon ger. Býurin eitur Norðvík, men kann ikki vera annað enn ein eitt sindur idealiserað og globaliserað versión av Klaksvík við fleiri caféum, har tey eta heilsugóðan, trevjumiklan og vistfrøðiligan kost við kjarnum, og har bæði ung og gomul, útlendingar og samkynd trívast. Og ljóðar hetta eitt sindur naivt og konstruerað, so er tað júst soleiðis tað lesist. Tað góða við bókini hjá Steintór er, at hon er so ósek, sum hon er. Í mun til aðrar krimibøkur hjá t.d. Sara Blædel er bindiklubbakrimibókin óvanliga ópervers og fitt, og harumframt fara summir lesarar at halda tað vera undirhaldandi at vera staddir nøkulunda í egnari samtíð við arabiskum vári og føroyskum listaboykotti í bakspeglinum. 

Føroyar verða við í Nordic Matters

Foto: Verkið, sum Hanni Bjartalíð hevði við á Liverpool Biennaluni

 Føroyar við í norðurlendskari mentanarinnrás í London í 2017

 Alt árið 2017 verður mentan og list úr øllum Norðurlondun  sett á breddan í London, har størsti mentanar- og listadepilin Soutbank Centre verður karmur um stórfingna mentanarfestivalin  Nordic Matters.

Norðurlandaráðið hevur stuðlað tiltakinum við fimm milliónum krónum, og nógvar ymiskar listagreinar og tiltøk verða á skránni, harímillum tónleikur, dansur, palllist, bókmentir, design, myndlist, móti og matur, fyrilestrar og kjak.

Fleiri føroysk listafólk verða við í festivalinum, og kunngjørt verður seinni, hvørji hesi eru. Tað eru Norðurlandahúsið, Sendistovan í London og Mentamálaráðið, ið seinasta árið hava arbeitt við at fáa føroysk listafólk at umboða føroyska partin.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tekur lut í setanini, sum verður í London 13.-14. januar 2017. Tað sama gera ráðharrar úr hinum Norðurlondunum og Bretlandi umframt tey norðurlendsku sendifólkini. Landsstýriskvinnan hevur stórar vónir til Nordic Matters og tann týdning, festivalurin kann fáa fyri føroysku listafólkini, sum skulu luttaka:

“Við hesum felags átakinum fáa føroysk listafólk saman við sínum norðurlendsku starvsfeløgum eitt gylt høvi at røkka nýggjum áskoðarum og marknaðum. Tað er forkunnugt at kunna vera við til at varpa ljós á norðurlendska list og á henda hátt skapa møguleikar fyri at menna listina og eisini flyta hana út um landoddarnar.”

Nordic Matters er eitt fjølbroytt og framsøkið átak. Southbank Centre fer at vísa bretum, at norðurlendsk mentan er annað enn myrkar sjónvarpsrøðir og krimisøgur, sum vit kenna tær frá Nordic Noir-rákinum. Nordic Matters fer eisini at fevna um serstøk norðurlendsk fyribrigdi sum eitt nú javnstøðu millum kynini og raðfesting av børnum og ungum. Listaligi leiðarin á Southbank Centre, Jude Kelly, leggur dent á hetta, tá hon sigur:

“Norðurlondini hava í fleiri ár slóðað fyri at skapa sosialar broytingar – frá at berjast fyri rættindum hjá ungum til umhvørvisspurningin og til stríðið fyri javnstøðu millum kynini. Norðurlendska tilgongdin til mentan og útbúgving er í góðum samljóði við áskoðanina hjá Southbank Centre, at listin kann broyta lívið hjá menniskjum.”

Seinasti stóri mentanarfestivalinum av hesum slagi var  Nordic Cool í Washington  í 2013. Tá vitjaðu á leið 300.000 fólk festivalin, og teir á leið 90 glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson vaktu serligan ans. Harumframt høvdu Eivør og Yggdrasil konsertir, og Guðrun Rógvadóttir og Hanus Kamban luttóku í pallborðsfundum um ávikavist norðurlendska sniðgeving og norðurlendskar bókmentir.

Til ber at lesa meir um Nordic Matters her: http://www.southbankcentre.co.uk/whatson/festivals-series/nordic-matters

 

 

Seyðirnir koma!

Fríða Matras Brekku sýnir fram í Steinprenti

Um hugsað verður um hvussu nógv seyður og seyðahald fyllir í okkara mentan, er tað í grundini løgið hvussu lítið okkara ferføttu sambúgvar her á landi hava fyllt í okkara myndlist. At hetta nú er broytt, sæst á framsýningini við prentum og vatnlitamyndum hjá Fríðu Matras Brekku, sum letur upp leygardagin 19. november. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá henni í egnum gallaríi í framsýningarhølunum undir grafiska verkstaðnum, men ikki er talan um nakran nýbyrjara á listaøkinum. Fríða Matras Brekku er tvørturímóti sera roynd, hon hevur í nógv ár arbeitt saman við manninum við grafiskum prenti í Steinprenti, men hon hevur harumframt eisini verið listakvinna í mong ár og hevur tikið lut á framsýningum bæði uttanlands og í Føroyum.

Myndirnar hjá Fríðu líkjast frá aðrari føroyskari samtíðarlist og bera myndevnisliga frá ekspressivu hevdini her heima. Í mun til ógvusligar myndatulkingar av brimi og ódn, halda hesar myndirnar hjá Fríðu Matras Brekku ikki nógvan gang, tær hava eitt heldur stillisligt brá. Sjálvt um listakvinnan tekur støði í náttúruni eins og siður hevur verið síðan føroysk list tók seg upp í byrjanini av 20. øld, eru hennara myndir grundleggjandi øðrvísi enn myndirnar hjá Niels Kruse, Jógvani Waagstein og Kristin í Geil, sum við íblástri frá tjóðskaparromantiska rákinum og fronskum listarákum stovnsettu føroyska list. Kanska skulu vit eitt vet longur aftur í føroysku listasøguna til tær estetisku blómumyndirnar hjá Floru Heilmann, ella til lætthentu, vøkru vatnlitamyndirnar hjá Bergithe Johannesen fyri at finna onkran listarligan skyldskap við listina hjá Fríðu Matras Brekku.

Har er skemt í myndunum hjá Fríðu Matras Brekku, sum tó eisini fevnir vakurleikan og sorgblídnið í menniskjatómum landsløgum. Tær nettu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum hvussu stóran týdning handverkið hevur fyri listakvinnuna, sum í tí stilla megnar at fevna tilverunnar stórlæti. Landslagslist er vanliga horisontal og frásagnarlig, landslagsmyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eru vertikalar og so stillar, at vit næstan kunnu tosa um eitt slag av non-action og anti-drama í teimum. Í eini mynd av Nólsoynni fyllir landslagið bara ein sættapart av myndaflatuni, restin er eitt stórt himmalhválv, sum er lýst við fáum og smáum brøgdum, ið hava stórt árin. Tað er eins og noyðir tann stóri at síggja til tómi flatin áskoðaran at stilla eyguni fínliga inn alt meðan tú mást tola at vera tikin av fótum av øllum tómleikanum.

Djórini eru, sum áður nevnt myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekku og speglar hetta hennara stóra áhuga fyri djórum. Hon hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrettir, men seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hennara alstóra virðing fyri djórum sæst sera væl aftur, t.d. í teimum mongu smáu prentunum av seyðum, sum hon hevur gjørt fleiri myndarøðir av. Fríða Matras Brekku fær ikki minst burtur úr trongum myndarúmum, eitt nú eru smáu seyðamyndirnar, sum hon gjørdi til jóla í fjør, serstakliga væl eydnaðar, hugfarsligar og fjálgar.

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum verður hangandi inntil miðskeiðis í desember. Upplating: Leygardagin 19.nov. 15-17. Steinprent. Skálatrøð 16.

Føroysk list í útlendskum undanvindi

Tað tykist sum vinnur føroysk list frama uttanlands, tað er ordiliga stuttligt at fylgja við í øllum, sum gongur fyri seg. Í gjár vann Eivør eina flotta danska jazzvokalvirðisløn, desemberblaðið hjá danska listatíðarritinum Magasinet Kunst er temablað um føroyska list, á øllum møguligum heimasíðum og í hópin av bløðum verður reypað um matin og matstovurnar í Føroyum. Í Tokyo letur framsýningin Rainfall upp fríggjadagin við verkum hjá Jóhan Martin Christiansen m.a. Og so hevur Margrethe Odgaard vunnið heimsins størstu designvirðisløn Söderberg-virðislønina, sum umframt heiðurin fevnir um 1 mió krónur! Gamaní hevur hetta sum ikki nógv við Føroyar at gera. Og tó! Verkætlanin Y Arpeggios, sum Odgaard hevur gjørt saman við Teiti Lassen er framleidd í Steinprenti í Havn. Hon sæst í løtuni í Röhsska Museeum í Gøteborg. Harumframt eru heili fýra føroyingar nevndir í tilnevningunum hjá Ekko Shortlist Awards; Heiðrik á Heygum, Barbara Hilduberg og Janus Rasmussen eru tilnevnd fyri filmin SKULD, og Maria Winther Olsen er somuleiðis tilnevnd fyri sín film, Sum einglar vit falla. Tað ber til at atkvøða fyri filmunum her:  

http://www.ekkofilm.dk/awards/2016/

​BÓKADAGAR 2016

Nú gleða vit okkum til Bókadagar, sum verður í Norðurlandahúsinum Í døgunum 26. og 27. november. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

Tveir dagar, fjøruti  tiltøk, bøkur og upplivingar í túsundatali. Til dømis hetta:   

Linn Ullmann vitjar bókadagarnar: Skaldsøgan hjá Linn Ullmann (NO) “Tey óróligu”, sum í ár er tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlanda Ráðsins, er ein skaldsøga um eina mammu, ein pápa og eitt barn”. “at síggja, at minnast, at skilja. Alt er treytað av, hvar tú stendur“ verður sagt í skaldsøguni. Og Ullmann, sum er tað vaksna barnið, sigur frá og hevur eitt týðulugt støði í sær sjálvari, sum ger hana føra fyri at siga frá um foreldrini við eini sjaldsamari góðari javnvág millum innliving og eina meiri hóvliga,  eygleiðandi fjarstøðu. Skaldsøgan hevur fingið framúr góð ummæli og hevur longu nú fingið fleiri bókmentaprísir. Vertur: Bergur Djurhuus Hansen

Bommhjarta - Jóanes Nielsen við nýggjari skaldsøgu: Bommhjarta er framhald av Brahmadellunum frá 2010, og søgan tekur við, tá ið Tóvó sleppur úr fongslingum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir hann framdi í tí undanfarnu bókini. Søgan flytir seg aftur og fram í tíð, men kjarnin er allatíðina Tóvó og hansara uppruni í Sumba. Hvussu tað harðrenda altíð fylgir honum, tó at hann mangan vil nakað annað. Einastaðni miðskeiðis í skaldsøguni skrivar hann til mammuna: "Ongin segði, at tað skuldi vera lætt at liva, men viðhvørt ivast mann í um tað er ómakin vert at skula klóra, krúpa og gráta seg ígjøgnum eini fýrs ár, og afturfyri fáa ein spaða av mold í gronina, sum tú plagar at taka til". Søgan um Tóvó er á tremur av harðskapi, girnd, kærleika, óndskapi og mongum øðrum, sum tilveran ser setta saman av. Vertur: Paula Gaard.

Høvi verður eisini at møta: Siri Ranva Hjelm Jacobsen, Bárður Oskarsson, Salla Simukka, Jakob Wegelius, Sissal Kampmann, Oddfríður Marni Rasmussen, Vónbjørt Vang, Sólrun Michelsen, Bergljót av Skarði, Zia Ískasdóttir, Khirvie Jacosalem Reinert, Rosely D. Reinert, Michele Querioz, Elena C. Joensen,  Hilda Adzroey Thomsen, Jógvan Arge, Hjálmar Dam, Elsubeth M. Fossádal, Hanus Kamban, Katrin Ottarsdóttir, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Ingun Christensen, Sámal Soll,  Oddvør Skarðhamar, Steintór Rasmussen, Lisbeth Nebelong, Elin Brimheim Heinesen, Heðin M. Klein, Flóvin Viderø,  Jógvan Isaksen, Sjúrður Skaale, Joan Sørinardóttir, Vónbjørt Vang,  Trygvi Danielsen,  Jákup á Lakjuni,  Kim Simonsen, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard, Kinna Poulsen, Edvard Nyholm Debess, Magnus Johannessen, Óli Olsen, Páll Nolsøe, Dorit Hansen, Carl Jóhan Jensen, Svanhild Strøm, Marjun Biskopstø, Daniella Andreasen.

Nógv spennandi verður til børnini á bókadøgunum. Til dømis hetta:

Bókaklubbin bjóðar tær inn í ein spennandi og stuttligan heim við verkstovum, kappingum, upplestri og gandakendum upplivingum. Vitja básin hjá okkum í forhøllini. Vit hava allar tær nýggjastu barna- og ungdómsbøkurnar, góð tilboð, stuttligar gestir og bjóða sjálvandi eisini okkurt gott til góman. Ella kom og hugna tær í lounge’ini við eini forvitnisligari bók ella tekna eina bókamynd. Í básinum kanst tú eisini royna kustin hjá Harry Potter og taka eina kula mynd! Og niðri í Skálanum fara vit á verkstovu við Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat. Um tú fylgir Orðagøtuni niðan á ovastaloft, kanst tú hoyra Søguskrínið, vitja á havsins botni, gera hvalspýggjur, leita eftir krossfiskum og síggja, hvussu eitt igulker sær út – bæði uttan og innan! Síggj eisini forvitnisligar framsýningar við myndum, pallmyndum og video, sum børn hava gjørt.

 

 

 

Eivør fingið Danish Music Awards Jazz 2016 virðisløn

Foto: Nicholas Koch Futtrup

Foto: Nicholas Koch Futtrup

Í gjárkvøldið vórðu donsku jazzvirðislønirnar latnar í Bremen Teater í Keypmannahavn og Eivør, Peter Jensen, DR Big Band og DR Vokalensemble fingu heiðurin at vinna virðislønina fyri ársins vokaljazzútgávu At the heart of a selkie, sum Tutl gav út í ár. Eivør varð tilnevnd saman við øðrum góðum fólkum: Cæcilie Norby & Lars Danielsson, Kira, Margrete Grarup, Johanna Elina og Mette Juul.

Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði tekstirnar í sangunum hjá Eivør í At the heart of a selkie við støði í søgnini um Kópakonuna; verkið varð framført í Norðurlandahúsinum í januar og varð ummælt her:

http://www.listaportal.com/tidindi/2016/1/28/episk-eivr

Hjartaliga til lukku við virðislønini!

Smør

web-cartland-pa.jpg

Fyri tann mentanaráhugaða lesaran eru vikuskiftisbløðini heldur soltin hesa ferð. Jú, Sosialurin hevur viðtal við multikunstnaran Steintór Rasmussen, sum hevur skrivað eina krimibók, og tað er fínt, men eg havi longu hoyrt hann greiða frá hesum fleiri ferðir, og tað sama er galdandi fyri nevndina í felagnum LISA um sosialt degraderað listafólk og um neyðuga munin millum list og mentan, sum eingin normalt skilagóður persónur kann vera ímóti. Listaráðstevnan hjá LISA hevur verið væl umboðað í miðlunum og tað er jú gott. Eg havi eisini keypt donsk bløð og har kundi eg lesa greinar um okkurt, sum eg ikki visti áðrenn, eitt nú ymiskt um vinnararnar av teimum stóru virðislønunum frá Norðurlandaráðnum. Hetta var 31. árið á rað, at Føroyar ikki vunnu bókmentavirðislønina – har er í sær sjálvum tilfar til eina áhugaverda grein, tí hvussu ber tað til og hví blíva vit við? Og hvussu við hasari risastóru verkætlanini á Drelnesi? Hevur nøkur mentanarjournalistisk viðgerð verið yvirhøvur av hesum staðnum ella av innihaldinum og ætlanunum við hesum stað, sum væl og virðiliga spreingir allar vanligar mentanarfíggjarætlanir í Føroyum? Mentan og list eru enn í stóran mun hurrá-øki hjá okkum og tað sær forrestin út til at smitta í norðurlendskum høpi, enn havi eg so ikki lisið eitt kritiskt orð um hasa ikki serliga hepnu norðurlendsku hymnuna/lovsangin hjá Kim Leine, eitt misjavnt tekstavrik, sum kanska kemst av, at sjangran er eitt sindur out of date, og at tann dámligi Leine er prosaistur um ein háls - hann veit av tí sjálvur, á heimasíðuni hjá DR sigur hann m.a. “Jeg er lidt lyrik-tonedøv. Jeg har simpelthen ikke sans for digte. Hver gang jeg ser et godt digt tænker jeg, at det må da kunne bruges i en prosatekst”. Og tað er júst tað. Nåh, men í tí eg slongdi bløðini yvir í vaksandi bunkan, sum er á veg út í ta fínu grønu pappírsskrellispannina í túninum, bar eg eyga við orðið Cartland á aftastu síðu í Sosialinum, og eftirsum eg sjálv sum ungur tannáringur og tweenari mundi lesa einar 43 Barbara Cartland romanir minst afturvið umleið 378 skipskeksum við smøri (!), so las eg hesa nýggju umafturumklummuna hjá Høgna Djurhuus bara tí, at tey í sær sjálvum eru eitt so ómakað par, Barbara og Høgni. Men tað vóru tey eftir øllum at døma ikki, tá Høgni var studentaskúlanæmingur, tí tá hevði hann einki til yvirs fyri glæsiligu bretsku romansudrottningini. Á stuttligan, áhugaverdan hátt snarar hann hesi ungdómsaversión síni fram til nihilistisku staðfestingina, at ummæli sum heild eru heilt burturvið, tí tey eru tengd at subjektivum smakki. Hann skrivar millum annað: “Eg fekst við at ummæla sjónleik í nógv ár, til eg fekk at vita, at journalistar hava ikki skil fyri sjónleiki og tí eiga at halda kjaft um sjónleik. Tá gavst eg, og eg sakni tað ikki. Tað gera onnur heldur ikki.”

Lat meg bara siga tað heilt stutt: Hatta passar ikki, tørvur er á øllum kritiskum røddum á mentanarøkinum, og eg havi av sonnum í longri tíð saknað gløggu ummælararøddina hjá Høgna Djurhuus, so: KOM AFTUR HØGNI!  

It was 31 years ago today

Fyri einum ári síðani skrivaði eg eina grein um, at Carl Jóhan Jensen neyvan var øgiliga spentur, tá hann varð uppringdur í Bruxelles og gratuleraður í sambandi við, at hansara bók, Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik (2015) er føroyska uppskotið at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Nú dagurin endiliga er upprunnin, tá norðurlandavirðislønirnar verða lætnar, er høvundurin um møguligt enn minni spentur, tí nú hevur norska blaðið Dagsavisen í úrtíð avdúkað, at tað verður svenski yrkjarin Katarina Frostenson, sum fær virðislønina og tær 350.000 krónurnar í kvøld.

Eingin er bilsin um, at Føroyar eru fyri ósigri aftur í ár, hetta er hóast alt 31. árið, at ein føroyskur rithøvundur ikki vinnur, tann seinasti føroyski vinnarin var Rói Patursson, ið sum kunnugt fekk virðislønina fyri yrkingasavnið "Líkasum". Tað nevnda vantandi bilsnið kemst væl at merkja ikki orsakað av vantandi dygd, tí dygdin er vanliga í lagi, tá vit innstilla føroyskar bøkur, og eg havi fleiri ferðir verið øgiliga spent fram móti virðislønarhandanini.

At spenningurin í ár hevur verið lakari, hevur altso einki við innstillaðu bókina at gera. Hon er kanska ikki heilt so tjúkk sum Ó og hon hevur ikki sama status sum akademisk lakmusroynd í heimliga dunnugarðinum, men Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik – er ein góð bók, ið bjóðar lesarum sínum av. Skaldsøgan er stuttlig í støðum, t.d. í byrjanini, tá tveir menn, sum ikki kunnu torga hvønn annan, møtast, men sum heild er talan um eina myrka, ófjálga søgu uttan brá av eydnu, kærleika, hugna, hita, gleði og vinarlagi. Høvuðspersónur er Benedikt Einarsson, íslendskt skald við áhuga fyri teirri siðbundnu, formføstu listini heldur enn kyknandi modernismuni við øllum hennara ómentaða villskapi. Tá bókin byrjar er hann staddur umborð á skipinum S/S Lyru á veg til Føroya. Hetta er ein veldug bók, ein stór, altjóða søga, ein ferð inn í myrkrið. Málið er óvanligt og ríkt, skaldsøgan er ómetaliga samansett við hópin av tilsipingum til annan skaldskap.

Eg spurdi einaferð ein vinmann mín, sum er listamaður, um Carnegie Art Award, sum var ein stór svensk virðisløn, ið varð latin norðurlendskum listafólkum, hvussu mann kundi vinna hesa virðislønina. Vinmaðurin svaraði kvikliga, at til tess kravdist, at mann vera svenskur. Hann gjørdi heilt vist ov nógv av, men ein sannroynd var tað helst, at tað hjálpti at koma úr Svøríki, ætlaði mann at fáa CAA, spurningurin er um nakað tað sama er galdandi fyri norðurlandavirðislønina, at tað hjálpir at vera úr teimum stóru norðurlendsku londunum, um mann ætlar at fáa virðislønina, og tað er kanska sjálvsagt; hesi londini eru júst størri við fleiri høvundum og við møguleikanum at innstilla tvær bøkur í part.

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 1962 verið latin føgrum bókmentum, einum verki, eini skaldsøgu, sjónleiki, yrkingasavni, ritroyndarsavni ella stuttsøgusavni á høgum dygdarstigi, sum er skrivað á einum av norðurlendsku málunum. Endamálið við virðislønini er at økja áhugan fyri norðurlendskum bókmentum og at vaksa um áhugan fyri norðurlendska mentanarfelagsskapinum.

Fyri Føroyar er norðurlendska samstarvið sum heild sera gott. Eg havi í fleiri ár sitið í nevndini, sum innstillar føroyskar bøkur til virðislønina og eg má siga, at tað hevur verið ein fragd ár eftir ár at kunna innstilla bøkur úr okkara lítla máløki av høgari góðsku til virðislønina, ið síðan verða týddar til svenskt, norskt ella danskt, so at hini londini kunnu lesa við. Týddu bøkurnar verða síðani ummæltar og viðgjørdar í hinum norðurlondunum. Føroyingar fáa yvirhøvur sera nógv gott burtur úr norðurlendska samstarvinum og norðurlendsku stuðulsgrunnunum, nógv meira enn vit lata, tað hevði verið ógvuliga gott um vit kundi verið góðtikin sum land, so at vit kunnu rinda í felagskassan og vera fullgyldugir limir í norðurlendska samstarvinum. 

Hvørki vónbrot um 31 rak ár ella um vantandi spenningin í kvøld kunnu oyðileggja gleðina um, at tað er ein góður lyrikari, sum hesa fær Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (um avdúkingin vísir seg at vera sonn). Seinastu mongu árini er virðislønin latin prosaverkum. Hetta er ikki fyrstu ferð, Katarina Frostenson er tilnevnd at fáa virðislønina. Hon er 63 ár og ein royndur yrkjari við 19 yrkingasøvnum á baki; tað fyrsta savnið “I mellan” kom út í 1978. Virðislønina fær hon fyri savnið “Sånger och formler”, sum kom út í fjør. Yrkingarnar eru ikki júst brávakrar, hugsi eg við mær sjálvari, tá eg siti og blaði í bókini millum allar tær mongu innstillaðu bøkurnar, mær dámdi væl “Flodtid” hjá sama yrkjara, men í nýggja savninum er okkurt, ið minnir um melankolskar náttúrulýsingar av óspennandi slag, tað er um veturin í ringum ljósi og við berum greinum. Men við eitt letur ein yrking seg upp fyri mær, tað loysir seg at lesa einaferð aftrat eitt sindur spakligari og uppdaga, at hetta er alt annað enn keðiligt. Í náttúrulýsingunum er eitt serligt tilfarsligt tilvit, ein gransking av tiverunnar grundtilfari, av ljósi og myrkri, av grasi og stjørnum og luft. Her er ein framúrskarandi yrking, sum eitur Morgondagar.

 

Morgondagar:

 

Imorgon kryper jag ut i en skog

och lägger mig vid ett träd, efter en stund

ringlad om det

Gnager en bit

bark smakar varmt

tänderna går genom poriga skikt

jag är närd

av luft

o motstånds

løshet

ord rinner ner

hela kroppen är om stammen snart

Jag är på min mark, ris och tall

Det kommer ett rå och ser ut

vi är de enda här

det heter ensamhet och är inte undergång

Lilla rå, stora blick, stå inte kvar, gå till gäntans ljus

jag äter stilla av det omkring

allas dröm, försvinna i ro

på barmarken

vittra, nära den verklighet

ordet är. Imorgon. I morgon n gn m

 

 

Soleiðis elskar hann orðini

 

 

SKRIFTSTØÐ eitur ein nýggj bók, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út. Hon er reyð, vøkur og grafiskt greið við svartari skrift. Permuna hevur yrkjarin sjálvur gjørt lag oman á lag á eitt træprent við eini sjálvsmynd, ið er lagt á liðina. Á bakpermuni eru tvær tekningar av maskinkendum ringrásum kliptar og klistraðar inn við undirtekstinum: SOLEIÐIS ELSKI EG ORÐINI. Orðingarnar klinga átrúnaðarliga; skriftstøð plaga sum kunnugt at standa í Halgu Bók, men hesin yrkjarin plagar kanska at ivast meira enn hann trýr, lovsangurin er speiskur og himmalin hoyrir einamest barndóminum til.

Virkin yrkjari

Talan er um nýggjasta yrkingasavnið hjá orðaekvilibristinum, orðaelskaranum, Tóroddi Poulsen. Savnið fevnir um 90 síður av yrkingum hjá hesum roynda yrkjara, sum nú hevur givið 38 bøkur út. Í onkrum førum er talan um uppsamlingar við týddum yrkingum, og tríggjar av útgávunum eru prosa, men um vit fyri stuttleikar falda 34 (bøkur) við 70 (yrkingar í meðal í hvørjari bók), so siga vit ikki ov nógv, tá vit meta, at Tóroddur Poulsen hevur ríkað okkum við eini 2380 góðum yrkingum. Og tá eg nú haldi, at hetta nýggjasta yrkingasavnið minnir um hini, skal tað ikki skiljast soleiðis, at eg ikki haldi hesa bókina vera neyðuga, tí í øllum bókunum hjá Tóroddi Poulsen eru sera góðar yrkingar og fleiri fantastiska góðar yrkingar, so tað er at fegnast um, at yrkjarin er so virkin sum hann er. 

Fleirtýdni

Bókaheitið er fleirtýtt og orðið skriftstøð kann heilt einfalt sipa til støð, har sum skriftin heldur til og tað kann t.d. væl vera í einumyrkingarsavni. Við einum heldur slitnum mótahugtaki kann savnið sigast at vera autofiktivt í støðum. Í øllum førum hómast onkur sjálvsævisøgulig drøg onkrastaðni t.d. tá tann gamli verjir seg við at lata vera við at gráta undir hátíðarhaldinum. Men tað, at ein bók í onkran mun lýsir umhvørvið og upplivingar hjá avvarðandi skaldi, er kanska so mikið sjálvsagt, og nýtist mest at verið tikið upp, um hetta ikki er so. Í fleiri yrkingum sæst afturvendandi lyndið til at venda tingunum við. T.d. verður objekt til subjekt, tá veggurin sigur við yrkjaraegið, at hann sær slitin út og treingir til máling og nýggjar myndir. Hvassa svarið “takk á sama hátt/ tú treingir til/ at verða rivin niður/ so eg kann sita og stara/ út í ta tómu luftina/ sum aldrin verður slitin” kann tulkast sum eitt slag av poetiskari trúarjáttan til ta ultimativt antimateriellu abstraktiónina. Fleiri av yrkingunum eru í øllum førum rættiliga abstraktar og torskildar,  og kunnu lesast fleiri ferðir. Tær skulu helst hómast og undrast heldur enn at tær skulu lesast skjótt og effektivt. Til tíðir eru yrkingarnar formliga settar upp sum mótsetningar og ofta eru tær merktar av perspektivforskjótingum í tíð og stað, har t.d. barndómurin og ellin ganga hond í hond. Í yrkingunum eru hópin av negatiónum, t.d. tá yrkjaraegið kínur andlitinum á síni elligomlu konu, sum ongantíð hevur verið til ella tá texturin endar framman fyri hurðini hjá ongum, tað ýðir sum heild av orðum sum “eingin”, “aldrin”, “ongantíð” og “ikki” í SKRIFTSTØÐ.

Metapoesi

Innihaldsliga snúgva yrkingarnar seg um at yrkja, um málið og orðini og um bókstavarnar (teir útihýstu), um yrkingar, ið eymliga verða ballaðar og signaðar, áðrenn tær skulu út í verðina at klára seg sjálvar.  Hesar yrkingarnar snúgva seg um lívið, um barndóm og elli og um deyðan - eingin dugir so væl at yrkja um deyðan sum Tóroddur Poulsen. Hann ger tað ósentimentalt og uttan uppgjørdar, tugdar hugmyndir, tá hann gevur lesaranum ein varhuga av tí ófatiliga við at seta ljós og myrkur samani eini yrking sum NÁTT:

heldur tú

ljósið

í hondini

 

fer til

handils

keypir

eitt kilo

av myrkri

 

og sleppir ljósinum

niður í

ein hárutan

myrkan lógva

sum bliknar

og gránar

Tilfarsbroyting ella metabolisma, tað, at okkurt bliknar, ræsir, rotnar, gránar, bráðnar, rustar, upploysist osfr. er afturvendandi í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen og ein onnur yrking, sum eisini eitur NÁTT kann brúkast sum eitt av fleiri dømum um hvussu nógv hann fær burturúr hesum:

í nátt

rusta

allar

tekjur

eins og

tá kavin

minnist

barndómin

og bráðnar

 Dunnuhylurin í Havn og á G!

Aðrar yrkingar sum MOLDIN og DREYMURIN UM FLYTING eru inni á sama evni, hetta eru báðar frálíkar yrkingar. Einsemi og heimlongsul eru onnur evni í yrkingum, sum skifta frá gerandisligum eygleiðingum til stórslignar surrealistiskar, dreymakendar frásagnir um ævintýrkendar umbroytingar. Dunnuhylurin og bygdasligheitin gera um seg bæði í Havn og á G! Og tað er yrkjaraegið sjálvt, sum sutlar dunnuhylin í seg fyri síðani at flúgva burtur at skvetta hann burturúr sær aftur. Myndamálið er originalt sum altíð og fleiri yrkingar snúgva seg um ella sipa til eldri skaldskap, O móðirmál hjá Fríðriki Petersen og Viðoy hjá Christiani Matras. Fína yrkingin EIN DAG minnir meg um yrkingina Goymi eg minni hjá Regini Dahl, tá smádrongurin rópar ”Hjálp mær, hjálp mær, eg detti!” Her er eisini ein rættiliga øðrvísi og óunnilig versión av søgnini um kópakonuna, ið ongantíð er skrivað sjálvandi, hevdin hevur ongan áhuga fyri tí óuppbyggiliga. Í herligu yrkingini LÍV MÍTT SUM SKIP tekur yrkjarin ítøkiligt støði í orðingini úr Viðoy “Nú ert tú eitt skip”. Yrkjaraegið er tessvegna eitt skip, ið siglur gjøgnum Føroyasøguna, meðan hann áhaldandi fraktar sínar bøkur til Føroya. Takk fyri tað!

 

Shakespeare í kórtónum og drama

Tarira framførir Shakespeare í Runavík og í Havn

Í sambandi við 400 ára dagin hjá William Shakespeare, sum var 23.apríl í ár, hevur kórið Tarira undir leiðslu av Jóhannesi Andreasen vant eina heldur óvanliga skrá, ið verður framførd á tveimum konsertum. Tær verða ávikavist í Gulu Smiðju í Runavík og í Læraraskúlahøllini í Havn. Men júst tað sjáldsama og tað ótrúliga klæðir væl rithøvundinum, sum er í miðdeplinum á hesari framførsluni. Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan. Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk; tað var hann, sum skrivaði "...We are such stuff as dreams are made on”; upprunaliga ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest (Harðveðrið). Og við tað, at høvundurin var ein guðsnáðaður dramatikari, er jú upplagt at fáa sjónleik við í framførslurnar. Tað verða sjónleikararnir Ria Tórgarð og Gunnvá Zachariasen frá Tjóðpalli Føroya, sum fara at lesa upp og framføra ymiskt Shakespeare tilfar, ið er týtt til føroyskt.

Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri fjúrtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta avtilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir. Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespearekonsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti. Á skránni eru m.a. tríggjar frumframførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum. Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja. Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko Mäntyjärvi, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi; Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í ár og vann eina virðisløn fyri framførsluna.

Konsertirnar verða í Gulu Smiðju í Runavík mikukvøldið 26.oktober klokkan 19 og í Læraraskúlahøllini leygarkvøldið 29.oktober klokkan 19.

Atgongumerki á 100 krónur fáast við dyrnar.

Teitur væl móttikin í New York

Teitur Lassen og Nico Muhly høvdu útgávukonsert í (le) poisson rouge í New York í gjárkvøldið og móttøkan tykist hava verið góð. Tað er ikki hvør sum helst, sum  fær góða umrøðu í miðlum sum New York Times, The Atlantic og Evening Standard og Teitur er ovfarin og fegin um móttøkuna og um, at konsertin varð spæld fyri fullum húsum

Ummælarin í thelineofbestfit.com, Sam Cleeve skrivar m.a. at “Muhly og Teitur hava funnið nakrar óslípaðar diamantar í teimum fjaldu perspektivunum og forvitnu lýsingunum av gerandisdegnum, sum eru í útgávuni Confessions. Og røddin hjá Teiti, sum er merkt av onkrum útsettum og inniligum, er fyrimyndarlig til tess at sýna teir. Við høviskliga tónleikaligum dugnasemi hjá Holland Baroque er Confessions ein pláta við botnleysari sjarmu” skrivar Cleeve. Tað tykist sum hava vit gott í væntu í Confessions. 

Heðin M. Klein fekk M.A.Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir

Hendan bókin varð í dag virðislønt - Bárður Jákupsson gjørdi ta vøkru permuna

Hendan bókin varð í dag virðislønt - Bárður Jákupsson gjørdi ta vøkru permuna

Tað kann ikki sigast annað enn, at virðislønarnevndin hevur satsað uppá tað siðbundna í ár -  tað vóru teir royndu harrarnir, sum sigraðu á M.A. Jacobsens virðislønarhandanini í dag. Báðir vinnarar eru av bygd, eru útbúnir lærarar og báðir hava virkað sum politikarar. Heðin M.Klein fekk á øðrum sinni virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri sína langyrking Tað orðið, hann fekk eisini virðislønina í 1985, og Eilif Samuelsen, sum m.a. hevur týtt Játtanir Augustinusar og aðrar klassiskar bókmentir til føroyskt, fekk virðislønina fyri mentanaravrik. 

Beinta Johannesen fekk barnamentanarheiðursløn fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnum áhugavert tilfar. Joan Sørinardóttir fekk barnamentanarheiðursløn fyri bókina "Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat", sum er ein føroysk uppskriftsbók.