EPISK EIVØR!
/Foto: Nicolas Koch Futtrup
Kópakonuframførslan, sum DR Big Band og DR Vokal Ensemble undir leiðslu av Geir Lysne høvdu í Norðurlandahúsinum í kvøld var sum heild framúrskarandi júst sum vit kundu vænta tað frá slíkum dugnaligum og væl fyrireikaðum fólkum. Løturnar, tá Eivør Pálsdóttir fevndi kórið, tónleikararnar og okkum øll við sínari veldugu rødd, vóru skelkandi góðar.
Kinna Poulsen
Tey ungu siga, at okkurt er episkt, tá tað er ordiliga gott. Eg sigi við tey, at episkt ikki er eitt superlativ sum so, men eitt hjáorð, sum verður brúkt um okkurt, ið er frásagnarligt og fevnir um eina hendingagongd mótsett tí lyriska, sum snýr seg um kenslur og hugløg. Og kanska ber til at siga um framførsluna í Norðurlandahúsinum, at hon var episk upp á fleiri ymiskar mátar, hon var frásagnarlig, tí hon tók støði í søgnini um Kópakonuna, men hon var eisini full av kenslum og huglagi, og so var talan um eina framúrskarandi, eina episka framførslu – serliga tá Eivør við síni einastandandi praktfullu rødd var í fokus, bæði einsamøll og saman við tónleikarum og kóri. Eg hevði sess á einum raði, sum kallaðist “U”. Í forhøllini hugsaði eg við mær sjálvari, at tað mundi vera nakað langt afturi, tí eg visti ikki, at nakað rað æt soleiðis, og tað vísti seg eisini at vera heilt afturi í Klingruni, har veggurin var tikin niður til høvið og tað var neyðugt, tí konsertin var útseld. Fantastiskt, at tað ber til at fara til eina tílíka framførslu í Havn, hesum eigur Norðurlandahúsið heiðurin av. Eg sat sera væl, men summir partar av verkinum tóktust mær heldur stillir, altso so mikið friðarligir, at eg inn í millum fór at ørkymlast eitt sindur av óljóðum rundan um meg – eg veit ikki um tað hevði við frástøðuna at gera, men skiftandi dynamikkurin í verkinum hevði sjálvandi sítt dramatiska árin, sum riggaði væl og sum kórið eisini megnaði sera væl at bera fram. Søgnin um kópakonuna verður søgd nógva staðni í verðini, hon hevur eisini verið tulkað á ymiskan hátt, t.d. hevur Hans Pauli Olsen tulkað hana í umdiskuteraðu standmyndini í Mikladali. Í hesum verkinum hjá DR Bigband er sjónarhornið fyri tað mesta kvinnuligt við atliti til bæði brennandi eldhuga og alsk og á sjálvstøðuga frælsistrongd, Marjun S.Kjelnæs eigur tekstirnar og Eivør eigur løgini og tulkingina, Kristina Joensen gjørdi tær bláu kvinnu- og kópamyndirnar, sum bylgjaðu aftur og fram aftan fyri orkestrið. Tað riggaði væl til verkið, sum byrjaði og endaði við havsins ljóðum. Tað var sum í sanginum hjá Holmboe, har havsins ljóð heldur ævigt á - tað sjóvaði, har hómaðist aldututl og súgur og upp úr briminum steig hon upp, kópakonan, Eivør sum ein onnur skúmborin Venus og sang út sín longsul og sín elskhug. Eg haldi, at teir sangirnir, sum longu eru vorðnir rættiliga kendir frá útgávuni Slør, riggaðu ordiliga væl í seigari bigbandversiónum, sum lyftu røddina upp saman við tí fína kórinum, hvørs reini, klassiski klangur eisini góvu Eivør hóskandi mótspæl. Tað riggaði eisini serstakliga væl, tá kórið ella partur av kórinum í støðum sang einræddað saman við Eivør. Í ljóðmyndini hoyrdust av og á brot úr kingosangi, ið saman við teimum mongu havljóðunum, føroyskum náttúrumyndum fyri ikki at tala um dansandi ungmoyir í einum filmsbroti bóru á tann kitsch-etniska bógvin so to speak, og tað verður neyvan nakrantíð mín koppur av te. Yrkingabúnin er eisini í støðum heldur gamaldags fyri mín smakk: "skrínið læsti,/ lykil fjaldi/ signaði móti galdri/ maður er mítt hav/ nátt er av// tokkabundin hann meg fevnir/ nevnir meg ein eydnulut/ farin eru øll/ einsamøll//. Hetta er møguliga fyri at taka aftur í ein frumsagnarligan tóna, sum eisini merkist onkrastaðni tónleikaliga í tí skjaldurkenda framburðinum. Kingo er týdningarmikil partur av tónaverkinum, motiviskt er hann hugsaður inn í heildina orsakað av siðbundna sálmasanginum hjá útróðrarmonnum fyrr í tíðini. Peter Jensen hevði tulkað fleiri sálmar hjá danska sálmaskaldinum í myrkum, harmoniskt einstáttaðum útsetingum, sum eg má hoyra einaferð aftrat. Eg haldi í grundini, at verkið tónleikaliga er rættiliga modernað, hetta var ikki heilt vanligt bigbandljóð, tað er í hvørt fall ikki á hvørjum degi, at mann hoyrir eitt bigband ljóða sum ein syntesizara. Tað hoyrdist á tónleikinum og á soloum, at tónleikararnir, sum manna DR Big Band eru framúr dugnaligir, eisini Jacob Munck Mortensen, hvørs tuba- og hornspæl var hugfarsliga ímyndin av longsilsfulla kópamanninum, sum roynir at fáa kópakonuna at koma heim aftur til havs. Men lat meg bara bekenna meg sum fjeppara, at eg sat á konsertini eitt sindur sum ein av hesum manisku epo-trongjandi súkklarunum og sá fram til og gleddi meg til hvørja ta einastu innspræning, eg kundi fáa av teirri turvelvandi røddini hjá Eivør. Hon var óvanliga góð fyrstu ferð, eg hoyrdi hana fyri eftirhondini mongum árum síðani, og hon gerst støðugt betur, meira musikalskt skipað og stýrd fyri hvørja ferð eg hoyri hana.
Foto: Nicolas Koch Futtrup
Foto: Nicolas Koch Futtrup