Eivør fingið Danish Music Awards Jazz 2016 virðisløn
/Foto: Nicholas Koch Futtrup
Í gjárkvøldið vórðu donsku jazzvirðislønirnar latnar í Bremen Teater í Keypmannahavn og Eivør, Peter Jensen, DR Big Band og DR Vokalensemble fingu heiðurin at vinna virðislønina fyri ársins vokaljazzútgávu At the heart of a selkie, sum Tutl gav út í ár. Eivør varð tilnevnd saman við øðrum góðum fólkum: Cæcilie Norby & Lars Danielsson, Kira, Margrete Grarup, Johanna Elina og Mette Juul.
Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði tekstirnar í sangunum hjá Eivør í At the heart of a selkie við støði í søgnini um Kópakonuna; verkið varð framført í Norðurlandahúsinum í januar og varð ummælt her:
http://www.listaportal.com/tidindi/2016/1/28/episk-eivr
Hjartaliga til lukku við virðislønini!