Soleiðis elskar hann orðini

 

 

SKRIFTSTØÐ eitur ein nýggj bók, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út. Hon er reyð, vøkur og grafiskt greið við svartari skrift. Permuna hevur yrkjarin sjálvur gjørt lag oman á lag á eitt træprent við eini sjálvsmynd, ið er lagt á liðina. Á bakpermuni eru tvær tekningar av maskinkendum ringrásum kliptar og klistraðar inn við undirtekstinum: SOLEIÐIS ELSKI EG ORÐINI. Orðingarnar klinga átrúnaðarliga; skriftstøð plaga sum kunnugt at standa í Halgu Bók, men hesin yrkjarin plagar kanska at ivast meira enn hann trýr, lovsangurin er speiskur og himmalin hoyrir einamest barndóminum til.

Virkin yrkjari

Talan er um nýggjasta yrkingasavnið hjá orðaekvilibristinum, orðaelskaranum, Tóroddi Poulsen. Savnið fevnir um 90 síður av yrkingum hjá hesum roynda yrkjara, sum nú hevur givið 38 bøkur út. Í onkrum førum er talan um uppsamlingar við týddum yrkingum, og tríggjar av útgávunum eru prosa, men um vit fyri stuttleikar falda 34 (bøkur) við 70 (yrkingar í meðal í hvørjari bók), so siga vit ikki ov nógv, tá vit meta, at Tóroddur Poulsen hevur ríkað okkum við eini 2380 góðum yrkingum. Og tá eg nú haldi, at hetta nýggjasta yrkingasavnið minnir um hini, skal tað ikki skiljast soleiðis, at eg ikki haldi hesa bókina vera neyðuga, tí í øllum bókunum hjá Tóroddi Poulsen eru sera góðar yrkingar og fleiri fantastiska góðar yrkingar, so tað er at fegnast um, at yrkjarin er so virkin sum hann er. 

Fleirtýdni

Bókaheitið er fleirtýtt og orðið skriftstøð kann heilt einfalt sipa til støð, har sum skriftin heldur til og tað kann t.d. væl vera í einumyrkingarsavni. Við einum heldur slitnum mótahugtaki kann savnið sigast at vera autofiktivt í støðum. Í øllum førum hómast onkur sjálvsævisøgulig drøg onkrastaðni t.d. tá tann gamli verjir seg við at lata vera við at gráta undir hátíðarhaldinum. Men tað, at ein bók í onkran mun lýsir umhvørvið og upplivingar hjá avvarðandi skaldi, er kanska so mikið sjálvsagt, og nýtist mest at verið tikið upp, um hetta ikki er so. Í fleiri yrkingum sæst afturvendandi lyndið til at venda tingunum við. T.d. verður objekt til subjekt, tá veggurin sigur við yrkjaraegið, at hann sær slitin út og treingir til máling og nýggjar myndir. Hvassa svarið “takk á sama hátt/ tú treingir til/ at verða rivin niður/ so eg kann sita og stara/ út í ta tómu luftina/ sum aldrin verður slitin” kann tulkast sum eitt slag av poetiskari trúarjáttan til ta ultimativt antimateriellu abstraktiónina. Fleiri av yrkingunum eru í øllum førum rættiliga abstraktar og torskildar,  og kunnu lesast fleiri ferðir. Tær skulu helst hómast og undrast heldur enn at tær skulu lesast skjótt og effektivt. Til tíðir eru yrkingarnar formliga settar upp sum mótsetningar og ofta eru tær merktar av perspektivforskjótingum í tíð og stað, har t.d. barndómurin og ellin ganga hond í hond. Í yrkingunum eru hópin av negatiónum, t.d. tá yrkjaraegið kínur andlitinum á síni elligomlu konu, sum ongantíð hevur verið til ella tá texturin endar framman fyri hurðini hjá ongum, tað ýðir sum heild av orðum sum “eingin”, “aldrin”, “ongantíð” og “ikki” í SKRIFTSTØÐ.

Metapoesi

Innihaldsliga snúgva yrkingarnar seg um at yrkja, um málið og orðini og um bókstavarnar (teir útihýstu), um yrkingar, ið eymliga verða ballaðar og signaðar, áðrenn tær skulu út í verðina at klára seg sjálvar.  Hesar yrkingarnar snúgva seg um lívið, um barndóm og elli og um deyðan - eingin dugir so væl at yrkja um deyðan sum Tóroddur Poulsen. Hann ger tað ósentimentalt og uttan uppgjørdar, tugdar hugmyndir, tá hann gevur lesaranum ein varhuga av tí ófatiliga við at seta ljós og myrkur samani eini yrking sum NÁTT:

heldur tú

ljósið

í hondini

 

fer til

handils

keypir

eitt kilo

av myrkri

 

og sleppir ljósinum

niður í

ein hárutan

myrkan lógva

sum bliknar

og gránar

Tilfarsbroyting ella metabolisma, tað, at okkurt bliknar, ræsir, rotnar, gránar, bráðnar, rustar, upploysist osfr. er afturvendandi í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen og ein onnur yrking, sum eisini eitur NÁTT kann brúkast sum eitt av fleiri dømum um hvussu nógv hann fær burturúr hesum:

í nátt

rusta

allar

tekjur

eins og

tá kavin

minnist

barndómin

og bráðnar

 Dunnuhylurin í Havn og á G!

Aðrar yrkingar sum MOLDIN og DREYMURIN UM FLYTING eru inni á sama evni, hetta eru báðar frálíkar yrkingar. Einsemi og heimlongsul eru onnur evni í yrkingum, sum skifta frá gerandisligum eygleiðingum til stórslignar surrealistiskar, dreymakendar frásagnir um ævintýrkendar umbroytingar. Dunnuhylurin og bygdasligheitin gera um seg bæði í Havn og á G! Og tað er yrkjaraegið sjálvt, sum sutlar dunnuhylin í seg fyri síðani at flúgva burtur at skvetta hann burturúr sær aftur. Myndamálið er originalt sum altíð og fleiri yrkingar snúgva seg um ella sipa til eldri skaldskap, O móðirmál hjá Fríðriki Petersen og Viðoy hjá Christiani Matras. Fína yrkingin EIN DAG minnir meg um yrkingina Goymi eg minni hjá Regini Dahl, tá smádrongurin rópar ”Hjálp mær, hjálp mær, eg detti!” Her er eisini ein rættiliga øðrvísi og óunnilig versión av søgnini um kópakonuna, ið ongantíð er skrivað sjálvandi, hevdin hevur ongan áhuga fyri tí óuppbyggiliga. Í herligu yrkingini LÍV MÍTT SUM SKIP tekur yrkjarin ítøkiligt støði í orðingini úr Viðoy “Nú ert tú eitt skip”. Yrkjaraegið er tessvegna eitt skip, ið siglur gjøgnum Føroyasøguna, meðan hann áhaldandi fraktar sínar bøkur til Føroya. Takk fyri tað!