Smør

web-cartland-pa.jpg

Fyri tann mentanaráhugaða lesaran eru vikuskiftisbløðini heldur soltin hesa ferð. Jú, Sosialurin hevur viðtal við multikunstnaran Steintór Rasmussen, sum hevur skrivað eina krimibók, og tað er fínt, men eg havi longu hoyrt hann greiða frá hesum fleiri ferðir, og tað sama er galdandi fyri nevndina í felagnum LISA um sosialt degraderað listafólk og um neyðuga munin millum list og mentan, sum eingin normalt skilagóður persónur kann vera ímóti. Listaráðstevnan hjá LISA hevur verið væl umboðað í miðlunum og tað er jú gott. Eg havi eisini keypt donsk bløð og har kundi eg lesa greinar um okkurt, sum eg ikki visti áðrenn, eitt nú ymiskt um vinnararnar av teimum stóru virðislønunum frá Norðurlandaráðnum. Hetta var 31. árið á rað, at Føroyar ikki vunnu bókmentavirðislønina – har er í sær sjálvum tilfar til eina áhugaverda grein, tí hvussu ber tað til og hví blíva vit við? Og hvussu við hasari risastóru verkætlanini á Drelnesi? Hevur nøkur mentanarjournalistisk viðgerð verið yvirhøvur av hesum staðnum ella av innihaldinum og ætlanunum við hesum stað, sum væl og virðiliga spreingir allar vanligar mentanarfíggjarætlanir í Føroyum? Mentan og list eru enn í stóran mun hurrá-øki hjá okkum og tað sær forrestin út til at smitta í norðurlendskum høpi, enn havi eg so ikki lisið eitt kritiskt orð um hasa ikki serliga hepnu norðurlendsku hymnuna/lovsangin hjá Kim Leine, eitt misjavnt tekstavrik, sum kanska kemst av, at sjangran er eitt sindur out of date, og at tann dámligi Leine er prosaistur um ein háls - hann veit av tí sjálvur, á heimasíðuni hjá DR sigur hann m.a. “Jeg er lidt lyrik-tonedøv. Jeg har simpelthen ikke sans for digte. Hver gang jeg ser et godt digt tænker jeg, at det må da kunne bruges i en prosatekst”. Og tað er júst tað. Nåh, men í tí eg slongdi bløðini yvir í vaksandi bunkan, sum er á veg út í ta fínu grønu pappírsskrellispannina í túninum, bar eg eyga við orðið Cartland á aftastu síðu í Sosialinum, og eftirsum eg sjálv sum ungur tannáringur og tweenari mundi lesa einar 43 Barbara Cartland romanir minst afturvið umleið 378 skipskeksum við smøri (!), so las eg hesa nýggju umafturumklummuna hjá Høgna Djurhuus bara tí, at tey í sær sjálvum eru eitt so ómakað par, Barbara og Høgni. Men tað vóru tey eftir øllum at døma ikki, tá Høgni var studentaskúlanæmingur, tí tá hevði hann einki til yvirs fyri glæsiligu bretsku romansudrottningini. Á stuttligan, áhugaverdan hátt snarar hann hesi ungdómsaversión síni fram til nihilistisku staðfestingina, at ummæli sum heild eru heilt burturvið, tí tey eru tengd at subjektivum smakki. Hann skrivar millum annað: “Eg fekst við at ummæla sjónleik í nógv ár, til eg fekk at vita, at journalistar hava ikki skil fyri sjónleiki og tí eiga at halda kjaft um sjónleik. Tá gavst eg, og eg sakni tað ikki. Tað gera onnur heldur ikki.”

Lat meg bara siga tað heilt stutt: Hatta passar ikki, tørvur er á øllum kritiskum røddum á mentanarøkinum, og eg havi av sonnum í longri tíð saknað gløggu ummælararøddina hjá Høgna Djurhuus, so: KOM AFTUR HØGNI!