SPOR í Listasavni Føroya

Fotomyndirnar tók Torben Eskerod

Fotomyndirnar tók Torben Eskerod

Fríggjadagin 9. september kl. 16:00 letur framsýningin SPOR hjá Jóhan Martini Christiansen upp á Listasavni Føroya.

Framsýningin SPOR er sett saman av verkum úr lítillátnum tilfari so sum gipsi, toyblæum, plaststrimlum og rukkujarni. Mjúkir littónar og dramatisk úttrykk skapa ein pall til frásagnir – frásagnir um ljós, skuggar, náttúru og spor, og er harvið eitt rúm, har ið vit kunnu sleppa okkum sjálvum.

Fríggjadagin 9. september kl. 16:00 verður fernisering á Listasavni Føroya. Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Viðurkendi leikstjórin Christoffer Berdal setur framsýningina. Andreas Tykjær Restorff og Torleik Mortensen framføra tónleik. Savnið bjóðar ábit. Øll eru vælkomin.

Framsýningin SPOR er opin til og við sunnudagin 8. januar 2017. Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.

Hvat:          Fernisering - SPOR
Hvar:          Listasavn Føroya
Nær:           Fríggjadagin 9. september kl. 16:00
Hvør:         Jóhan Martin Christiansen

 

 

Dissonant Thought - Væl eydnað fernisering

Hansina Iversen millum Karin Elsbudóttir og Julie Sass

Hansina Iversen millum Karin Elsbudóttir og Julie Sass

Umleið 150 vitjandi vóru til upplatingina á framsýningini Dissonant Thought á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í dag. Karin Elsbudóttir beyð vælkomin og síðani helt danska listakvinnan Julie Sass røðu. Julie Sass hevur skrivað fororðið í kataloginum til framsýningina. Framsýningin verður hangandi á Norðurbryggjuni inntil 16.oktober 2016, nú ber til at ganga yvirum nýggju brúnna úr Nyhavn til Norðurbryggjuna.

Frá framsýningini - fotomyndir Norðurbryggjan

Frá framsýningini - fotomyndir Norðurbryggjan

Um mammu

Myndin er av mær í ungdómsdøgum. Høgrumegin á vegginum hanga tvær svarthvítar fotomyndir. Hesar báðar myndirnar hevði eg hangandi í kamarinum hjá mær fyrst í barndómsheiminum uppi á Lützenstrøð og síðani í kollegiukamarinum á Grønjordskollegiinum, tá hingu tær uppi yvir høvdalagnum.

Eg minnist einaferð, tá foreldur míni vitjaðu meg á kollegiinum, og tað var bara eina ferð, at hetta hendi, sjálvt um eg búði har í seks ár, tað var í 1992, dagin fyri, at mamma fyllti 60. Hesa einu náttina skuldu tey sova hjá mær áðrenn tey fóru út til Súsonnu mostur og Leif í Karrebæksminde, har føðingardagurin skuldi haldast. Mamma og babba lógu bæði í mínari grønpuntutu sovisofu og sóu merkverdiga ungdommilig og glað út. Eg minnist tað sum um sólin skein ta løtuna og myndaði eina samanhangandi, eydnuríka gloriu rundan um teirra høvd, men tað passar neyvan, tí hetta var um kvøldið í august, men kanska var tað morgunin eftir og óansæð er einki, sum mann minnist ordiliga skeivt, sjálvt um tað heldur ikki er heilt rætt.  

– Estur, hetta er tað nærmasta, vit bæði koma universitetinum, segði babba við einum skálkabrosi. Mamma hugdi at honum og at myndunum uppi yvir, eitt sindur illa við yvir femme fatale við sigarett pallsetingina, risti við høvdinum og segði, at hatta var okkurt pápi mín hevði funnið uppá. Eg segði, at myndirnar vóru flottar og at eg var errin um tær og so smíltist hon so fitt og ikki heilt ófegin og eg upplivdi eitt sjáldsamt andartak yndisligu gentuna innan fyri ta vanligu pliktkendu mammugrímuna.

Í morgin hevði mamma fyllt 84 ár. Hon doyði fyri knappliga einum ári síðani og eg sakni hana inniliga, hevði ynskt, at hon var til, so at eg kundi takkað henni fyri alt tað nógva, sum eg fekk frá henni. Jú eldri eg sjálv blívi, tess betur skilji eg hana og jú betur verði eg við  hana. Vit bæði, Kristian og eg, høvdu ynskt, at vit vitjaðu hana oftari enn vit gjørdu. Hon bleiv dement, mamma, og hon bleiv blind og tað var ein ræðulig tíð, tá hon búði einsamøll í teimum áður so vøkru og hugnaligu húsunum, ið nú gjørdust full av ørkymlandi myrkri, einsemi, angist og tómrúmum.

Tá hon seinni slapp inn á Tjarnargarð at búgva, vóru vit so ómetaliga glað, alt lætnaði, men stutta tíð eftir datt hon álvarsliga og breyt seg sundur, tá var neyðin fullkomin. Mamma kom ongantíð upp aftur úr rullistólinum, men hon var enn før fyri at føla og úttrykkja kærleika. Og sjálvt um hennara fatan alsamt tódnaði so nógv, at hon ongan kendi meira, helt hon ongantíð uppat við at spyrja eftir babba og kom eg hendingaferð at vitja og hevði ikki lítla við, so spurdi hon eftir honum. Vit vitjaðu hana onkuntíð og tað fegnist eg um, tí lítli gloymir hana ongantíð, einaferð, tá hann var lítil og vit søgdu henni farvæl eftir at hava vitjað, segði hann við hana, at sjálvt um hon var gomul og manglaði lím í heilanum, so var tað gott, at hon ikki var farin til Jesuspápa enn. Eri takksom fyri, at drongurin minnist ommuna. Sjálvt um hon blandaði og í heilum helt hann vera eina deiliga gentu, so føldi hann hvussu góð hon var við hann, hann minnist tað enn, og tað er bara tað, sum hevur týdning, tá alt kemur til alt. 

Teitur hevur skrivað sáttmála við amerikanskt plátufelag

Teitur Lassen hevur skrivað sáttmála við amerikanska plátufelagið Nonesuch Records, ið er partur av Warner Music Group, um at geva út Confessions, sum er samstarv millum viðurkenda amerikanska tónaskaldið Nico Muhly og okkara Teit Lassen.

Á heimasíðuni hjá plátufelagnum Nonesuch Records stendur um Teit, at hann er kendur pop artistur í Europa, sumhevur vunnið nógvar danskar virðislønir og sum hevur eina altjóða karrieru við samstarvi við nógv kend listafólk. Teitur greiðir m.a. frá á  heimasíðuni, at hugskotið er grundað í nøkrum eftir øllum at døma meiningsleysum videoum, sum fólk í heilum postað á sosialum miðlum: "Jú meira tú hugdi, tess meira mátti tú undrast; Hvat er aftanfyri? Hví gera fólk tílíkt? Tey siga í veruleikanum: Hetta er veruliga vakurt, hetta er veruliga sjúkt, hetta er eg, fólk viðganga ella játta hvørji tey eru og hetta gav okkum heitið á plátuni". 

Confessions kemur út 21.oktober, vinylplátan kemur 4.november. Confessions er upptikin við Holland Baroque og kann bíleggjast á iTunes og á Nonesuch, har tað ber til at taka lagið Describe you niður. Teir báðir Nico Muhly og Teitur fara at framføra løg frá útgávuni saman við New York Baroque í Poisson Rouge 21.oktober og saman við British Sinfonietta í Cadogan Hall í London 29.oktober. 

http://www.nonesuch.com/journal/nico-muhly-teitur-confessions-october-21-nonesuch-records-2016-08-23

Havfrúgvin sjósett 17.september

Fotomyndina av Jóanesi Nielsen tók Randi Ward

Fotomyndina av Jóanesi Nielsen tók Randi Ward

Í kvøld var Jóanes Nielsen at hoyra í tíðindunum, hann greiddi frá sínum nýggja leiki, sum tey í løtuni eru við at venja og fyrireika á Tjóðpallinum. Høvundurin ljóðaði sjálvur so spentur um henda leikin, sum hann vildi reklamera fyri, at tað smittaði, hatta ljóðar eisini sum ein spennandi og dugnaligur hópur, sum skal syrgja fyri, at leikurin verður væl útborin (sí longri niðri) undir leiðslu av sjálvum Eyðuni Johannesen. Eg gleði meg sum eitt smábarn til premieruna.

Leikritahøvundurin nevndi Georg Brandes gamla og krav hansara um, at bókmentirnar skulu nema týðandi samfelagsspurningar og leggja upp til kjak. Georg Brandes segði m.a: 

"Det, at en Litteratur i vore Dage lever, viser sig i, at den sætter Problemer under Debat. Saaledes sætter f. Ex. George Sand Ægteskabet under Debat, Voltaire, Byron og Feuerbach Religionen, Proudhon Eiendommen, den yngre Alexander Dumas Forholdet mellem de to Kjøn og Emile Augier Samfundsforholdene. At en Litteratur Intet sætter under Debat er det samme som, at den er ifærd med at tabe al Betydning. Det Folk, som frembringer den, kan da længe nok troe, at al Verdens Frelse vil komme fra det, det vil see sig skuffet i sin Forventning; det bli­ver ikke mere et saadant Folk, som styrer Ud­vikling og Fremskridt, end Fluen gjorde det, da den mente at drive Vognen frem, fordi den nu og da gav dens 4 Heste et ubetydeligt Stik"

HVAT HENDIR TANN DAGIN, TÁ FISKIMENN FÁA EINA HAVFRÚGV Í TROLIÐ? Á TJÓÐPALLINUM ERU TEY FARIN UNDIR VENJINGAR AV NÝSKRIVAÐUM LEIKI EFTIR JÓANES NIELSEN, SUM MILLUM ANNAÐ SETIR HENDAN SPURNING.

“Vit byggja Føroyar á aldum. Vit reka á kenslunnar havi.

— Úr yrkingini "Hugo er deyður"

- Tað merkir m.a. at okkara fiskivinna og samfelagið sum byggir á vinnuna, er sera viðbrekið, og júst tað er kjarnin í leikinum HAVFRÚGVIN. Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki, og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.

Soleiðis sigur Jóanes Nielsen um nýggja leikin HAVFRÚGVIN, sum hevur heimspremeru á Tjóðpallinum leygardagin 17. september.

Vit kenna Jóanes sum eitt slóðbrótandi skald, ið fevnir víða, bæði á bundnum og óbundnum máli, sum yrkjari og sum stuttsøgu- og skaldsøguhøvundi. Umframt ein ídnan viðmerkjara til samfelagskjakið. Eisini er nýggj føroysk skaldsøga á veg frá honum. Skaldskapurin hjá Jóanesi er týddur til fleiri mál.

Jóanes hevur fingið Norðurlendska Dramatikaraprísin, Mentunarvirðisløn Landsins, Mentunarvirðisløn M. A. Jacobsens og FMA fyri Ársins sangtekst. Eisini hevur hann verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fimm ferðir. Jóanes hevur eisini fleiri ferðir móttikið starvsløn fra Mentunargrunni Landsins. 

EITT SPENNANDI TOYMI AV FØROYSKUM UNGUM LISTAFÓLKUM

Leikstjóri er Eyðun Johannessen og hann hevur verið eisini verið ráðgevi hjá Jóanesi í sambandi við leikritið. Afturat sær hevur hann hesuferð eitt heilt serstakt toymi av royndum, ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum. Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og konsertir kring heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri videoupptøkum. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.

Leikarar eru: Annika Johannessen, Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen umframt Høgni Olsen og Eyð Matras, sum fyri fyrstu ferð eru at síggja á Tjóðpallinum.

 

DISSONANT THOUGHT - Hansina á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Hansina Iversen. Norðurbryggjan. Fernisering leygardagin 27. august kl.15    http://www.nordatlantens.dk/

Framsýning í tíðarskeiðnum: 28. august – 16.oktobur2016

Dissonans er eitt herliga dynamiskt hugtak, sum tónleikasøguliga hevur sín ávísan týdning. Dissonans merkir upprunaliga misljóð, men fevnir eisini um okkurt, sum ljóðar øðrvísi - innan fyri modernismuna er hetta "øðrvísi" vorðið eitt lyklaorð, har hesin dissonansur ofta verður mettur sum idealið heldur enn tann avkláraða harmoniin.

Eg  havi sæð myndirnar í atelierinum hjá Hansinu Ivesen, og tí kann eg viðmæla framsýningina, sum verður eitt dynamiskt fýrverkari av mótgangandi rørslum og tonkum. Fleiri av myndunum eru so risastórar, at tú sum áskoðari fært eina serliga, sansaliga uppliving av teimum, tá tú mentalt kavar inn í myndaflatuna. 

Myndevnini hjá Hansinu Iversen eru serstøk og enn sum áður er talan um nonfigurativar myndir. Málningarnir stinga seg fram sum ein heildarupploysn av bæði geometriskum formum eins og einum materiellum og fysiskum streymi, ið er til staðar í verkunum sum breið, bylgjandi pensilstrok. Málningarnir hava einki heiti og einki ítøkiligt innihald, men teir innihalda ein úrdrátt av sansing. Ein kennir á sær, at málningarnir eru eitt úrslit av einum sinnisligum eins og einum fysiskum arbeiðshátti.

Dissonant Thought  er ein sýning sprottin úr tankanum, fyri eygað – men kanska eisini fyri oyra? ”Dissonans” vísir til hoyrisansin. Man tosar um litljóð, og vit flyta okkum inn í samansansing; tað óskiljandi samanspælið, ið kyknar upp millum fleiri sansir. Málningarnir kunnu eisini, eins og heiti á sýningini sipar til, upplivast sum flótandi tankar ella ”tilvera”, ið taka við og avtaka í formi, broyta litir, styrkjast ella blikna – sum ”ljóða ymiskt”. Við øðrum orðum, ein sansalig heildaruppliving. 

Teitur Lassen í Cadogan Hall

Trý ár eru liðin síðan síðstu útgávuna frá einum av okkara mest gávaðu tónleikarum, Teiti Lassen. Tað var tann meistaraliga og fjølbroytta Story Music, sum kom í 2013. Tað kann tykjast sum ein drúgvur steðgur, men í verkuleikanum er tónleikaverkið hjá Teiti Lassen í støðugari menning, tað ekspanderar og fer í allar ættir. Hann arbeiðir alla tíðina við tónleikinum, í næstum verða framførslur við debutútgávuni hjá honum, Poetry & Aeroplanes og 29. oktober verður hann at hoyra í Cadogan Hall í London saman við The British Sinfonietta og amerikanska contemporary klassiska tónaskaldinum Nico Muhly. http://www.cadoganhall.com/event/teitur-and-nico-muhly-161029/

Eg havi spurt Teit hvussu hetta samstarv er komið í lag.

TL: Eg og Nico skrivaðu tónleik til Holland Baroque Society í 2007-2009. Verkið eitur Confessions og tað var framført á 10 konsertum í Niðurlondum millum annað á Concertgebeouw í Amsterdam. Nú er ætlanin at framføra tað ymsastaðni aftur. 

KP: Hvaðani kennir tú Nico Muhly?

TL: Nico hevur arbeitt nógv í Íslandi, so tað er umvegis vinfólk hagani. Okkum dámdi tónleikin hjá hvør øðrum og byrjaðu at samstarva við Confessions. Nico hevur vitjað fleiri ferðir í Føroyum og nógvir av sangunum á Confessions eru skrivaðir á Velbastað. 

KP: Merkir hetta, at tú í størri mun fer at arbeiða við contemporary klassiskum tónleiki heldur enn við samtíðarpoppi

TL: Eg skrivi tónleik og sangir og hugsi ikki so nógv um hvussu tað skal eita. Tað frøir meg at sjangrunar eru alt meiri diffusar í dag. Um vit kunnu samanbera við mat, eri eg ikki bert áhugaður í gularøtum, men mati í heila tikið. Eg havi júst gjørt eitt sera populistiskt popp-rokk album í Berlin við einari sangarinnu og mín næsta uppgáva er at skriva eitt tónaverk til ein Berlinarfilharmonikara fyri solo trombone og eitt annað tónaverk til eina guitarkvartett.

KP: Hvat gert tú annars? Nær kemur næsta útgávan og hvat snýr tað seg um? 

TL: Um heilt stutta tíð, tit hoyra frá mær...

 

Framúrskarandi og egin - Barbara í Gongini

Fotomyndir: Umberto Fratini

Fotomyndir: Umberto Fratini

Mótavikan í Keypmannahavn, Copenhagen Fashion Week endaði fríggjadagin og aftur hesa ferð hevur Barbara í Gongini tikið lut. Eftir myndunum frá sýningini at døma er føroyski sniðgevin tryggari og meira sannførandi enn nakrantíð í sermerkta stílinum, sum er hennara heilt egni. Tað er hetta, sum teir flestu ummælararnir taka fram, at Barbara í Gongini er ein sera egin sniðgevi.

Hugtakið avantgarde stavar frá myndlistini við einum kravi til listafólkini um at tey skulu vera framman fyri restina, tey skulu bróta mørk og ikki lata sær lynda, men alla tíðina bróta upp úr nýggjum. Avantgardisman var grundleggjandi í fleiri av teimum modernistisku listarákunum, sum settu spurnartekin við hvat list er, t.d. innan dadaismu. Avantgardumóti tók seg upp í trýssunum og er í sær sjálvum eitt sera áhugavert hugtak. Við tað, at móti í breiðari merking jú má vera grundaður á popmentan, á rák, sum ganga fyri seg í nútíðini millum tey flestu, er avantgarde tað øvugta og tessvegna er avantgardumóti í ævigari andsøgn við sjálvan, men ein avantgardusniðgevi sum Barbara í Gongini flytir seg í heilum yvirum mørk eisini crossover frá móta til list.

Ein høvuðstáttur innan avantgarde er at verkini seta spurningar og problematiserar. Hetta sama er galdandi fyri úttrykkið hjá Barbaru í Gongini. Um vit t.d. hyggja at myndunum frá hesi nýggju sýningini hjá Barbaru í Gongini, sæst, at talan ikki er um at fylgja einum siðbundnum, glamourøsum vakurleikaideal á la Hollywood. Heldur fer okkurt slag av problematisering fram, sum setur spurningar til frammanundan galdandi vakurleikaideal. Modellirnar tykjast sminkaðar við denti á tað, vit vanliga plaga at goyma við sminku, myrkar rendir undir eygunum og hangandi eygnabrýr, sum hevur við sær, at modellirnar síggja ørkymlaðar út. Her er bæði drama og humor á skránni. Hárið er í fleiri førum sett eins og ein hjálmur kring høvdið niðurum høkuna. Høvuðslitur innan avantgardumóta er svart og hetta er eisini galdandi fyri klæðini hjá Barbaru í Gongini, sum tó eisini brúkar hvítt og grátt. Við avmarkaða litavalinum verður natúrligt fokus á linjurnar, skap, samansetingar og klipping. Klæðini hjá Barbaru í Gongini taka umhvørvislig atlit, tey eru burðardygg og leggja upp til individuellan kreativitet Her eru fleiri løg av klæði, sum umskarast, men gjøgnumskygnið og kláru linjurnar verða onkursvegna varðveittar. Úttrykkið er androgynt, tað er til tíðir ikki lætt at gjøgnumskoða kynið á modellunum og hetta er greidliga heldur ikki av stórum týdningi, tí her verða øll parametur bjóðað av.

Tað tykist loysa seg at vera konsekvent sum Barbara í Gongini, hon er í hæddini sum sniðgevi beint nú og tað sæst longu á eldhugaðu, altjóða ummælunum, at hennara show hevur verið sera væl eydnað. Tá tað endaði takkaðu áskoðararnir við standandi ovatiónum. Fleiri av ummælarunum nevna eitt ávíst postapokalyptiskt brá, at modellirnar minna um zombiar, sum vála runt eftir heimsins enda, og tað er satt, at eitt ávíst lyndi hómast í  mun til at seta umhvørvisligar spurningar, men her er somuleiðis hópin av elegantari coolness, list og skemti yvir kollektiónini.

Í Euroman.dk tekur Ditlev Fejerskov samanum mótavikuna við at nevna fýra sniðgevarar: “Den københavnske modeuge går på hæld og lægger dermed tre dages fejring af dansk mode bag sig. I år var der flere spændende herreshows på programmet, hvor der blandt andet var et kærkomment comeback til Won Hundred, og flotte og gennemførte modeshows fra Han Kjøbenhavn, Henrik Vibskov og Barbara Í Gongini”.

The Nordic Style Magazine skrivar um nýggju kollektiónina hjá “The Faroese brand Barbara I Gongini”, at hon er listarlig, hóskandi hjá øllum, serliga teimum djørvu og umhvørvisliga tilvitaðu. Beto Guzman Abundes skrivar á heimasíðuni nordicstylemag.com, at klæðini í ár ikki bert eru progressiv, men at tey eisini eru ein sterk avspegling av dna´num hjá fyritøkuni, sum er at miðsavnast um tað frælsa individuella heldur enn tær føstu katergoriirnar, sum vanliga verða brúktar. Kollektiónin er døpur og elegant við framúrskarandi listarligum ískoytum. Positiva ummælið endar við eini avbjóðing til lesaran: “If you have the attitude and the interest in owning something a little bit more conceptual, this collection will become your guide on how to do Spring with a tad of Modern Art in it”.

Emilie Graulund skrivar á cover.dk, at Barbara í Gongini aftur sýndi fram eitt show, sum skaraði framúr: “Hvor det sidste sæson betød en performance med to dansere i vilde showpieces, var det i denne omgang mere afdæmpet hvad selve showet angik. Til gengæld var showlokationen noget af det vildere. Barbara í Gongini holdt nemlig show ude i en stor containerhal langt ude på refshaleøen. Med technomusik som hyldede smerte, død og dans trampede modellerne ind på en catwalk mellem høje mure skabt af containere. Tøjet, der som sædvanligt var holdt i primært sort med enkelte hvide outfits i starten af showet, var løst, dekonstrueret og flagerende med store, tribal inspirerede halskæder. Modellerne var stylet med håret redt op omkring ansigtet og mørk zombie make-up, og endda med ekstra påsat hud, som skallede af. Tøjet var måske let og løst, men showet gav et indtryk af dystopiske krigere på techno klub i containerhal”.

Í The Daily fegnast Courtney Forrest um showið, sum hon kallar eina visuella veitslu frá byrjan til enda og so er hon sera hugtikin av leðurjakkunum (each more masterful than the last).

Mótajournalisturin Sarah Skarum er somuleiðis heilt ómetaliga positiv og sigur seg beinleiðis hava fingið eina opinbering av Barbaru í Gongini. Hon skrivar í Berlingske Tidende: “Nogle gange får man en åbenbaring. Pludselig revner himlen, og alt giver mening. Det skete for mig, da Barbara I Gongini holdt show på Refshaleøen i en kæmpe hal, fyldt med skibscontainere langs begge sider af catwalken. For enden en enkelt container, hvor der stod en musiker og spillede. Over et net og så svævebaner, hvor vovelystne besøgende i oplevelsescenteret Urban Camp, der også holder til i bygningen, kunne glide på stålwirer over sceneriet. Poengið við klæðunum hjá Barbaru í Gongini er sambært Sarah Skarum tann vantandi fasittlistin, at hennara klæði ikki eru ein føst, definerað uppliving, sum er avgjørd frammanundan. Tað ber til at justera, broyta í mun til hvør er í klæðunum. Kyn, aldur og stødd hava ongan týdning. Tað, ið hevur týdning er hvat mann sjálv velur.

Stóru hálsprýðini hava Monies gjørt. Monies er eitt danskt, eksklusivt smúkkumerki, sum Nikolai og Gerda Lynggaard stovnaðu í 1973. Í Monies gera tey unikasmúkkur við náttúrutilfari sum t.d. træ, stein, koralir, rav, gull og gággur. 

Stóru hálsprýðini hava Monies gjørt. Monies er eitt danskt, eksklusivt smúkkumerki, sum Nikolai og Gerda Lynggaard stovnaðu í 1973. Í Monies gera tey unikasmúkkur við náttúrutilfari sum t.d. træ, stein, koralir, rav, gull og gággur. 

 

 

 

 

Góða Ovastevnu

Nólsoyarmálarin

 

Fyri sjey árum síðani var eg stødd í Nólsoy leygardags-ovastevnudagin. Tá skipaði eg saman við Tórshavnar Kommunu fyri framsýning við málningum hjá Steffan Danielsen, sum Emil Thomsen, útgevari átti. John Dalsgarð og eg høvdu skrivað bók um Steffan Danielsen, hon kom út í september sama árið. Framsýningin gekk fyri seg í snotiliga barnagarðinum í Nólsoy og eg minnist, at júst henda upplatingardagin var rættiligt óveður, men allíkavæl vóru stak nógv fólk møtt til upplatingina. Har vóru 17 ómetaliga góðar myndir at síggja, onkrar teirra kunnu í dag síggjast í Listasavni Føroya. Birgir Kruse hevði leitað sær til Nólsoyar, hann helt røðu, sum sæst á blogginum hjá honum saman við nøkrum herligum fotomyndum hjá Ole Wich frá ferniseringini.  http://birkblog.blogspot.com/2009_07_19_archive.html

Í storminum á Ovastevnu í 2009 minnist eg stóran blíðskap í onkrum køki - har var øl og alt møguligt; tað besta við at vitja í Nólsoy er umframt blíðskapin, at fleiri hava Steffansmálningar hangandi. Hann er og verður ein av mínum yndismálarum. Eg havi skrivað um Steffan Danielsen í einum donskum tíðarriti um outsidaralist, sum kemur í heyst. Her er eitt brot úr greinini:

Eitt hugtak sum outsidaralist gevur valla meining í Føroyum í fimtiárunum. Eitt lítið oyggjasamfelag í uttasta útjaðara í Europa er frammanundan rættiliga “outside” uttan listaakademi, konservatorium og tílíkt fínt, men við einum sprettandi umhørvi av viljasterkum listafólkum, sum eftir kríggið vóru vend heim eftir lokna útbúgving á kongaliga kunstakademinum í Keypmannahavn.

Allíkavæl tykist outsidaralist vera júst tað rætta hugtakið, tá talan er um ein einara sum Steffan Danielsen (1922-1976), sum livdi og arbeiddi í Nólsoy uttan fyri Tórshavn í útjaðaranum á tí uttasta útjaðaranum. Útjaðarahugtakið var til alla eydnu ikki uppfunnið tá, so flestir føroyingar munu hava verið væl nøgdir við staðseting sína í Norðuratlantshavi mitt í heimsins nalva ella beint við síðuna av. Tað var William Heinesen, sum skrivaði um nalvan og sum skrivaði um tornið á heimsins enda, men hann var eisini ein serstakliga týdningarmikil persónur fyri táverandi listaumhvørvið bæði sum aktivur málari, og ikki minst sum kurator og fyriskipari av fyrstu felagsframsýningunum av føroyskari list. Til eina tílíka Ólavsøkuframsýning í 1952 kom Steffan Danielsen fyrstu ferð við sínum myndum og varð møttur við eldhuga, serliga Jack Kampmann var hugtikin av Steffan – hetta segði Zacharias Heinesen mær. Myndirnar hjá Steffani vórðu hongdar á eitt heiðurspláss og hervið var ein av sermerktastu listafólkakarrierunum í Føroyum sett í gongd.

Tá fyrsta royndin at gera eina føroyska listasøgu kom út í 1982 í bókini “Føroysk list”, sum Emil Thomsen gav út skrivaði William Heinesen tekstin. Tað er her, hann lýsir Steffan Danielsen at vera tann mest sermerkta av teimum føroysku listamálarunum. Hann verður lýstur sum ein orðfáur maður, sjálvlærdur málari, sum gekk sínar egnu leiðir. Heinesen heldur ikki, at tað yvirhøvur bar hjá hesum málara at upptaka læring og tí heldur hann ikki, at listaskúlar sum so vóru relevantir fyri Nólsoyarmálaran.

Í mínari bók um Steffan Danielsen eri eg ikki ósamd við William sum so, hansara lýsing av Nólsoyarmálaranum er sjáldsama gløgg. Allíkavæl meti eg ikki, at Steffan Danielsen var ein mother natures son, ein óspiltur naivist, sum málaði uttan nakað kulturelt input, tvørturímóti. Steffan Danielsen var føddur við einum óvanliga sofistikeraðum móttakara, sum bæði gjørdi hann føran fyri at síggja sítt umhvørvi við æviga frískum eygum. Men harumframt granskaði hann verkini hjá starvsfelagum og listabøkur, og megnaði hervið at fevna rákini innan klassisku modernismu. Hansara myndir eru til tíðir kubistiskar, naturalistiskar impressionistiskar, symbolistiskar, men mest av øllum og altíð eru tær Steffanskar og takk og lov fyri tað.

Eg fari hervið at ynskja øllum eina góða Ovastevnu.

Fríða hevur fingið arbeiðsfrið

Listakvinnan Fríða Matras Brekku í Steinprenti

Listakvinnan Fríða Matras Brekku í Steinprenti

Danski sjálvsognarstovnurin, Huset í Asnæs hevur, síðan hann læt upp í 1973, hýst nógvum føroyskum listaframsýningum, eitt nú hevur Bárður Jákupsson havt fleiri framsýningar har í ljósu húsunum í Odsherred, har hann, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen eru gestalimir.

20.august er Steinprent við á framsýning har í húsinum og seinni í heyst, 15.oktober verður framsýning við Bárði Jákupsson og Fríðu Matras Brekku. Hon sýnir fram steinprent og vatnlitamálningar, hann sýnir fram málningar.

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson

Og sjálvt um munirnir eru nógvir millum tey bæði listafólkini, so taka bæði støði í landslagnum, Bárður Jákupsson í sínum ljómandi musikalsku, rútmisku náttúruabstraktiónum, Fríða Matras Brekku í sínum stillisligu og neyvu náttúrulýsingum. Listafólkini hava eisini tað til felags, at tey hvør í sínum lagi hava brúkt nógva tíð uppá ein listastovn. Bárður Jákupsson var í ein mansaldur stjóri í Listasavninum og Fríða Matras Brekku er onnur helvtin av toyminum, sum í mong ár hevur rikið dagliga virksemið í Steinprenti. Tí er tað vanliga ikki hon, men onnur listafólk, sum hava fremsta leiklutin í Steinprenti.

Tær nýggju myndirnar

Tær nýggju myndirnar

Hesar seinastu vikurnar hevur tað tó verið listin hjá Fríðu Matras Brekku á breddanum í Steinprenti, og burtur úr eru komin fleiri stór steinprent. Sjálvt um Fríða Matras Brekku tekur myndevnisligt støði í náttúruni júst sum siður hevur verið síðan føroysk list tók seg upp í byrjanini av 20. øld, eru hennara myndir ógvuliga øðrvísi enn t.d. myndirnar hjá Niels Kruse, Jógvani Waagstein og Kristin í Geil, sum við íblástri frá tjóðskaparromantiska rákinum og fronskum listarákum síðst í nítjandu øld, staðstettu Føroyar á løriftið. Kanska skulu vit eitt vet longur aftur í føroysku listasøguna til donsku prestafrúuna á Viðareiði, Floru Heilmann, sum málaði blómumálningar og sum sambært Bárði Jákupsson møguliga hevur gjørt sítt til, at fyrstu føroysku málararnir fóru til verka.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Í patriarkalska samfelagnum var málningalist annars ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vórðu sodánt góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið altso var nóg feminint til at tað var mett at vera forsvarligt hjá kvinnum at takast við. Í mun til teir gomlu  blómumálningarnar, eru nýggju blómuprentini hjá Fríðu Matras Brekku meira modernaðar nærmyndir av blómuskapum við tilsipingum til amerikanska popplist við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Stilla skemtingarsemið fyllir nógv í myndunum hjá Fríðu Matras Brekku, sum tó eisini fevnir vakurleikan og sorgblídnið í teimum menniskjatómu landsløgunum. Tær nettu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum hvussu stóran týdning handverkið hevur fyri listakvinnuna, ið skal ansa eftir, at myndirnar ikki gerast ov vakrar - eg hugsi, at dugnaligi grafikarin Marius Olsen man vera ein fyrimynd hjá henni í hesum sambandi.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Við síðuna av blómum og landslagsmyndum, eru djórini ein myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekk. Um hugsað verður um hvussu nógvan seyð, vit hava í Føroyum, er tað í grundini áhugavert hvussu lítið hann fyllir í føroyskari list. Í verkinum hjá Fríðu Matras Brekku er hann øðrvísi insisterandi. Hon hevur málað fleiri seyðaportrettir, men seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hennara alstóri kærleiki og virðing fyri djórum sæst sera væl í myndunum, sum eisini til tíðir eru stuttligar.

Til dømis steinprentið, sum ímyndar ein einsamallan seyð undir sólarmyrking. Vit síggja seyðin aftanífrá upp móti teirri svørtu sólini, og orsaka av høvuðbragdinum og teimum hangandi oyrunum fáa vit varhugan av hvussu øtiliga bilsin, seyðurin er av stórbæra náttúrufyribrigdinum.

Himmalin og skýrák eru somuleiðis millum høvuðsmyndevnini bæði í dramatiskum nærmyndum av ljósi og myrkri og í meira avkláraðum panoramiskum myndum.

- Sum skilst er Fríðu Matras Brekku sera fegin um at verða boðin við at framsýna saman við einum so dugnaligum og etableraðum listamanni sum Bárði Jákupsson, og nú verður spennandi, tí tað sær út til, at hon loksins hevur fingið arbeiðsfrið á tí annars rokaliga verkstaðnum.

Fríða.jpeg

Skulu kvinnur vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum?

 

Eg rokni bara við tí, at tær báðar eiggiligu damurnar uttan fyri keypssamtøkuna í Havn munu hava fingið ein ávísa ávirkan á hvussu sonur mín fatar list í almenna rúminum. Orsakað av staðsetingini av hesari standmyndini beint við handilin, har vit keypa inn, hevur hann sæð hana ógvuliga ofta. Tá hann var minni mundi hann ikki komið yvir, at konurnar soleiðis vóru farnar til handils í ongum klæðum og mítt møsn um klassiskar grikskar fyrimyndir munaðu ikki tað stóra. Nú hann er sjey ár, fáa vit næstan ikki keypt inn uttan at hann gevur antin aðrari ella báðum damunum í standmyndini ein eftirtrykkiligan brest í rumpuna. Konustandmyndin, sum Andrias Andreassen gjørdi í 1992 er ein av mongum, ið seinastu nógvu árini eru settar upp kring landið. Tann síðsta standmyndin í røðini, Kópakonan í Mikladali, elvdi til kjak, tá hon varð avdúkað fyri kortum. Kjakið hevur snúð seg um bæði estetikk og um moral, um hvat standmyndir eru fyri nakað, um kópakonan verður tulkað sum eitt sexobjekt ella um hon í veruleikanum er longsulsfull uppá sín urkvinnuaktiga (og harvið erotiska) máta, um søgnin er tulkað nøktandi ella á mandchauvinistiskan hátt. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim spáar Kópakonuni ikonstatus og tað er ikki óhugsandi, at framtíðarlagnan hjá Kópakonuni verður hin sama sum Lítlu Havfrúnni í Keypmannahavn og Molly Malone í Dublin. Tær eru ikki serliga áhugaverdar standmyndir, men tær virka tó sum effektiv fólkslig savningarpláss og høvi hjá ferðafólkum at taka sjálvsmyndir og hetta er eftir øllum at døma eisini ætlanin við Kópakonuni. Longu nú hevur ein ørgrynna av fólkum valfartað norður til Mikladals at hyggja at stórfingnu standmyndini, ferðafólkatalið er fleirfaldað.

Kanningar hava staðfest í ríkiligt mát, at standmyndir og list í almenna rúminum hava ómetaliga stóran týdning fyri bæði okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga og fáa okkum til at undrast og at hugsa. List í almenna rúminum gevur okkum nýggj sjónarmið í mun til okkara egnu samtíð og harvið ávirkar hon okkara gerandisdag og tí hevur tað stóran týdning, tað, sum verður sett upp, tí ofta verða standmyndirnar settar upp fyri at vera.

Søgan um kvinnur og standmyndir í Føroyum er ein søga í fleiri pørtum, sum umskarast patriarkalska samfelagið, men ikki nógv meira enn tað, tí tær flestu føroysku standmyndirnar eru lutfalsliga nýggjar. Søgan snýr seg í øðrum lagi um kvinnur sum myndevni og í hinum lagi snýr hon seg um kvinnuligir myndahøggarar. Síðstnevnda søga er skjótt fingin frá hondini, men tað var tó ein kvinna, sum gjørdi eina av okkara kendastu standmyndum, hana, sum allir føroyingar savnast um á Ólavsøku, bringumyndina av Rasmusi Effersøe, sum stendur á vøllinum framman fyri tinghúsið. Tað var Anne Marie Carl Nielsen, ið tó at hon sum siður var bar navnið hjá manni sínum, danska tónaskaldinum, Carl Nielsen, var ein sera sjálvstøðug listakvinna, ið heilt óvanligt fyri hennara tíð, setti listarlig atlit framum familjuatlit. Standmyndin, sum hon gjørdi var av einum manni, men hon varð bíløgd av einum bólki av mentafólkum av báðum kynum, sum hildu, at Effersøe hevði heiðurin uppibornan. Umframt Anne Marie Carl Nielsen kann eg ikki koma í tankar um nógvar kvinnuligar myndahøggarar í Føroyum, men leirlistakonan, Guðrið Poulsen vann eina standmyndakapping hjá Tórshavnar Kommunu við Himmalspegilinum í Gundadali, sum er nýskapandi í føroyskum listahøpi við tað, at tað ikki er ein standandi figurstandmynd sum so, men ein liggjandi rúmlig installatión, sum m.a. er gjørd burturúr glaseraðum leirflisum.

Í einum ómetaliga negativum íslendskum ummæli av einari føroyskari listaframsýning fyri nokk so nógvum árum síðani, staðfesti firtni ummælarin, at føroysk standmyndalist var á støði minnisvarða. Tó at hetta mestur var hugsað sum provokatión, hevði hann á ein hátt rætt og nú nærkast vit kjarnutrupulleikanum. Standmyndir í Føroyum eru fyrst og fremst minnisvarðar, ið verða reistir til frama fyri sjómonnum og øðrum monnum, sum hava avrikað okkurt serligt. Vit hava standmyndir av Hans Andriasi Djurhuus, Victor Danielsen, J.K.Kjølbro, Mikkjal á Ryggi, Jákupi Dahl, Sigmundi Brestison og Tróndi í Gøtu. Av kvinnustandmyndum komi eg í tankar um Fípuna Føgru í Klaksvík, Tariru álvagentuna í Viðarlundini í Havn og Kópakonuna. Hetta eru allar naknar, dreymaverur, sum eru kroppsliga vakrar, men sum eru lýstar uttan nakra persónliga einstaklingatign. Við eini umskriving av kenda slagorðinum hjá listabólkinum Guerilla Girls kunnu vit tá spyrja um kvinnur skulu vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum. Tær skulu í øllum førum ikki vera veruligir persónar. Tað er Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt tær tríggjar kvinnustandmyndirnar, sum eg nevndi, eins og hann hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Hetta er als ikki ringt at skilja sum so. Hann er sera dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er t.d. ein framúrskarandi standmynd, sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin tykist fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið.

Eg finnist ikki at listafólkunum, men eg haldi, at tey, sum bíleggja standmyndir runt um í Føroyum kundu hugsað seg betur um. Eg kundi hugsað mær, at vit fingu eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk í Føroyum, tí eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytnið er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Aðrastaðni tryggja tey fjølbroytnið m.a. við onkuntíð at biðja altjóða listafólk. Í Íslandi t.d. er ein altjóða skulpturpark í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexico, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi, sum eru ómetaliga ymisk. Á Viðey við Reykjavík hava tey Imagine Peacetower, eina framúrskarandi ljósstandmynd hjá Yoko Ono Lennon. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, eru tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum.

STEINPRENT har listin trívist

Greinin er á enskum í blaðnum Atlantic Review – summar 2016 Myndir: Mureldur, Steinprent og Kinna Poulsen

Greinin er á enskum í blaðnum Atlantic Review – summar 2016 Myndir: Mureldur, Steinprent og Kinna Poulsen

At tað ber til at reka ein professionellan grafiskan verkstað í Tórshavn, norðuri í uttasta útjaðaranum í Europa, og at hópin av kendum listafólkum koma higar at arbeiða, er fyrst og fremst verkstaðsfólkunum í Steinprenti fyri at takka, men tað er eisini treytað av einum óvanliga stórum listaáhuga millum fólk her á landi, sum hava tikið undir við Steinprenti av fullum huga.

Verkstaðsfólkini eru tey bæði, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, og í ár eru seytjan ár síðani, at tey við hjálp frá m.a. fyrrverandi leiðara í Listasavni Føroya, Bárði Jákupsson stovnaðu Grafiska Verkstað Føroya, sum fyrstu árini lá í norðurendanum í Listaskálanum. Síðstu sjey árini hevur verkstaðurin húsast í gomlu fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn, ein bygningur, sum í dag er halgaður mentanini. Jan Andersson er útlærdur litograf hjá I.C.Sørensen í Hjørring, har Jan hevði verkstað fyrr, og Fríða Matras Brekku er listakvinna umframt tað dagliga arbeiðið í Steinprenti.

Hendingaferð møtast tær báðar á verkstaðnum, listakvinnan og prentarin, tá Fríða Matras Brekku ger eina røð av prentmyndum í Steinprenti sum t.d. ta fínu røðina, ið er at síggja í løtuni á summarframsýningini í Steinprenti. Myndirnar eru vakrar, hugfarsligar og stuttligar lýsingar av seyði í føroyskari náttúru. Tey bæði, Jan og Fríða hava ymiskar hjálparar viðhvørt og tíðum er beinleiðis talan um eina familjufyritøku, tá teir báðir, Magnus V. Andersson og Mikkjal Andersson taka eina hond í. Nú í summar fekk Steinprent stóra viðurkenning fyri sítt virksemi frá danska Tjóðbankanum (Nationalbankens Jubilæumsfond), sum í brævi við heiðurslegati uppá 100.000 krónur staðfestir, at Steinprent er ein av sermerktastu grafisku verkstaðunum í Norðurlondum, ið eigur viðurkenning uppiborna fyri sítt góða arbeiði við grafiska tøkninum, og fyri at miðla hetta arbeiðið út til almenningin gjøgnum framsýningarvirksemið á gallarínum.

 

Mannagongdin

Litografiska tøknið er eitt sindur umstendiligt og í Steinprenti brúka tey bara teir ektaðu, tungu og stóru litografisku steinarnar, sum koma úr Solnhofen í Týsklandi. Áðrenn listafólkið byrjar at tekna á ein stein, eru undanfarnar myndir á steininum slípaðar burtur við einum brýnisteini. Síðani verða tveir steinar skúraðir móti hvørjum øðrum við vatni og carborundumpulvuri, hetta gevur eina fína kornuta yvirflatu, har tað kann málast ella teknast á við fitikendum kriti ella tusj. Listafólkið má tekna á ein nýggjan stein fyri hvønn lit, sum síðan verður prentaður og hetta hevur við sær, at tað lidna prentið ofta er úrslitið av eini drúgvari prosess, har bæði listafólk og prentarar mugu hava tunguna mitt í munninum, meðan arbeitt verður. Tá tekningin er liðug verður steinurin viðgjørdur soleiðis, at fitievnið situr fast í steininum. Eitt royndarprent verður síðani gjørt, sum listafólkið kann broyta um tað gerst neyðugt. Mannagongdin er dynamisk og livandi og ofta hendir okkurt, sum kemur óvart á.

 

Listaframsýningin

Summarframsýningin Sjá tú blánar, sum hongur í Steinprenti inntil 6.august, er nummar 58 í røðini av framsýningum har, og inniheldur m.a. verk, sum eru framleidd á verkstaðnum. Framsýningin byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður sungin, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni. Við á framsýningini eru Tróndur Patursson, John Kørner, Carl Jóhan Jensen, Peter Carlsen, Ian McKeever, Fríða Matras Brekku, Zacharias Heinesen, Jóhan Martin Christiansen, Tóroddur Poulsen og Ásmundur Poulsen. Teir fýra málningarnir hjá Tróndi Patursson, ið fylla allan endaveggin, eru lýsandi ultramarinbláir og geva við síni svimlandi dýpd eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Annars fevnir framsýningin nokk so breitt um bæði náttúru og mentan, abstrakta og figurativa list, fínmentan og kitsch frá træprenti og litografi yvir málarí til fotografi og gipsrelieff umframt postkort.

 

Dugnalig listafólk

Yvir hundrað yrkislistafólk hava millum ár og dag arbeitt í Steinprenti, hvørs virksemi sjálvandi í stóran mun er treytað av teimum evnaríku listafólkunum. Tey flestu av teimum etableraðu føroysku listafólkunum sum t.d. Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Tróndur Patursson, Bárður Jákupsson o.o. arbeiða her javnan og kunnu eisini koma í samband við útlendsk listafólk sum t.d. Ian McKeever, Jan Håfstrøm, Kathrine Ærtebjerg, John Kørner, Bjørn Nørgaard, Claus Carstensen, Knud Odde og mong onnur - yvirlit yvir listafólkini finst á heimasíðuni www.steinprent.com

 

Listafólk á verkstaðnum

Nógv virksemi hevur verið og verður á verkstaðnum í summar og í heyst. Fleiri av myndunum á teirri stórfingnu framsýningini, sum Marius Olsen hevur í Norðurlandahúsinum inntil 16.august eru framleiddar í Steinprenti. Framsýningin kann viðmælast, tí umframt at vera ein handverkari av Guðs náði er Marius Olsen samstundis ein spennandi, intellektuellur myndlistamaður, sum skapar myndir, ið seta spurning til veruleika og list og sum støðugt fáa áskoðaran at hugsa og at ivast. Tóroddur Poulsen fer í summar at arbeiða fram ímóti eini serframsýning í Steinprenti við grafikki og installatiónslist. Í føroyskari myndlist umboða hansara myndir eitt nýbrot. Vit hava áður kategoriserað føroysku listina at vera figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, ið ofta tykist vera miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri verkini hjá Tóroddi Poulsen, sum eru meira hugsað, speisk og poetisk. Nýggja røðin av træprentum, sum hann gjørdi til framsýningina Sjá tú blánar er dømi um hansara poetiska ans við beinleiðis atliti til orðingina í framsýningarheitinum. Myndarøðin ímyndar ein persón, sum spakuliga blívur bláur. Talan er um eitt slag av einfaldaðum sjálvsmyndum, ið á áhugaverdan hátt sipa til sítt egna tøkni við tað, at andlitið tykist vera bygt upp av fjalum.

Ein listakvinna, sum ofta hevur arbeitt í Steinprenti er Rannvá Kunoy, sum seinni í heyst fer at arbeiða á verkstaðnum. Tað verður spennandi at síggja hvat hon finnur uppá. Rannvá Kunoy býr í London og hevur seinastu árini verið mest aktiv uttanlands við stórum framsýningum í Sveis og á Mallorca. Í fjør seldi hon fimm stór verk til kenda listasamlaran Charles Saatchi. Hon arbeiðir mest við málningum, men eisini við grafikki, har hon bæði leggur dent á at skapa dýpd og at gera vart við yvirflatan í myndunum, sum tessvegna darra og liva í spenninginum harímillum.

Kvøld við skapandi virksemi

Verkstaðshølini í Steinprenti eru ljós og góð við tjúkkum, hvítmálaðum steinveggjum. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, og útsýnið er undurvakurt út á vágna, yvir á tað hvíta dómkirkjutornið og býarlívið uttan fyri litføgru bygningarnar í Vágsbotni, og uttast í sjónarringinum sæst tann vakra Nólsoyggin beint uttan fyri Havnina. Gerandisdagar hoyrist kirkjuklokkan kanska best um kvøldið, tá skýming og friður fellur um býin og fólk flest eru heimfarin eftir dagsins stríð. Í Steinprenti er ljós og virksemi hesi kvøldini. Her heldur arbeiðið á til seint út á kvøldið. Ofta arbeiða tey undir øgiligum tíðarpressi og einum óvikandi evstamarki, sum m.a. kemst av, at avvarðandi listafólkið skal heimaftur og tískil má vera umborð á flogfarinum eina ávísa tíð. Arbeiðið á verkstaðnum er miðvíst. Grafiska pressan koyrir javnt og samt meðan steinar verða slípaðir og litir verða blandaðir. Her verður kaffi kókað, tónleikur verður spældur á plátuspælaranum, her verður tosað um litir og tøkni, her verður flent eftir onkrari stuttligari anekdotu. Her er eingin hurlivasi sjálvt um ómetaliga nógv gongur fyri seg og mitt í øllum opinberast eitt liðugt verk - næstan sum var tað gandað fram.

Verkstaðsvinir

Nógv positivt kann sigast um Steinprent, men tað týdningarmesta er kanska, at verkstaðsfólkini við at tora at satsa uppá dygd hava skapað eitt umhvørvi, sum vit ikki hava havt áður í Føroyum. Tað er eitt umhvørvi, har yrkislistafólkini trívast og har sum øll listaáhugað føla seg vælkomin. Sum frá líður eru tey ikki fá, sum eru vorðin vinir hjá verkstaðnum og sum hava nýtt høvið til at gerast limir í áhugafelagnum Steinbrá, ið er fyri øll og sum stuðlar virkseminum hjá Steinprenti. 

 

Yndisligar og ikki so fanansaktigar Tívils døtur

Óstýriliga fanansaktigar og ikki serliga damuligar eru tær, genturnar hjá Tívili sambært skjaldrinum við sama navni; tvær eru í heljum, tvær í skeljum, tvær liggja brendar á brondum, tvær eru skotnar av londum...

- Mann skal kanska vera eitt sindur fanansaktig ella ein grumpy gomul kona fyri ikki at halda av nýggju vøkru útgávuni hjá vokalbólkinum Kata. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at Tutl gevur út eina sangbaseraða útgávu og hetta er í sær sjálvum gleðiligt. Talan er um eina snøgga fløgu við heitinum Tívils døtur, ið er líka vøkur og fín sum Katakvinnurnar sjálvar - undirritaða hevur bæði hoyrt og sæð tær framføra live fleiri ferðir. Tær eru allar kendar sangarinnur frá m.a. poppumhvørvinum: Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen, Arnfríð Lützen, Greta Bech og Guðrið Hansdóttir. Síðani 2013 hava tær sungið í Kata, tær syngja allar reint við klangi, sum fevnir um fólkasang við poppfraseringum og við íblástri í teimum bulgarsku kórunum, sum eg í síni tíð trálurtaði eftir á plátunum Le Mystère des Voix Bulgares við modernaðum útsetingum av bulgarskum fólkatónleiki.

Í hesum føri hevur Kata arbeitt við føroyskum, aldargomlum sangum, ið eru útsettir fyri kvinnurøddir. Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at sangirnir á fløguni fevna breitt innihaldsliga – úr tí heldur lætta, skjaldraliga og skemtiliga, og søgur úr ævintýrkendum heimum, til frásagnir um dramatiskar kvinnulagnur, og ein spøkilsisvísa. Kórútsetingarnar hava Unn Paturson og Greta Bech gjørt. Hesar útsetingar eru gjørdar út frá laglinjum, sum føroyskir sangarar hava sungið inn á band frá 1902 til í dag.

Arbeiðið tekur útgangsstøði í stóra avrikinum hjá Marionnu Clausen (1947-2014), sum noteraði nótar á siðbundnum føroyskum løgum, sum hon fann í gomlum upptøkum. Upptøkurnar gjørdi Rógvi á Rógvu í Ólavskirkjuni í Kirkjubø í 9.-11. august, 2015. Finnur Hansen hevur ljóðblandað, og Óli Poulsen hevur mastrað. Finnur Justinussen hevur tikið myndir og Uni Árting hevur gjørt húsan við litkoordineraðum atliti til bæði tað siðbundna føroyska og tað modernaða bráið í verkætlanini.

Verkætlanin er altso dámlig, dugnalig, samanhangandi og væl gjørd, og hartil er útgávan sera væl miðlað í tveimum heftum, har tekstir og upplýsingar verða endurgivnir og harumframt verður greitt frá sangunum í smáum, áhugaverdum stubbum, ið eisini eru týddir til enskt. Á nøkrum løgunum eru slagverk við Rógva á Rógvu, og elektroniskar effektir við Lasse Thorning Jæger og tað klæðir útgávuni sera væl t.d. í Rura, rura barnið, tí sjálvt um alt gott kann sigast um útgávuna og sjálvt um tær fimm sangarindurnar leggja seg eftir at variera í dynamikki og klangi, so hevur teirra samlaða úttrykk lyndi til at gerast heldur monotont og deydligt, ov pent. Og tað er mín samlaða niðurstøða, at hendan útgávan er heldur pen, sløtt og pirruleys; ikki nóg fanansaktig.

At eg allíkavæl haldi Tívils døtur vera spennandi í støðum kemst fyri ein part av, at útsetingar sum t.d. Vevpíkan minna meg á hvussu framúr gott kórtónaskald, Unn Patursson er. Eg havi sjálv sungið kórverk hjá henni sum t.d. Glitra, Skermar og Purpurhinna (Porphyra umbilicalis), ið øll bera brá av einum tónaskaldi við óvanliga góðari tekstligari fatan, sum samstundis dugir at umseta tekstin til tónleik í til tíðir kompleksum útsetingum, sum altíð ljóma leikandi lætt. Tað er mín vón, at Unn Patursson í næstum fær tíð og umstøður til at arbeiða við einum stórum kórverki, og meðan eg bíði eftir hesum, fari eg at lurta eftir Vevpíkuni einaferð aftrat.  

Ólavsøkuframsýningin 2016

Eitt fastur táttur á mínari ólavsøku hevur í fleiri ár verið at spáka niðan í Listaskálan ólavsøkuaftan at síggja Ólavsøkuframsýningina, sum eg eisini havi verið við til at kuratera nakrar ferðir. Í ár barst mær frá at fara upplatingardagin, men í dag havi eg so verið ein svipp og hugt eftir einari lutfalsliga ruddiligari, í støðum fjølbroyttari og í støðum eitt sindur keðiligari ólavsøkuframsýning, sum Solveig Hanusardóttir Olsen kurateraði við denti á tveydimensjonal verk. Á framsýningini eru tilsamans 52 verk hjá fimtan listafólkum. Tey eru Anker Mortensen, Bárður Oskarsson, Edward Fuglø, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Kirstin Helgadóttir, Olivur Eystberg, Peter Carlsen, Randi Samsonsen, Saga Kapna, Sámal Blak, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Turið Nolsøe.

Solveig H.Olsen hevur valt øll listafólkini, og framsýningin hevur sostatt ikki verið opin fyri innsendum verkum, eins og hon ofta hevur verið. Hetta hava nøkur verið ónøgd við og tað skilji eg á ein hátt, men vit skulu jú bara bíða 363 dagar til næsta Ólavsøkuframsýningin letur upp, so fáa vit at síggja um tað verður møguligt at senda inn verkuppskot tá. Eg haldi í grundini, at tað er gott, at ólavsøkuframsýningarkonseptið er liðiligt og kann broytast, tí eitt ár er stutt og eg haldi, at við tíðini er tað sum um, at árini eru farin at styttast.

Peter Carlsen

Peter Carlsen

Steinprent hevur leverað grafisk verk til framsýningina hjá tveimum listamonnum, Peter Carlsen og Tóroddi Poulsen. Tey stóru prentini Tann góða spannin og hinar hjá Tóroddi Poulsen eru ikki spildurnýggj, fyri tveimum árum síðani vóru tey á framsýningini Myrkamyndir, sum undirritaða kurateraði í Steinprenti. Trý avbrigdi eru av prentinum, eitt blátt, eitt reytt og eitt svart og hetta, at myndirnar hanga tríggjar saman gevur varhugan av onkrum hátíðarligum, eins og tilsipingarnar í heitinum til tann góða hirðan hava eitthvørt átrúnaðarligt yvir sær. Samstundis kenna vit jú spannina sum eitt lágpraktiskt og ógvuliga vanligt gerandisamboð. Myndirnar hjá Tóroddi Poulsen tykjast um somu tíð mystiskar, løgnar og ómetaliga einfaldar og óhátíðarligar. Endurtøkan ella akkumuleringin av spannunum í einstøku myndunum er áhugaverd, tú fært eina kenslu av, at spannirnar fylkjast úr neðra og upp og úteftir og at tað, sum eru tær fullar av, hvørja løtu kann koppa út móti tær. 

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Gipsmyndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen eru somuleiðis tríggjar í tali. Tær eita Hidden Faces og bæði staðsetingin av verkunum í eini ljósrípu úr loftinum og tað, at tær eru 3 gevur varhugan av onkrum religiøsum, verkið kundi verið ein altartalva. Jóhan Martin Christiansen letur upp serframsýning í Listasavninum 9.sept í ár. Tað religiøsa er á ein hátt eisini aktuelt í myndunum hjá Peter Carlsen, tí her snýr tað seg um tær sjey deyðssyndirnar, sum eru lýstar gjøgnum ymiskar sjálvsmyndir av listamanninum. Myndamálið hjá Peter Carlsen er kanska meira speiskt enn religiøst, tær lýsa eitt lyndi, sum listamaðurin heldur dominera okkara egoistisku tíð. Tey sjey prentini hanga uppi á balkongini, kanska eru myndirnar heldur smáar til plaseringina, hinvegin eru tær sera góðar..

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Saga Kapna

Saga Kapna

Hugburðurin í myndunum hjá Saga Kapna tykist sosialur og eksistentiellur. Hetta er fotobaserað malarí og tusj á træ. Myndirnar eru frá tá pápi hennara, tónleikarin Nikos Kapnas doyði um jóltíðir í fjør. Tær fýra myndirnar eru rørandi í síni í støðum eitt sindur primitivu og samstundis gjølligu dokumentatión bæði av bíðanini, missinum og samanhaldinum í familjuni.

Saga Kapna

Saga Kapna

Tær tvær stóru myndirnar hjá Anker Mortensen eru framúr góðar. Maanens Duuer eita hesir báðir mjørkakendu málningarnir, sum vísa seg at vera leikandi koloristiskar myndir við hópin av eydnuríkum myndevnum av smáum bátum og trøum og ymiskum skapum í alskyns litum. Heitið kemur frá fyrstu føroysku listaverkunum, fuglamyndunum hjá Díðriki á Skarvanesi, sum Anker Mortensen hevur parafraserað fleiri ferð.

Anker Mortensen

Anker Mortensen

Brotamynd - Anker Mortensen

Brotamynd - Anker Mortensen

Hensina Iversen

Hensina Iversen

Hansina Iversen er millum okkara bestu av etableraðu yrkislistafólkunum, hon hevur tríggjar myndir við á framsýningini, sum eru heldur øðrvísi enn tað, vit hava sæð frá henni áður. Myndirnar eru nonfigurativar, gamaní, men litir og skap eru heldur øðrvísi. Talan er um tríggjar sera avlangar, høgar myndir við gráum, vakurt bylgjandi botni og svørtum og bláum formatiónum við pastellittum strokum. Formatið ger, at áskoðarin fær hug at lesa okkurt mannalíkiligt/ antropomorfistiskt inn í tær. Men onkursvegna tykjast hesi verkini merkiliga óavklárað í mun til tær framúrskarandi myndirnar, sum Hansina Iversen hevur málað síðstu árini. Kanska eru tær dømi um, at listakvinnan aftur er í ferð við at flyta seg listarliga, kanska skulu tær bara síggjast einaferð aftrat. Randi Samsonsen arbeiðir við tóvirki, hon hevur tvey smá verk við, har hon sameinir plastikk og bummull, tey eru abstrakt og formliga áhugaverd og tí hevði eg ynskt, at hon hevði fleiri verk við, tey kundu eisini væl verið størri.   

Olivur Eystberg

Olivur Eystberg

Av teimum nýggju, áhugaverdu listaspírunum, havi eg hug at nevna tey bæði Turið Nolsøe og Olivur Eystberg, sum arbeiða við hvør sínum tøkni. Turið Nolsøe arbeiðir við koparprenti, hon hevur gjørt nakrar áhugaverdar, smáar myndir, ið at síggja til avmynda okkurt slag av organiskt vaksandi mynstrum, sum taka seg upp á myndaflatuni. Olivur Eystberg arbeiðir við fotomyndum, tær eru svarthvítar og tykjast vera sera stýrdar og estetiskt tilvitaðar avmyndingar av landsløgum.

Turið Nolsøe

Turið Nolsøe

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

Tað figurativa má sigast at vera komið afturíaftur í føroyskari myndlist. Kanska hevur tað ongantíð verið heilt burtur, men tær semiabstraktu, kubistisku landslagstulkingarnar, sum vit hava havt nógvar av, eru als ikki til staðar á ársins ólavsøkuframsýning. Tummas Jákup Thomsen framsýnir eina røð av sínum myrku, surrealistisku blýants- tussj- og kolmyndum og Kirstin Helgadóttir sýnir fram fýra kollasjur við surrealistiskum brá.

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson er genialur teknari, men mær dámar betur hansara tekningar enn hansara málningar, sum eru tyngri og ikki eins humoristiskir og tekningarnar. Tá tað er sagt, so eru hesir seks málningarnir sjálvandi teknaðir í ein ávísan mun. Myndevnið hjá Bárði Oskarsson er Umbert, ein menniskjalíknandi figurur, sum er settur inn í eitt myrkt grátt, málað univers, har hann er púra einsamallur við øllum sínum talentum og veikleikum júst sum vit menniskju her á jørðini.  

Eitt av týdningarmestu umboðunum fyri ta figurativu linjuna, Silja Strøm hevur fimm verk við, sum er nakað av tí besta á ólavsøkuframsýningini í ár. Verkini hava felagsheitið Bigger Than Yours, ið tykist barnsligt og minnir um myndirnar hjá t.d. Kathrine Ærtebjerg við ævintýrkendum figurum, sum ikki sjáldan hava eitthvørt óskikkiligt yvir sær við kvinnuligum sjónarhorni. Myndaheimurin er figurativur við abstraktum og surrealistiskum staklutum, sum seta úr gildi tyngdarlógir og tílík vanlig atlit. Nýggju myndirnar hjá Silju eru somuleiðis figurativar við abstraktum, flótandi strokum, sum bróta illusiónina og gera vart við, at talan er um málarí. Á einari mynd sæst ein genta, sum við einum skálkabrosi lyftir kjólan hjá sær upp. Eg veit ikki hvat tað er, sum hon hevur, sum er størri enn tað, sum eg havi, men undirhaldandi og hugtakandi er tað og herliga sprøklut og lívligt eisini.

Teir báðir Sámal Blak og Edward Fuglø arbeiða báðir í sjónleikaraverðini og eg haldi, at tað sæst á teirra verkum, tó at tey eru sera ymisk. Sámal Blak hevur gjørt eitt stórt verk við fótasporum, sum eru sett antin hvítt á svart ella svart á hvítt. Í miðjuni er ein bók. Hugskotið er sambært heitinum Midnáttarsangur at ímynda samantyrptu mannamúgvuna, sum kemur saman at syngja á ólavsøku. Eg haldi, at tað er fínt við verkum á Ólavsøkuframsýningini, sum onkursvegna snúgva seg um ólavsøkuna, men tað er sum um, at heitið á verkinum minkar um tulkingarmøguleikarnar.

Sámal Blak

Sámal Blak

Sámal Blak

Sámal Blak

Edward Fuglø hevur bygt eitt ógvuliga autentiskt kamar upp í rúminum við síðuna av Bládýpinum hjá Tróndi Patursson. Við hesari rúminstallatiónini gevur Edward Fuglø okkum karmarnar til eina ólavsøkusøgu, sum áskoðarin sjálvur má hyggja, lukta og hugsa seg fram til. Uttanfyri eina wc-hurð hongur ein vakur stakkur og ein leðurjakki. Á seingini liggja silkisokkar frá Dior, á borðinum er ein parykkur, gamalt putur og ymiskt nýtiligt til damufríðkan. Á seingini liggur eisini ein taska við mannfólkaklæðum. Ólavsøkugestur eitur verkið, sum við fleiri ósamsvarandi søgum viðvíkjandi tíð, kyni og kynssnaring er áhugavert og fleirræddað, 

Brot úr rúminstallatión hjá Edward Fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward Fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward fuglø

Takk fyri orðini G!

Yrkingaupplestur er kanska ein roynd at gera nakað asosialt sosialt. Um hugsað verður um tann oratoriska framburðin er sjálvandi ymiskt hvussu hilnast hjá høvundunum. Hetta skal jú ikki vera nøkur dramakapping, men ein presentatión av einum úrvali av skaldskapinum hjá nøkrum høvundum. Ein grund til, at tað sum heild eydnast væl er, at vit eru grundleggjandi sosial, tað er altíð herligt at møtast kring listina. Áhugi er fyri skaldskapinum, tað var týðiligt á ársins G! LabORÐatoriið á G! er eitt bókmentatiltak, sum hevur verið hildið í nøkur ár undir ymiskum heitum og formum. Tað eru Kim Simonsen og Vónbjørt Vang, ið skipa fyri og í ár var tiltakið gjørt sum ein rundferð í Syðrugøtu leygardagin á G!

Umstøðurnar vóru sum heild góðar, Gøtufólk eru blíð og umhvørvið kring Syðrugøtu er einastandandi vakurt júst sum tað var í fjør og fyrraárið og veðrið vísti seg frá síni bestu síðu tann góða tíman, tiltakið vardi. Hvør høvundur hevði tíggju minuttir og til umstøðurnar var hetta hóskandi. Tiltakið byrjaði við, at Vónbjørt Vang bjóðaði vælkomin. Síðani legði Marjun Syderbø Kjelnæs fyri við at lesa upp úr nýggju skaldsøguni Óendalig Vera - eg eri júst byrjað uppá at lesa skaldsøguna og tað var áhugavert at hoyra Marjuna lesa júst tað, eg havi lisið og bíta merki í tað sama brotið umaftur: "Eitt skriftstað rennur sjálvsagt fram fyri meg:... nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur. Leon hin fyrsti koyrir framvegis sum voice over í tonkunum. Í skriftini finnast orð til øll høvi og allar kenslur, tað lærdi eg eisini tíðliga: “Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið mini." Onkustaðni á vegnum slóknaði hjá mær Onkustaðni fór eg av vegnum. Í míni innvortis oyðu gevi eg mær ikki far um rásir, hvørki breiðar ella smalar. ..... "Verk teirra eru einki - púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki...". Síðani las Arnbjørn Dalsgarð eina av sínum søgum um Albert, sum hann vónar at kunna geva út í savni. Hetta eru sjálvsspeiskar gerandissøgur um ein púra vanliga óvanligan mann við littererum ambitiónum

Kim Simonsen las eina nýggja yrking, meðan sólin skein og varhugin av skriðkyktum og klukkum rann saman í eina hægri eind saman við summarliga anganum av bøi. Yrkingin stendur longur niðri her á síðuni. Eg haldi, at hansara sermerkta mikrokosmiska, biologiskt dramatiska poesi hevur ávirkað fleiri føroyskar yrkjarar, sum eru farnir at dyrka mikroverur og landsløg í nærmyndum. Sissal Kampmann greiddi frá og las við bæði skemtiligum yvirskoti og álvarsligari nærveru úr sínum nýggjasta savni Sunnudagsland. Vit gingu spakuliga yvir til Vónbjørt og Kim. Har var tað eitt satt upplivilsi at hoyra Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp. Hon var sera væl fyrireikað og upplesturin gav mær hug at lesa fína debutsavnið Hvít Sól umaftur. Hon legði líka stóran dent á hjáorð sum á sagnorð og navnorð. Hetta gav øllum orðunum ein serstakan hugsunarsaman dám og minkaði onkursvegna um akademisku frástøðuna, sum er í summum av yrkingunum. Anna Malan Jógvansdóttir las nýggjar yrkingar um havsins lív og um tilveruna og sjálvt um gangurin frá barnaundirhaldinum á sandinum gav henni skarpan gang, helt hon á við at lesa við sama dirvi og dugna, sum nú hevur skaffað henni pláss á Rithøvundaskúlanum, har hon byrjar í heyst.

 

iPhone Image B107D6.jpg

Her eru reyðir steinar,

ið eg ikki kenni.

Sediment foldaði um hvørt annað,

sum løg snaraði

omaná onnur løg.

Rotnandi bløð

oman á øðrum bløðum.

Reyð jørð,

har spengur av rótum hava sprongt

sær veg út gjøgnum grótið og moldina.

 

í skógarbotninum flúgva smáir summarfuglar í slow motion.

Undir bløðunum berjast svartar og bláar klukkur fyri lívinum,

Meðan tær ljósleyst klippa beinini av hvørjari aðrari

herja reyðu meyrurnar á aftanifrá.

At enda liggja tær stroyddar sum rusk,

meðan aðrar klukkur eta av teimum

Eg havi mist teg.

 

Í skugganum undan sólini,

gangi eg oman eftir gøtuni.

Sólin sær kámt.

Vindurin er kaldur nú.

Okkurt loysnar,

ein gomul kensla dagar undan,

ið leingi hevur verið sokkin.

Eg skal liva uttan teg.

Alt sum hóttir meg her,

er hótt av mær.

Uglur, smáar slangur,

blóðsúgvandi midur. 

Mjørkin floymir inn yvir dalin

fram við fjallinum

har hann vaskar sirmið av fjallasíðunum.

Y Arpeggios – Augenmusik i Steinprent

Også i Tórshavn er sommeren over os i disse dage, hvorfor de allerfleste har fri. Det gælder eksempelvis undertegnede, der ikke helt har rede på ugedagene og som i onsdags eller måske var det i torsdags gik en tur gennem byen, der førte mig ned til bådehavnen og til Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted. Her har man tydeligvis ikke holdt fri på det seneste. På væggen hænger der flere nye tryk, som jeg ikke har set før. Det er særprægede billeder med runde figurer i flere farver. Det er træsnit, kan jeg se på mønstret af årringe, der skimtes gennem især de lysere farveflader.

Kunstneren

På værkstedet møder jeg en venligt smilende kvinde i rød arbejdsdragt og med glimt i de brune øjne. Det viser sig at være tekstildesigneren Margrethe Odgaard, som har lavet fem tryk på værkstedet. Hun fik for nylig tildelt verdens største designpris Torsten og Wanja Söderbergs pris på en million svenske kroner, som hun modtager i november i år. I priskomiteens motivation står der, at “Margrethe Odgaard har tekstil som afsæt for formgivning. Tilgangen er på én gang håndværksmæssig, taktil og gennemreflekteret; hun tænker med hænderne. Ud fra både poetiske og konsekvente farve- og mønsterstudier skaber hun sammenhænge i en betagende proces fuld af musikalitet. Den kunstneriske vision er drevet frem af ønsket om at skabe og berige på en måde, hvor viden, ideer og færdigheder deles ufortrødent og generøst”. Margrethe Odgaard er født i 1978 og er uddannet på Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering med studier på Rhode Island School of Design i USA. Som tekstilformgiver fokuserer hun på  farver, mønstre og taktilitet. Hendes arbejde er præget af en vedholdende søgen efter nye måder at udforske farve og mønster af materialet.

Trykkene

De grafiske tryk er med deres afklarede cirkulære former, de organiske mønstre og glødende farver præget af en vis formlig skønhed, men synes også at være opbygget i forhold til en eller anden systematik, så jeg spørger Margrethe Odgaard om billederne. Hun siger, at de grafiske værker er billedsiden af Y Arpeggios, som Teitur Lassen har skrevet. De to, Margrethe og Teitur er venner, de har gået i skole sammen og har i flere år overvejet at lave et fælles projekt, som nu er blevet til virkelighed.

Y Arpeggios

Teitur Lassen har i et par år arbejdet med såkaldt arpeggios, dvs. tonerækker, som han spejler og som tilsammens danner små, enkle men udtryksfulde kompositioner. Margrethe Odgaard er fascineret af spejlingen og af musikken, der kommer ud af den og sammen med Teitur er hun i gang med at lave billeder til en nodebog med klavernoder. Projektet er enestående på så mange måder, bl.a. er selve træstokken af fem træsorter af særlig luksuskvalitet; de stammer fra Dinesen. Selve træpladerne er spejlede således, at de fremstår i to cirkulære dele.

Synæstetisk farvevalg

Farverne i trykkene er valgt i forhold til en synæstetisk systematik. Tanker omkring synæstesi, om augenmusik, musikmaleri og samsvar imellem de forskellige sanseområder er ikke nye, de har været fremme helt fra renæssancen. Gennem tiderne har der været flere forsøg på at strukturere farver og toner i et bestemt forhold og Margrethe Odgaard har taget udgangspunkt i hovedtendenserne i disse strukturer, som bl.a. Isac Newton har fundet frem til.

Flere lag

Projektet er præget af mange lag med flere spejlinger og farve- og musikstrukturer. Det kan forekomme ret kompliceret, når man får projektet forklaret, men i det øjeblik, da Margrethe Odgaard spillede et af klaverstykkerne for mig på computeren, samtidig som jeg så på det tilhørende billede, forekom alting pludselig så enkelt og så klart, at det føltes rørende. Jeg SÅ musikken, der langsomt tonede frem som små begyndelser fra hver sin side, rødt i venstre side og grønt i højre side og i tankerne fulgte jeg tonernes og farvernes bevægelser henimod og forbi hinanden. Oplevelsen var aldeles betagende og en lovende forsmag på en udgave, som vi kan glæde os til. Foreløbig kan de nye tryk ses og købes i Steinprent. 

2.jpg

Y Arpeggios – eygnatónleikur í Steinprenti

Summarið er í hæddini og fólk flest hava frí. Ein mikudag ella var tað kanska hósdagin fór eg malandi omaneftir og endaði á Skálatrøð í Steinprenti. Her hava tey eftir øllum at døma ikki havt frí í seinastuni. Her er synestesi og spegling á skránni. Á vegginum á verkstaðnum hanga fleiri nýggj prent, sum eg ikki havi sæð áður. Hetta eru sermerkt prent við fleirlittum rundum skapum. Tað eru træprent síggi eg á árringunum, sum hómast serliga í teimum ljósu litflatunum.

Listakvinnan

Á verkstaðnum gongur ein í reyðum arbeiðsklæðum. Tað vísir seg at vera ein brosandi listakvinna við blíðum, brúnu eygum, sum eitur Margrethe Odgaard. Tað er hon, sum hevur gjørt nýggju prentini. Margrethe er tekstilsniðgevi, sum nýliga hevur fingið tillutaða heimsins størstu designheiðursløn, ið verður handað í november; - tað er Torsten og Wanja Söderbergs pris uppá eina millión svenskar krónur. Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur, at "tilgongdin hjá Margrethe Odgaard er um somu tíð handverkarahegnislig sum hon er taktil og gjøgnumhugsað. Listakvinnan hugsar við hondunum. Út frá bæði poetiskum og reglubundnum lit- og mynsturuppritum skapar hon samanhangir í eini hugtakandi prosess, ið er full av musikaliteti. Listarliga visiónin er drivin fram av ynskinum um at skapa og at ríka á ein hátt, har vitan, hugskot og gávur verða býtt á áhaldandi og gávumildan hátt”. Margrethe Odgaard er fødd í 1978 og útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering, umframt at hon hevur lisið á Rhode Island School of Design i USA.

Prentini

Prentini eru vøkur, men tykjast eisini at verða gjørd eftir onkrari ávísari skipan, so eg spyrji listakvinnuna hvat hetta er fyri nakað. Hon greiðir mær frá, at hetta er myndasíðan av Y Arpeggios hjá Teiti Lassen. Tey bæði Teitur og Margrethe eru vinfólk, hava gingið í skúla saman og hava í mong ár ætlað at gera eina felags verkætlan, sum nú gjørdist veruleiki við Y Arpeggios.

Y Arpeggios

Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir. Margrethe Odgaard er hugtikin av speglingini og av tónleikinum, ið kyknar í henni, og saman gjørdu hon og Teitur av at gera eina bókaútgávu við nótum og myndum. Træið, sum er brúkt til træpláturnar, er frá altjóða framleiðaranum av dygdartrætilfari, Dinesen, sum hevur latið listakvinnuni fimm træplátur úr ymiskum træsløgum, hvør rund pláta er sett saman við sínari spegling og pláturnar eru síðani brúktar til tær fimm myndirnar, sum avmynda fimm tónaverk.

Synestetiskt litaval

Litirnir eru eisini valdir eftir einari ávísari synestetiskari skipan. Tankar um synestesi, um augenmusik, tónleikamálarí og samsvar millum tey ymisku sansaøkini eru gamlir og hava verið frammi í listasøguni síðani renesansuna. Fleiri royndir hava verið gjørdar at staðfesta skipanir við føstum lutfalli millum litir og tónar og Margrethe Odgaard hevur tikið støði í hesum skipanum hjá m.a. Isac Newton o.ø.

Verkætlanin gongur fyri seg á nógvum stigum við fleiri speglingum og skipanum av litum og tónum. Hon kann tykjast eitt sindur torskild, men ta løtuna, tá Margrethe spældi eitt av klaververkunum fyri mær á telduni meðan eg hugdi at myndini, sum verkið hevði íblást, tóktist alt so einfalt og greitt, at eg varð rørd. Eg sá tónleikin, tónarnar, sum spakuliga kyknaðu eins og byrjanir frá hvør sínari síðu, reytt vinstrumegin og grønt høgrumegin. Í huganum fylgdi eg parallellu ferðini hjá tónunum og litunum móti hvørjum øðrum. Hetta var ein hugtakandi uppliving og eg hugsi, at vit kunnu gleða okkum til útgávuna. Fyribils kunnu prentini síggjast og keypast í Steinprenti.

IMG_0361.jpg

Listafólkasambandið átalar viðmerking frá mentamálafrúuni

Í skrivi sent fjølmiðlunum átalar LISA heldur harða tónalagið hjá Rigmor Dam í útvarpssamrøðu herfyri. Her er skrivið: Í samrøðu við Kára Olsen í tíðindunum í Kringvarpi Føroya á miðdegi 13. juli sigur Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, at hon ikki er samd við listprýðisnevndina hjá Glasi um, á hvørjum málum og í hvørjum miðlum kappingin um listprýðingina skal lýsast.

Rigmor Dam sigur eisini, at hetta kann merkja, at nevndin ikki er før fyri at velja ímillum innkomin føroysk uppskot, og at tey, ið eru vald vegna fakligan førleika, tískil eftir hennara sannføring ikki eru skikkað at sita í nevndini.

Henda samanhang skilur LISA ikki. LISA hevur fult álit á fakliga førleikanum hjá sínum umboði og á listprýðisnevndini í heila tikið.

LISA átalar harðliga, at ein listprýðisnevnd óbeinleiðis verður hótt við at verða sett frá, um hon eftir bestu fakligu sannføring er ósamd við ein arbeiðssetning hjá landsstýriskvinnuni. Hetta er eitt álvarsligt brot á armslongdarprinsippið. Listprýðisnevndin skal frítt kunna gera síni tilmæli, eisini tá ið tey ikki samsvara við politisku sannføringina handan arbeiðssetningin, ið Rigmor Dam hevur gjørt fyri nevndina.

Hetta eigur ikki at fara fram í einum demokratii, sum hevur armslongd á listaøkinum.

 

Visionary artists and artisans

The National Hospital of the Faroe Islands, Lands sjúkrahúsið, in Tórshavn will have a new building in 2020 named H-bygningurin. The ambition is to create a landmark that both signals aesthetic qualities and compassion and puts the Faroe Islands on the world map through a visionary hospital project. The building will be located close to the harbour and will be seen from the sea and from above. It will be like a lighthouse for the capital Tórshavn and for the Faroe Islands as such. DKK 2 million have been allocated to arts and crafts installations in the building program. This aims at making a visit to the new hospital building a unique, intimate, safe and positive experience for employees, patients and their families. The committee emphasizes that the artists involve both patients, families and staff in their artistic approach. To read a thorough description of the application form and of the project, visit our website www.landsverk.fo The national hospital in the Faroe Islands, Landssjúkrahúsið, is looking for visionary artists and artisans SUBMISSION DEADLINE: 18. AUGUST 2016 KL. 15.00 SUBMIT YOUR APPLICATION TO: LV@LV.FO

Spennandi samtíðarlist á Mallorca

Rutunetið hjá Atlantic Airways hevur eyðvitað sera stóran týdning fyri føroyingar. Umframt tær sonevndu NORÐ-ruturnar og Danmarkar-ruturnar eru tær sonevndu SÓL-ruturnar, har ferðafólk hava tikið sera væl undir við tilboðunum at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sól og summar í heitu londunum. Ferðir hava verið úr Føroyum til m.a. Kreta, Barcelona og Mallorca, men Atlantsflog er steðgað við at flúgva til Milano og London. Tað er undrunarvert, at sambandið við ein metropol sum London ikki skal kunna svara seg og tað er sera harmiligt fyri tey listaáhugaðu. Tó ber til at fáa annað enn sól burturúr á Mallorca. Eftir øllum at døma eru fleiri spennandi gallaríir á sponsku oynni. Eitt av teimum eitur Lundgren Gallery, sum inntil 17.juni hevði eina framsýning av verkum hjá føroysku listakvinnuni Rannvá Kunoy. Í tíðindaskrivinum um framsýningina stendur:

The paintings of Rannva Kunoy (b.1977 and based in London) are deliberately occupying an uneasy space between opposing extremes, something recognisable but intangible, physical without being material. Always evident in the work is the negotiation between thought and process. The surface is pushed towards a hybrid of sorts, the marks are as thin and lacking in texture as possible, in it an attitude of almost anti-composition and deliberate ambiguity.


Kunoy achieves this surface by applying layers of crystal paint to dark monochrome backgrounds that vary in a degree of translucency and saturation. The crystal paint allows for a chemical process of light shining in and out of the canvas, giving an appearance of a three-dimensional and holographic quality causing the surface to almost hallucinate.


The intellectual basis for Kunoy’s work is direct and clear and gives way to works that carry a charged ambiguity coupled with a slight anarchic and absurdist approach to image making in a language and mark distinctly her own.

_DSC3583.jpeg