Heystlist

Marita Dalsgaard, leikstjóri á nýggja leikinum, Orsaka!

Marita Dalsgaard, leikstjóri á nýggja leikinum, Orsaka!

Tað er í dag, 1.september, at hon sjálv, heystsins hin dapra tíð byrjar, hygg bara út gjøgnum vindeygað, tað kann vera, at bløðini eru grøn enn, men tað man gulna nógva staðni og vindurin kennist heystligur. Mentanarliga er hetta ein alt annað enn døpur tíð, vit kunnu kanska beint hinvegin kalla hana lívsjáttandi. Tí tað ýðir av konsertum, framsýningum og bókaútgávum og so fer Kringvarpið í holtur við vetrarskránna og har er okkurt gott í væntu, skilst. Eg havi eitt nú hoyrt graml um fastan bókaummælara og mikukvøldarjazz við dugnaliga Arnold Ludvig sum byrjanarverti. Kvøldskúli og Listaskúli leggur til brots og eisini kórini byrja sínar venjingar og har er onkur broyting, tí Havnarkórið leggur til brots við Leif Hansen á odda. Hann hevur tikið yvir eftir at Ólavur Hátún í mannaminni hevur stjórnað kórinum. Eisini Tarira byrjar at venja við nýggjum kórleiðara, tað er Kári Bæk, ið eitt nú hevur stjórnað Ólavsøkukórinum síðstu tvey árini. Í ovurmorgin, 3.september verður leikurin Orsaka! frumframførdur á Tjóðpallinum, ein mánaða seinni, 3.oktober letur upp framsýningin Dress hjá Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti og 19.september letur upp serframsýning hjá Hansinu Iversen í Listasavninum. 14.september verður konsert við Eivør og Vox North í Norðurlandahúsinum og mangt annað gott er at gleða seg til, her á Listaportalinum fari eg at royna at fylgja við sum frægast, men sendið mær endiliga myndir og annað tilfar.

Hansina Iversen var við á Ólavsøkuframsýningini 2013. Her sæst ein av hennara nonfigurativu myndum aftan fyri eina húsastandmynd hjá Hanna Bjartalíð