Føroyar eru eisini myndlistarligir eftirbátar
/Ragnar Kjartansson: S.S.Hangover í Veneziabiennaluni 2013 https://www.youtube.com/watch?v=qrA0XGUgDc0
Sambært áhugaverdari grein hjá Barbaru Holm á in.fo er Jákup Dahl vónbrotin av føroyskum politikarum í sambandi við royndirnar at skapa áhuga fyri Føroyum sum filmslandi. Sjálvt um áhugi tykist vera til staðar, verður einki ítøkiligt gjørt, heldur hann, fyri t.d. at tryggja føroyska luttøku á týdningarmiklum filmsfestivalum uttanlands. - Vit kunnu ikki blíva við at sita hendur í favn og bíða inntil onkur uppdagar okkum, eins og vit altíð hava gjørt, sigur Jákup Dahl. Mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø ger vart við, at filmsvinnan er eitt øki, vit júst hava valt at fokusera uppá, so vit halta eitt sindur aftaná, hann vísir á, at at pengar eru markaðir til film og filmsverkætlanir á fíggjarlógini, og tískil er gongd komið á hetta økið, hóast føroyska filmsvinnan helst haltar nakað aftanfyri filmsvinnuna í londunum kring okkum, " - eg skal viðganga, at vit halta nakað aftaná á hasum økinum, tí tað er ikki fyrr enn í ár, at vit eru byrjaði at hugsa um filmsvinnuna meira ítøkiligt. Vit eru í gongd við at menna filmsvinnuna, og fara eisini at seta fokus á Føroyar sum filmsland, sigur Bjørn Kalsø, sum kortini ikki kann siga nakað um tær ítøkiligu ætlanirnar á hesum øki.... Hann vísir á, at Mentamálaráðið seinastu árini hevur verið á altjóða bókamessum við føroyskum rithøvdunum, og at hetta hevur givið úrslit. - Tað sama kunnu vit uttan iva gera við føroyskan film. Eitt er, at okkara framúr góðu filmsframleiðarar í Føroyum fara út í heim og kanska geva øðrum áhuga at koma hendan vegin, men vit kundu eisini gjørt meira við tað, sigur Bjørn Kalsø."
Tað er av sonnum gott at hoyra, at mentamálaráðharrin eftir øllum at døma er greiður yvir, at okkurt aktivt má gerast viðvíkjandi føroyskari list uttanlands. Tað er ikki nóg mikið bert at satsa uppá bókamessurnar, okkum tørvar somuleiðis eina málrættaða strategi til tess at fáa føroysk myndlistafólk umboðað á týdningarmiklum listamessum, biennalum osfr. Sjálvt um vit eiga ómetaliga nógv góð listafólk, eru Føroyar í grundini langt afturúr myndlistaliga í altjóða høpi, og tær fáu ferðir, at føroysk myndlistafólk taka lut á útlendskum messum, tykist tað fyri mesta vera uttan stuðul og fyriskipan í Føroyum. Danir og Íslendingar eru langt framman fyri í hesum høpi og tað sæst eisini aftur á myndlistini í báðum londunum. Har hava tey fyri langari tíð síðani skilt týdningin av at samstarva altjóða á høgum støði og tí verða nógvir pengar settir av árliga til tess at senda listafólk av landinum í artist in residensy skipanum og á listamessur og biennalur. Í Danmark er tað ein nevnd undir Statens Kunstråd, ið skipar fyri. Síðsta ár sendi Ísland Ragnar Kjartansson til Veneziabiennaluna. Danmark sendi Jesper Just. Føroyar sendu ongan. Broyting má koma í skjótast, so at vit kunnu fáa føroyska list at síggja slík støð sum hesi : Armory Show, New York, ABC Berlin, ARCO, Madrid Art Basel, Art Basel Miami Beach, Art Basel, Hong Kong, Artissima, Torino, Drawing now Paris, FIAC, Paris, Frieze Art Fair, London, Liverpool Art Biennial, La Biennale di Venezia. Frieze Art Fair, NY, Independent, NY, Köln Messen, Liste Basel, Market, Stockholm, NADA, Cologne, NADA, Miami, NADA, NY, Paris Photo, Paris, SWAB, Barcelona, Volta NY, Volta Show, Basel, Zona MACO, Mexico City.
http://www.in.fo/news-detail/news/gera-meira-vid-filmsvinnuna/