AVE: Kensluborin mannfólkapláta av bestu skuffu
/UMMÆLI: Frá allarfyrsta stilla gittaratóna, sum ljómar undan nálini og allan vegin í gjøgnum bæði síðu B og P, má hetta sigast at vera ársins fjálgasta pláta. Hon kemur út um mánaðarskifti og er sum gjørd til hesa árstíðina, sjálvt um teir fyrstu sangirnir longu vóru at hoyra í vár og í summar. Meðan hann dregur á luftina og ljósið blaðar hugfarsligt í teimum heystligu bløðunum, er gott at tendra eitt kertuljós, skonkja sær eitt krúss av onkrum góðum ókompliseraðum bygdate við mjólk í og síðani njóta hesa organisku, musikalsku og kenslubornu heildina hjá teimum báður Petur Pólsson og Benjamin Petersen, sum saman kalla seg AVE. Og hvørki mjólkatemunnurin ella øll heimsins vinaligastu lýsingarorð merkja tað sama sum, at plátan í sínum fjálga rundleika er vandaleys, tí tað er hon als ikki. Har er dýpd og hjartablóð og í summum førum er tað eins og sjóðar ein botnleys avgrund av hjartasorg undir uppgerðarorðunum.
Benjamin Petersen leggur út við einari svalligari, ópretentiøsari og einfaldari kærleiksvísu, men heldur fram við Oyðin, sum er mín yndissangur í løtuni, vakur, dramatiskur og dynamiskur. Benjamin Petersen dugir ómetaliga væl at syngja á ein hátt sum tykist púra ómakasleysur, lættur, samstundis sum hann ber fram eina ørgrynnu av kenslunuansum. Petur Pólsson er ikki nakar stórur sangari, men tað leggur hann heldur ikki upp til. Eisini hesum viðvíkjandi er plátan heildarmerkt. Hon er upptikin live í Studio Bunkarin, har teir tykjast hava raðfest huglag, vinarlag og innileika framum t.d. tónareinleika. Tónamyndin kennist gjøgnumskygd so at skilja, at tey ymsu ljóðførini hoyrast frá hvørjum øðrum, ljóðið er í sær sjálvum ótrúliga behagiligt. Og sjálvt um eg nú sigi, at plátan tykist eitt sindur low tech akustisk, so er altso einki low yvir hvørki tónleikarum ella framleiðsluni sum heild. Ein ørgrynna av framúrskarandi tónleikarum er við á plátuni og Dave Collins, ið hevur mastrað, er sera royndur og kendur maður innan mastring. Rustikt vakri, einfaldi og feminint maskulini plátuhúsin hjá Jón Sonna Jensen rakar fullkomiliga huglagið í tónleikinum. Húsin er matt gráur við einum ávikavist bláum og grønum rundum, dekorativum blómumyntstri, ið snarar seg kring nøvnini á teimum báðum AVE monnunum.
Vit vita av, at Petur Pólsson skrivar góðar sangtekstir og at hann hevur ein sannførandi dramatiskt dapran patos, tá hann ber teir fram t.d. í deydningapolkaini Lík líkum, sum eina løtu fekk meg at hugsa um tónleikabólkin Kaizers Orchestra, men AVE halda takk og lov ikki heilt líka nógvan gang sum teir herligu norsku jassarnir, ið góvu undirritaðu ein nokk so strævnan ýlitóna í oyrað á sinni, tá teir spældu á G. Síðsta lagið á síðuni hjá Peturi Pólsson er eitt vakurt sálma- og countrykent lag, har mælt verður til at leggja allar byrðar frá okkum. Uppbyggiligi teksturin brýtur eitt sindur frá og bloytir upp tað annars nokk so náttarmyrka tekstuniversið, har deyðin hevur ein eyðsýndan høvuðsleiklut, antin tað er deyðans symfoni, deyðin í grøvini ella tað er vit livandi deyðu, sum alt lívið halda kós móti grøvini, sum hann lýsir.
Arr eitur fyrsti sangurin, sum eg hoyrdi á útgávuni, hann er síðst á síðu B – hetta er næstan eitt slag av tribute to Tinganest-sangi, tvs. ein hugnaligur, countryklingandi, bygdasligur felagssangur millum vinmenn, niðurlagið minnir kanska serliga nógv um lagið Annan sang hjá Tinganest. Nú skrivi eg vinmenn heldur enn vinfólk, tí sjálvt um onkur yndislig kvinnurødd hoyrist á plátuni, haldi eg í grundini, at AVE er ein ordans mannfólkaútgáva við mannligum sjónarhorni, mannligum hugsunarhátti, mannfólkasangi og mannfólkakórum. Og tá tað verður gjørt so væl og so sjarmerandi sum her, er tað líka til at blíva mannfólkafjeppari av. Í fleiri av tekstunum hómast ein vilji til uppgerð og sjálvtilvitan. Arr er einasti felagssangur á útgávuni, teir báðir Benjamin Petersen og Petur Pólsson syngja saman tekstin, har talað verður til ein fyrrverandi maka: “Virði meg sjálvan meir enn so enn at dragast í tínari øsku, hangi ikki mína tilveru uppá tín knaga...”. Í sanginum Oyðin ljóðar tað speiskliga ”eg haldi ikki tú merkir nógv” um ta kensluleysu lokkagentuna, sum svíkur og lýgur. Í sanginum Títt sanna andlit stendur: “eg havi sæð at tú ert ongin eg havi kent tín andadrátt eg havi sæð títt sanna lyndi eg havi kent tann tú ert// hevði tú roknað við at eg fór í knús tá tú tveitti meg út helt tú eg gekk til grundar nei eg eri sterkari nú enn tá eg sá teg..”.
AVE er kenslur, kantur og dýpd. Allir tekstirnir eru føroyskir og í grundini rættiliga sjáldsamir, tá vit hugsa um uppgerðarhugin og áðurnevnda mannliga sjónarmiðið og tað er altso ómetaliga frískligt at uppliva okkurt, ið minnur um eitt kynstilvitað slag av maskulinari feminismu innan føroyskan tónleik.
AVE: Petur Pólson, Benjamin Petersen, Mikael Blak, Knút H.Eysturstein, Jan Rúni Poulsen, Per I.Højgaard Petersen, Uni Árting, Jákup Zachariassen, Niels A.Galàn, Bartal Augustinussen, Líggjas Olsen, Teitur Lassen, Óluva Dam, Niclas Thorsteinsson, Mikael Johan Heinesen, Magnus Johannesen, Haukur Grondal, Uni L.Hansen, Jan Lamhauge, Sunneva H.Eysturstein. Framleiðsla: Benjamin Petersen. Mastering: Dave Collins. Húsi Jón Sonni Jensen. Útgáva: Tutl.