Søgan um eina móðir

Tá leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir og hennara fólk, begávaði við blómum, vóru farin av pallinum í Norðurlandahúsinum í kvøld, var tað sum um, at áskoðararnir als ongan hug høvdu at reisa seg úr stólunum. Vit sótu bara har pinnastill og í skrivandi stund ivist eg enn í hvaðani lammilsið stavar, um tað er vantandi avkláring av onkrum slag, men eg haldi tað var sjokk og sorg yvir tað ræðuliga mammuportrettið, sum vit júst høvdu verið vitni til og sum vit høvdu brúk fyri at sodna.

Søgan um eina móðir hjá H.C.Andersen snýr seg sum kunnugt um eina kvinnu, sum eftir at hava ofrað alt, sína rødd, sítt hár og sítt hjartablóð fyri at fáa barn sítt aftur frá deyðanum, ásannar, at hon ikki megnar at taka dagar millum hvør skal liva og hvør skal doyggja, hon verður noydd til at hava álit á Várharra. Tað er óendalig langt millum ósjálvsøknu, romantisku ævintýrmammuna og so hesa sjálvsentreraðu veruleikammuna, sum tó hvørki hevur veruleikasans ella nakað serligt álit á Várharra. Hon hevur heldur ongan frið á sær, eingin ivi er um, at hon er sjúk, men hon er sanniliga eisini redsilsfull og órein, serliga við dóttrina, sum hon eftir øllum at døma uppfatar sum eitt slag av kappingarneyta í mun til uppmerksemið frá manninum. - Soleiðis kann mann ikki uppføra seg, hugsi eg, men tað ger hon. Hon er ein ravnamamma í orðsins sanna týdningi, og hon er álvarsliga sjúk, hennara sálarsjúka liggur tungt oman á øllum húsinum og ósemjurædda pápanum, sum óansæð hvussu fittur og kerligur hann er, ber seg at sum ein tvøga, t.d. tá hann í heilum sendir dóttrina inn til ta sjúku mammuna og harvið brúkar hana sum eitt slag av mentalum ísbrótara. Men hann tykist fullkomiliga niðurbrotin og tað er bara, tá tey bæði, faðir og dóttir hava leitað sær burtur í haga, at pápin eina løtu gerst veruligur trídimensjonalur pápi, meðan hann hjálpir gentuni at byggja upp eitt lítið steinhús til ein deyðan fuglaunga. Hetta er ein av teimum mest rørandi senunum í filminum, haldi eg.

Nýggi filmurin, LUDO, er intenst dapur og kenslan av klaustrofobiska húsinum, sum darrar av angist, fylgir áskoðaranum allan vegin til hús, heimkomin til familjuna er mann kanska eitt vet kerligari við alvan enn vanligt. Filmurin er rørandi, og leikararnir spæla allir sannførandi, ikki minst Lea Blaaberg, hon spælir traumatiseraða smágentan, sum er tvungin til at hugsa sum eitt vaksið fólk, Hildigunn Eyðfinnsdóttir er somuleiðis imponerandi sum sjúka, ódámliga konan, sum ikki dugir at elska. Okkurt tykist yvirdrivið, men soleiðis er hon, hendan mamman. Hjálmar Dam manar fram eitt kúgað menniskja, sum als ikki megnar at taka ábyrgd fyri støðuni, sum glíðir undan og í staðin spælir eina skyntilveru sum um alt er í lagið og tað riggar í løtunum, tá konan ikki er til staðar. Men í grundini er hansara svik meira álvarsligt enn tað hjá henni, tá hann leggur ábyrgdina fyri skroypiligar eydnuløtur yvir á gentuna og hevur at henni, tá løturnar bresta. Sjálvt um søgugongdin er samanhangandi soleiðis at skilja, at filmurin gongur fyri seg í ein dag og eina nátt, er talan um eitt fragmenterað listaverk, sum er ekspressivt og symbolskt og sum eisini tykist rættiliga persónligt, tó at eingin ivi kann vera um, at hetta er ein norðurlendskur filmur. Onkur stílbrøgd fáa meg at hugsa um Ingmar Bergman og hansara óunniligu lýsingar av menniskjaligum einsemi og líðing. Í fleiri førum er tað sum um, at sjónleikararnir venda sær beinleiðis til okkum áskoðarar og hetta kennist ágangandi og óbehagiligt á sama hátt sum brimið, sum brádliga og uttan ávaring flensar ljóðflatan og nervarnar á áskoðarunum. Í støðum gerst filmurin átøkur einum gysara við sjálvopnandi skuffum og blóðigum knívum, men tað er psykologiski spenningurin, sum tað snýr seg um í filminum, har einsemið kennist at kalla ítøkiligt. Vit síggja tað á persónunum, vit hoyra tað á tónleikinum og á ljóðinum og vit síggja tað á myndunum, á sjónarhornum, vinklum, vindeygum, hurðum. Endurtiknu myndirnar av húsunum uttanifrá eru hjartaskerandi, fittligu reyðu húsini verða mynd fyri hjálparleysu gentuna, sum á sama hátt sum barndómsheimið sýnist vera forlátin av allari verðini.

Filmur er kollektiv listagrein og vóru nógv fólk á pallinum í Norðurlandahúsinum, eru enn fleiri, sum hava gjørt filmin. T.d. hevur dramatiski, disharmoniski og rættiliga støðugi klavertónleikurin hjá filmskomponistinum Sune “Køter” Kølster stóran týdning fyri huglagið í filminum. Onkur heldur helst, at tónleikurin fyllir ov nógv, men hetta er tilvitað val hjá leikstjóranum og eg haldi, at tað riggar til uppøsta huglagið. Scenografiin er somuleiðis týdningarmikil, henni hevur Edward Fuglø staðið fyri við fleiri fínum detaljum í innbúgvi, myndum á vegginum og figurum. Eg eri ikki heilt greið yvir um tað er hann ella leikstjórin, sum stendur fyri avgerðini um í heilum at filma allir teir mongu fuglarnar í filminum, men talan er helst um samstarv - eg sá eisini ein avmyndaðan málning hjá scenografinum einastaðni, men har eru helst nógvir staklutir, sum eg ikki havi varnast við at síggja filmin einstaka ferð.

Eingin føroyskur filmur verður til uttan omnipresenta føroyska landslagið, sum eisini í LUDO er partur av dramatisku scenografiini og sum somuleiðis verður brúkt beinleiðis til at viðmerkja hendingagongdina. Klippið í byrjanini millum tann livandi ravnin og ein útstoppaðan ravn riggar sera væl og fær alt fyri eitt áskoðarin at kulsa, sjálvt um filmurin byrjar ein fagran summarmorgun. Sjónarmiðið og sympatiin er hjá gentuni, barninum, ið sum altíð er virkislamið og hjálparleyst í mun til livimáta og avgerðir hjá foreldrunum. 

Og ja, sanniliga er filmurin lagnutungur og melodramatiskur, men við rótfesti í søguni, sum verður søgd. Hetta ger, at tú sum áskoðari trýr uppá søguna og at tú góðtekur, at hetta er einasti máti at lýsa hendan óhugnaliga kamarleik, sum gongur fyri seg eins og í óndum dreymum og sum eingin fær gjørt nakað við fyrr enn tað er ov seint og tað er væl at merkja ov seint alla tíðina, tí soleiðis ber ikki til at liva.

 

Filmurin varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum, men í morgin og komandi tíðina verður hann at síggja í Havnar Bio, Atlantis Bio og í hølunum hjá Kovboy Film Undir Gøtuni 10 á Sandi.

 

Mamman: HILDIGUNN EYÐFINNSDÓTTIR

Pápin: HJÁLMAR DAM

Dóttirin: LEA BLAABERG

Læknin: BÁRÐUR PERSSON

Kona læknan: GUNNVÁ ZACHARIASEN

 

Screenwriter and director: KATRIN OTTARSDÓTTIR

Cinematographer: NATASCHA RYDVALD, DFF

Cinematograper's assistant: RÓGVI RAMUSSEN

Production design: EDWARD FUGLØ

Sound recording: JÓN MCBIRNIE

Lights, script, DIT, logging and audio assisting (syncing): KENNETH JØRGENSEN

Grip/Jack-of-all-trades: SIGTÓRUR ANDREASEN

Runners: HJØRDIS H. EIDE, BARBARA HILDUBERG

Production degsign assistants: JANUS HANSEN, ANNIE EYSTBERG JENSEN

Cooks: INGE PETERSEN, ELSA PETERSEN

Producer: HUGIN EIDE