Eitt kringsýni merkt av nærveru og fjarleika

536E2A02-FFE0-4030-88E5-CD981F6B9E1B.jpeg

Í gjár læt framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen, Kringsýni upp í Listasavni Føroya. Talan er um eina tillagaða versión av framsýningini, Panorama, sum listamaðurin hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Hóast partar av framsýningini eru gomul verk, sum eru framsýnd í ymiskum samanhangum, so er talan ikki um eina siðbundna retrospektiva framsýning. Listamaðurin hevur disponerað framsýningina við denti á samanhangir, bæði formligar og listasøguligar. Í røðu síni tosaði hann um at koma heim aftur og greiddi frá sínum ymisku føroysku sambondum og týdningin av hesum. Mamma hansara var úr Froðba; hann hevur familju og vinfólk her á landi, og vitjar javnan, tó oftast fer hann beinleiðis suður til Froðbiar. Nú hava vit hann so í Havn - í øllum førum hansara verk og tað heilt til næsta ár.

Hjá mær sjálvari er tað ein serstøk, næstan heimlig uppliving at ganga í Kringsýni og kenna aftur myndir og fólk í fotomyndum m.a. frá hálvfemsunum um ta tíðina, eg sjálv byrjaði at skriva um list. Bjarne Werner Sørensen hevði eina framsýning í Føroyahúsinum í 1997, sum eg ummælti í Oyggjaskeggja. Saman við Anker Mortensen og Tóroddi Poulsen hevði hann framsýningina Corda Atlantica; tá sá eg á fyrsta sinni tær mongu fotomyndirnar, ið hanga saman sum eitt verk fullt av minnum og listarligum hendingum, t.d. kollveltandi framsýningin, FAR OUT, ið eg lýsti her á Listaportalinum, tá Bjarne fyri tveimum árum síðani hevði framsýning í Listahøllini á skipasmiðjuni MEST. http://www.listaportal.com/tidindi/2016/5/29/cks6afudhtc38e4hjto91o2do47b0f

Kringsýni er tøkniliga fjølbroytt framsýning, ið fevnir um bæði steinprent, telduprent, málningar og relieff. Bjarne Werner Sørensen er ein eminentur grafikari og nógv av tí, hann hevur framsýnt í Føroyum hevur verið grafikkur. Og her er hann framvegis á tryggari leið - tað síggja vit alt fyri eitt á stórfingna verkinum á balkongini í Listaskálanum; hetta er sett saman av 64 prentum á sama hátt sum tað fantastiska gula verkið, Matrix við bylgjandi, flykrandi mynstrum. Úttrykkið er organiskt, ójavna strikan tykist lívrunnin og endaleyst spírandi í einum netverkið, sum bara pappírskanturin megnar at steðga og bert eina løtu inntil næsta pappír heldur á við næsta avbrigdi. Myndirnar bera brá av samanhangi og at vera partar av eini størri heild. Endurtøkur, forskjótingar og variatiónir, sum minna um fraktalar. Hetta eru strukturar, ið koma fyri ymsastaðni í nátturuni, eitt nú í romanesco-blomkálshøvdum. Tað serliga við fraktalum strukturum er, at hvørja ferð partar av teimum verða forstørraðir, vísa teir nýggju strukturarnir seg at vera meinlíkir upprunaliga heildarstrukturinum.

Rógvi á Rógvu segði áðrenn hann fór í gongd við sína framúr góðu trummu/percussion-framførslu, at myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen fyri hann vóru sera musikalskar. Og tað er rætt, at bylgjandi rørslan í myndunum hevur musikalska orku eins og í eini tónleikaligari improvisatión, har skapini eru sum klangir, strokini sum tónar við rútmiskum bygnaði.

Fyri meg eru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.

6C67738B-9344-41ED-A84A-03AD4757AD4A.jpeg
67EB2AD9-DA36-49FB-8895-84BAA9E9213D.jpeg
9FDD61A0-5BFD-495E-ACB1-F392E0A3A8E1.jpeg
3A4F2B30-5D28-4071-95A2-69274BE49D4C.jpeg
68ECC647-1DD9-4709-AFB2-18AA02C31AFF.jpeg
2AD8CA94-663B-4122-9DAF-C4DD38EA59C3.jpeg
Bws listasavn.jpeg
4A9CC4CC-7A0E-4223-85DB-41D27977043B.jpeg
3A30BC26-A285-49B3-A98F-B5CA9BA4208A.jpeg


Føroysk list og design í Hobro

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

NORDATLANTISK KUNST OG DESIGN

Leygardagin 15.september letur ein stór framsýning upp í Kunstetagerne Hobro við list og design úr Føroyum Íslandi og Grønlandi

Udstillingen tæller værker af 20 designere og billedkunstnere. Der vises billedkunst af Bolatta Silis-Høegh, Ivínguaq Stork Høegh, Gukki Nuka, Þorunn Bara Björnsdóttir, Þorgrímur Einarsson, Maria Sveinsdóttir Kjarval samt grafik af Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku og Marius Olsen. Tøjdesign fra BIBI CHEMNITZ, Nuuk Couture v./Louise Lynge Berthelsen, Isaksen Design v/ Rita og Nickie Isaksen, milla snorrason v/ Hilda Gunnarsdóttir, EYGLO v/ Eygló Margret Larusdóttir, Barbara I Gongini, Guðrun & Guðrun v/ Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, EINSTAKT v/ Beinta Poulsen samt smykker af Turið Nolsøe Mohr.

Beklædningsdesignere i Grønland, Island og på Færøerne går i disse år i en både kærlig og kritisk dialog med de enkelte landes traditionelle klædedragt. Grønlandske designere finder ornamenter og detaljer i opdateringer af perlebroderi, brug af sælskind og gamle symboler som hvalhalen og den krumme kvindekniv ulo’en. Islandske designere trækker på inspiration fra den dramatiske natur, når de skaber såvel hverdagstøj som grænseoverskridende rober og accessories. I de færøske modehuse har især fortolkninger og videreudviklinger af de traditionelle strikmønstre og -ornamenter givet designet stor bevågenhed. Tænk blot på Sarah Lunds sweater i ”Forbrydelsen” – Guðrun & Guðruns moderne take på et traditionelt stjernemønster.

Især i Grønland har moderniseringen af modeller og symboler vakt debat. Diskussionen går på, om man skal bruge fx perlebroderede staffager, om det er ok at bruge perlemønstrene som forlæg for print på tekstiler, som Nuuk Couture og Isaksen Design er kendt for, og om det grønlandske flag i al sin grafiske enkelhed også kan bruges som dekorativt element på beklædning. Meningerne er delte, opmærksomheden udefra udelt.

Billedkunsten i de tre lande svinger mellem det traditionsforbundne og det eksperimenterende. I ðGrønland ser de unge kunstnere sig som aktører på en international kunstscene, og de diskuterer i deres kunst de eksistentielle problemstillinger om identitet, medieret nutid og globale klima- og miljøproblemer, som ses i kunsten kloden over. Den islandske billedkunst er på én gang international og forankret i den lokale landskabstradition. Til udstillingen er valgt at fokusere på kunstnere, som trækker på øens dramatiske natur, særegne landskab og lilliput-miljø, som giver brændstof til både kritiske, undersøgende og rent æstetiske værker. Den færøske billedkunst har i disse år en veritabel motor i Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, som til udstillingen leverer værker af fire færøske billedkunstnere. Hos de færøske kunstnere har den traditionsforbundne landskabskunst og den eksperimenterende samtidskunst lige stort fokus, hvilket også kommer til udtryk på udstillingen.

Turið Nolsøe Mohr

Turið Nolsøe Mohr

Bjarne Werner Sørensen framsýning í Listaskálanum

41087752_1867407589992490_292657503886376960_o.jpg

Framsýningin ’Kringsýni’ við Bjarne Werner Sørensen letur upp á Listasavni Føroya fríggjadagin 14. september kl. 16.00. 

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. 
Sissal Kampmann, rithøvundur, setur framsýningina. 
Rógvi á Rógvu framførir tónleik. 
Savnið bjóðar ábit. 

Bjarne Werner Sørensen verður til ferniseringina. 

Listasavn Føroya gevur út bókina ‘Kringsýni’, ið fæst fyri serprís upplatingardagin. 

Framsýningin er opin til sunnudagin 13. januar 2019. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Glæsilig trappulist

kp (2).jpg

Nýggi skúladepilin í Marknagili er størsta bygningsverkætlan í Føroya søgu. Listprýðingin er somuleiðis tann størsta av slíkum, sum nakrantíð er framd her á landi. Enn manglar okkurt verk at verða sett upp í prýðingini, ið sum heild er ómetaliga væl eydnað. Tess syrgiligari tykist staðsetingin av listaverkunum úti í brandtrappunum.

Nú summarfrítíðin er av og vit spakuliga sessast hvør á síni rók, sveima vit í huganum aftur á upplivingar í summarfrítíðini. Sjálv havi eg ikki ferðast tað stóra. Var bara ein lítlan arbeiðstúr í Keypmannahavn herfyri, men sonurin var við, og saman við honum endurfann eg mína undran og eldhuga um byggilistina í Keypmannahavn. Vit koyrdu við bussi og prátaðu um tað, vit sóu. Honum dámdi serliga væl tveir bygningar í miðbýnum - hesir eru ómetaliga ymiskir, men hava allíkavæl báðir tætt samband við størsta maktfaktorin til allar tíðir – eg hugsi sjálvsagt um viðurkendu virðiseindina, sum í øldir er nýtt til keyp og sølu, altso pengar. Talan var í fyrra lagi um tann gamla keypsskálan, Børsen frá 17.øld hjá arkitektunum Lorenz van Steenwinckel og Hans van Steenwinckel yngra. Soninum dámdi serliga væl ævintýrkenda, snaraða tornið á gamla renesansubygninginum á Steinhólminum – tit vita, við teimum fýra kimiligu drekahalunum. Øgiliga væl funnið uppá, helt hann (-og hví hava vit ikki tílík torn í Føroyum?). Hin bygningurin, sum honum dámdi ella sum hann onkursvegna var imponeraður av, var eisini ein peningastovnur – tað var hin skínandi tjóðbankabygningurin hjá Arne Jacobsen, ið stóð liðugur í Havnegade í 1978. Sonurin var hugtikin av hesum stóra bygninginum, eg haldi, hann fekk tað at vera pengatangan hjá Gíriki McGvagg, ið stendur har mitt í danska høvuðstaðnum sum ein í grundini óvinarlig og frástoytandi peningateggja úr stívnaðum marmori og glasi. Eg segði honum, at hatta er eitt víðagitið arkitektoniskt monument, og at arkitekturin, sum eisini teknaði SAS Royal Hotel, er úrmælingur og slóðari fyri sonevndum curtain wall glasfasadum í Danmark, men tá haldi eg kki, at drongurin lurtaði – hann var í huganum inni hjá Gíriki gubba og sá fyri sær gamla steggjan gramliga svimjandi í peningarúgvunum handan marmorveggirnar. Tá vit fóru út úr bussinum spurdi hann um pengar ikki eru harðir at svimja í.

Byggilistin sigur søgur

Byggilistin er eins og øll onnur list full av upplýsingum, hon sigur søgur ikki bert um hugflog og speki hjá avvarðandi arkitektum, men eisini um ta tíð og tey menniskju, sum livdu og myndaðu samfelagið kring byggilistina. Gjøgnum tey ítøkiligu, tungu byggilistaverkini, hóma vit mentanina. Tí er tað eisini so áhugavert at vera uttanlands og uppliva ymiskar bygningar og býir.

7DA5170A-6CD1-40F6-9B1A-9FB85019CE06.jpeg

Risastórur bygningur

Í Føroyum eru góðar tíðir, búskapurin er glóðheitur og alla møguliga staðni síggja vit nýggjar stásiligar bygningar skjóta seg upp. Skúladepilin í Marknagili ella Glasir, sum hann eitur, er nógv tann størsta av hesum byggiverkætlanum. Glasir er teknaður av Team Fuglark við BIG – Bjarke Ingels Group – sum høvuðsráðgeva. Bygningurin er so óvanliga stórur, at eg haldi hann vera beint við síðuna av mær, tá eg spáki niðan eftir Dalavegnum. So eg gangi og gangi, men føli sum um eg eri á einum rennibandi, tí tað gongur als ongan veg; bygningurin blívur við at vera umleið somu stødd – tá er líka frægt at hoppa upp í eittaran og koyra nøkur stopp inntil risabygningurin dagar fram undan Handilsskúlanum.

 

9857A65E-F6A8-46DA-8FDE-5710DE62698B (2).jpeg

Ein meldurhvirla

Hvat fara fólk í framtíðini at hugsa um Glasir? Tað valdast kanska hvussu skúlin fer at roynast næmingum og samfelagi. Men byggilistarliga hugtekur bygningurin eitt nú við síni imponerandi stødd og við mátanum, hann er staðsettur og lagaður til lendið í fleiri hæddum. Sambært arkitektafyritøkuni BIG, er skúlin sniðgivin sum ein meldurhvirla við stórum garðrúmi, ið er kjarnin í skúlanum. Og rætt er, at tað innanfyri ikki minst er víðfevnda og ljósa miðrúmið við atrium í neðra og glaskupli í erva, sum imponerar. Út frá rundbygninginum eru leingir og útúrgerðir; upplatingardagin bar fryntiligi arkitekturin, Bjarke Ingels í røðu síni skapið saman við báðar endarnar á einum tilvildarliga krosskastaðum turriklæði. Tilfarið er fyri tað mesta glas og betong og úrslitið er serstakliga ljóst, gjøgnumskygt, modernað og kalt sum ein gamaldags science fiction visión - eg hugsi um góða gamla móðirskipið Starship Enterprise; eitt heilt glas-univers komplett við motordeild í neðra, hárturkarum í erva og við øllum møguligum humanistiskum, náttúruvísindaligum, tekniskum, kreativum, littererum og merkantilum lærugreinum harímillum. Glasveggirnir eru allastaðni, teir eru ein ósjónlig og ítøkilig avbjóðing bæði so og so, og ikki bara sum endaleys pussiflata hjá teimum frammanundan hart royndu vaskikonunum. Tey eru ikki fá, sum í skundi hava rent seg í glasveggir seinastu vikurnar og sum hava ásannað, at glas er hart at renna seg í. Hetta sama kann helst sigast um allan bygningin fyri ikki at tala um bygnaðin, at her eru avbjóðingar av ymsum slagi, alt møguligt, sum skal lagast til og broytast.

Trappulistin

Staðsetingin av listini í fimm brandtrappum er hinvegin rættiliga liðug, so har ber illa til at koma afturumaftur. Fimm av okkara bestu listafólkum hava prýtt hvør sína trappu. Prýðingsætlanin kostar tríggjar milliónir krónur, tað er ikki smávegis. Tá eg av fyrstan tíð hoyrdi um forfjónaðu staðsetingina, undraði hon meg, men eg kom til ta niðurstøðu, at trappurnar mundu vera onkursvegna implementeraðar í rundbygningin á slíkan hátt, at listin var sjónlig úti í stóra rúminum, har er jú glas allastaðni. Men her mistók eg meg - har sæst einki til størsta partin av listini úti í stóra garðrúminum og tað er stórt spell, haldi eg. Eg hugsi, at ein orsøk til, at staðsetingin í brandtrappunum virkar eyka løgin er, at trappurúmini eru minkað í mun til upprunaætlanina orsakað av sparingum.

 

Brandur Patursson.jpeg

Brandur Patursson

Glas- og ljósverkætlanin hjá Brandi Patursson er ómetaliga væl eydnað og gevur áskoðaranum eina tiltrongda kenslu av hita í hálvalýsinum í tí partvíst myrkalagda trappurúminum. Brandur hevur avmarkað seg till tann sama brenda, reyða litin í øllum sínum verkum, hann brúkar somu stødd, og tøkni í øllum verkunum, og hesum avmarkingum hevur hann fingið nógv burturúr. Tað er eins og liturin flýtur á lýsandi glasflatanum. Eg eri lærari í m.a. myndlist á Glasi. Tá næmingarnir hjá mær tosaðu um hesi verkini í dag, brúktu tey nógv orð, sum høvdu við hita at gera. At verkini sýnast brennandi heit og at struktururin minnir um kókandi, rennandi, flótandi lava. Tær hildu eisini, at eldverkini onkursvegna vóru relaterað til staðsetingina í eini brandtrappu. Her kann tað vera, at næmingarnir yvirtulkaðu, men tankin er nokk so fiffigur. Brandur Patursson hevur sett sær nakrar einfaldar formligar avmarkingar og treytir; øll verkini hjá honum hava tað sama, avlanga liggjandi formati, ið leggja upp til eina frásagnarliga tulking, sum ikki letur seg gera av tí, at listin er nonfigurativ. Allíkavæl hóma vit stóran spenning, dynamikk og hendingar í ljósfylltu verkunum.

 

B42A5998-8617-4DA1-ACDD-D2D85E649082.jpeg

Jóhan Martin Christiansen

At gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen fella so væl inn í betongtrappurúmið, sum tey gera, er neyvan heilt tilvildarligt. Listamaðurin hevur í síni arbeiðsprosess tikið støði í ymiskum byggitilfari, sum hevur verið brúkt í sambandi við byggingina av Glasi. Tessvegna hava listaverkini sama ráa dámin, sum rúmið, tey hanga í. Gipsrelieffini eru rættiliga ymisk, summi eru stór í vavi og rektanguler, tey hanga sum gátuførir, tigandi portalar í brandtrappuni á Glasi. Aðrastaðni hanga smærri verk, sum eru formskorin og minna um staklutir á eini størri heild. Á einum veggi hanga fleiri avlong skap saman í eini loddrættari røð, sum sendir tankarnar til líknandi kompositiónir hjá Donald Judd. Men har amerikanski slóðarin skapti sløtt, maskinkend objektir, ið vóru nóg mikið í sínum egna objektiva ding an sich ítøkiliga veruleika, arbeiðir Jóhan Martin Christiansen eisini við eftirmyndum og einum slagi av tilfarsligari ontologi. Hesi verk eru um somu tíð eitt slag av eftirmyndum av skapanini av bygningsverkinum, sum tey eru ein partur av, men tey eru eisini poetisk og vøkur og eru sostatt ikki ólík trægipsmyndunum hjá Anker Mortensen.

 

Anker Mortensen.jpg

Anker Mortensen

Sjálvt um listprýðingin hjá Anker Mortensen er tøkniliga fjølbroytt og sett saman av kvadratiskum oljumálningum og smærri pappírsmyndum, so myndar hon eitt egið og friðsælt univers, sum er gott at koma inn í. Á sama hátt sum við hinum verkunum á Glasi, tykist henda listprýðingin gjøgnumhugsað eisini í mun til hvar verkini hanga í mun til hvørt annað. Her er ein ávís menning frá koloristiskum og sprøklutum málningum niðarlaga og til eitt meira hátíðarligt og luftigt úttrykk í erva. Ovasti málningurin er einastandandi vakur, friðarligur, hvítur og tó fullur av innihaldi og meining sum í einum fávitskunnar skýggi, ið er eitt evni, sum áður hevur hugtikið listamannin. - Fávitskunnar Skýggj er heitið á einum gomlum enskum kristnum riti um kontemplatión, eitt handrit við ráðum um hvussu mann ber seg at fyri, at sálin skal blíva eitt við Guð. Verkini hjá Anker Mortensen hava eitt bæði organiskt og intimt brá, sum gevur áskoðaranum hug og dirvi til at nærkast teimum.

Sum áður nevnt er Glasir ikki heilt liðugur. Hetta hevur m.a. við sær, at ikki øll verkini eru komin uppá pláss í prýðingini. Henda greinin er sostatt skrivað uttan at eg havi sæð verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanna Bjartalíð – sambært frágreiðing verða verkini hjá teimum báðum integreraðir partar av innirúminum á Glasi. Bæði listafólkini arbeiða hartil við lívrunnum tilfari, Ragnhild við ull og Hanni við træi, so eg hugsi, at vit kunnu gleða okkum.

 

Rannvá Kunoy.jpg

Rannvá Kunoy

Tað ovasta verkið í prýðingini hjá Rannvá Kunoy er ikki hongt upp enn orsakað av onkrum byggisnøkli, men eg havi sæð verkið, ið er tað størsta av verkunum hjá Rannvá Kunoy á Glasi. Hetta verkið er skínandi turkisblátt, men skiftir lit eftir ljósinum. Hesi verkini snúgva seg fyri ein stóran part um ljós, ið saman við gjøgnumskygni hevur verið týdningarmikil partur av listarligu leitanini hjá listakvinnuni heilt frá byrjan. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt fyribils hæddarpunkt við málningum, sum lýsa. Hesi seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarhølinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. Upplivingin av hesum verkunum verður til saman við rørsluni hjá móttakaranum. Á sama hátt sum hini listafólkini í trappuprýðingini hevur Rannvá Kunoy gjørt síni verk við atliti at skúlastovninum, har verkini hanga. Málningarnir eru fullir av teknum, strikum, tølum og orðum, ið tykjast krevja eina tulking. Í fleiri førum er ikki gjørligt at týða teknini. Myndirnar eru gátuførar og afturlatnar í teirra skyggjandi vakurleika og ymisligu formatum. Men so allíkavæl ber til at eyðmerkja okkurt í vavstrinum. Onkrastaðni er orðið YAMA skrivað á skák og endurtikið fleiri staðni. Yama er sambært hinduistisku læruni tað fyrsta menniskjað, ið fann vegin til deyðsríkið og sum harvið vísti øllum hinum menniskjunum vegin hagar. Yama gjørdist gudur, ið varðaði yvir deyðsríkinum og so líðandi varð hann eisini rættvísisdómarin, ið metti um atburð og karma hjá hvørjum einstakum menniskja.

Sigrun Gunnarsdóttir (1).jpg

Sigrun Gunnarsdóttir

Veggjamálningarnir hjá Sigrun Gunnarsdóttir snúgva seg somuleiðis um at vaksa, at búnast, at læra, at fara, at skilja, at granska, at tulka, at minnast, at halda fast og at sleppa. Hervið relaterar prýðingin til skúlan sum stovn. Sjáldan havi eg uppliva hennara serliga einfalda, naiva og symbolska stíl koma so nógv til sín rætt sum í prýðingini á Glasi, ið fær eyka styrki av at vera málað á tann ráa betongveggin eins og teir gomlu, inniligu kálkmálningarnir. Listakvinnan fyriheldur seg í sínum frásagnarligu verkum til skúlan sum eitt stað, har einstaklingurin mennist og búnast. Hon hevur sum tann einasta av trappulistafólkunum valt at taka sjálvar trappurnar við í prýðingina. Hon hevur málað dekorativ mynstur á trappurnar og tað riggar væl. Eg hugsaði í fyrstani, at tað var ov lítið avgjørt, men havi nú gingið nakrar ferðir í hesum trappunum og haldi, at tað hongur sera væl saman og savnar tey einstøku verkini. 

 

AF58CED7-940A-4D34-A936-C5C39DB882FB.jpeg

Fyri hálvan prís!!!

699bef92f860202756877d5d42c1306dfd96ce3b_w1152_h0_fS.jpg

Mikukvøldið, hóskvøldið og fríggjakvøldið heldur Sprotin 25 ára jubileumsbókagildið við Orðum og Tónum á Reinsarínum, har viðgjørdar verða ymiskar útgávur á ymsan hátt. Allar bøkurnar hjá Sprotanum verða seldar fyri hálvan prís, sama um tær eru gamlar ella nýggjar, klænar ella tjúkkar.

Risastóra bókin um Marius Olsen, hvørs grafisku myndir, eg fari at greiða frá á Reinsarínum hóskvøldið, kostar altso bara 249 krónur. Tað sama er galdandi fyri skreytútgávuna av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi og fyri fuglabókina hjá Carl Jóhan Jensen; skaldsøgan Sær - ein fuglabók av gloymsku fæst fyri bara 149 krónur. Mínar bøkur, Listamál, sum er eitt greinasavn og Úr myrkrinum/Out of darkness, ið snýr seg um verkið hjá Tóroddi Poulsen, fáast somuleiðis fyri einans 149 krónur stykkið. Eg eri sjálv errin av hesum bókunum og sera fegin um tey góðorð, tær hava fingið, eitt nú frá Jógvan Isaksen, sum í ummæli skrivaði: 

"..Kinna Poulsen lýsir í eini vakrari og fjøltáttaðari bók avantgardulistamannin Tórodd Poulsen...Teksturin í Úr myrkrinum er at líkna við eitt langt essay í fjúrtan pørtum, har tann skrivandi ikki fylgir formligum reglum, men skapar sína egnu leið gjøgnum listaheimin hjá Tóroddi Poulsen. Hetta ger skrivingina livandi og fjølbroytta, tí hon nettupp ikki verður tyngd niður av formligari teoretisering. Um somu tíð er tað lesaranum greitt, at kunnleikin til vísindaástøði innan bæði bókmentir og myndlist er til staðar. Á ein hátt kanst tú siga, at bókin er systematiskt ósystematisk, og tað er meint sum rós....Bókin um Tórodd er í stórum broti og á tremur av endurgávum av einahelst steinprentum, men eisini bókapermur verða vístar í stórum tali umframt bíløt av installatiónum, bókaskulpturum og oljumálningum. Í tí seinasta fjórðinginum er tann føroyski teksturin endurgivin á enskum, og tí hevur bókin bæði ein føroyskan og ein enskan tittul. Samanumtikið ein vøkur og vælskrivað bók, sum bæði høvundur og forlag kunnu vera errin av..." - Jógvan Isaksen: "Provokatørurin Tóroddur" í Dimmalætting 8/12-17. 

Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar fæst fyri bara 99 krónur á útsøluni. Danski ummælarin, Lars Bukdahl skrivar um Tórodd Poulsen og nevnir eisini mína bók í eini grein í Weekendavisen 15.des 17 m.a. “....Tænk også på hvilken indædt vedholdenhed det har krævet af en befolkning, der lige nu tæller 50.000 sjæle, at holde deres nationalsprog levende og selvstændigt, holde det særligt og sært og smukt, tulipaner i bestemt flertal hedder, ifølge et Poulsen-digt, “tulipanunum”, for syv søren. Når Poulsen cutter både sproget og landskabet og indbyggerne op, er det jo ikke for at ødelægge og kaste vrag på Færøerne, men tværtimod for at genopfinde og internationalisere dem, gøre dem akut poetisk relevante. Jeg bad Kinna Poulsen, forfatteren til den kæmpeflotte, ny Poulsen-monografi Úr myrkrinum/ Out of darkness, om at finde et digt fra Poulsens seneste færøske samling Ferðamaður í egnum landi fra i år, som jeg kunne citere uden at forstå et kuk. Hun sendte mig hele tre digte, som hun alt for venligt tilføjede råoversættelser af, og det var jo ikke meningen...”
 

c3536216bec3f007be419e39b3f6c86cbc5288cc_w512_h0_fS.jpg

 

 

mikkjal.jpg

 

 

e2d6a6b3eb15469b87ada9360de27ea788106655_w1152_h0_fS.png

Orð og tónar 6. septembur kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum

Upp á fjallatindar og niður í innastu listarligu goymslurnar

Í kvøld ræður um at hava fjallastivlarnar við, tí farið verður til gongu saman við Pól Sundskarð. Í bókini, sum enn ikki hevur endaligt heiti, verða túrar, sagnir og jarðfrøði bregdað saman. Hetta gevur eina heilt serliga heild, sum áhoyrararnir í kvøld fáa høvi at sansa.

Kári Sólstein fer at práta við Pól um bókina.

Eftir steðgin seta vit stivlarnar og leita inn í listina. Í 2016 kom bókin ”Marius Olsen / Prent 1980-2016” út. Í bókini er úrval av tí besta hjá Mariusi.

Kinna Poulsen fer at greina útvaldar myndir hjá listamanninum.

“Tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við” er bók eftir danska yrkjaran Søren Ulrik Thomsen. Pauli Nielsen hevur týtt til føroyskt.

Spurningurin “hvat gera vit við tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við” er sentralur.

Pauli fer at skifta orð við Theodor Eli Dam Olsen um tættir í bókini.

Kvøldið verður kryddað við tónleiki frá Jens Marna Hansen. Barrin er opin sum vanligt, og bøkurnar verða seldar fyri hálvan prís í Perluni hetta kvøldið. 

 

Orð og tónar 7. septembur kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum

 

Topphúgvan, láturin og flogið

Sjáldsama søgan um mannin í topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, er fleirtáttað. Topphúgvan gjørdist heimsgitin og við hvíta høvuðprýðinum gjørdust Føroyar heimskendar.

Maðurin í húgvuni hevur fleiri søgur, og hesar fara Uni Holm Johannesen, høvundur, og Jens Martin at práta um.

Í vár spældi GUT//Productions ”Látur Medusu – ein framløga”. Útselt var so at siga til allar sýningarnar – sum skilligt er. Í kvøld er tó høvið at fáa ein bita av hesum leiki. GUT//Productions fara nevniliga á pall við einum broti úr leikinum.

Í seinna partinum í kvøld fer Kári Sólstein at práta við listamannin Edward Fuglø, sum er høvuðspersónur í nýggjari bók. Bókin, sum kemur út í 2019, greinar verkini frá 2008-2018, eins og hon er um uppvøkstur, lív og leið til listina.

Frostfelt stendur fyri tónleikinum, barrin er opin, og í Perluni gerst tú kvettið, har ið allar bøkurnar fara fyri hálvan prís.

 

Orð og tónar 8. septembur kl. 11 – kl. 16 í Perluni – við einum tvisti

Bitar av Reyninum, Laxness og orðum, ið halda okkum uppi

Orð og tónar er øðrvísi skipað í dag. Frá tí at dyrnar lata upp og til tær fara aftur, verða bókmentalig og tónleikalig innsløg við jøvnum millumbilum – hesa ferð í Perluni.

Kl. 11.30 fáa vit forkunnugt innlit í bók, sum er ávegis, um Reynið. Randi Kúrberg greiðir frá við myndum. Eftir hana fer Martin Joensen at spæla.

Kl. 13 heldur Tóra Tóroddsdóttir upplegg um Halldór Laxness og Ljós heimsins. Eftir hana spælir Kim Hansen.

Kl. 15 lesur Marjun Syderbø Kjelnæs yrkingar og greiðir frá. Eftir hana spælir Sámal Ravnsfjall.

---

Hesar dagar selur Sprotin ­ALLAR bøkur – spildurnýggjar sum gamlar – ­fyri hálvan prís!

Øll eru hjartaliga vælkomin.

rite here…

Resonans - Gruppeudstilling Pop-Up Contemporary

40568561_992387600932281_8118649969503633408_n.jpg

Jóhan Martin Christiansen. Udsnit af skulptur.

Fríggjadagin komandi 7.september klokkan 17.30-20 letur upp ein áhugaverd framsýning í Keypmannahavn í Pop-Up Contemporary Kompagnistræde 41 1208 København við verkum hjá Jóhan Martin Christiansen, Pernille Egeskov, Jonas Kasper Jensen, Johanne Skovbo Lasgaard, Jytte Rex, Tove Storch, Christian Vind og Thomas Bang. Anna Holm hevur kuraterað framsýningina, sum tekur støði í teim søgum, ið krógva seg millum reglurnar í einum avísklippi, í einum gomlum glasskápi við brotnum lutum úr postalíni ella í einum uppblásiligum baðidýri. Á bólkaframsýningini Resonans finna átta listafólk nýggjar tónar í kendum lutum í eini kanning av endurminning, tíð og sannkenning. Opið er í Pop-Up Contemporary mánadag til fríggjadag frá 12-18 og leygardag frá 11-15.

Thomas Bang: Anebilledereflektionsinstrument nr. 1, 2008-2009

Thomas Bang: Anebilledereflektionsinstrument nr. 1, 2008-2009

Hvilke historier gemmer sig mellem linjerne i et avisudklip, i et gammelt vitrineskab fuld af ituslåede porcelænsfigurer eller et oppusteligt badedyr? På gruppeudstillingen Resonans slår otte danske kunstnere nye toner an i velkendte genstande i en undersøgelse af erindring, tid og erkendelse. Jóhan Martin Christiansen, Pernille Egeskov, Jonas Kasper Jensen, Johanne Skovbo Lasgaard, Jytte Rex, Tove Storch, Christian Vind og Thomas Bang.

Til efteråret dukker den mobile udstillingsplatform Pop-Up Contemporary igen midlertidigt op, denne gang midt i indre by med en gruppeudstilling, der bringer kunstnere sammen på tværs af generationer og kunstneriske udtryk og byder på lyd, film, skulptur og collage. Under titlen Resonans sætter udstillingen fokus på de historier og spor af betydning, som nedlejres i de almindelige genstande og materialer, som omgiver os. I al deres familiaritet spiller de en central rolle for måden, vi husker og føler os hjemme i verden, men samtidig udgør de foranderlige tegn, der muterer i betydning og dermed flytter grænserne for, hvordan vi kan begribe os selv og vores omgivelser. På udstillingen tager alle de deltagende kunstnere afsæt i noget eksisterende – lige fra avisudklip, egyptiske mumieportrætter og en sinustone til et gammelt vitrineskab fuld af ituslåede porcelænsfigurer og et oppusteligt badedyr – og stemmer dem for nye klange i en afsøgning af, hvordan erindring, tid og erkendelse både peger veje tilbage og frem og skaber rum for nye sansninger, forbindelser og genkendelser.

Man-fre 12-18, lør 11-15 samt efter aftale

8 sep 20186 okt 2018

Fernisering fredag 7 sep kl. 17.30-20

Kurator

Anna Holm

 

You want it darker? - Leygardag seinnapart í Steinprenti

40565389_475828496227177_714096174759411712_n.jpg

Tey prátaðu enskt í Steinprenti í dag. Tað var har omanfyristandandi spurningur varð settur, men høvið var als ikki so dapurt og dramatiskt sum í kenda heitislagnum á seinastu útgávuni hjá Leonard Cohen.

Spurningurin hjá prentaranum, Fríðu Matras Brekku, snúi seg heilt einfalt um violetta litin á einum prenti og finska listakvinnan, Anna Seppälä játtaði, at hon fegin vildi hava litin eitt sindur myrkari. Hetta var triðja prentið, sum Anna Seppälä hevur framleitt í Steinprenti saman við Fríðu Matras Brekku og Jan Andersson í hesum umfarinum. Eitt sera einfalt symbolskt prent við einum stiliseraðum hjarta við æðraforgreiningum og einum eyga í miðjuni. Reyði og violetti litirnir eru rættiliga bjartir eins og allar blómurnar, sum eru teknaðar í ymiskum bjørtum litum og síðani kliptar út og límaðar á eina myrka, málaða grund. Har er okkurt eitt sindur dapurt við hesum myndunum, tær eru annað og meira enn bara dekorativar. Lagið var gott í Steinprenti í dag, listakvinnan var sera fegin um avrikið, uppihaldið og um at framsýningin varð væl móttikin. Í morgin fer hon heim aftur til Finnlands, men hennara verk verða hangandi á framsýning í Steinprenti inntil 27.september.

40584477_273295443493240_4193405119179522048_n.jpg

You want it darker? - Saturday afternoon in Steinprent

The question was posed today in Steinprent and the reason wasn´t at all as gloomy and dramatic as in the renowned title song in Leonard Cohens last record. The question came in fact from one of the lithographic printers in the Faroese Lithographic Workshop, Steinprent, Fríða Matras Brekku, who asked the Finnish artist Anna Seppälä if she wanted the purple colour in her print darker. Anna Seppälä confirmed that she wanted a darker tone in the purple colour in the lithographic print, which is the tird pring, she has created in Steinprent during this last week. It´s a simple and decorative symbolic drawing of a heart with ramifications of veines and an eye in the middle. 

Yesterday 31.august an exhibition by Anna Seppälä opened in Steinprent. The artist has participated in group shows in Faroe Islands several times - first time in the St.Olaf Exhibition in Listaskálin some twenty years ago, but this is her first solo show in the Faroe Islands. Her motives derive both from a realistic and a mythical  universe in collages on painted surfaces. These pictures seem somehow feminine, the collages are full of flowers, they are decorative and funny and at the same time a bit dark - maybe with a hint of the Memento Mori theme in paintings of the baroque era, where the flowers, fruit and beautiful objects intended to remind people of the inevitability of death. But the drawings, lithographic prints and collages by Anna Seppälä are all full of life and a firm believe in love as a forceful and fundamental power and the cohesive forces and universal likeness between humans, animals and plants and trees.

The artist will go home to Finland tomorrow, but her exhibition stays untill september 27.

40541180_445153009306552_1547845989446975488_n.jpg
40597904_2254659067881546_7200725092236525568_n.jpg
40521149_541371466297668_5067517799564312576_n.jpg
40524738_292428251539094_3107153447015677952_n.jpg
40617165_228569864504419_8278342608825090048_n.jpg
40594084_1989405707795966_1444131278096957440_n.jpg

 

 

Hansina Iversen, Edward Fuglø og Jón Sonni Jensen prýða Skúlan á Fløtum

skulin a fløtum.jpg

Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi av at geva øllum listafólkum møguleika at koma við uppskoti um at listaprýða nýggja Skúlan á Fløtum. Miðað varð eftir at listprýða skúlan á høgum listarligum stigi og í góðum samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið, sum bygningurin skal hýsa.

Listafólk skuldu boða frá luttøku innan 1. mars í ár. Síðan varð kunningarfundur hildin og avgjørt varð, at uppskotini skuldu verða listabólkinum í hendi 1. mai. Tá ið freistin var úti at lata uppskot inn at listprýða Skúlan á Fløtum vóru 14 uppskot komin inn, sum 18 persónar høvdu gjørt.

Innkomnu uppskotini vóru gjøgnumgingin og semja varð um at arbeiða víðari við uppskotunum frá Hansinu Iversen, Jón Sonna Jensen og Edwardi Fuglø. Á seinni fundi varð so samtykt at fara í samráðingar við hesi trý um at listprýða Skúlan á Fløtum. 

8. august hevði listabólkurin fund við tey trý, sum løgdu síni uppskot fyri bólkin, viðgjørdu ymsar broytingar og kostnaðarmetingar. 

LOVE IS ALL - Anna Seppälä í Steinprenti

IMG_8482.jpeg

 

LOVE IS ALL – Anna Seppälä í Steinprenti

Fríggjadagin 31.august klokkan 16-18 letur upp forvitnislig framsýning í Steinprenti við kollasjum, steinprentum og tekningum hjá finsku listakvinnuni Onnu Seppälä. Listakvinnan hevur bæði framsýnt og arbeitt í Steinprenti áður, men hetta er hennara fyrsta stakframsýning í Føroyum.

Myndevnisligan leggur framsýningin seg í eina realistiska og eina meira gandakenda slóð. Talan er í fyrra lagi um ein veruleikakendan at kalla privatan gerandisheim við lýsingum av børnum við hús og ein meira universalan, ævintýrkendan dreymaheim, ið er merktur av hópin av dekorativum bjartlittum blómum, av kátum dansi, av kolibrium, sum drekka í seg nektar. Huglagið er feminint, um somu tíð undurvakurt og hóttandi, teknihátturin barnsliga fríur og herliga skeivur og óskikkiligur, merktur av einum óvanliga klárum innliti í barnalív og eini greiðari trúgv uppá grundleggjandi týdningin, sum kærleikin hevur fyri skroypiliga mannalívið. Úrslitið er bæði rørandi og listarliga sterkt.

Øll eru vælkomin til framsýningina og til at heilsa uppá listakvinnuna, sum í skrivandi stund arbeiðir á verkstaðnum í Steinprenti. Framsýningin verður hangandi inntil 29.september.

 

LOVE IS ALL – Anna Seppälä í Steinprenti

Fredag d. 31.august klokken 16-18 åbner der en spændende udstilling i Steinprent med kollager, tegninger og litografier af den finske billedkunstner, Anna Seppälä. Hun har både udstillet og haft arbejdsophold i Steinprent flere gange, men LOVE IS ALL er hendes første separatudstilling hertillands.

De udstillede værker lægger sig motivisk i et henholdsvist realistisk og en magisk-symbolsk spor. Og hvor udgangspunktet for de førnævnte billeder er skildringer af børn og deres gøremål i hjemmet, er de andre billeder drømmeagtige visioner med myriader af blomster, med løssluppen dans og nektarsugende kolibrier. Stemningen fornemmes både faretruende og skøn som i en pastorale tegnemåden er barnlig, skæv og fri i skildringer, der tillige er præget af et usædvanlig klart indblik i barnets univers og en urokkelig tro på kærlighedens grundlæggende betydning og kraft. Resultatet er både stærkt og rørende. Velkommen til fernisering og til at hilse på kunstneren, som i øjeblikket arbejder med nye litografier på værkstedet i Steinprent. Udstillingen varer indtil d. 29.september.

IMG_1363.jpeg
IMG_8477.jpeg

Nígi eg meg so djúpt sum eg kann...

D7FD3CE8-BE7A-4ED8-9C6B-19FD097ED771.jpeg

Eri júst heimkomin úr Keypmannahavn, har eg havi verið í hugaligum listaørindum, at halda upplatingarrøðu á framsýningini hjá Bárði Jákupsson á Norðurbryggjuni. Eg hevði av góðum grundum ikki sæð framsýningina, tá eg skrivaði mína røðu, men tók støði í eini frásøgn hjá Bárði sjálvum, har hann greiddi frá stóru, ja grundleggjandi upplivingini at vera staddur í báti á sjónum og haðani síggja berg og tindar daga upp móti himni; tað er eitt skift av sjónarmiði, sum broytir sjónarring og myndevni. Hetta knýtti eg saman við eini yrking, sum eg veit, at Bárði dámar, tí hann hevur resiterað hana fyri mær fleiri ferð og tað hevur hann gjørt uttanat, sjálvandi; hann minnist heilt óalmindiliga tekstir, yrkingar og sangir.

Yrkingin eitur Gras; danski yrkjarin, Tom Kristensen skrivaði hana í 1927 og hon byrjar soleiðis í týðing hjá Karsteni Hoydal: Løgið sum grasið er høgt fyri mær/ ið liggi á grúgvu í bø,/ nígi eg meg so djúpt sum eg kann,/ mín verð veksur stór og høg. - At tað sama útgangsstøðið onkursvegna er aktuelt enn fyri Bárð Jákupsson, sæst fleiri staðni í teimum mongu myndunum á framsýningini á Norðurbryggjuni.

Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum og litføgru kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.

Tað er gott at síggja stór nýggj verk hjá Bárði Jákupsson aftur – ikki minst, tí okkurt nýtt hómast fleiri staðni í einum í støðum ljósari og følnari litavali við opnum strukturi, sum loysir myndaflatan upp í figur og grund. Men í staðin fyri at gerast meira naturalistiskt og býtt upp í hav, land og himmal, sum mann kundi væntað, er tað eins og nær Bárður eitt nýtt abstraktiónsniveau við hesum nýggju verkunum. Tað eru fjallavisiónir og náttúruapoteosir, men hyggja vit til dømis at myndini ovast her á síðuni, so hevur hon eitt universalt brá við ovalu heildini av bláum, gráum og svørtum skapum, ið fara dansandi um myndaflatan. Í mínum hugaheimi gerst myndin ein málað kærleiksváttan ikki bara til landið og litirnar, men til lívið sjálvt. Tað er sannførandi og imponerandi! Farið øll og hyggið – eisini tit, ið avgera hvør skal hava mentanarvirðisløn (!) Framsýningin á Norðurbryggjuni heldur fram til  21.oktober.

 

D99449E3-A50A-4AA5-96B0-3D8F4E0D562D.jpg

Tale ved åbning af Bárður Jákupssons udstilling på Nordatlantens Brygge 24.august 2018

Løgið sum grasið er høgt fyri mær

ið liggi á grúgvu í bø,

nígi eg meg so djúpt sum eg kann,

mín verð veksur stór og høg

Således lyder de første verslinier af Tom Kristensens kendte digt, Græs i Karsten Hoydals oversættelse. Digtet er baseret på det særlige perspektivskifte, der sker, når man som barn ligger i græsset og føler verden tårne sig op omkring en som et nyt, ukendt og anderledes univers. Som barn er man måske endnu modtagelig for tanken om alternative universer, for man har stadig ikke nået til den voksne illusion og vildfarelse, at kunne overskue lige dét univers, man er født ind i. I digtet kalder den grønne verden og med svaret sker der endnu et pludseligt skift, da det lille digterjeg vurderer sig selv at være for stort til at kunne følge stemmen, der kalder.

Der er flere grunde til, at jeg i min tale ved Bárður Jákupsson fernisering i Nordatlantens Brygge lægger ud med det lyriske. Den mest åbenbare af disse har med poesiens betydning for hovedpersonen at gøre. Den er gennemgribende. Hvadenten det drejer sig om hans berømte veneration for Bellmann, som blandt andet fremgår af Per Kirkebys bog, Rejsen til Færøerne, eller det handler om færøske og danske, modernistiske digte, så har lyrikken udgjort en af grundsøjlerne for Bárður både som menneske og billedkunstner. Han har jo også fortolket poesien i mange bogomslag til digtsamlinger af bl.a. Steinbjørn B.Jacobsen og Heðin M.Klein. Det islandske ord for poesi er ljóð altså lyd med vægt på lyrikkens lydlige kvaliteter, som i den grad optager Bárður Jákupssons musikalske sind. Han er en fremragende sanger – det er en fornøjelse at høre ham synge Bellman med en hukommelse som få, og som også gør ham i stand til at recitere digte udenad.

Bárður Jákupssons samlede virke er stort og varieret. Det omfatter store udsmykninger, bittesmå frimærker, samt humoristiske og herlige børnebogsillustrationer – Hin snjóhvíti kettlingurin/ Den snehvide kattekilling fra 1972 er en af mine yndlingsbøger og rent faktisk en af de allerførste bøger, jeg husker, ikke mindst for de fine tegninger.

Det er 15 år siden, Bárður Jákupsson holdt op som leder for Færøernes Kunstmuseum for at hellige sig maleriet – det var ellers noget, som han i forvejen havde beskæftiget sig en hel del med, men nu fik han endelig lov til at fokusere helt og aldeles på sit eget værk. Han havde på det tidspunkt i en menneskealder arbejdet med at formidle andres kunst, hvilket han gjorde overbevisende med udstillinger, bøger, tv-udsendelser med mere. Der er tale om en en grundlæggende pioner-indsats på området, som ganske har lagt grundlaget for udviklingen af færøsk kunst, der i dag næsten koger over af talent, af originalitet og af muligheder. Der er ikke tid til at nævne alle de mange af Bárður Jákupssons bedrifter, men det er for eksempel hans fortjeneste, samt samarbejdet med Jan Andersson, der er årsagen til, at Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent nu ligger i Tórshavn og er blevet et umisteligt midtpunkt for kunstmiljøet på Færøerne.

Dengang for femten år siden sluttede Bárður med et brag af en udstilling, der fyldte hele kunstmuseet. Jeg husker det som var det i går, da jeg gik igennem den enorme udstilling med 87 værker – jeg følte det som om jeg blev væltet omkuld af styrken i disse billeder. Siden har Bárður haft flere store udstillinger både på Færøerne og i udlandet og nu hænger hans værker her på Nordatlantens Brygge.

Bárður Jákupsson er en gudsbenådet formidler og fortæller. Og selv om teksterne, der er skrevet om ham, er meget interessante og givende, så er det hans egne fortællinger, der har givet mig de bedste nøgler til at forstå hans værk. De fortæller mig, at disse billeder er skabt med udgangspunkt i sansede erfaringer fra barndommen - erindringer om fuglesang i fjeldet, den solvarme brise på kinden eller duften af det regnvåde græs, som ganske tydeligt fornemmes i billederne. Centralt står den svimlende oplevelse i en lille båd på havets bundløse dyb, beliggende under en høj klippekyst, hvis takker står i dramatisk silhuet imod aftenrøden. En oplevelse og et skift i perspektiv, der ligger som grund til de storslåede malerier, hvis vældige billedflader er rytmisk opdelt af vertikale formationer med dynamiske mønstre på skrå i heftige spektralfarver, der balanceres af køligere blåtoner og jordfarver.

Selv om Bárður Jákupssons koloristiske og ekspressive værker tager motivisk afsæt i barndommens landskaber, giver de en fornemmelse af nutidighed og spontanitet. Og denne oplevelse har altså lige så meget med maleri at gøre som med natur, for det er Bárður Jákupssons maleriske begavelse og kunnen, der gør ham i stand til at omsætte sanselige naturoplevelser til storslået samtidsmaleri, der jo også passer til moderne udstillingslokaler som disse med betonvægge.

Et af Bárður Jákupssons kunstformidlingsmæssige hovedværker er bogen om hans gode ven, billedkunstneren Tummas Arge/Tommy, der desværre døde i en ung alder som 36 årig. Bárður konkluderer, at Tummas Arge repræsenterer en ny og anderledes dristighed i færøsk billedkunst. Bárður formulerer det på en interessant måde, som måske også siger noget om hans egen praksis. Jeg citerer: ”- Han drog længere op i fjeldene til bjergtopperne, ned i græsskrænterne og ind i bjerget, hvor lunderne holder til. Det var Tummas, der viste os det vide og vilde fjeldunivers. Det færøske terræn blev i hans billeder motiv på en ny måde – stenblokke og ral, sand og grus, mos og lyng, sorte jordklipper og hvidstenslav, lysende snedriver. Den storslåede og stenede struktur, vævet af bjergsider, kløfter, og klippeblokke…”  Citat slut. (s.125 i bogen Tummas Arge. Listasavn Føroya 1998). Bárður lægger her vægt på, at det er det ændrede perspektiv, perspektivskiftet med sanserne nede i selve grundmaterialet i landskabet, der giver det nyt motiv.

Og det er jo lidt på samme måde som når vi ligger med næsen mod jord i græsset eller befinder os i en båd og klipperne rager dramatisk op mod himlen. Det er et skift i perspektiv, der udløser en mental frisætning af abstraktion og fantasi og en kunstnerisk åbning mod alverdens muligheder.

GRÆS

Græsset er underligt højt for mig,
som ligger med Næsen mod Jord.
Bøjer jeg mig saa dybt som jeg kan,
vokser min Verden sig stor.

Under de grønlige Spidsbueporte
standser jeg. Her vil jeg staa.
Tør ej gaa vild i det lysende Mørke!
Tør ej gaa vild mellem Straa!

Inde i Straaenes dæmrende Haller
er der en Stemme, som vaagner og kalder
et stigende: kommer du nu,
kommer du, kommer du, kommer du nu,
du nu.

Og som Svar
toner en klar
underbar, drengeklar Stemme i mig:
Endnu ej, nej! Endnu ej, nej!
Men naar vit Vanvid er omme,
naar mine Drømme om Storhed er omme,
da vil jeg komme, da vil jeg komme,
da er jeg lille og lykkelig nok.

 

Kære Bárður – hjertelig tillykke med udstillingen – Tak til Bryggen for at jeg fik lov til at åbne denne udstilling og tak til jer allesammen for at lytte.

EBBEAE05-5FF0-4B74-B716-86758B57676A.jpeg
2D8FDAD9-1237-4316-A708-4D6D74E8549D.jpeg
9C4C0097-E3A1-4709-9361-D4A8BC7D6E0E.jpeg
9C23A1B6-1A3C-4DEA-A6F6-853FABFC324B.jpeg
BF2749D0-49EB-4DF9-B77B-27A8E91E7F14.jpeg
EBDCABF7-E40D-4C1F-AAE0-ABDBD1AD1A3A.jpeg
93AC6539-DACF-43B5-9036-33FFC29BA5E8.jpeg

 

  

Astrid Andreasen 70 ára Føðingardagsframsýning

“Sein kúgv fær eisini gras” hugsaði eg við mær sjálvari í tí, eg trein inn í Müllers Pakkús í dag, seinasta upplatingardagin á afturlítandi framsýningini hjá Astrid Andreasen, ið er sett upp í sambandi við, at hon fyllti sjeyti 31.juli. Framsýningin hevur verið opin frá 4.august og til í dag, 19.august.

Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning, ið fevnir um fleiri ymisk tøkni, málarí, tekstil, tekning, grafikk, skulptur osfr. men eg haldi, at Astrid framum alt er teknari. Tað dugir hon til lítar - eisini tá hon teknar við tógvi og tráði. Eg var glað fyri at síggja framsýningina, sum vinfólk hjá listakvinnuni hava skipað fyri. Hattin av fyri Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.

Hetta við heiðursframsýningum fær meg at hugsa um einaferð, eg dittaði mær at senda eitt uppskot til Listasavnið um eina føðingardagsframsýning við verkum hjá einum av okkara fremstu listamálarum. Svarið, eg fekk var, at um Listasavnið skal halda framsýningar hvørja ferð hvør Hanus og Janus fyllir runt, so fær savnið illa gjørt annað enn bert tað. Hetta kann væl vera, men nú var talan um ein týdningarmiklan listamann, sum ikki hevði havt nakra framsýning í Listasavninum í mong mong ár - Hetta at brúka rundir føðingardagar sum høvi er sjálvandi nakað, sum skal doserast gjølliga og við skili, annars verður tað merkt av einum automatikki, sum ikki gevur meining. Allíkavæl haldi eg, at merkisdagar eru góð høvi hjá okkum at taka samanum, at varpa ljós á og at heiðra einum lívsverki, hetta hevur týdning - ikki minst, tá árini gerast fleiri, tí eingin gerst yngri. Tí er aldur forrestin eisini ein relevantur faktorur, sum má takast við í metingarnar, eisini tá virðisønir skulu býtast út. 

Á framsýningini hjá Astrid Andreasen er ein ørgrynna av tekningum av fiskum, blómum, tara og kyktum, sum Astrid Andreasen hevur illustrerað neyvt og væl, realistiskt við ljós og skugga, so at lutirnir fáa rúmd og kropp. Hon hevur greidliga eitt serligt eyga fyri náttúrunnar vøkru mynstrum og litum - Ikki minst eru taramyndirnar ómetaliga vakrar og livandi. Uppheingingin kundi kanska verið greiðari, kurateringin fastari, men eg hugsi, at fyrireikararnir hava satsað uppá kvantitet og hava viljað framsýnt so nógv sum møguligt av lívsverkinum hjá Astrid Andreasen, ið bæði fevnir um stórt og smátt. Um monumental veggjaprýði og pinkalítil frímerki, um hugtakandi leikur til børnini á einum barnaheimi í Grønlandi og fínar áseymaðar myndir, har listakvinnan lýsir silvitni og onnur ljósfyribrigdi í náttúruni.

 

8E9C7C4A-25F8-4104-B342-875C9F8B040F.jpeg
39557737_448668812287186_432277454636187648_n.jpg
36EDDDB2-DD50-4F84-BD84-BADF73CF07E1.jpeg
2E2F4960-B9ED-4D83-BEA8-99E34F1D2C43.jpeg
273F62E9-8B4B-48F8-A938-FFAE142411DC.jpeg

Samtíðarlist á savninum - Hansina Iversen Listasavn Føroya

HI.JPG

Samtíðarlist verður støðugt sett í miðdepil á Listasavni Føroya. Nakrar mánaðir í senn verður eitt nýtt úrval av samtíðarlist hjá Listasavninum víst í Vetrarstovuni út ímóti Viðarlundini. Listin er í alskyns miðlum og stílum, og átakið varpar ljós á nýggjari list í føroyskum høpi.

Listafólkið hesa ferð er Hansina Iversen (1966), sum tekur støði í tí non-figurativa við denti á litir, formar og samspælið millum hesi.

Í januar 2018 hevði Hansina Iversen serframsýning í Steinprenti, har savnið ognaði sær fimm málningar. Sum ofta er hjá Hansinu, hava einstøku myndirnar einki heiti. Kortini hava hesar eitt felagsheiti, nevniliga Portraits of the Loved Ones.

Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í nógv ár. Tá hon arbeiddi við hesum málningunum, kendi hon fleiri av skapunum aftur, sum komu fram á løriftinum. Tað vóru sum eldri kenningar, sum vendu aftir til listina hjá henni. Á henda hátt kunnu málningarnir skiljast sum "portrett" av skapum, sum standa henni næst.

Sjálvt um bráið er eyðkent Hansina Iversen, og skapini eru afturkennilig, eru málningarnir nýhugsandi og rannsakandi. Teir mynda nýggjar leiðir hjá listafólkinum. Kompositiónirnar eru frískar og fyltar við mótsetningum: Hansina Iversen blandar sterkar og djúpar litir við pastellir og veikar litir. Skapini eru bæði mettað og gjøgnumskygd. Strokini eru statisk og dynamisk, og alt hetta skapar ein spenning millum dýpd og flata.

"Portrettini" og felagsheitið geva okkum okkurt at arbeiða við. Vit flyta okkum ikki eins nógv í tí ókenda, sum vit annars gera hjá Hansinu Iversen. Vit hava eina eitt sindur greiðari mynd av, hvussu vit kunnu fara til myndirnar. Tær eru intensar, og samspælið millum linjur og litir er máttmikið og endaleyst.

Leinkja til myndir av nýggju málningunum á Listasavninum:

https://we.tl/B2at9TGygf

 

Listasavn Føroya er opið:

1. mai til 31. august kl. 11-17 allar dagar í vikuni

1. september til 30. apríl kl. 13-16 allar dagar uttan mánadag

Atgongugjald er 65 kr, lesandi 25, 16 ár og undir ókeypis.

Vælkomin á Listasavn Føroya

Almenn móttøka á Glasi

38783096_388204248376221_6073041107518750720_n.jpg

Í morgin 9.august verður almenn móttøka á Glasi, tá nýggi stóri skúlabygningurin í Havn verður formliga avhendur, og síðani er klárur at flyta inn í.

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til alment hátíðarhald úti á Glasi frá klokkan 15-18. Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn. Henda hálva tíman kann mann til dømis ganga runt og forvitnast og skoða glæsiliga arkitekturin. Til ber eisini at skoða myndlistina, ið tó, at hon er forvíst til brandtrappurnar, er verd at síggja. Eg havi sjálv ikki sæð øll verkini hjá teimum, ið vald vóru at prýða bygningin:  Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð, men tað, eg havi sæð, er góð list, ið skal upplivast í veruleikanum, tí viðmæli eg, at tit fara út at skoða myndlistina og byggilistina við egnum eygum. 

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Anker Mortensen

Anker Mortensen

Sigrun Gunnarsdóttir

Sigrun Gunnarsdóttir

Brandur Patursson

Brandur Patursson



Skráin:
14.30: Dyrnar lata upp. Finnur Hansen Trio spælir í Atrium

15.00: Hátíðarhaldið í Atrium byrjar við hesari skrá:

- Bólkurin FRUM framførir

- Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin
- Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu

- Kantata

- Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, heldur røðu
- Bjarke Ingels, arkitektur, BIG, heldur røðu
- Rosan Bosch, innandura sniðgevi, Rosan  Bosch Studio, heldur røðu
- Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu

- Havnarkórið syngur

- Dyrnar lata aftur klokkan 18.00

Stórverk hjá Rannvá Kunoy í Steinprenti

rannva2.jpg

Mong hava vitjað summarframsýningina, Mjørki er ljós í Steinprenti, sum frá mánadegnum 6.august verður víðkað við einum spildurnýggjum, risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. 

Framsýningin tekur støði í eini yrking hjá Per Kirkeby um ljós í list, eitt fyribrigdi, ið má sigast at vera eitt aðalmál í stóra málninginum hjá Rannvá Kunoy. 

Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av hennara verkum, líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt hæddarpunkt við málningum, sum lýsa. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. 

Hóast nýggja verkið hjá Rannvá Kunoy er monumentalt við síni hædd á 190 cm og breiddini uppá 340 cm, er árinið hugtakandi lætt. Hetta hevur við málihátt og litevni at gera, men er fyrst og fremst grundað av kompositiónini, ið hóast hon er kompleks við fleiri løgum av teknaðum svørtum mynstrum, orðum, figurum og tilsipingum, er greitt disponerað av listakvinnuni, ið megnar at savna allar teir túsund træðrirnar til eina samanhangandi, lýsandi og flótandi heild. Hetta er málarí, men uttan tey fótafar av máliprosessini, sum plaga at merkja málningatøknið. Tað tykist næstan sum er málningurin av eini aðrari verð og ilt er at meta um til dømis forgrund og bakgrund ella hvat er frammanfyri hvat. Tað er eins og allir partar av málninginum eru javnsettir. Ein fotomynd av honum gevur als ikki ta veruligu upplivingina hjá áskoðaranum, tí ein týdningarmikil partur av upplivingini liggur í sjálvari ljósbroytingini, sum hendir, tá áskoðarin flytir seg framman fyri verkið. Har eru so ómetaliga nógvir møguleikar í óítøkiliga, sansaliga og vitborna málninginum, sum hevur heitið Blanket Bond. Orðið er eitt bankahugtak fyri eina trygging, ið verjur bankar móti ólógligum virksemi hjá starvsfólki, umframt móti stuldri. Heitini hjá Rannvá Kunoy eru ein søga fyri seg, ein eyka tulkingarmøguleiki við popp-assosiatiónum, sum listakvinnan gevur okkum við einum lítlum skálkabrosi. Blanket Bond verður partur av framsýningini Mjørki er ljós í Steinprenti inntil 17.august. 

rannva3.jpg

Sjónleikarin Rosa á Rógvu 80

Sjónleikarinnan Rosa á RógvuMálningur: Torbjørn Olsen

Sjónleikarinnan Rosa á Rógvu

Málningur: Torbjørn Olsen

26.juli fylti Rosa á Rógvu 80 ár.
Rosa er ein av slóðbrótarunum innan føroyskan yrkissjónleik. Hon er viðstovnari av Grímu, undirvísari og hevur á pallinum spælt leiklutir sum hava brent seg inn í minnið hjá mær. Sterkast í minninum hjá mær stendur Martha í Hvør ræðist Virginiu Wolf. Ein gløgg, djørv, fysisk præstatión útførd við totalt yvirlegnari nærveru.

Rosa hevði ung í drama á kvøldskúlanum, har hon undirvísti okkum á einum høgum "óforureinaðum" støði. Við tryggari hond førdi hon okkum inn í tilvitannina um nærveru á palli upp á ein máta, har tað ikki var til at taka feil av nær nærveran var har og ikki. Hon frísetti okkum tannáringar frá møðsamari kroppsligari sjálvstilvitan og fáfongd, og lærdi okkum at brúka kropp og rørslu sum samskifti frá pallinum uttan smakleyst privatarí. Og tá ið hon hevði gjørt tað, tók hon okkum runt norðurlond við Fenris og har vístu vit tað vit dugdu ---- og vit vóru so NÓGV best av norðurlendsku luttakarabólkunum 😊

Góða Rosa takk fyri tínar leikir og alt tað tú lærdi og vísti okkum ungu.

Hjartaliga tillukku við 80'ára degnum góðlynta, gávuríka og gávumilda Rosa.

Marita S. Dalsgaard 

Ólavsøkuframsýning við orðafrágreiðingum

38230669_10217313031800806_4709605126677987328_n.jpg

Ólavsøkuframsýningin í ár tekur støði í orðastovninum "Mál". Kuratorurin, Jón Sonni Jensen hevur rætt í sínum varhuga, at evni ofta kunnu tykjast avmarkandi fyri listafólkini og tí hevur hann vent hesum viðurskiftum á soleiðis, at evnið er upp til áskoðaran at meta um. Ein kassi er settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag skulu leparnir avmyndast, og myndirnar leggjast út á Facebook síðuna til øll at síggja. Hetta er alt sera modernað, prossesmerkt, opið og at síggja til vinarligt mótvegis áskoðaranum. Tað sama kann sigast um leparnar, ið hanga ymsastaðni í framsýningarrúminum við lýsingum av ætlanunum við avvarðandi verki ella við orðafrágreiðingum av eitt nú orðinum fenomenologi. Men tað merkiliga, sum hendir er, at beinasomu frágreiðingarnar fáa eitt árin, sum man vera tað øvugta av ætlanini, tí tað følist eitt sindur niðurlátandi og skapar frástøðu millum verk og áskoðara. 

Við á Ólavsøkuframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Elin Josefina Smith, Ellis K. Mortensen, Finleif Mortensen, Guðrið Poulsen, Hedvig Poulsen, Høgni Jákupsson, Jana Jonhardsdóttir, Jórunn Reginsdóttir, Kári Svensson, Ole Wich, Pernille Mejslov, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Tobias Wriedt og Vagnur Dam

Estetikkurin á Ólavsøkuframsýningin minnir um aðrar Vár- og Ólavsøkuframsýningar, vit hava sæð seinnu árini. Tað er ljóst og opið, hvítt og svart við verkum, sum í nógvum førum ikki eru málningar, men installatiónir, tekstil, grafikkur o.a. Pappírverk verða sýnd hangandi í luftini til tess at leggja dent á tað tilfarsliga. Hetta riggar í summum førum sum í verkinum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, HEGN, ið er sera væl plaserað í framsýningarrúminum, og gerst næstan transparent í sólarljósinum. Í øðrum førum er dygdin á kvøldskúlastøði - alt gott um kvøldskúlaarbeiði, men salurin í Listasavni Føroya krevur eitt hægri støði, og eins og ein annar Cato endurtaki eg, at eg haldi, at fleiri listafólk skuldu sent inn til Ólavsøkuframsýningina. 

Tó eru verk við á framsýningini, sum eru áhugaverd og tað er áhugavert í sær sjálvum, at fleiri teirra eru konseptuel. Tey bæði verkini hjá Bruno Mikael Eysturstein eru hugtakandi í teirra 1:1 viðurskiftum til veruleikans náttúru og frásagnarligu heitunum, sum í báðum førum taka støði í orðinum "Mál". Eg fann ikki alt fyri eitt nummarið á verkinum hjá Bruno, sá bara ein bøkk við oyratelefonum uttan ljóð og helt tað vera eina stuttliga ítøkiliggerð av orðingini um at hoyra grasið grógva. Men tað vísti seg, at okkurt var galið við teknikkinum beint tá. Í veruleikanum er ljóð í oyratelefonunum við suði og hjartaslátturi. Verkið hevur riggað líka til ummælari kom á gátt - sovorði er nokk so typiskt. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur somuleiðis gjørt eitt áhugavert verk til Ólavsøkuframsýningina, sum er ein installatión, ein høgur rúmdeilari, ið er myndaður av tveimum vovnum standmyndum. Hetta er eitt sera einfalt verk, sum í vevnaði minnir um okkurt av verkunum hjá Titu Vinther og hvørs árin eisini minnir um at fara inn í veldugu verkini hjá Richard Serra. Tað er bæði stórbært og minimalistiskt, men við einum øðrvísi kroppsligum árini, ið kemst av, at tilfarið er føroysk ull við allari hennara søgu um lívbjargandi hita.  

Av øllum keramikkinum á framsýningini, er Borgmeistaraketan hjá Elini Josefinu Smith nógv mest áhugaverd listarliga sæð. Tað er ein ovurstór hálsketa, ið eru gjørdir úr steintoyskeramikki við naivistiskum figurum, ið á ymiskan hátt sipa til ójavna og órættvísi, bústaðarneyð, støðuna hjá alilaksi osfr. Hennara villa og spælandi brá er ógvuliga øðrvísi enn hini verkini á Ólavsøkuframsýningini og kuratorurin skal hava rós fyri sína rúmligheit, at hann tekur hetta verkið við, sjálvt um tað passar illa inn í stílin á Ólavsøkuframsýningini (tað sama er galdandi fyri gløðandi glasverkið hjá Brandi Patursson og fabulerandi violinkassan  hjá Rakel Helmsdal).  Borgmeistaraketan er framsýnd á eini readymade modeldukku, sum er sett út í durin - tað er eisini alt í lagi, men tey føroysku fløggini ørkymlaðu meg eitt sindur. Eru tey partur av installatiónini?   

Pernille Mejslov hevur eitt í vavi rættiliga markant verk við á framsýningini, sum ger nógv meira um seg enn hennara skitsutekningar plaga. Talan er um eitt konseptmerkt verk, ið aktiverar áskoðaran, sum skal skriva síni loyndarmál við vatni á stein og síðan eygleiða hvussu tað skrivaða dampar burtur og hvørvur. At fara upp í stødd og abstraktiónsstigi klæðir verkunum hjá Rannvá Holm Mortensen, sum bæði arbeiðir tveydimensjonalt og í trívídd. Hon kundi saktans flutt seg enn longur upp í stødd og vavi, so at hennara verk fyllti alt hølið, tí hetta eru verk við likamligum árini, sum áskoðarin fatar eins nógv við kroppinum sum við høvdinum. Hetta sama er partvíst galdandi fyri tey bæði áhugaverdu, bleytu velourverkini hjá Randi Samsonsen, men teirra skap gevur eisini hugasamband við fyribrigdi sum t.d. fløgg, eitt nationalt symbol, sum er partur av einum heilt øðrum heimi enn tí kroppsliga og kensluliga.

Ólavsøkuframsýningin er opin til 12.august frá klokkan 11-17. Atgongumerkið kostar 65 krónur og er ein lutaseðil. 

37992275_10217313029880758_1594543755812143104_n.jpg

Elin Josefina Smith

38068022_10217320033575846_1621426939665317888_n (1).jpg
Jórunn Reginsdóttir

Jórunn Reginsdóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Bruno Mikael Eysturstein

Bruno Mikael Eysturstein

Pernille Mejslov

Pernille Mejslov

Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

Kári Svensson

Kári Svensson

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal

Landið

P1020820.jpg

Ólavsøkudag fer stóra Ólavsøkukórið sum vant at syngja undir tinghúsinum á middegi. Hesa ferð við Benjamin Gaasedal sum kórleiðara. Og gongur alt væl sum tað plagar (og tað rokni eg við tað fer, tí Benjamin dugir serstakliga væl), fara sangarar at syngja serliga væl við, tá sangurin Tórshavn verður framborin og Ólavs kongs minni í níggjhundrað ár: Tí tann sangurin er fastur fúsur eins og tjóðsangurin, sum vit enda við. Men í ár er tað nokk so spennandi, tí kórið fer eisini saman við solisti (Paulu Danielsen) at frumframføra eitt verk, sum Kári Bæk hevur skrivað til eina yrking hjá Gunnari Hoydal. Yrkingin eitur Landið og er úr yrkingasavninum Hús úr ljóði frá 1987.

Nú skulu lurtararnir hava loyvi til sjálvi at meta um, men eg hugsi, at tað ger tað ikki verri um tit lesa yrkingina frammanundan, so at lurtarar kunnu njóta hvussu væl tónaskaldið rakar visionera huglagið í teirri vøkru, sansandi og leitandi yrkingini við skýggjum, mjørka, sjóroki og regni, ið er full av eiggiligum, bóltandi orðum sum “skýbøklunum” – tað er eitt herligt orð at syngja. Undir øllum hesum rokilsinum liggur landið, týdningurin av tí verður undirstrikaður av staðarhjáorðinum “har”, ið er karmur kring yrkingina sum byrjan og endi. Mótsett “her” leggur orðið upp “har” til eina ávísa frástøðu. Sum um landið er sæð úr erva eins og ein hóming, ið spakuliga byggist upp til ítøkiligan veruleika. Tað er stórbært og høvið kundi ikki verið betri ólavsøkudag. Eg nýti eisini høvið at ynskja tykkum, kæru lesarum, eina góða ólavsøku.

 

Har,

í tí váta regninum

í skýbøklunum

sum bólta um duldar tromir,

aftan fyri rokið

av sjógvi og tara,

inni í táminum,

í ljóðinum av mjørka og mýru,

í regnfossum av ljósi,

upp gjøgnum lágar ælabogar

inn í dagin

har.

Setarrøða Pride Føroyar 2018

37960478_10160918019610724_114310095021539328_n.jpg

Góðu tit øll

Eg minnist enn løtuna, tá tað gjørdist greitt, at ein meiriluti á tingi hevði atkvøtt fyri at seta paragraff 266b í gildi. Tað var annars ein nokk so vanligur decemberdagur í 2006, eg stóð í køkinum, útvarpið var frá - kanska vaskaði eg upp. Men tá úrslitið varð lisið upp, steðgaði alt vanligt virksemi. Alt var brádliga broytt. Tá visti eg, at framtíðin var komin til Føroya!

Mótstøðan móti uppskotinum var stór og nógvar útsagnir í kjakinum vóru ekstremar. Ein føroyskur politikari ræddist í grein í Politiken fyri, at ein tílík lógarbroyting fór, sum hann segði “at pervertera eitt heilt ættarlið”, ein annar framførdi á tingsins røðarapalli sjónarmið, sum ikki vóru nógv øðrvísi enn tey hjá nazistunum, og sum fullkomiliga ómenniskjansliggjørdi LGBT einstaklingar.

Vit hava síðani vunnið fleiri javnrættindi her á landi. Frá 1.juli í fjør hava samkynd kunna gift seg borgarliga í Føroyum. Vit eru á rættari leið, men eru als ikki komin á mál enn. Vit sóu eitt nú í vár, at hóast vit skulu eitast at hava eina LGBT-vinarliga samgongu, so valdi hon at fella eitt annars upplagt uppskot um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna millum annað kynsliga sannføring og samleika. Samstundis eru fleiri afturhaldskreftir í andstøðuni, sum enn ynskja at taka aftur vunnin rættindi sum til dømis samkynt hjúnarlag. Valár er, so her kann alt henda. Minnist til, at tað er tykkara, altso okkara ábyrgd at fylgja við, at halda fram við at gera vart við órætt og ójavna og at krevja okkara rætt.  

Enn eru tey, ið ræðast humanismu og javnrættindi og halda okkara menning á økinum vera eina glíðibreyt beinleiðis yvir í Sodoma og Gomorra. Vit mugu tolin endurtaka, at soleiðis er tað ikki. Og at eitt eventuelt ynski um, at eisini samkynd pør skulu verða signað í okkara fólkakirkju ikki er dømi um, at heimurin er av lagi komin. Tað er faktist beint øvugt eitt positivt dømi um, at okkara samkyndu medborgarar eisini ynskja at vera partur av kristna undirstøðinum í føroyska samfelagum.

Hóast vit í dag halda veitslu og hátíðarhalda ymiskleikan og rúmligheitina, merkir tað ikki, at vit leggja okkum afturá og halda at stríðið er vunnið. Einki er ein sjálvfylgja heldur ikki javnrættur. Rættindi verða givin, men tey kunnu eins lætt verða tikin aftur – tað hava vit sæð í USA, sum hevur verið undangonguland, men hvørs forseti nú er í ferð við at taka javnrættindi aftur og yvirhøvur toga sítt land aftur í steinøldina.

Hjá okkum, hjá føroyska fólkinum er vert at geva gætur, at rættindi ikki bert er ein spurningur um lóg og jura - tað snýr seg um hugburð og hugsunarhátt. Hetta eru dynamisk hugtøk, tey broytast allatíðina og í løtuni tykjast tey heldur bíliga til sølu. Ei undur í tí. Tað er sum um at streymurin av fake news, av óváttaðum og ónuanseraðum tíðindum og vantandi keldukritikki ber við sær eina ávísa líkasælu og meiningarelativismu millum fólk, sum bara økist av margháttligu framferðini hjá autoritetum sum Donald Trump og Vladimir Putin.

Í veruleikanum er munur á sonnum og følskum, á røttum og skeivum, á sannleika og á lygn. Sum samfelag mugu vit berjast móti líkasæluni. Vit mugu leggja enn størri dent á útbúgving og upplýsing og longu frá byrjan í útbúgvingarskipanini leggja dent á mannarættindi og javnrættindi. Vit mugu virða vitan og akademia og læra okkara ungu at navigera millum satt og ósatt. Vit mugu sum samfelag tryggja okkum dygdargóðar miðlar, sum fáa nuansurnar við, sum syrgja fyri at fáa allar síður við og sum ikki detta niður í sensatiónsholið við serligum atliti til alla heimsins elendigheit. Public service hevur ikki verið meira týdningarmikið enn tað er beint nú, og sjálvandi skal heimurin miðlast fyri okkum sum hann er. Allíkavæl kundi tað verið ynskiligt, um miðlarnir minkaðu um skamtin av elendigheit og sensatión. Tí at hoyra og síggja uppá ræðuleikar hvønn dag slítur uppá ta fínu menniskjansligu empatiina og er somuleiðis við til at økja um líkasæluna, ringa lagið og kensluna av, at heimurin er so illa fyri, at alt kann gera tað sama. Tað passar ikki. Sjálvt um fake news og skítbýttir politikarar finnast, sjálvt um ein forseti í einum stórveldi ber seg at sum ein luttakari í einum reality showi, so er alt ikki lika mikið. Tað veit eg, tá eg hyggi út yvir øll tykkum, sum her standa og tað veit eg ikki minst, tí eg eri lærari í studentaskúlanum og hvønn dag eri saman við ungum, óspiltum menniskjum, sum fyri tað mesta ikki duga at síggja problemið í ymiskleika. Í veruleikanum er heimurin í nógvum betri fyri í dag enn hann hevur verið. Føroyar eru størri og rúmligari enn nakrantíð og tað sama kann sigast um javnrættin her á landi.

“Elt ikki sum fyri er slóðað/ Sjálvbjargin far yvir land yvir hav..” – Hetta er ein ofta siterað regla hjá Rasmusi Effersøe. Hon stendur (sambært Røddini) skrivað við spritt-tusj á dreingjavesinum í tí nú tóma skúlanum í Hoydølum. Á einum wcrullu-haldara stendur tað eitt sindur meira beinleiðis: “Tonk for biiip eitt sindur kritiskt. Fyri einaferðs skyld, ikki svølgja alt rátt, ei heldur tað, lærarin sigur”. 

Og hesin lærarin og røðarin fegnast almikið av tílíkari wc-grafitti, sum signalerar sjálvstøðugan hugsunarhátt. Javnrættur er jú til eina og hvørja tíð treytaður av galdandi hugburði. Tað er altso okkara hugsan, tykkara meining, sum telur.

Umframt útbúgving og miðlar er eisini eitt triðja, ið ávirkar okkara  hugsunarhátt, og tað er listin. Bæði hinskynd og samkynd listafólk hava heilt frá byrjanini av stríðnum viðmerkt og stuðlað søkini hjá LGBT, men tað hevur serliga stóran týdning, at vit fáa fleiri listafólk, ið eru opin samkynd og tvørkynd, og sum gera listaverk við støði í egnum royndum. - Eitt er mentala vælveran hjá okkara LGBT medborgarum; tað vísir seg sum depressión og sjálvmorð koma oftari fyri hjá LGBT´arum, ikki minst hjá ungum, ið sakna at verða góðkend sum tey eru. Hesi kunnu ernast og fáa dirvi av at lurta eftir eini djarvari tónleikaútgávu sum Monster hjá Heiðriki á Heygum ella hoyra listamannin í viðtalum greiða frá einsemiskensluni, sum eisini plágaði hann, áðrenn hann tordi at spretta. Men eg haldi eisini, at vit øll sum samfelag gerast ríkari og meira fjølbroyttar, tá allar røddir verða umboðaðar, eisini í listini.

Eg føldi sjálv, at eg lærdi nakað av einum listaverki hjá Dan Helga í Gong, sum eg sá á Várframsýningini í ár. Tað er eitt audiovisuelt verk við ljóði og tónleiki, sum eitur You Should Clean Yourself og vísir listamannin liggjandi í eini balju, meðan hann poserar og dansar á staðnum. Hetta er í føroyskum samanhangi ein sjáldsama djørv sjálvsmynd og eitt sera áhugavert samtíðarlistaverk við hópin av tilsipingum til barndóm, til sexualitet, eins og tað viðger og setir spurningar til maskulinitet. Bæði Monster og You Should Clean Yourself eru queer listaverk, sum ávikavist víðka tónleikasøguna og listasøguna her á landi. Hetta eru listaverk, vit kunnu læra nakað av og sum vit kunnu vera errin av. Tað er tað, Pride snýr seg um.

Eg er errin av at standa her saman við tykkum í dag. Við vón um framhaldandi menning av javnrættindum í Føroyum seti eg Pride Føroyar 2018. Takk fyri, at tit lurtaðu. Havið eina framhaldandi herliga Pride.