Góðu tit øll
Eg minnist enn løtuna, tá tað gjørdist greitt, at ein meiriluti á tingi hevði atkvøtt fyri at seta paragraff 266b í gildi. Tað var annars ein nokk so vanligur decemberdagur í 2006, eg stóð í køkinum, útvarpið var frá - kanska vaskaði eg upp. Men tá úrslitið varð lisið upp, steðgaði alt vanligt virksemi. Alt var brádliga broytt. Tá visti eg, at framtíðin var komin til Føroya!
Mótstøðan móti uppskotinum var stór og nógvar útsagnir í kjakinum vóru ekstremar. Ein føroyskur politikari ræddist í grein í Politiken fyri, at ein tílík lógarbroyting fór, sum hann segði “at pervertera eitt heilt ættarlið”, ein annar framførdi á tingsins røðarapalli sjónarmið, sum ikki vóru nógv øðrvísi enn tey hjá nazistunum, og sum fullkomiliga ómenniskjansliggjørdi LGBT einstaklingar.
Vit hava síðani vunnið fleiri javnrættindi her á landi. Frá 1.juli í fjør hava samkynd kunna gift seg borgarliga í Føroyum. Vit eru á rættari leið, men eru als ikki komin á mál enn. Vit sóu eitt nú í vár, at hóast vit skulu eitast at hava eina LGBT-vinarliga samgongu, so valdi hon at fella eitt annars upplagt uppskot um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna millum annað kynsliga sannføring og samleika. Samstundis eru fleiri afturhaldskreftir í andstøðuni, sum enn ynskja at taka aftur vunnin rættindi sum til dømis samkynt hjúnarlag. Valár er, so her kann alt henda. Minnist til, at tað er tykkara, altso okkara ábyrgd at fylgja við, at halda fram við at gera vart við órætt og ójavna og at krevja okkara rætt.
Enn eru tey, ið ræðast humanismu og javnrættindi og halda okkara menning á økinum vera eina glíðibreyt beinleiðis yvir í Sodoma og Gomorra. Vit mugu tolin endurtaka, at soleiðis er tað ikki. Og at eitt eventuelt ynski um, at eisini samkynd pør skulu verða signað í okkara fólkakirkju ikki er dømi um, at heimurin er av lagi komin. Tað er faktist beint øvugt eitt positivt dømi um, at okkara samkyndu medborgarar eisini ynskja at vera partur av kristna undirstøðinum í føroyska samfelagum.
Hóast vit í dag halda veitslu og hátíðarhalda ymiskleikan og rúmligheitina, merkir tað ikki, at vit leggja okkum afturá og halda at stríðið er vunnið. Einki er ein sjálvfylgja heldur ikki javnrættur. Rættindi verða givin, men tey kunnu eins lætt verða tikin aftur – tað hava vit sæð í USA, sum hevur verið undangonguland, men hvørs forseti nú er í ferð við at taka javnrættindi aftur og yvirhøvur toga sítt land aftur í steinøldina.
Hjá okkum, hjá føroyska fólkinum er vert at geva gætur, at rættindi ikki bert er ein spurningur um lóg og jura - tað snýr seg um hugburð og hugsunarhátt. Hetta eru dynamisk hugtøk, tey broytast allatíðina og í løtuni tykjast tey heldur bíliga til sølu. Ei undur í tí. Tað er sum um at streymurin av fake news, av óváttaðum og ónuanseraðum tíðindum og vantandi keldukritikki ber við sær eina ávísa líkasælu og meiningarelativismu millum fólk, sum bara økist av margháttligu framferðini hjá autoritetum sum Donald Trump og Vladimir Putin.
Í veruleikanum er munur á sonnum og følskum, á røttum og skeivum, á sannleika og á lygn. Sum samfelag mugu vit berjast móti líkasæluni. Vit mugu leggja enn størri dent á útbúgving og upplýsing og longu frá byrjan í útbúgvingarskipanini leggja dent á mannarættindi og javnrættindi. Vit mugu virða vitan og akademia og læra okkara ungu at navigera millum satt og ósatt. Vit mugu sum samfelag tryggja okkum dygdargóðar miðlar, sum fáa nuansurnar við, sum syrgja fyri at fáa allar síður við og sum ikki detta niður í sensatiónsholið við serligum atliti til alla heimsins elendigheit. Public service hevur ikki verið meira týdningarmikið enn tað er beint nú, og sjálvandi skal heimurin miðlast fyri okkum sum hann er. Allíkavæl kundi tað verið ynskiligt, um miðlarnir minkaðu um skamtin av elendigheit og sensatión. Tí at hoyra og síggja uppá ræðuleikar hvønn dag slítur uppá ta fínu menniskjansligu empatiina og er somuleiðis við til at økja um líkasæluna, ringa lagið og kensluna av, at heimurin er so illa fyri, at alt kann gera tað sama. Tað passar ikki. Sjálvt um fake news og skítbýttir politikarar finnast, sjálvt um ein forseti í einum stórveldi ber seg at sum ein luttakari í einum reality showi, so er alt ikki lika mikið. Tað veit eg, tá eg hyggi út yvir øll tykkum, sum her standa og tað veit eg ikki minst, tí eg eri lærari í studentaskúlanum og hvønn dag eri saman við ungum, óspiltum menniskjum, sum fyri tað mesta ikki duga at síggja problemið í ymiskleika. Í veruleikanum er heimurin í nógvum betri fyri í dag enn hann hevur verið. Føroyar eru størri og rúmligari enn nakrantíð og tað sama kann sigast um javnrættin her á landi.
“Elt ikki sum fyri er slóðað/ Sjálvbjargin far yvir land yvir hav..” – Hetta er ein ofta siterað regla hjá Rasmusi Effersøe. Hon stendur (sambært Røddini) skrivað við spritt-tusj á dreingjavesinum í tí nú tóma skúlanum í Hoydølum. Á einum wcrullu-haldara stendur tað eitt sindur meira beinleiðis: “Tonk for biiip eitt sindur kritiskt. Fyri einaferðs skyld, ikki svølgja alt rátt, ei heldur tað, lærarin sigur”.
Og hesin lærarin og røðarin fegnast almikið av tílíkari wc-grafitti, sum signalerar sjálvstøðugan hugsunarhátt. Javnrættur er jú til eina og hvørja tíð treytaður av galdandi hugburði. Tað er altso okkara hugsan, tykkara meining, sum telur.
Umframt útbúgving og miðlar er eisini eitt triðja, ið ávirkar okkara hugsunarhátt, og tað er listin. Bæði hinskynd og samkynd listafólk hava heilt frá byrjanini av stríðnum viðmerkt og stuðlað søkini hjá LGBT, men tað hevur serliga stóran týdning, at vit fáa fleiri listafólk, ið eru opin samkynd og tvørkynd, og sum gera listaverk við støði í egnum royndum. - Eitt er mentala vælveran hjá okkara LGBT medborgarum; tað vísir seg sum depressión og sjálvmorð koma oftari fyri hjá LGBT´arum, ikki minst hjá ungum, ið sakna at verða góðkend sum tey eru. Hesi kunnu ernast og fáa dirvi av at lurta eftir eini djarvari tónleikaútgávu sum Monster hjá Heiðriki á Heygum ella hoyra listamannin í viðtalum greiða frá einsemiskensluni, sum eisini plágaði hann, áðrenn hann tordi at spretta. Men eg haldi eisini, at vit øll sum samfelag gerast ríkari og meira fjølbroyttar, tá allar røddir verða umboðaðar, eisini í listini.
Eg føldi sjálv, at eg lærdi nakað av einum listaverki hjá Dan Helga í Gong, sum eg sá á Várframsýningini í ár. Tað er eitt audiovisuelt verk við ljóði og tónleiki, sum eitur You Should Clean Yourself og vísir listamannin liggjandi í eini balju, meðan hann poserar og dansar á staðnum. Hetta er í føroyskum samanhangi ein sjáldsama djørv sjálvsmynd og eitt sera áhugavert samtíðarlistaverk við hópin av tilsipingum til barndóm, til sexualitet, eins og tað viðger og setir spurningar til maskulinitet. Bæði Monster og You Should Clean Yourself eru queer listaverk, sum ávikavist víðka tónleikasøguna og listasøguna her á landi. Hetta eru listaverk, vit kunnu læra nakað av og sum vit kunnu vera errin av. Tað er tað, Pride snýr seg um.
Eg er errin av at standa her saman við tykkum í dag. Við vón um framhaldandi menning av javnrættindum í Føroyum seti eg Pride Føroyar 2018. Takk fyri, at tit lurtaðu. Havið eina framhaldandi herliga Pride.