Landið

P1020820.jpg

Ólavsøkudag fer stóra Ólavsøkukórið sum vant at syngja undir tinghúsinum á middegi. Hesa ferð við Benjamin Gaasedal sum kórleiðara. Og gongur alt væl sum tað plagar (og tað rokni eg við tað fer, tí Benjamin dugir serstakliga væl), fara sangarar at syngja serliga væl við, tá sangurin Tórshavn verður framborin og Ólavs kongs minni í níggjhundrað ár: Tí tann sangurin er fastur fúsur eins og tjóðsangurin, sum vit enda við. Men í ár er tað nokk so spennandi, tí kórið fer eisini saman við solisti (Paulu Danielsen) at frumframføra eitt verk, sum Kári Bæk hevur skrivað til eina yrking hjá Gunnari Hoydal. Yrkingin eitur Landið og er úr yrkingasavninum Hús úr ljóði frá 1987.

Nú skulu lurtararnir hava loyvi til sjálvi at meta um, men eg hugsi, at tað ger tað ikki verri um tit lesa yrkingina frammanundan, so at lurtarar kunnu njóta hvussu væl tónaskaldið rakar visionera huglagið í teirri vøkru, sansandi og leitandi yrkingini við skýggjum, mjørka, sjóroki og regni, ið er full av eiggiligum, bóltandi orðum sum “skýbøklunum” – tað er eitt herligt orð at syngja. Undir øllum hesum rokilsinum liggur landið, týdningurin av tí verður undirstrikaður av staðarhjáorðinum “har”, ið er karmur kring yrkingina sum byrjan og endi. Mótsett “her” leggur orðið upp “har” til eina ávísa frástøðu. Sum um landið er sæð úr erva eins og ein hóming, ið spakuliga byggist upp til ítøkiligan veruleika. Tað er stórbært og høvið kundi ikki verið betri ólavsøkudag. Eg nýti eisini høvið at ynskja tykkum, kæru lesarum, eina góða ólavsøku.

 

Har,

í tí váta regninum

í skýbøklunum

sum bólta um duldar tromir,

aftan fyri rokið

av sjógvi og tara,

inni í táminum,

í ljóðinum av mjørka og mýru,

í regnfossum av ljósi,

upp gjøgnum lágar ælabogar

inn í dagin

har.