Almenn móttøka á Glasi

38783096_388204248376221_6073041107518750720_n.jpg

Í morgin 9.august verður almenn móttøka á Glasi, tá nýggi stóri skúlabygningurin í Havn verður formliga avhendur, og síðani er klárur at flyta inn í.

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til alment hátíðarhald úti á Glasi frá klokkan 15-18. Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn. Henda hálva tíman kann mann til dømis ganga runt og forvitnast og skoða glæsiliga arkitekturin. Til ber eisini at skoða myndlistina, ið tó, at hon er forvíst til brandtrappurnar, er verd at síggja. Eg havi sjálv ikki sæð øll verkini hjá teimum, ið vald vóru at prýða bygningin:  Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð, men tað, eg havi sæð, er góð list, ið skal upplivast í veruleikanum, tí viðmæli eg, at tit fara út at skoða myndlistina og byggilistina við egnum eygum. 

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Anker Mortensen

Anker Mortensen

Sigrun Gunnarsdóttir

Sigrun Gunnarsdóttir

Brandur Patursson

Brandur Patursson



Skráin:
14.30: Dyrnar lata upp. Finnur Hansen Trio spælir í Atrium

15.00: Hátíðarhaldið í Atrium byrjar við hesari skrá:

- Bólkurin FRUM framførir

- Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin
- Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu

- Kantata

- Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, heldur røðu
- Bjarke Ingels, arkitektur, BIG, heldur røðu
- Rosan Bosch, innandura sniðgevi, Rosan  Bosch Studio, heldur røðu
- Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu

- Havnarkórið syngur

- Dyrnar lata aftur klokkan 18.00