Mjørki er ljós/ Tåge er lys - hommage à Per Kirkeby
/Summarframsýningin í Steinprenti 2018
Mjørki er ljós er heitið á summarframsýningini í Steinprenti, sum letur upp fríggjadagin 27.juli og er opin um ólavsøkuna. Talan er um eina bólkaframsýning við nýggjum listaverkum hjá:
Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen.
Framsýnt verður eisini eitt prent hjá danska listamanninum, Per Kirkeby, sála, sum doyði 9.mai í ár. Hann hevur somuleiðis skrivað yrkingina, sum framsýningin tekur støði í, har tað m.a. verður staðfest, at “Mjørki er ljós, myrkur er ljós, holan er ljós”.
Tá vit tosa um ljós í myndum, verður annars ofta sipað til sólarljós og impressionistisku royndina at skráseta ljósárin í náttúruni, at fanga ljósbrigdi í landslagnum ella ljósbroytingar, sum vit hava so nógvar av í Føroyum.
Men Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um eitt annað ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini.
Í rúmligu myndunum hjá Rannva Kunoy skyggir ljósið í serligum litpigmentum, sum skifta lit alt eftir ljósinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin, Hesir málningarnir eru sostatt sera sansaligir, vakrir og nørverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum, sum er at vera fikserað í tíð og rúmi.
Lýsandi, royndu eyguni á Zachariasi Heinesen duga so sjáldsama væl at fanga ljósið í landslagnum, at hansara myndir ala fram eitt nýtt ljós, sum er hansara heilt egna. Hetta ljósið er gylt og flykrandi og lýsur út í framsýningarrúmið. Ljós og myrkur eru grundleggjandi partar av prentmyndunum hjá Mariusi Olsen, sum er millum okkara dugnaligastu grafisku listafólk og ein inspiratión hjá fleiri listafólkum, t.d. Fríðu Matras Brekku. Í hennara spildurnýggju steinprentum er mjørkin ljós. Hennara myndevni kunnu vera bæði stórbær og stuttlig. Onkrastaðni sameinir hon at síggja til grunnskygd, glitrandi postkortmyndevni við eina ørkymlandi kenslu av fremmandleika, ið m.a. stendst av teirri bylgjandi, vøkru umhvarvsstrikuni, sum ger myndarúmið flatt og óveruligt og gevur áskoðaranum varhugan av einum ávísum forgeingiligleika, at myndaliðirnir eru settir inn í myndarúmið og eins brádliga kunnu hvørva aftur.
Nýggju steinprentini hjá Hansinu Iversen eru full av ljósi við einum serstøkum támi, ið kyknar, tá myrkur og ljós hittast, ella tá ein roynd listakvinna møtir einum professionellum litografiskum verkstaði, ið megnar at fáa júst tað burtur úr litografisku prosessini, sum listakvinnan ynskir og ætlar. Sjálvt um prentini hjá Hansinu Iversen eru bygd upp av penslatrokum, er hennara grafikkur grundleggjandi øðrvísi í mun til málningarnar. Tað er í hesum sambandi áhugavert, at hon í løtuni er tilnevnd eina altjóða virðisløn fyri sítt grafiska avrik.
Summarframsýningin í Steinprenti er full av ljósi, antin tað er eitt eksistentielt løtt ljós við inniligari trúgv á menniskjutilveruna sum hjá Erik Heide, ella tað er musikalska og koloristiska ljósið hjá Bárði Jákupsson, sum í nýggju steinprentum sínum fær tað at láta í huga áskoðarans av heiðafugli, tó at hetta eru púra abstraktar myndir.
At leggja inn undir seg nýtt rúm er í stóran mun tað, sum teir báðir listamenninir Tóroddur Poulsen og Hanni Bjartalíð hava avrikað innan føroysku myndlistina. Hetta eru abstrakt prent og objekt uttan áhuga fyri illusionistiskum ljósi og effektum. Allíkavæl innihalda tey eina serliga ljóskenslu, antin hon er rúmlig og arkitektonisk sum hjá Hanna Bjartalíð ella hon er intellektuel og greinandi sum hjá Tóroddi Poulsen. Einki er at ivast í, at Louise Aakerman Nielsen kennir seg heima í listini hjá hesum báðum síðstnevndu listamonnunum. Hon hevur í longri tíð verið lærlingur á verkstaðnum, men er í framsýningarhøpi er debutantur. Hennara prent taka støði í ítøkiligum gerandislutum, sum gerast áhugaverdir abstraktir myndaliðir.
Framsýningin Mjørki er ljós letur upp fríggjadagin 27.juli. Opið er:
27/7 frá 9 til 18
28/7 frá 9 til 20
29/7 frá 9 til 20
Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:
lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).
"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportions-
kunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres
lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"
sagde Lomazzo.
Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,
stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.
Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er det
evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive
klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.
Altså den hvide skikkelse i tågerummet...
Brot úr yrking hjá Per Kirkeby Underjordiske tårer í Isolation af delene, 1980, s.63-65
Tåge er lys - hommage à Per Kirkeby
Sommerudstilling i Steinprent 2018
Tåge er lys er titlen på en udstilling, der åbner i Steinprent fredag 27.juli og er åben i løbet af ólavsøka. Det er en blandet udstilling med nye malerier, akvareller, objekter og litografier af:
Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen.
Midt i udstillingen hænger der et grafisk værk af Per Kirkeby, der døde d.9.maj i år. Han har ligeledes skrevet digtet, der danner udgangspunkt for udstillingen, i hvilket der erklæres, at “Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys”. Og tågen er vitterlig lysegråt lys i Kirkebys eget forunderlige rødbrune og blå litografi, hvori han kombinerer strukturen i det rå færøske landskab med forfinet klassicisme i skitser af en siddende mandsperson. I bogen Rejsen til Færøerne beskriver Kirkeby sit arbejdstophold i Steinprent med bl.a. disse ord: “Gik man lidt op ad vejen, så man over Tórshavn og Nolsøs karakteristiske profil. Der var en sådan præcision og geologisk logik i den streg, at jeg blev henrykket ved hvert blik. Jeg strejfede rundt i omegnen for at se noget til mine tegninger på stenene. Det blev de sorte basalt-hamre, de trin som vidnede om den logiske opbygning af fjeldet. Strukturer, som jeg havde fundet hos Mantegna, dukkede op i det strålende færøske lys. For der var uafbrudt strålende vejr. De enorme mængder regntøj og vndtæt fodtøj, vi havde slæbt med og fået gennemrodet af den rødhårede tolder i lufthavnen, var der slet ikke brug for. Tørt og solrigt. Blå himmel. Og jeg der havde glædet mig til tågen. Det anelsesfulde. Vejret den tredie og uberegnelige faktor i landskabets billeddannelse. Først var der skabelseseruptionens raster, så erosionens arbejde og så altså vejret...”.
- Ofte er det solen, vi henviser til, når vi taler om lys i billedkunsten. Det handler om naturalistiske og impressionistiske forsøg på at registrere naturens lyseffekter og fange belysningen og lysskiftene, som er ganske hyppige på Færøerne. Men Sommerudstillingen i Steinprent handler om et andet lys, der udgår fra selve værkerne og erobrer et eget rum, som ikke har eksisteret før det blev til i et kunstværk. Det er altså et grundlæggende abstrakt rum, der forvaltes meget forskelligt af udstillingens kunstnere.
I Rannva Kunoys malerier reflekteres lyset i særlige farvepigmenter, der skifter farve efter lyset samt beskuerens placering i forhold til det pågældende maleri. Disse malerier er på én gang sanselige, skønne og nærværende, samtidig som de har et holografisk, nærmest futuristisk præg, der accentueres af deres interessante brud med et af maleriets grundprincipper, som er at være fikseret i tid og rum.
Det er ikke til at vide, men fristende at formode, at grunden til det særlige lys i Zacharias Heinesens akvareller kan være afledt af den enorme mængde af sollys i regndråber, som han har oplevet og malet i løbet af sine mangfoldige år i kunstens virke. I hvert fald synes hans landskabsakvareller at generere et særligt, gyldent, gult og violet lys, der stråler ud af billederne og ind i udstillingsrummet. Både lys og mørke er grundlæggende elementer i Marius Olsens billeder. Han er en af Færøernes mest erfarne og kompetente grafikere, hvis værker er til stor inspiration for andre billedkunstnere, f.eks. Fríða Matras Brekku. I hendes splinterny litografier forenes en storladen romantisk naturhengivelse med et moderne kunstnerisk blik med sans for sampling af figurer, hvilket udføres med stor teknisk kunnen. Hermed tilføres den tilsyneladende overfladiske postkortæstetik i motiverne en interessant form for tvetydighed.
Hansina Iversens nye litografier er fulde af lys med et særligt dis, der opstår i mødet mellem lys og mørke eller når en erfaren kunstner møder et professionelt litografisk værksted, som formår at få lige det ud af den litografiske proces, som kunstneren ønsker. Selv om Hansina Iversens tryk er bygget op af penselstrøg, er der ganske stor forskel mellem hendes grafik og så malerierne. Hun er nomineret til Dronning Sonjas Internationale Kunstpris.
Sommerudstillingen i Steinprent er fuld af lys, hvadenten det drejer sig om et eksistentielt ladet lys med en inderlig tro på menneskelivet som hos Erik Heide eller det er Bárður Jákupssons musikalske og koloristiske lys, hvis myldrende mønstre giver associationer til fuglesang, også selv om hans litografier er fuldstændig abstrakte.
Kirkeby taler i sit digt om at erobre nye rum, hvilket rent beset rammer ganske præcist i forhold til det, som Tóroddur Poulsen og Hanni Bjartalíð har afstedkommet i nyere færøsk kunsthistorie. Selv om deres værker indeholder figurative elementer, så er det en form for abstraktion uden nogen mærkbar interesse for illusionistisk lys og effekter. Det kan tænkes, at Louise Aakerman Nielsen føler sig hjemme netop blandt disse to kunstneres værker. I hvert fald tager også hun udgangspunkt i hverdagens banale ting, som i hendes tryk bliver interessante abstrakte billedelementer med vægt på disse elementers formale kvaliteter.
Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:
lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).
"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportions-
kunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres
lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"
sagde Lomazzo.
Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,
stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.
Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er det
evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive
klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.
Altså den hvide skikkelse i tågerummet...
Uddrag af Per Kirkebys digt Underjordiske tårer í Isolation af delene, 1980, s.63-65
Udstillingen Tåge er lys åbner fredag 27.juli.
Åbningstider:
27/7 fra 9 til 18
28/7 fra 9 til 20
29/7 fra 9 til 20
Nýggj útbúgving í list á Fróðskaparsetrinum
/Fyrstu studentarnir verða tiknir upp komandi ár
Fróðskaparsetrið fer í næstum at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði. Útbúgvingin verður skipað sum ein tvey ára diplomútbúgving.
At byrja við verða tvær leiðir, ritlist og tónleikur, men við tíðini verða fleiri leiðir lagdar afturat. Upptøkukravið verður miðnámsprógv, og harumframt verður ein upptøkuroynd. Ætlanin er at taka studentar upp annaðhvørt ár.
Útbúgvingin verður helvt um helvt ástøðilig og verklig. Lærarar verða føroyskir granskarar, útlendskir gestalærarar og føroysk og útlendsk listafólk.
Eftir tørvi og áhuga kann útbúgvingin verða endalig ella støði undir framhaldandi lestri. Umframt prógv fáa studentarnar við sær eina mappu við avrikum, eitt sonevnt portfolio.
Stórur vøkstur er á listaliga økinum í Føroyum, og nógv evnarík, ung fólk fara uttanlands at nema sær útbúgving í listaligum arbeiði. Eitt tilboð í Føroyum fer helst at fáa góða undirtøku. Fjøltáttað virksemi er á tónleikaøkinum, og fleiri gávaðir ungir tónleikarar eru, sum sakna eitt útbúgvingartilboð. Ritlist fer at hava áhuga hjá mongum høvundaspírum og tekstsnillingum, sum higartil hava leitað sær á danska Forfatterskolen ella aðrastaðni og einki føroyskt útbúgvingartilboð hava havt. Væntandi fer ein slík útbúgving eisini at gagna skapandi vinnunum. Sum part av útbúgvingini skulu studentarnir taka skeið í, hvussu teir kunnu seta í verk og reka egið listaligt virksemi.
Ein fyrireikingarbólkur á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við hugsjónarliga grundarlagnum undir útbúgvingini í eina tíð. Mentamálaráðið góðkendi útbúgvingina í 2016. Samskiparar hava verið Sunleif Rasmussen, komponistur og lærari á Námsvísindadeildini, og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini.
Fróðskaparsetrið søkir nú eftir vísindafólki til útbúgvingina.
Ein festivalur í festivalinum - G! List, materialitetur og náttúra
/Aftur í ár skipaði Forlagið Eksil fyri einum bókmenta- og listatiltaki á G!Festivalinum, sum í ár gekk fyri seg í nýggja, hugtakandi býráðshúsinum (Ósbjørn Jacobsen 2017) í Eysturkommunu og í Fjósinum í Syðrugøtu. Sera væl hóskandi støð at halda ein tílíkan listafestival í G-festivalinum eftir sum, at evnið var Materialitetur og Náttúra. Sum kunnugt er náttúran tilfarsligur partur av býráðshúsunum, sum eru bygd tvørtur um ánna í Norðagøtu.
Fyrireikararnir eru væl nøgdir við tiltakið, ið varð myndað av framsýningum, bókaframløgu og øðrum framløgum og upplestri. Her vóru upplegg um at yvirliva, materialitet, post-homanitet, har bæði vakri bygningurin, økið kring hann og listin tosaði saman. Tiltakið var altjóða og tí eru tekstir og røður á enskum.
Materiality and Nature II - Exhibitions, Literature and Talks
“…learning to stay with the trouble of living and dying in responsibility on a damaged earth” Donna Haraway
The event is a thematic exploration of how artists today use and conceive nature in a post humanist context. We will open an art exhibition curate experimental literature and talks. We will address new perspectives on nature and environment, how these themes are represented in both art and literature? On our intimate interconnections with, for instance, snowflakes, plastic, sugar, plankton, or radiation reflected in art and literature and if we do have any use for the concept of Nature? How can we rethink the concepts of us, “nature” and art in a damaged word?
Artists: Jón Sonni Joensen (FO), Jóhan Martin Christiansen (FO), Tsz-Man Chan (Hong Kong), Randi Samsonsen (FO), Johannes Göransson (US), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (DK), Vónbjørt Vang (FO), Stuart McLean (US) & Anna Malan Jógvansdóttir (FO), Kim Simonsen (FO).
Programme:
5pm: Official opening and Welcome by Hanna Jensen, member of Eysturkommuna City Council
5:45pm: Readings:
Johannes Göransson (US)
Anna Malan Jógvansdóttir (FO) reads from her new book "Korallbruni".
Vónbjørt Vang (FO) and Siri Ranva Hjelm Jacobsen (DK) discuss "home and place".
Break: we provide free beer and drinks
6pm: Talks: Stuart McLean (US): ”On Surviving”.
6:25pm: Round table on theme "Materiality and Nature"
Fjósið Syðrugøta, Thursday 12 July:
4pm: Hildaland: A Lost Man and A Lost Island – video-art og artist talk – Tsz-Man (Hong Kong) og Stuart McLean (US)
7pm-9pm: Readings by Faroese authors Oddfríður Marni Rasmussen, Katrin Ottarsdóttir, Haldur Suni, Sámal Soll og Ludvík á Brekku.
Fjósið Syðrugøta, Saturday 14 July:
3pm: Creative writing work-shop with Professor Johannes Göransson (US)
This year the publisher Eksil's event at G! Festival 2018 is a thematic exploration of how artists today use and conceive nature in a post humanist context. We will open an art exhibition curate experimental literature and talks. We will address new perspectives on nature and environment, addressing how these themes are represented in both art and literature? How is thinking about our intimate interconnections with, for instance, snowflakes, plastic, sugar, plankton, or radiation reflected in art and literature? Do we have any real use for the old concept of Nature? How do we rethink the concepts of us, “nature” and art?
Røða hildin til framsýning og temadag í Býráðshúsinum í Eysturkommunu tann 11. juli 2018, ið Hanna Jensen helt fyri Mentanarnevndina í Eysturkommunu:
Welcome to our town hall in the municipality of East, Eysturkommuna.
A part from the light and sound work of art by Jens L. Thomsen, and the architectual art of the building itself by Ósbjørn Jascobsen, and the paintings we have on the walls permanently, and a part from the exhipition of the local evening school this spring, the exhibition we open today is the first real exhibition of professional artists in our new town hall. And I am at the same time honoured an proud to be here with you all today as a member of the municipality council and representing the commitee of culture.
We have a saying: “Hetta hevur tann lærdi fram um tann ólærda” wich in our context could be translated “ this is the advantage of the professional over the amateur”. And looking around me at the surroundings and the pieces of art, I must nod in recognition of the blessing of this gathering, this evnt, where the publisher Eksil, Kim Simonsen, has set up this meeting of people and productions.
Art risks to be understood as something you take out of your hat after you finshed your regular work – at the end of the day, in weekends and holidays. In Faroese: “Tú ristir eitt sindur av list úr ermuni eftir loknan arbeiðsdag í øðrum vasi”. This event and the location prove another truth to art.
It is most interesting and necessary to ask the questions lanced in the invitation to this event: How can we rethink the concepts of us, “nature” and art in a damaged word? And I warmly welcome the idea of adressing new perspectives on nature and environment, where you ask how these themes are represented in both art and literature?
In this municipality we have since its beginning in the joining of two neighbouring municipalities in the area in year 2009 been quite focused on how we can meet the different cultural aspects of the community and its fairly high production of art. This is why we prepared and voted a cultural policy in 2014, where we really want to meet the local ideas and activity.
Many times did we hear, that you gain this and that amount of money for each dime you invest in culture. As important these analysis and figures are and as imortant it is to prioritze and be selective for quality, we have witnessed in a very concrete way by supporting the G! Festival financially, in communication and consulting services, technical solutions and services and other from different staff of the municipality, that different kinds of arts are prospering around the festival and more and more numerous. The latest example is this artistic acticvity by Eksil and you people here and those we will hear and see the coming days. The event on Land Art last year really inspired me, so thank you!
Now I will say something in Faroese about the theme of the exhibition – because we are here in Gøta, Faroe Islands, and to emphasize how important expression on art and international art dicussion is in our language too:
Temað um, hvussu listafólk nýta og fata náttúru í einum post humanum samanhangi, er spennandi og avbjóðandi – ikki bert fyri tykkum listafólk, men so sanniliga fyri okkum áskoðarar og áhoyrarar, sum skulu fylgja hesum øðrvísi sjónarhorni, ikki bert at síggja náttúruna í eini romatiskari tilgongd – sama við spurninginum um umhvørvi, eitt rættiliga aktuelt mál bæði í nærumhvørvinum OG heimsumfatandi.
Til dømis tá Randi Samsonsen vil hava okkum á tal gjøgnum eina visuella samrøðu, sum tekur støði í følisansinum, tá hon arbeiðir við vevnaði (tekstil) og hugleiðir um, hvussu menniskjan er drivin at forma og nýta tilfar og skapa burturúr, men møguliga ikki nóg tilvitað um teir nýggju trupulleikar hendan nýtslan og framleiðslan kann volda.
Úr grein hjá Stuart McLean lesa vit eisini, at kjakið um antropocænuna oftast tekur sínar ábendingar úr náttúruvínsindum og vísindum annnars, men kundi lært nógv av bókmentum og frá visuellu listini og teimum útinnandi leiklistunum, tí hesar rættiliga sjónliga fáast við markamótið millum materialitetin í tilfari og hetta, at framleiða skilvísa og bøtandi mentanarliga meining.
Jón Sonni Jensen sigur, at hann í síni list strembar eftir at skapa ein kendan og um somu tíð ein fremmandan varhuga av tí kropsliga og tess samleika.
Eins og í fjør fáa vit høvi at síggja verk eftir Jóhan Martin Christiansen, sum yvirskipað arbeiðir við skulpturi og video, har ið sambondini millum tilfar, taktilitet, náttúr, søgu, krop og poesi verða kannað.
Tsz Man Chan; úr Hong kong við síni videolist sýnir fram í Syðrugøtu frá í morgin, list, sum er ognað manninum IVANOV, og sýnist sera áhugaverd.
- - -
In a while we will hear texts read aloud – new material from our host the publisher, Kim Simonsen, and from Anna Malan Jógvansdóttir, who just graduated from the Danish Author School from Johannes Göransson and from Vónbjørt Vang and Siri Ranvá Hjelm. And as I said in the beginning: it is a great honor, and I will add this: a great joy, and a good challenge to see and hear parts from your universes that came to us in Gøta today.
Welcome indeed!
Vælkomin!
Røða hildin til setanina av framsýningum og listaframførslunum á G! Festivalinum 11. juli 2018. Býráðshúsið í Eysturkommunu og í Syðrugøtu.
Eftir: Solveig Hanusardóttur Olsen, listfrøðing
Intro:
The artists exhibiting here at the town hall in Norðragøta are Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen and Randi Samsonsen, all from the Faroe Islands. In addition to this Tsz-Man Chan from Hong Kong will present three video-installations at Fjósið tomorrow.
The theme:
The artists work with nature and environment in a post-humanist context. But what does this mean? The artists create a space where everyone can examine what it means to be human. As the quote by Donna Haraway used in the promotion of this event states: “…learning to stay with the trouble of living and dying in responsibility on a damaged earth”
The artists:
The artists do this in very individual ways. What they all have in common is a thorough understanding of the materials used, how they act, the possibilities they hold, how they relate to the outside world as well as connect to the individual.
Randi Samsonsen:
Randi Samsonsen creates soft sculptures through an ancient and traditional handicraft. Randi takes the art of knitting and crocheting to another level. Through her works she aims to have a visual conversation with the viewer and connect to them through tactility. Her artworks are time-consuming: one small loop connected to another loop, continuing on to what feels like eternity. It takes expert knowledge about the process, the tools and the material.
Jóhan Martin Christiansen:
For Jóhan Martin Christiansen nature is used as an imprint. These impressions affect our consciousness – both physically through our senses, and mentally through perception and memory. Many of Jóhan Martin’s works contain distinct features of landscape. They show a sensuous surface of materials such as plaster and cotton where nature has left its mark in various ways and brings abstract impressions and images forward.
Jón Sonni Jensen
Jón Sonni Jensen’s works are bodily in an abstract way. They are sensuous in a two-part manner: they both fascinate and disgust, they draw and repel, they calm and disturb. These feelings that are at opposite ends of the spectrum, and the connection between them fascinates Jón Sonnni. The artworks are mirrors turned towards the viewer. We do not recognize the artwork as something concrete, but because of the connotations of the forms and materials we can relate to it in some abstract way.
Tsz-Man Chan
Tsz-Man Chan is from Hong Kong. She creates spaces where the viewer can contemplate on what it means to be human and a connection with nature. In her artworks she intertwines mythology, creativity and real life. She is going to present three video works about her partner Ivanov who disappeared on their home island. The work is described as fictional mythology merging into a surreal life story. This and a talk will be at Fjósið tomorrow at 16:00.
Ending:
Material and awareness of material becomes present in our construction and deconstruction of life. This cross-cultural event is an informing and interesting way of showing how these themes are represented in various art forms. I am looking forward to a lot of interesting talks and discussions, and wish you a great festival.
Ape rules, O.K.!
/Claus Carstensen - Steinprent 29.6-21.7-2018
Udstillingen Ape rules, O.K.! domineres af flere monumentale abehoveder, der omkranser og nedstirrer udstillingsgæsterne fra centrale punkter i udstillingsrummet. Udstillingen indeholder flere referencer til det mangeårige samarbejde mellem Claus Carstensen og Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent, eksempelvis i nogle collager, der består af malerier, hvorpå der er limet dele af litografier, som er fremstillet på værkstedet. Desuden er der tre værker på udstillingen, der så at sige vender tilbage til deres skabelsessted, idet de består af readymade elementer fra den litografiske arbejdsproces, nemlig de grønne gummimåtter fra stentrykspressen, hvorpå man aner tre af Carstensens litografimotiver. Motivisk udgangspunkt er den såkaldte "dyregørelse" – et begreb som Carstensen beskriver som en tosidet, antropologisk størrelse, hvor begge sider har noget med hinanden at gøre, og som handler om gradueringer af begreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. I udstillingsrummet overrumples beskueren af abernes blikke og figurernes flertydighed, de åbne gab med aggressivt blottede tænder – og så abernes let bedrøvede blik, der indikerer en form for eftertænksomhed. Talemåden om at ‘øjnene er sjælens spejl’ viser hvilken central symbolsk betydning, vi tillægger øjnene – forestillingen om det særligt menneskelige er på mange måder bundet til blikket.
"...Udstillingen kom ikke til at hedde noget med hommage à Kinna, men Ape rules, O.K.! og Kinna fik lov at hænge værkerne op, ligesom hun også skrev teksten til det spontant udviklede katalog, der simpelthen er et litografisk, nummeret tryk, råt og meget lækkert. I Jan Anderssons litografiske værksted, som han driver med sin partner, grafikeren Fríða Matras Brekku kan der ske de mest fantastiske ting.
Udstillingen Ape rules, O.K.! ligger tematisk i forlængelse af Claus Carstensens store udstilling Becoming Animal på Den Frie (og i Lemvig), men har specifikt fokus på aben. Denne fjerne fætter er rejst til Færøerne, hvor det for nyligt kom frem, at kun 21% tror på evolutionslærens påvisning af, at mennesket og aben har samme oprindelse, mens hele 52% bekender sig til kreationismen dvs. troen på, at mennesket er skabt af Gud eller en anden højere magt. Kinna Poulsen har udvalgt en række forskellige malerier og collager, som også forbinder sig til Claus Carstensens tidligere udstillinger på Færøerne. Det er en stram og præcis udstilling som udover det konfrontatoriske tema både rummer en lyrisk og en humoristisk dimension..."
(Mai Misfeldt i kommende artikel)
Yrkislistafólkini kunnu søkja listafólkaløn
/Janus Kamban
Mentanargrunnurin boðar frá, at nú kunnu yrkislistafólk søkja listafólkaløn frá grunnunum. Freistin er 1.september 2018. http://mentanargrunnur.fo/
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá́ yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Sambært § 4 a í kunngerð nr. 109 við broytingum. Listafólkalønir verða latnar eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins, skrivað á umsóknarbløð grunsins. Listafólkalønir verða veittar við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini, og sum nevndin fyri Mentanargrunnin metir hava listalig ella faklig dygdareyðkenni. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins tekur út frá tilmæli frá serligum faknevndum endaligu avgerðina um, hvør fær listafólkaløn. Samlaðu útreiðslurnar skulu ikki vera meira enn tøka játtanin til endamálið. Tey, ið fáa listafólkaløn, skulu í útgangsstøðinum arbeiða í minsta lagi í trý ár. Sama listafólk kann søkja listafólkaløn aftur 3. hvørt ár, tó soleiðis at samlaða skeiðið at fáa listafólkaløn kann vara í mesta lagi níggju ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan teimum verður veitt listafólkaløn. Tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi, meðan tey fáa listafólkaløn. Lýst verður alment eftir umsóknum til listafólkalønir umleið 2 mánaðir undan umsóknarfreistini. Listafólkalønin verður útgoldin mánaðarliga og svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Í
Bók um William Heinesen væl móttikin í Danmark
/Herfyri gav forlagið Torgard út danska útgávu av myndlistabókini "William Heinesen, myndlistamaður" eftir Bárð Jákupsson, sum Sprotin gav út í tvímæltari føroysk-enskari útgávu í 2016. Danska útgávan hevur heitið "William Heinesen, billedmageren" og er 304 síður til longdar.
Nakað broytt og tekstliga økt útgáva
Danska útgávan er ein nakað broytt útgáva av tí føroysk-ensku upprunaútgávuni. Myndirnar eru tær somu, men danska útgávan er í størri mun skipað í tíðarrøð enn upprunaútgávan. Haraftrat er teksturin longdur munandi og tillagaður útlendskum, tvs. donskum, lesarum við tað, at greitt verður nágreiniligari frá ymsum, sum er undirskilt hjá føroyingum. Eisini eru fleiri sitat úr skaldaverkum hjá Williami enn í upprunaútgúvuni. Av tí at teksturin er longdur, er danska útgavan ikki tvímælt eins og upprunaútgávan, men bara á donskum. Bárður Jákupsson hevur sjálvur umsett og longt upprunatekstin.
Avbera góð ummæli
Bókin hevur fyrbils verið ummæld í trimum donskum bløðum - Kristeligt Dagblad, Jyllands-Posten og Nordjyske Stiftstidende - og ummælini hava verið avbera góð. Í Kristeligt Dagblad gevur ummælarin bókini 5 stjørnur og rópar hana rætt og slætt "en pragtbog" og nevnir, at tey mongu sitatini í úr skaldskapinum hjá Williami eru ein góður "lykil" til at skilja andliga grundfestið undir myndunum hjá listamanninum. Í Jyllands-Posten skrivar ummælarin, at bókin er skrivað "á einari aldu av bergtikni og virðing, men eisini við tí kritiska sansi, sum skal til." Báðir ummælarar draga fram landslags- og skýmingsmyndirnar hjá Williami, sum nakað av tí bestu myndlistini frá hansara hond.
Ummælarin í Nordjyske Stiftstidende gevur bókini 5 stjørnur og skrivar, at hon er "en fin bedrift", "en flot billebog" og "veloplagt skrevet". Eisini Dansk BiblioteksCenter hevur bara rós at bera bókini. "Ein upp á allar mátar frálík og stórfingin bók," skrivar ummælari teirra í sínum viðmæli til donsku bókasøvnini.
Modigliani, Gustav Klimt og Pablo Picasso go home!
Til stuttleika kann nevnast, at ummælarin í Kristeligt Dagblad skrivar um pappírsklippini hjá Williami, at hon ongantíð í einum listaligum lívsverki hevur sæð so nógvar naknar ungar gentur, sum lokka og eggja við "struttandi attributtum" og erotiskum ósmædni. Tað er ein fragd fyri eygað, serliga tað mannliga, skrivar ummælarin og heldur fyri: "Modigliani, Gustav Klimt og Pablo Picasso go home!"
Ein sannur listamaður
Tann lítillætni William vildi ikki rópa seg sjálvan mynd-listamann við stórum L. Í hansara eygum var "myndamakaríið" mest at kalla hjáputur við síðuna av hansara professionella, listarliga yrki sum rithøvundur, men donsku ummælarnir eru ikki í iva - eins og Bárður Jákupsson og vælsaktans flest onnur: William hevði onga orsøk at vera lítillátin. Eins og hann var ein meistaraligur rithøvundur, var hann av sonnum eisini ein stórur mynd-listamaður. Við stórum L.
Fleiri ummæli á veg
Forlagið hevur fingið upplýst, at ummæli eru ávegis í Politiken og Information - og kanska Weekendavisen eisini - men tey eru so ikki komin enn.
Stuðul
Norðurlendski týðaragrunnurin, Dansk-Færøsk Kulturfond, Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava stuðlað donsku útgávuni.
"William Heinesen, billedmageren" fæst í føroyskum og donskum bókhandlunum - og netbókahandlum - og kostar 399 krónur.
Myndasavnan og tekstur: Bárður Jákupsson.
Avmyndan: Alan Brockie.
Rerpro: IC-Design eftir upprunasniðgávu hjá Sonju Kjølbro/Sprotanum.
Ritstjórnað donsku útgávuni hevur Hugin Eide.
Bárður Jákupsson framsýning á Norðurbryggjuni
/24.august klokkan 16-18 letur upp framsýning við verkum hjá Bárði Jákupsson á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Á heimasíðuni verður Bárður lýstur við hesum orðum:
Bárður Jákupsson kombinerer kunstens og Færøernes natur i sine abstrakte værker. De indfanger en konstant foranderlighed og flygtighed, og deres udtryk spænder over såvel det ekspressive og kraftfuldt betonede maleri til de mere lyriske akvareller.
Udstilling 25. august – 21. oktober 2018
Fernisering 24. aug. kl. 16-18
Bárður Jákupsson er født i Tórshavn i 1943. Når maleren selv sætter ord på sit udgangspunkt, nævner han den svimlende oplevelse i en lille båd på havets bundløse dyb, beliggende under en høj klippekyst, hvis takker står i dramatisk silhuet imod aftenrøden. Det er noget, der kan tage pusten fra enhver, men jo også en position, der ophæver det traditionelle centralperspektiv og frisætter abstraktionen.
Som direktør for Færøernes Kunstmuseum har Jákupsson i årtier været en uundværlig, central figur i færøsk kulturliv. Siden han i 2003 fratrådte stillingen på museet for at hellige sig maleriet fuldt og helt, har han afholdt flere udstillinger med monumentale oliemalerier, hvis mægtige billedflader er rytmisk opdelt af vertikale formationer med dynamiske zigzag mønstre i heftige spektralfarver, der balanceres af køligere blåtoner og jordfarver.
Samtidig har han i disse år perfektioneret sine anderledes små og lette akvareller, der i flere tilfælde fremstår næsten nonfigurative med en organisk bølgende linjeføring, skiftende farveintensitet og heraf vekslende lysvirkninger.
Hoydalar verður mentanardepil
/Tað verða Listafólkasamband Føroya (Lisa) og Tjóðsavn Føroya, sum fara at húsast í Hoydølum, nú undirvísingin á Glasi eftir summarferiuna flytir út í Marknagilsdepilin
Mentamálaráðið hevur viðgjørt tey 52 uppskotini, sum komu inn til hugskotskappingina um Hoydalar, og avgerð er tikin um at samantvinna tvey av uppskotunum.
Listafólkasambandið hevur leingi sóknast eftir størri hølum til millum annað venjingar, framsýningar og arbeiðshøli hjá listafólkum, og Tjóðsavnið hevur í mong ár ynskt at savnað stovnin - burtursæð frá stóru framsýningunum - undir somu lon.
Mentamálaráðið metti, at hesi bæði uppskotini við fyrimuni kunnu samantvinnast, og nóg mikið av plássi er í Hoydølum til at hýsa báðum.
- Í útveljingartilgongdini hevur tað verið umráðandi, at verandi bygningar ikki mugu standa tómir, og at virksemið eisini fellir væl inn í Frílendisætlanina fyri Hoydalar, sum umfatar náttúruna í økinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Hon leggur afturat, at samgongan í verandi heitu búskaparstøðu ikki ætlar at seta meira ferð á búskapin við at byggja nýtt og stórt í Hoydølum, og heldur ikki varð mett ráðiligt at byggja bústaðir á økið.
Mentamálaráðið metir funnu loysnina vera bæði skilagóða og gagnliga. Í eitt óásett fyribils áramál kunnu LISA og Tjóðsavnið sostatt nú í felag húsast í Hoydølum, inntil tíðirnar aftur krevja stórar íløgur.
- Nú hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi. Og við at umskipa Hoydalar til ein slíkan livandi mentanardepil kann kanska eisini spyrjast eitthvørt forvitnisligt burturúr teirri synergiini, sum uppstendur. Í øllum førum fegnist eg um, at bæði mentanin og listin nú fáa væl betri arbeiðsumstøður, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Hansina Iversen tilnevnd altjóða grafikkvirðisløn
/Nú er kunngjørt hvørji 42 listafólk eru tilnevnd at fáa ta stóru, altjóða grafikkvirðislønina Queen Sonja Print Award og millum tey tilnevndu er føroyska listakvinnan, Hansina Iversen. Virðislønin er uppá 400 000 norskar krónur. Vinnarin verður kunngjørdur 8.november í ár.
http://www.queensonjaprintaward.no/
Claus Carstensen sýnir fram í Steinprenti
/Ape rules, O.K.! 29.6-21.7-2018
Bæði bíbliuvers og føroyskur veruleiki eru partar av útgangsstøðinum á listaframsýningini Ape rules, O.K.! hjá Claus Carstensen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 29.juni klokkan 16-18. Listamaðurin er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur havt fleiri framsýningar her einsamallur og saman við føroyskum listafólkum.
Í framsýningarhølinum starir eitt stórt apuhøvd at áskoðaranum fleiri staðni í framsýningarrúminum. Verkini á framsýningini eru lutvíst knýtt at framsýningarverkætlanum, sum Claus Carstensen hevur skipað fyri seinastu árini, eitt nú Becoming Animal og Dyregørelser, men framsýningin er eisini sett saman við atliti at aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum. Eitt útgangsstøði er skakandi tølini í sjónvarpssendingini, Guð signi Føroyar, sum eftir øllum at døma vísa, at bert 21% av føroyingum taka undir við menningarlæruni, meðan heili 52% av okkum trúgva uppá kreationismu, at menniskjað er skapt av Guði ella eini hægri makt.
Í framsýningarhølunum verður áskoðarin tikin á bóli av fleirtýðugu apunum við teirra opnu, aggressivu kjaftum og sorgblíða, eyma eygnabrái. Orðatakið um, at eyguni eru spegilin hjá sálini er dømi um symbolsku fatanina av eygunum – ímyndin um tað serstakt menniskjansliga er á so mangan hátt bundin at eygnabránum. Myndevnisliga fráspennið er í sonevndu "djóragerðini" – eitt hugtak hjá Carstensen, sum snýr seg um stigskifti av mentan, tilvitsku, sjálvstilviti og menniskjansskap. At menniskjað er tilvitað um, at tað ikki livir í einum opnum, endaleysum lendi, men sær hetta lendið minka støðugt – djórið sær fyri sær eitt opið, óavmarkað, tíðarleyst landslag, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná og tessvegna heldur ikki finst nakað tilvit um deyðan. Sambært Carstensen er eitt aggressivt/aktivt slag og eitt passivt slag av djóragerðum. Tann óvirkna djóragerðin er merkt av einum øgiligum longsli eftir æviga lívinum. Tann aktiva djóragerðin snýr seg um at gera hini til djór soleiðis at skilja, at mann sjálv/ur er hægri í skipanini enn tey, mann niðrar. Í hesum sambandi er merkiliga víðgongdi samanburðurin hjá Prædikaranum millum menniskja og djór áhugaverdur: “Eg segði í hjarta mínum: "Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr; tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.” Prædikarin, kap.3, ørindi 18 og 19.
Framsýningin Ape rules, O.K.! er at síggja í Steinprenti frá 29.6-21.7-2018.
Ape rules, O.K.!
Claus Carstensen - Steinprent 29.6-21.7-2018
Udstillingen Ape rules, O.K.! domineres af flere monumentale abehoveder, der omkranser og nedstirrer udstillingsgæsterne fra centrale punkter i udstillingsrummet. Selv om værkerne hænger tematisk sammen med Carstensens store udstillingsprojekter fra de senere år – Becoming Animal i Den Frie Udstillingsbygning og Museet for Religiøs Kunst i Lemvig, samt Dyregørelser hos Galleri Tom Christoffersen – er udstillingen i Steinprent også kurateret med henblik på aktuelle færøske forhold som den forbløffende nyhed fornylig på færøsk TV, at kun 21% af den færøske befolkning tror på evolutionslærens påvisning af, at mennesket og aben har samme oprindelse, mens hele 52% bekender sig til kreationismen dvs. troen på, at mennesket er skabt af Gud eller en anden højere magt.
Udstillingen indeholder desuden flere referencer til det mangeårige samarbejde mellem Claus Carstensen og Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent, eksempelvis i nogle collager, der består af malerier, hvorpå der er limet dele af litografier, som er fremstillet på værkstedet. Desuden er der tre værker på udstillingen, der så at sige vender tilbage til deres skabelsessted, idet de består af readymade elementer fra den litografiske arbejdsproces, nemlig de grønne gummimåtter fra stentrykspressen, hvorpå man aner tre af Carstensens litografimotiver.
Samarbejdet mellem Claus Carstensen og Steinprent, der hidtil har varet i seksten år, er vægtigt og betydningsfuldt – også i forhold til færøsk billedkunst og -historie. Det har indtil videre resulteret i en del udstillinger og omkring hundrede grafiske værker, samt flere bogudgivelser, bl.a. Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie og Lille dæmonologi med Søren Ulrik Thomsens essays og Carstensens heliografier.
Carstensen kan ikke betegnes som værende konfliktsky i sit motivvalg, der ofte kredser omkring den mellemmenneskelige forråelse, hvadenten det er folkemord begået af Khmer Rouge, nazisterne eller såkaldte almindelige menneskers opførsel. De sidste par gange, Carstensen har arbejdet på Steinprent, har dyr været grundmotivet. I 2015 producerede han sammen med Jan Andersson det monumentale litografi, Hvalp – en aggressiv, gøende schæferhund sammen med en tekst formuleret som en dødstrussel hentet fra en hate mail mod Yahya Hassan: “Fuckking hund din luder. Du skal bare dø din hvalp. Din beskidte luder. Jeg vil så gerne dræbe dig. Fucking skære dig i småstykker din bums. Håber jeg ser dig en dag så visser jeg dig helvede”.
Motivisk udgangspunkt er den såkaldte "dyregørelse" – et begreb som Carstensen beskriver som en tosidet, antropologisk størrelse, hvor begge sider har noget med hinanden at gøre, og som handler om gradueringer af begreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. At mennesket er bevidst om, at det ikke lever i et åbent, endeløst terræn, men ser sig selv tabe terræn – modsat dyret, der ser et åbent, uafgrænset, tidløst landskab, hvor der ikke er et ’før’ eller et ’efter’ og derfor heller ingen dødsbevidsthed. Som Carstensen ser det, er der en agressiv/aktiv og en passiv form for dyregørelse. Den passive del, ‘dyreblivelsen’, udgøres af en enorm længsel efter evigt liv. Den aktive del, ‘dyregørelsen’, handler om at gøre ‘de andre’ til dyr med en bevidsthed om, at man står højere i hierakiet end dem man fornedrer.
Tilbage i udstillingsrummet overrumples beskueren af abernes blikke og figurernes flertydighed, de åbne gab med aggressivt blottede tænder – og så abernes let bedrøvede blik, der indikerer en form for eftertænksomhed. Talemåden om at ‘øjnene er sjælens spejl’ viser hvilken central symbolsk betydning, vi tillægger øjnene – forestillingen om det særligt menneskelige er på mange måder bundet til blikket. Den abe, som det færøske samfund nu sidder med blev ubehagelig tydelig i Heini í Skorinis TV-dokumentar Guð signi Føroyar, hvori det færøske trosliv kortlægges og hvor statistikken minder mere om de tal, man kan finde i visse fundamentalistiske regimer, end det vi almindeligvis ser i undersøgelser af samme forhold i Nordeuropa.
Ape rules, O.K.!
Claus Carstensen - Steinprent, 29th June - 21st July 2018
The exhibition Ape Rules, O.K.! is dominated by a number of monumental monkeys’ heads that surround and stare down the visitors from central points in the exhibition space. Although the pieces are thematically related to Carstensen’s large exhibition projects over the last several years - Becoming Animal in Den Frie Exhibition Building and The Museum for Religious Art in Lemvig, as well as Dyregørelser at Galleri Tom Christensen - the exhibition at Steinprent is also curated with some new revelations in mind. A recent report on Faroese television concluded that a mere 21% of the Faroese population believes in the Theory of Evolution, which states the common ancestry of humans and apes. A shocking 52% of the population, on the other hand, proclaimed a belief in Creationism, i.e. the belief that humans are created by God or some sort of higher power.
The exhibition contains several references to the many years’ collaboration between Claus Carstensen and the Faroese lithographic workshop, Steinprent. This is apparent in some of the collages, which consists of paintings onto which lithographic fragments have been applied - Fragments of lithographic works that have been created at the workshop. Furthermore, there are three pieces that, in a manner of speaking, return to their place of origin, in that they consist of elements of the lithographic process. Namely the green rubber mats from the lithographic presses, on which one can still make out three of Carstensen’s lithographic subjects.
The collaboration between Claus Carstensen and Steinprent, which has lasted for sixteen years so far, is weighty and significant. Also in relation to Faroese art and art history. So far, it has resulted in numerous shows and approximately one hundred lithographic works, as well as several book releases. For example: Dét, hvorom man hverken kan tale ellar tie and Lille Dæmonologi with essays by Søren Ulrik Thomsen and Carstensen’s heliographic prints.
In terms of his subject matter, which frequently orbits interhuman brutalisation, Carstensen can not be despribed as someone afraid of conflict. Whether it is the genocide perpetrated by the Khmer Rouge, the nazis or so-called common human behavior. The primary subject matter has been animals the last couple of times that Carstensen has been working at Steinprent. In 2015, in collaboration with Jan Andersson, Carstensen created the monumental Lithographic piece, Hvalp (Puppy). A piece depicting an aggresive barking German Shepherd, with a snippet of text, phrased as a death threat, taken from a hate mail sent to the Danish poet Yahya Hassan. It reads (loosely translated from Danish): “Fucking dog, you slut. You are going to die, puppy. You filthy whore. I really want to kill you. Fucking cut you in to tiny little pieces, you bum. I hope I will see you some day and I promise you Hell.”
The term Becoming Animal is the starting point for Carstensen’s subject matter. It is a phrase that he describes as a two-sided anthropological plane, on which both sides are interconnected. It delineates graduations of notions, such as: culture, conscientious occurences, self-awareness and human characteristics. The idea that humans are mindful of the fact that we do not live on an open, endless terrain, but see ourselves losing territory. Whereas animals see an unenclosed, unlimited and timeless landscape, where there is no ‘before’ or ‘after’ and therefore neither any consciousness of death. From Carstensen’s perspective, there is an agressive/active and a passive model of ‘Becoming Animal’. The passive side ‘Becoming Animal’ relates to an enormous longing for eternity. The active side ‘Creating Animal’ is about turning ‘the others’ into animals, with an awareness of an hierarchical elevation in relation to those that one degrades.
The spectator is taken aback by the apes’ glances and their abiguous nature. The open jaws with the agressive presentation of teeth versus the monkeys’ sorrowful expression indicates a form of thoughtfulness. ‘The Eyes Are the Windows to the Soul’ reflects on the significant symbolism that we impart on the eyes - In many ways, the notion of the ‘human particular’ lies in the glance. The ape that the Faroese society is now faced with became embarrassingly obvious in Heini í Skorini’s TV-documentary Gud signi Føroyar (God Bless the Faroe Islands), wherein the religious persuasions of the Faroese people was mapped out. Here it became clear, that the Faroe Islands are statistically more similar to some fundamentalist regimes in the world, in comparison to some of the other usual commonalities with Northern Europe.
Randi Samsonsen In Search of Lost Colours - Finissage
/Í gjár var endabresturin av framsýningini hjá Randi Samsonsen í Steinprenti, In Search of Lost Colours. Tiltakið var somuleiðis karmur um útgávu av einum bóklingi um framsýningina og listakvinnuna, sum hon signeraði. Her eru myndir frá einum væl eydnaðum tiltaki.
Randi Samsonsen - finissage og bókaframløga
/Í dag, fríggjadagin 22.juni klokkan fýra verður bókaframløga í Steinprenti, tá katalogið hjá Randi Samsonsen verður presenterað. Í bóklinginum eru myndir av framsýningini In Search of Lost Colours, umframt ein tekstur um framsýningina og listakvinnuna. Bóklingurin verður til keyps ídag fyri 100,- kr. Hetta verður samstundis seinasta høvi at síggja framsýningina hjá Randi Samsonsen, sum letur aftur í morgin.
Hetta er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klæði, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta føroyska serframsýningin hjá Randi Samsonsen, sum heldur ikki hevur gjørt steinprent áður. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til í fleiri umførum. Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøðið - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu heiminum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum. Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.
Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið, hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, summi hava ein hvassari yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast. Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon hevur eina Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og starvast umframt sítt listayrki eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.
The opening of Randi Samsonsen’s exhibition ‘In Search of Lost Colours’ took place at Steinprent (Tórshavn, Faroe Islands) on Saturday the 12th of May.
Randi Samsonsen’s main medium is textile. Knitted, crocheted, sewn and stuffed artworks. Lithographic works have also been created for the exhibition.
The exhibition is conceptual. Both the lithographic and textile works have the same starting-point, which the artist has referred to as colour memories from the different homes that she grew up in and visited as a child. From childhood, we are blessed with an outstanding ability to sense our surroundings. With our untarnished senses, we see, smell, hear and feel the rooms surrounding us and the things in them so thoroughly, that we are able to relive these sensory recollections many years later. Colours play a vital role in Randi Samsonsen’s memories, which is the reason for her empirical take on colour memories.
Through studies of family photo albums she has been making notes and colour charts, which she been using for both her textile and graphic works. All of the pieces in the exhibition are fundamentally non-representational. Randi Samsonsen’s colour memories manifest themselves in organic shapes, which she places lying, standing or hanging in the space. Some pieces have very natural characteristics, reminiscent of coccons, hanging plant stems or bladder wracks. But the human body also plays a crucial role in these works, from an inspirational, as well as a comprehensive standpoint.
Randi Samsonsen’s textile work relates to the human body, with anthropomorphous shapes evocative of body parts, but this is also art that is to be understood in a complete physical, tactile and sensory manner. Several works are soft, whilst others possess a more rough exterior. The processes used for the creation of these pieces are a wide variety of needlework. The same, which for centuries, have been used to produce common everyday items. But Randi Samsonsen’s work forces a different perspective on this. Somewhere between the known and the unknown, her work surprises by making us laugh, frown and recall.
Randi Samsonsen lives and works in Tórshavn. She holds a Master of Design from the Designschool in Kolding, Denmark. She is a textile artist and also works as teacher at Glasir Tórshavn College. In 2013 she had a solo show at Nordatlantens Brygge, Copenhagen. She has curated several exhbitions at the National Gallery of the Faroe Islands, as well as taken part in a myriad of group shows in the Faroe Islands and internationally.
2018: - Traditionsbrud, Hobro, Denmark 2017:
- IsThisKnit, Copenhagen, Denmark. - Aguille en Feté, Paris, France 2015: - Our Arctic Future, Berlin, Germany
Føroysk list við í framsýning í Philips Collection
/Kenda amerikanska listasavnið, Philips Collection í Washington fer í heyst at framsýna norðurlendska list. Hetta er í sær sjálvum áhugavert, men verður ikki minni spennandi nú tað skilst, at eisini føroysk, grønlendsk, íslendsk og álendsk list verður við (umframt donsk, finsk, svensk og norsk list). Tílíkar presentatiónir av norðurlendskari list hava ofta manglað umboðan frá teimum smáu tjóðunum. Sambært heimasíðuni hjá Philips Collection fevnir framsýningin um 200 ár við 62 listafólkum, ið verða við á framsýningini Nordic Impressions frá 13.oktober í ár til 13.januar 2019. Enn er bara greitt, at framúrskarandi koloristurin, Ruth Smith verður við á framsýningini. Meira verður at frætta um hetta seinni.
VATN - ein summarframsýning við áhugaverdum verkum
/Í gjár læt Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá tjúgu listafólkum úr Føroyum, Norðurlondum og Baltikum. Upplatingin var samstundis karmur um móttøku av nýggja leiðaranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sum Birgir Kruse lýsir í sínum bloggi: http://birkblog.blogspot.com/2018/06/mottka-fyri-gunn-hernes.html
Hamferð, Jón Aldará, Theodor Kapnas og John Egholm høvdu eina heilt einastandandi, ja rúnarbindandi framførslu, dynamiska, dramatiska við undurvøkrum, kenslubornum sangi. Áðrenn hesa framførsluna greiddi Gunn Hernes m.a. frá í síni røðu, at 262 listafólk hava sent inn uppskot til framsýningina, sum hevur undirheitið VATN Norðurlendsk Salón, men bert 20 teirra eru sloppin gjøgnum nálareygað: Andris Vītoliņš (LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).
Inger Smærup Sørensen hevur skipað framsýningina, valt út, disponerað og hongt hana upp. Uppheingingin tók meg á bóli. Hetta er ein sera fjølbroytt framsýning, eisini tøkniliga, hon hevur eitt ávíst altjóða brá og fleiri góð listaverk. Eg hevði satt at siga ikki væntað mær so nógv, tí eg helt evnið vera eitt sindur (ov) sjálvsagt til listafólk at fyrihalda seg til. Gleðiligt er at uppliva, at evnið er umsitið á sera opinskáraðan hátt. Listaverkini eru sera ymisk bæði evnisliga, í stíli og í tøkni, summi abstrakt, onnur figurativ, onkur við popplistarligum brá og umhvørvisligum atliti, meðan onnur aftur eru poetisk og kensluborin. Ymiskleikin avspeglast í dynamisku uppheingingini, ið ger framsýningina dialog- og prosessmerkta á áhugaverdan hátt.
Trý føroysk listafólk eru við á framsýningini; Hansina Iversen, Jens Dam Ziska og Rannvá Holm Mortensen, hvørs verk Innarahav/miðjararahav/ útjaðarahav snýr seg um flótandi samanhangir við visiónum av felagstraumum, óndum ævintýrum og politiskum veruleika. Hetta eru áhugaverdar tekningar í stórum vavi av menniskja- djóra og húsaskapum, ið hanga niður úr loftinum og umskarast. Umskarandi uppheingingin hevur við sær, at partar av verkinum ikki síggjast ordiliga – hetta riggar merkiliga væl, konsentrerar verkið og ger tað loyndarfult sum eina hálvafturlatna/hálvopna bók, sum er full av stórum søgum. Í fína, geometriskt greiða og fjálgt sansaliga málninginum hjá Jens Dam Ziska síggja vit, at hann miðsavnar seg um máling ella tað evnisliga í málingini, at hon er flótandi tilfar, “ið leitar eftir eini fastari legu, har annaðhvørt gjøgnuskygdu ella óglæru eginleikarnir hjá tilfarinum gera av, hvat er sjónligt og hvat er dult”. Verkið hjá Hansinu Iversen er ein videoinstallatión við heitinum Stjørnukastari og sjálvt um onkur líkskapur er við skyggjandi glæmuna av einum tendraðum stjørnukastara, so vísir tað seg at vera ein vatnstrála úr einum krana, sum Hansina Iversen hevur filmað. Einfalt og abstrakt eins og áhugaverda verkið hjá svensku listakvinnuni, Victoria Cleverby, Strävan efter ett ursprungligt tilstånd, sum hongur á vegginum, tó at tað ikki er ein vanlig mynd ella málningur. Eg eri ikki greið yvir hvat tilfarið er, men tað minnir um børk av træi við røðum av útskornum lepum á ójavna yvirflatanum. Hetta verkið er bæði tilfarsligt og poetiskt eins og yrkingin, sum er partur av verkinum og sum snýr seg um, at vatnið veit hvagar tað fer. Tað er áskoðarin, ið avger hvagar vatnið fer í hugtakandi verkinum hjá donsku listakvinnuni, Nina Maria Kleivan Unheimlich Swimming við lutum, sum vit sambinda við vatn, handklæði, vatnfat og eini videoprojektión niður í vatn. Men farið sjálvi í Norðurlandahúsið og hyggið, hetta er ikki ein framsýning, sum bert skal síggjast á Listaportalinum, rokilsið skal upplivast 1:1 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum nú tekur at líkjast samtíðarlistahøllini, ið manglar í føroyska høvuðsstaðnum.
Hamferð
Nina Maria Kleivan
Rannvá Holm Mortensen
Victoria Cleverby
Jens Dam Ziska
Vappu Johansson
Hansina Iversen Steinunn Gunnlaugsdóttir
Dorthe Lund
Rúnarbindandi Teitur í Stern
/Nýggja plátan hjá Teiti Lassen er ummælt í stóra týska tíðarritinum, Stern, sum rósar honum fyri kenslubornu I want to be kind plátuna. Ummælarin staðfestir, at plátan er einføld við fáum tónleikarum, og endar við at siga, at Teitur ongantíð hevur verið betri og at hann er rúnarbindandi: “«I Want To Be Kind» hat er nun in New York lediglich mit Bartlett am Piano und dem Bassklarinettisten Doug Wieselman eingespielt. Besser war der einstige Indiepop-Exot noch nie. Rundum bezaubernd...”
Lesið ummælið í Stern her:
https://www.stern.de/kultur/musik/zarte-balladen-von-den-faeroeern-in-die-weite-welt--teiturs-charme-bezaubert-8120856.html
og ummælið á Listaportalinum:
http://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind
Tað stóra í tí lítla - Teitur I WANT TO BE KIND
/Tað var av tilvild, at eg á Facebook bar eyga við eitt týskt ummæli av nýggju plátuni hjá Teiti Lassen. Eg spurdi nær plátan fór at koma og fekk alt fyri eitt aftursvar, ið var eins óvæntað og tað var fyrijáttandi - at plátan er at fáa í Tutl beint NÚ. Tí var eg mær ein svipp á Káta Horninum í dag og keypti plátuna I want to be kind. Henda kenslan at koma út úr einum plátuhandli við einari spildurnýggjari LP í skróandi posanum sendi meg eina stutta, lukkuliga tankaferð aftur í fýrsini, tá plátur var tað, eg brúkti mínar pengar uppá.
Og so heim at lurta og skoða húsan, sum er hvítur og einfaldur við fotomynd av einum tómum pappkassa við signaturfigurinum hjá Teiti á (vit sóu hann eisini m.a. á The Singer), umframt plátuheitið, I want to be kind. Húsin er sera reinur og opin, og hóskar saman við opna, einfalda tónleikinum - fyri meg hevði tað tó ikki verið verri um tekstirnir vóru til taks, tí teir eru áhugaverdir, insisterandi minimalistiskir við einføldum eygleiðingum og smáum ynskjum, sum kunnu fevna um stórar kenslur.
Inni í húsanum liggur tann eiggiligu, svarta, tunga kvalitetsvinylpláta, sum eg havi lurtað eftir allan seinnapartin. Tilsamans tólv løg eru á plátuni, ið á sín egna hátt halda áfram har sum síðsta soloplátan, Story Music helt uppat fyri fimm árum síðani. Hesi árini hevur Teitur gjørt alt møguligt, hann hevur m.a. samstarvað við onnur listafólk á konsertum og útgávum.
Heitislagið I want to be kind hevur verið at hoyrt eina tíð við hesari eitt sindur løgnu byrjanarregluni, hvørs líkskapur við I want to break free hjá Queen ørkymlar meg almikið. Men kanska er henda nýggja plátan enn einfaldari og meira hugsunarsom og innilig enn tann fyrra við rúmi fyri umhugsni og fyri at steðga á. Á plátuni eru stillir, vakrir sangir við einføldum staðfestingum um tilveruna og um tað, sum hevur týdning.
Tað er vakra, ljósa og ódarvaða røddin hjá Teiti, sum ber útgávuna, umframt klaverundirspælið saman við restini av ljóðundirlagnum. Umframt Teit eru fáir tónleikarar við á plátuni, sum er upptikin í Reservoir Studios í New York við Thomas Bartlett á klaver og Doug Wieselman á bassklarinett.
Sum heild er plátan merkt av einføldum, løttum og gjøgnumskygdum ljóði. Tað ljóðar akustiskt og í fleiri førum verða klassisk ljóðføri brúkt, t.d. klaver, violin, klarinett, men onnur stuttlig ljóðføri eru eisini brúkt, t.d. Mellotron, sum er eitt slag av analogum syntezisara, ið varð uppfunnin í 1946 og OP-1, sum er ein lítil, tøkniliga avmarkaður, listarligur syntezisari frá svensku Teenage Engineering frá 2011. Í fleiri løgum eru menniskjaskapt ljóð, floyt og klapp, sum økja um fjálga og ópoleraða dámin á útgávuni.
Sangirnir eru sera einfaldir, men tíðum hoyrast leitandi klangir og millumspøl, sum í grundini eru øgiliga lítið popput, og sum í støðum minna um t.d. instrumentalløgini Y-arpeggios. Sara er hinvegin ein sovorðin sangur, sum tú heldur teg altíð hava kent. Júst sum Kodachrome hjá Paul Simon er Sara (Teitur og Judith Holofernes) ein føddur klassikari. Í tekstinum vendir ein sorgblíður egpersónur sær til fyrrverandi unnustuna, Saru og hevur hug at taka okkurt upp aftur saman við henni. Sangin Quite a lot, only slightly, very much havi eg hoyrt áður á donskum - tað er ein av sálmunum, sum Teitur gjørdi herfyri í sambandi við reformatiónsfagnaðin. Í tekstinum tekur sálmaskaldið útgangsstøðið í sonevnda Goldberg depressiónstestini. Tað ljóðar møguliga eitt sindur kliniskt, men hesum sangurin er alt annað enn tað, hann er fullkomiliga fantastiskur, eg fái ikki hildið uppat uppat við at lurta eftir honum og eri so spakuliga við at venja meg við tað merkiliga syntetiska kórið eisini. Tað ljóðar fremmant, men er fleirfaldaða røddin á Teiti. Orðingin, ið verður endurtikin er “without you” og rakar saman við yndisliga, einfalda laginum beint í hjartað. Tað sama kann sigast um alla hesa eyðmjúku útgávuna hjá einum sangskrivara, ið fremst av øllum ynskir at vera fittur og góður, og sum finnur gleði í teimum smáum lutunum.
Tann gleðin kann vera stór.
Veitslan - ein varði
/Foto: Tormod Lindgren
Tað er ikki eiti á móttøku, sum sjónleikurin Veitslan undir leikstjórn av Maritu S.Dalsgaard, hevur fingið í Keypmannahavn. Leikurin Veitslan alias Festen varð framførdur á Betty Nansen Teatret 7.juni í sambandi við CPH STAGE. Veitslan varð upprunaliga sett upp í Føroyum sum ein stór norðurlendsk verkætlan, leikurin varð frumsýndur í Løkshøll og var síðani á ferð í Norðurlandahúsinum og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Eg sá leikin í Norðurlandahúsinum og skilji væl ta góðu móttøkuna, tí hetta var sannførandi og nakað heilt serligt og ein imponerandi verkætlan. Ein uppdaterað versjón av kenda danska dogmefilminum hjá Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, sum Bo hr.Hansen lagaði til pall, sum Kristianna Winter Poulsen hevur týtt til føroyskt og sum undir hond Maritu S.Dalsgaard er blivið til eitt sjávstøðugt føroyskt leikverk, myndað av norðurlendskum samstarvi.
Leikarar eru: Hilmar Joensen (FO), Rasmus Lyberth (GL), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK), Hjálmar Dam (FO), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FO), Eyð Berghamar Jacobsen (FO), Barbara K. Andreasen (FO), Johanna Roos Slættanes (FO), Sonne Smith (FO), Karin Djurhuus (FO), Allan Dalsgarð (FO), Jógvan Salomon Joensen (FO), Gunnvør Joensen (FO), Gunnvá Zachariasen (FO), Birta Biskopstø (FO), Jógvan Salomon Joensen (FO), Róaldur Dalsgarð (FO), Johannes Andreas Dalsgaard Johannessen (FO), Hilmar Joensen yngr. (FO), Dukkan Fía (FO). Scenografi, video, klæði og foto gjørdi Tormod Lindgren (NO). Tónleik og ljóð gjørdi Joachim Holbek (DK), ljós og tøkni stóð Turpin Djurhuus fyri (FO). INSTRUKTØRASSISTENT: Gunnhild Michelsen (FO).
Donsku ummælarirnir fegnast m.a. um leiklistarliga avrikið hjá Hilmari Joensen og Hjálmari Dam, fyrrnevndi hevur tann eina høvuðsleiklutin sum pedofili pápin, Helgi, tann seinni er elsti sonurin Kristian, hvørs uppgerð, leikurin snýr seg um. Eg kann leggja aftrat, at leikararnir allir sum ein á sannførandi hátt mynda eina føroyska veitslu, og at Gunnvør Reynberg var merkisverd sum kona Helga - eitt stillisligt konsentrat av fornoktilsi. Nøkur ár eru síðani, eg sá leikin, men eg minnist enn hvussu Beinta Clothier rørdi meg sum tann nervøst brosandi, semjusøkjandi, skroypiliga systirin, hon leikti við eini kraft, sum rakk heilt niðan á ovastu stólarøð í Norðurlandahúsinum.
Í Betty Nansen Teatret hava tey havt eina ordans fest. Sóley Freyja Eiríksdóttir viðmælir Veitsluna, hon er púra hugtikin av leikinum og heldur á den4vaeg.dk tað vera stórt spell um ikki fleiri fáa høvið at síggja leikin. Ummælarin á heimasíðuni ungtteaterblod, Christian Skovgaard Hansen heldur, at Veitslan er púrasta gjøgnumførd og at pallsetingin hjá Maritu S.Dalsgaard er fantastisk: “Der er feststemningen denne aften. Det hele er gennemført, og festen begynder allerede ved ankomsten til teatret, hvor vi bliver modtaget med et glas snaps. Marita S. Dalsgaards iscenesættelse er fantastisk. Hun udnytter ikke alene selve scenen, men hele salen inddrages. Skuespillerne løber frem og tilbage i salen, så det føles som om, at hele publikum er en del af gæsterne til festen. Denne aften er der en del færinger i salen, hvilket også hjælper på stemningen. Vi er alle gæster til den ubehagelige fest, hvor den dysfunktionelle familie udstilles. Hemmeligheden afsløres, så stemningen skifter. Reaktionerne er forvirring, chok og vantro. Kan det virkelig være rigtigt?”.
Ummælarin rósar eisini norðurlendsku dimensiónini, at tað eydnast í leikinum at savna saman tær ymisku norðurlendsku mentaninar og málini í leikinum, so at alt gongur upp í eina hægri eind. Scenografiin hjá Tormod Lindgren verður eisini viðmælt, hon er einføld, men pallskiftini fungera “fornemt”. Allir leikarar eru góðir og passa til teirra leiklut, heldur Skovgaard Hansen og um Hilmar Joensen skrivar hann: “Fremhæves må dog enkelte. Hilmar Joensen som faderen Helge/Helgi er den kærlige far, der efterhånden viser sig at være en stærk og dominerende patriark, der ikke angrer sine handlinger. Han ligner uden på alle os andre, men han har vist sin kærlighed til børnene på en afskyvækkende måde, som det er svært at fatte sympati for... Hjálmar Dam er en voldsom, men samtidig sårbar og forpint Christian/Kristjan. Uhyggen og hadet stiger gennem forestillingen, indtil det viser sig, at faderen har begået synden, men ikke angrer den. Som hans modsætning er Hannes Óli Ágústsson den anden søn Michael/Mikkjal, som bralrer op og er rapkæftet...”
Á heimasíðuni cphculture.dk letur ummælarin Michael Søby Veitsluni hægsta stjørnutal, leikurin fær 6 stjørnur. Hann fagnar mátanum, sum Veitslan alias Festen hevur við sær føroyskan tónleik og veitslumentan. Hann rósar Hilmar Joensen og Hjálmar Dam: “Hjálmar Dam giver et intens portræt af den forpinte Christian, tilsynelandende opslugt af hævntørst, men i sidste ende måske blot ude i et desperat forsøg på at komme sig over søsterens død, så han kan komme videre med sit liv. Det gælder egentlig også for den brovtne søn Michael, som Hannes Óli Ágústsson fylder med aggressivitet og faderkomplekser. Problembarnet, som forældrene har forsøgt at gemme af vejen på en kokkeskole i Island, men også det forgæves...”. Ummælarin rósar somuleiðis Rasmus Lyberth og heldur, at í hesum leiklutinum er tað genialt at velja Rasmus Lyberth. “For hvis der er nogen, der er ramt af racistiske fordomme i Norden, så må det være ældre grønlandske mænd. Rasmus Lyberth spiller med styrke og værdighed, og får i et enkelt sangnummer anslået en dyb åndelig kraft, der hæver ham op over familiefestens stadig mere groteske optrin..”. Michael Søby endar sítt ummæli við at skriva, at Veitslan alias Festen er annað og meira enn ein góð leiklistauppliving. Her tekur hann serliga fram norðurlendska samstarvi og heldur, at sýningin er ein varði, sum fer at verða standandi.
Listaportalurin hevur fingið eina viðmerking frá leikstjóranum, Maritu S.Dalsgaard, ið greiðir frá, at hon framleiddi turnéuppsetingina fram til endaspurtin: "Tá tók Laufey Brynhildardóttir yvir - uttan hana varð hetta ikki komið so væl undir land. Vil við hesum bert tryggja mær at hennara arbeiði ikki dettur niður ímillum, sum tað hjá konum ofta hevur fyri vana at gera. Aðrar avgerandi konur eru: Gudny Eysturoy, Katrin Nolsøe Asley Højgaard, Chirstin Dahl Plate, Vibeke Windeløv Gunnvør Joensen, Sissal Olafsdottir, mamma mín Eydna Dalsgaard og mínar systrar Marjun Dalsgaard, Kristina Dalsgaard, og sum altíð: Sámal Clothier."
Hiðani av Listaportalinum verður ynskt teimum øllum til lukku við framúrskarandi úrslitinum.
Hansina Iversen - Steinprent
/Um summarið er nógv virksemi í Steinprenti og fyri hvørt ár verður mentanarturiststreymurin størri. Og tað er væl skiljandi, at tey koma í Steinprent, tí har er nógv at síggja. Umframt framsýningina hjá Randi Samsonsen er hópin av grafikki at síggja. At tað ber til at arbeiða í øllum rokinum, er ilt at skilja, men tað gera tey allíkavæl javnt og samt. Danski listamaðurin, Peter Callesen hevur arbeitt á verkstaðnum seinastu tíðina - hann hevur fingið 3 áhugaverd steinprent burturúr, sum verða partur av eini forkunnugari og sera øðrvísi framsýning við hansara verkum seinni í ár. Nógv meira um hetta seinni.
Tá eg var inni í gólvinum í Steinprenti í dag, gjørdist eg ovfarin av øllum prentunum hjá Hansinu Iversen, sum hingu á endavegginum. Hon hevur arbeitt í tveimum umførum og hevur fingið fleiri ymislig prent burturúr, sum eru full av mótsetningum, ikki minst tilfarsliga. Hygg bara at prentinum ovast. Er tað ikki sum um at eldur er í innaru litunum, sum tykjast bæði smelta og kølna av gjøgnumskygda skapinum av silvurgráum, ið er átøkt einum silkipappíri ella er tað eitt høvd, sum manifesterar seg á myndaflatanum?