Erik Heide í Steinprent
/Í hvíta ljósinum í dag fór eg mær ein túr í Steinprent og tað vísti seg at vera eitt serstakliga gott hugskot. Har arbeiðir í løtuni danski listamaðurin Erik Heide. Hann er so einastandandi áhugaverdur at práta við um listina og um lívið sum heild. Sama um samrøðan snýr seg um foie gras, sauterne og ristað rugbreyð, um snurrandi kettur, um skapið av klæna manninum, sum myndast av tveimum pappírslepum ella um gøtuna, har listamaðurin gongur hvønn dag inntil hann ikki gongur har meira. -"Tí hon endar jú" staðfestir hann púra róligt og ósentimentalt meðan eg stari intenst niður í litografiska steinin eftir bylgjandi landslagnum við gøtuni fyri at finna eitt framhald av gøtuni ella bara okkurt meiningsfult at siga. So eg spyrji um hetta, at trøini eru ber á myndini indikerar, at tað er um veturin og um hetta skal fatast symbolskt. Í veruleikanum sigi eg kanska bara eitt ella tvey orð, men Heide skilir hvat eg meini og smílist ristandi á høvdinum, nei, hasir píningarnir av nøkrum runnum síggja altíð soleiðis út, summar og vetur. Og tað er tað.
Hansara persónsmenska líkist í grundini listini, hann letur úr hondum. Tað ljóðar og sær so sera einfalt og eyðmjúkt út tað heila, men er í veruleikanum rættiliga djúpt hugsað og stórbært uttan at vilja vera tað. Listamaðurin sær so mildur og alfaðirligur út við hvítum skeggi, men tak ikki feil - Heide er óvanliga skarpur, vitugur og kritiskur maður, sum fylgir væl við og hevur stóran áhuga eitt nú í listini hjá samstarvsfelagum í Steinprenti. Hann er sera sjálvkritiskur og er hann ikki nøgdur við eitt prent, so verður tað heilt einfalt destruerað. Tað hendir ikki sjáldan.
Arbeiðsborðið sigur eitt sindur um hansara akkumulerandi arbeiðshátt við øllum møguligum skitsum og pappírsklippum, sum kunnu vera restir av øðrum verkum, sum hann endurnýtir til grafisk listaverk. Á tekniblokkinum hjá honum sæst ein mynd hjá Tóroddi Poulsen av eini beinagrind við beinunum í tveimum spannum. Hann heldur myndina vera herliga. Honum dámar eisini væl seyðamyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku og málningarnar hjá Rannvá Kunoy, sum hanga uppiá í Steinprenti í løtuni, og hann hevur ognað sær eitt av hennara prentum, sum skal við, tá hann fer við Norrønu í morgin. Erik Heide er javnan í Steinprenti og arbeiðir. Har er gott at vera, heldur hann, og sjálvt um hann arbeiðir tað mesta av tíðini, so heldur hann tað vera avslappandi.
Vit bæði, Heide og eg, standa í køkinum og hyggja at eini grein um framsýningina í Hoyvíkar Kirkju Um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til, sum undirritaða kurateraði og sum m.a. varð myndað av fleiri verkum hjá Erik Heide. Heide hevur hoyrt frá Jan Andersson, at onkur var ónøgdur um manglandi Jesupápar á hesari framsýningini. - "Eg havi annars gjørt nokk so nógvar sovorðnar" sigur hann brosandi og heldur, at undirritaða kundi havt lænt ein. Eitt sindur álvarsligur leggur hann stillisliga aftrat, at hann í øllum førum heldur, at framsýningarhugskotið var gott.
Á vegginum hongur eitt liðugt prent, sum næstan sær eitt sindur abstrakt út. Tað minnir meg um okkurt hjá Hansinu Iversen, men so síggi eg, at talan er um tríggjar bláar fuglar, myndevnið kemur eyðsýnliga frá einum relieffi hjá Heide. Fuglarnir sveima í ring á einum óendaligum himmalhválvi og mynda eina vakra ringrás. Í steinprentspressuni liggur ein stórur steinur og er við at verða prentaður. Á arbeiðsborðinum hjá listamanninum liggja fýra steinar og eru lidnir frá hansara hond. Teir mangla bara at verða prentaðir
Erik Heide er føddur á oynni Mors í 1934, har hann enn býr. Hann er ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum og sjálvt um listamaðurin ikki nýtir eitt beinleiðis kristiligt myndamál í myndum sínum, eru hetta myndir, sum trúgva uppá og sum takka fyri alt tað góða í tilveruni. Eitt takksemi, ið er fult av ljósi og skugga sum í hesi lýsingini hjá Williami Heinesen, ið lýsir bardagan millum ónt og gott soleiðis: “Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).